Friday, May 13, 2011

SALT víðari til 3.viðgerð

Eftir drúgvar, tríggjar tímar av kjaki í tinginum í kvøld fór uppskotið til løgtingslóg um stuðul til Saltsilogrunnin víðari til 3. viðgerð við 19 atkvøðum fyri, ongari blankari og 13 ímóti.



Politikarahjálp

Til viðgerðar í løgtinginum í dag:

Uppskot til løgtingslóg um at nýta part av stovnsfænum hjá vinnuframagrunninum at innrætta høli til granskarasetur, uppskot til løgtingslóg um sjómenn, løgtingslóg um trygd á sjónum og løgtingslóg um manning av skipum, uppskot til løgtingslóg um tyrlutænastu, uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá, uppskott til samtyktar um at skipa Føroyar frælsar, uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, uppskot til løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagslógin), uppskot til løgtingslóg um at broyta ársroknskaparlógina, lóg um ávís vinnurekandi virkir, lóg um vinnurekandi grunnar, grannskoðaralógina og tryggingarlógina, uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m., uppskot til samtyktar um ásetan av fátækramarki, uppskot til løgtingslóg um náttúruvernd, uppskot til samtyktar um gerð av nýggjari forsorgarlóg, uppskot til samtyktar um studningslán til bústaðir til fólk við skerdum førleika, uppskot til løgtingslóg um manntal 2011, uppskot til samtyktar um at landsstýrið heitir á donsku stjórnina um eina óhefta kanning av fangaflutningi í føroyskum loftrúmi, uppskot til samtyktar um fíggjarligt frípláss, uppskot til løgtingslóg um solarium, uppskot til samtyktar um at útgreina orsøkir til høga kostnaðin á vørum og tænastum í Føroyum og at vísa á neyðug tiltøk til tess at lækka kostnaðarstøðið, uppskot til løgtingslóg um málráð, uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan, uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn, uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin- gjald fyri náttarvakt á sambýlum), uppskot til løgtingslóg um stuðul til Saltsilogrunnin, uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera, uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av ríkislóg om Færøernes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler, uppskot til samtyktar um føroyskt mál á almennum skíggjum, uppskot til løgtingslóg um Ferðaráð Føroya, uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2011-3, uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin), uppskot til samtyktar um at seta nevnd at gera fíggingarleist til útbygging av samferðslukervinum og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum loðslógarøki).

Sjálvandi er hetta eitt óseriøst støði at byggja batar á ella bara til vanligt viðlíkahald av samfelagnum, men vit her á Listanum hugsa eisini um stakkals politikararnar. Um hesar djørvu menn og kvinnur, sum í dag skulu hoyra so ómenniskjaliga nógv, at tað næstan krevur gudaevni at tøla ørskapinum og so nøkulunda varðveita frið í sál og sinni.

Fyri at hjálpa eitt lítið vet, seta vit her eitt sindur av list, sum er gjørd og tonkt til støður sum hesa. Buddhistisk list stavar frá 6. øld fyri Krist og er eitt slag av konsentrati av perfeksjón, friði og javnvág. Her snýr tað seg í roynd og veru um at finna tað mest týðandi, varðveita fokus og halda samvitskuna reina. Og við at yvirgeva seg til tað fulkomna, herí ta ulitimativu vitan og upplýsing, verða vit loyst frá teimum jarðisku plágunum.

Vit ynskja øllum fólkavaldum góða eydnu at halda høvdið klárt og sál og sinni í friði og góða eyðnu til okkum onnur um at varðveita trúnna á politisku skipanina. Zen.


















(IS)

Thursday, May 12, 2011

Zacharias og Zven í Zteinprenti...



Summarsesongin er so smátt byrjað niðri í Steinprenti við øgiligum aktiviteti og tað var av sonnum ein eydnurík sjón at hyggja inn hagar í dag. Har var danski grafikarin, Zven Balslev í fullari ferð við at prenta og stóra borðið var harumframt fult av fantastiskum akvarellum hjá Zachariasi Heinesen, sum á 75 ára føðingardegin sínum fer at hava framsýning í Steinprenti næsta hósdag. Vit seta inn tíðindaskriv um framsýningina seinni, men kunnu ikki lata vera við at seta tvær myndir inn.



Sven Balslev hevur verið á verkstaðnum áður fyri seks árum síðani saman við nøkrum øðrum listafólkum frá akademinum í Keypmannahavn. Tá gjørdu tey í felag eina herliga, humoristiska faldibók og tað tykist sum Sven Balslev enn hevur varðveitt smílið í eygnakrókinum. Hansara fyrsta verk er eitt portrett av Jedi-meistaranum Yoda í sterkum litum. Eg seti nakrar myndir inn her av danska listamanninum og av nýggja verkinum. Hann verður á verkstaðnum inntil mánadagin, so hetta er neyvan tað seinasta verkið frá hansara hond í Steinprenti. Her eru nakrar myndir av Sven Balslev og nýggja steinprentinum.







