Monday, January 17, 2011

INNBERÆTTNINGAR FRÁ EINI REISU...

-útí hugflog og kreativitet og áræði.





Eftir Hans Tórgarð

Eftirhondini ber ikki til at siga at “nýggir føroyskir yrkisleikbólkar hanga ikki á trøunum,” tí talið sær út til at økjast í heilum. Men tað merkir ikki at nýggir bólkar ikki eru vælkomnir. Og serliga um teir velja, sum seinasti sprotin, at ganga øðrvísi vegir enn tað vanliga.

“DetFærøscheCompagnie”, nýggjasti føroyski yrkissjónleikarabólurin, hevur júst lagt – ikki síðstu, men at kalla fyrstu hond á nýtt føroyskt upprunaverk.

“Indberetninger fra en rejse udi Færø” hevði frumsýning leygarkvøldið. Men tað merkir ikki at verkið er liðugt, og klárt at serverast. Hetta er ikki ein liðugt innpakkað vøra, til áskoðaran at konsumera. Nei, hetta er bara byrjanin. Verkið er gjørt til at vaksa og mennast og økjast, eitt “work in progress” sum verður sýnt fram sum tað tað er: Ein møguleiki hjá okkum at sleppa at lúra inn í verkstaðin. Bara tann tankagongdin er longu nakað nýtt, tí eftirhondini hava vit vant okkum við hugtakið “framførsla” og hava lært okkum at konsumera ta lidnu vøruna, sum verður løgd fram fyri okkum.

Forbrúkaramentaliteturin kennist tó langt vekk tá tú kemur inn í heimin hjá “DetFærøscheCompagnie.” Einki er tað, tað sær út til at vera, einki verður tikið fyri givið, og eingin veit hvat hann kann vænta sær, tí einki er liðugt, alt er í menning.

Til alla lukku hava tey í bólkinum eisini verið so mikið klók at tey hava fortalt okkum hetta áðrenn, so vit forvænta ikki nakað “liðugt”, vit forvænta at síggja eina organismu í menning, eitt innblikk í eina prosess.

Tað paradoksala er so sjálvandi, at við tí vitan so kennist verkið kortini heilskapað. Gamaní, har manglar bæði byrjan og endi, men bulurin er har, og hann er haldbarur.

Allar traditiónir og forvæntningar, fólk kundu hugsast at havt til eina “Teaturframførslu” hava tey í bólkinum valt at sæð stórt uppá: Her liggur ikki nakað liðugt skrivað handrit aftanfyri, her verður ikki tikið atlit til prosaisk ting sum “dramaturgi” ella “sjangru.”

“Sjónleikur” kann mann kanska kalla tað, um mann øgiliga gjarna vil seta sjangru-navn á, onkur vil kanska heldur rópa tað “Performance” og onkur annar “Installatión” – men tað er alt líkamikið. “DetFærøscheCompagnie” hevur skapt eitt verk sum dugir at standa á egnum beinum, uttan at noyðast at hava eina sjangru at styðjað seg til. Hetta er eitt vilt eksperiment, har øll elementir eiga líka stóran rætt. Innihaldið eru søgur og sagnir, men tað eru ikki bara orðini sum sleppa at ráða. Tónleikurin, pallmyndin, ljóðið og ljósið, eins og rørslur og dansur, eru forteljandi elementir eins nógv og orðini. Og tað er júst í hesum tey eydnast so ótrúliga væl: at geva øllum elementum líka stórt pláss, og lata øll vera forteljandi.

Konseptið er einki avgjørt. Eitt sindur abstrakt, eitt sindur absurt, eitt sindur klikkað, eitt sindur av hvørjum. Og styrkin í sýningini er serliga tann, at einki er hundrað prosent sikkurt. Tú veitst ongantíð hvønn veg tað ber.

Fýra forteljingar, sum tey hava savnað saman frá ymsum heimildarfólki, eru valdar út til sýningina. Tær eru allar ymiskar í lyndi og skapið og framførsluhátti. Onkustaðni sleppa orðini at ráða, aðrastaðni er myndamálið mest frammalaga. Onkustaðni er tragikkurin í hásætinum, aðrastaðni ræðusøgan og so aftur aðrastaðni reinur komikkur.

