Tuesday, January 25, 2011

Hugans landsløg


Bárður Jákupsson í Listahøllini


Sunnudagin 23.jan læt upp stór serframsýning hjá Bárði Jákupsson í Listahøllini á Skipasmiðjuni í Havn. Tær 66 myndirnar eru allar haldgóð prógv fyri hvussu dugnaligur málari, Bárður Jákupsson er. Bárður Jákupsson er ein sannur málaramálari. Her er einki konsept, eingin stúran um málarídeyða ella djúptøkar hugsanir um torgreidd listaástøði. Hetta eru málningar her og nú, bornir fram av ítøkiligari oljumáling, sum í fýrisligum, - stundum breiðum,  - stundum fínligari pensilsstrokum ganda fram hugans stórbæru landsløg.

Í fleiri av sínum mongu tekstum um føroyska myndlist kemur Bárður Jákupsson inn á eina franska litkenslu, sum í grundini ikki tykist heilt fremmand í summum av hansara egnu myndum. Í einstøkum førum minnir litavalið eitt sindur um tað hjá Georges Braque. Í mongum av myndunum annars spæla bjartir spektrallitir saman við mótsetningslitunum; gult og violett, orange og blátt osfr.

Hóast Bárður Jákupsson er farin um pensiónsaldur, er tað einki við framsýningini, sum fær teg at hugsa um ein mann, sum er ávegis at leggja frá sær. Bæði málningar og akvarellir tykjast bera boð um skúmandi framfýsni, merkt av einum øgiligum yvirskoti og áræði.

Tá tú trínur inn í Listahøllina ivast tú onga løtu í hvør tað er, sum sýnir fram, tí Bárður líkist sær sjálvum í teimum fýrisligu, spektrallittu og rytmisku landslagstulkingum, har eisini teir ríku jarðlitirnir hava sín stóra leiklut í abstraktum lýsingum av klettum, haga og havi.





Á framsýningini hanga tvær velduga stórar, samansettar myndir, sum eru framúrskarandi uppá allar mátar og sum í bygnaði og kompleksiteti minna eitt sindur um tær stóru, seinnu kompositiónirnar hjá Ingálvi av Reyni. Litirnir eru sjálvandi øðrvísi og formar, strok og blettir siga so mikið sum, at vit eru stødd við eina klettastrond, ið brýtur seg niður í havið. Hetta eru ikki realistisk landsløg, men meira eins og opinberingar av landsløgum, ella Hesperiskar strendur, sum Bárður Jákupsson einaferð nevndi nakrar av myndum sínum við einum poetiskum, grikskum hugtaki. Monumentalu myndirnar krevja sítt bæði av rúminum og av áskoðaranum, ið má skoða verkið eina góða løtu til tess at fáa alt við, tí myndirnar eru sum áður nevnt kompleksar og bygnaðurin tykist umbroytast meðan tú hyggur. Fyrst sært tú kanska bara ein óskipaðan meldur av hesum m´unum, -temum kvikligu m-formaðu strokunum, sum onkur skemtari hevur samanborið við Mcdonalds logoið, men rættiliga skjótt er tað eins og myndaflatin í eyganum savnast til avlangar lindir, ið skjóta seg á skák niðureftir í rútmiskum rørslum, meðan ymsir formar stinga seg fram í myndarúminum, t.d. ein dagar ein ljósagulur rundingur undan vinstrumegin ovarlaga í myndini. Bygnaðurin líkist hinari myndini, men litirnir eru bjartari og heitari. Bládýpið tónar djúpblátt saman við ísnandi havgrønum og upp í móti gløða heitir gulir og reyðir litir. Samstundis sum myndevnið kann fatast sum ein klettastrond, er lýsingin rættiliga abstrakt. Okkurt ævintýrkent er yvir hesi myndini, ið er átøk eini dreymasjón, ella einum dreymaslotti.

Til upplatingina vóru nógv fólk og har í millum sóust eisini fleiri umboð fyri almennar stovnar, listasøvn o.t. So er at vóna, at onkur teirra hevur dirvi og ráð at keypa eitt av teimum stóru verkunum, ið hava uppiborið at hanga væl til gleði og gagns fyri okkum øll.
(KP)