 (KP)

Wednesday, May 11, 2011

Álit í løgtingsmáli nr. 183/2010: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2011-3



Edmund Joensen hevur lagt málið fram hin 7. mars 2011, og eftir 1. viðgerð 4. apríl er tað beint Fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 9. og 11. mai 2011

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Saltsilogrunnin, LISA, Tjóðpall Føroya og landsstýrismannin í fíggjarmálum. Undir viðgerðin hevur nevndin býtt seg í tríggir minnilutar.

Minnilutin (Bjørn Kalsø, Bill Justinussen og Annita á Fríðriksmørk) vísir til viðmerkingarnar í løgtingsmáli nr. 174/2010. Við hesum tekur minnilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Jørgen Niclasen) vísir á avtalu millum umboð fyri flestu flokkar, har landsstýrismaðurin í fíggjarmálum eigur at fáa materiellu heimildirnar í lagi soleiðis, at peningurin kann setast av á fíggjarlógini fyri 2012 innan fyri tann karm, sum Løgtingið tá hevur samtykt fyri tað fíggjarárið. Tí eigur hetta uppskot ikki at verða samtykt. At leggja hesa útreiðslu oman á frammanundan ovurstóra hallið tykist sum dára hugburður í mun til tann útreiðsluneutralitet, sum Fíggjarnevndin og Løgtingið fyrr hava hildið fæst við. At samgongan millum Tjóðveldi, Sambands- og Javnaðarflokkin í óðum verki hevur gjørt avtalu um at leggja yvir 20 milliónir í nýggjum gjøldum á fiskivinnuna er skeivur vegur. At sama samgongu longu ætlar at brúka allar møguligar inntøkur frá makrelinum langt áðrenn, tær eru komnar inn, týðir upp á hugburð, sum ikki vil hallinum á fíggjarlógini til lívs. Við hesum viðmerkingum mælir minnilutin (Jørgen Niclasen) Løgtinginum frá at samtykja uppskotið, men mælir landsstýrinum til at finna peningin innan fyri karmin fyri 2012, sum fyrr avtalað.

Minnilutin (Tórbjørn Jacobsen, Eyðgunn Samuelsen, Magni Laksáfoss) tekur undir við uppskotinum og mælir tinginum til at gera tað sama. Málið snýr seg um at smíða ein regionalan og globalan mentanardepil á og um rovini á gomlu Saltsiloini á Drelnesi á Trongisvágsfirði. Í álitinum til løgtingsfíggjarlógina fyri verandi ár stendur soleiðis skrivað í kontutekstinum:

“03-24.3.26. Salt-siloin á Drelnesi Stuðulsj. 0
Tað er komið so mikið langt við verkætlanini Salt-siloin á Drelnesi, at Maerskgrunnurin hevur givið tilsøgn um stuðul, eins og stuðul er settur á donsku fíggjarlógina. Um ikki verkætlanin skal detta niðurfyri, er neyðugt, at landið setir sín part av verkætlanini av á fíggjarlógini. Landsins partur er 20 mió. kr. Talan er um eina stuðulsjáttan. Formenninir í øllum teimum stóru flokkunum hava bundið sínar flokkar til at veita hesa upphædd sum stuðul. Materiellu heimildirnar eru ikki í lagi, og eigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum at fáa tær til vega soleiðis, at peningurin kann setast av á fíggjarlógini fyri 2012 innan fyri tann karm, sum Løgtingið tá hevur samtykt fyri tað fíggjarárið.” Eftir at Løgtingið hevði samtykt hesa áseting, er greitt komið fram, at neyðugt verður at játta umrødda pening í hesum fíggjarárinum, um aðrar bindingar í málinum ikki skulu detta niðurfyri. Heimildarlógin, sum fíggjarnevndin og harvið Løgtingið sóknaðust eftir, táið fíggjarlógin varð viðgjørd seinasta heyst, liggur nú í tinginum, og meirilutin mælir til, at hon verður samtykt samstundis, sum tikið verður undir við løgtingsmáli nr. 183/2010 –, ið er fíggjarliga heimildin umvegis eina eykajáttanarlóg, sum Edmund Joensen, løgtingsmaður, hevur lagt fyri tingið. Sitandi Fíggjarnevnd hevur annars strangliga hildið seg til meginregluna um útreiðsluneutralitet, táið tað ræður um eykajáttanir fram ígjøgnum fíggjarárið. Tað fer hon eisini at gera frameftir. Hetta málið líkist tó burturúr á tann hátt, at longu 17.februar 2010 hava Høgni Hoydal, Kaj Leo Johannessen, John Johannessen, Jacob Vestergaard og Kári P. Højgaard skrivað undir eitt skjal, har teir gera greitt, at:

”Undirritaðu floksformenn boða við hesum frá, at vit vegna flokkar okkara taka undir við og vilja stuðla Verkætlan Salt politiskt og fíggjarliga.” Við hesum hava evstu ábyrgdarmenn fyri 5 av seks flokkum á tingi bundið seg til at stuðla verkætlanini. Til ber at siga, at teir hava disponerað fíggjarliga, sum um teir vóru ein alternativ fíggjarnevnd í ávísum málum. Henda mannagongd, at floksformenn og aðrir oddvitar í flokkum binda landsins/fólksins kassa til ávís prosjekt, uttan yvirhøvur at konsultera tey, sum politiskt eru vald til at hava ábyrgdina av teimum viðurskiftunum í Fíggjarnevndini, kann ikki góðtakast og verður ikki tolt einaferð afturat. Landsstýrismaðurin skal ikki flyta stuðulin til verkætlanina, fyrrenn hann í fult mát hevur tryggjað sær, at øll viðurskifti er í lagi og nøktandi. Ábyrgdin fyri peninganýtsluni liggur nú á hansara herðum. Við hesum viðmerkingum tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Fíggjarnevndin, 11. mai 2011

