Bergur Djurhuus Hansen heldur fyrilestur um K.O. Viderø og ritverk hansara á Sands Bókasavni í kvøld klokkan 19.30. Bergur Djurhuus Hansen er útbúgvin cand.mag. í bókmentasøgu og søgu á universitetinum í Århus. Hann hevur undirvíst á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum og á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Í 2012 var hann settur í granskingar- og undirvísingarstarv á Føroyamálsdeildini. Í løtuni arbeiðir hann við phd-ritgerð um ferðafrásagnirnar hjá. K.O. Viderø. Fyrilesturin tekur støði í arbeiðinum við phd-ritgerðini.
Monday, April 7, 2014
Knud Odde greiðir frá
Knud Odde gjørdi hesa myndina í Steinprenti, hon verður við á framsýning hjá Steinprenti í Norðurbryggjuni í mai
Knud Odde hevur gjørt allar illustratiónirnar í nýggja blaðnum hjá danska dansktlærarafelagnum (sí leinki omanfyri). Portrettið av Herman Bang gjørdi hann í Grafiska Verkstaðnum í Hjørring. Hyggið her.
(KP)
Sunday, April 6, 2014
Trívist í millumrúminum

Viðtal við Trónd Bogason - tónaskald
Tróndur Bogason fekk fyri trimum árum síðani trý ár av starvsløn frá
Mentanargrunni Føroya. Hansara seinasta stóra uppgáva er tónleikurin í leikinum
hjá Marjuni S.Kjelnæs Tóm Rúm, sum Tjóðpallurin setti upp við Eyðun Johannesen
sum leikstjóra. Eg hitti Trónd Bogason til eitt viðtal gjøgnum Skype ein
sunnumorgun í Mars.
Hann er avhildin, tað skilst á øllum
brøgdum premierukvøldið á Tjóðpallinum. Nýggi leikurin Tóm Rúm er framførdur á
fyrsta sinni og í róminum aftan á premieruna práti eg við nakrar luttakarar. Tá
eg nevni tónleikin og hvussu hugtikin eg eri av ljóðsíðuni í leikinum, fara fólkini
á Tjóðpallinum beinanveg at rósa tónaskaldinum upp til skýggja, alt meðan tey brosa
hugfarsliga við tankan um krúllurnar hjá komponistinum, sum hómaðust
onkrastaðni í ruðuleikanum í heimsins minsta tjóðalli, meðan hann fekk sær ein
kóboylúr tær longu, ovbyrjaðu næturnar undan premieruni. Okkurt bendir á, at
Tróndur Bogason hevur gjørt annað og meira enn at sovið hesi seinastu trý árini.
Umframt tær størru uppgávurnar við tónleikinum í t.d. sjónleikinum Tóm Rúm og
sangleikinum Audition, er Tróndur Bogason støðugt upptikin av smærri uppgávum,
har hann spælir, leggur til rættis, útsetir og framleiðir tónleik hjá øðrum. Og
hann er ikki lættur at fáa fatur á, tí hann hevur nógv um at vera, men tað
eydnast og eg byrji viðtalið við at spyrja hvussu tað følist at sita sum
áskoðari í salinum á Tjóðpallinum og uppliva eitt verk, sum hann sjálvur eigur
part í.
TB: Eg havi sjálvandi sæð leikin
framførdan fleiri ferði, men altíð við øðrum eyganum í telduni. Eg havi fyrst
og fremst fokuserað upp á ljóðið, og hóast eg havi fingið eitt ógvuliga tætt
forhold til leikin og allar detaljurnar í honum, so er tað nakað heilt annað at
uppliva hann sum áskoðari uttan forpliktilsir. Sjálvt um eg má viðganga, at eg
av og á fangaði meg sjálvan í at vera í so upptikin av onkrari óbetýðuligari
detalju í ljóðsíðuni.
Pingpong
KP: Tónleikurin var ómetaliga vakur, men har var so nógv at fylgja við í,
so eg kundi hugsað mær at hoyrt hann aftur, vónandi verður okkurt gjørt við
tónleikin eftir at leikurin er liðugur. Kanst tú greiða frá tilgongdini, tá tú
gjørdi tónleikin?
