Monday, February 28, 2011
Bræv frá leiklistaráðnum
Vit bíða ikki bara eftir Godot í hesum døgum. Vit bíða eisini eftir Tjóðleikhúsinum, sum skal vera karmur um virksemið hjá Tjóðpalli Føroya. Tað hevur í seinastu tveimum samgonguskjølunum staðið meira og minni ítøkiliga, at farið verður undir at fáa til vega tjóðleikhús til Tjóðpallin. Fundir hava verið hildnir í hópatali og tilmæli er latið avvarðandi myndugleika.
Hóast hetta, var tað ikki fyrr enn við 3. viðgerð av løgtingsfíggjarlógini fyri 2011 í desember 2010, at fyrsta játtanin varð sett av til ítøkiliga arbeiðið at (um)byggja hóskandi karmar til tjóðleikhús.
Hetta var stórfingin jólagáva fyri Tjóðpallin, serliga tí játtanin kom so óvæntað í endanum á fíggjarlógarviðgerðini. Tað er tó flestum kunnugt, at ein játtan til fyrireikingararbeiði ikki er trygd fyri, at peningur til sjálvt byggiarbeiðið eisini verður játtaður. Vit eru tí nokkso spent at frætta, hvussu leikur víðari fer. Tað er enn ikki komið alment fram, hvørt ætlanin er at seta pening av til bygging av Tjóðleikhúsi á komandi fíggjarlógum.
Í sambandi við verkætlanina SALT er í nú alment staðfest, at umboð fyri fimm av seks flokkum hava gjørt politiska avtalu um at stuðla SALT við eini íløgujáttan á tilsamans 20 mió. kr. undir ávísum treytum. Hendan játtanin skal býtast yvir fíggjarárini 2011, 2012 og 2013. Harafturat er avtalað at lata ein árligan rakstrarstuðul uppá 2,5 mió. kr., tá SALT byrjar sítt virksemi. Hetta er okkum kunnugt eindømi um politiska semju um mentanarligt virksemi.
Vit vilja við hesum spyrja, um tað finst ein líknandi politisk avtala um tjóðleikhúsið, sum enn ikki er komin alment fram. Um ikki, so fara vit við hesum at heita á politisku flokkarnar um at gera eina slíka.
Í avtaluni kundu vit hugsað okkum, at tað kundi staðið nakað soleiðis:
“Til Føroya landsstýri
Fráboðan um politiska støðutakan til at byggja tjóðleikhús
Undirritaðu floksformenn boða við hesum frá, at vit vegna flokkar okkara taka undir við og vilja veita fíggjarligan og politiskan stuðul til at byggja tjóðleikhús til Tjóðpall Føroya.
Løgtingið heimilaði mentamálaráðharranum í 2003 við 27 atkvøðum fyri at seta á stovn Tjóðpall Føroya. Við hesum hava vit fingið ein yrkisleikpall til frama fyri allar føroyingar. Stór menning hevur verið í leikkynstrinum hesi seinru mongu árini, og leikpallurin er komin á eitt nýtt menningarstig, nú Tjóðpallur Føroya hevur fleiri yrkisleikarar í starvi. Ein tjóð við virðing fyri sær sjálvari eigur eitt tjóðleikhús, og tíðin er nú búgvin til at smíða ein karm um hetta virksemið, so Tjóðpallurin fær hóskandi og virðiligar karmar at virka undir, sum tað almenna tekur fulla ábyrgd av.
Vit taka undir við, at Landsstýrið fylgir íløgujáttanini fyri 2011 uppá 5 mió. kr. upp við játtanum á fíggjarlógini 2012 og 2013 við tilsamans 50 mió. kr. Harumframt taka vit undir við, at Landsstýrið økir rakstrarjáttanina frá verandi 4.3 mió. kr. árliga til 5.5 mió. kr. í 2012 og til 7 mió. kr. í 2013. Stuðulin til yrkisleiklist skal samstundis økjast úr 450 tkr til 1 mió. kr. um árið.
Tilsøgnin verður givin við teimum treytum:
- at landsstýrið setir eina bygginevnd við umboðum fyri Mentamálaráðið, fyri Tjóðpallin, fyri Landsverk umframt serkønar ráðgevar á leiklistarliga økinum
- at Tjóðpallurin fær til vega í minsta lagi 20 mió. kr. frá grunnum og fyritøkum
- at flokkarnir regluliga verða kunnaðir um gongdina og verkætlanina”
Tórshavn 28. februar 2011
Vegna Leiklistaráðið
Annika Sølvará, forkvinna
Labels:
Leiklist
Listin at provokera
Damien Hirst
Men provokatiónin er ikki longur hvat provokatiónin hevur verið. Tað hevur víst seg, at tað stórt sæð ikki er nakað, sum provokerar okkum longur við undantak av djórapínslu, sum sær út til at kunna provokera rættiliga nógv fólk. Men annars eru vit so mikið herd, at nógv skal til fyri at provokera okkum. Vit hava heilt einfalt vant okkum við, at listin vil provokera og tí provokerar listin ikki longur.
