Sunday, October 23, 2011

Listin við Gjógv


Í sambandi við, at Bárður Jákupsson er liðugur við at útbyggja atelierið hjá sær við Gjógv bjóðaðu hann og konan, Hervør til Gjáar. Hetta gjørdist ein framúrskarandi túrur, fullur av góðum upplivingum fyri allar sansir.   Meðan vit gleða okkum til listina, sum fer at verða skapað í nýggja atelierinum, kunnu vit fyribils hyggja at nøkrum myndum frá túrinum. Eg seti nakrar myndir her á bloggin frá túrinum við Gjógv og av málningum hjá Bárði. Summir eru frá stóru serframsýningini hjá Bárði og aðrir eru frá Heystframsýningini, sum í løtuni hongur í Listahøllini á Skipasmiðjuni og er opin dagliga frá klokkan trý til seks. Í dag, sunnudag 23.okt klokkan fýra verður konsert har úti við Aldubáruni. 


Atelierið er ljóst og rúmligt og Bárður Jákupsson hevur varðveitt laðaðu grundina


Violett kompositión

Vit verða ynskt vælkomin í atelierinum

Rulliborð við máliamboðum

Frálíka borðið hjá Hervør við heimagjørdum pylsum og øllum góðum


Heimabakað breyð


Kompositiónirnar hjá Bárði eru ofta bygdar upp av vertikalum formum, sum ganga á skák


Til borðs


Í atelierinum

Vatnlitamynd hjá Bárði á Heystframsýningini 2011


Sylvia og Zacharias Heinesen í atelierinum


Sjálvt um myndirnar hjá Bárði eru abstraktar, er bratta landslagið við Gjógv inspirerandi


Torbjørn Olsen í atelierinum




Nils Ohrt og Tróndur Patursson prátaðu á túrinum


Bárður Jákupsson


Heimagjørdar pylsur



Fríða Matras Brekku gleðir seg at fara túr


Listafólki uppi yvir gjónni


Tvær myndir hjá Bárði 


Torbjørn Olsen í essinum 


Ein frálík mynd aftrat

Hervør Jákupsson greiddi frá um heimbygdina

Tvær kompositiónir hjá Bárði Jákupsson

Bárður Jákupsson


og Zacharis Heinesen fekk kanska inspiratión til sína næstu mynd


Eitt sindur bratt hjá havnafólkum


Jan Andersson

Vakurt útsýni yvir bygdina


Og heimaftur í køkin at kóka kaffi





Heystkonsert við Aldubáruni





Heystkonsert við Aldubáruni verður í Listahøllini á Skipasmiðjuni í Tórshavn sunnudagin 23. oktober kl. 16.00. Aldubáran, ið hesuferð er mannað við Angeliku Nielsen, bratsj, Christinu Andersen, fagott og Ólavi Jakobsen á gittara, fara at framføra tónleik eftir m.a. argentiska tango-tónaskaldið Astor Piazzolla, blandað við tónum eftir Wiliam Heinesen, Francisco Mignone og Kristian Blak. Ein sera fjølbroytt skrá við solo- og samanspæli, ið rættiliga kemur til sín rætt í framúr akkustikkinum í stóru høllini í grøna bygninginum úti á Rundingi í Havn. Tónleikararnir greiða sjálvir frá um tónleikin. Konsertin varir í slakan tíma.
Innan og eftir konsertina býðst høvið, at skoða listarverkini, ið eru á Heystframsýningini 2011



Saturday, October 22, 2011

Listrundferð í Keypmannahavn

Heystið er besta listaárstíðin bæði her hjá okkum og aðrastaðni. Eg var mær í arbeiðsørindum í Keypmannahavn og náddi at hyggja at fjúrtan framsýningum uppá ein dag og tað er alt ov mikið. Listafólkini vóru fronsk, fillippinsk og brasiliansk, men tey flestu vóru donsk. Sjálvt um allar framsýningarnar ikki vóru líka góðar, var hetta ein serstakliga inspirerandi rundferð, sum eisini var góð fyri sjálvsálitið, tí tey bestu av okkara listafólkum høvdu væl klárað at staðið seg millum tey, sum framsýna í Keypmannahavn í løtuni. Eg hevði góða guide við mær, listamaðurin Claus Carstensen kennir danska listaheimin sera væl, so vit komu nógva staðni, sum eg ikki hevði hugsað um at farið, var eg einsamøll. Vit byrjaðu hjá Decembristunum á Den Frie og hon minti í grundini eitt sindur um Ólavsøkuframsýningina. Tann framsýningin er liðug. Galleri Tom Christoffersen hevði eina framúrskarandi framsýning við heitinum Mellem linierne við verkum hjá ALbert Mertz, Ib Geertzen og Richard Winther m.a. Framsýningin við Toulouse Lautrec í Statens Museum for Kunst kann somuleiðis viðmælast. Myndirnar eru framleiddar júst á sama hátt sum myndirnar í Steinprenti verða framleiddar í dag og Toulouse Lautrec er í grundini nógv meira modernaður enn hvat eg helt hann var. Framsýningin hjá Manuel Ocampo tykist sera løgin og primitiv, men hon var eisini millum tað vakrasta, eg sá á hesum framsýningartúrinum.

Ovasta myndin hongur í Den Frie á framsýningini hjá Decembristunum
http://www.decembristerne.dk/gallery



Claus studerar verkið hjá Elmer og Jan Sonnergard

Myndin hjá Henrik Have minti meg um onkra mynd  hjá Elin J.Smith

Myndevnisliga monomana Inge Ellegaard, sum doyði í fjør

Manuel Ocampo Contemporary Psychology and The Theoretical Steroid Defiled Modernist Chicken

Manuel Ocampo er í Space of Drawings inntil 5.nov


Manuel Ocampo

Í Clausens Kunsthandel var Knud Odde og summar myndir kenna vit frá Summarframsýningini

Katalogið, sum Inger gjørdi til Summarframsýningina stóð frammi í Clausens Kunsthandel


Knud Odde dámar væl Steffan Danielsen

Knud Odde


Knud Odde La Luna Convento

Andreas Schulenberg fekk meg at hugsa um Fríðu Matras Brekku

Fína framsýningin hjá Andreas Schulenberg er í Galleri Spectra

Alles ist verkehrt í Galleri Specta

Andreas Schulenburg arbeiðir eisini við keramik og mosaik

Og við installatión og filt

Jasper Sebastian Stürup: A Journey Round My Skull 

Framsýningin hjá Jasper Sebastian Stürup er í Galleri Susanne Ottesen


Sophia Kalkau Entwined Peter Lav Gallery

Sophia Kalkau