TB: Jú, eg havi ætlanir um at gera
okkurt víðari við tilfarið, men akkurát hvat tað verður, er ikki avgjørt enn. Annars
byrjaði tað við, at Jenny Petersen, stjórin í Tjóðpallinum ringdi og avtalaði
at møtast við rithøvundi og leikstjóra. Marjun (S.Kjelnæs), Eyðun (Johannesen) og
eg møttust nakrar ferðir og prátaðu, eg fekk leikritið og sendi ymisk uppskot
og okkurt av tí arbeiddi eg víðari við, tað var sovorðið pingpong okkara
millum.
KP: Tað riggar ómetaliga væl í byrjanini, tá ein yrking verður lýst uppá
eitt gjøgnumskygt klæði á pallinum, meðan Eivør syngur hesa somu yrkingina, sum
stendur í savninum Rót Tripp. Byrjanarsenan minnir um eina væl eydnaða
listarliga installatión. Hvussu komu yrkingarnar við í heildina?
TB: Eg haldi, at tað var Eyðun, sum á
fyrsta fundinum nevndi møguleikan fyri at brúka yrkingarnar í leikinum. Haldi
at tey bæði nokk hava tosað um at innarbeiða tær meira í leikritið beint tá. Í
øllum førum fekk eg eitt savn, og eitt sindur seinni skrivaði eg lag til tvær
teirra og tær komu við, og síðan kom meir aftrat.
KP: Tónleikurin hjá tær rakar kensluna av tómum rúmi millum annað við
stórum rúmklangi, sum onkursvegna víðkar rúmið og leggur dent á millumrúmið
millum teir báðar høvuðsleikararnar, er hetta gjørt við vilja?
TB: Eg trúgvi, at tann kenslan í
stórsta mun kemur frá yrkingunum - ella via yrkingarnar. Tað er kanska meira
orð sum "óttin", "ódnin" og so víðari, sum eg havi reagerað
uppá. Og formar; til dømis yrkingin Fest, sum hevur ein deiliga radikalan
uppbygnað. Eg hugsaði um byrjanina sum eitt slag av inngangi, sum skuldi
fungera sum tableau ella fastfrystar myndir í leikinum. Tað var bara eitt
uppskot, men tey vóru við uppá tað. Fyri meg snýr tað seg mest um at fanga ein
stemning. Frá leikritinum ella frá pallinum. Hugsi ikki so nógv um, akkurát
hvat tað merkir, uttan so, at tað er ein konkret uppgáva, sum at gera
sirkustónleik ella okkurt líknandi. Mann kann kanska siga, at eg reageri meira
uppá, hvussu okkurt verður sagt, enn hvat verður sagt. Og so handlar tað eisini
nógv um samspælið við ljóðdesignið hjá Jón (Mc Birnie).
Starsvløn og crossover
KP: Í 2010 fekst tú starvsløn, hvussu hava tey trý árini hilnast?
TB: Eg haldi tað hevur gingið ordiliga
væl. Tað er ein einastandandi fríheit at kunna siga nei av og á og at kunna
arbeiða við tí, sum mann annars sjáldan hevur tíð til. Eg havi tikið av nøkrum
uppgávum, sum eg havi hildið vera áhugaverdar, men havi altso havt møguleika
fyri at siga nei takk til okkurt og harvið havi eg kunnað miðsavnað meg um
ymiskt, sum kanska ikki gevur mat á borðið her og nú. Eg havi fingið eitt ára
starvsløn einaferð og tað var eisini gott og hóskaði til ta ávísu verkætlanina,
sum eg gjørdi tá. Men tað er ikki heilt tað sama sum at fáa trý ár av
arbeiðsfriði, har tú sleppur undan at renna eftir einari deadline, har tú kanst
fordjúpa teg á ein annan hátt uttan støðuga kravið um, at tað, sum tú gert skal
vera klárt tann og tann dagin. Mann er jú annars rættiliga bundin av freistum,
og tað er nú eisini oftast fínasta slag, men her havi eg fingið arbeitt uppá
ein heilt annan máta. Eg havi kunnað skrivað og latið hugskotini hvílt fyri
síðani at koma aftur til tey, tá tey eru búnaði. Eri komin longur inn í tey.
