Monday, August 26, 2013

Ein væl vitjað Ólavsøkuframsýning og ein slitin sangur um listarliga elitismu

Ólavsøkuframsýningin fyri 55 árum síðani - amatørisman er ikki  serliga eyðsýnd


Í DAG verður Ólavsøkuframsýningin tikin niður og allir luttakarar verða bidnir um at koma eftir sínum myndum frá 12-16. 1900 fólk hava sæð framsýningina. Listafelag Føroya stendur fyri Ólavsøkuframsýningini og sum kurator vil eg takka Hilmari Høgenni, formanni og nevndini í felagnum fyri álitið og fyri góðu hjálpina frá Oggi Lamhauge og Jóhan Martin Christiansen við at seta framsýningina upp.
Eg takki somuleiðis øllum luttakarum fyri, at tey tóku so væl í móti upplegginum og vildu vera við í framsýningini og av hjarta takki eg eisini yrkislistafólkunum fyri, at tey vildu vera við - ikki minst er tað ein serlig gleði, at Zacharias Heinesen hevði hug at ríka um framsýningina við sínum ljóssprongdu kompositiónum, sum meir enn nakað hava definerað føroysku listina í eina hálva øld. Zacharias Heinesen er framúrskarandi málari og so er hann eisini ein livandi listasøgulig legenda, sum minnist Ólavsøkuframsýningarnar fyrr í tíðini, t.d. stóru løtuna, tá Nólsoyarmálarin Steffan Danielsen hevði funnið sær dirvi til at venda sær til táverandi mentanarelituna við málningum til Ólavsøkuframsýningina.


Ólavsøkuframsýningin - Áhuga- og yrkislist í fjølbroyttari eind

Ramasjang

Eg haldi sjálv, at sameiningin millum áhuga og yrkislist skapar eitt sindur av lív í og ramasjang á ársins Ólavsøkuframsýning, sum hóskar til veitslukenda ólavsøkuhøvið. Fleiri áskoðarar hava sagt seg vera bilsnir um, at eg í so mikið stóran mun havi valt at taka áhugalistina við sum eg havi, tá eg nú plagi at halda uppá, at støðið í Listasavninum eigur at vera tornhøgt. Eri enn sannførd um hetta, men eg havi í kurateringini tikið atlit til, at Ólavsøkuframsýningin søguliga sæð er ein blandingsframsýning. Hetta hevur hon í hvussu so er verið í míni egnu tíð, eg havi eitt nú upplivað meistaralig verk hjá Ingálvi av Reyni undir somu lon og í summum førum enntá undir liðini av vóngevandi debutverkum. Eg haldi í grundini, at Ólavsøkuframsýningin í gomlum døgum var ein úrvalsframsýning, hetta hevur helst fleiri orsøkir, m.a. hongur tað saman við einari undirskiltari semju um eitt minstakrav til dygd, tvs. størri sjálvkritikki og av tí, at nógv færri fólk góvu sær stundir til at fáast við list av áhuga tá í mun til nú. Eg veit ikki hvussu tað verður í framtíðini. Kanska fer Ólavsøkuframsýningin at vera flutt í onnur høli enn Listasavnið, hon var á sinni í aulaini í Kommunuskúlanum og hevur eisini verið í Norðurlandahúsinum okkurt árið. Eg rokni við, at hetta verður gongdin, nú ikki bara listin, men eisini umhvørvið kring hana verður yrkisgjørt og optimaliserað.


Arrogant elitisma

Í hesum sambandi er áhugavert at lesa ta fyrstu greinina í mentanarblaðnum punktum.fo hetta vikuskiftið. Tað er Inger Smærup Sørensen, ið hevur spurt samfelagsfrøðing ymiskt um mentan og samfelag. Tað er áhugavert at lesa hansara fatan av evninum í øllum førum inntil næstseinastu spaltu, tí her byrjar sami sangur, sum vit hava hoyrt áður og sum snýr seg um alt tað, sum listafólk og mentafólk skulu, m.a. taka í egnan barm og vera fitt og rúmlig akkurát sum fyrr í tíðini, tá alt var betri enn nú. Í greinini stendur: "Eg eri sannførdur um, at professionaliseringin av listini - tað at tosað verður um list, sum nakað man kann og skal liva av - hevur havt við sær, at listin hevur eina minni fólksliga og politiska apell í dag enn fyri 40-50 árum síðani, tá ryggurin í føroyskari list vóru glaðir og í nógvum førum dugnaligir amatørar, sigur Jóanes N. Dalsgaard. Serliga seinnu árini hava vit sæð eina stremban eftir at "reinsa" listina fyri íkast frá amatørum. Eksklusivitetur og arrogant elitisma er meira "loyvt" í dag enn fyrr, men hetta  er ikki fremjandi fyri politisku integratiónina av list.". 



