Wednesday, May 11, 2011

Álit í løgtingsmáli nr. 183/2010: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2011-3



Edmund Joensen hevur lagt málið fram hin 7. mars 2011, og eftir 1. viðgerð 4. apríl er tað beint Fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 9. og 11. mai 2011

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Saltsilogrunnin, LISA, Tjóðpall Føroya og landsstýrismannin í fíggjarmálum. Undir viðgerðin hevur nevndin býtt seg í tríggir minnilutar.

Minnilutin (Bjørn Kalsø, Bill Justinussen og Annita á Fríðriksmørk) vísir til viðmerkingarnar í løgtingsmáli nr. 174/2010. Við hesum tekur minnilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Jørgen Niclasen) vísir á avtalu millum umboð fyri flestu flokkar, har landsstýrismaðurin í fíggjarmálum eigur at fáa materiellu heimildirnar í lagi soleiðis, at peningurin kann setast av á fíggjarlógini fyri 2012 innan fyri tann karm, sum Løgtingið tá hevur samtykt fyri tað fíggjarárið. Tí eigur hetta uppskot ikki at verða samtykt. At leggja hesa útreiðslu oman á frammanundan ovurstóra hallið tykist sum dára hugburður í mun til tann útreiðsluneutralitet, sum Fíggjarnevndin og Løgtingið fyrr hava hildið fæst við. At samgongan millum Tjóðveldi, Sambands- og Javnaðarflokkin í óðum verki hevur gjørt avtalu um at leggja yvir 20 milliónir í nýggjum gjøldum á fiskivinnuna er skeivur vegur. At sama samgongu longu ætlar at brúka allar møguligar inntøkur frá makrelinum langt áðrenn, tær eru komnar inn, týðir upp á hugburð, sum ikki vil hallinum á fíggjarlógini til lívs. Við hesum viðmerkingum mælir minnilutin (Jørgen Niclasen) Løgtinginum frá at samtykja uppskotið, men mælir landsstýrinum til at finna peningin innan fyri karmin fyri 2012, sum fyrr avtalað.

Minnilutin (Tórbjørn Jacobsen, Eyðgunn Samuelsen, Magni Laksáfoss) tekur undir við uppskotinum og mælir tinginum til at gera tað sama. Málið snýr seg um at smíða ein regionalan og globalan mentanardepil á og um rovini á gomlu Saltsiloini á Drelnesi á Trongisvágsfirði. Í álitinum til løgtingsfíggjarlógina fyri verandi ár stendur soleiðis skrivað í kontutekstinum:

“03-24.3.26. Salt-siloin á Drelnesi Stuðulsj. 0
Tað er komið so mikið langt við verkætlanini Salt-siloin á Drelnesi, at Maerskgrunnurin hevur givið tilsøgn um stuðul, eins og stuðul er settur á donsku fíggjarlógina. Um ikki verkætlanin skal detta niðurfyri, er neyðugt, at landið setir sín part av verkætlanini av á fíggjarlógini. Landsins partur er 20 mió. kr. Talan er um eina stuðulsjáttan. Formenninir í øllum teimum stóru flokkunum hava bundið sínar flokkar til at veita hesa upphædd sum stuðul. Materiellu heimildirnar eru ikki í lagi, og eigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum at fáa tær til vega soleiðis, at peningurin kann setast av á fíggjarlógini fyri 2012 innan fyri tann karm, sum Løgtingið tá hevur samtykt fyri tað fíggjarárið.” Eftir at Løgtingið hevði samtykt hesa áseting, er greitt komið fram, at neyðugt verður at játta umrødda pening í hesum fíggjarárinum, um aðrar bindingar í málinum ikki skulu detta niðurfyri. Heimildarlógin, sum fíggjarnevndin og harvið Løgtingið sóknaðust eftir, táið fíggjarlógin varð viðgjørd seinasta heyst, liggur nú í tinginum, og meirilutin mælir til, at hon verður samtykt samstundis, sum tikið verður undir við løgtingsmáli nr. 183/2010 –, ið er fíggjarliga heimildin umvegis eina eykajáttanarlóg, sum Edmund Joensen, løgtingsmaður, hevur lagt fyri tingið. Sitandi Fíggjarnevnd hevur annars strangliga hildið seg til meginregluna um útreiðsluneutralitet, táið tað ræður um eykajáttanir fram ígjøgnum fíggjarárið. Tað fer hon eisini at gera frameftir. Hetta málið líkist tó burturúr á tann hátt, at longu 17.februar 2010 hava Høgni Hoydal, Kaj Leo Johannessen, John Johannessen, Jacob Vestergaard og Kári P. Højgaard skrivað undir eitt skjal, har teir gera greitt, at:

”Undirritaðu floksformenn boða við hesum frá, at vit vegna flokkar okkara taka undir við og vilja stuðla Verkætlan Salt politiskt og fíggjarliga.” Við hesum hava evstu ábyrgdarmenn fyri 5 av seks flokkum á tingi bundið seg til at stuðla verkætlanini. Til ber at siga, at teir hava disponerað fíggjarliga, sum um teir vóru ein alternativ fíggjarnevnd í ávísum málum. Henda mannagongd, at floksformenn og aðrir oddvitar í flokkum binda landsins/fólksins kassa til ávís prosjekt, uttan yvirhøvur at konsultera tey, sum politiskt eru vald til at hava ábyrgdina av teimum viðurskiftunum í Fíggjarnevndini, kann ikki góðtakast og verður ikki tolt einaferð afturat. Landsstýrismaðurin skal ikki flyta stuðulin til verkætlanina, fyrrenn hann í fult mát hevur tryggjað sær, at øll viðurskifti er í lagi og nøktandi. Ábyrgdin fyri peninganýtsluni liggur nú á hansara herðum. Við hesum viðmerkingum tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Fíggjarnevndin, 11. mai 2011

Jørgen Niclasen, Eyðgunn Samuelsen, Bjørn Kalsø, Magni Laksáfoss, Bill Justinussen, Tórbjørn Jacobsen, Annita á Fríðriksmørk

upprunauppskot:
http://www.logting.fo/files/casestate/11317/183.10%20eykajattan%20mars-3-saltsilo.pdf