Thursday, September 23, 2010

Tíðindaskriv: Tónleikur á Heystframsýningini


Aftur í ár verður tónleikaframførsla í samband við Heystframsýningina, ið verður á Skipasmiðjuni komandi vikuskifti. Sjálv framsýningin byrjar leygardagin og dagin eftir, fer Aldubáran at framføra tónleik í stóru høllini. Høllin hevur framúr ljómburð, so sera væl egnað til smærri samansetingar og solo ljóðføri.

Júst sovorðin tónleikur er at hoyra.

Á skránni er føroyskur tónleikur eftir m.a. Atla K Petersen og Kára Bæk. Tónleikararnir, ið framføra eru: Andrea Heindriksdóttir, floyta – Christina Andersen, fagott – Ólavur Olsen, trompet – Sámal Petersen, violin.

Tað hevur á hvørjum árið verið tónleikaframførsla í samband við Heystframsýningina. Limir úr Aldubáruni hava framført dagin eftir at sjálv listaframsýningin er latin upp. Hetta hevur hepnast sera væl og hava konsertirnar verið stak væl vitjaðar og fólk hevur eisini nýtt høvið at skoða verkini á framsýningini í samband við konsertina.

Nógv nýtt hevur verið framført. Eisini okkurt gamal, treyðugt so. Okkurt føroyskt verk hevur fingið sín dóp við hetta høvið, ið er at meta sum eitt sera heppið samstarv millum listagreinirnar báðar, málningalist og tónlist.

Tónleikararnir greiða sjálvir frá um tónleikin. Innan og eftir konsertina býðst høvið, at skoða listarverkini, ið eru á hesi Heystframsýningini.

Konsertin er sunnudagin 26. september kl. 17.00 og varir í slakan tíma.
Konsertin er ókeypis.

ALDUBÁRAN

Wednesday, September 22, 2010

Gaman og álvara í Steinprenti

 Tíðindabræv: 



Toni Larsen

Verkstaðsfólkini, Jan og Fríða eru fyri kortum heimafturkomin úr Thisted, har tey hava verið í sambandi við upplatingina av eini stórari framsýning, sum Statens Kunstfond hevur av verkum, tey hava keypt seinastu trý árini, meðan núverandi nevndin hevur sitið. Listamaðurin Erik Steffensen, ið er formaður fyri Myndlista innkeyps- og legatnevndina sigur, at tað snýr seg um at fáa bestu listina út um alt landið og at fáa fólk og stovnar varugar við møguleikan at kunna søkja um at fáa dygdarlist til at hanga á teirra stovni púra ókeypis. Á stóru framsýningini, ið hongur í vakra gamla bygninginum hjá Thorvald Bindesbøll í gamla býráðshúsinum í býnum, hanga seks myndir hjá ávikavíst Knud Odde og Toni Larsen, sum eru framleiddar í Steinprenti í ár. Framsýningin verður hangandi til 3.oktober, áhugað kunnu lesa meira her: http://www.kunst.dk/artikel/dansk_samtidskunst_i_thisted/

Knud Odde

Hetta summarið hevur verið ómetaliga nógv virksemi í Steinprenti og serstakliga nógv fólk, bæði føroyingar og ferðafólk hava hugt inn; ofta hevur talið av vitjandi ligið um hundrað fólk um dagin. Nógv áhugaverd fólk vitjaðu, m.a. Kyle Reinhart frá Scandinavia House í New York. Og í øllum rokanum hava listafólk sanniliga eisini arbeitt á verkstaðnum, summi frá morgun til kvøld.





Claus Carstensen
Tann arbeiðssami og skjótthugsandi listamaðurin, Claus Carstensen vitjaði aftur á verkstaðnum og gjørdi nakrar ómetaliga sterkar og óhugnaligar myndir við støði í ræðuleikunum undir Pol Pot og Reyðu Khmerunum í Cambodia í sjeytiárunum. Claus er vanur at eksperimentera og tað gjørdi hann eisini á hesum sinni við m.a. at klippa hol í myndirnar á sama hátt sum Pol Pot sjálvur klipti høvdini út í bókini, sum hann hevði við myndum av sínum yvirmonnum, tá hann hevði avrættað teir. Holini í litografiunum tykjast ógvuslig, næstan sum herverk, ið saman við myndunum siga frá ræðuliga fólkamorðinum, sum kom í kjalarvørrinum á einari kommunistiskari utopi. Khmer Rouge skulu eitast at hava havt eitt motto, ið ljóðaði: ”Touk Min Chom Nenh Dork Chenh Kor Min Kat” - ”At varðveita teg er eingin fyrimunur, at missa teg er eingin missur”. Hesar myndirnar hjá Claus Carstensen minna okkum á eina vantandi virðing fyri tí einstaka dýrmæta lívinum, sum merkti Khmer Rouge og sum merkir øll hernaðarvaldstýri til allar tíðir.




Nærsýni

Framsýningarvirksemið hevur eisini verið nógv í summar við t.d. framsýningini "Nærsýni" við smáum myndum, sum Inger Smærup Sørensen kurateraði og sum var væl vitjað. Framsýningin við svørtum og reyðum grafikki "Svart og Reytt", sum undirritaða setti saman, er í løtuni at síggja i Glostrup Kunstforening, har hon verður hangandi til 29.september.




