Wednesday, August 31, 2011

Supersnati


Sunnudagin vóru børn og hugdu at leikinum Snati, sum snýr seg ein risa, trý trøll, ein drong, eina prinsessu, ein kong, eina mammu, ein pápa, ein kolmeistara, ein prins og ein heilt serligan hund. Snati er eitt gamalt føroyskt ævintýr, sum Súsanna Tórgarð, Ria Tórgarð og Kristina S. Hansen skrivaðu um til leik og framførdu í 1994. Hesuferð eru tað sjónleikararnir Barbara Christophersen og Gunnvá Zachariasen, sum hava endurtulkað ævintýrið saman við Súsonnu Tórgarð, leikstjóra og tað gera tær væl.


Leikurin inniheldur eitt hóskandi bland av tí poetiska og tí klikkaða, tí ævintýrliga og satiriska. Har er bæði okkurt fyri børn og vaksin at hyggja at og sjálvt um leikurin sjálvandi hevur einfaldan bygnað, ber til at fata leikin á fleiri støðum. Undirritaða vaksna ætlar ikki at brúka orku uppá at greina hesi ymsu støði og tað er eingin orsøk til at gera leikin djúpari enn hann er, tí Snati er júst so djúpur sum tílíkt eigur at vera. Harafturímóti vil eg fegin brúka orku uppá at vísa mítt takksemi bæði sum heild fyri, at onkur er, sum tímir at veita okkara børnum mentanarliga góðsk, men eisini fyri, at leikararnir smábannaðu á pallinum

Tá Gunnvá Zachariasen bannaði á fyrsta sinni, gjørdist eg satt at siga ómetaliga fegin. Ja, ikki skal so nógv til. Men hvat er tað ikki befríandi við einum sindri av villskapi í okkara heilagu og yvirpedagogisku tíð. Mín fýra ára gamli drongur mundi ikki leggja merki til, at tey bannaðu eitt sindur, men hann var sera hugtikin av leikinum, sum hann nú hevur sæð tvær ferðir orsakað av, at Gunnvá og Barbara eisini spæla fyri barnagørðum og skúlum. Sostatt hevði hann eisini lagt til merkis, at Tjóðpallur Føroya hevur ávísar bústaðartrupulleikar og spurdi meg, tá vit vóru á veg inn at hyggja at Snata, um tað var harinni "har sum tey spæla, at tey hava eitt leikhús". Mammusa drongur. Men tað er ein onnur søga. Í øllum førum fekk Tjóðpallur Føroya eina góða byrjan uppá leiklistarliga heystið, eins og børnini við leikinum Snati fingu eina góða byrjan uppá leiklistarlívið

(IS)

Tuesday, August 30, 2011

Meistaralig mistøk

All my mistakes have become masterpieces ljóðar ein regla í hjartanemandi vakra og melankolska sanginum hjá Teiti Lassen, sum kom mær til hugs nú eg las nýggju bókina hjá Jóanesi Nielsen og Peter Laugesen. Bókin kundi itið nakað tað sama sum sangurin, tí fleiri av mistøkunum eru meistarlig, umframt vøkur, melankolsk og stuttlig eisini.

Eftirhondini eru fleiri væl eydnað føroysk/donsk yrkingarsøvn komin út og nú kom "Smukke fejltagelser" hjá Jóanesi Nielsen og Peter Laugesen. Tað skilst á danska heitinum og á donsku presentatiónini á bakpermuni, at talan fyrst og fremst er um eina danska útgávu og kanska átti hon bara verið á donskum. Í øllum førum tykist blandingin av donskum og føroyskum yrkingum eitt sindur ørkymlandi, onkrar yrkingar eru á báðum málunum, meðan aðrar bert eru á donskum. Men tá tað er sagt, skal eg skunda mær at siga, at tað er fáum, eg so fegin lati meg ørkymla av sum av teimum báðum, harra Nielsen og harra Laugesen, ið báðir eru yrkjarar av heilt serligum kalibur. Og við tað, at forlagið Torgarð hevur víst seg at vera av tí skynsama slagnum, er heilt vist onkur skilagóð orsøk til tær dansk-føroysku dispositiónirnar í snøggu, lítlu bókini. Sum skilst er heitið á henni tengt at evninum hjá Århus Festuge "Skønne fejl og andre lykketræf" í sambandi við, at teir báðir yrkjararnir skuldu lesa upp yrkingar í Løves Bog- og Vincafé í Århus síðsta leygardag.

