Friday, July 20, 2012

Eygnapúff í Havn



Fleiri standmyndir eru settar upp í Havn seinastu árini. Við onkrum einstøkum undantaki eru hesar standmyndir ikki væl eydnaðar. Standmyndirnar eru í frægasta føri hugnaligar og meinaleysar, men sum heild eru listarligu prýðingarnar í Havn so mikið ivingarsamar, at eg loyvi mær at ivast í førleikum Tórshavnar Býráðs til at meta um tílíkar verkætlanir.

Í Havn hava vit eftirhondini so ríkiligt av visuellari órógv, nýggjasta og ræðuligasta dømi eru stadionlampurnar í Gundadali. Sum býurin vaksur, gerst tørvurin á smáum oasum størri og tessvegna er tað frálíkt, at vit hava støð sum t.d. Hoyvíkstjørn, har vit kunnu hvíla eygað. Men tað kunnu vit ikki meir, tá alsamt fleiri eygnapúff verða sett upp í býarrúminum.

Eg eri fullvæl greið yvir, at allar verkætlaninar eru væl meintar og at fólkini, sum  hava gjørt tær,  hava roynt teirra allarbesta, men tað er bara ikki nóg gott og her finnist eg als ikki at teimum kreativu fólkum, sum hava gjørt standmyndirnar, eg finnist at vantandi professionalismu í Føroya størstu kommunu, tá tað snýr seg um listarligar prýðingar.

Har er einki galið við gipsmodellini hjá Janusi Kamban av Áarstovubrøðrunum, men tað er djúpt problematiskt at stoypa modellina í bronsu og seta hana á ein bonk/sokkul og við eini glasplátu, sum listamaðurin einki hevur við at gera. Hann doyði sum kunnugt fyri trimum árum síðani. Viljin er góður, men tað er ikki nóg gott. Í 2012 mugu vit kunna krevja eitt sindur av listarligari professionalismu fyri kommunuskattin.

(KP)

Naivi, stirvni veðrurin við Smiðjuna í Lítluvík


Anakronistiska fiskakonan við Skeiva Pakkhús


Partur av einum av dýrastu listprýðingunum í Føroya søgu - meinaleysir og ópersónligir fuglar









Arabisk vika - 5- العربية أسابيع


Introduktión til arabisku vikuna:
http://listinblog.blogspot.dk/2012/07/arabisk-vika.html


Mona Marzouk (1968) fødd í Egyptalandi emigrerað til Týsklands.
Mona Marzouk brúkar arabiskar formar og arkitektoniskar liðir í sínum standmyndum og myndum, sum hon fríger frá teirra religiøsu funktiónum og ávísu mentanarligu symbolum fyri at geva teimum ein nýggjan universalan mentanarligan samleika. Á henda hátt vísir hon hvussu nógv høpi, ímyndir og fordómar hava at merkja fyri okkara fatan av formum, men peikar eisini fram móti einari hybridmentan sum eitt slag av skjóli hjá emigrantinum




Les meira um Mona Marzouk her:
(IS)

Thursday, July 19, 2012

Arabisk vika - 4- العربية أسابيع

Intróduktión til arabisku vikuna:
http://listinblog.blogspot.com/2012/07/arabisk-vika.html

Hayv Kahraman (1981) fødd i Bagdad emigrerað til USA.
Verkini hjá Hayv Kahraman bera brá av nomadutilveruni, sum listakvinnan hevur livað. Tey eru eitt slag av estetiskari syntesu av teimum londunum, sum hon er emigrerað til og frá - Irak, Grikkaland, Italia, Japan, Eysturríki. Evnisliga er hon upptikin av kynsligari, sosialari og politiskari kúgan.





Les meira um Hayv Kahraman her:
(IS)

Arabisk vika - Framíhjá - العربية أسابيع

Arabisk vika - Framíhjá - العربية أسابيع

Wednesday, July 18, 2012

Lítil standmynd - stórt hátíðarhald

Í dag var hátíðarhald í sambandi við, at Áartún í Havn er liðugt. Samstundis varð standmynd avdúkað, sum Janus Kamban gjørdi umleið 1984 av Áarstovubrøðrunum, Hans Andriasi og Janusi Djurhuus. Prinsippið í tí nýggja minnisvarðanum kundi mint eitt sindur um standmyndirnar hjá Hans Paula Olsen, har tað ofta verður gjørt nógv burtur úr soklinum, sum eisini ofta eru vatnrættir, eins og hansara standmyndir ofta innihalda perspektivforskjóting, ítøkiliggerð av tí óítøkiliga (t.d. av skuggum), og blandið millum trídimensionalt og tveydimensionalt. Men sum eg skilti tað, er tað arkitekturin, sum hevur funnið uppá. Lítla standmyndamodellið eftir Janus Kamban er fyri so vítt í lagi, sjálvandi er tað í lagi, men modellið var ongantíð hugsað til tað høpi, sum tað nú er í. Allíkavæl dámar mær væl, at standmyndin er lítil. Standmyndir eru annars ofta so stórar, monumentalar og óvinarligar. Eg veit ikki hvør hevur teknað umhvarvstekningina á glasplátuni, men saman við steinstabbunum kann hon eyðvitað fatast eins og skuggin av teimum báðum figurunum. Men har er okkurt løgið við glasplátuni, í øllum førum fær hon meg at hugsa um okkurt kommersielt heldur enn bókmentaligt/listaligt, sum kundi matseðil og príslisti hjá matstovuni beint aftanfyri verið skrivaður á plátuna. 


