Wednesday, November 7, 2012

Ávaring til fólkið: Tingvarpið er ikki hóskandi fólkaføði



Eitt flatskattasamfelag er eitt samfelag uttan yvirbygning. Hvørki av ideologiskum, intellektuellum ella andaligum slag. Tað er eitt samfelag, sum er flatt. Heilt bókstaviliga.

Hetta kanst tú í tínum egna sjónvarpi hoyra samgongulimir siga. At tað eisini er nakað merkiligt nakað, at bygningar skulu prýðast, tí at listafólk skulu selja nøkur verk. Ella at mann gott kann siga, at listafólk klára tað fínt uttan pening. Nei mínir harrar, tað kann mann ikki og tað ger mann ikki, tí tað er møsn og hevur einki við nakað sum helst at gera. Og kundu tit latið ta fløtu lummafilosofiina verið heima, sluppu vit onnur undan at kóka okkara oyru aftaná Tingvarpssendingina, og enn betri um tit settu tykkara klichéir úr frígear, so kundu vit sloppið undan at tyngja ta hart royndu føroysku heilsuskipanina við okkara tornhøga blóðtrýsti og sálarligu traumum.

Her má heilt einfalt strammast upp. Og tað er ikki nóg mikið, at politikarar verða heima sum 80 % av teimum valdu at gera, tá mentan var á skránni í løgtinginum í gjár. Tað kann væl vera, at politikararnir eru heima fyri at sleppa okkum undan, at fólkaheilsan skal fáa varug mein, men eg ivist í, at teir brúka teirra óendaliga streym av væl uppibornum frídøgum til at lesa uppá grundreglurnar í mentanarpolitikki. Bara eina ferð kundu teir víst okkum, at teir virða koyripeningin, sum vit hava latið teimum úr okkara egnu lummum, so mikið, at teir trillaðu bilin yvir í tingið.

Men nú havi eg longu sagt ov nógv um politikararnar. Samgongan er ómøgulig at røkka eisini pedagogisk og tað er tí andstøðan, sum er í fokus. Tann hart roynda, reystliga stríðandi, bæriliga óða andstøðan. Tað kann tykjast órættvíst, at tað eru tey, sum eru í brennideplinum, tí tey klára mentanarpolitikkin so øgiliga nógv betri enn samgongan og andstøðulimirnir tykjast sum heild heldur enn ikki skilabetri enn samgongulimirnir. Men vit eru sum kunnugt í tí støðu, at samgongan hevur trýst samfelagið flatt og beint burtur samfelagsins yvirbygning, og tað einasta, sum nú fær bjargað okkum undan at gerast ein fullkomiliga eindimensjonal tjóð, er andstøðan.

Tí skulu tey gera sær øgiliga stóran ómak, tey skulu standa saman og gera eina felags ætlan fyri hvagar mentanarpolitikkurin skal. Tey skulu halda uppat við at tosa um hvat tey sjálvi gjørdu ella ætlaðu at gera, men ikki fingu viðhald at gera, tá tey vóru landsstýrisfólk í mentamálum. Tey skulu pressa samgonguna frá øllum síðum, til at hava fundir í mentanarnevndini, til at melda út, til at greiða frá fyri viðkvæma fólkinum júst hvagar, samgongan hevur stungið mentan og list. Tey skulu gera okkurt, sum er so vatntætt og skottrygt og satt og so væl orðað, at Obama siterar tey í síni næstu sigursrøðu.

Keðiligu tíðindini til andstøðuna eru, at mentanin er fullkomiliga upp til tey, hetta skilst ógvuliga greidliga, tá tú hoyrir samgongulimir tosa. Góðu tíðindini til andstøðuna eru, at tey gott kunnu megna tað og vónandi eisini vilja gera tað, og at fleiri teirra fóru sera skilagott til verka í tinginum í gjár, og at tey heilt vist skulu fáa hjálp uttanífrá, ynskja tey tað.

(IS)

 