Jørgen Niclasen, Eyðgunn Samuelsen, Bjørn Kalsø, Magni Laksáfoss, Bill Justinussen, Tórbjørn Jacobsen, Annita á Fríðriksmørk

upprunauppskot:
http://www.logting.fo/files/casestate/11317/183.10%20eykajattan%20mars-3-saltsilo.pdf

Álit í løgtingsmáli nr. 174/2010: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til Saltsilogrunnin


Landsstýrið hevur lagt málið fram hin 7. mars 2011, og eftir 1. viðgerð 5. apríl er tað beint Fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 9. og 11. mai 2011

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Saltsilogrunnin, LISA, Tjóðpall Føroya og landsstýrismannin í fíggjarmálum.

Undir viðgerðin hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Tórbjørn Jacobsen, Eyðgunn Samuelsen, Magni Laksáfoss og Jørgen Niclasen) mælir tinginum til at taka undir við uppskotinum og vísir annars til viðmerkingarnar í løgtingsmáli nr. 183/2010

Minnilutin (Bill Justinussen, Annita á Fríðriksmørk og Bjørn Kalsø) heldur, at alt ov nógvir leysir endar eru í verkætlanini. Nevndin hevur undir viðgerðini fingið handað frágreiðing viðvíkjandi kanningum av “betongkonstruktionernes tilstand”, sum er alt annað enn hugaligur lesnaður. Um tann kostnaðarliga partin sigur frágreiðingin m.a.: Alt i alt må det vurderes, at en genanvendelse af de eksisterende buer i det nye kulturhus nok kan ende med at blive lige så dyrt eller dyrere end en total udskiftning med helt nye dele.

Ein samanfatað heildarmynd av øllum tilfari, sum nevndin hevur fingið útflýggjað, gevur orsøk til at mæla tinginum til at fella uppskotið. Nógvir spurningar eru reistir, sum ikki eru nøktandi svaraðir. Minnilutin heldur tað vera skeivt at knæseta nýggja siðvenju, har tað almenna nú skal gjalda rakstrarútreiðslur til útvald mentanarhús. Havast má í huga, at kring landið eru mentanarhús, sum als ikki fáa raksturin at bera seg. Hesi spyrja av røttum, um tey eisini kunnu vænta at koma undir somu treytir. Víð hesum viðmerkingum mælir minnilutin Løgtingið frá at samtykkja uppskotið.

Fíggjarnevndin, 11. mai 2011

Jørgen Niclasen, Eyðgunn Samuelsen, Bjørn Kalsø, Magni Laksáfoss, Bill Justinussen, Tórbjørn Jacobsen, Annita á Fríðriksmørk

upprunauppskot:
http://www.logting.fo/files/casestate/11251/174.10%20Studul%20til%20Saltsilogrunnin.pdf

Videolistin 3 - Chris Cunningham


Chris Cunningham


Monkeydrummer

Videolist hevur fingið sítt heitið frá betamax og vhs videobandinum, sum var brúkt áðrenn teldutøkni gjørdist algongt. Videolistin er ikki løtt at definera, tí hon fevnir rættiliga breitt og kann vera t.d. filmað myndlist ella filmað performance og stuttfilmir við og uttan hendingagongd. Góðskustøðið innan hesi listasløg er sjálvsagt eins ymiskt og tað er innan málningar, grafikk og alt annað. Best eru verkini, ið tøkniliga hvíla í sær sjálvum eins og tey ikki kundu verið úttrykt á annan hátt enn júst við teirra miðli. Eg hevði unt okkum føroyingum nakrar ordiliga góðar konsept/ installatións/ videolistaframsýningar t.d. við verkum sum hesum videolistaverkunum hjá enska listamanninum Chris Cunningham (føddur í 1970), sum byrjaði innan science fiction spælifilmar. Haðani fór hann yvir í at gera tónleikavideo sum t.d. fantastiska videolagið hjá Bjørk "All is full of love", men síðan hevur hann arbeitt burturav sum listamaður og havt videoverk síni við á framsýningum kring allan  heimin. Hesir filmarnir eru tekniskt sera flottir, men tematiskt vendir Cunningham aftur og aftur til grundleggjandi munir millum menniskjað og maskinuna, sum hann setur upp móti hvørjum øðrum í sansaligum myndum har upprunakent slím og væta møta ídnaðar og maskinkendum, snøggum flatum. Í framúrskarandi videolagnum hjá Bjørk arbeiðir Cunningham eisini við menniskjaligum individualiteti í serstaka andlitsbragdinum hjá Bjørk, sum verður sett upp móti maskinkendum anonymiteti í robottunum. Cunningham hevur ofta samstarvað við Aphex Twins og videolagið "Come to daddy" er eitt tað kendasta dømi um teirra samstarv. Hesin filmurin kann tykjast óhugnaligur, men hyggur tú nakrar ferðir gerast klisjéirnar so ovurhonds týðiligar, at tær gerast stuttligar. Tá nýfødda ódjórið primalskríggjar móti tí gomlu konuni, sum ikki flytur seg eitt vet, er tað í grundini nokkso stuttligt...