Sjálvt um teir eru so mikið ymiskir yrkjarar, Havnarmaðurin og Århusianarin, at lesarin ongantíð ivast í hvør hevur skrivað hvat - eisini í felagsyrkingunum - hómast greiður skyldskapur í teirri grundleggjandi humanistisku lívsáskoðanini, sum merkir yrkingarnar. Yrkingarnar hjá Peter Laugesen eru stuttar, neyvar og kristallklárar staðfestingar, sum hvíla í sær sjálvum, samstundis sum tær lata upp ein ríkan heim av assosiatiónsmøguleikum. Yrkingarnar minna í teirra orðaspæli og øvugtleika eitt sindur um yrkingarnar hjá Tóroddi Poulsen.

Tomme flasker
husker pludselig
hvad de hedder
og hvem der drak
hvad der var i dem

(s.6 í Smukke fejltagelser)


Bilerne ligner
alle sammen
smarte sko

(s.16 í Smukke fejltagelser)

Reglurnar hjá Jóanesi Nielsen eru longri enn tær hjá Laugesen, men tær eru í grundini eisini ómetaliga kompaktar og innihaldsríkar. Tær kunnu vera spennandi, nærverandi, fullar av action og ramasjang sum t.d. tann fantastiska apoteosan av eini byrjanaryrking í mánalýsibókini, har Gud sendir sín einborna til Onglands í tarvaskapi. Ein yrking hjá Jóanesi Nielsen kann vera undirhaldandi sum ein heil skaldsøga, full av áhugaverdum karakterum og hendingum og mostrum.

Min moster Judith havde de største patter
runde som antennekupler
tog imod beskeder fra hunløver
ørkenrotter
sæler der muntert springer over breddegraderne
en lykkelig paddedyrsforening
med Judith på præsidentposten...

(s.25 í Smukke fejltagelser)

Summar av felagsyrkingunum ljóða meira av Jóanesi Nielsen enn Peter Laugesen, t.d. tann um sangarinnuna miklu í Savage Rose.Yrkingin hevur heitið Ugganarorð:

Eg væntaði at Anisette brotnaði
tá hon misti mannin
ella eldur kom í hana
undir hasum øgulig hárburðinum
kann alt henda.
Møguliga fóru starar at elta hana
hildu hana vera ein mjáan mammupíl rýmdan úr skógini.
Kanska fór okkurt veingjað beist at leingjast eftir hennara føgru
gimsteinaeygum
lata onkrum høvdingafugli tey sum prýði um hálsin.

Tá hon syngur um veturin
skilja glerpípurnar at yndisleikin er stokkutur.
Vársangurin fær løstaðar harrar at raka skeggstaparnar og lata
seg í reina skjúrtu.
Junirøddin ber av.
Áh! Eg elski hennara kviku dansandi føtur
støvið undan iljunum rekur gjøgnum lukkuligar býarnætur
fær skraddarans kviku hond at baldýra rósur á slitin pløgg.

Eg trúði at hon brotnaði tá maðurin doyði.
Tað gjørdi hon helst eisini.
Sum tey flestu er hon sett saman við lími, teymum og teknistiftum
ein skroypiligur figurur
við eini rødd sum knúsar glas.
(s.47-48 í Smukke fejltagelser)

Hugtakið Sufisma verður brúkt um islamska mystikk og spiritualitet, sum snýr seg um takksemið menniskjans mótvegis Allah. Ein tann besta yrkingin í bókini er ein felagsyrking hjá Laugesen & Nielsen. Hon eitur SUFI og tað er ikki til at siga hvussu nógv hon hevur við sufismu at gera, men í øllum førum snýr hon seg um minnið um eina spirituella og sera gløgga mostir:

Mostir stendur í dýrd úr eini aðrari tíð.
Hon sær eggini hjá sniglunum.
Tey liggja undir steininum og piprast
í anarkisins drúgva vetri.

Hví byggja kirkjur, sigur mostir,
á tí vakra steininum tú finnur.
Lat hann liggja.
Lat hann syndra sandrákið í vindinum.

Peter Laugesen og Jóanes Nielsen: Smukke fejltagelser.

62 síður, 129 kr . Forlaget Torgard.
(KP)

Monday, August 29, 2011

Jóhan Martin Christiansen í Copenhagen Contemporary


Hósdagin byrjar Kopenhagen Contemporary, sum snýr seg um samtíðarlist í Keypmannahavn og I Byen sektiónin av Politiken hevur spurt seg fyri hjá Torbjen Zendt, blaðstóra á listaportalinum http://www.kopenhagen.dk/, sum úr mongdini av listarligum hendingum hesar dagarnar viðmælir fimm framsýningar/performance osfr. Tann eina er sýnisgluggaframsýningin hjá Jóhan Martin Christiansen, sum fær góð orð við á vegnum. Jóhan Martin er ein av okkara heilt fáu installatiónslistafólkum. Hann skrivar av og á greinar á http://www.kopenhagen.dk/

Torben Zendt skrivar um hann:

Jóhan Martin Christiansen er helt ung og uden karriere, men det tror jeg, han får. Han er fra Færøerne, går på kunstakademiet i Malmø og bor her i København. Og så udstiller han på Fifth Floor i Istedgade, som næsten kun udstiller værker af akademielever. Han laver installationer, hvor han stiller forskellige objekter og materialer sammen som en slags små materialedigte. Det er ret poetisk. Det kan være en plakat med Blondie, der er rammet ind på hovedet og læner sig op ad en grøn mælkekasse med en kassettebåndoptager ovenpå. Jeg synes, han repræsenterer noget nyt i installationskunsten, som skildrer materialets poesi. http://ibyen.dk/kunst/guide/kunstguideartikler/ECE1372099/guide-her-er-fem-kunstoplevelser-du-ikke-maa-misse/

Tíðindaskrivið hjá Jóhan Martini:

Self-Portrait in Very Dark

an exhibition by
Jóhan Martin Christiansen
at FIFTH FLOOR Opening 2nd of September 2011, 17-20 pm

Selvportrættet kan betragtes som en slags perversitet; en perversitet som har sin oprindelse i det skizofrene. Fascination af det skizofrene er pervers, derfor er selvportrættet skizofrent.

Det kan aldrig siges med sikkerhed at perversitet er et selvportræt, kun hvis man antager at det er en perversitet, eller at det erklæres som perverst.

Dette er ikke logik, det er et selvportræt. Et eksakt selvportræt. Så hvis et billede ikke er en lyd, så er en båndafspiller heller ikke lyd. Og horisonten er derfor opløst.

The Exhibition runs from 2nd to 30th September 2011
Thursday & Friday 15-17 pm
Saturday 14-17 pm or by appointment



(KP)

Sunday, August 28, 2011

Tey ungu í Focus


Áhugin fyri list er stórur millum føroyingar, ikki minst millum ungar føroyingar. Framsýningin "Innrás" í Müllers Pakkhúsi í fjør gav ein varhuga av, at vit eiga eitt ungt ættarlið, sum telir fleiri góð listafólk og tær tríggjar framsýningarnar í Galerie Focus við ungari list staðfesti enn einaferð henda varhuga. Tey trý listafólkini eru sera ymisk og teirra listarliga bakgrund og støði er eisini ymiskt. Silja Strøm er helst tann, sum er búnast listarliga sæð, sjálvt um hon bara er 24 ára gomul og hon er eisini tann best útbúna av teimum trimum. Men listavegurin kann vera fjølbroyttur. Bøkurnar hjá Bárði Oskarsson um m.a. ein hund, eina kettu og eina mús eru einki minni enn genialar.

Tær tríggjar framsýningarnar í Galerie Focus vardu bert fáar dagar. Hetta var alt í verðini ov stutt, eins og gallaríið í Lambagerði jú ikki liggur eins væl og sentralt fyri sum tað gjørdi fyrr. Vit seta inn nakrar myndir frá framsýningunum í Fokus hjá Bárði Oskarsson, Silju Strøm og Bárði Dal Christiansen. Báðar tær fyrrnevndu framsýningarnar vórðu ummældar her á blogginum:
http://listinblog.blogspot.com/2011/08/fremmandgjrdir-fablar-i-fokus.html og http://listinblog.blogspot.com/2011/08/kenslan-hja-bari-oskarsson-fyri-graum.html

Bárður Dal Christiansen hevði ta fínu myndainstallatiónina omanfyri við á Ólavsøkuframsýningini í fjør. Hansara myndir sýna áhuga fyri grafitti, street art og teknirøðum. Tey ungu listafólkini tykjast trívast sera væl við pappírslistini og Bárður Dal Christiansen er einki undantak. Hansara pappírsmyndir skara framúr, men myndirnar, sum eru teknaðar og málaðar á pappeskjupapp fungera somuleiðis sera væl. Hann fær serliga nógv burtur úr teimum myndunum, sum spenna seg út í stílsligum mótsetningum millum klassiska, væl úr hondum greidda persónstekning og eitt teknirøðkent universi, har orð og tekning eru kombinerað og tøkni tykist eitt sindur skramblut, merkt av underground, antin tað snýr seg um tusj á pappír ella máling og spray á papp og betong.





















(KP)

Saturday, August 27, 2011

Skapandi dagur í Norðurlandhúsinum

Í síðstu viku vóru næstan 300 nýggir studentaskúlnæmingar í Norðurlandhúsinum saman við lærarum frá skapandi lærugreinunum: filmur og sjónvarp, leiklist, tónleikur og evning. Støðið undir skapandi degnum var framsýningin ”Kosmisk Sömngångare” í Norðurlandahúsinum. Framsýningin er við svenska listamanninum, Jan Håfström, og danska listamanninum, Knud Odde. Á framsýningini eru myndir, tónleikur, filmur, framførslulist og yrkingar.