Tuesday, November 6, 2012

Listafólkaboykottið – mentanarpolitikkur rakar okkum øll

Tey tvey árini listabloggurin hevur verið til, hava vit uppá allar hugsandi mátar roynt at sett mentanarpolitisk mál á breddan Vit hava skrivað, mælt listafólkum at skriva og vit hava trýst politikarar til at melda út.
Tessvegna taka vit eisini undir við boykottinum av tí almenna, sum Sunleif Rasmussen og Teitur Lassen hava tikið stig til, og hjálpa við at styrkja tað. Eitt tílíkt boykott snýr seg um nógv ymiskt. Tað snýr seg um at fremja listarliga góðsku og fjølbroytni, um gjøgnumskygni og sjónliggerð av leiklutinum hjá listini í samfelagnum, um virðing og vitan, áhuga, fatan og kjak. Tað er eitt mótmæli móti vantandi armslongd, móti sosialum skeivleikum og móti gemenari misnýtslu av listafólkum og ondslívi.
List og harvið mentanarpolitikkur mynda eina kjarnu í sjálvum bygnaðinum av samfelagnum, tað snýr seg um at styrkja samfesti, menning og nýhugsan – alt sum okkum tørvar, og sum okkum ikki minst tørvar í krepputíðum. Listin er ikki altíð áhugaverd fyri samfelagið í mun til hvat tær og mær dámar ella hvat tú og eg fata; listin er áhugaverd sum ómissandi liður í samfelagnum. Ein liður, sum ikki bert snýr seg um trivnað og njóting, men um fólkaræði og um at tryggja, at tað finnast óheftar, kritiskar røddir í samfelagnum, um at tryggja vitanarmenning og samskifti. Tí er tað so umráðandi, at mentanarpolitikkurin er skikkaður, at hann megnar at stuðla og ikki at bróta niður, og at hann kann formidla ta samfelagsuppgávu, sum listin hevur. Tí rakar mentanarpolitikkur okkum øll, og ikki bert tey listafólkini, sum fáa stuðul frá tí almenna.
Tí, tað eru í grundini ikki bert listafólkini, sum fáa stuðul. Tað eru vit øll, sum fáa høvið at hava listina í okkara tilveru til at víðka um okkara fatanarstøði og til at liva í einum rættiligum samfelag. Tað eru ikki listafólk, sum fáa nakað út av, at landið brúkar tey til profilering. Tað er landið og ferðafólkaídnaðurin ið fáa nógv burtur úr hesum. Tað er ikki mentanararvurin, sum fer at njóta væl av, at samtíðarlistin verður skerd. Tað er skattalættin hjá teimum vælbjargaðu, sum her verður fíggjaður. Tað eru ikki mentanar- og listafólkini, sum er nassararar og grenj. Heldur er tað politiska skipanin, sum er farin skeiv.
Tað er ein sannleiki, at mentanarpolitikkur er tað, sum minsta orkan verður brúkt uppá bæði í løgtinginum og í fjølmiðlunum. Hetta sjálvt um listin helst er tað týdningarmesta, sum vit hava, tað, sum vit skulu ansa best eftir, tað, sum vit skulu gera okkum bestan ómakin við og brúka mest av okkara vitan uppá. Vit muga og skula alla tíðina innstilla og menna mentanarpolitikkin, og vit mugu pressa allastaðni har vit kunnu og brúka eitthvørt høvi til at broyta uppá tey viðurskifti, sum verða áløgd listini. Hetta gera vit ikki bert fyri listafólkini, men fyri listafólkini og okkum øll somul.
Vit takka teimum mongu listafólkunum, sum ikki bara við teirra list, men eisini við teirra luttøku í hesum boykotti, eru við til at tryggja, at okkara samfelag verður varðveitt.
Takk fyri Sunleif Rasmussen, Teitur Lassen, Mikael Blak, Tóroddur Poulsen, Leivur Thomsen, Andrea Heindriksdóttir, Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Carl Jóhan Jensen, Oddfríður M.Rasmussen, Petur Pólson, Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, Silja Strøm, Rakel Helmsdal, Bárður Persson, Elias Askham, Bruno Mikael Eysturstein, Eivør Pálsdóttir, Brandur Patursson, Kári Bæk, Ólavur Jakobsen, Jóanes Nielsen, Bárður Dal Christiansen, Alexandur Kristiansen, Jón Sonni Jensen, Gunnvá Zachariasen, Rógvi á Rógvu, Knút Háberg Eysturstein, Líggjas Olsen, Súsan í Jákupsstovu, Sólrún Michelsen, Ingi Suni Jakobsen, Marita Dalsgaard, Olaf Johannessen, Tummas Jákup Thomsen, Atli K. Petersen, Sissal Kampmann, Elin Josefina Smith, Kaj Klein, Annika Arge Gregoriussen, Jóhan Martin Christiansen, Heðin M. Klein, Magnus Johannessen, Høgni Lisberg, Anker Eli Petersen, Unn Paturson, Jóhannus á Rógvu Joensen, Martin Joensen, Rannvá Holm Mortensen og Drífa Hansen.



(IS)

Stuðlið føroyskum filmi

 
Hey everyone,

Please feel free to help clock in the views and likes of the Enter the Kitchen Teaser on the Creative Business Cup channel! We currently rank 2'nd in views among this year's participants.. We can beat the Germans, right? :)

We are gonna win this puppy and make the most awesome cooking show ever! USD 50000 coaching + USD 30000 Cash on the line! Tjek out our link on CBC as well, Cheers!

Monday, November 5, 2012

THE ACT OF KILLING í Havnar Bio mikukvøldið.



Filmurin “The Act of Killing” er longu heimskendur, áðrenn hann nú verður frumsýndur mikukvøldið tann 7 novembur.  Hetta er ein dokumentar um hópdrápini móti kommunistum og vinstrasinnaðum, sum vórðu framd mitt í  60unum í Indonesia. Meiri enn ein millión fólk vórðu pínd og dripin.

Tað serliga við filminum er, at drápsmennirnir sjálvir nágreiniliga siga frá, hvussu teir framdu drápini, og í røttum Hollywood-stíli endurspæla morðini, eins og er tað ein kovboyfilmur, har teir eru hetjurnar. Sjálvt um evnið er álvarsamt og ræðandi, verður sagt at filmurin eisini er undirhaldandi, tí hann megnar  so væl at lýsa drápsmenninar, og tað absurda í øllum ræðuleikunum . Eisini søgu- hátturin er nýskapandi, har veruleiki, fiktion og fantasi, alt verður vavt saman í eitt slag av einum hybrid dokumentar.

Í samrøðu við CPH DOX sigur leikstjórin Joshua Oppenheimar: “Veruleikin er eisini fantasi, illusjón og søgur. Við at geva fólki møguleikan at skapa sín egna veruleika av nýggjum, at geva teimum ein pall, ber til at dokumentara teirra egnu hugmyndir av sær sjálvum.”