All is full of love

Come to daddy

(KP)

Tuesday, May 10, 2011

Føroya SALT

Helgi Eidesgaard og Hans Mols Mortensen



Í 1952 byrjaði Bankside elverkið við Thames áarbakka at framleiða ravmagn, men tá vaksandi oljuprísirnir í sjeytiárunum minkaðu um kappingarførið, mátti dýra oljuverkið til endans víkja fyri bíligari orkuverkum og niðurlegði virksemið sítt longu í 1981 – perurnar í stóru verksmiðjunum og lítlu skúrunum í London skuldu nú upplýsast aðrastaðni frá, og mikla elverkið á Bankside gjørdist tómt og kalt.

Um somu tíð tóku perurnar eisini at dimmast í einum øðrum bygningi – saltgoymsluni á Drelnesi – millum tvørafólk bert kend sum “Saltsiloin”, hvørs virksemi minkaði so líðandi hesi árini.

Báðir bygningar vórðu bygdir sum hvør sítt lið í nútíðargerðini; fólkinum kring Thames-ánna tørvaði ravmagn, og fólkið við Trongisvágsfjørð hevði tørv á størri saltgoymslum. Føroyska tilveran tá var ikki eins framkomin sum tann londonska, men tó gjørdist hon í hesum árum støðugt virknari og meiri krevjandi.

Munur hevur verið á lagnunum hjá hesum báðum varðum úr farnum tíðum. Saltsilan á Drelnesi er góð tíggju ár eldri enn Bankside-elverkið og varð tikin í brúk hálvt ár, áðrenn annar heimsbardagi byrjaði. Einasta ferðin, nútíðargerðin á Drelnesi veruliga bleiv hótt, var í teimum døgum, tá tænarar Hitlers – fíggindarnir hjá øllum framsóknum og uppbyggjandi arbeiði – sleptu bumbur á siluna. Bumburnar hjá Luftwaffe megnaðu tó einans at lemja Saltsiluna, ikki at niðurbróta hana.

Verri mundi gingist í London. Arbeiðið at ríva niður var byrjað í smáum, men so blivu ætlanir um at umbyggja gamla elverkið á Bankside lagdar, og í 1994 blivu tær settar í verk. Í dag kenna vit hetta húsið sum Tate Modern; tann mest vitjaði og helst best kendi listaskálin í heiminum.

Saltsilan hevur frá fyrsta degi verið eitt týdningarmikið sereyðkenni hjá Tvøroyri og Suðuroynni sum heild; men seinastu árini hevur hon verið í so ringum standi, at hon hevur fylt meira í býartosinum enn vanligt. Henda syrgiliga sjón í gerandisdegnum hevur gjørt fólk hugtung, tí í einum landi við eini lítlari fíggjarlóg er ringt at rættvísgera eina dýra umvæling av einum ‘nyttuleysum’ gomlum bygningi.

Bæði hugflog og skil skulu til fyri at bjarga saltsiluni undan órøkt og tíðarinnar gloymsku, ið Tate Modern tíbetur slapp undan. Tí vóru nógv, ið gleddust, tá óvæntaða vendin kom í søgugongdina hjá Saltsiluni; ein liðug, gjølla gjøgnumhugsað ætlan bleiv framløgd, og hendan líktist nógv ætlanini, sum fekk Tate Modern sum úrslit. Ætlanin skuldi ikki einans varðveita Saltsiluna sjálva, men eisini umskapa bygningin til nakað, ið bæði kundi vísa av sær tann einastandandi og estetiska bogaformin, vit øll kenna, og samstundis húsa einum altjóða tónleika- og mentanarhúsi.

Verkætlanin fekk navnið ”Projekt Salt” (hereftir SALT), og hon var bæði djørv og stórsligin. Ein umfatandi umvæling og umbygging skal til, um ein konsertsalur á høgum støði skal koma upp at standa, og tilbyggingar skulu eisini gerast til at húsa m.a. síðuhøli og verkstaði. Stór fígging skal til eina slíka verkætlan, og tað er ofta rakstur av slíkum mentanardeplum, ið vísir seg at gerast ein tung byrða at bera. Hetta varð í fyrsta umfari ikki ein trupulleiki, tí allir formenninir fyri løgtingsflokkarnar (formaður Miðfloksins undantikin) góvu nærum beinanvegin tilsøgn um fíggarligan stuðul til SALT. Hesin ljóðaði upp á 20 mió. kr., og var stuðulin treytaður av, at aðrir íleggjarir eisini skuldu tilknýtast verkætlanini. Hinir íleggjararnir gjørdust ávikavist A. P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal og Danski staturin. Umframt stuðul til bygging skuldi Landsstýrið eisini játta 2,5 mió.kr. til árligan rakstur. Afturat hesum samtykti Tvøroyrar kommuna eisini at stuðla rakstrinum við 2 mió.kr. árliga. Við hesum var tíðin komin at fremja verkætlanina í verki og hjá føroyskum politikarum at halda givin lyftir, so arbeiðið kundi byrja.

