Í gjár kom danski listamaðurin Jonas Hvid Søndergaard til Føroya í sambandi við eina verkætlan í Steinprenti. Tað er ov tíðliga enn at koma nærri inn á hesa stóru verkætlan, men hon verður spennandi, kunnu vit siga og vit fara at greiða meira frá henni seinni. Fyribils kunnu vit vísa á nøkur verk hjá hesum listamanni, sum hevur arbeitt í Steinprenti fleiri ferð. Hansara myndir eru ofta bjartlittar, teknirøðkendar við nógvum og yðjandi myndaliðum, har hann tvinnar geometriskar ella arkitektoniskar formar saman við organiskari náttúru ella meira ekspressivum úttrykki. Jonas Hvid Søndergaard hevur júst vunnið stóra prýðisuppgávu á Nørrebro í Keypmannahavn við einum einføldum, men rættiliga markantum, violettum øvugtum kirkjuformi. Hetta skapið er íblást av skapinum av Grundtvigkirkjuni, og verður málað á framsíðurnar á einum háhúsum á krossinum millum Tagensvej og Jagtvej. Her er leinkja til grein um verkið:
http://ibyen.dk/gadeplan/ECE1545296/noerrebro-faar-omvendt-kirke-til-en-halv-million/
Bárður Jákupsson skoðar steinprent hjá Jonas á gløgglistaløtu í 2010