Her ber til at lesa alla samrøðuna:

Leikstjórin Werner Herzog, sum eisini er kendur fyri at gera dokumentar, sigur um filmin: ”Eg havi ikki sæð ein so ógvisligan, surrealistiskan og ræðandi film seinastu 10 árini”. Filmurin varð frumsýndur á dokumentarfestivalinum CPH:DOX í Keypmannahavn, og Politiken metir filmin at vera eitt so stórt meistaraverk, bæði í innihaldi og stíli, at tey geva honum 6 hjørtu. Eisini enska blaðið The Guardian gevur filminum toppkarakter, og roknað verður við, at hann er ein upplagdur Oscar vinnari.
Tað er sjáldsamt at vit sleppa til heimspremieru av einum dokumentar her heima.  Hetta er tí, at Havnar Bio samstarvar við DOX BIO, sum sýnir seks dokumentar um árið í meiri ein 60 biohøllum bæði í Danmark, Grønlandi og Føroyum. Eitt gott tiltak, sum er í vanda fyri at detta niðurfyri, tí at alt ov fá fólk koma til sýningarnar. “The Act of Killing” verður bert vístur hesa einu ferðina, mikukvøldið 7 nov. 19.45 í lítla salinum.  
Her ber til at síggja ein stuttan trailara til filmin:



Ingun í Skrivarastovu



Mentanarloysingar á netinum



Harraguð sum eg vóni, at viðmerkjarar á ymiskum netportalum ikki umboða tað føroyska fólkið, men at tað í veruleikanum snýr seg um fjúrtan innetin tvørball, sum dámar at skræða seg um alt møguligt og helst tað, tey yvirhøvur ikki hava skil fyri og tað, tey als onga vitan hava um. Primitiva grovheitin, sum merkir summar av netviðmerkingunum er nívandi. Tað er eins og alt vanligt kurteisi og vanligar menniskjansligar kenslur hvørva í nethøpi, eg veit ikki um tað er orsakað av tí tryggu frástøðuni, sum fólk halda seg hava handan telduskíggjan. 

Herfyri bar portalurin tey sorgarboð, at ein blaðungur maður var funnin deyður inni hjáa  tikarunum í djóragarðinum í Keypmannahavn. Ein av føroysku viðmerkingunum til sorgarleikin var: "So kann hann læra tað". Hann náði meg sum hatta er ein ómenniskjanslig og skítbýtt viðmerking og tá tað so snýr seg um list og íløgur í list er tað næstan sum at festa í sjálvt býttleikabálið. Fram í tað bláa skermljósið tysja allahanda kakkurlakkar og grátt undir steini at illtonkja listafólkunum fyri at nassa og liva feitt uppá landið, - "fáið fingurin út og fáið tykkum eitt ordiligt arbeiði..." og so framvegis. Í sambandi við aktuella listafólkaboykottið hava fleiri tílíkar andaliga skerdar netræddir brúkt seg um listastuðulin og tú gerst illa við av at lesa hesar opinberingarnar av fávitsku. Ein harra Hans Nielsen, sum er stýrimaður, ikki á Evnesvagt, sum eg í illsinni mislas tað fyrst, men á Esvagt skrivar t.d: 

Hans Nielsen ·  Top Commenter · Stýrimaður at Esvagt
Jú vinningurin er at vit sleppa undan at hoyra og gjalda fyri mjarrið hjá Sunleif Rasmussen. 

Tað kemur dátt við, at ein stýrimaður yvirhøvur kann finna uppá at skriva soleiðis. Hann kann sjálvur royna at googla sítt egna navn og so mjarrið av Sunleif Rasmussen fyri at vita hvør teirra t.d. vann norðurlendsku tónleikaheiðurslønina, og hvør teirra harvið er við til at gera Føroyar kendar um allan heimin. Nei, eg velji at trúgva, at føroyingar sum heild ikki eru so illa fyri sum summar netviðmerkingar kundu týtt uppá. Alt annað er heilt einfalt ov deprimerandi.


(KP)

Stuðulsváttan

Andstøðulimirnir í Mentanarnevnd Løgtingsins geva listafólkum sín fulla stuðul í boykottinum av almennu Føroyum.

Hetta gera vit, tí vit eru grundleggjandi ósamd í førda mentanarpolitikkinum. Og tí vit sláa fast, at skerjingarnar hjá landsstýrinum á mentanarøkinum eru so ógvusligar, at neyðugt er at taka sterk stig til tess at tala at.

Í fyrispurningum á tingi og undir viðgerðini av fíggjarlógini hava vit fingið staðfest, at mentanarøkið tilsamans skal spara meira enn tvær milliónir. Fyri hvørja einstøku játtan er talan um niðurskurðir millum 5 og 20%. Onki annað øki á fíggjarlógini er fyri so stórum niðurskurði í prosentum. Bæði list, bókasøvn, mentanararvur og íløgur verða meint rakt.

Tá samgongulimir føra fram, at skerdu pengarnir verða fluttir til annað virksemi, er tað als ikki rætt. Mentanarøkið verður samanumtikið ógvusliga skert.

Tað, sum harmar okkum mest er:

- Óskiljandi og ógvusligi niðurskurðurin av Mentanargrunninum
- Stóra skerjingin av játtanini til tónleik og sang
- At játtan til søvn og mentanarvirksemi kring landið verður skert
- At ongin Tjóðpallur er í væntu

Tað kann á ongan hátt góðtakast, at samgongan skerjir játtanina til Mentanargrunnin, ið sum kunnugt umboðar frælsu mentan og list okkara. Samgongan ger seg við hesum beinleiðis inn á sjálvan hjartaslátturin í føroyskum mentanar- og listaumhvørvi. Mentanargrunnurin eigur lívið í óteljandi verkætlanum, framsýningum, útgávum og tiltøkum, sum ár um ár ríka okkara tjóð, avbjóða okkara veruleikafatan og umboða okkara lítla, men stórsligna land úti í heimi.