KP: Fleiri av tínum verkætlanum eru sonevndar crossover verkætlanir, har fleiri listagreinir samstarva við tónleiki,
dansi, performance, t.d. í tínum verki frá 2007 Investigations of a Dog, sum
var ein audiovisuel konsert fyri messingblásara, dansarar og video, ið er
grundað á eina stuttsøgu eftir Franz Kafka, men tú arbeiðir eisini við
sonevndum klassiskum og rútmiskum tónleiki í senn og í leikinum Tóm Rúm sæst
somuleiðis ein samanrenning av ymiskum listarligum útláti. Hvat er tað, sum tú fært burturúr
millumrúmunum?
TB: Eg eri uppvaksin við rokktónleiki, tann
áhugin kom fyrst. Áhugin fyri klassiskum tónleiki kom seinni ella kanska hevur
hann verið har alla tíðina uttan at eg havi hugsað um tað. Men eg havi í hvussu
so er meðan eg gekk á konservatoriunum og aftaná ongantíð slept rokktónleikinum.
Markanta sundurgreiningin millum klassiskan og rútmiskan tónleik er eftir mínum
tykki kunstig, kanska ein leivd frá feudalum stýrisskipanum Eg hevði ein lærara
eina ferð, sum skjeyt upp, at mann heldur enn at skilja millum rútmiskt og
klassiskt skuldi skilja millum nýtt og gamalt; originalt og óorginalt. Tað
hevði kanska ikki verið so nógv frægari, men nokk heldur ikki verri. Heimurin
er eisini nógv broyttur seinastu tjúgu árini hasum viðvíkjandi, alsamt fleiri
eru farin at arbeiða við fleiri sjangrum í senn ella í millumrúminum millum
ymsar sjangrur. Fyrr kundi mann ofta fáa kensluna av, at mann skuldi vera í
parti við hesum ella hasum, men tað upplivi eg sjáldan nú.
Minimalisma?
KP: Tað klassiska er sjálvandi ein drúgv søga í sær sjálvum og tað, sum tú
gert er ikki klassiskt. Munurin millum tað klassiska og contemporary samtíðartónleik
er stórur, men kann eg brúka hugtakið minimalisma um tín tónleik?
TB: Tað kanst tú óivað væl, men eg
haldi, at tað er umráðandi at gera sær greitt, at minimalisma hevur ymiskar
týdningar. Hugtakið verður ofta brúkt um okkurt, har tað hendir lítið ella um
okkurt sum er einfalt, men í grundini er minimalisma jú ein greitt defineraður,
tónleikasøguliga avmarkaður stílur, sum amerikanskir komponistar m.a. Terry
Riley, Steve Reich og Philip Glass eru slóðbrótarar fyri. Og har eri eg slett
ikki. Mær dámar minimalismu, og tað, at hon er so grundleggjandi øðrvísi enn
tann tónleikur, sum annars hevur verið ráðandi í Vesturheiminum í fleiri 100
ár. Og eg brúki eisini ymiskt frá minimalismuni, kanska meira tankagongdina
aftanfyri enn nakað konkret musikalskt. Tí eg haldi, at tað hendir nakað
øgiliga ítøkiligt í sinninum, tá mann hoyrir hesar óendaligu endurtøkurnar, sum
bara akkurát broytast. Tað sigur nakað um, hvussu avgerandi, formur er fyri
upplivingina, og akkurát tað haldi eg vera serstakliga áhugavert. So ja, har
eru minimalistisk elementir í mínum tónleiki. Avgjørt. Men ikki nokk til at
mann beinleiðis kann kalla tað minimalisma, haldi eg.
KP: Tú fyllir 38 ár næsta mánaða, er tíðin tá ikki skjótt komin til at gera
ta stóru symfoniina?
TB: Nei, hana fari eg neyvan at gera
nakrantíð. Eg elski symfoniorkestur og kundi væl hugsað mær at gjørt
symfoniorkesturtónleik aftur onkuntíð, men tað verður neyvan ein symfoni. Ella
kanska skrivi eg eina symfoni og kalli hana nakað annað. Til dømis Opera. Men
beint nú eru tað fyrst og fremst nógvar smærri uppgávur, sum fylla.
