Thursday, May 10, 2012

Tinganes - vit vita hvørji vit eru og hvat vit skulu her í verðini


Hvat siga ráðini?
Um veggir dugdu at tala, høvdu veggirnir í okkara stjórnarráðum helst kunnað sagt nógva góða søguna, sum ikki er fyri sartar sálir. Men veggir siga einki, tí vita vit av. Hús kunnu harafturímóti tala, tey eru ekspressivar eindir, sum siga eina rúgvu av søgu og sum ikki gongur av vegnum fyri at skrøgga.
Nógv verður granskað í á hvønn hátt hús og byggjarí kommunikera, men her kemur ein fullkomiliga óvísindaligt umfar av gitingum í mun til hvat nakrir av okkara mest umráðandi bygningum, stjórnarráðini siga.
Gitið við í dag og komandi 4 dagarnar.




Tinganes

Byggilist, sum er rótfest í einari ávísari arkitektoniskari hevd við týðiligum sambandi til eitt stað og til søguna hjá hesum staði, til náttúruna og til mentanina, hevur eyðsæddar fyrimunir - bæði praktiskt og estetiskt. Hon hevur ment seg gjøgnum fleiri ættarlið til eitt ávíst veðurlag, hon brúkar ofta tilfar, sum er lokalt, hon skapar samanhang í býarmyndum og so skapar hon samleika. Okkum tørvar henda samleikamøguleikan, vit hava tørv á at byggilistin sigur okkum nakað um hvørji vit eru bæði sum einstaklingar og sum borgarar í einum landi. Vit hava tørv á at kunna spegla okkum í byggilistini fyri at føla okkum heima og vit hava tørv á, at arkitektururin skal spegla okkum uttan og siga umheiminum hvørji vit eru.

Tað eru sjálvandi nógvir møguleikar fyri endurnýggjan av eini regionalari arkitektoniskari hevd. Nógvir nýggir bygningar samskifta við hevdbundnu byggilistina á nýhugsandi hátt og tað dámar okkum vanliga væl. Serliga í norðurlondum. Í grundini dámar okkum í Norðurlondum so væl ta myndina, sum byggilistin hevur skapað av okkum, at vit ikki hava lætt við at sleppa tí og størri moderna ikonbyggjarí verður tessvegna ofta steðgað av borgarafeløgum kring Norðurlond. Vit vilja fegin geva víðari eina mynd av okkum sjálvum sum trygg, friðsæl pinkulond og tað duga vit ikki at sameina við stórum og ógvisligum byggjaríi.

Løgmansskrivstovan, Vinnumálaráðið, Uttanríkistænastan og Innlendismálaráðið búleikast á Tinganesi í gomlum bygningum, sum eru merktir av bedárandi sjarmu og natúrligum vakurleika. Húsini lýsa av hugna, tryggleika og trúnaði, men eisini av einum hóskandi skamti av hátíð. Samstundis er tað líka við, at tað angar av nýkókaðum kaffi og heimabakstri er tað eisini sum hómar tú hornorkesturspæl. Bygningarnir signalera gott samband til søgu og hevd, men samstundis verður eisini signalerað, at sambandið við vanliga fólkið er tætt og gott. Her kunnu vit øll fara innar í okkara snøggastu sunnudagsklæðum og so fara tey at lurta við forstáilsi og fjálgum hjartalag. "Her hava vit tað gott, vit ansa eftir hvørjum øðrum og vit vita hvørju vit eru og hvat vit skulu her í verðini" siga teir.

(IS)



Útbjóðing at listprýða Boðanesheimið

Wednesday, May 9, 2012

Aftur á slóðina við Jette, Monet og Lucy in the sky with diamonds

Upplivingin var veldug og í grundini nógv sterkari hesa ferð í mun til fyri 25 árum síðani, tá eg seinast var og hugdi at nykrósunum hjá Monet í Orangerie-savninum í París. Tá fyri eini fjórðingsøld síðani var eg næmingur í 2.S í Hoydølum á námsferð við flokkinum og okkara góða og væl fyrireikaða fransktlærara, Jette og manni hennara Gunnari, sum á inspirerandi hátt greiddi okkum frá postmodernistiskari byggilist, meðan hesin stílurin enn var spildurnýggjur. Jette var eisini við hesa ferð, men nú vóru eingir næmingar við, tí hetta var ein starvsfólkaferð og hesa ferð var tað eg sjálv, sum framman fyri savninum hevði eina stutta framløgu um impressionismu og um Monet og hansara nykrósumyndir.