Samgongan ætlar at skerja Mentanargrunnin við 20 prosentum, sum sostatt er lutfalsliga størsta einstøka skerjingin á fíggjarlógini. Hetta av eini játtan, sum frammanundan er so ósømiliga lítil, og sum verður tagað sundur millum frítíðarítriv og yrkislist.

Somuleiðis er tað ein dáragerð at skerja játtanina til tónleik og sang og at lata játtanina til Musikkskúlan standa í stað. Henda játtan er ikki hækkað í fleiri ár, við tí úrsliti, at virksemið skúlans stútt og støðugt verður skert.

Samgongan førir fram, at nýggja Málráðið skal hava hægri játtan, og tí hevur verið neyðugt at skerja aðrastaðni. Tað er lítið sømiligt at brúka Málráðið sum undanførslu, tí hesi økir kunnu og eiga á ongan hátt at setast upp ímóti hvørjum øðrum. Tað sum veruliga býr undir, er ein krunkasvartur og beinharður afturlítandi, reaktionerur mentanarpolitikkur. Og eitt greitt frával av frælsu, og til tíðir eisini kritisku, listini.

Vit mótmæla somuleiðis harðliga, at Samgongan als ongar ætlanir hevur um at byggja nýtt Tjóðleikhús. Við syndarligu óhappunum, ið hava rakt Tjóðpallin seinastu tíðina, eru arbeiðsumstøðurnar hjá leiklistini í dag snøgt sagt ótolandi. Skjøtul má setast á at skapa virðiligar umstøður fyri leiklistini alt fyri eitt.

Føroyar eru gávaðar við einum stórum skara av evnaríkum listafólkum. Og eitt vaksandi tal av okkara ungdómi nemur sær útbúgving innan list og skapandi greinarnar. Føroyska samfelagið hevur stórliga tørv á hesum fólki. Skulu hesi hava hug og møguleika at seta búgv í Føroyum, má ta almenna kenna sín leiklut og orða eina greiða mentanarstevnu, eins og øll onnur framkomin samfeløg. Landið spælir ein týðandi leiklut í at skapa gróðrarlíkindi fyri at mentan og list, og skapandi vinnurnar kunnu kasta virðir av sær. Ikki bara peningalig virðir, men eisini andlig virðir, sum føra okkum fram á leið sum land og fólk.

Tíverri sendir samgongan við sínum mentanarpolitikki, eitt greitt signal út til hesi fólk, at vit hava ikki áhuga í tykkara talentum. Okkum tørvar tey ikki.

Ætlanin um boykott av almennu Føroyum er ógvuslig og kann fáa ómetaliga óhepnar avleiðingar. Men viðhvørt er neyðugt at tala við stórum stavum fyri at mótparturin skilur álvaran. Hetta skilja vit og taka undir við.

Vónandi fær boðskapurin hjá listafólkunum samgonguna at vakna og at broyta ætlanirnar um niðurbræðingina av skapanarmegi fólksins.

Virðingarmest

Gunvør Balle, næstforkvinna í mentanarnevndini
Høgni Hoydal, nevndarlimur í mentanarnevndini
Rigmor Dam, nevndarlimur í mentanarnevndini

Listin er besta íløgan



Listastuðul er av nógvum góðum grundum sjálvsagdur lutur í einum modernaðum, framkomnum samfelagi, sum er tilvitað um, at tað snýr seg um serstakliga gróðrarmiklar íløgur. Vit ætla okkum als ikki undir at argumentera fyri listastuðli. Inger hevur skrivað eina fína grein um listastuðul, hon er her: http://listinblog.blogspot.com/2011/01/listarstuul-hvr-skal-hava-og-hvr-skal.html

Men vit hava til stuttleika savnað saman dømi um verk, sum nøkur av teimum listafólkunum, ið higartil hava skrivað seg á boykottarlistan, hava gjørt. Tað er týdningarmikið at hava í huga, at vit hava stórt forstáilsi fyri teimum, sum ikki vilja við uppá listan. Listarfólk eru fíggjarliga sæð eru ein sera óhomogenur bólkur av einstaklingum. Tey, ið arbeiða sum listafólk burturav (og ikki hava aðra inntøku sum lærarar etc aftrat), eru sera skroypilig fíggjarliga sæð. Men hinvegin er solidaritetur neyðugur, skulu listafólk gera vart við hvussu ómissandi listin er fyri samfelagið. Tí haldi eg eisini, at hetta boykottið, sum fevnir um tiltøk, sum landsstýrið stendur fyri, gevur meining, sjálvt um tað í roynd og veru ikki rakar nógv tiltøk her og nú. Tit hóma helst beinavegin á dygdini, at tað ikki er hvør sum helst, sum hevur skrivað seg á boykottarlistan. Tá væl etableraði og dugnalig listafólk gera eitt tílíkt átak sum hetta, eigur politiska skipanin at reagera, hevur hon nakra virðing fyri listini.