..............................
Tróndur Bogason er føddur í 1976 í Havn
og býr í Keypmannahavn. Hann er tónleikari og tónaskald við útbúgving frá Kongaliga Musikkonservatoriunum (1999-2005) í
Keypmannahavn, har hann gekk hjá Ib Nørholm og Hans Abrahamsen og í Kongaliga
Musikkonservatoriunum í Haag hjá Martijn Padding og Louis Andriessen. Frá
2005-2007 á solistlinjuni í kompositión á Kongaliga Musikkonservatoriunum hjá
Bent Sørensen. Í 2000 vann hann saman við Dániali Hoydal kapping um at gera
eina ólavsøkukantatu. Í 2003 fekk hann Gávugóðs úr Grunni Thorvald Poulsens av
Steinum og hann er tríggjar ferðir tilnevndur Tónleikavirðisløn
Norðurlandaráðsins. Syngur við í kórinum Mpiri, sum hann var við til at stovna.
Yvirlit yvir verk, sum Tróndur Bogason
hevur skrivað tey 3 árini við starvsløn.
- Don´t try this
at a party - Synfonietta
- The distance
between us - Pno trio & EA
- Exchanges III - Pno
- Perceptionen - Kvinnu kór
- Stilli - Tbn & EA (við Andras Olsen)
- Giant´s breath -
Acc./Pno/2 Vlns/Vc
- Material cycle - Brass kvintett
- Room -
CD (við Eivør Pálsdóttir)
- Audition -
Musical
- Sunrise/Sunset -
Brass/Perc/EA
- Diversions -
Orkestur
- Fairest of them
all - Vla & EA
- The 4th
dimension - 7 Sopranar/Org./Vc
- Flugan - Kór
- True love - Film
score
- Fest -
Pno/El gtr/Vox & EA
- Tempest
- Pno/El gtr/Vox & EA
(KP)
Saturday, April 5, 2014
Vikuskiftisviðmælið
Djúpbláa og svarta myndin er partur av framsýningini hjá Tróndi Patursson í Steinprenti, sum út móti túsund fólk hava vitjað. Eg rokni við, at tey allarflestu kenna stílin aftur við tí ultramarinbláa signaturlitinum. Verkini á nýggju framsýningini hjá Tróndi Patursson í Steinprenti koma frá einum listamann, tá hann er allarbest fyri á síni starvsleið og sum fyri kortum fekk landsins hægsta mentanarheiður, mentanarvirðisløn landsins handaða frá mentamálaráðharranum. Teir einlittu/tvílittu málningarnir draga áskoðaran at sær við síni monumentalu stødd, sum næstan sprongja framsýningarhølið. Hesi verkini eru sum gjørd til meditatión, og tá tú stendur leingi og hyggur at teimum, er tað sum um, at myndin letur seg upp og tú í tonkunum sleppur inn um svarta rimaverkið og inn í tað endaleysa myndarúmið. Tróndur Patursson hevur málað nógvar myndir út frá hesi somu grundmetodu, mynstrið er málað so mikið tjúkt á løriftið, at tað liggur omaná løriftinum næstan sum eitt relieff. Hetta sæst ikki á fotomyndum, men er týðiligt, tá tú sært myndina, har hon hongur í Steinprenti. Í byrjanini tykist mynstrið kanska eitt sindur tilvildarligt, men hyggur tú eina løtu, gert tú varug við eina ávísa kós og dynamikk í bygnaðinum. Hvat snýr myndin seg um? Av tí, at hon ikki endurgevur veruleikan á mimetiskan hátt, er tulkingin ikki definerað frammanundan. Kanska snýr hetta seg um náttúru og kosmos og er ein ítøkilig lýsing av tí óítøkiliga, men tað ber eisini til at fata málningin meira konkret sum ein flata við ultramarinbláari temperamáling við svørtum mynstri. Farið sjálvi og hyggið, har er opið gerandisdagar frá 9-17 og leygardag 14-17
(KP)
Barnakonsert í Norðurlandahúsinum
Barnakonsert í Norðurlandahúsinum í morgin, sunnudagin kl. 16.