Myndirnar hingu áður í kjallaranum, men hanga nógv betri í dag uppi á við dagsljósi úr erva, sum spjaðist javnt niður yvir myndirnar orsakað av einum tunnum, hvítum, gjøgnumskygdum klæði, sum hongur fyri loftsvindeyguni. Árinið er vakurt og hugtakandi, men tað er eisini merkiliga samtíðarligt. Eg kom í hvussu so er í tankar um fleiri samtíðarlistafólk, meðan eg spákaði inni í teimum báðum ovalu rúmunum hjá Monet, t.d. fingu onkur strok meg at hugsa um Per Kirkeby, meðan onkur glotti fekk meg at hugsa um Trónd Patursson. Sterku litirnir fingu meg at hugsa um Torbjørn Olsen, serliga teir violettu litirnir. Tá Torbjørn fyri nøkrum árum síðani var biðin um at greiða frá eini fyrimynd í blaðnum Braga, valdi hann eina av teimum seinastu myndunum hjá Claude Monet av japonsku brúnni í urtagarði hansara í Giverny.

Claude Monet (1840-1926) er kendur fyri sítt stóra avrik sum slóðari hjá impressionismuni. Hann var millum teirra, sum fór út í náttúruna í "plein air" at mála. Á kunstakademinum var annars hevd at mála inni m.a. av tí, at ljósið ikki skuldi sýnast ov grefligt og fyri at formarnir kundu endurgevast so vakurt sum yvirhøvur møguligt. Av somu grund var eisini vanligt at nýta myrka undirmáling og at blanda litirnar á palettini áðrenn smurt varð á løriftið. Meðan Monet og onnur listafólk málaðu uttandura, fingu tey alsamt størri áhuga fyri hvussu ljósið ávirkar útsjóndina á øllum lutum. Nú fingu listafólkini áhuga fyri náttúruvísindaligum kanningum av hvussu okkara sjón og fatan virkar. Í sól tykjast allir lutir upploysast til ólikamligt ljós, og Monet varnaðist, at skuldi hann mála eina mannamúgvu í sólskini og skuldi hann vera trúgvur mótvegis sjónini, mátti hann mála andlitini sum prikkar. Hann gjørdist somuleiðis varur við, at ljósvirðið í einum liti minkar fyri hvørja ferð, hann verður blandaður við einum øðrum liti. Heldur tú fram við at blanda litir saman endar blandingsliturin í svørtum, sum er ein litur uttan ljósvirði. Áhugin fyri ljósinum fekk Monet til púrasta at beina svart burtur úr síni palett og tað sama gjørdu fleiri av hinum listafólkunum, sum í staðin brúktu mótsetningslitin hjá málaða lutinum, tvs. litin sum í einum litsirkli er longst burtur frá upprunalitinum, til at mála skuggar við. Monet fór eisini at smyrja reina litin beinleiðis á løriftið uttan nakra undirmáling og uttan at blanda litirnar frammanundan. Hevði hann tørv á grønum, málaði hann umframt grøn litbrigdi, eisini gular og bláar prikkar við síðuna av hvørjum øðrum. Úrslitið er ein bjartari grønur litur og ein mynd full av prikkum, ið samla seg í eyganum á áskoðaranum. Optiskt litbland og gransking av ljósinum førdi eisini við sær røðir av myndum av sama myndevni, sum eru málaðir ymiskar tíðir í samdøgrinum, t.d. málaði Monet eina røð av myndum av sátum, ið fingu stóran týdning fyri Kandinski, tá hann sá tær í 1895. Hann øtaðist um, at hann var noyddur at leita fram verkyvirlitið til tess at finna út av hvat myndirnar avmyndaðu, men hesar myndirnar fóru ikki frá honum aftur og tær munu hava havt stóran týdning fyri menningina av abstrakta málarínum.

Listarligu rembingarnar í Paris í seinnu helvt av 19.øld gróvu eina gjógv millum tað etableraða listaumhvørvið og listafólkini. Á heystframsýningini í Paris, sum var staðið, har listafólk sýndu fram, vórðu alsamt fleiri verk havnaði av dómsnevndini og hetta førdi í 1874 við sær, at nøkur listafók tóku seg saman at skipa fyri einari sjálvstøðugari framsýning. Ein av framsýnarunum á hesi framsýningini var Monet, ið m.a. sýndi fram eina mynd við heitinum "Impression. Soleil levant", ið legði dent á, at tað snúði seg um hansrara egnu fatan av einum sólarrisi. Men í bløðunum og millum fólk var framsýningin hildin fyri tað turra spott. Hetta var jú ordiliga stuttligt; ein framsýning við listafólkum, sum ikki dugdu at mála. Alt var so flatt og ófantaligt í hesum prikkutu og svansutu myndunum, hetta var snøgt sagt tað bera meiggj. Í einum speiritið vórðu listafólkini rópt eftir heitinum hjá Monet "Ces impressionistes" og hóast heitið upprunaliga var samheiti við ódugnaskap og fesj, valdu listafólkini sjálvi at brúka tað í teimum komandi impressionistaframsýningunum. Uppreisturin móti einaráðandi akademistílinum fór um alt Evropa, har listafólk, ið ikki sluppu at vera við á teimum etableraðu framsýningunum, skipaðu fyri teirra egnu, t.d. "Independenten" í Svøríki, "De refuserte" í Noregi og "Den Frie Udstilling" í Danmark.

