Saturday, August 31, 2013

Varðin er komin


Í Varðanum hesaferð taka vit yrkingar úr eystri og úr vestri. Vit hava sera góðar yrkingar úr Estonia, Norra, Føroyum, Belgia, Íslandi, Russlandi og Bulgaria. Eisini er samfelagskjak úr Bretlandi og Føroyum, millum annað kjak um skrásett parlag úr seinasta Varða. Og so er ikki neyðugt at siga, at vit sjálvandi eisini hava nýskrivaðan og nýyrktan skaldskap eftir tey, ið eru yngri enn 30 ár. Harumframt eru ummæli av bókum og listaframsýningum, eins væl og umsettur skaldskapur úr verðinsbókmentunum í 20. øld.
Varðin roynir altíð at fáa tey ungu og ókendu fram í ljósmála, og tað gera vit eisini hesaferð við eini sera vakrari permumynd eftir tann ókenda og stak dugnaliga listamálaran Terja Hentze av Tvøroyri. Myndirnar hjá Terja eru ekspressionistiskar manifestatiónir, ofta við ljósi og strikum, ið ímynda hugnám úr øðrum dimensiónum. Hann málar eisini landsløg við abstraktum og dreymakendum ísletti. Terje hevur ofta framsýningar, og fyri tíðina hevur hann málningar í Smyrli, og teir vera hangandi sum partur av Heystframsýningini til desembur.
Varðin hevur eisini eitt tilboð til vanliga føroyingin: 10 teir fyrstu nýggju haldararnir fáa eina gávu. Meldast kann til á: vardin@mail.fo við navni og bústaði. Tað kostar 200 kr um árið. Verður Varðin keyptur í bókahandlunum, kostar hvørt hefti 95 kr. (te. 380 kr um árið)
Vinaliga
blaðstjórin

Bárður Oskarsson. Lættleiki og líðing. Fernisering.

Í gjár læt framsýningin “Lættleiki og líðing” við verkum eftir Bárð Oskarsson upp í Listasavni Føroya, og eg vil hervið viðmæla øllum at fara at síggja hana.
 


Friday, August 30, 2013

Vit seta nýggja kós við nýggjum mótmælissangi frá Eyðuni Nolsøe





Summi syngja hvør sítt lag
Hoyrist onki niðurlag
Snúgva bert um sjálvan seg
Gáa ei um teg og meg
Koma dagar koma ár
Kemur vetur kemur vár

Loyst úr hafti hugsjón er
Hvør í sjálvdrátti nú her
Felagsandi frælsismál
Rúmast ei í okkar sál
Tað er fjálgt at sæta sær
Sum um ongin annar var

Fýkur fonn um hvítan teig
Her er ein tjóð á vandaleið
Nú er stundin til at rakna við og seta nýggja kós

Har ið frælsi verður skert
Tykist lívið lítisvert
Og har órættvísið er
Fólksins vilji sigur ber
Til ein frían ljósan dag
Lýggir vindar boða tað

Enn fýkur fonn um hvítan teig
Enn er ein tjóð á vandaleið
Enn er stundin til at rakna við og seta nýggja kós

- Saman standa vit tó sterk
Hetta land er okkar verk
Gjøgnum øldir mikið stríð
Lunnar undir hesa tíð

Ivast ei um egnan mátt
Tjóðarglæman lýsir brátt
Samhaldsfestið frammum alt
Onki vald ið ger sær dælt
Koma dagar koma ár
Kemur vetur kemur vár

Ferðast lot um grønan teig
Her er ein tjóð úr vandaleið
Tí at stundin kom at rakna við og seta nýggja kós




Yrking: Eyðun Nolsøe
Mynd: Álvur Haraldsen

Kaj Klein og Bendar Spónir í Sirkus!

Jamen eg veit væl av, at mann forsømir seg við ikki at fara til konsertir og tiltøk í Sirkus, tí tær framførslur, eg havi upplivað har á staðnum hava allar ein heilt serligan autenticitet, sum ger tær ógloymandi. Eisini havi eg verið til yrkingaupplestur í Sirkus, sum somuleiðis hevur riggað sera væl í hugnaligu Sirkusbarrini.

Tá eg sá videoupptøkuna av Kaj Klein og Bendum Spónum í Sirkus herfyri, var eg eisini beinan veg greið yvir, at eg hevði mist okkurt heilt serligt, men hey, her er upptøkan, sum hóskar so væl til byrjandi vikuskifti.  

Bendar Spónir eru: Mattias Kampnas tangentar. Jón McGavin gittar, Johannes J Mūller gittar, Kriss F. Dam Poulsen Bass og Per I. Højgaard Petersen TrummurTónleikararnir í Bendum Spónum eru lutfalsliga ungir, men hava eftir øllum at døma orku og tónleikaligan integritet til at megna at spæla upp í móti so serstøkum musikkpersónligheitum sum Kára Sverrison og Kaj Klein. Eg eri í løtuni í ferð við at lurta eftir plátuni, sum fyrrnevndi hevur givið út saman við spónunum og her er ein fín framførsla við Kaj Klein og Bendum Spónum í stemningsfulla Sirkus.


Mentanarheyst!