Inger Smærup Sørensen hevur somuleiðis kuraterað áhugaverdu framsýningina við standmyndum og grafikki hjá Peter Carlsen,, sum er at síggja í Steinprenti hetta til 2.oktober. Framsýningin er ummæld her á http://listinblog.blogspot.com/2010/09/eg-eri-bert-ein-mialhampamaur.html Umframt træskurðir, steinprent og hondkoloreraðar linoleumsskurðir, eru glaseraðir steintoysfigurar við á framsýningini, sum eg var serliga fegin at uppliva, tí eg bara havi sæð hesar í bókum áður. Og sigast skal alt fyri eitt, at eg ætli mær oman aftur í Steinprent, tí eg eri als ikki liðug at hyggja at teimum. Tað er okkurt ófatiliga vulgert, ljótt og rátt yvir hesum standmyndunum hjá Peter Carlsen, sum samstundis tykjast hugtakandi sterkar, heitar umframt skemtiligar, óhátíðarligar og hervið forloysandi øðrvísi í føroyskum skulpturellum høpi. Myndevnini til standmyndirnar stava fyri tað mesta úr norrønu gudalæruni og fevna um t.d. súreplini hjá Ydun, Ragnarok, Tór og kettuna og eina fína lýsing av Freiu í øllum hennara erotiska veldi.






Peter Carlsen

Peter Carlsen var ein av teimum sonevndu ungu villu, sum høvdu teirra listarliga gjøgnumbrot í Danmark í 80´unum, men síðani er Peter Carlsen, sum er heilt óvanliga dugnaligur listamaður, farin sína heilt egnu originalu leið. Carlsen náddi at gera eitt prent við keipum, sum bæði er vakurt og stuttligt og síðan fór hann í holtur við eitt størri prent í fleiri litum, sum hann kemur aftur at fullfíggja.








Tveir praktikantar hava starvast í Steinprenti seinastu tíðina, Drós Dalsgarð og Herdis Jacobsen, sum júst hevur framleitt sítt fyrsta steinprent nú uppihald hennara í Steinprenti er komið at enda. Stílurin er teknirøðskendur og myndevnið er eitt gentuportrett í ljósabláum og ljósareyðum, ið er dekorativt og ein góð og áhugaverd litografisk byrjan hjá Herdis, sum nú fer aftur til Onglands at lesa. Drós verður framhaldandi í starvsvenjing í Steinprenti og hon fer at hjálpa til komandi dagarnar at prenta restmyndir hjá Toni Larsen og Knud Odde. Síðani er ætlanin, at Anker Mortensen kemur á verkstaðið, har hann skal gera forsíðuna til Vencil umframt eitt serprent til Heystframsýningina.
Kinna Poulsen

Tuesday, September 21, 2010

Heystframsýningin 2010


Leygardagin klokkan 16 letur upp sætta Heystframsýningin og eru tit øll somul vælkomin.
Heystframsýningin hevur so líðandi fingið ein týdningarmiklan leiklut á føroyska listapallinum. Saman við øðrum afturvendandi árligum framsýningum er Heystframsýningin nakað fólk gleða seg til. Men okkurt serligt er við Heystframsýningini. Í øllum førum fyri meg, tí vónirnar til Heystframsýningina eru størri. Hon skal umboða tað allarbesta innan føroyska samtíðarlist, hon skal vísa alternativar framsýningarformar og bjóða okkum okkurt nýtt, ið flytir okkara heimsmynd og okkara listafatan. Harumframt skulu øll verk, hvør fyri seg, vera sterk og kompromileys og samstundis evna at liva saman við og samskifta við hini verkini, so at framsýningin gerst ein eind.
Høgu vónir okkara eru sjálvsagt ein byrða fyri Heystframsýningina, men tær eru eisini ein styrki, tí at vit, tá vit eru atfinningarsom og ikki nøktast ov lætt, skapa eitt umhvørvi fyri listina, eitt umhvørvi, sum listini tørvar til tess at yvirliva. So, møtið fjølment leygardagin og verið í atfinningarsomu brillunum.

Rithøvundur Heðin M Klein letur framsýningina upp og Einar Már Guðmundsson og Carl Jóhan Jensen lesa hvør sína yrking.

Tey sum sýna fram eru: Andrias Andreassen, Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, Hanni Bjartalíð, Hjördis Haack, Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Bárður Jákupsson, Anker Mortensen, Olivur við Neyst, Marius Olsen, Torbjørn Olsen, Brandur Patursson, Tróndur Patursson,Tummas Jákup Thomsen.


(IS)

Tíðindaskriv: Bókmentir í Sirkus mikukvøldið

 

Saman við Rithøvundafelagnum skipar Sirkus sum kunnugt fyri mikukvøldslestrum í hølum sínum í Vágsbotni. Lestrarnir eru annaðhvørt mikukvøld og fara at halda fram hetta til várs aftur.

Tveir mikukvøldslestrar hava longu verið, tann triði verður á skránni komandi mikukvøld (22. september) klokkan átta og hann verður ikki lakari enn hinir.