Dánjal á Neystabø við bólki framføra sangir, sum eru "opin stykkir", ið lata seg stýra av spontaneiteti, so at børnini fáa ein virknan leiklut í framførsluni. Kostnaður 100 kr. fyri eitt barn og ein vaksnan. |
Konsertin tekur støði í framførslunum, sum hava verið á skúlum kring landið í sambandi við Listaleypin. |
Friday, April 4, 2014
Til lukku, Sunleif
The final movement of Motion/Emotion, the most recent work here, is in fact a fine demonstration of Rasmussen’s rhythmic writing, which Friis describes, quite rightly, as ‘pulsating’. For real excitement, though, one must turn to Four Gardens, from 2003. This is a magnificently unpredictable work, full of colour, energy and atmosphere. It’s actually extremely difficult to describe Rasmussen’s music, because it simply doesn’t really sound like anything else. It’s melodious but rhythmically assertive and sometimes angular (this is perhaps most evident in the three duets from the Andalag series recorded here), enjoys repetition but is very far from being minimal, and evinces a huge interest in texture (Four Gardens, Vetrarmyndir).
Certainly the outstanding performances here, under the masterly hand of John Storgards, seem to be the result of the Lapland musicians genuinely enjoying the music. For me, the most fascinating works areFour Gardens and the earlier Vetrarmyndir for flute, oboe, clarinet, bassoon, horn and piano, written in 1990, in which Rasmussen summons all his skill to create weird, haunting atmospheres; but all this music, created by a very original mind indeed, is worth listening to.
Lesið ummælið í síni heild her:
Lesið ummælið í síni heild her:
(KP)
Guðrún Einarsdóttir. Máling sum náttúra
Fríggjadagin 4. apríl kl. 16:00 letur ein framsýning upp á Listasavni Føroya við myndum hjá íslendsku listakvinnuni Guðrún Einarsdóttir. Guðrún Einarsdóttir nýtir eitt serligt kynstur, tá hon skapar sínar málningar. Hon blandar litir,olju og loysingarevni í ymiskum lutfalli á eitt lørift, sum liggur niðri. Síðan tekur turkingin yvir, og tað er hon, sum skapar tey ótrúligu organisku mynstrini og endurtøkurnar, sum gera myndirnar so serstakar. Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum, setur framsýningina, og listakvinnan sjálv verður til staðar. Listasavnið bjóðar ábit. Framsýningin er opin til sunnudagin 1. juni 2014. Í sambandi við framsýningina gevur Listasavn Føroya út bókina Guðrun Einarsdóttir. Máling sum náttúra, og hon fæst fyri 100 kr.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin!
Ein protestsangari í Vestmanna og tankar um avlopsmat og uppafturhitað
Í gjárkvøldið vóru vit til konsert hjá danska
sangaranum og sangskrivaranum Arne Würgler. Hann framførdi m.a. ein rørandi
krígsmótmælissang, sum var skrivaður út frá sjónarhorninum hjá einum av teimum
hermonnum, sum hava verið í Afghanistan og sum ikki megna at liva eitt normalt
lív aftaná ræðuleikarnar, teir og tær hava upplivað. Tekstin hevði Arne Würgler
sett til vakra lagið, sum Carl Nielsen gjørdi, og sum vit kenna frá sanginum
"Solen er så rød". Vit hoyrdu eisini eina áhugaverda, men eitt sindur rustaða versión av sanginum um Lykken, einaran vesturi í Vágunum, sum bygdi
einastandandi outsiderlistaverkið Lykkenborg.
Í byrjanini var tað næstan sum
umbar Arne Würgler fyri sjálvan reyðleikan, tann agiterandi partin av skránni.
- Eg plagdi at vera protestsangari, greiddi hann næstan umberandi frá, - eg var
ein av teimum, sum stóðu uttan fyri Christiansborg og mótmæltu. At meta út frá
framførsluni í gjár, so mótmælir og agiterar hann enn, hann fær neyvan latið
vera. -Tey, sum eru rík, skulu verða ríkari, tey, sum einki eiga, skulu eiga
minni. Fleiri av sangunum
høvdu hetta sama gamla temaið, sum Billy Holiday sang um í God bless the child.