Heystið er frálíkt á so mangan hátt, litirnir í landslagnum gløða og tað gerst ordiliga hugnaligt at sita inni, men eisini at fara út at uppliva mentan. Í Sjónleikarahúsinum fara tey at seta ein sangleik upp, sum Elin á Rógvu hevur gjørt, eg veit ikki enn  hvat Tjóðpallurin fer at borðreiða við, har stendur einki í teiginum "Komandi leikir" á teirra heimasíðu. Í dag letur ein framsýning við málningum hjá Bárði Oskarsson upp í Listasavninum. Í tíðindaskrivinum frá savninum stendur:

Reyður skelkur! 
Verður ivaleyst tað ið flestøllum kemur til hugs, tá tey síggja framsýningina hjá Bárði Oskarssyni á Listasavni Føroya. Á framsýningin eru 36 spildurnýggir fýrakantaðir málningar, summir teirra eldri umframt nakrar tekningar til barnabøkur, sum ikki eru gjørdar enn. Sum vant hevur Bárður Oskarsson menniskjafigurin – ella tað, sum líkist – sitandi við eitt borð mitt í myndini. MEN ongatíð áður hava hansara smáfólk, kaninir, íkornar, dvørgar og einglar verið so illa viðfarin, sum í hesum førinum. Reyði tráðurin í framsýningini er reyði liturin – og tað er ikki merkiligt. Stórir krabbalíknandi vølir vaksa út úr andlitunum, serliga uttan um eyguni, og ofta fossar blóðið úr einum knústum eyga, um tey ikki lýsa reytt, sum eitt ávaringarljós. Menniskjans viðkvæmi í einum fíggindaligum heimi verður í óhugnaligan mun víst fram, og alt verður uppaftur meira skelkandi, tí tað júst eru fittlig smáfólk, sum verða rakt. Hinvegin er har eisini eitt frígerandi strekki til tað ræðuliga og kenslusama. Bárður Oskarsson hevur altíð verið ein frálíkur teknari, og tær nýggju myndirnar eru næstan teknaðir málningar – ella málaðar tekningar. Alt er lætt, fínligt og ótrúliga væl gjørt – næstan cool – og myndirnar snúgva seg eisini um seg sjálvar. Tær eru allar fýrakantaðar, tær hava allar ein figur í miðjuni, tær eru gjørdar á sama hátt og hava sama litaval: hvítt, grátt – og reytt. Innan fyri hendan karm rannsakar listamaðurin spenningin millum rørsluna í figurin og støðufestið í rammuni, millum flata og rúm, millum ætlan og skap, millum linju og form, striku og lit. Við øðrum orðum ein rannsakan av myndarinnar egnu lutum. Hvussu fjølbroytt ber tað til at arbeiða innan fyri somu skrá? Myndirnar á framsýningini eru sostatt horror, sum samstundis er cool og tær seta eisini við hesum muruna í listini í miðdepilin. Jú, hon skal tala til okkara kenslur, men hon ger tað altíð eftir egnum treytum – við einum argandi brosi. Ta heitaru og skemtiligaru síðuna av listini hjá Bárði Oskarssyni hevur framsýningin (tíbetur) eisini dømi um, nevniliga hansara myndir til barnabøkur. Her kunnu vit gleða okkum um hansara suverenu syntesu av tí einfalda og sniðfundiga. Tær myndinrnar eru ikki bara fyri børn, men eisini fyri vaksin. Til framsýningina er útgivin ein bóklingur við tekstum  eftir Turið Sigurðardóttir, Fróðskaparsetur Førya, danska listasøgufrøðinginum Birgitte Zacho og Nils Ohrt.

Eisini fer Guðrið Poulsen at sýna fram í Listasavninum í heyst frá 11.oktober til 24.november, men áðrenn tað, mikukvøldið 28.august fer Nils Ohrt at hava fyrilestur um Ruth Smith í sambandi við, at listakvinnan hevði fyllt hundrað ár í ár. Janus Kamban var somuleiðis føddur í 1913 og hann skal eisini feirast sjálvandi. Sambært heimasíðuni hjá Listasavninum verður m.a. samrøða millum myndahøggaran Hans Paula Olsen og Nils Ohrt um Janus Kamban. Eg vóni eisini, at okkurt verður gjørt burtur úr grafikkinum  hjá Janusi Kamban, sum kanska ikki er undirmettur, men sum tykist burturgloymdur, og sum eg haldi er nakað av tí allarbesta, sum vit eiga av føroyskari myndlist. 


Í Norðurlandahúsinum tykjast tey ikki endiliga so myndlistarliga fokuserað nú Summarframsýningin er tikin niður. 1.september verður 100 ára minningarhald fyri Erlendi Patursson, sum var kendur politikari og ein av stovnarum tjóðveldisfloksins, umframt at hann var ein av undangongumonnunum at fáa Norðurlandahúsið bygt.  Fjølbroytta skráin inniheldur framløgur, yrkingar og tónleik, ið lýsa lívið hjá Erlendi og hansara virki. Karin Kjølbro fer at røða um Erlend, persónin og politikaran, Hans Andrias Sølvará fer at siga frá søgu Tjóðveldis. Hildur Patursson fer at røða um pápan, og Turið Sigurðardóttir fer at lesa eina yrking, sum er ognað Erlendi. At enda fer Høgni Hoydal at leggja fram undir heitinum Føroyar nú og komandi. Afturat framløgunum verður felagssangur og tónleikur við Tórshavnar Manskóri, Rana og Eyðuni Nolsøe, Ólavi Jakobsen og Andreu Heindriksóttur.  Fríggjadagin 6. september kl. 20.00 verðu talufrælsið á skránni í Norðurlandahúsinum, tá blaðstjórin Flemming Rose fer at greiða frá um tá hann valdi at prenta tólv tekningar av Muhammed profeti í Jyllandsposten í 2005