Í Føroyum hava vit einki akademi og einki veruligt grundarstøði at gera uppreistur ímóti. Einasti listarligi uppreistur, vit hava havt var fakliga grundaður og snúði seg sum kunnugt um, at leiðari Listasavnsins ikki hevði listfakliga útbúgving. Men eisini hetta mótmælið úrslitaði í myndanini av einum bólki, Heystframsýningarbólkinum, ið sýnir fram í Listahøllini á Skipasmiðjuni MEST á hvørjum ári. Áðurnevndu listamenn, Tróndur Patursson og Torbjørn Olsen eru limir í hesum bólki, og báðir halda teir nógv av Monet. Torbjørn skrivar: "Fyri meg hevur franski málarin Claude Monet altíð verið litsins málari. Flest øll kenna vit hann frá impressionismuni, sum tann ítasti í hesum bólki, men tey fæstu munu vita, at hann menti seg so mikið til seinast, at mann næstan kann rópa hann ekspressionist..". (s.31 Bragi nr.1/2000). 

Millum tey progressivu avantgarde listafólkini var lítið hildið um nykrósurnar, tá tær vóru avdúkaðar á Orangerie í 1927 árið eftir, at Monet doyði. Myndirnar vórðu av mongum mettar sum listarligar anakronismur, eitt slag av dekorativari impressionismu, ið kom ov seint, heili tveyhálvtrýss ár aftan á ta fyrstu gjøgnumbrotsframsýningina hjá impressionistunum. Men stendur tú inni í einum av teimum báðum ovalu rúmunum er tað sum um allir ismuspurningar gerast týdningarleysir. Hetta er markleyst málarí, útinnt av einum málførum málara, ið hevur lagt í myndirnar allar sínar listarligu erfaringar.

Hugskotið til "Les Nymphéas" er grundað í nykrósuhylinum í urtagarðinum í Giverny, sum Monet byrjaði uppá longu í 1893. Fyrstu myndirnar av nykrósunum eru frá 1895 og í 1899 byrjar hann at mála røðir av nykrósunum. Tær verða hansara høvuðsmyndevni restina av lívinum. Monet fekk diagnosuna eygnastar í 1912 og fór um somu tíð hann undir nakrar monumentalar myndir, sum hann bygdi eitt nýtt stórt atelier til. Í einum brævi til vinmannin Georges Clemenceau í 1918 skrivar Monet um hugskotið at geva franska statinum nøkur monumental verk. Monet arbeiðir við hesi verkætlan samstundis sum hansara eygnasjúka versnar. Áðrenn hann doyr boðar hann frá, at hóast hann ikki heldur allar myndirnar vera heilt lidnar, skulu tær latast franska statinum, ið letur upp Orangerie-savnið fyri almenninginum í 1927. 

Trýss ár aftaná upplivdi eg tær á fyrsta sinni saman við Jette og floksfelagunum og fimmogfýrs ár aftaná í hesum Harrans ári 2012 er tað sum um myndirnar í ovalu framsýningarrúmunum fullkomiliga taka meg av ræði við teirra markloysi. Hetta markloysið merkist ítøkiliga í myndunum, sum eru stórar og sum ikki eru avmarkaðar av vanligum fýrkantaðaum blendrammum, tí veggjamálningarnir eru settir upp á veggin í tveimum ovalum rúmum. Men markloysið er eisini eitt listarligt poeng við myndunum, ið loysa seg frá impressionistiska, naturalistiska málsøkinum m.a. við at dyrka tað kunstiga og við einari tilvitaðari ørkymlan av okkara sansum. Í myndini "Skýggj" síggjast himnaspeglingar og silvitni á vatnskorpuni, men av tí at eingin horisont hómast í horisontalu myndunum, og av tí at ein loddrættur heingipílur definerar forgrundina, tekur myndin meg av fótum á sama hátt sum "Bládýpi" hjá Tróndi Patursson ger tað. Tað sama gera sterku litirnir, ið gløða og glitra og titra, so at eg brádliga og uttan annað árin enn hvat eitt einkult franskt hvítvínsglasi fær avrikað mitt á degi - kenni meg rúsaða av litum við eini brádligari kenslu av nágreiniligum innliti í hvussu hon hevði tað á sinni hon sjálv við kaleidoskop-eygunum, Lucy in the sky with diamonds.

Tuesday, May 8, 2012

Útgávukonsert við Una Debess!