Í einum landi sum okkara við flatskatti og byrjandi oligarki tykist temaið
merkiliga aktuelt í hesum árum. Protestsangarin sang onkra kærleiksvísu, men eisini her
merktist vreiðin um valdsharrana órættvísi. - Nú fara vit aftur í sjeytiárini
hugsaði eg sjálv eitt sindur umberandi, tá hard core slagsangir sum Avanti
Popolo og Bella Ciao saman við Reyða Wilfred, sanginum um órímiligu
viðurskiftini hjá lærlinginum eina løtu litaðu Vektarabúðina knallreyða, men
tað var sum fekk sjálvur reyðleikin relevans og aktualitet. Hesir sangirnir um
solidaritet og javna komu jú beint aftan á, at vit áhoyrarar, borgarar í
Føroyum, høvdu hoyrt í útvarpinum um okkara eldri medborgarar í Vági, sum vegna
sparingar skulu eta upphitaðan mat í vikuskiftinum. Nú er Høgni Hoydal, formaður í
Tjóðveldi er ikki nakar protestsangari, men indignatiónin yvir sosiala órættvísið minnir um, tá hann skrivar:
Meðan fáir føroyingar gerast
ríkari og ríkari og fáa bjóðað allar hugsandi sømdir frá sitandi landsstýri,
fær tann vanligi føroyingurin til dømis boðið teir kostir, at gjalda til egna
pensjón og at gjalda ein brandskatt av hesum til tess at fíggja lættar hjá
teimum, ið eru best fyri. Hartil eru boðini: At meðan eitt alt minni tal av
fólki í Føroyum fær stórar fíggjarligar lættar og framíhjárætt til vald
landsins og ognir, so skal sparast hjá teimum, ið hava bygt alt grundarlagið
undir føroysku vælferðini. Teimum, ið tørva røkt og ein manssømiligan
gerandisdag, eru støðugt rakt av sparingum og umleggingum hetta
samgonguskeiðið. Og nýggjastu boðini eru, at búfólkið á Hamragarði í Vági, har
frammanundan niðurskurðir eru farnir fram í vaktum og starvsfólki, enn ikki
skulu fáa eina líkinda máltíð í vikuskiftunum. Tey skulu eta avlopsmat og
uppafturhitað. Slíkar umstøður eiga á ongan hátt at tolast. Og slík framferð
reisir allar grundleggjandi spurningar um politikk landsstýrisins, nú tey uttan
nøkur rættindi til borgaran og uttan nakra fígging, leggja eldraøkið út til
kommunurnar við møguleika fyri privatiseringum av tænastum. Tað fer sjálvsagt
at gera tað møguligt hjá teimum, ið nógvan pening eiga, at keypa sær góðar
umstøður, meðan tað vanliga fólkið verður at liva við niðurpíning og verri
umstøðum.
-Jú, løtan var av fjálg, nostalgisk og hugnalig í gjárkvøldið í Vektarabúðini í Vestmanna, og óansæð um málið við Hamragarði vísir seg at vera ein lokalur leiðsluspurningur, sum Annika Olsen gjørdi vart við í Degi og Viku í gjár, er sosial indignatión og mótmæli relevant og hugvekjandi í mun til galdandi umstøður í okkara samfelag beint nú.
Vektarabúðin er sera hugnalig
Vakri pallurin
Arne Wurgler framførir
Fólk lurta
(KP)
Thursday, April 3, 2014
P/F Poul Michelsen heldur 40 ára føðingardag við listarligari íløgu
Tað er frálíkt at síggja vinnufyritøkur gera listarligar íløgur við áhuga og skili. Í sambandi við 40 ára føðingardagin hjá P/F Poul Michelsen hevur virkið bílagt eina monumentala prýðing frá Hansinu Iversen, sum í dag er hongt upp í matstovuni hjá fyritøkuni. Vit ynskja Poul Michelsen og Hansinu Iversen hjartaliga til lukku við verkinum.