Fríggjadagin ein áhugaverd konsert verður 8.september, tá norðurlendskir tónleikaúrmeælingar seta ein av mest kendu tónlistaverkunum um árstíðirnar, Quatro Estaciones Portenas hjá Astor Piazzolla upp móti nýskrivaðum verkum, sum eru bíløgd frá norðurlendsku tónaskøldunum Sunleif Rasmussen (FO), Fredrik Österling (SE), Rasmus Zwicki (DK) og Martin Bauck (NO). Tónleikararnir eru hvør sær virðisløntir og hava týðandi solokarrieru - teir eru "á ovasta hyll í tónleikalívinum í Norðurlondum". 

Ein partur av New Nordic framsýningini hjá danska listasavninum Louisiana verður at síggja í Norðurlandahúsinum. Tann parturin, ið verður framsýndur í Føroyum ber heitið “Norðurlendsk Leikhús” og tekur støði í spurninginum “hvat er norðurlendskt fyri teg”? Ein breiður skari av norðurlendskum listafólkum hava fingið til uppgávu at svara hesum spurningi við at fylla ein lítlan kassa við tí, tey hvør í sínum lagi, best halda svarar spurninginum. Eitt av listafólkunum, ið fekk hesa uppgávu er føroyski sniðgevin Guðrun Ludvíg, og verður hennara kassi eisini at síggja í Norðurlandahúsinum. Framsýningin opnar fríggjadagin 6. september kl. 17.00 og er opin til og við sunnudagin 3. november. 

Og bara tí eg nú manglaði okkurt myndlistarligt ramasjang, so taki eg hesa myndina við hjá J.F.Willumsen av einari damu við kettu, og sum verður at síggja á eini framsýning í Fredrikssund, har tey feira, at 150 ár eru liðin, síðan danski listamaðurin J.F. Willumsen varð føddur. Claus Carstensen hevur saman við Christian Vind kuraterað eina serstaka framsýning, sum sameinir verk hjá Julian Schnabel og Picabia við verk hjá Willumsen. Kanska verður myndin The Unknown Painter and The Muse He Will Never Meet hjá Schnabel frá 2011 við. Tað má mann vóna, tí hon er herlig. Framsýningin letur upp 8.september, sí meira um ta framsýningina niðri undir her. Gleðiligt mentanarheyst øll somul. 

 http://www.jfwillumsensmuseum.dk/index.php?id=277












(KP)

Thursday, August 29, 2013

Ilt eyga sær einki gott







Vánaligt málarí er ikki kriminelt eins og samkyndur atburður er tað í løtuni í Russlandi. Allíkavæl frættist úr eystri, at russiska løgreglan hevur úr at gera, nú nýggja lógin hjá Putin mótvegis samkyndum hevur fingið øði í fleiri listafólk og satiruteknarar. Russiska løgreglan hevur júst fingið hendur á hesum málninginum av Putin í konufólkahami í Santa Pætursborg. Ilt eyga sær einki gott, og tí man tað vera strævið at vera partur av lóggávuvaldinum í Russlandi í hesum døgum. Vit vita ikki hvat teir ætla at gera við málningin, men skjóta upp, at hann verður hongdur inn í klivan hjá Pussy Riot til dømis. Tær báðar Nadezhda Tolokonnikova og Maria Alyokhina sita enn dómin uppá tvey ár fyri óskikkiligheit (hooliganism). Vit nýta høvið til at vísa eina herliga mynd hjá Bárði Oskarsson, sum letur upp framsýning í Listasavninum í morgin, umframt eitt dømi uppá ólætið hjá Pussy Riot, sum hevði við sær, at tær vórðu handtiknar. Tað er ein punkbøn.










(KP)

PORTAL - JONAS HVID SØNDERGAARD


Danski listamaðurin Jonas Hvid Søndergaard hevur í fleiri umførum arbeitt í Steinprenti og fyri stuttum gjørdi hann eina væl eydnaða røð av prentum í Steinprenti. Jonas Hvid Søndergaard hevur nú eina stóra framsýning í Himmerlands Kunstmuseum inntil 10. oktober 2013. Lisbeth Bonde hevur skrivað eina áhugaverda grein um framsýningina í tíðarritinum Kunst, har hon m.a. skrivar:

"Málningarnir eru onkursvegna amorfir ella skapleysir, samstundis teir hava eitt rættiliga neyvt "orðatilfeingi". Jonas Hvid Søndergaard spælir við hetta tilfeingi á sama hátt sum Claus Carstensen ger tað, og sum í eginleikanum sum professari á kunstakademinum hevur verið íblástur hjá Jonas Hvid Søndergaard. Spennivíddin í málningunum er stór og endurtekur tær skapandi kreftirnar í alheiminum. Listamaðurin tekur frítt frá stóra myndabankanum í listasøguni og blandar tilsipingar til popplist, minimalismu, surrealismu og abstrakta ekspressionismu saman. Talan er um ein syndraðan ella kaleidoskopiskan kompositiónshátt, har Hvid Søndergaard granskar málarí evnisliga og formelt. Risastóru støddirnar geva okkum møguleika fyri at uppliva málningarnar likamliga 1:1, tí vit so at siga verða malin inn í málningarnar sum stóðu vit á einum fjalli og hugdi oman yvir eitt risastórt landslag. Rúm, dýpd, evni og flata verða sett í spæl í verkunum, sum rúka avstað frá blendrammunum við eini øgiligari orkugerð, sum plantar seg í áskoðaran."