Heilt so lætt skuldi tað tó ikki ganga. Tann stuðulin, ið politikararnir sýndu, tá teir undirritaðu tilsøgnina til SALT, tykist nú at vera svunnin nakað, tí seinastu tíðina hevur SALT verið fyri ongantíð áður hoyrdum atfinningum. Brádliga úttala nøkur fólkavald seg nógv varnari og meiri ivasamt um verkætlanina, nú hon er klár at seta í gongd. Henda hugsan verður hjálpt ávegis av tíðindafólki, ið brádliga hava funnið ymisk ivamál við SALT, sum tey onkursvegna ikki hava nevnt fyrr; tey vísa á ymiskar smálutir og ósvaraðar spurningar um rakstrarætlanir, og hetta hevur sett sín dám á tosið í stovunum kring landið og á kjakfora, ið eru eyðkend av kritiskum spurningum og enntá illgitingum.

Tað er sjálvandi orsøk at fegnast, tá journalistar leggja seg eftir at gera sítt arbeiði til fulnar, tí tá er tann parturin av grundarlagnum undir demokratisku tjóðini tryggjað. Sjáldan hevur tó áður verið so stórt samsvar millum ta myndina, ið fjølmiðlarnir nú mála, og tað, ið ávísir politikarar vilja hoyra. Tí má man spyrja, hvaðani hendan nýfingna orkan at seta kritiskar spurningar kemur frá? Og hví krevja summir politikarar nú at verða so óvanliga út í æsir kunnaðir um allar hissini smálutir, áðrenn ein játtan skal gevast?

Felagsnevnarin fyri hesar spurningar er helst hugtakið ‘økismenning’, ið seinastu árini hevur verið mest álíkt eini kastibløku, ið nógv rok hevur staðist av, hvørjaferð orðið er nevnt; hetta kemur mestur av tí, at orðið fyri fólk í miðstaðarøkinum hevur fingið ein neiligan eykatýdning. Hugsað verður, at økismenning merkir at taka frá Havnini og geva til útjaðaran. Viðvíkjandi SALT er tó eitt átak uppstaðið, ið ikki inniber eina gáloysna flyting av almennum arbeiðsplássum úr Havnini. Sostatt merkir hetta ikki at taka frá Havnini og geva til Suðuroyar, men bert um at stuðla einum átaki, ið er uppstaðið í útjaðaranum.

Tískil er hetta ikki beinleiðis økismenning, men tó kann tað saktans enda við at gerast mennandi fyri hendan partin av Føroyum í framtíðini. Tí fara ávís fólk, ið ikki taka undir við slíkum, men ikki tora at standa við tað í almenna rúminum, at finna uppá óbeinleiðis mátar at mótarbeiða hesum tiltakinum í Suðuroy. Hetta mótarbeiðið hevur verið gjørt upp á pínliga eyðsæddar mátar í miðlunum: við at skifta evni og seta upp falskar tvístøður og vánaligar samanberingar, so at fólk fer at hugsa um onnur mál, ið einki hava við sakina at gera.

Summir politikarar duga hetta verri enn aðrir og eru lættir at gjøgnumskoða. Bjarni Djurholm hevur í grein tosað ímóti, at Landstýrið letur sín part til SALT, og hansara viðmerkingar bera sanniliga brá av at vera heldur knappliga uppsettar og ikki serliga væl gjøgnumhugsaðar.

Møguliga grunda hansara hugsanir eisini í ringari samvitsku; tí tað er rørandi fyri ein suðuroying at hoyra, hvussu Djurholm stúrir fyri, at SALT fer at “... gerast ein fíggjarligur kleppur fyri lokalsamfelagið”. Hetta kemur neyvan óvart á nakran, ið hevur sett seg inn í málið, eftirsum lokalsamfelagið (les: Tvøroyrar Kommuna) einmælt hevur samtykt at játta 2 mió. kr. í árligum rakstrarstuðuli. Men, sum borgarstjórin á Tvøroyri herfyri vísti á í grein, so undrast suðuroyingar helst yvir, hví Bjarni Djurholm brádliga byrjar at tosa um at spræna almennar pengar í

“... handilshúsini úti á Marknoyri og vesturi á Gørðunum, handils- og fiskahúsið við træbrúnni á Hvítanesi, handilin og kaffeina í Fámjin, handilin við bátahyl[…]in í Hovi, grótlaðingina á Fiskieiðinum, kolanámini í Hvalba,[og] Seglloftið á Tvøroyri”.