”Life Is A Picture”
Serligir gestir, Sámal Ravnsfjall og Niels Galan

Uni Debess útgav fløguna ”Life Is A Picture” í desembur mánað 2011. Fløgan hevur verið nógv at hoyrt í Kringvarpinum og Rás 2, men nú verður høvi at hoyra Una Debess live í Norðurlandahúsinum við bólki og tveimum serligum gestum.

Gestirnir eru ikki ókendir menn á føroyska tónleikapallinum. Sámal Ravnsfjall hevur gjøgnum mong ár verið ein av okkara fremstu tónleikarum kendur millum annað við sangum sum Medistari í Karry og Undir Trappuni Hjá Lenu.
Niels Galan hevur eisini verið á toppinum í nógv ár eftir hondini, millum annað hevur hann spælt vid bólkinum Mold, men er nokk mest kendur sum front maðurin í bólkinum 200, sum just hevur útgivið eina fløgu.

Tónleikararnir sum fara at bera hesar tríggjar solistarnar gjøgnum konsertina verða: Edvard Nyholm Debess (bass og sang), Rógvi á Rógvu (trummur og slagverk), Finnur Hansen (orgul,mandolin,floytir,gittar og sang), Fríði Tanggaard Bjørgvin (gittar og sang).

Umframt at spæla løg av Life Is A Picture, fer Uni at spæla onkur nýggj løg av eini fløgu, sum kemur út seinni í ár. Eisini fara hesir tríggir solistarnir at spæla nøkur løg saman.

Konsertin verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið tann 7. juli kl 19.30. Kostnaður 150 kr.
Atgongumerkir fáast í Norðurlandahúsinum, kunningarstovunum kring landið og á www.nlh.fo.





Monday, May 7, 2012

1900 Breyð og dannilsi




Klokkan ringlar úti í Breyðbutikkini, og Helena reisir seg frá klaverinum, har ein lítil næmingur situr og stavar seg ígjøgnum eitt lag. Seinraparturin hevur sína vanligu rútmu.
. . .
Tvey ring ár eru farin afturum. Við handlinum var tað so, at endaliga uppgerðin vísti, at ongar rósur vóru at heinta. Handilin var farin á heysin! Har stóð Helena. Hevði tað verið Sebastian, hevði hann óivað rýmt úr tíðini í síni kvøl. Hann var kanska farin til fjals við hvítu ryssu síni og hevði verið burturi í nætur. Men Helena er øðrvísi. Hon noktar at fara úr reiðrinum, og hon noktar at geva upp. Hon sær klárliga, at teir dagar eru farnir, tá ið hon kann sita og gloyma seg burturi í sorgarleikum Oehlenschlagers ella Kuhlaus sonatunum. Hon skal hava breyð á borðið, og hon vil vísa myndugleikunum, at hon kann breyðføða seg og síni. Og hon ger tað.
 . . . Hon elskar sína lítlu Breyðbutikk við duraklokkuni, sum ringlar í heilum, og eisini hevur hon eitt annað aktiv: tað óstemmaða klaverið, sum frá hesi løtu verður hennara arbeiðstól. Hurðin inn til ta vøkru stovuna við taffilklaverinum verður latin upp, og hon fer at geva frálæru í kynstrinum at spæla á klaver.

. . . Tær smáu hillarnar í butikkini eru kantaðar við hvítum pappírsblondum, og á køkudósunum stendur við fagurskrift: VANILLUKRANSAR; SPESIUR;  KARDAMUMMUGUFF. Alt skínur av reinleika, og tá ið hurðin til musikkstovuna fer upp, síggja kundarnir beint inn á  tær innrammaðu myndirnar av Mozart, frú Heiberg og Lord Byron. Stovan angar stútt av nýbakaðum breyði, og teir smáu klavernæmingarnir liva í tí sáligu trúgv, at tónleikur og breyð eru tvær síður av somu søk. Helena ger tilverunnar pessimistum til skammar. Hon gremur seg aldrin, men forargar hinvegin stundum súrsokkarnar úti í Havn við sínum sermerkta speii og sorgloysi. Hon hevur elskað nógv, og hon varveitir evnini at gylla tann gráa gerandisdagin, so hann onkusvegna glitrar, á sama hátt sum klovnurin, sum – burtur úr sínum egna sorgarleiki – kortini megnar at stuttleika fólki og fáa tey at flenna.