Eisini í hansara steinprentum brúkar Jonas Hvid Søndergaard ymisk spirituel symbol og geometriskar figuratiónir, men uttan at hesar á nakran hátt sýnast dogmatiskar ella trúboðandi. Heldur tykjast myndirnar opnar og lívsjáttandi, eg haldi, at myndamálið í støðum minnir um onkrar myndir hjá Anker Mortensen, sum eisini hevur brúkt religiøsan symbolikk. Eftir ætlan verða nøkur nýggj prent hjá Jonas Hvid Søndergaard og nøkur eldri prent hjá Anker Mortenenen við á einari framsýning í Steinprenti í heyst.


















Og til seinast ein mynd av listamanninum í Steinprenti við fesku prentunum aftanfyri






(KP)

Wednesday, August 28, 2013

Smart Art norðurlendsk Listamessa uttan føroyskar luttakarar

Heystið er tann stóra listasesongin og listamessurnar byrja skjótt, m.a. Art Copenhagen við sínari fjølbroyttu ørgrynnu av góðari og vánaligari list. Í ovurmorgin letur eisini ein onnur listamessa upp í Keypmannahavn, sum hevur fingið navnið Chart Art Fair, har tey satsa uppá dygdarlist av altjóða formati. Umframt tey donsku gallaríini eru eisini fín gallaríir úr Svøríki og Noregi við á messuni og so er sterka íslendska i8 eisini sloppið gjøgnum nálareygað, i8 umboðar m.a. Ragnar Kjartansson og Roni Horn, og verður nevnt millum heimsins bestu gallaríir á einum nýggjum yvirliti, sum BLOUIN ARTINFO hevur almannakunngjørt. Einki føroyskt gallarí er við á messuni.

Í sambandi við Chart Art Fair er danski listamaðurin Bjørn Nørgaard í løtuni í ferð við at seta upp eina stóra standmynd í garðinum í Charlottenborg á Kgs.Nytorv við heitinum "Asocial Skulptur". Bjørn Nørgaard kenna vit frá hansara framúrskarandi myndum, sum hann gjørdi í Steinprenti, har hann fer at arbeiða aftur til várs, og ikki minst frá uppskotinum, sum hann gjørdi til standmynd í Gundadali, og sum eg enn vóni kann gerast  veruleiki ein penan dag. Her er ein mynd av standmyndauppskotinum og av steinprentinum Postkort fra Færøerne.









CHART ART FAIR

Upplating: 30. august klokkan 16.00
Galleri Susanne Ottesen, Galleri Bo Bjerggaard, Andersen’s Contemporary, V1 Gallery and David Risley Gallery. Andersen's Contemporary (DK), Christian Andersen (DK), Galleri Andersson/Sandström (SE), Andréhn-Schiptjenko (SE), Galerie Anhava (FI), Martin Asbæk Gallery (DK), Johan Berggren Gallery (SE), Galleri Bo Bjerggaard (DK), Niels Borch Jensen (DK), Elastic Gallery (SE), i8 Gallery (IS), Galleri Magnus Karlsson (SE), Peter Lav Gallery (DK), Peder Lund (NO), Galerie Nordenhake (DE/SE), OSL Contemporary (NO), Galleri Susanne Ottesen (DK), Galleri Riis (NO), David Risley Gallery (DK), Nils Stærk (DK)
ART COPENHAGEN
Upplating: 30. aug. 16.00
00130Gallery (FI), ANQUIN'S (SP), ARTITLED! Contemporary Art (NL), B 15 (DK), Bertrand Gillig (FR), Black Square (USA), Bohus Konst (SE), Bruno Dahl (DK), Brutto Gusto (D), Contour (DK), Debony Art Link (SG), EL Quatre (SP), Faur Zsófi (HU), Fold (IS), Format Artspace (DK), Hans Alf (DK), Helth (DK), Hjorth (DK), Hoffmann Contemporary Art (D), In The Gallery (DK), Jeanette Ölund (SE), Jonas Kleerup (SE), Jules Julian (DK), Jørgen Østergaard (DK), Knud Grothe (DK), Korjaamo (FI), LABR (DK), LDXArtodrome (D/MT), Leif Jensen (DK), L'Inlassable Galerie (FR), Martin Mertens (D), Moderne Silkeborg (DK), MOHS Exhibit (DK), Nasui Private Collection & Gallery (RO), Neue Kunst (D), Nils Åberg (SE), Nørballe (DK), Oxholm (DK), Pi (DK), Polarraum (D), Poulsen (DK), Radial Art Contemporain (FR), Ramfjord (NO), Rasche Ripken (D), Rasmus (DK), SALA PARES (SP), Salling (DK), Sct. Gertrud (DK), Shine Artists (GB), SON ESPACE (SP), The Boiler Room (NO), Thomassen (SE), Untitled Artprojects (USA), V58 (DK), Vane (UK), Varming (DK), Victor Lope Arte Contemporary (SP), Witzenhausen (NL/US), Wolfsen (DK)


Museer og medier:
ARoS - Århus (DK), HEART - Herning (DK), KUNSTEN - Aalborg (DK), Nivågaard - Nivå (DK), DR, Elephant, Flash Art, Kunstavisen, Kunsten.nu, Magasinet KUNST




(KP)

Tuesday, August 27, 2013

Vón?