Í veruleikanum standa upplýsingar um Hans Andrias Djurhuus og Janus Djurhuus á glasplátuni og tað er sjálvandi gott, at hesir báðir týdningarmiklu rithøvundarnir fáa eitt minnismerki í Havn. Sum minnisvarði er hetta í lagi, sum standmynd er samanblandingin problematisk, serliga tá listamaðurin ikki er eftirspurdur. Hann er jú ikki til longur. Arkitekturin segði seg vóna, at fólk fóru at nærkast verkinum og fóru at gerast nóg forvitin til tess at lesa glasplátuna. Man ikki tað? Enn er hetta kanska ikki júst staðið at seta seg, um hugsað verður um allan riðilin av bilum, sum koyrir framvið hesum staði alla tíðina. Men í einum miðbýi uttan bilar og við eini tutlandi á kundi monumentið fungerað sum savningarstað, og hetta hevur arkitekturin helst eisini hugsað um. Fyribils giti eg, at minnisvarðin verður vælumtóktur í býarlívinum, glasplátan leggur í øllum førum upp til grafitti og til at fotografera myndir av fólkum, sum royna at fáa teirra høvd at passa við umhvarvið av teimum báðum høvundunum, sum eru teknaðir á glasið. Her eru myndir frá hátíðarhaldinum:



Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin




Fólk, sum lurta



Nógv fólk var og lurtaði í góðveðrinum

Fólk í sól


Heðin Mortensen greiðir frá økinum søguliga sæð. 

Eyðun Eliasen, arkitektur, greiðir frá verkætlanini “Áartún” og teimum tonkum, hon er sprottin úr


Jensina Olsen og Herluf Lützen framføra Kongaríkið í Babylon

Tórmóður Djurhuus, sum er í ætt við áarstovubrøðurnar, heldur røðu



Blandað kór syngur sangin ”Útlegd”. Orð: Janus Djurhuus, satsur: Vagn Holmboe
Solistur: Benjamin Gaasedal

 Leif Hansen stjórnar


Beinta Háberg avdúkar standmyndina “Áarstovubrøðurnir”

"Nú hava vit minnisvarðan her, og vil eg vegna Tórshavnar býráð takka Beintu Háberg fyri hesa stórfingnu gávu til býin og fyri gott samstarv, meðan arbeiðið er farið fram.." endaði borgarstjórin sína røðu

Lítla standmyndin, sum í grundini er eitt modell til eina standmynd í fullari stødd.

Standmynd avdúkað í Havn





Í dag verður hátíðarhald í sambandi við, at Áartún verður liðugt. Samstundis verður standmynd avdúkað, sum Janus Kamban gjørdi í 1984 av Áarstovubrøðrunum, Hans Andriasi og Janusi Djurhuus. Vit koma við myndum seinni. Fyribils seta vit inn skránna, sum byrjar nú fyrrapartin klokkan 11:

Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin

Eyðun Eliasen, arkitektur, greiðir frá verkætlanini “Áartún”

Jensina Olsen syngur “Kongaríkið í Bábylon”, sum Hans Andrias Djurhuus hevur yrkt

Tórmóður Djurhuus, sum er í ætt við áarstovubrøðurnar, heldur røðu

Blandað kór syngur sangin ”Útlegd”. Orð: Janus Djurhuus, satsur: Vagn Holmboe: Leif Hansen stjórnar

Beinta Háberg avdúkar standmyndina “Áarstovubrøðurnir”

Arabisk vika - 3- العربية أسابيع

Intróduktión til arabisku vikuna:
http://listinblog.blogspot.com/2012/07/arabisk-vika.html

Aissa H. Deebi (1969) føddur í Galilea emigreraður til USA.
Aissa H. Deebi arbeiðir við temaum sum útlegd, samleika, forskjóting og diaspora og kannar markið millum tað ræðuliga og tað banala. Eisini hugtøk sum heim og skilnaður verða viðgjørd í hansara verkrøð ”Dust and Dispute”, har myndir av fuglaflokkum gerast kompleksar myndir av inn- og útflyting.






Les meira um Aissa H. Deebi her:
(IS)

Tuesday, July 17, 2012

Arabisk vika - 2- العربية أسابيع

Intróduktión til arabisku vikuna:
http://listinblog.blogspot.com/2012/07/arabisk-vika.html

Wafaa Bilal (1966) føddur í Irak, emigreraður til USA.
Wafaa Bilal arbeiðir við mótsetningum millum nærleika og fjarleika, yvirflata og dýpd, friðsælu og konflikt, vest og eystur. Han er politiskur listamaður, sum heldur list vera eitt slag av aktivismu og at hon skal brúkast til at bjóða galdandi skipan av. Bilal heldur, at hansara list primert vendir sær til vestligar áskoðarar, men hann brúkar lokal mál og lokalar siðir fyri allatíðina at seta tveir mótsetningsfullar kontekstir upp móti hvørjum øðrum.





Les meira um Wafaa Bilal her:
 (IS)

Arabisk vika - Framíhjá - العربية أسابيع

Arabisk vika - Framíhjá - العربية أسابيع

Arabisk vika - Framíhjá - العربية أسابيع