Tað er sjálvandi altíð ein møguleiki hjá neyðars listafólkinum at provokera minoritetir - tað er til dømis lætt at provokera religiøsar minnilutar; stikk ein kross niður í ein hundalort, so skuldi tað verið orðnað. Men spurningurin er, hvørt hetta er áhugavert. Er provokatiónin í sær sjálvum eitt listarligt endamál í dag? Hevur provokatiónin enn nakað at týða fyri menningina av listini? Tørvar okkum provokatiónina til tess at flyta okkara mørk og blíva rørd av listini?
Provokera hesar myndirnar tykkum?
Tracey Emin
Nicolai Weiss Neumann
Dennis Agerblad
Ole Wich
Marina Abromovíc
Christophe Huet
Sam Jinks
Marco Evaristti.
Jørgen Haugen Sørensen
Jürgen Teller
Surrend
Pete Doherty
Bjørn Nørgaard
Paul McCarthy
Manzoni
Orlan
(IS)
Sunday, February 27, 2011
Innlit í SALT
Fjølmiðlarnir hava alla síðstu viku roynt at fingið innlit í rakstrarfíggjarætlanir fyri SALT, men ein avtala millum landsstýrið og verkætlanina SALT hevði við sær, at miðlarnir ikki kundu fáa innlit í tilfarið, sum verður lagt fyri tingið í komandi viku. Listin hevur nú fingið innlit í hetta tilfarið. Tað, sum hevur okkara størsta áhuga er hvørki politiska spælið ella fíggjarliga botnlinjan, men innihaldið. Vit vita alt ov lítið um hvat verkætlanin inniheldur, hvat fyri pláss tað stóra mentanarhúsið skal fylla í samfelagnum og hvørjir tankar ligga til grund fyri risaverkætlanini. Umframt at SALT stendur fyri Samtak Altjóða List og Tónleik er almenna vitanin um hesa verkætlanina, sum hevur fingið nógvan danskan kapital til landið, sera avmarkað.
SALT fer at húsast í risastóru saltsiloini á Drelsnesi á Tvøroyri og skal rekast av einum grunni, ið fær heitið Saltsilogrunnurin. Endamálið við Saltsilogrunninum eru lýstar í viðtøkunum, at hann skal: “eje, bevare og drive kulturhuset Saltsiloen, og i den forbindelse at gøre saltsiloen tilgængelig for kunstnere og den interesserede offentlighed, både af hensyn til kulturen og til fremme af turismen. Fonden skal virke til gavn for færøsk kulturliv og internationalt samarbejde med færøske og udenlandske kunstnere. Saltsiloen skal i overensstemmelse hermed virke som koncerthus og kunstgalleri med internationalt sigte. Saltsilioen har også en funktion som kulturhus i lokalsamfundet”.
Meiningin er sostatt, at SALT skal gerast ein møguleiki hjá føroyskum listafólkum. Eitt høvi til at hava konsertir, framsýningar atelierpláss, symposiir, framføra leikir ella hvat listafólkini nú kundu ynskt sær. SALT er soleiðis sæð ein tóm skel, sum listafólkini sjálvi kunnu vera við til at definera í mun til innihaldið, eitt slag av spæliplássi, har listafólk og mentanarfólk kunnu dusa sær og vónandi trívast og vaksa. Til hetta endamálið hevur Saltsilogrunnurin gjørt samstarvsavtalur við ymsar partar av mentanarlívinum, Norðurlandahúsið, Tjóðpall Føroya, Musikkskúlan, Tutl Havnar Jazzfelag, Felagið Føroysk Tónaskøld umframt ymisk tónlistafeløg og listabólkar. Ætlanin er, at hesir samstarvsfelagarnar skulu brúka, fylla og menna stórslignu rammurnar, sum bygningurin myndar og skapa virksemi og lív til gleði fyri lokalsamfelagið og landið. Í einum ískoyti til SALT verkætlanina stendur, at tað er “Altafgørende for projektet, at der er et højt, dagligt aktivitetsniveau, således at enhver, bruger eller gæst får en oplevelse når man besøger siloen”.