Hetta sigur Carl Jóhan Jensen um hendan mikukvøldslesturin:

"Hesaferð fer Hitt føroyska skjaldraveldi at koppseta áhoyrararnar móti snævurskygni og øðrum sjúkleika í samfelagnum við skemti, skjaldrum og alskyns fananskapi. Fyri teimum, ið ikki vita tað, kann upplýsast, at Hitt føroyska skjaldraveldi er eitt ikki ópolitiskt átak.Umframt, sum sagt, at koppseta móti snævurskygni, fæst Hitt føroyska skjaldraveldi eisini við malsjønska ráðgeving og vil ósmæðið fremja ta útlufting í heimastýrinum, sum fjølmiðlar, fólkavald og aðrar ópolitiskar kuldakrákur ikki troysta sær. Yrka- sum halgidagar hevur Hitt føroyska skjaldraveldi viðtalutíð á Fjasbókini frá kl. 00 til 24.

Gevið gætur at miðvikudagslestrarnir í Sirkus eru ókeypis og harvið bæði gagnligari og bíligari enn tann útlendska fimmoyraspekin um líkt og ólíkt, sum onnur royna at lokka tykkum við.

So møtið fjølment.
Heima sitið, drepur vitið.”

Rithøvundafelag Føroya
.

Monday, September 20, 2010

Húkurin er hott...



Hooked  

Eg mundi komið ov seint til arbeiðis fríggjamorgunin, alt av hasum ólukku húkinum, ella rættari av nýggja sanginum hjá Jákupi Veyhe; "Latið húkin standa", sum varð spældur í útvarpinum júst tá um sama mundi, sum eg lat meg í frakkan á veg oman í Steinatún. Mítt forvitni beyð mær at lurta eftir sanginum (hann er fínur, framførdur við teirri heilt autentisku "varðveitið Christiania" ondini) og tuskandi oman brekkurnar mátti eg stunandi staðfesta fyri mær sjálvari, at húkurin eyðsýniliga er komin fyri at vera og tað óansæð hvussu ørkymlaður landsverksfrøðingurin er ferðsluni viðvíkjandi, ella hvussu illa vit á listablogginum eru farnar at stúra fyri ferðsluni í Rom, nú tað gjørdist greitt, at standmyndir í ferðsluni eru av vandamiklastu morðvápnum. Sleppur húkurin ikki at vera standandi, verður tað byrjanin á einum nýggjum Klaksvíksstríði, meina summi og tað er altso ikki eiti á...

Mótsett keðiliga veruligum trupulleikum sum óumhugsaðar sparingar á mentanarøkinum, vantandi tjóðpallur og vánaligar umstøður hjá yrkislistini sum heild, er húkamálið rúkandi hott og vilja vit á listablogginum ikki standa aftanfyri eini samlaðari klaksvíkspressu (og Sosialinum) og hugagóðu miðsavnan teirra um húkin. Norðlýsi ruddar forsíðuna, sjálvandi og á heimasíðu teirra ljóða tey gleðiboð, at húkurin er eitt satt og stórt listaverk og fyri at koma øllum iva í hesum málið til lívs, hava teir fingið ein listamann at úttala seg: "Amariel Norðoy um húkin: ": "Tað er stórt at síggja húkin, Tað minnir meg um, tá eg var í New York og sá verðins størstu tøjklemmu og verðins størsta tummil. - Finnið fyri alt í verðina eitt gott pláss til listaverkið, húkin!". Javel og puff og orsakað, men so hava vit mistikið okkum, tá vit í vikuni greiddu einum skúlanæmingi frá, at tað at forstørra ein brúkslut ikki av sær sjálvum transformerar hann til list: "Húkurin er kanska flottari enn postkassin, sum einaferð stóð uppsettur suðuri í Skopun, men bæði estetiskt virði, symbolikkur og innihald eru tilvildarliga grundað við tað, at ein húkur í sær sjálvum hevur vakran form og lættfatiligan symbolikk. Listahugtakið verður í Føroyum í løtuni brúkt um alt millum himmal og jørð; hvør kvøldskúla- og sunnudagsmálari kallar seg listafólk og henda útholing av listahugtakinum vísir ikki serliga nógva virðing yvir fyri yrkislistini og teimum, sum hvønn dag fáast við list á høgum støði. Eg havi sum áður sagt stóra virðing fyri einum monumenti ella minnisvarði til frama fyri línumanninum, men tit fáa meg ikki at kalla húkin í Klaksvík fyri eitt listaverk..." (undirritaða í meyli til skúlanæming, sum ger skúlaútvarpssending um húkin).

Jú, vit hava skilt á lagnum, at húkurin skal takast í miklum álvara. Tað gera tey 549, nei eg meini 550 fólkini, sum higartil hava meldað seg uppí eitt sonevnt facebooksamfelag til frama fyri Klaksvíkshúkinum, har stigtakarar (rættiliga langt frammi í skónum og við altjóðagerðini í huga ) orða seg á enskum soleiðis "Our goal is to make this Community Page the best collection of shared knowledge on this topic. If you have a passion for Húkurin í Klaksvík, sign up and we'll let you know when we're ready for your help.". Øll tey mongu áhugaðu, sum fegin vilja vera við í húkasamfelagnum, finna tað lættliga í fjasibókini við at skriva Klaksvík í leititeigin ovaliga á skíggjanum.

