Tuesday, December 25, 2012

Horvnir menn, ummæli



Agnar Artúvertin hevur sent okkum ummæli av stuttsøgusavninum Horvnir menn hjá Firouz Gaini

Savnið Horvnir menn eftir Firouz Gaini er eitt savn, sum brýtur frá vanligum føroyskum stuttsøgusøvnum, tí tað er skrivað sum ævintýr ella líknilsir. Eg havi ikki lisið hinar søgurnar, sum Firouz hevur givið út, so eg fái ikki samanborið, men søgurnar í Horvnum monnum hava dám av at vera skrivaðar av einum heldur óroyndum høvunda. Evnið í savninum er at vera ættaður úr fremmandum landi, vera søguleysur, ættleiddur, úr aðrari mentan osfr. Skrivistílurin er ógvuliga deskriptivur og turrur, sjónarhornið leypir sum best ber til - tað ger søgurnar ósamanhangandi og strævnar at lesa - og tann frágreiðandi stílurin leypir eisini onkuntíð. Vit fáa lívssøgurnar hjá øllum fólkunum serveraða í óneyðuga samankroystum líki, systkjum teirra, foreldrum, ommum og abbum, hvørjum tey arbeiddu við og hvørjum klæðum tey gingu í. Slíkar lýsingar hoyra til realismu og ikki til allegoriir og ævintýr. Hetta er álvarsamt ósamsvar millum stílar, sum oyðileggur nógv í savninum. Serliga er søgan Tveir brøður stokkut í frásøgn, tí allar lívssøgurnar hjá øllum persónunum skulu fáast við. Tað er sum um Firouz absolutt má kroysta alt, sum hesir persónar hava gjørt, saman á lítið pláss. Hann byrjar við einum persóni - at hann er soleiðis og soleiðis og gongur ílatin so og so - og so fer hann víðari at lýsa næsta persón, men kemur so í tankar um okkurt, sum hann hevur gloymt við tí síðsta persóninum, og leypir so aftur til hann fyri líka at fáa síðstu detaljurnar um klædnastílin við. Tað er stuttligt at síggja sovorðið, men ikki stuttligt at lesa. Firouz leggur stundum dent á at lýsa ymiskt óviðkomandi. Td. lýsir hann klæðir og sigur okkurt sum ”segði ein kvinna í bláum kjóla” ella ”…segði ein maður í gráum klædningi” Slíkar lýsingar er púra malplaserað fokus, sum hongur í leysari luft og hevur einki samanhang við nakað sum helst, uttan at geva lesaranum eina skjóta mynd í høvdið. Og tað verður vanliga brúkt sum eitt amatørjournalistiskt trix. So, droppa tað næstu ferð.

Í søguni Horvni Ivan fáa vit at vita, at Ivan gongur sum ein berføttur Sokrates og spyr spurningar, sum fáa fólk at hugsa. Hetta dámar teimum ráðandi og ríku í býnum ikki, og teir kidnappa hann og ætla at geva honum eina sproytu frá einum ríkum lækna í hvítum kittli. Hvat vil Firouz við søguni? Er tað bara 80’arakritikkur av samfelagnum ella roynir hann at røkka djypri og nema við filosofiska evnið Brain in a Vat? Og til endans fer Ivan við blokkfloytu út úr býnum við einum hala av ungum autonomum hippiarum aftan á sær, sum ein rottufangari úr Hamelin. Tað er sum um Firouz ikki fær bestemmað seg um hann vil hava søguna at vera ævintýr, líknilsi, crime fiction ella okkurt annað.

Tað at hava alvitandi frásøgufólk er frálíkt, og tað er eitt, sum Firouz dugir væl at stýra. Tann beinleiðis talan í savninum er øgiliga veik og ótrúverdug afturímóti. Men tað sama kann sigast um eitt ótal av víðagitnum og etableraðum rithøvundum. Í roynd og veru eru tað skelkandi fáir rithøvundar í allari verðini, sum ordiliga duga at jonglera við beinleiðis talu. Eg kenni bara tveir føroyskar rithøvundar, sum dugdu tað ordiliga væl, og tey nøvnini kennir hvør einasti føroyingur.