Listafólk eru framhaldandi vælkomin at gera vart við seg hjá okkum og koma við á listan, sum higartil telur hesi listafólkini:


Sunleif Rasmussen



Teitur Lassen



Mikael Blak


Heystmynd

Her verður myndin
órógvað
av høgum eikitrøum,
og sólin sópar
bløðini undir sjónarringin.
Lunkað.   Kanska.
Fotomyndir av
sorgblíðum knútum,
knýttum um hálsin,
bara tí at eg nokti 
at falla tígandi við heystinum.
Oddfríður M.Rasmussen

Tóroddur Poulsen

Leivur Thomsen 

Hanni Bjartalíð

Eivør Pálsdóttir


Silja Strøm


Petur Pólsson


Bárður Persson



the reverends dünn´s concept of God




Guð er Guð

tó at ýtan brestur

um dinglið í krúnuni
og ljósið yrkir klasarnar av lagi
kring lampustaðið aftur.
Guð er Guð,
um fjálgin í lakinum kalnar
og barnið spratt andleyst
úr reivi av illreyðum legdum.
Guð er Guð,
um forrit øll skelva,
um fiskur talar,
um kvarterslagið svíkur í klokkuni,
um flugan missir flogið
og stovan ikki var.
Guð er Guð,
um fívilin slær 
og streingirnir
ørkymla veftin,
ið fer gjøgnum
upphavsins skil.
Guð er Guð, 
um einglarnir falla
og hvørva út í tóman.
Guð er Guð,
um stjørnurnar rúmdust í lógva
og samvitskan doyði.
Guð er Guð,
um lív alt var afturvend
og myrkrini ævig.
Guð er Guð.
Carl Johan Jensen


Andrea Heindriksdóttir


Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir

Elias Askham



Rakel Helmsdal



Bruno Mikael Eysturstein

(KP)

Sunday, November 4, 2012

Vit boykotta



"Einki samsvar er millum hvat listafólkini gera fyri Føroyar og hvat Føroyar gera fyri listafólkini" segði Sunleif Rasmussen m.a. í Degi og Viku fríggjakvøldið og Teitur Lassen tekur undir við honum í boykottinum av almennu Føroyum. Sunleif mælti øllum listafólkum við sjálvsvirðing um at boykotta øll tiltøk, sum almennu Føroyar standa fyr til tess at mótmæla skerjingunum av íløgum landsins í mentan og list. Her er grein hjá Sunleif við tilmæli um boykott: http://listinblog.blogspot.com/2012/10/listin-folki-landi-og-framtiin.html
Vit taka undir við hesum frálíka initiativi og bjóða øllum listafólkum at gera vart við seg, skrivið til listinblog@gmail.com, so seta vit tykkara navn á listan. Vit gera vart við, at boykottið fevnir um tiltøk, sum er fyriskipað av landsstýrinum.

-Vit vilja ikki luttaka sum bringuprýði hjá almenna myndugleikanum, fyrr enn hesin tekur okkara yrki í álvara, og gevur okkum sømdir, ið vit hava uppiborið!

Sunleif Rasmussen
Teitur Lassen 
Mikael Blak
Tóroddur Poulsen
Leivur Thomsen
Andrea Heindriksdóttir
Hanni Bjartalíð
Hansina Iversen
Carl Jóhan Jensen
Oddfríður M.Rasmussen
Petur Pólson
Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir
Silja Strøm
Rakel Helmsdal
Bárður Persson
Elias Askham
Bruno Mikael Eysturstein
Eivør Pálsdóttir
Brandur Patursson
Kári Bæk
Ólavur Jakobsen
Jóanes Nielsen
Bárður Dal Christiansen
Alexandur Kristiansen
Jón Sonni Jensen
Gunnvá Zachariasen
Rógvi á Rógvu
Knút Háberg Eysturstein
Líggjas Olsen
Súsan í Jákupsstovu
Sólrún Michelsen
Ingi Suni Jakobsen
Marita Dalsgaard
Olaf Johannessen
Tummas Jákup Thomsen
Atli K. Petersen
Sissal Kampmann
Elin Josefina Smith
Kaj Klein
Annika Arge Gregoriussen
Jóhan Martin Christiansen
Heðin M. Klein
Magnus Johannessen
Høgni Lisberg
Anker Eli Petersen
Unn Paturson
Jóhannus á Rógvu Joensen
Martin Joensen
Rannvá Holm Mortensen
Drífa Hansen
Ebba Hentze
Ingi Joensen
Johanna av Steinum
Unn Joensen
Kim Simonsen
Marjun Syderbø Kjelnæs
Rúni Brattaberg
Ronni Poulsen Linklett
Heiðrik á Heygum
Kjartan Hansen
Búi Dam
Vónbjørt Vang
Bárður Johannesen
Fríða Matras Brekku
Heri Eysturlíð
Anna Maria Olsen
Jens Knudsen
Kári Sverrisson
Katrin Ottarsdóttir
Kristina Sørensen Ougaard
Súsanna Tórgarð
Laura Joensen
Heðin Ziska Davidsen
Lena Anderssen
Niclas Johannesen
Sofía Nolsøe
Tróndur Bogason
Ingi Sørensen
Gunnar Hoydal
Niclas Thorsteinsson
Jan Nystrøm
Hanus G. Johansen
Anna Kristin Bæk
Helle Thede Johansen
Petur Mikkelsen
Hallur Hjalgrímsson Djurhuus
Finnur Hansen
Oggi Lamhauge
Kristina Sundar Hansen
Dánjal á Neystabø
Birna Heinesen
Terji Rasmussen
Annika á Lofti
Mpiri
Eivindur í Gongini
Edvard Nyholm Debess
Hergeir Staksberg
Eyðun Nolsøe
Angelika Nielsen
Bárður Reinert Poulsen

(IS og KP)

Saturday, November 3, 2012

Teitur ger tónleik og film um gerandisdagin


Í sambandi við, at filmurin "Everyday Song", sum Teitur hevur latið gjørt, verður sýndur á CPH:DOX í morgin, hevur Charlotte Dons frá GAFFA drúgva samrøðu við føroyska listamannin, sum m.a. greiður frá hví Elin Mouritsen hevur høvuðsleiklutin og tann einasta leiklutin í filmi hansara, sum er uttan talu. Teitur fer saman við Netherland Wind Ensemble at spæla live afturvið filminum, so hetta verður ein einastandandi serstøk uppliving. Lesið samrøðu her:

http://gaffa.dk/artikel/66165

http://gaffa.dk/nyhed/66166

Tað grør um gangandi fót...


