Saturday, August 24, 2013

Ólavsøkuframsýningin endurvitjað - Hanni Bjartalíð



Nú líður móti endanum á Ólavsøkuframsýningini, sum inniheldur ikki færri enn 363 sera ymisk verk. Trý av teimum allarbestu hevur Hanni Bjartalíð evnað til burtur úr træpettum. Endurnýtsla er aðaltáttur í listarligu mannagongdini hjá hesum originala listamanninum, tað síggja vit í hansara málningum og kollasjum, men eisini í serstøku træobjektunum, sum hann hevur arbeitt við í nøkur ár. Hesi objektini eru fyri stóran part gjørd burtur úr endurnýttum tilfari, smáum træsprekum, burturkasti, umframt eisini ymiskum readydmade brúkslutum. Við íblástri frá m.ø. barndómsminnum sýnast hansara fjálgu standmyndir úr organiskum træi merktar av einum at kalla eymligum nærlagni í mátanum, tær eru settar saman, sum ikki er ólíkt mátanum, vit bygdu okkara hyttur uppá, tá vit vóru lítil. Men hesi verkini hava jú onga funktión sum so, tey eru listaverk og skulu upplivast. Lítla træstandmyndin hjá Hanna Bjartalíð er ómetaliga fjølbroytt, hon kann upplivast frá øllum síðum, og er ymisk allan vegin runt. Framman fyri liggja nøkur fagurlitt træsprek og sløðast í nøkrum, sum vísir seg at vera ein neyv, dynamisk samandungan, ið er plaserað niðast fyri træføturnar á standmyndini, sum harumframt er sett saman av einum lítlum kassaskapilsi við tilhoyrandi torni og stiga. Eg fái ómetaliga nógv burtur úr hesari steintigandi húsastandmyndini, sum samstundis er so full av lívi og ljómi og abstraktum søgum um barndóm og stokkuta og viðkvæma tilveru. Skundið tykkum niðan í Listasavnið at hyggja. Framsýningin verður tikin niður mánadagin. Atgongumerkið kostar 50 krónur, tað fer til Listafelag Føroya, hvørs endamál er at stuðla og keypa føroyska list.



(KP)