Síðani avdúkingarnar um ætlanina hjá Kára P.Højgaard um Skálafjarðartunnilin og royndirnar at dylja atfinningarnar av sáttmálanum við CIP hava sosialu miðlarnir kókað av óðum fólkum, sum krevja landsstýrismannin frá í stundini. Unga Tjóðveldi og Sosialistisk Ung skipa fyri mótmælisgongu á Vaglinum klokkan 14 leygardagin, og í hesum sambandi hava vit á blogginum lagt okkara høvd á blot fyri at finna nøkur dømi um tunnilslist, um ikki annað, so bara fyri at vera við har sum tað sker, men tað er, skulu vit heilsa og siga als ikki lætt at finna tunnilslist. Men ikki er tó ikki ómøguligt, einki er ómøguligt. Vit hava funnið tvey dømi, ovast er ljóslistin hjá Tróndi Patursson í Norðoyatunlinum og niðast er ein video hjá Dennis Agerblad, sum hann hevur gjørt yvir yrking hjá Tóroddi Poulsen. Nevnda mótmælisgonga vendir sær ikki móti nakrari tunnilsætlan men í móti tí avmontering av fólkaræðinum, sum landsstýrismaðurin í Innlendismálum, Kári P.Højgaard hevur staðið á odda fyri við at hava eina so týðandi málsviðgerð aftan fyri stongdar dyr.








(KP)



Norðurlandaheiðurslønahandan við skrúð og skart


30. oktober verður heiðurslønarhandan í operaini í Oslo. Fyri fyrstu ferð verða vinnarar av heiðurslønunum frá Norðurlandaráðnum avdúkaðir samstundis sum heiðurslønirnar verða latnar og ætlanin er at hava eitt show, sum minnir um Oscarhandaninas, ið verður sjónvarpað í øllum norðurlondunum. Fimm heiðurslønir verða latnar fyri bókmentir, tónleik, film, umhvørvi og barna- og ungdómsbókmentir. 

Vit gleða okkum og meðan vit bíða, kunnu vit t.d. lurta eftir Gyrðir Eliasson, sum lesur eina søgu upp úr bókini "Millum Trøini", sum høvundurin vann norðurlendsku bókmentaheiðurslønina fyrra árið. Og leggið til merkis fínu verkini aftan fyri íslendska skaldið, tí tey hevur føroyski listamaðurin Hanni Bjartalíð gjørt. 


Monday, August 26, 2013

Fólkslig mentan og elitulist


Kjakinnlegg frá: Sunleif Rasmussen. 


Tað er áhugavert at lesa greinina hjá Jóanes N. Dalsgaard í Punktum.Fo, og svarið hjá Kinnu Poulsen í Listablogginum. Hettar kjak vil altíð verða áhugavert, so leingi fakligheitt er partur av listaligum arbeiði. Fyri 500 árum síðan var elitan tengd at kirkjuni. Eisini listaliga elitan. Í upplýsta einaveldinum vóru tað góðseigarar, barónar, greivar, og hvat teir annars kallaðust, ið myndaðu elituna. Eisini ta listaligu. Í Kjalarvørrinum av fronsku kollveltingini, tók ein spírandi demokratisering seg upp í Evropa, og við henni byrjaði so smátt tað samfelagsmynstur vit hava í dag. Alt fólkið er blivið partur av elituni, ella maktini. Í hvussu er fjórða hvørt ár. Men ikki listaelitan. Síðan seinna heimsbardaga hevur "fólksliga listin" ella brúkslistin, fingið størri rúmd í almenna rúminum. Og her haldi eg at mann má gera mun á list, ið vendir sær til hin einstaka hyggjaran, lesaran ella áhoyraran, og brúkslist, ið vendir sær til so stóra fjøld sum til ber. Og tað sigur seg sjálvt, at listin hevur fríari ræsur at loyva sær ein meira eliteran úttryksform. Ein fleirtyddan úttryksform. Ein meira torskyldan úttryksform, um mann vil. Hettar tí hon í útgangsstøðinum ikki nýtist at raka tað breiðu og stóru fjøldina. Men at tað eru mong einstøk menniskju, ið hava somu estetisku útgangsstøðu sum listin, ella listaverkið. Tað verið seg bókin, filmurin, sjónleikurin, málningurin ella tónleikaverkið. Og tann stóri trupulleikin hjá listini er eisini, at tað ikki er sjálvsagt, at akademikarin, ið er útbúgvin til at arbeiða við torskyldum og fleirtyddum argumentum og diskusjónum á sínum fakøki, ikki automatiskt er áhugaður í listini, ið byggir á somu fakligheit, sum hesi fáast við. Hesi kunnu eins væl vera meira áhuga í brúkslist. Ella einari kombinatión av báðum. Brúkslistin hevur harafturímóti, onnur ting at dragast við. Hvussu verður kvantitativ hugsan samantvinnað við ta kvalitativu? Hvar skal høvuðsdenturin liggja, osfr.? 
Í Føroyum hava vit bert havt fólksliga mentan, til fyri góðum hundrað árum síðan. Fólksliga mentanin, vóru søgur og løg borin fram av mannamunni. Sagnir, ævintýr og føroyski dansurin. Hesin síðsti er enn ein stórur partur av føroysku mentanini. So dagsins mentan í Føroyum er í stóran mun fólkslig, grundað á áðurnevnda. Og eg havi sagt tað fyrr, og kann endurtaka tað aftur her. Í einari mentan, ið er so nógv ávirkað av fólksligheit og konservativismu, hevur listin vánalig livikor. Tí sum Jóanes peikar á, avspeglar politiski viljin fólksins vilja. Men sum Kinna eisini peikar á, eru fjølmiðlarnir (Dimma undantikin) samsekir í at listin er so lítið sjónlig í samfelagnum. Tí eg eri samdur við Kinnu í, at tað er ein nógv størri áhugi fyri list í fólkinum, enn fjølmiðlarnir og politikararnir vilja vera við. Og eg eri sannførdur um, at fremmandafólk og útlendskir miðlar eru bilsin av, hvussu nógv dugnalig listafólk hetta landið hevuir fostrað.
Gott framhaldandi kjak!