Í skúlanum í Hoydølum hava vit sonevndar blokkdagar viðhvørt, tað vil siga, at vit hava ein einstakan flokk til undirvísing í eini lærugrein ein heilan dag. Hetta ljóðar kanska møðsamt, men er tað als ikki, í øllum førum um tú ert lærari í myndlist, og næmingarnir eru so fittir og dugnaligir sum tey eru í mínum miðstigsflokki, tað er ein blandaður flokkur við næmingum úr 2.HF, 2 S. og 3.S.

Blokkdagar eru væl egnaðir til smáar útferðir út úr skúlanum, t.d. ein túr á Listasavn Føroya. Vit møttust í Listasavninum og byrjaðu við einum uppleggi av føroyskari listasøgu við denti á verkini hjá Mikines og Ingálvi av Reyni. Síðani fóru vit inn í framsýningina hjá Hanna Bjartalíð at hyggja. Næmingarnir fingu til uppgávu at velja eina standmynd/objekt, sum tey skuldu tekna. Skitsan skuldu seinni mynda støðið undir eini leirstandmynd. Vit læntu pappír, blýantar og tekniplátur frá Listasavninum og næmingarnir fóru glaðir til verka. Her eru nakrar myndir frá blokkdegnum.
















































  (KP)

Friday, November 2, 2012

Eitt infernalskt listaverk



Tað mundu vera fleiri við mær, ið gjørdust heldur bilsin av greinini hjá Beate L. Samuelsen í mikudagsdimmuni 24.oktober, har nýggja yrkingarsavnið "Heimvitisferðin" hjá Tóroddi Poulsen var umrøtt. Tí greinin var óvanliga atfinningarsom fyri tann annars sera høviska greinaskrivaran, ið m.a. staðfesti, at: "Yrkingarnar eru ikki serliga upplyftandi fyri tann, sum lesur tær, og skal ein analysera hvørja yrking sær, kann spurningur setast við fleiri teirra, hvussu borðbærar summar eru...". Ikki er tað ofta, at fólk taka sær tykni av yrkingum í tí almenna rúminum, og bara av hesi orsøk tóktist hetta yrkingarsavnið brádliga øgiliga forvitnisligt. Beate L. Samuelsen var eisini í útvarpssendingini In Mente, har undirritaða og Heðin M.Klein ummældu verk hjá Tóroddi Poulsen. Beate L.Samuelsen greiddi frá hvat tað var, hon meinti við, at hon eitt nú helt yrkingarnar í "Heimvitisferðini" vera ov ljótar at koma út í bók. Síðan hevur eisini Bergur Djurhuus Hansen ummælt bókina í Dimmalætting í gjár í grein við sigandi yvirskriftini "Beiskligur yrkjari gloymir at yrkja". Tað er í sjálvum sær frálíkt, at eitt yrkingarsavn megnar at elva til kjak og eg haldi eisini, at tað er alla æru vert, at fólk koma út við hvat tey veruliga meina um listina. Tað tykist annars ofta sum verða yrkingarsøvn mett at vera so mikið smøl og eliter, at tey ikki eru lesandi hjá øðrum enn hjá teimum seytjan limunum í mentanarelituni í Havn.

Avantgardulistin er jú avgomul. Hon er kanska ikki heilt tannleys enn, men hevur í hvussu er gingið við handilstonnum leingi. Tað eru ár síðan, at hon gjørdist akademisk, og tí hevur hon mangan verið forútsigilig uttan eginleikar til at provokera onnur enn kanska onkran einstakan  Miðflokkamann, sum av óvart er vilstur inn á Tjóðpallin, helst tí hann helt tað vera okkurt heilt annað enn ein tjóðpall. Nei, neyvan er avantgarde í sær sjálvum provokerandi, men kanska eru sonevndar lyklasøgur eins provokerandi í dag sum á døgum William Heinesens í Havn, serliga tá rættiliga opinskáraðar útspillingar av kendum fólkum koma fyri. ”Heimvitisferðin” er ein hugsað ferð í okkara verð, í heimføðisliga helvitisbýnum Havnini í nærmastu framtíð. Verkið inniheldur samfelagskritikk, men er harumframt ein listarlig, bókmentalig konstruktión, ið sum so hevur ógvuliga lítið við veruleikan at gera.

Men móðir Havn fær av at vita í bókini. Í fyrstu yrkingini leitar tann burturvilsti eg-persónurin aftur á slóðina, og tað er so ógvuliga skjótt, at Heimvitisferðin gerst átøk eini Helvitisferð: ".. og inn í ein óuniligan buss/ bussurin verður drigin/ av fýra ferðir fýra rossum/ og vit skrambla avstað inn í tokuna/ grasið er grátt í støðum/ tað verður heitari og heitari/ vit koyra gjøgnum stórar logar av eldi...". Sum í guddómligu komediuni hjá Dante á sinni reika vit og pínast í inferno og leita okkum til reinsingar í purgatorio saman við ræðuligum lagnum. Vit kenna í grundini tær dreymakendu, surrealistisku ímyndirnar og marrukendu opinberingarnar aftur frá øðrum bókum hjá okkara mest originala samtíðaryrkjara, men her er alt blandað saman og væl meira ítøkiligt enn tað plagar. Nakrar fáar yrkingar eru abstraktar, bygdar upp um formligar mótsetningar, men nógvar eru prosakendar og konkretar við marrukendum lýsingum av ymiskum, ið fyriferst ymsastaðni í Havn, uttan fyri Gamla Kirkjugarð, á Skálatrøð, í Vágsbotni, Bøgøtu osfr. Og hóast surrealistiska árinið er støðugt og svakt í bókini, tykjast sosiala indignatiónin og vónbrotið verulig við støði í núverandi gongdini í veruleikans heimlandi.