Úr “Sebastians hús” (2004) hjá Oddvør Johansen. 
Mynd: Flora Heilmann


Sunday, May 6, 2012

Learning from Las Vegas Inni á Gøtu


Fyrst segði gitni arkitekutrin Mies van der Rohe “Less is more”, so svaraði arkitekturin Robert Venturi “Less is a bore”. Við hesum báðum effektivu setningunum fingu vit eina einfalda mynd av muninum millum modernismuna og postmodernismuna. Men kritikkurin hjá Robert Venturi av modernistisku byggifrøðini var kortini ikki so eintýddur. Hann meinti sín setning í virðing fyri serliga tí fyrstu modernismuni. Hann vísti sera hegnisliga á eitt nýtt rák í byggifrøðini, eitt nýtt margfeldi, sum skuldi avloysa ta einføldu, beru, funksjónellu modernismuna.
Ein av mest áhugaverdu bókunum, sum eg havi  lisið um byggifrøði er bókin “Learning from Las Vegas”, sum Venturi skrivaði saman við Denise Scott Brown og Steven Izenour í 1972. Bókin greinar byggifrøðina við dømum úr The Las Vegas Strip. Her verður víst á tekin, sum bera eina ørgrynnu av súmbolum, hjátýdningum og eyðkennum í sær, og tí eru eitt slag av margfeldi. Byggifrøðin í Las Vegas hevur fleirmentanareyðkenni og individualismu, poppmentan og siðbundna mentan, hámentan og lágmentan og nógv afturat. Tí er talan um eina byggifrøði, sum áhaldandi samskiftir við alt og øll.

Býlingurin Inni á Gøtu, sum Gunnar Hoydal, so hegnisliga hevur skapað, minnir ikki beinleiðis um Las Vegas, men hugskotini hjá Venturi eru so ella so til staðar, tí allur býlingurin samskiftir og er hugskotskveikjandi. Millum tveir brandmúrar sluppu fólk sjálvi at byggja síni hús – ”Architecture without architects”, sum Venturi  segði – og úrslitið er framúrskarandi. Øll hava valt ymiskar formar og litir og ymisk súmbol, sum skulu vísa, hvørji tey eru. Summi hús er í gomlum føroyskum sniði og onnur eru beinleiðis postmoderistisk – ikki tvey eru eins.
Útsýnið eystureftir er hugvekjandi og telur uppeftir, tá man skal velja eitt stað at búgva, men eg havi eisini skilt, at umhvørvið er gott og at Inni á Gøtu er eitt gott og hugnaligt stað at búgva. Hesum trúgvi eg væl, tí tá man í nýmótans íbúðarbygging sleppur at vísa sína persónsmensku og sleppur at samskifta síni persónligu eyðkenni, so hevur tað stóran týdning fyri trívnaðin – bæði hjá sær sjálvum og hjá hinum. Eg sá einaferð eina kanning, sum nakrir arkitektar í Hollandi høvdu gjørt. Teir komu til, at bara fólk sluppu at velja sín egna postkassa ella girðing ella litin á vindeygunum, so hevði tað betri trivnað við sær og kveikti lív í nýggju býlingunum, sum annars ofta vóru steindeyðir.

At rósa Inni á Gøtu í dag kann tykjast løgið, men kortini. Nógva staðni í høvuðsstaðnum eru komnir nýggir íbúðarbýlingar, sum vit mugu síga eru langt frá Las Vegas. Her eru nakrar myndir, sum vísa hvussu væleydnað margfeldið Inni á Gøtu er. Niðriundir eru myndir av nýmótans íbúðunum í hinum endanum á býnum – undir Kongavarða – har arktekturin hevur valt eina heilt aðra loysn.  Her er útsýnið – ja, um gjørligt – enn meiri fantastiskt, men her  sluppu fólk ikki at seta sín egna dám á, tí er alt sera einsháttað. Enn ber ikki til at siga, um undir Kongavarða, er eitt stað, har fólk fara at trívast í nógv ár, men um vit skulu læra okkurt av býlinginum Inni á Gøtu ella úr Las Vegas, so var vert at umhugsa nøkur blikk av máling.


















(IS)

Saturday, May 5, 2012

Skríggj



Hesa vikuna hevur verið frammi, at ein av teimum fýra málningunum “Skríggið” eftir Munch er seldur fyri ikki minni enn 680 miljónir krónur. Gníst. Men tað er bíligt, er tað onkur sum heldur, tí hetta var bara eitt av teimum fýra “Skríggjunum”. Eg eri eitt sindur samd, men ikki við somu grundgevingum. “Skríggið” er ein fantastiskur málningur, men er eisini vorðið ikoniskt heimsgitið og má sigast at verða mentanararvur hjá allari mannaættini, og hvussu ber til at meta um kostnað á mentanararvi hjá allari mannaættini – tað kundi eins væl verið selt fyri 680 milliardir krónur. So bíligt, ja á ein hátt.