Ein væl vitjað Ólavsøkuframsýning og ein slitin sangur um listarliga elitismu

Ólavsøkuframsýningin fyri 55 árum síðani - amatørisman er ikki  serliga eyðsýnd


Í DAG verður Ólavsøkuframsýningin tikin niður og allir luttakarar verða bidnir um at koma eftir sínum myndum frá 12-16. 1900 fólk hava sæð framsýningina. Listafelag Føroya stendur fyri Ólavsøkuframsýningini og sum kurator vil eg takka Hilmari Høgenni, formanni og nevndini í felagnum fyri álitið og fyri góðu hjálpina frá Oggi Lamhauge og Jóhan Martin Christiansen við at seta framsýningina upp.
Eg takki somuleiðis øllum luttakarum fyri, at tey tóku so væl í móti upplegginum og vildu vera við í framsýningini og av hjarta takki eg eisini yrkislistafólkunum fyri, at tey vildu vera við - ikki minst er tað ein serlig gleði, at Zacharias Heinesen hevði hug at ríka um framsýningina við sínum ljóssprongdu kompositiónum, sum meir enn nakað hava definerað føroysku listina í eina hálva øld. Zacharias Heinesen er framúrskarandi málari og so er hann eisini ein livandi listasøgulig legenda, sum minnist Ólavsøkuframsýningarnar fyrr í tíðini, t.d. stóru løtuna, tá Nólsoyarmálarin Steffan Danielsen hevði funnið sær dirvi til at venda sær til táverandi mentanarelituna við málningum til Ólavsøkuframsýningina.


Ólavsøkuframsýningin - Áhuga- og yrkislist í fjølbroyttari eind

Ramasjang

Eg haldi sjálv, at sameiningin millum áhuga og yrkislist skapar eitt sindur av lív í og ramasjang á ársins Ólavsøkuframsýning, sum hóskar til veitslukenda ólavsøkuhøvið. Fleiri áskoðarar hava sagt seg vera bilsnir um, at eg í so mikið stóran mun havi valt at taka áhugalistina við sum eg havi, tá eg nú plagi at halda uppá, at støðið í Listasavninum eigur at vera tornhøgt. Eri enn sannførd um hetta, men eg havi í kurateringini tikið atlit til, at Ólavsøkuframsýningin søguliga sæð er ein blandingsframsýning. Hetta hevur hon í hvussu so er verið í míni egnu tíð, eg havi eitt nú upplivað meistaralig verk hjá Ingálvi av Reyni undir somu lon og í summum førum enntá undir liðini av vóngevandi debutverkum. Eg haldi í grundini, at Ólavsøkuframsýningin í gomlum døgum var ein úrvalsframsýning, hetta hevur helst fleiri orsøkir, m.a. hongur tað saman við einari undirskiltari semju um eitt minstakrav til dygd, tvs. størri sjálvkritikki og av tí, at nógv færri fólk góvu sær stundir til at fáast við list av áhuga tá í mun til nú. Eg veit ikki hvussu tað verður í framtíðini. Kanska fer Ólavsøkuframsýningin at vera flutt í onnur høli enn Listasavnið, hon var á sinni í aulaini í Kommunuskúlanum og hevur eisini verið í Norðurlandahúsinum okkurt árið. Eg rokni við, at hetta verður gongdin, nú ikki bara listin, men eisini umhvørvið kring hana verður yrkisgjørt og optimaliserað.