Hin vegin er SALT ikki bara ein listafólkastýrdur stovnur. Húsið hevur altjóða ambitiónir og ætlanin er, at SALT skal tryggja, at vit fáa altjóða list og tónleik higar til landið, eins og ætlanin eisini er at tryggja altjóða áskoðarar her á landi. Og sigast má, at rammurnar eru til tess. Húsið inniheldur m.a. ein konsertsal við upp til 1000 áhoyraraplássum (2000 standipláss, tá stólarnir verða tiknir burtur), men tilfarið, sum vit hava fingið, sigur ikki púra greitt hvussu stórar tær altjóða ambitiónirnar eru og hvussu tær skulu gjøgnumførast. Sannlíkt er, at burtur av árligu rakstrarætlanini uppá 4,5 milliónir krónur verður ein partur brúktur til setan av verkætlanarleiðarum, men tætta samstarvið við Norðurlandahúsið fer helst eisini at veita okkurt hesum viðvíkjandi. Tað er als eingin ivi um, at altjóða parturin fer at vera ein javnbjóðis stór ella størri avbjóðing enn tað at skapa dagligt lív og virksemi fyri lokalsamfelagið. Tað verður ein avbjóðing at finna ein form har tað listafólkastýrda kann sameinast við altjóða sjónarmiðið og drúgføra arbeiðið, sum er forbundið við altjóða samstarv. Sambært Ólavi Rasmussen, stýrisformaður fyri SALT er arbeiðið við at skapa ein kláran profil fyri mentanarhúsið nakað, sum hendir so líðandi í samráð við listafólk og mentanarstovnar her á landi. Tað verður sera spennandi at fylgja við í hesum arbeiði og helst størsta uppgávan, sum nakrantíð er sett føroyska mentanarlívinum.
Niðanfyri eru nøkur av skjølunum, vit hava fingið innlit í, m.a. viðtøkur, virksemisætlan, fíggjarætlan fyri bygging og rakstur umframt pappírini, sum táverandi fíggjarmálaráðharrin Jóannes Eidesgaard undirskrivaði við lyftinum um at stuðla verkætlanina við 20 milliónum krónum. 20 milliónir krónur eru longu komnar frá Mærsk Grunninum, 18 milliónir frá danska statinum og stríðið stendur nú um tær síðstu 20 milliónir, sum tað í grundini fyriliggur ein undirskrivað avtala um. Óansæð hvat og hvussu má tað sigast at vera eitt satt bragd, at Ólavur Rasmussen hevur megnað at fáa til vega eina tílíka risaupphædd.
Vit hava valt at almannakunngera stórt sæð alt tilfarið, sum løgtingið nú fer at viðgera í sambandi við eina heimildarlóg, tí vit halda, at bæði fíggjan, men serliga innihaldið í hesi verkætlan eiga at vera viðgjørt og diskuterað. Sjálvar vilja vit í fyrsta umfari lata skjølini tala fyri seg, men sjálvandi eru óteljandi spurningar, sum skulu setast í hesum máli. Mentanarstovnar eru bæði torførir og viðkvæmir at fást við. Teir skulu bæði gleða og bjóða fólkinum av, eins og teir aftur og aftur skulu megna at formidla teirra egna rætt til at vera til. Stóri spurningurin, sum svar skal finnast á komandi tíðina er: Megnar SALT hesa stóru uppgávuna?
Myndirnar kunnu forstørrast, um tú klikkir á tær og lat so kjakið um SALT byrja
Innihald
Bygningurin
Projekt SALT – Drelnes, Tvøroyri. Arkitektonisk beskrivelse
Placering: Beliggenheden i Drelnes omtrent midt på Suderø i centrum af den trafikale infrastruktur, vil virke fordrende for kulturkatedralens virke og sammen med at færgeforbindelsen blot ligger få minutters gang derfra, vil endvidere tiltrække besøgende fra resten af Færøerne. Endvidere vil placeringen på havnen give mulighed for at sejlskibe og motorbåde kan lægge til kajen eller en bådebro af træ umiddelbart nedenfor kulturhuset således, at der bliver en direkte adgang til huset fra søen.