Men hinvegin – als ikki bíligt. Tí, hvør hevur ráð at keypa? Onkur vildi vera við, at tað var kongsfamiljan í Qatar, sum hevði keypt myndina – hon keypti eitt verk eftir Cezanne fyri 1,4 milliardir krónur – geyl – men keyparin er ókendur og tað plagar ikki at líkjast kongsfamiljuni í Qatar at vilja verða ónevnd, so helst er tað onkur ríkmáður, sum bara vil hava málningin fyri seg sjálvan. Og tað er ein sorgarleikur. Tí kostnaðurin gjørdist so høgur, tí myndin er verd at varðveita fyri alla mannaættina, at granska í, at miðla og vera tøk fyri øll í heiminum. Og tað er hon ikki, um hon skal hanga í onkrum pengaskápi á onkrum loyniligum staði. Tað verður hon bert um okkurt listasavn keypir málningin. Men listasøvnini kunnu yvirhøvur ikki bjóða við longur, hvørki tá tað snýr seg um Munch, Cezanne ella týðandi samtíðarlist. Einki listasavn eigur so nógvan pening.

So hvør frøist yvir, at ein málningur gerst so dýrur. Søluskálin - sjálvandi. Norra – kanska. Men ikki børnini, granskarar, ikki listafólkini og ikki mannaættin.

Marknaðarkreftirnar arbeiða ikki fyri listini – tær yvirtaka hana. So heimurin – skríggjað, gníst, geyla og grát.

(IS)

Friday, May 4, 2012

Thursday, May 3, 2012

Vár við lýggjari samtíðarlist 7



Heystmynd

Her verður myndin
órógvað
av høgum eikitrøum,
og sólin sópar
bløðini undir sjónarringin.
Lunkað.   Kanska.
Fotomyndir av
sorgblíðum knútum,
knýttum um hálsin,
bara tí at eg nokti 
at falla tígandi við heystinum.

Mynd: Bárður Jákupsson
Yrking: Oddfríður M.Rasmussen á síðu 11 í Blómugrót

Wednesday, May 2, 2012

Arnold Vegghamar


75 ára framsýningin hjá Arnold Vegghamar var heilt fantastiska góð og tey munu vera nógv, sum iðra seg um, at tey ikki tóku seg saman at fara til Viðareiðis teir tveir dagarnar, framsýningin var opin. Eg tosaði við listamannin, sum var fegin um uppmerksemið, sum Viðareiðis Kommuna veitti honum við tiltakinum í skúlanum. Eg forvitnaðist um eina ávísa mynd, sum var ogn og hví hon var tað, tí eg hevði hug á hesi myndini. Lítillætni listamaðurin greiddi mær frá, at myndin kanska fór at vera at síggja á Várframsýningini, tí hann ætlar at senda hana inn, so vissi ikki myndin verður sensurerað burtur, so kanska... Myndina seti eg inn her niðri undir og ein fotomynd fær á ongan hátt úttrykt hvussu fullgjørd og føgur myndin er. Vit gleða okkum longu til Várframsýningina, sum  í ár næstan er ein summarframsýning, tí hon letur upp 8.juni, og vóna ikki, at okkurt skítbýtt tema forðar fyri góðu listini. 



Tuesday, May 1, 2012

Hvat varð av føroyska tónleikinum í KVF

 
 
Tann eini sangurin verður avloystur av tí næsta. Enskur poppmusikkur. Fyri sovítt ikki so galin tónleikur. Ein skuldi trúð at summarferian var byrjað. At vit koyrdu bil í útlandinum og vit høvdu tunað inn á eitthvørt lokalradio. Men nú varð klokkan 10 og fesk føroysk tíðindi eru at hoyra í hátalarunum. Vit eru framvegis í Føroyum.

Havi hug at spyrja, hvar varð av føroyska tónleikinum í Kringvarpi Føroya? Sjálvandi veit eg, at tað verður spælt føroyskt gjøgnum dagin. Onkuntíð meira, onkuntíð minni. Tað sigst, at samanlagt er talan um eini tríati prosent. Ivist kortini, um tað er so frægt, og eri annars av teirri hugsan, at hetta talið kundi verið væl hægri.

Tað koma allatíðina góðir sangir og frálíkar fløgur út, sum tíanverri sera sjáldan eru at hoyra í Útvarpinum. Nøkur løg verða møguliga tráðspælt í eina viku ella kanska ein mánað, og so hoyrir tú tey nærum ongantíð aftur.

Lat meg skunda mær at siga, at her verður ikki hugsað um egnar sangir ella áhugamál, men at eg, sum borgari í landinum og sum lærari í føroyska fólkaskúlanum, veruliga eri av teirri áskoðan, at Kringvarpið á tónleikaøkinum kann tæna fólkinum eitt sindur øðrvísi og heldur betri enn higartil.

Tíðirnar broytast og í dag kunnu børn og vaksin í telduni og í telefonini leita fram eitt ótal av sangum og videoløgum. At finna ta føroysku mótjavnvágina til útlendska árinið, er ein avbjóðing og uppgáva, sum vit mugu taka í álvara. Vit skulu ikki undirmeta ta ávirkan, sum miðlarnir hava á okkara børn og ungdóm.