Eftir rundvísing á framsýningini, skuldu hvør flokkur gera eitt heildarlistaverk, har bæði sjón og hoyrn eru partar. Norðurlandahúsið lovaði atgongumerki til konsert við Eivør til tann flokkin, sum skapaði besta verki.

Framsýningin í Norðurlandahúsinum hevur opið ein viku aftrat so tað er við at vera síðsti kjansur at síggja hana. Her er vinnarafilmurin hjá 11A.


Friday, August 26, 2011

Skapandi dagur í Norðurlandahúsinum


Í síðstu viku vóru næstan 300 nýggir studentaskúlnæmingar í Norðurlandhúsinum saman við lærarum frá skapandi lærugreinunum: filmur og sjónvarp, leiklist, tónleikur og evning. Støðið undir skapandi degnum var framsýningin ”Kosmisk Sömngångare” í Norðurlandahúsinum. Framsýningin er við svenska listamanninum, Jan Håfström, og danska listamanninum, Knud Odde. Á framsýningini eru myndir, tónleikur, filmur, framførslulist og yrkingar.

Eftir rundvísing á framsýningini, skuldu hvør flokkur gera eitt heildarlistaverk, har bæði sjón og hoyrn eru partar. Norðurlandahúsið lovaði atgongumerki til konsert við Eivør til tann flokkin, sum skapaði besta verki.

Framsýningin í Norðurlandahúsinum hevur opið ein viku aftrat so tað er við at vera síðsti kjansur at síggja hana. Her eru myndir frá kreativa degnum. Í morgin vísa vit vinnarafilmin.

Myndir: Zacharias Sørensen































Thursday, August 25, 2011

Tóroddur Poulsen lesur yrkingar


Omanfyri sæst fotomynd av nýggja verkinum hjá Tóroddi Poulsen, sum kanska er ein politisk viðmerking inspirerað av, at val er fyri framman. Í øllum førum nevnir hann verkið Loysing ella samband. Í sambandi við Århus Festuge fer Tóroddur at lesa yrkingar í Ridehuset í Århus 4.september. Jón Hallur Stefánsson, Einar Kárason, Ármann Reynisson, Hans Jakob Helms og Jóanes Nielsen fara somuleiðis at lesa upp á sama stað. Sí meira um tiltakið í Århus her: http://www.vildmedord.dk/oplaesning-med-toruddur-poulsen/

(KP)

Wednesday, August 24, 2011

Takk fyri summarlistina

Vit hava av sonnum havt eitt óvanliga aktivt listasummar við óvanliga nógvum og góðum listaframsýningum. Í Steinprenti hevði Zacharias Heinesen eina vatnlitaframsýning og síðan sóu vit grafiska meistaran Marius Olsen í fullum blóma og nú hongur ein fullkomiliga sannførandi framsýning við myndum hjá Hansinu Iversen í Steinprenti. Í Listahøllini á Skipasmiðjuni hevði Anker Mortensen eina fantastiska framsýning. Í Listasavninum hanga frálíkar vatnlitamyndir hjá Mikael Kvium og fyrr í summar var tað Edward Fuglø og honum á baki Tita Vinther, sum sýndu fram.




Í Norðurlandahúsinum hongur enn fína Summarframsýningin við verkum hjá Knud Odde og Jan Håfström. Silja Strøm sýndi fram í Galerie Focus og tað gjørdu Bárður Oskarsson og Bárður Dal Christiansen eisini. Vit takka fyri summarlistina og seta inn nakrar myndir her frá góðum summarupplivingum (listin er als ikki fullfíggjaður!).

Nú gleða vit okkum til heystið, sum eisini fer at bjóða uppá fleiri áhugaverdar framsýningar. Í Listasavninum verða framsýningar hjá ávikavíst Per Arnoldi og Jónínu Guðnadóttir at síggja og í Norðurlandahúsinum og í Steinprenti letur upp framsýningin Klaksvikaffærer við Claus Carstensen. Í Bryggen í Keypmannahavn verður serframsýning við verkum hjá Hanna Bjartalíð. Hetta og mangt annað gleða vit okkum til og ikki minst síggja vit fram til, at hinir mentanarmiðlarnir, In mente hjá Suna Merkistein og Refleksjón við Heina í Skorini koma aftur úr summarfrí.





Anker Mortensen

Elin J.Smith

Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir

Summarframsýningin

Marius Olsen

Kirstin Helgadóttir



http://www.bryggen.dk/default.asp?news=177&Doc=134

http://art.fo/fo/exhibitions_year_2011.php

http://www.nlh.fo/Default.aspx?pageid=17618

(KP)