FÓLKASKRÍMSL

eingin vil taka tey niður
sjálvmorðshjúnini
sum hava hongt seg
út ígjøgnum
eitt tinghúsvindeyga

líkmoggararnir
innanfyri
hava nóg mikið við
at trætast um
kvotur av sjólátnum
so hjúnini
verða hangandi
enn eina tíð
ikki sum fuglaskrímsl
men fólkaskrímsl
tí fuglarnir hava longu
sett á tey

Føroyingar hava tað alt annað enn lætt. Har standa "ferðaleiðaraskrokkar... og selja skræddar/ bøkur" í Gamla Bókhandli, har Kunningarstovan jú húsast. Politikarar hava fingið óblíða viðferð áður í bókum og myndum hjá Tóroddi Poulsen, men nú ber av; Havnin, og samfelagið alt kring Tinghúsið verður lýst sum depraverað og upployst av materiellari egoismu, grammleika, makrel og olju. Tað er kanska at fara ov langt av leið, at allýsa Tórodd Poulsen sum politiskan yrkjara, men "Heimvitisferðin" líkist í støðum einum politiskt motiveraðum savni, har vónbrotið yvir høgrarák og grunnskygni í Føroyum merkist týðuliga. Øll fáa av koyrlinum, serliga tey, sum stjórna landi og býi og tað vil siga tað sama sum, at løgmaður og borgarstjórin fáa hvør sína yrking. Í yrkingini TÍÐINDI stendur m.a. "kringvarpið sendir ikki gjøgnum luftina longur/ tí eingin almennur stovnur fær streym/ tó er landsjúkrahúsið undantikið/ har tey fáu ríku kunnu fáa sjúkuviðgerð/ øll onnur mugu lekja seg sjálv verða tey sjúk/ tað duga nøkur/ men tey flestu leggja seg at doyggja/ og tað hava altíð verið góð tíðindi/ at onkur doyr/ og so er gongd aftur í handlinum.."( s.50). Kommunuskúlin er vorðin torturmiðstøð og verða fangarnir svangir kunnu teir velja millum lort og blámusopp (!) Á bókasavninum er enn kaldari enn uttanfyri, tí: "savnið hevur ongan streym havt/ í áratíggjur// teldurnar standa innsmurdar/ í mannatrekki// bøkurnar liggja sløddar á gólvinum/ fá duga at lesa longur..." (s.53). Norðurlandahúsið er at kalla avtoftað, fuglar hava yvirtikið tað og onkrastaðni mitt í húsinum er ein dunnuhylur, jú takk, harra yrkjari, speisemið er til at fata. Serliga illa stendur til har, sum listin og ondin av røttum skuldu rátt, t.d.húsast granskarar á Fróðskaparsetrinum í kommunala vesinum í Mylnugøtu. Ringastu lortaspannina fáa fólk í Listasavninum oman yvir seg og her er støðið ov lágt. Eg haldi, at yrkingarsavnið hevði verið betri um hendan yrkingin ikki var við. Onkur undrast yvir, at tað yvirhøvur ber til at geva eina bók út sum hesa. Men listin er markleys, og høvundurin leggur hóast alt opið navn til lammiterilsið. Meðan eg lesi, komi eg í tankar um orðatakið um at revsa tann, mann elskar, tí eg hugsi, at kenslur og djúp vónbrot liggja aftan fyri tær hvøssu atfinningarnar.

Lýsingin av føroyska samfelagnum er sum heild dystopisk, satirisk og nokk so langt úti skemtilig á sama hátt sum Zombie-filmar kunnu vera tað. Men her er meira uppá spæl hjá yrkjaranum enn bara skemt og eg haldi, at hann í mongum rakar seymin á høvdið í lýsingunum av føroyska samfelagnum við tí konservativa, borgarliga stýrinum. Góða listin er frammanfyri, eg ivist í um vit øll hava gjørt okkum greitt  hvussu okkara land er við at broytast í løtuni. Við ørvitistosi og óhógv vísir "Heimvitisferðin" okkum hvagar kósin gongur. Endayrkingin "FARVÆL" minnir okkum á franska yrkjaran Arthur Rimbaud, sum eisini kallaði síðsta tekstbrotið í heimskendu "Une Saison en Enfer" fyri "Farvæl" til tess at leggja dent á, at bókin var hansara endaliga uppgerð við heimin. Í ”Une Saison en Enfer” skrivar Rimbaud m.a. "Eg síggi meg sjálvan aftur við húðini gnaddaðari av móru og pest við hárinum og armholunum fullum av maðkum og við enn feitari maðkum í hjartanum…". Í “Heimvitisferðini” skrivar Tóroddur Poulsen: “..so fáa vit ístaðin eitt hugnaligt prát/ um lív og seyð og um maðkar/... hann segði seg mangan av berum forvitni/ hava grivið niður í feska grøv/ bert fyri at vita/ hvussu væl maðkarnir arbeiddu/ og hann var eisini hugtikin av/ at tað var so nógv lív niðri í grøvini hjá tí deyða/ og hann hevði smakkað maðkarnar/ og teir vóru ein sonn delikatessa..”. Arthur Rimbaud var poetiskt undurbarn, hann var blaðungur, tá hann skrivaði sítt “Síggjarabræv”, sum gjørdist høgt í metum fyrst millum symbolistisku listafólkini og síðan millum øll við minsta áhuga fyri poesi. Symbolistarnir vóru um alt Europa hildnir at vera óskiljandi. Teirra tekstir og myndir speglaðu ikki veruleikan, men vóru demonstrativt afturlatnir. Hendan listin snúðu seg ikki um vanligar upplivingar men um tað ekstrema, um visiónir, dreymar og hugmyndir. Eisini málsliga og formliga royndu symbolistarnir at fara út um mørk og tí tykjast summar av yrkingum teirra eins og torskild mynstur av symbolum, sum har aftrat eru fleirtýdd og á henda hátt kann symbolisman sigast at vera byrjanin uppá ein yrkingarform, sum verður nýttur og sum mennist enn í dag.

