Thursday, August 8, 2013

Tostatrø og tagnarmaskinur


- Tostatræ er geniala heitið á nøkrum av myndunum, sum hanga niðri í Steinprenti í løtuni, nakrar aðrar eita Maschinen des schweigens. Myndirnar eru partar av bestu og mest originalu framsýningini, sum eg havi sæð leingi við málningum hjá Tóroddi Poulsen, og hevur tú ikki sæð hesa framsýningina, vil eg viðmæla, at tú skundar tær oman á Skálatrøð, tí framsýningin hongur bara hetta vikuskiftið aftrat. Í framsýningarhølinum er tó best at geva sær góða tíð fyri at fáa øll tey nógvu týdningaløgini við, bæði tey álvarsligu og tey stuttligu. Eg vóni, at onkur av stovnunum og feløgunum, sum savna føroyska list, fáa fatur á onkrum av hesum dygdarverkum áðrenn tey fara av landinum aftur, eg hugsi t.d. um Mentamálaráðið, Listasavnið, Listafelagið og Býráðið, men fyrst og fremst vóni eg, at øll listaáhugað unna sær at síggja og at endursíggja framsýningina. Myndirnar eru hugskotsgrundaðar og lýsa lutir, sum vit kenna á ein óvanligan hátt; t.d. svímaði víngløs, droymandi gullskógvar og sálarkveiktar spannir og eitt meldur av mynstrum, sum umvegis bad painting strategiir grundleggja ein nýggjan myndlistarligan vakurleika. Tóroddur Poulsen fer í heyst at sýna fram myndir í Flensborg saman við Claus Carstensen.




Birgitta og hini er ein fantastisk samansett mynd, sum í grundini er nógv álvarsligari enn hon sær út


Hetta er avgjørt ikki gamaldags valeurmalarí, men innihaldsligu løgini eru mong.


Ein ørgrynna av nýggjum, originalum hugskotum sæst í øllum myndunum


"Løriftið talar" eitur fantastiska myndin høgrumegin


Hesin málningurin kann vendast báðar vegir, heitið er "Dópsbrunnar"


Ein ómetaliga elegantur vínvasi


Og ein meistaraligur vínvasi aftrat. 



(KP)