Samfelagsligi ágóðin av listini er stórur

Lat meg beinan veg bekenna meg sum ein politiskan vingliskølt, men við stórum samhuga við ideologiini hjá vinstravonginum og tí sosiala hugburði, sum hendan ideologi manifesterar og sum er týðilig í tí mentanarhugburði, sum Jóanes N.Dalsgaard leggur fram í greinini. Tað ber ikki til at seta sosial krøv til listina á tann hátt, sum stjórnmálafrøðingurin ger. Sosial atlit og listarlig dygd eru onkursvegna inkompatibel hugtøk, tí listin er eliter av lyndi og tað tykist púra burtur úr vón og viti at royna at sosialisera hana. Sjálvandi kunnu listafólkini organisera seg á sama hátt sum aðrir bólkar í samfelagnum. Tað royna tey eisini at gera í ein ávísan mun, men tey eru fá, og ofta hendir tað, at tey framúrskarandi listafólkini halda seg til listina, meðan hini dáma og duga betri at hava fundir og natúrliga enda við at skapa betri fyrimunir fyri seg sjálvi. Hetta ber við sær ónøgd og ósemjur innan feløg, sum eru frustrerandi hóast tær eru væl skiljandi. Sjálv haldi eg, at vit fáa so nógv gott burtur úr dygdarlistini bæði heima og uttanlands, sum t.d. nú arabiska sjónvarpsstøðin Al Jazeera í eini rættiliga deprimerandi sending um føroysku fráflytingina staðfestir, at listin trívist í Føroyum ella tá Tróndur Patursson sýnir fram í Washington og Føroyar av tí sama fáa pláss í Washington Post. Okkara ágóði av listafólkunum er so mikið stórur, at vit áttu at miðsavnað okkum um, at gera umstøðurnar tær allarbestu hjá Tróndi og øðrum yrkislistafólkum. Sjálvandi skulu vit eisini hava sosialu dimensiónina við og t.d. skapa góð gróðrarlíkindi fyri tey mongu listaáhugaðu - her hevði ein listaskúli komið sera væl við. Ein ítøkilig byrjan hevði verið at sent fleiri hundrað føroyskt- og dansktlærarar á skeið bæði í fólkaskúla og miðnámi, tí teimum vantar grundleggjandi førleikar at undirvísa í myndagreining, hóast myndir eru partur av víðkaða teksthugtakinum og sum so tilfar, næmingarnir sambært kunngerð frá mentamálaráðnum, skulu duga at viðgera.




Illvilji móti listini?

Jóanes N.Dalsgaard hevur at elitismu á fleiri økjum og heldur, at "sama arroganta elitisman" sæst aftur í, hvussu miðlarnar viðgera mentan og list og at hetta er við til at skapa illvilja móti listini". Her skilji eg ikki heilt hvat samfelagsfrøðingurin sipar til. Umframt tær lutfalsliga stokkutu fjølmiðlaløtur, tá eg sjálv og nøkur fá onnur hava dittað okkum at skyna á millum góða og vánaliga list, haldi eg avgjørt ikki, at arrogant listarlig elitisma kann sigast at hava havt serliga góðar dagar í føroyskum fjølmiðlum. Listin hevur sum heild verið heldur niðurraðfest í fjølmiðlunum, hetta var ein orsøk til, at vit stovnaðu Listabloggin, men síðani hevur Dimmalætting tikið rósverda stigið til mentanarblaðið punktum.fo og hetta er at fegnast um, eisini hevur Dagur og Vika mentan og list á skránni viðhvørt, umframt In mente plagar at vera eina ferð um vikuna í útvarpinum, men hesar sendingar hava ikki verið á skránni í næstan tveir mánaðar í summar. Sjálv havi eg í grundini sera góðar royndir av at hava ummælt og miðlað list seinastu átjan árini og eg eri fegin um á henda hátt at hava verið partur av yrkisgerðini innan føroyska listaøkið. Eg upplivi ikki nakran illvilja móti listini millum fólk flest. Tvørturímóti haldi eg, at áhugin er stórur millum fólk, men at ov lítið hevur verið gjørt við listina í fjølmiðlunum. Eg fati hetta ikki sum eina avleiðing av vantandi fólksligum áhuga, men sum eina misskilta roynd frá fjølmiðlum at tala niður til brúkaran í vónleysari roynd at seta seg millum stólarnar fyri at fáa fatur á teimum, sum nettupp ikki kunnu røkkast, tí tey ongan áhuga hava fyri dýpd og substansi og friður verið við tí, øll kunnu ikki hava áhuga fyri tí sama.