Adkomsten til Siloen er fra hovedvejen syd for bygningen ved en nedkørsel, som leder de kørende til en parkeringsplads og de gående til nordgavlen, hvor hovedentreen befinder sig. Visionen Hovedanslaget i disponeringen af Saltsiloen i Drelnes har været, at bruge siloens store volumen til kunstmuseum, konsertsal, drama/teater og lokalt kulturhus. Vi har set muligheden i at bruge hele rummets højde og drøjde i ét stort rum, hvor ovennævnte aktiviteter kann foregå. Hermed fås fuld oplevelse af rummets dramatisk fasinerende form, som er udtrykt i insitubetonstøbte parrabelbuer, som med majestætisk ro rejser sig i op til 16 meter over gulvet og afslutter rummet på en harmonisk måde. Det er visionen, at dette rums udtryk søges bevaret og vil blive forstærket af de kunstneriske aktiviteter, som vil vekselvirke med rummets spændstighed.
Form og funktion: Som vist ovenfor, er det i hovedsagen saltsiloen, der skal rumme selve den udadvendte hovedaktivitet. Indgangen bliver fra nordsiden ud imod vandet, der er her anlagt en træterrasse, som skal være forbindelsen mellem Siloen og bådebroen. Her fra nordenden af Siloen, skal den besøgende kunne beskue rummet i al dets pragt, og her bliver entreen med garderober og toiletter, og i umiddelbar nærhed er der anlagt en foyer med mulighed for at få lettere anretningar. I dette område er der mulighed for mindre kunstudstillinger eller evt. faste opstillinger af udstillinger i forbindelse med f.eks fiskeri m.m. Længere inde i Siloen er der anbragt flytbare siddepladser i telescop tribuner, der kan bliver fjernet, når der er udstillingar, forelæsninger eller lignende.
Fíggjarætlan
Landsstýrið játtar verkætlan SALT 2,5 mió. kr í árligum rakstri.
Tvøroyrar kommuna játtar at lata 2 mió. kr árliga í rakstrarstuðli.
Tilsøgn um stuðul
(IS)
Labels:
list og samfelag,
Listaátøk
Vit fara...
Meðan vit bíða eftir Godot
Í 80´unum var eg við í kórinum Cantus Borealis, sum tveitti meg út í nógvar áhugaverdar verkætlanir. Einaferð framførdu vit eitt verk hjá Sunleif Rasmussen, sum var ein tónlistarlig tulking av eini yrking hjá Steinbirni B. Jacobsen við heitinum "Eg og sólin". Hon snúði seg um alt tað, sum er, um sólina, fjøllini og stjørnurnar og so okkum, sum eru farandi frá tí stund vit koma úr móðirlívi. Meðan ein helvt av kórinum sang "Stjørnurnar eru", sang hin helvtin "Vit fara" meðan vit spakuliga spákaðu av pallinum í Norðurlandahúsinum. Hetta var ein sera einføld dramatisering, men hon virkaði sterk fyri mítt unga sinni, bæði tí hetta var so óvanligt í kórhøpi, men eisini tí, at hetta var ein konkret lýsing av tí abstrakta deyðanum.
Í leikinum Meðan vit bíða eftir Godot ætla teir alla tíðina at fara, eins og tað fleiri ferðir verður staðfest, at vit fara, men ikki beint nú, tí nú bíða vit eftir Godot. "Tað passar" sigur Estragon og tað sigur hann heilt øgiliga ofta í leikinum meðan hann sær alt meira vónleysur út. Eg ivist í um eg nakrantíð havi sæð nakað, ið snýr seg so nógv um deyðan sum tað, eg upplivdi í Tjóðpallinum í gjárkvøldið. Lívið er ein meiningsleys røð av endurtøkum, bíðan og stúran og tað einasta sum er púra vist er tað, at vit skulu doyggja. Hetta ljóðar rættiliga tungt og dapurt og tað haldi eg eisini, at leikurin er, men hann er eisini nógv annað enn tað.