(KP)
Í dag byrjar stóra føroyska bókaútsølan...
Á risa stóru føroysku bókaútsøluni eru meira enn 400 bøkur frá 40 forløgum at fáa fyri prísir heilt niður í 15 krónur. Bøkur, sum føroyskir høvundar hava skrivað, og bøkur, ið eru týddar til føroyskt. Skaldsøgur, yrkisbókmentir, yrkingar, barnabøkur, ungdómsbøkur.
(KP)
Wednesday, April 2, 2014
Eitt sindur aftrat um list og ítrótt
Vit hava skrivað um tað áður her á listablogginum, onnur hava skrivað um tað sama og í grundini liggur í sjálvari hesi vónleysu sammeting millum list og ítrótt ein ímynd um at fólk sum heild í størri mun fata ítrótt enn list - ítróttin er likamlig og heilsugóð og tað er list ikki, tí hon er andalig og fær okkum at hugsa ella hvat? Listamaðurin og rektari á jútska listakademinum í Århus, Jesper Rasmussen skrivar um list og ítrótt í eini klummu í kunsten.nu og hann byrjar við hagtølum. Sambært nýggjastu kanningini hjá danska kulturministeriunum hava millum 35 og 40 % av danum vitjað eitt listasavn ella eina framsýning í minsta lagið eina ferð um árið í tíðarskeiðnum frá 2004 til 2012 og hetta eru tøl, sum allir danskir mentamálaráðharrar taka í álvara. Í mun til, at allir danskarar rinda fyri søvnini, eru ov fá, sum brúka tey. Jesper Rasmussen heldur ikki, at danska prosenttalið er so vánaligt og hann undrast á hví ítrótt í somu mentanarkannin verður mett at vera fólkslig har listasøvn verða meta at vera "sera eliter". Jesper Rasmussen vísir á, at í 2012 vóru 3.44 millión vitjandi á donskum listasavnum og bert 1,33 millión áskoðarar til Superligafótbólt. Hann skundar sær at leggja aftrat, at hesi hagtølini skulu viðgerast varliga og væl vita vit av, at tað er ikki altíð, at flest merkir best. Tað, sum ørkymlar Jesper Rasmussen er, at list vanliga verður fatað sum nakað, ið krevur serligar fortreytir og sum tessvegna bara talar til ein avmarkaðan part av fólkinum meðan ítróttin verður mett sum nakað, ið er lætt at fata hjá øllum uttan nakrar serligar fortreytir. Tað fyrra verður fatað sum ein trupulleiki og mett verður, at listin skal fólksliggerast og demokratiserast so nógv sum møguligt meðan tann fólksliga ítróttin kann uppføra seg so elitert sum hon vil, uttan at nakar leggur í tað. Jesper Rasmussen sipar til miðlaviðgerðina av list og ítrótt, sum hann eisini heldur vera merkta av sama lyndi til í listahøpi at greiða frá og allýsa tey vanligastu hugtøkini, meðan prátið í ítróttarsendingum er nógv meira undirskilt, sum um áskoðarin longu veit alt um reglur, teknikk, úrslit, liðskift osfr.