Húkurin er sera týdningarmikil vita vit longu, men eftir myndunum á heimasíðuni hjá Norðlýsinum at døma hevur húkurin at kalla religiøsar dimensiónir. Í øllum førum minnir sirkulrunda myndaformatið ikki sørt um lýsingar av Mariu Moy og Jesubarninum úr endurburðartíðini, eins og tú næstan hoyrir fyri tær hátíðarligan lúðrablástur spæla undir sum tú klikkir teg inn á myndirnar av Húkinum í sunnanskyni.  http://www.nordlysid.fo/Default.aspx?ID=529



Samanumtikið eru vit eitt sindur forharmaðar um, at vit ikki alt fyri eitt sóu týdningin í húkinum og royna nú at bera í bøtuflaka fyri hesum mistaki við at vísa á nakrar áhugaverdar húkaleinkjur, sum allir húkaentusiastar kunnu stytta sær stundir við.

Húkaleinkjur:
http://www.kramm.fo/content/hvat-heldur-t%C3%BA-um-standmyndina-h%C3%BAkurin-%C3%AD-klaksv%C3%ADk
http://new.vagaportal.fo/pages/posts/hukurin-i-rundkoyringini-i-klaksvik-skal-standa-3527.php
http://www.nordlysid.fo/Default.aspx?ID=42&Action=1&NewsId=3443&currentPage=1
http://www.mess.fo/frettir/2010-08-23/Hukurin_Lokal_fegnast_serfrdingar_snerkja
http://uf.internet.fo/170910_Prikið_Latið_húkin_standa.mp3
http://planet.portal.fo/?lg=74627
http://fo-fo.facebook.com/pages/Vit-sum-elska-Klaksvik/112250225464875?sk=wall&v=wall
(KP)

Sunday, September 19, 2010

Úr atelierinum hjá Tórbjørn


Pietà 

Listamaðurin Tórbjørn Olsen hevur úr at gera í løtuni. Heystframsýningin nærkast, har Tórbjørn er limur og harumframt arbeiðir hann eisini við eini altartalvu til kirkjuna í Snejbjerg í Jyllandi (við Herning). Henda altartalvan er eitt sonevnt veingjaaltar við seks talvum og Tórbjørn er farin undir at mála stórar skitsur við mydevnum frá líðingarsøgu Jesusar. Á eini mynd síggja vit Jesus í Gethsemane, meðan  hann í svárastu sálarkvøl biðjur til Guð og hansara hollu stuðlar, lærusveinarnir liggja í fasta svøvni.

Hin myndin er ein sonevnd pietàmynd, sum lýsir støðuna, tá Jesus er tikin niður av krossinum og Maria Moy situr við deyða soninum í fanginum. Ovarlaga í myndini hómast teir tríggir krossarnir vinstrumegin og høgrumegin sæst ríkmaðurin Jósef, ið lat Jesusi sína grøv. Sum vanligt, málar Tórbjørn eftir livandi modellum, m.a. hevur beiggi hansara, listamaðurin Marius Olsen, leiklutin sum Jesus. Skitsan er ikki liðugt málað, men nýggja ekspressiva, koloristiska pietàmyndin sær longu nú út til at blíva góð. Skitsan sæst niðast her á blogginum. Fotomyndin niðanfyri er tikin í atelierinum hjá Tórbjørn, meðan modellirnar fingu ein steðg. Á myndini niðriundir aftur sæst nýggj donsk listprýdd útgáva av Nýggja Testamenti, har altartalvan, sum Tórbjørn hevur gjørt til Haldórsvíkar kirkju hevur fingið heiðursplássið á permuni.http://folkekirkeinfo.dk/2010/08/11/det-nye-testamente-med-kunst/






Í listasøguni eru nógvar pietàlýsingar, av Mariu við tí deyða Jesusi, umframt ymiskar konstellatiónir av fólkum og tí undraði tað meg, at eg ikki í nøkrum av evangeliunum dugdi at finna mammu Jesus við deyða soninum í fanginum. Eg spurdi Theodor Eli Dam Olsen, prest, hvussu hetta ber til og um allar lýsingarnar av Mariu Moy við deyða Jesusi eru uttan støði í Bíbliuni. Svarið er so mikið áhugavert, at eg við loyvi frá Theodori endurgevi her:

(KP)






Áhugaverdur spurningur tú setur!
Tað er altíð spennandi at lesa tey 4 evangeliini synoptiskt, tvs. samanberandi ella við ”síðuna av” hvørjum øðrum. Sambært Matteusi var støðan við krossin, at har ”vóru mangar kvinnur, sum stóðu burtur frá og hugdu at, tær, sum høvdu fylgt Jesusi úr Galileu og høvdu tænt honum. Teirra millum var Maria Magdalena og Maria, móðir teirra Jákups og Jósefs, og móðirin at Sebedeusarsonunum”. Um grøvina skrivar Matteus: ”Men har vóru Maria Magdalena og hin Maria; tær sótu beint yvir av grøvini”.