Virðing fyri serfrøðini

At enda í greinini hevur samfelagsfrøðingurin nøkur ráð til tey listafólk, sum ynskja, at teirra øki fær størri politiskan áhuga og hesi ráðini verða løgd fram eins og krøv: "Fyri tað fyrsta mugu listafólk semjast um eina felags dagsskrá og enda síni, fyri uttanfyristandandi at síggja meiningsleysu innanhýsis stríð. Fyri tað næsta mugu listafólk vísa virðing fyri estetisku preferensunum hjá fólki, sjálvt um hesar ikki eru samanfallandi við tær "autoriseraðu". Listafólk noyðat eisini at hava og vísa áhuga fyri tí, sum annars rørir seg í samfelagnum, tað veri seg makrelur, undirsjóvartunlar ella eldrarøkt. Listafólk mugu síggja mentanarpolitikkin sum ein integreraðan part av politiska lívinum og ikki sum nakað kvalitativt øðrvísi ella betri enn annar politikkur". Eg má siga, at tað er hugstoytt, at ein serfrøðingur sum Jóanes N.Daslgaard ikki virðir stríðið hjá listafólkunum, sum júst var grundað í ónøgd við vantandi serfrøði, eg ivist onga løtu í, at hann sjálvur hevði verið sera ónøgdur, var ein persónur uttan fakliga útbúgving vorðin stjóri í týdningarmesta stovninum á hansara øki. Eg veit ikki hvat tað er, sum hendir við fólkum, tá tey hoyra orðið list. Tað er sum um, at øll vanlig atlit til professionalismu hvørva, eg kenni einki annað yrkisøki, har sosial krøv verða sett um at øll skulu sleppa at vera við, sum tað verður, tá talan er um list, og eg kenni einki annað øki, har fólk í so stóran mun vanta eina virðing og fatan av, at list er eitt yrki eitt starvsøki júst sum øll onnur. Listafólk verða eitt nú ofta biðin um at lata eitt verk til ymiskt vælgerandi. Hugsið tykkum, at vit á sama hátt ringdu til sakførarar ella rørleggjarar og spurdu um hann ella hon vildi lata eina mánaðarløn til eitt gott endamál. Hatta kundu eingin funnið uppá, tí vit virða sakførara- og rørleggjarastarvið sum eitt "ordiligt" starv og tí er tað ómetaliga týdningarmikið, at vit skyna á millum nær list er yrki og nær hon er áhugi. Tað snýr seg ikki um ein fascistiskan tørv á at døma nøkur sum betri enn onnur, tað snýr seg um, at nøkur liva av listini og dyrka hana hvønn tann einasta dag til okkara frama. Og hatta við at vísa virðing fyri estetiskum preferensum sum eru óautoriseraðar  skilji eg als ikki, tí í veruleikanum hava autoritetir bæði í land og kommunum í fleiri ár sýnt størri áhuga og virðing fyri tí sonevnt "óautoriseraða", fyri teimum verkum, sum vit smakkdómarar kanska hava kolldømt. Listarligir autoritetir hava lítlan og ongan týdning í føroyska samfelagnum og hava vit nakað fílabeinstorn her á landi, man tað vera minst líka jánkasligt og illa hildið sum føroyski tjóðpallurin og føroyska akademisman, ið bæði eru at kalla ikki eksisterandi á sama hátt sum føroyskur mentanarpolitikkur ikki hevur verið sjónligur uttan ta skemdarløtu, tá Bjørn Kalsø tók tjúgu prosent av listastuðlinum. Henda dáragerð er hansara einasta íkast til føroyska mentan hesi árini hann hevur sitið í mentamálaráðharrasessinum. - Føroysk kjakmentan er ikki til, verður sagt og endurtikið upp í saman, men tá listafólk og mentanaraktørar taka orðið fyri seriøst og kritiskt at lýsa mentamál og greiða frá sjálvsøgdum órætti, verður tað skýrt at vera grenj og dømi um vantandi veiggj og offurmentalitet.

Eg havi hug at venda krøvunum hjá samfelagsfrøðinginum við og krevja, at føroyska samfelagið sum heild virðir listina í størri mun og at serstakliga politiska skipanin virðismetir listina í størri mun og at hendan virðing endurspeglast í teimum, ið verða sett á ovastu mentanarpolitisku rókina í mentamálaráðnum og í mentanarnevndini. Mentanarpostar eru eftir øllum at døma andaliga skrellispannin hjá politisku skipanini, har fólk verða beitt, sum ikki hava nóg stóra tign og nóg stóran týdning til veruliga politiska makt. Virðingin er ikki til í løtuni í politiska landslagnum, men hetta hevur sum so einki við illvilja hjá fólkum at gera, tí føroyingar eru væl greiðir yvir ómetaliga virðið á listini. Eg meti politiska illviljan móti yrkislistini vera part av vantandi virðingini mótvegis allari serfrøði, sum merkir politikkin hjá sitandi samgongu og sum Búskapar og Løgfrøðingafelagið loksins finst at.





(KP)