Friday, August 19, 2011

SNATI


Eldri leikur í nýggjum hami.

Leikárið 2011-2012 hjá Tjóðpalli Føroya er farið ígongd og byrjað verður við einum barnaleiki. Snati kallast leikurin og er hetta eitt gamalt føroyskt ævintýr, sum leikbólkurin Gríma við Súsonnu Tórgarð, Riu Tórgarð og Kristinu S. Hansen skrivaðu um til leik og framførdu í 1994. Nú er hann tikin framaftur og hevur fingið nýggjan ham. Hesuferð eru tað sjónleikarnir Barbara Christophersen og Gunnvá Zachariasen, sum hava endurtulkað ævintýrið saman við Súsonnu Tórgarð, leikstjóra.



Gamalt føroyskt ævintýr.
Ævintýrið um Snata snýr seg um drúgvu ferðina hjá einum drongi, sum fer út í stóru verð, har hann møtir nógvum truplum og vandamiklum avbjóðingum. Hann hittir fólk og verur av øllum handa slag, summar góðar, summar óndar. Drongurin fær arbeiði á sjálvari kongsborgini og stóri spurningurin er, um hann mann fara at vinna prinsessuna og hálva kongaríkið? Eitt stríð um ta ónda og ta góða, um vinaløg, hetjubrøgd, gand, vald, kærleika og lív og deyða. Leikaranir hava úr at gera og fara inn og út úr í minsta lagi 15 leiklutum.

Dukkur frá Marjun.
Í leikinum hendir mangt og hvat, og her er eisini dukkusjónleikur. Handseymaðum dukkurnar hevur Marjun Jóanesardóttir, sála evnað til. Marjun hevur ríkað mangan føroyskan sjónleik við sínum serstøku dukkum og stuttligu búnum. Nú sleppa vit at uppliva tær í hesum leikinum.



Á ferð við Snata.
Snati hevur frumframførslu á Tjóðpall Føroya leygardagin 20. august kl. 17.00 og er ein sýning sunnudagin 21. august 16.00. Skúlar og barnagarðar í landinum hava fingið møguleikan at ogna sær eina sýning, nú skúlarnir byrja aftur aftan á summarfrí. Framførslur verða á Meiarínum og úti á skúlum í øllum landinum fram til 16. september. Møguliga verður leikurin tikin uppaftur seinni í vetur, um onkrir skúlar ella barnagarðar, enn ikki hava ognað sær eina sýning. Snati er ætlaður børnum frá 1. til 4. flokk, umframt elstu børnum í barnagørðunum.

Atgongumerkir fáast við dyrnar 1 tíma undan sýning ella á info@tjodpallur.fo