Ein kann bert spyrja seg sjálvan, hví Bjarni Djurholm ongantíð áður hevur tosað um at veita almennan stuðul til hesar mentanargripir suðuroyinga, eins og bilsin tvørafólk nú spyrja seg sjálvi, hví ein løgtingslimur úr Havn brádliga er vorðin so upptikin av, hvussu júst teirra kommunuskattur verður brúktur. Serliga undrunarvert er hetta, tí fyri fyrstu ferð í langar tíðir er samlaða skuldin hjá Tvøroyrar kommunu komin undir eina álíkning; so tá Djurholm sigur, at ”… kommunan eisini liggur [í] fíggjarligum andaleypi…” er hetta at síggja heldur svart upp á støðuna.

Tvørafólk eru glað um, at kommunan er komin undir álíkningina og kann loyva sær størri fíggjarligt frælsi, so spurningurin er bert, hví Bjarni Djurholm ikki er tað? Um tvørafólk vilja átaka sær part av rakstrarkostnaðinum hjá einum mentanarhúsi, so er hetta ikki nakað, ið Bjarni Djurholm eigur at blanda seg upp í.

Mikkjal N. Helmsdal er leiklistafrøðingur og hevur sjálvsagt ein serligan áhuga fyri umstøðunum hjá listafólkum í Føroyum. Tí er tað áhugavert, at hann ikki heilsar SALT vælkomnum, men ávarar ímóti at lata almennan pening til tað mentanarvirksemið, ið SALT fer at arbeiða fyri og leggja karmar til; hann er bangin fyri, at hetta fer at niðurlaga føroyskt mentanarvirksemi við at taka burtur av mentanarjáttanini hjá Landstýrinum. Helmsdal óttast stórliga fyri, at ”Saltsiloin [...] fer at tyngja føroyskt mentanarlív, so at ein stórur partur av løgtingsins játtan til føroyska mentan fer at verða nýttur til at upphita og viðlíkahalda eitt stórt, flott og tómt hylki í [S]uðuroy”. Bæði mentamálaráðharrin og nýsetti fíggjarmálaráðharrin hava annars alment lovað, at eingin peningur av mentanarjáttanini verður brúktur til SALT-verkætlanina.

Viðvíkjandi tí tóma hylkinum í Suðuroy, kunnu undirritaðu einans viðganga, at vit vita ikki um nakra meira framsókna ætlan fyri at menna og framføra føroyska mentan og list fyri heiminum enn SALT.

Tað er tó ein rímiligur spurningur at seta, hví ein framtíðar mentanarkatedralur í Suðuroy skal fáa - ikki bert árligan stuðul úr Landskassanum – men eisini eina dópsgávu frá øllum føroyingum upp á 20 mió. kr.?

SALT skal verða eitt hús fyri allar Føroyar og allan heimin. Tí eru samanberingarnar, ið bæði Djurholm og Helmsdal gera við onnur mentanarhús í landinum, sjálsagt burturvið.

Voltaire ávaraði ímóti at gera tað besta til fíggindan hjá tí góða; Landsstýrið hevur ikki ráð at fíggja hvørjum einasta kaffihúsi og listaskála í Føroyum, men hetta merkir ikki, at ávís mentanarhús ikki kunnu fáa ein part av fíggjarlógini. Løgtingslimurin fyri Fólkaflokkin og rektarin í Hoydølum kunnu væl ikki veruliga meina, at um landskassin ikki kann rinda til alla mentan í Føroyum, so skal hann ikki rinda til nakra mentan yvirhøvur? Hevði hetta ikki merkt, at heldur ikki tann leingi saknaði Tjóðleikpallurin kann fáa kundi fingið almennan stuðul?

Undirritaðu hava samkenslu við teimum sjónleikarum og sjónleikaáhugaðu, ið kenna seg lopin um – ótrúliga arbeiðið, ið føroyskir sjónleikarar hava sýnt millum ár og dag, eigur at verða teimum lønt aftur við einum glæsiligum tjóðarleikpalli. Men minnist til orðini hjá Voltaire – vit mugu ansa okkum fyri ikki at seta tvær góðar sakir sum SALT og Tjóðleikpallin upp sum fíggindar; lat okkum heldur síggja SALT framt í verki sum eitt tekin uppá eitt skifti í føroyskum mentanarpolitikki. SALT má gerast einans byrjanin uppá hetta skiftið.

Bjarni Djurholm dregur eisini Kirkjubømúrin fram, sum um kjakið ikki er gruggað nóg mikið við óviðkomandi tosi: “Tá vit ikki í ártíggju hava klárað Tjóðleikpallin og Kirkjubømúrin betur enn higartil, so er hugsandi, at hvaðna verri kann tað tað [sic] gerast við Saltsiloini á Tvøroyri. Livst so spyrst.” Tað er sjálvandi rætt, at tann, ið einki ger, ger heldur einki galið; men tað er keðiligt at síggja ein garvaðan politikara fyri ein ‘framburðssinnaðan’ flokk sum Fólkaflokkin at hava ein so ódjarvan hugburð um avbjóðingar sum hesa.

Sjálvandi vilja allir føroyingar, at ‘Múrurin’ skal varðveitast, tí hann er okkara størsta og týdningarmesta fornminni; men hetta kjakið hevur nú koyrt í áratíggju, um ikki øldir, og enn er ongin endalig loysn funnin, hóast tørvurin enn er tann sami. Hetta er eitt sera trupult mál. Við SALT er øðrvísi – ein loysn fyriliggur.