- Aja, øll skulu vit
vera her í sama leypi, sum onkur tók til sum viðmerking til mína atfinning
av næstseinastu In mente sending í útvarpinum, sum eg helt vera grunna og
ov lítið áhugaverda listarliga sæð. Har vóru fleiri, ið misskiltu bloggin og
hildu hann vera eitt negativt, elitaristisk ummæli av leikinum Oliver Twist,
sum undirritaða altso ongantíð hevur sæð. Í staðin fyri at brúka henda dýrmetta
vikuliga In mente tíman til leyst tos um áhugaleik, mátti heldur verið upplagt
at havt samrøðu við luttakararnar í Góðan Morgun Føroyar, helt eg. Og tað gera
tey beint nú í skrivandi stund í GMF, har prát er við leikarar og
leikstjóra í Mýruborg, sjónleikinum, sum verður spældur í Sandoy í løtuni og
tað riggar væl og er áhugavert. Øsing eri eg von við, havi faktist uppí fleiri leypar
av ikki serliga smikrandi lýsingum av mær sjálvari sum listarligum elitarist,
listnazist, bygda- og áhugahatandi Havnasnobb osfr., hesum má eg finna meg í,
tá eg viðhvørt sigi okkurt, sum ikki er jublandi positivt innan eitt øki, sum í
so storan mun er merkt av fagnaðarrópum og hugna sum føroysk lista- og
mentanarmiðling. Men onkuntíð øvundi eg HB´arum og B36´arum, sum kunnu koyra á
ungdómin, rópa og skrála og satsa so elitert, sum tey hava hug til, uttan
nakrantíð at verða skýrd at vera centralistisk elitaristisk reyvarhol. Eg veit
ikki, kanska hevur ítróttin megnað betri at branda seg enn listin, tað er í
hvussu so er óhugsandi, at eitt sindur av lokalum sjónleiki fekk innivist í
3-2. Eg veit av, at ítróttin hevur víðari heimildir enn listin í okkara
samfelagi og eg bleiv mint um tað aftur í áðni í Gundadali av hasum
kolossinum av einum stadion, ið tykist vera av ekstraterrestriellum uppruna,
sum bara vaksur og vaksur og sum nú fullkomiliga blokerar útsýnið í Gundadali út á
Glyvursnes.
http://www.kunsten.nu/artikler/artikel.php?
http://listinblog.blogspot.com/2012/08/itrottarvund.html
Tuesday, April 1, 2014
Ein forkunnug framsýning í Listasavni Føroya
Tað er ikki bara uttanlands, at kendir politikarar springa út sum listafólk.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn hevur fleiri ferðir framsýnt sínar málningar
á ólavsøkuframsýningini hjá Lions Club, sum á hvørjum ári verður hildin í Müllers Pakkhúsi,
og í skrivandi stund er eitt verk hjá Torbirni Jacobsen, fyrrverandi mentamálaráðharra
við á eini framsýning í Norðurlandahúsinum.
Men tann higartil størsta framsýningin við politikaralist
her á landi letur upp fríggjadagin klokkan 16 í Listasavni Føroya, og tá er tað
eingin minni enn Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum sýnir fram egin verk. Í
tíðindaskrivi frá løgmansskrivstovuni stendur, at Kaj Leo Holm Johannesen altíð hevur málað, men at hann ikki hevur havt tíð at dyrka sína listapassión fyrr
enn hesi tvey seinastu árini. Umframt eina myndarøð við hundum, sum sæst á
myndini, hevur Kaj Leo Holm Johannesen eisini málað portrettmyndir av kendum
danskarum, eitt nú eru bæði Medina og Peter Smeichel millum tey portretteraðu .Somuleiðis verður ein long røð av málningum at síggja av norðuramerikanska upprunafólkinum
og tað er eftir hesum málningunum, framsýningin í Listasavninum hevur fingið sítt serstaka heiti: "Eg eri
bara ein einsamallur indiáni".
-Tað er sera týdningarmikið at gera íløgur í
kreativu vinnuna í hesum árum, heldur Kaj Leo Holm Johannesen: - Alt tað kreativa
fremur vøkstur og innovatión og skapar dynamikk í samfelagnum, tað meti eg
avgjørt. Tað snýr seg jú eisini um at branda Føroyar og har haldi eg, at tað er
hóskandi, at eg sum liðskipari taki stig til at gúppa bóltin og brúki mína egnu
list til at branda Føroyar við. Eg kann longu avdúka, at ítøkiligar ætlanir eru settar í kortið fyri fleiri føroyskum mentanartiltøkum uttanlands hetta komandi árið.
Grunnurin hjá Margretu drottning og Heindriki
prinsi og Mentanargrunnur Landsins hava stuðlað framsýningini við 250.000 krónum
hvør. Heindrikur prinsur, sum sjálvur er listamaður og sum ger erotiskar
standmyndir, ið síðsta ár vórðu framsýndar í danska listasavninum Aros, hevur
samtykt at skriva katalogtekstin til framsýningina "Eg eri bara ein einsamallur
indiáni".
(IS)
Labels:
IS
Subscribe to:
Posts (Atom)