Tað eru Kjartan Hansen og Kristina Sørensen Ougaard sum skiftast um allar leiklutirnar. Tey spenna vítt, bæði, bera persónarnar gjøgnum søgurnar uppá ymsar mátar. Onkuntíð við teksti, onkuntíð við rørslum, onkuntíð við klovnaríi, onkuntíð við tragediu, men allatíðina við eini øgiligari orku og øgiligum yvirskoti. (Og Kristina eigur heilt vist tað stuttligastu ímyndina av Nólsoyar Páll sum eg nakrantíð havi sæð!)

Tey eru bæði tvey øgiliga sterkir og fascinerandi leikarar, ella performarar, ella hvat tú nú skalt kalla tey. Í øllum førum, so er tað ringt at fáa eyguni av teimum; tey fascinera áskoðaran við síni nærveru og síni orku og sínum fysiska hegni. Tekniskt eru bæði tvey so at siga perfekt, men kenslurnar liggja heldur ikki eftir.

Tað merkist sjálvandi, at tey hava verið við til at skapa sýningina og hava ikki verið amboð í hondunum á einum leikstjóra ella konseptualisti. Og tað at tey eiga sín part av hugskotinum og konseptinum ger sítt til at tey føla seg heima í tí, og kunnu levera fult út.

Afturat teimum kemur frásøgurøddin hjá Búa Dam, sum eisini dugir at fascinera og fanga lurtaran/hyggjaran. Tónleikarin sum frásøgufólk er eitt konsept sum Búi hevur dyrkað leingi, og sum hann dugir. Rytman í tekstinum hevur líka nógv, ella kanska meir at siga enn sjálv orðini. Og á onkran hátt ger hetta tekstin lættari, lætt tilgongiligan og lætt skilligan.

Búi og Jens L. Thomsen eiga ávíkavíst tónleikin og ljóðmyndina – men tað er ringt at siga hvar annað steðgar og hitt tekur yvir . Ljóðini og tónleikurin flóta innyvir og rundanum hvørtannað, sum ein livandi organisk vera. Báðir menn eru á pallinum saman við leikarunum og spæla saman við teimum; tónleikurin og ljóðið eru ein livandi partur av framførsluni. Effektirnar, ið verða nýttar, eru imponerandi virkningsfullar: Ljóðið av eini sigarett, forstyrkt nakrar hundrað ferðir, koreograferað perfekt til rørslurnar hjá leikaranum, geva tær kensluna av at nærmast koma inn undir húðina á persóninum. Einkult, men fantastiska effektivt.

Tað er ikki fyrrenn aftaná tú hevur hugsað um tað eina løtu, at tú skilir hví heitið “Indberetninger fra en rejse udi Færø” er so væl valt. Stórsti parturin av søgunum hjá teimum eru ikki úr bókini hjá Svabo, men frá øðrum heimildum, so hví Svabo skal eiga heiðurin er ikki skilligt beinanvegin.

Men sjálvandi: Hetta eru fólk, sum, eins og Svabo, fóru uttanlands at læra; nomu sær kunnleika og vitan, og valdu (eins og Svabo) at brúka ta vitanina og tann kunnleikan her heima; tey vendu (eins og Svabo) aftur til sínar røtur fyri her at finna ta góðu søguna, ta søguna sum bara bíðar eftir at blíva fortald, ta søguna, sum vit øll kenna, men hava annaðhvørt gloymt ella ikki vilja hoyra, tí hon er for nógv hetta ella for nógv hatta: Innavl, svaklig religión, dráp fyri persónligan vinning, bygda-originalar, tann síðan av føroyskum mentaliteti sum vit helst vilja gloyma og begrava. Men (eins og Svabo) duga hesi fólkini at taka evnini upp við einum øgiligum kærleika til sínar røtur, einum stórum, men samstundis kompromisleysum kærleika, sum (eins og Svabo) ikki vil krógva nakað, men heldur ikki fordøma nakað.

Tað er tað einasta tey (eins og Svabo) vilja siga, og tað er tað tú situr eftir við aftaná lokna sýning: Soleiðis eru vit. Uppá gott og ilt.

Sum sagt, so er verkið alt annað enn liðugt. Tað er nústaðni byrjað. Og ein má bara vóna at DetFærøscheCompagnie heldur fram við síni gransking, og gevur okkum fleiri upplivilsir áðrenn tey rýma av landinum aftur. Avbjóðingarnar eru sjálvandi størri og fleiri uttanlands, men vit hava sanniliga eisini brúk fyri teimum her.