Markus skrivar, at har stóðu nakrar kvinnur við krossin, ”Men har vóru eisini nakrar kvinnur, sum stóðu langt burtur frá og hugdu at; millum teirra var bæði Maria Magdalena og Maria, móðir teirra Jákups lítla og Jóses, og Salóme, tær, sum høvdu fylgt honum og tænt honum, meðan hann var í Galileu; og mangar aðrar kvinnur, sum høvdu verið í ferðini við honum niðan til Jerúsalem”. Um grøvina skrivar Markus: ”Men Maria Magdalena og Maria, móðir Jóses, sóu, hvar hann varð lagdur”.

Lukas er meira kynsneutralur. Um støðuna undir krossinum skrivar hann: ”Men allir kunningar hansara, og tær kvinnur, sum høvdu fylgt honum úr Galileu, stóðu langt burtur frá og hugdu at hesum.”. Um grøvina sigur hann: ”Og tær kvinnurnar, sum vóru komnar við honum úr Galileu, fylgdu eftir, og tær sóu grøvina og hvussu likam hansara varð lagt. Tær fóru so avstað aftur og gjørdu til angandi urtir og smyrsl; og hvíludagin hildu tær sær í kvirrum eftir lógini”.

Jóhannes er sum ikki einaferð eitt sindur øðrvísi. Hann skrivar: ”Men við Jesu kross stóð móðir hansara og móðursystir hansara, Maria, kona Kleopasar, og Maria Magdalena. v26 Tá ið nú Jesus sá móður sína og lærusveinin, sum hann elskaði, standa har, sigur hann við móður sína: »Kvinna, har er sonur tín!« Síðan sigur hann við lærusveinin: »Sí, har er móðir tín!« Og frá teirri stund tók lærusveinurin hana heim til sín”. Jóhannes skrivar mær kunnugt onki um kvinnur á grøvini langafríggjadag. Kvinnurnar spæla eisini ein stóran leiklut páskamorgun í sambandi við uppreisnina, men tað er nokk ein onnur søga.

So summa summarum er tað nokk meira ein listalig ímynd enn ein bíbilsk referansa at avmynda mammuna við sínum deyða soni.

Annars skrivaði eg tekstin niðan fyri til sjónleikin ” Pietà”, ið varð sýndur í fjør.


Pietà!

Pietà. Kemur av orðinum pietas. Frómleiki. Guðsótti. Miskunn! Miskunn merkir góðska. Men kaga vit niður í grundtýdningin, merkir mis-kunn ikki at vera kunnaður ella ikki at rokna nøkrum nakað til last. At elska eitt menniskja av heilum hjarta uttan at taka dagar ímillum eginleikar og mistøk annars.

Tí vit hava jú loyvi til at tapa í lottarínum, sigur Ria, høvuðspersónurin í leikinum.

Í listini hevur Pietà verið ein ímynd av Mariu Moy sitandi við sínum deyða soni í fanginum. Hon, sum bar hann í heim, var eisini trúføst til tað síðsta. Hon stóð undir krossinum, tá hann læt lív.

Tá vóru annars nógv av hansara viðhaldsfólkum langt síðani rýmd.

Mater dolorosa kallast myndin av tí syrgjandi mammuni.

Myndin av Mariu við tí deyða Jesusi í føvninginum tók seg fram í 14. øld í Rínøkinum, har katolisisman hevur havt góðan gróðrarbotn í fólkasálini fram til okkara dagar.


Í sjálvari háborgini hjá katolisismuni, í Pæturskirkjuni í Rom, stendur tann gitnasta Pietà. Michelangelo høgdi hana úr marmori í árunum 1497 til 1500. Í 1970’unum bleiv hon álopin og skadd av einum sinnissjúkum manni við hamara, sum segði seg vera Jesus. Men hon stendur enn, tí kærleikin er ikki so at køva.

At Pietà er eitt so kent hugtak í listini er ikki so løgið. Her møta vit tí grundleggjandi í bæði list, vísindi og trúgv. Trongdina til hita, sannleika, góðsku, umsorgan og kærleika.

Listin, sum við sínum skapandi framførslum kann vísa okkum á hetta. Tað veri seg altartalvum, sjónleikum ella poppsangum.

Vísindini, sum ferð eftir ferð vilja vera við, at vit eru her fyri at nøra um okkum sjálv, hóast vit einaferð skulu hvørva úr hesi verð.

Og trúgvin, sum sigur, at góðskan hóast alt er ein veruleiki.

Men hóast pietà ofta í vesturlendskari list sipar til tann deyða Kristus í ørmunum á síni jarðisku móður, hava onnur lænt motivið.

Sigst at Mikines fekk íblástur til sínar pietàmálningar – málningar av líkum á børu – frá yrkingini ”Pieta” hjá Williami Heinesen frá 1930:

”…Stum i den naadeløse Aftenvind
hun sidder med den Dødes Haand i sin
og stirrer i hans slukte Ansigt ind…”

Eisini nobelvinnarin, Pär Lagerkvist, skrivaði í 1942 í yrkingini ”Pietà”:

”...Pannan är så blek och fårad,
känns som våt av svett.
Vad är det för svårt som hänt dig
sedan vi var ett?...”