Tí hava vit meira enn nakrantíð brúk fyri einum almennum kringvarpi, sum gerst ein góður felagsnevnari fyri føroyskan samleika og mentan.

Útvarp Føroya, sum serliga um morgnarnar savnar alla ta føroysku familjuna, eigur í størri mun at geva innivist til føroyskan tónleik. Á móðurmálinum er ein ótømandi goymsla av góðum og fangandi sangum, sum flestir føroyingar fegnir taka við sær gjøgnum dagin. Føroyski sangskatturin er kanska tann størsti í heiminum, um vit rokna útgávurnar uppá borgaran í landinum.

Í míni verð er tað løgið, at vit sum samfelag síggja eina æru í at skriva, syngja og samskifta á føroyskum, hví nærum alt lærubókatilfar í Fólkaskúlanum skal vera føroyskt, tá almenna kringvarpið hevur enskt sum høvuðs tónleikamál.

At enski tónleikurin partvíst tekur yvir um kvøldarnar og næturnar er at liva við, men hví ikki spæla meira føroyskt um morgnarnar og gjøgnum dagin, tá ið hetta er málsliga meira stimbrandi og fyri lurtaran eisini hugkveikjandi.
Kanska er tað meira kul at spæla enskan tónleik. Men ein føroysk public service støð hevur eyðsýndar skyldur og uppgávur, og tað átti ikki at verið so trupult at raðfest.

Tað verða framleiddar nógvar spennandi og viðkomandi sendingar millum ár og dag í bæði útvarpi og sjónvarpi. Tað einasta eg eftirlýsi er meira av føroyskum tónleiki.

Gjøgnum veturin hava vit lagt oyra til áhugaverdu sendingina LP in. Við onkrum hendinga undantaki, so verða enskar útgávur viðgjørdar og spældar, hóast fleiri føroyskur fløgur liggja á láni. Í væl skipaðu sendingini, Rót og Rútma er tað einans country frá útlandinum. So hava vit Áðrenn Elvis, sum ikki gevur pláss fyri okkara sangskatti. Og føroyski rokkurin er bert hendingaferð at hoyra í Ragnarokk. Er málið at publisera og spæla tað nýggjasta úr útheiminum, so verður playlistin eisini hareftir. Í sendingunum Turné og Vøkuljóð er føroysk eisini undirumboðað. Sjálvt sendingin Føroyskir Sangir er farin av skránni og Cantabile komin ístaðin.

Eg finnist ikki at góðum sendingum, sum í løtuni verða gjørdar, men eg skiljin ikki, at tað føroyska fullkomiliga skal smokka burtur ímillum.

Ífyllan, áðrenn og eftir tíðindasendingarnar, er eisini oftani útlendskur poppur.

Ikki tí, tey flestu av okkum dáma væl tónleik úr tí stóru verð, og summi vilja eisini halda, at nógv verður útgivið á føroyskum, sum betri hevði ligið í einari skuffu. Men stóru tilgongdina av heimligum dygdarútgávum, har sungið verður á føroyskum ella enskum, sleppa vit ikki uttanum. Í dag er sjáldan pengar í útgávuvirksemi og skulu okkara egnu listarfólk mennast og kanska eisini bróta ígjøgnum uttanlands, so mugu tey eisini hoyrast og viðurkennast í egnum landi fyrst.

Eg kann ikki annað enn harmast um, at teldurnar í útvarpinum í alt ov stóran mun skráseta og spæla útlendska tónleik framum føroyskan. At tónleikasendingarnar, sum hoyrast fleiri ferðir gjøgnum vikuna, spæla ensktmæltan tónleik.

Undantikið er líka tann eini dagurin um árið, har almenna kringvarpið einans spælir føroyskt. Hetta ljóðar næstan í og so forkunnigt. Veit ikki, um hesin dagurin kann ella skal rættvísgera nakað. Hevði skilt tað betri, um Útvarpið hevði ein serligan dag um árið, har einans altjóða tónleikur var á skránni.

Fólksins rødd er neyðug og gott kjak flytur okkum frameftir. Soleiðis er eisini í Kringvarpinum, har tilverurætturin skal finnast í stóra almenna rúminum og í
sakliga fría orðinum.

Tì vóni eg, at mítt íkast og sjálvur kritikkurin er vælkomin.

Sjálvandi kann eg hava yvirsæð ella yvirhoyrt okkurt. Tað kunnu vera serlig fyrilit, meiningar og grundgevingar til, at tónleikaúrvalið er sum tað er.