ÁÐRENN FERÐINA

í einum handilsvindeyga
situr ein gomul kona
við longum neglum
og broderar mynd
av tí gomlu havnini á húðina
á síni deyðu dóttur
hon skal vera so fín
árenn hon verður latin presti
men fyrst skal hon leggjast í saltlaka
so hon verður lættari at kenna aftur
sum samsýning fær mamman 
allar tær følnaðu tulipanirnar
úti í nýggja kirkjugarði

Prosayrkingarnar hjá Rimbaud eru svakar, óðar og skelkandi, og tað sama kunnu vit jú siga um hesar hjá Tóroddi Poulsen. Kenslan av vónloysi er týðilig á sama hátt sum viljin til uppgerð. Málið støkkur í løgnum ólogiskum lopum og mótsetningsfullum spenningum og nógva staðni er málið beinleiðis primitivt og banalt. Myndevnið av helviti við morgulum royki og ólekrum perversiónum, symbolmálið, surrealistisku dreymamyndirnar minnir heilt nógv um gomlu bókina hjá Rimbaud, sum í serliga gjørdi uppreistur móti kristindóminum. Í universinum hjá Tóroddi hevur prestur tatoveringar og horn í pannuni, og ræstir állar koma út úr munninum hjá honum.

Eingin, sum hevur lisið bøkurnar hjá Tóroddi Poulsen ivast í týdninginum, sum fronsku symbolistarnir hava havt fyri hann, og sjálvandi hevur hann verið tilvitaður um megnarverkið, meðan hann skrivaði ”Heimvitisferðina”. Sambært einum øðrum fronskum yrkjara, Stephane Mallarmé, krevur poetiskur reinleiki, at orðini verða ótingsliggjørd. Vit kunnu næstan siga tað øvugta um nýggja savnið hjá Tóroddi Poulsen, sum er rættiliga skitið. Tóroddur Poulsen dámar tað ljóta umframt tað vakra, hetta síggja vit eisini í hansara myndlist, sum er partvíst merkt av tí sama groteska, vulgera skemtinum, sum ”Heimvitisferðin” er full av. Yrkjarin og listamaðurin hevur áður dyrkað tað ljóta og tað banala í verkum, men ikki so konsekvent sum her. Hansara ljóti estetikkur er klassiskt underground, fullur av mannatrekki og fanansskapi, men í grundini verri enn so líka óndur sum nútíðarinnar sadistisku krimifilmar, sum familjan Føroyar hugnar sær við um kvøldarnar, har serliga konur og børn verða pínd av verðini. Gamaní verða fólk tveitt upp í luftina í einari yrking í "Heimvitisferðini", men tey verða loftaði aftur, so at einki hendir við teimum. Tað er kanska av hugsjónarligum orsøkum, men eg haldi, at vit skulu vera serliga góð við ta ljótu listina, hon speglar okkum og ger okkum varug við, at heldur ikki tað ljóta altíð er so ljótt sum tað sær út til at vera.

Tóroddur Poulsen: Heimvitisferðin. Mentunargrunnur Studentafelagsins 2012. 67 bls. 148 kr.

(KP)

Thursday, November 1, 2012

Inferno 2012



Gustave Doré: L’inferno di Dante


1. november 2012, í dag, stóð at lesa á portalinum, at Tjóðpallur Føroya enn einaferð hevur fingið toyggið. At eitt oljufýr hevur fyllt húsið við svørtum, stinkandi royki. Tað var sum at fáa ein frammaná at lesa hetta.
 
Tí kenslan av vanlagnu hevur verið har eina tíð. Tað er eins og Tjóðpallurin er eitt opið sár, sum støðugt minnir okkum um ta ond, vit hava svikið. Eitt skroypiligt hylki av menniskjansleika, sum eingin hevur tikið sær av og sum nú syndrast.
 
Týsdagin hoyrdi eg í útvarpinum Kinnu lýsa nýggjasta yrkingarsavnið hjá Tóroddi Poulsen Heimvitisferðin eins og eitt inferno hjá Dante. Sum eitt kort yvir Tórshavn, har tómleiki ræður har sum ondin einaferð búði. Hetta rørdi meg, sjálvt um eg enn ikki havi lisið bókina, og myndin av inferno kom aftur fram fyri meg í morgun, tá eg las um Tjóðpallin. Tí vit ansa ikki nóg væl eftir listini og hetta er ikki bert galdandi fyri samgonguna, men okkum øll, sum dagliga lata grammleika, líkasælu og egoismu troka burtur ondina.
 
Allir góðir tankar til tykkum, sum berjast dagliga fyri, at vit hava ein tjóðpall. Tað er ein veldug gáva, tit geva okkum.
 
Í dag 1.november minnast vit tey sjólætnu, men hendan fyrsta novemberdagin fari eg eisini at hugsa um ondina.
 
(IS)