Høvuðspersónurin í leikinum er sjálv mamma.
Men hon er ikki mamma mannin í seingini. Hon er heldur ikki nakað halgimenni. Tað kunnu vit ikki øll vera.
Hóast hon kanska heldur ikki er nakar miskunnsamur samáriubúgvi, so vísir hon góðsku og virðing móti manninum, sum hon annars onki veit um.

Pietà! Deyðin er eisini ein veruleiki. Men størri enn deyðin er tráanin eftir hita, góðsku og miskunn…

Theodor E. D. Olsen .

Saturday, September 18, 2010

Jóanes Nielsen á bókmentafestivali


Sambært forlagnum Tórgarði verður Jóanes Nielsen eitt av høvuðsnøvnunum á einum týsk-norðurlendskum bókmentafestivali 21-25. september í Sønderjyllandi-Slesvig. Festivalurin er fyriskipaður av Nordisk Informationskontor í Flensborg og Kulturburo der Stadt Flensburg í samstarvi við bókasøvn í Vojens, Flensborg og Sønderborg. Onnur nøvn á festivalinum eru t.d. Märta Tikkanen, Judith Hermann, Mikael Nieimi, Gunnar Staalesen, Anne Lise Marstrand-Jørgensen og Sissel-Jo Gazan. Á festivalheimasíðuni http://www.litteraturfest.nu/show.php stendur um Jóanses Nielsen at lesa: "Um føroyska rithøvundin Jóanes Nielsen (1953) er sagt, at hann hevði verið heimskendur, um hann skrivaði á øðrum máli enn á føroyskum. Hann er serliga kendur fyri sínar yrkingar, harav fleiri verk eru umsett: "Kirkjurnar á havsins botni" og "Pentur". Í ár kom danska útgávan "Broer af sultne ord". Harumframt hevur høvundurin skriva ummælararóstu skaldsøguna "Glansbílætasamlarirnir" (2008). Jóanes Nielsen hevur fleiri ferð verið í uppskoti til norðurlendsku bókmentaheiðurslønina."





 

Friday, September 17, 2010

Tíðindaskriv: Unga ættarliðið av solistum


Leygardagin 19. september kl. 16.00 verður konsert við solistum úr Musikkskúla Miðnámi í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Konsertin er sera fjølbroytt, har ið ungu tónleikararnir fara at framføra solo á sínum ljóðføri.

Á skránni er tónleikur eftir Chopin á klaver, Bach á bæði solo trompet og sello, brasilianskir gittartónar hjá Villa-Lobos, forkunnugir jazz-tónar á vibrafon, smektandi floytuspæl og solo-sangur, har ið sangarinnan Jensia Dam, sjálv hevur skrivað løgini.

Ungu spírarnir av Musikkskúla Miðnámi, ið framføra eru:
Rúni Hentze, trompet - Oluf Dam, klaver - Jan Rúni Poulsen, vibrafon - Maria Olsen, gittar - Marta T. Johannesen, floyta - Kristina á Váli, sello - Jensia Dam, sangur

Ein sera fjøbroytt skrá, har ið ungu tónleikararnir greiða frá tónleikinum, ið tey framføra.

Konsertin, ið er partur av tónleikaátakinum FramRás, varir í slakan tíma og er ókeypis.

Vegghamar í Listasavninum



Framsýning

Fríggjadagin 17.september kl. 17.00 letur framsýning við Arnoldi Vegghamar upp í Listasavni Føroya, sum hevur heitið "Á aðrar leiðir". Framsýningin er partvíst retrospektiv, men nýggir málningar vera eisini við á framsýningini, ið verður at síggja á savninum inntil 24.oktober. Í sambandi við framsýningina gevur Listasavnið út bók á føroyskum, donskum og enskum, sum danski listfrøðingurin Dagmar Warming hevur skrivað tekst til. Líggjas í Bø, stjóri, letur framsýningina upp, og listamaðurin verður sjálvur til staðar á ferniseringini. Bæði framsýning og bók verða ummæld her í næstum.

Thursday, September 16, 2010

Refleksjónir yvir Refleksjón


Sunnukvøldið klokkan 20 endaði ein long og stórt sæð mentanarleys summarfrítíð í sjónvarpinum, tá ”Refleksjón” tónaði fram á skíggjanum. Kringvarp Føroya hevur boðað frá, at tey í størri mun ætla at raðfesta mentanina og hetta gera tey eyðsýniliga við at senda eina mentanarsending hálvan tíma annanhvønn sunnudag og við at hava eina mentanardeild við einum einstøkum ársverki. Men gott er, ein hálvur tími annanhvønn sunnudag er rættiliga nógv betri enn einki og einmannsmentanardeildin er útmerkað væl mannað av Heina í Skorini - so latið okkum venda aftur til sendingina.

Refleksjón byrjaði við einum innslagi um feðgarnar Ega og Búa Dam, sum eru frammi í løtuni við leikinum "Apan" hjá Kafka. Innslagið var fínt, serliga av tí, at listafólkini greiddu frá hvat list er fyri tey. Listin og okkara persónligu fatanir av hvat list er fyri nakað er gott tilfar. Tað er altíð áhugavert at hoyra hugsanir hjá listafólki um list og at sleppa at lummafilosofera víðari heima í sofuni. Innslagið varð væl perspektiverað av bókmentafrøðinginum Bergi D. Hansen, sum var biðin at greiða frá høvundinum. Bergur dugir sín Kafka og alt, hann segði var gott og satt, men innslagið bar tó brá av eini heldur gamaldags public service fatan, har vit sum síggjarar verða sett á skúlabonkin fyri at læra. Hetta slagið av klassiskum mentanarjournalistikki er als ikki vánaligt, men tá vit nú hava fatur í einum Kafkaserfrøðingi, kundi tað ikki verið áhugavert at sett honum nakrar kritiskar spurningar?