Vit kunnu venja okkum til næstan alt. Eisini at bakgrundin er fremmand og ikki gevur stórvegis meining. At okkara dagur gerst óviðkomandi poppur. Men spurningurin er, um tónleikur bara er tónleikur? Ella um fólk høvdu hugsað og reagerað øðrvísi, um framhaldssøgurnar um Harry Potter og Hobbin vórðu lisnir upp á enskum?!

Kringvarpið eigur framhaldandi at vera okkara fremsti mentanardepil. Tað er dýrt og krevjandi at framleiða føroyskt sjónvarp, men tað er sera lagaligt og nærum kostnaðarleyst hjá Útvarpinum at spæla føroyskan tónleik.

Í skrivandi løtu havi eg við hálvum oyra lurtað eftir útvarpinum. Nú er døgurðatónleikur á skránni. Tú kanst hóskandi spyrja á hvørjum máli?!
Steintór Rasmussen

Góða dagbók: Lívið er týdningarmiklari enn listin.

Pernille Kløvedal Helweg

"Lívið er týdningarmiklari enn listin" skrivaði amerikanski rithøvundurin James Baldwin "Tað er tí listin er týdningarmikil".

Tað havi eg altíð hildið var so vakurt orðað.

Orðini fingu tó ein øðrvísi ítøkiligan týdning fyri meg fríggjadagin, tá eg sá framsýningina “Hvalatekin” í Norðurlandahúsinum. Eg gjørdist sera bilsin yvir at kenna meg meg stoytta yvir hesa listina, sum stór vøkur djór hava latið lív fyri, og sjálvt um tað jú ikki er fyrstu ferð, eg havi sæð list, sum involverar deyð djór, føldi eg meg brádliga noyddan til at gera upp við meg sjálva um eg hevði etisk kvabbabbilsir yvir verkætlanina. Mín fyrsta reaktión var at síggja tað sum nakað positivt, at meta tað áhugavert, at listin kann vekja kenslur í okkum, sum ikki á sama hátt vakna av endaleysu røðini av ræðuleikum í fjølmiðlunum. Men eg endaði við at uppgeva granskingina av mínum egna morali, kjakið í mínum egna høvdi gjørdist perverst, tá eg byrjaði at umhugsa um eg tá haldi tað vera meira í lagið um djór doyggja fyri góða list enn fyri vánaliga. Eitt tílíkt kjak troysti eg mær ikki út í, ikki eingang við meg sjálva. Eg fór í staðin heim og stokti búffar uttan at hugsa serliga nógv um kúnna, sum heilt vist heldur ikki hevur havt heimsins besta lív, men merkiliga fegin um at sleppa frá listini og yvir í lívið.

Fríggjadagurin fór og leygardagurin kom og fór uttan list. Sunnudagin fann eg útav, at har var enn ein fernisering, sum eg helst átti at farið til. Framsýningin við veruleikatrúgvu, superrealistisku málningunum hjá Thomas Kluge læt upp klokkan tvey í Listasavni Føroya, og tað kundi heilt vist verið áhugavert at sæð, um hendan framsýningin kundi latið upp okkurt í mínum huga. Men familjan var eisini boðin til døgurað hjá góðum vinum klokkan tvey, og tað hevði eg nógv meira hug til. Ragnhild hevði gjørt fiskafat og tá vit høvdu etið, sótu vit báðar einsamallar eftir og prátaðu um summarfrítíðina meðan vit eygleiddu børnini, sum klatraðu alt ov høgt og vóru alt ov illa ílatin, men eingin okkara gjørdi nakað við tað og tað tóktist sólarklárt, at hetta er lívið, at lívið er tað týdningarmiklasta og at tað skal sleppa at henda í friði og náðum.


 Nú er tað mánadagur og meðan eg skrivi gongur tað upp fyri mær hví eg ongantíð havi skrivað dagbók. Mær dámar ikki at dokumentera mítt lív og eg vil heldur lata framtíð og fortrongingar avskepla, órógva og tulka fortíðina. Tað er tí listin er týdningarmikil. Tí lívið er týdningarmiklari. Tí lívið er so týdningarmikið, at vit ikki hava orð fyri tí, tí pínan av deyðanum er so óendalig, at vit ikki fáa skapt myndir av honum, tí alt er so forbannað stórt, ræðuligt og vælsignað. Tað er tí, at tað gevur so góða meining at byrja eina nýggja viku, sum skal verða merkt av einari rúgvu av list, og har eg fari at arbeiða við at orða nútíðarlistina sum var tað týdningarmiklari enn sjálvt lívið.

Framsýningin HVALA TEKIN / FELTGRA FIKKUR  í Norðurlandahúsinum og í Steinprenti
27. apríl – 28. mai 2012

Framsýningin Myrkur veruleiki við danska listamanninum Thomas Kluge á Listasavni Føroya
29. apríl - 12. mai 2012

(IS)