Arrogant elitisma

Í hesum sambandi er áhugavert at lesa ta fyrstu greinina í mentanarblaðnum punktum.fo hetta vikuskiftið. Tað er Inger Smærup Sørensen, ið hevur spurt samfelagsfrøðing ymiskt um mentan og samfelag. Tað er áhugavert at lesa hansara fatan av evninum í øllum førum inntil næstseinastu spaltu, tí her byrjar sami sangur, sum vit hava hoyrt áður og sum snýr seg um alt tað, sum listafólk og mentafólk skulu, m.a. taka í egnan barm og vera fitt og rúmlig akkurát sum fyrr í tíðini, tá alt var betri enn nú. Í greinini stendur: "Eg eri sannførdur um, at professionaliseringin av listini - tað at tosað verður um list, sum nakað man kann og skal liva av - hevur havt við sær, at listin hevur eina minni fólksliga og politiska apell í dag enn fyri 40-50 árum síðani, tá ryggurin í føroyskari list vóru glaðir og í nógvum førum dugnaligir amatørar, sigur Jóanes N. Dalsgaard. Serliga seinnu árini hava vit sæð eina stremban eftir at "reinsa" listina fyri íkast frá amatørum. Eksklusivitetur og arrogant elitisma er meira "loyvt" í dag enn fyrr, men hetta  er ikki fremjandi fyri politisku integratiónina av list.". 



Samfelagsligi ágóðin av listini er stórur

Lat meg beinan veg bekenna meg sum ein politiskan vingliskølt, men við stórum samhuga við ideologiini hjá vinstravonginum og tí sosiala hugburði, sum hendan ideologi manifesterar og sum er týðilig í tí mentanarhugburði, sum Jóanes N.Dalsgaard leggur fram í greinini. Tað ber ikki til at seta sosial krøv til listina á tann hátt, sum stjórnmálafrøðingurin ger. Sosial atlit og listarlig dygd eru onkursvegna inkompatibel hugtøk, tí listin er eliter av lyndi og tað tykist púra burtur úr vón og viti at royna at sosialisera hana. Sjálvandi kunnu listafólkini organisera seg á sama hátt sum aðrir bólkar í samfelagnum. Tað royna tey eisini at gera í ein ávísan mun, men tey eru fá, og ofta hendir tað, at tey framúrskarandi listafólkini halda seg til listina, meðan hini dáma og duga betri at hava fundir og natúrliga enda við at skapa betri fyrimunir fyri seg sjálvi. Hetta ber við sær ónøgd og ósemjur innan feløg, sum eru frustrerandi hóast tær eru væl skiljandi. Sjálv haldi eg, at vit fáa so nógv gott burtur úr dygdarlistini bæði heima og uttanlands, sum t.d. nú arabiska sjónvarpsstøðin Al Jazeera í eini rættiliga deprimerandi sending um føroysku fráflytingina staðfestir, at listin trívist í Føroyum ella tá Tróndur Patursson sýnir fram í Washington og Føroyar av tí sama fáa pláss í Washington Post. Okkara ágóði av listafólkunum er so mikið stórur, at vit áttu at miðsavnað okkum um, at gera umstøðurnar tær allarbestu hjá Tróndi og øðrum yrkislistafólkum. Sjálvandi skulu vit eisini hava sosialu dimensiónina við og t.d. skapa góð gróðrarlíkindi fyri tey mongu listaáhugaðu - her hevði ein listaskúli komið sera væl við. Ein ítøkilig byrjan hevði verið at sent fleiri hundrað føroyskt- og dansktlærarar á skeið bæði í fólkaskúla og miðnámi, tí teimum vantar grundleggjandi førleikar at undirvísa í myndagreining, hóast myndir eru partur av víðkaða teksthugtakinum og sum so tilfar, næmingarnir sambært kunngerð frá mentamálaráðnum, skulu duga at viðgera.




Illvilji móti listini?

Jóanes N.Dalsgaard hevur at elitismu á fleiri økjum og heldur, at "sama arroganta elitisman" sæst aftur í, hvussu miðlarnar viðgera mentan og list og at hetta er við til at skapa illvilja móti listini". Her skilji eg ikki heilt hvat samfelagsfrøðingurin sipar til. Umframt tær lutfalsliga stokkutu fjølmiðlaløtur, tá eg sjálv og nøkur fá onnur hava dittað okkum at skyna á millum góða og vánaliga list, haldi eg avgjørt ikki, at arrogant listarlig elitisma kann sigast at hava havt serliga góðar dagar í føroyskum fjølmiðlum. Listin hevur sum heild verið heldur niðurraðfest í fjølmiðlunum, hetta var ein orsøk til, at vit stovnaðu Listabloggin, men síðani hevur Dimmalætting tikið rósverda stigið til mentanarblaðið punktum.fo og hetta er at fegnast um, eisini hevur Dagur og Vika mentan og list á skránni viðhvørt, umframt In mente plagar at vera eina ferð um vikuna í útvarpinum, men hesar sendingar hava ikki verið á skránni í næstan tveir mánaðar í summar. Sjálv havi eg í grundini sera góðar royndir av at hava ummælt og miðlað list seinastu átjan árini og eg eri fegin um á henda hátt at hava verið partur av yrkisgerðini innan føroyska listaøkið. Eg upplivi ikki nakran illvilja móti listini millum fólk flest. Tvørturímóti haldi eg, at áhugin er stórur millum fólk, men at ov lítið hevur verið gjørt við listina í fjølmiðlunum. Eg fati hetta ikki sum eina avleiðing av vantandi fólksligum áhuga, men sum eina misskilta roynd frá fjølmiðlum at tala niður til brúkaran í vónleysari roynd at seta seg millum stólarnar fyri at fáa fatur á teimum, sum nettupp ikki kunnu røkkast, tí tey ongan áhuga hava fyri dýpd og substansi og friður verið við tí, øll kunnu ikki hava áhuga fyri tí sama.