At brúka varðveitingina av einum søguligum húsi í Kirkjubø ímóti varðveitingini av einum søguligum húsi á Drelnesi er sera vánaligt! Serliga, tí Bjarni Djurholm hevur, sum ein av longst sitandi løgtingslimum, havt nógv ár at finna eina haldbara loysn viðvíkjandi Kirkjubømúrinum. (Hóast undirritaðu harðliga mótmæla brúk av almennum pengum til bygging av eini nýggjari kirkju á Argjum – tí vit halda fast um, at Landsstýrið skal ikki gera mun millum átrúnaðir við at fremja og gjalda fyri virkseminum hjá bert einum teirra – so halda vit orsøk verða fyri at stuðla eini alment fíggjaðari umvæling av katólsku kirkuni í Kirkjubø. Hetta, ikki einans, so føroyingar varðveita ein søguligan dýrgrip, men eisini tí tað er ørt at byggja enn eina kirkju í Tórshavnar kommunu, ið frammanundan er á tremur við alskyns trúarhúsum!)

SALT er eitt frálíkt høvi hjá øllum føroyingum at varðveita ein týdningarmiklan bygning og hjá føroyskari mentan og list at røkka nýggjum hæddum. Ætlanin er greið; floksformenn hava játtað pening, eins og Tvøroyrar kommuna hevur; og víst er á óteljandi møguleikar, ið hesin depilin einaferð í nærmastu framtíð kann brúkast til.

Um man hyggur at, hvussu Saltsilan skal rekast, so er lætt at síggja, at mentanarhúsið fer bæði at virka í nærumhvørvinum, tjóðarliga og altjóða. Hetta virksemið fær sjálvsagt jaligar avleiðingar fyri ferðavinnuna í Føroyum sum heild.

Suðuroyggin kennist fyri nógvar føroyingar sum eitt fjart og ókent stað. SALT skal verða fyri allar føroyingar, og um vit øll vilja kennast við hana, kann Saltsilan á Drelnesi við tíðini verða við til at skapa meiri ferðslu og samstarv og harvið knýta tættari bond millum allar føroyingar.

Undirritaðu vóna, at SALT verður móttikið av øllum við sama jaliga anda, sum blásti lív í verkætlanina frá byrjanini. Fólk mugu ikki lata seg ávirka av misvísandi og óærligum tosi um Tjóðleikpallin, Kirkjubømúrin og ymisk mentanarhús í landinum, ið ikki fáa almennan stuðul. Slíkt er bíligt uttanumtos hjá fólkum, ið einans nevna Atlantis og Mentanarhúsið í Fuglafirði fyri at mótarbeiða eini verkætlan í Suðuroy, ið als ikki stendur í andsøgn við nakað mentanarvirksemi norðanfjørðs. Hetta kemur frá politikarum, ið ikki áður hava víst mentanardeplum ans, og bert vilja flyta fokus frá SALT við eittans endamáli fyri eyga – at SALT gerst til onkis.

Um hesum landi skal verða lív lagað, so mugu allir føroyingar gera sær greitt, at vit eru øll í sama báti – Føroyar má síggjast sum eitt land, so togtoganin millum miðstað og útjaðara steðgar – vit føroyingar mugu líta á hvør annan og koma hvørjum øðrum við. Okkara mentan er tað, ið bindur okkum saman sum fólk, og listin kann verða tað, ið vit fylkjast um sum tjóð. Hon kann verða okkara andlit út í heim, og tað fyrsta vit bjóða fremmandum vælkomnum við.

Monday, May 9, 2011

Listin á facebook


Kæru lesarar

Fyri betri og skjótari at kunna uppdatera tykkum við hendingum innan listaheimin, hava vit fingið eina facebooksíðu. Her verða nýggj innlegg sett inn og síðan kann somuleiðis brúkast til kjak, rís og rós ella hvat tit nú kundu hugsað tykkum. Facebooksíðan er her: https://www.facebook.com/pages/Listin/128304057247098

Tað einasta, ið krevst, er at tit trýsta á "Dáma"

Kærar heilsanir Kinna og Inger

Eygað sum sær...



Væl vita vit av, at alt veldst um eygað, sum sær, men ótrúligt sum vit kunnu síggja ymiskt allíkavæl. Hesin tankin kom nú eg sat við stóra nýggja bókaverkinum Sekel har Mikael Wivel skrivar soleiðis um Torbjørn Olsen:

"Der er således noget decideret illustrativt over dem, noget tilsyneladende helt overfladisk som får dem til at minde om illustrationerne i nu hedengangne, danske ugeblade. Navne på tegnere som Kurt Ard og Harry Nørstrand dukker således op i erindringen når man ser Torbjørn Olsens billeder. De kan dog ikke af den grund betegne som en færøsk variant af popkunsten, men skal snarere ses som en sen udløber af den internationale stil, der kaldes art deco..." s.172 í Sekel.