Næsta innslagið var eitt miniportrett av tónleikaranum Mikael Blak. Mær dámar væl hetta slagið av formidling og eg haldi, at Mikael Blak er áhugaverdur, so hetta innslagið var somuleiðis væl eydnað eftir mínum tykki. Miniportrett hoyra til ta løttu sjangruna, sum pláss eisini skal vera til í eini mentanarsending. Nógvir vegir føra inn í listaheimin og ein teirra er at viðgera listamannin sum persón. Tað er fínt undirhald og góð mentanarformidling, tá høvuðspersónurin sum í hesum førinum, er væl valdur og smásøgurnar frá vinum og starvsfeløgum vóru eisini undirhaldandi, stuttligar og sigandi.

Síðsta innslagið snúði seg um listafilmarnar hjá Marionnu Mørkøre og Rannvá Karadóttir, ið hava fingið stóran ans uttanlands. Aftur var talan um spennandi, væl valt tilfar, sum bæði er aktuelt og sum hevur dýpd. Men tíverri bar innslagið brá av vantandi vitan um sjangruna. Tað finst ein stór og als ikki nýggj hevd fyri filmar av hesum slagnum, men hetta var ikki viðgjørt. Tað er ikki tí eg ynskti mær eina pedagogiska gjøgnumgongd av sjangruni, tvørturímóti dámar mær illa at blíva lærd upp á, men tað var sum um, at grundarlagið fyri kjakinum var, at man ongantíð áður hevur sæð ein film uttan eina søgugongd, at man ongantíð áður hevur sæð til filmar við hasum slagnum av estetikki. Tað ørkymlaði eitt sindur, tí tað er ikki rætt.

Samanumtikið var fyrsta sending av ”Refleksjón” í hesari sesongini á allan hátt væl komponerað. Her var álvara og skemt, tungt og lætt tilfar, bókmentir, leiklist, tónleikur, visuel list og filmur, ja alt hvat tann mentanarfegni kundi ynskt tær, men við einum undantaki, tí kritiska tilfarið vantaði.

Tað er als ikki tí eg havi nakað í móti at síggja góða list verða formidlaða jaliga og sum heild taki tað negativa fram um tað positiva. Sjálvandi ikki. Tað er heldur ikki tí, eg ikki kann undirhaldast uttan gølur og svikaráð. Als ikki. Men óansæð hvussu góð ein mentanarsending er, verður hon ongantíð ordiliga góð uttan tann kritiska vinkulin. Uttan hendan endar mentanarjournalistikkur við at vera eitt slag av brúkarakunning og vørureklamu í staðin fyri at elva til kjak og vera eksperimenterandi og nýskapandi. Mentanarjournalistikkur má ikki gerast ov tannleysur. Men tað er í grundini ikki lætt og hetta kemst ikki bert av, at mentanartilfarið er so lágt raðfest sum tað veruliga er í Kringvarpinum, men eisini tí eingin er at samskifta og kappast við innan fyri kritiskan mentanarjournalistikk í Føroyum. Bløðini almannakunngera óviðgjørd tíðindaskriv og teirra viðgerð av mentanartilfari líkist meira tænastuupplýsingum enn veruligum mentanarjournalistikki, tí koma eingir nýggir formidlingsformar eins og kritiska mentanarformidlingin ikki verur til nakað.

Einmannsmentanardeildin í Kringvarpinum hevur eina stóra og tunga uppgávu framman fyri sær, byrjanin var góð og eg gleði meg til eitt enn betri framhald.



(IS)

Wednesday, September 15, 2010

Føroysk listafólk fagnað uttanlands


Bárður Jákupsson


Áhugin fyri føroyskari list er stórur uttanlands, t.d. millum donsk listaáhugað og tískil eru eisini nógvar føroyskar listaframsýning í Danmark millum ár og dag, eins og føroysk listafólk myndprýða kirkjur, bygningar osfr. niðri. Allar framsýningarnar og myndprýðingarnar eru neyvan líka góðar, men óansæð er hetta ein partur av føroyskari myndlistasøgu, sum vit kenna lítið og einki til og sum er lutfallsliga tilvildarliga umboðaður í fjølmiðlunum. Framsýning hevur júst verið í Berlin sum partur av stórum føroyskum mentanarligum átaki har og eg havi enn ikki sæð nakrar myndir hiðani. Tóroddur Poulsen hevur til 12. oktober framsýning í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, ið higartil bert hevur verið umrødd á Listablogginum. Tróndur Patursson myndprýddi herfyri eina danska kirkju við glaslist, sum vit ikki hava sæð, men sum vit vónandi fáa nakrar myndir av, so at vit kunnu vísa tær á listablogginum. Torbjørn Olsen hevur framsýning niðri í løtuni, eins og hann er í gongd við at mála eina altartalvu til gomlu miðaldarkirkjuna í Snejbjerg við Herning til eitt veingjaaltar við seks talvum. Hann arbeiðir, eins og hann hevur gjørt áður við myndevnum úr líðingarsøgu Jesusar og Listin vónar somuleiðis at kunna vísa hesar myndirnar. Tað eru ivaleyst mong onnur føroysk listafólk, ið hava framsýningar niðri og uttanlands og tey skulu øll vera hjartans vælkomin at senda okkum fotomyndir av hesum.