Meðan vit bíða eftir Godot inniheldur eitt sattt ríkidømi av listarligari dýpd, sum manifesterar seg á fleiri økjum. Fyrst og fremst er bókmentaliga góðskan og tyngdin ómótsigandi, men eisini ljóð og scenografi hava stóran týdning. Pallmyndin er at síggja til rættiliga einføld við einum træstubba, sum næstan sær eitt sindur heimagjørdur út og sum at byrja við ørkymlar við sínum einfeldi. Sterki, lýsandi blái (guli, reyði, grøni og alt møguligt) fýrkanturin í bakgrundini minti meg á verkini hjá Tróndi Patursson og fekk meg at hugsa um ikki tað hevði verið fantastiskt, um Tróndur Patursson var sloppin at gera pallmyndina - jú tað hevði tað. Men pallmyndin fungerar. So við og við sum leikur fer, ljósið broytist og áskoðarin verður drigin inn í spælið, er tað sum um, at lítli træstubbin gerst meira og meira óhugnaligur. Brádliga minnir hann um ein uppøstan fingur, sum ákærandi peikar móti himni og eg komi í takar um deyðadómsmyndir í miðaldar- og renesansulist, har Judas altíð hongur onkrastaðni og dinglar í einum berum træstubba. Ljóðið er sett saman av náttúruljóðum av vatni, vindi og fuglum og so tónleiki, sum á áhugaverdan hátt spælir undir og viðmerkir dapru og absurdu hendingagongdina í leikinum. Í fyrstani hoyra vit eina skroypiliga, vakra dreingjarødd (Dánial Berg) syngja eitt ørindi av "Tíðin rennur sum streymur í á" og onkuntíð er tað onkur, sum floytar eitt brot úr einum øðrum sálmi, nevniliga "Harra Guð, títt dýra navn og æra". Og jú, religiøsar grundanir eru sanniliga eisini týdningarmikil partur av hesum kompleksa leiki.
Leikurin er heilt ómetaliga væl spældur, teir báðir høvuðsleikararnir, Hans Tórgarð og Annfinnur Heinesen fremja eitt satt bragd í tulkingini av teimum báðum Vladimir og Estragon, sum eru einastu heilstoyptu persónarnir í leikinum og sum verða lýstir eymliga, skemtiliga og syrgiliga. Hinir leiklutirnir verða somuleiðis sera væl leiktir, drongurin Eiri Holm og Bárður Persson, sum av sonnum er gudommiligur sum hin eirindarleysi Pozzo, valdsharrin, ið er fullkomiliga bundin og treytaður av træli sínum, sum hinvegin sjálvur bara livir fyri at bera byrðuna. Absurdi trælafigururin, Lucky hjá Hjálmari Dam er somuleiðis væl raktur, sligin í herðunum, bleikur og órímiliga rak við bleiktum bundesliga-hári, men hesir figurarnir eru meira tveydimensjonalar typur og symbol enn verulig menniskju. Nettupp har er leikurin serstakliga áhugaverdur, tí hóast teksturin er rættiliga absurdur, so hevur Eyðun Johannesen valt eina lutfalsliga realistiska leið, sum hevur við sær, at tað menniskjaliga er í fokus allatíðina. Samstundis hevur hann saman við scenografinum lagt nøkur áhugaverd órealistisk tableau inn í leikin við tilsipingum til "Skrik" hjá Edvardi Munch.
At bíða eftir Godot er ein leikur, sum arbeiðir í áskoðaranum langa tíð eftir, at hann ella hon (tí eg sipi sjálvsagt til meg sjálva) er komin heim. Áskoðaraplássini á okkara minitjóðpalli vóru fullsett og í hesi uppsetingini snýr tað seg um smáar 75 áskoðarar, sum nutu heiðurin at uppliva frumsýningina. Í steðginum vóru fólk eitt sindur hugsunarsom og still, ella vóru tað mínir egnu tankar, ið vóru tað. Ein hugtikin áskoðari úr Klaksvík helt avgjørdur fyri, at tá hann hevði sæð Kirsuberjagarðin helt hann, at nú var Tjóðpallurin komin upp hagar hann rakk, "men so pínadoyð um hann ikki allatíðina røkkur longri". Eg eri púra samd við klaksvíkinginum og vil hervið mæla øllum at fara til "Meðan vit bíða eftir Godot". Ein leikur, sum ger okkum klókari uppá okkum sjálvi og stokkutu tilveruna. Her eru nógvar frálíkar kreftir uppá spæl. Tað eru Jette Hoydal og Gunnar Hoydal, ið hava týtt franska upprunahandritið hjá Samuel Beckett. Mikkjal Helmsdal hevur í leikskránni sera áhugaverdar samrøður við fólkini handan leikin, sum standa at lesa á heimasíðuni hjá tjóðpallinum. Jón Mc Birnie og Kim Hansen hava gjørt tónleikin, Pól Skarðenni gjørdi træið, Árni Baldvinsson gjørdi ljós og Manfred Blaimauer gjørdi scenografiina, umframt mong onnur, ið eru nevnd í leikskránni. Tøkk fáið tit øll fyri upplivingina. Vit fáa vónandi eitt ordiligt ummæli á listabloggin í næstum. Samrøður og kunning er at finna á heimasíðuni hjá tjóðpallinum http://www.tjodpallur.fo/
(KP)
Subscribe to:
Posts (Atom)