Mikael Wivel heldur, at myndin, har Torbjørn Olsen parafraserar heilagu kvøldmáltíðina hjá Da Vinci, er speisk og grunn: "Kompositionen breder sig ganske vist autoritativt ud over fladen og er skarp i detaljerne, men den kommer aldrig rigtig ud over det illustrative - og det skal den måske heller ikke. Den psykologiske dimension i billedet findes kun for så vidt som man kan genkende aktørerne og ved hvad de står for..." s.173 í Sekel. 

Fyri meg er tað júst tann ekspressiva megin og neyva psykologiin í portrettmyndunum hjá Torbjørn Olsen, ið so mangan hevur hugtikið meg og ofta hevur hann víst seg sum ein sannan litmeistara. At hann eisini dugir við svørtum og hvítum síggja vit á sjálvportrettinum ovast, sum hann gjørdi í Steinprenti í ár. Til stuttleika seta vit nakrar myndir inn her hjá Kurt Ard, Harry Nørstrand og Torbirni Olsen. So kunnu lesararnar sjálvir meta um við egnum eygum.

Kurt Ard


Torbjørn Olsen


Kurt Ard



Torbjørn Olsen

Kurt Ard


Torbjørn Olsen



Harry Nørstrand


Torbjørn Olsen

(KP)

Sunday, May 8, 2011

Mammudagur


Mickey Mouse hevur allar dagar verið ein rættiliga keðilig mús. Sympatisk, víst so og støðuføst avgjørt og tað er alla æru vert, at Minnie hevur tikið skilagóðu avgerðina at kvetta dreymin um ein badboy til fyrimuns fyri eini mús við tryggari framtíð. Men í teirri modernaðu Playhouse Disney útgávuni er Mickey ikki bara aldeilis uttan kant, hann er beinleiðis ørkymlandi. Hann er belærandi, betrivitandi og út um øll mørk pedagogiskur. Peikifingurin er í heilum á lofti og hann breiðir sínar røttu meiningar og moraliserandi lummafilosofi út yvir Fedtemule so skjótt høvið er til tess. Gjarna gjøgnum sang í eini raddarlegu, sum fær ein at leingjast eftir fullum apukattum og vitloysi. Sum nú henda dagin, tá hann segði: Men minst nú til Fedtemule og síðan sang (á donskum, tí Playhouse Disney er bara at síggja á donskum her í Havn): ”I håndværk og i kunst kan man ikke fælde dom/Man skal bare have det sjovt/det er det det handler om/Smør lidt maling på/træk en lille streg/Det skal nok blive rigtig fint/hvis du morer dig.”

Nú er tað so við Mickey, at hann næstan altíð hevur rætt og tað hevur hann ivaleyst eisini í hesum førinum. Tað er forbannað ringt at fella dóm yvir list. Serliga samtíðarlist, sum kanska ikki er serliga væl gjørd ella er serliga original, er torfør at meta um, tí man á ein ella annan hátt verður noydd at ásanna, at tey gomlu góðskukriteriini ikki longur eru galdandi. Møguleikarnir fyri at úttrykkja seg eru so ótrúliga nógvir. Alt er opið samstundis sum alt er roynt frammanundan og setur man seg eitt sindur inn í tingini, finnur man skjótt út av, at hóast einki er nýtt, er nógv allíkavæl umráðandi. Tað er bara ikki umráðandi á sama hátt sum tað einaferð var og tí hevur Mickey rætt í, at vitan og instinkt í besta føri kann føra til kvalifiseraðar gitingar - tað ber ikki til at fella endaliga dómin.

Tað er eisini tað, sum Mickey heilt vist er greiður yvir, at fólk eru so fitt og tí er tað synd at siga við tey, at tað er nakað lort tey gera. Tey blíva so kedd og tað er álvaratos nógv lættari at smíla og lata vera við at siga nakað ljótt. Hesa loysnina hava rættiliga nógv av okkum valt. Ikki av óerligheit, tí eg haldi í grundini, at tað er herligt og fínt, at nógv royna seg innan myndlistina eisini sjálvt um evnini ikki røkka - men heldur av ótta fyri at særa og angist fyri at fara skeivt og tað er jú nokkso hásinnað, haldi eg sjálv. Hásinnað, men eisini reyvkeðiligt og vóru øll sum eg, hevði tað verið sum at vera æviga fangað í Mickeysa Klubbhúsi. Ein andstyggilig lagna. So á hesum mammudegi vil eg fegin, umframt sjálvandi at takka mammu mínari, eisini takka ummælarunum, sum geva okkum mammum ein umráðandi mótsetning til tað Mickey Mouseska betrivitandi skynsemi og kerliga umhugsni, sum lívið sum mamma til alla eydnu er fullt av.

Takk.

(IS)

Saturday, May 7, 2011

FÆRØSK KOLORISME i Galleri Lars Borella


ZACHARIAS HEINESEN * Akvarel



ANKER MORTENSEN * Træsnit


TORBJØRN OLSEN * Oliemaleri

Velkommen til åbning af udstillingen på lørdag 7. maj 2011 kl. 15-18 og søndag 8. maj kl. 15-18

Kunstnerne vil være til stede - Zacharias Heinesen er dog forhindret

Galleri Lars Borella
Strandvejen 724
DK-2930 Klampenborg
Telefon 30 91 63 63

www.gallerilarsborella.dk