Virðing fyri serfrøðini

At enda í greinini hevur samfelagsfrøðingurin nøkur ráð til tey listafólk, sum ynskja, at teirra øki fær størri politiskan áhuga og hesi ráðini verða løgd fram eins og krøv: "Fyri tað fyrsta mugu listafólk semjast um eina felags dagsskrá og enda síni, fyri uttanfyristandandi at síggja meiningsleysu innanhýsis stríð. Fyri tað næsta mugu listafólk vísa virðing fyri estetisku preferensunum hjá fólki, sjálvt um hesar ikki eru samanfallandi við tær "autoriseraðu". Listafólk noyðat eisini at hava og vísa áhuga fyri tí, sum annars rørir seg í samfelagnum, tað veri seg makrelur, undirsjóvartunlar ella eldrarøkt. Listafólk mugu síggja mentanarpolitikkin sum ein integreraðan part av politiska lívinum og ikki sum nakað kvalitativt øðrvísi ella betri enn annar politikkur". Eg má siga, at tað er hugstoytt, at ein serfrøðingur sum Jóanes N.Daslgaard ikki virðir stríðið hjá listafólkunum, sum júst var grundað í ónøgd við vantandi serfrøði, eg ivist onga løtu í, at hann sjálvur hevði verið sera ónøgdur, var ein persónur uttan fakliga útbúgving vorðin stjóri í týdningarmesta stovninum á hansara øki. Eg veit ikki hvat tað er, sum hendir við fólkum, tá tey hoyra orðið list. Tað er sum um, at øll vanlig atlit til professionalismu hvørva, eg kenni einki annað yrkisøki, har sosial krøv verða sett um at øll skulu sleppa at vera við, sum tað verður, tá talan er um list, og eg kenni einki annað øki, har fólk í so stóran mun vanta eina virðing og fatan av, at list er eitt yrki eitt starvsøki júst sum øll onnur. Listafólk verða eitt nú ofta biðin um at lata eitt verk til ymiskt vælgerandi. Hugsið tykkum, at vit á sama hátt ringdu til sakførarar ella rørleggjarar og spurdu um hann ella hon vildi lata eina mánaðarløn til eitt gott endamál. Hatta kundu eingin funnið uppá, tí vit virða sakførara- og rørleggjarastarvið sum eitt "ordiligt" starv og tí er tað ómetaliga týdningarmikið, at vit skyna á millum nær list er yrki og nær hon er áhugi. Tað snýr seg ikki um ein fascistiskan tørv á at døma nøkur sum betri enn onnur, tað snýr seg um, at nøkur liva av listini og dyrka hana hvønn tann einasta dag til okkara frama. Og hatta við at vísa virðing fyri estetiskum preferensum sum eru óautoriseraðar  skilji eg als ikki, tí í veruleikanum hava autoritetir bæði í land og kommunum í fleiri ár sýnt størri áhuga og virðing fyri tí sonevnt "óautoriseraða", fyri teimum verkum, sum vit smakkdómarar kanska hava kolldømt. Listarligir autoritetir hava lítlan og ongan týdning í føroyska samfelagnum og hava vit nakað fílabeinstorn her á landi, man tað vera minst líka jánkasligt og illa hildið sum føroyski tjóðpallurin og føroyska akademisman, ið bæði eru at kalla ikki eksisterandi á sama hátt sum føroyskur mentanarpolitikkur ikki hevur verið sjónligur uttan ta skemdarløtu, tá Bjørn Kalsø tók tjúgu prosent av listastuðlinum. Henda dáragerð er hansara einasta íkast til føroyska mentan hesi árini hann hevur sitið í mentamálaráðharrasessinum. - Føroysk kjakmentan er ikki til, verður sagt og endurtikið upp í saman, men tá listafólk og mentanaraktørar taka orðið fyri seriøst og kritiskt at lýsa mentamál og greiða frá sjálvsøgdum órætti, verður tað skýrt at vera grenj og dømi um vantandi veiggj og offurmentalitet.

Eg havi hug at venda krøvunum hjá samfelagsfrøðinginum við og krevja, at føroyska samfelagið sum heild virðir listina í størri mun og at serstakliga politiska skipanin virðismetir listina í størri mun og at hendan virðing endurspeglast í teimum, ið verða sett á ovastu mentanarpolitisku rókina í mentamálaráðnum og í mentanarnevndini. Mentanarpostar eru eftir øllum at døma andaliga skrellispannin hjá politisku skipanini, har fólk verða beitt, sum ikki hava nóg stóra tign og nóg stóran týdning til veruliga politiska makt. Virðingin er ikki til í løtuni í politiska landslagnum, men hetta hevur sum so einki við illvilja hjá fólkum at gera, tí føroyingar eru væl greiðir yvir ómetaliga virðið á listini. Eg meti politiska illviljan móti yrkislistini vera part av vantandi virðingini mótvegis allari serfrøði, sum merkir politikkin hjá sitandi samgongu og sum Búskapar og Løgfrøðingafelagið loksins finst at.





(KP)



Sunday, August 25, 2013

Íslandsvika: Menningarnótt





Silja Strøm



Magnús Pálsson






Harpa






Byrta


Bjarney Anna Jóhannesdóttir: Rat Manicure




Nirvana Jam