Inntil 19.september hevur Bárður Jákupsson stóra framsýning í Skovhuset í Værløse, har hann sýnir fram útivið 50 oljumálningar og vatnlitamyndir, sum hevur verið stórliga fagnað. Listin hevur tíverri ikki havt høvið at vitja framsýningina, men vit gleða okkum sjálvandi til at síggja nýggju verkini hjá Bárði Jákupsson á Heystframsýningini, sum letur upp í Listahøllini 24.september. Á positiva ummælinum í Politiken skilst, at okkurt gott er í væntu. Tað er Peter Michael Hornung, sum hevur skrivað greinina, ið breiðir seg yvir eina heila síðu í danska blaðnum. Hornung hevur gott innlit í listaheimin hjá Bárði Jákupsson vita vit, tí tað var hann, sum skrivaði tekstir um føroyska listamálaran í bókini Myndlist í Føroyum og í monografiini um Bárð Jákupsson. Skulu vit trúgva Hornung, hevur Bárður Jákupsson heilt einfalt ikki verið betri enn tað sama. Eftir hansara meting málar Bárður sum um hann nústani er sloppin veruliga at folda seg út. Vit eru kanska ikki heilt samd í hesi meting, eftirsum Bárður eftirhondini í sjey ár - síðan hansara tíðarskeið sum leiðari í Listasavninum endaði - so dyggiliga og væl hevur foldað seg út sum vit hava sæð tað bæði á serframsýningum í Listasavninum og í Listahøllini og á t.d. Heystframsýningum. Men vit fegnast tó um flotta ummælið, sum áhugað kunnu lesa her: http://ibyen.dk/kunst/anmeldelser/article1043652.ece Myndirnar, sum vit vísa, hevur Bárður m.a. málað til Heystframsýningar. Stílurin er eyðkendur við fýrisligu, dansandi skákstrikunum, ið mana fram eitt føroyskt klettalandslag í ljómandi sól og kolandi ódn. Myndirnar eru ekspressivar, abstraktar lýsingar av sjálvum essensinum av tí landslagi, sum hesin listamaður kennir út og inn og sum fáur dugir so væl sum hann at lýsa bæði myndaliga og í orðum.
(KP)

Tuesday, September 14, 2010

Aldubáran framførir nýtt verk hjá Tróndi Bogason


 
Don´t try this at a party

"Don't try this at a party" er heitið á nýggjum verki, ið unga føroyska tónaskaldið Tróndur Bogason hevur skrivað til Aldubáruna, ið frumframflytir verkið á fyrsta sinni nú hóskvøldið kl. 19.30 í Norðurlandahúsinum. Hetta er fyrsta konsertin í samband við tónleikafestivalin FramRás.

Tróndur sigur sjálvur um verkið, at hann fekk hugskot at nýta ein serligan gittarteknikk, har ið leikarin bert slær inn á streingin. Við hesum kemur ein serstakur klangur. Á gittaramáli nevnt "tapping".

Heitið "Don't try this at a party" sipar til, at hann javnan, í veitsluhøpi, settist við gittarini at royna júst hetta fyribrigdið, men at veitslan skjótt doyði út, tí hann sat púrasta í síni egnu verð, uttan at sansa, at veitslan fjaraði út ......... Tí vil hann fráráða, at royna hetta í veitsluhøpi.

Verkið er síðani sett út fyri øll ljóðførini í orkestrinum og hóast gittarin er við, so hevur hann ikki høvuðsleiklutin. Verkið er fyri allan Aldubárubólkin, ið telir 18 fólk. Ein sokallað sinfonietta, ella eitt lítið symfoniorkestur við einum tónleikara á hvørjum ljóðføri.

Umframt føroyskan tónleik, framførir Aldubáran eisini verk eftir Anton Webern. Konzert opus 24, eitt av høvuðsverkunum innan kamartónleik í 20. øld.

Eisini er italskur tónleikur eftir Nino Rota á skránni. Rota hevur skrivað ørgrynnu av tónleiki, men flest munnu kenna filmstónleikin hjá honum. Kendastur er uttan iva Godfather. Aldubáran verður hesuferð stjórnað av einum ungum norskum dirigenti Trond Husebø.

Konsertin er liður í FramRás tónleikaátakinum og er komandi hóskvøld 16. september kl. 19.30 í Norðurlandahúsinum.

Atgongumerki á kr. 100,- kunnu keypast við dyrnar ella á alnótini http://www.nlh.fo/

Øll eru hjartaliga vælkomin á hesu fjølbroyttu konsert við nýggjum føroyskum, klassiskum nýbrotum og sorgblíðum, løttum italskum tónum.

ALDUBÁRAN

http://www.aldubaran.com/