Søgan nevnir í byranini Ivan sum ein annan Sokrates, men man skal ongantíð nevna tað, man hevur sum fyrimynd, í sjálvari søguni, tí tað oyðileggur søguna beinanvegin. Eg havi sæð nógvar føroyskar rithøvundar, og ikki bara ungar ella óroyndar, gjørt tað mistakið. Tað er sum oftast ein hugur til at spæla klókur, men hjá Firouz er tað heldur ein ógjøgnumhugsað viðmerking, sum er komin av sannari skrivigleði og at Firouz følir seg heima í tekstinum. Hetta er sera gott tekn, men tað skulu nógvar søgur skrivast, áðrenn man dugir at meta um, nær slíkt riggar og nær tað ikki riggar. Í hesum førinum riggar tað tíverri ikki.

Tó dugir Firouz væl at nýta myndir sum í ævintýrum ella søgunum hjá danska Villy Sørensen - td. ein litmiklan fugl sum mynd á evnaríkar innflytarar, ella ein múr sum mynd á okkurt, sum skilir faðir og son sundur. Men tá ein brúkar slíkar algongdar og vanligar myndir sum fuglar og berlinmúrar, eigur ein ikki at leggja ov stóran dent á ymiskt annað, sum tekur fokusið vekk frá tí, td. kynsbúningina og læknan á hospitalinum, men bara fokusera upp á myndirnar gjøgnum alla søguna og ansa eftir teim knøppu frávikum, sum lúra allastaðni.
Í skaldskapi er vanligt at geva persónum nøvn fyri at skapa eitt nærri samband við teir, fyri at gera teir heilari. Hesa snild dugir Firouz væl, men tað er tíverri ikki eitt trix, sum megnar at gera nakran mun ella bøta um ta støplandi og leitandi gonguferðina millum genrur og stíl. Vit lesa um gentuna Vár, sum varð ættleidd av ríkum fólkum, meðan fátæka systir hennara og vinkonan eita Alda og Irma - sum eru tvey bílig supermarknað í Týsklandi og Danmark har tey, sum ikki fortjena tað stóra, fara til handils. Firouz brúkar nøvn sum Djóni (føroyskt) og Frank (útlendskt) á sama hátt sum Magnus Dam Jacobsen gjørdi í sínum stórbýarskitsum. Men tað er líkasum nakað eyka, sum man ger, tá tamarhald er fingið á sjálvari søguni, søgugongdini, myndum, stíli, rødd osfr, og tað tykist ikki sum tað tamarhaldið er komið heilt upp á pláss enn. Tí er tað eitt sindur hugstoytt at lesa Horvnar menn, tí evnini eru góð, myndirnar góðar, men tað mesta bliknar í viðgerðini og samansetingini. Men um hann blívur við at skriva, so fer hann uttan iva at fáa tamarhaldið. Tað gera øll fyrr ella seinni, og tað kemur av sær sjálvum.

Agnar Artúvertin

Horvnir menn, stuttsøgur, Firouz Gaini, Mentanargrunnur Studentafelagsins, 125 s. 198 kr.

Árið ið fór innan listina 1


Seinastu tvey árini havi eg til jóladagarnar gjørt eina gjøgnumgongd av árinum ið fór innan listina, har eg havi tikið stórt sæð alt við, sum er hent. Men í ár havi eg hug at gera tað eitt sindur øðrvísi. Eg havi hugt aftur á árið og valt nakrar fáar upplivingar, rák og kjak burtur úr, sum eg haldi hava verið týdningarmikil. 

1. Listafólkaaktivisma
Í desember vísti KVF eina danska sending, sum æt "Børn eru rótin til alt ónt”, sum lærdi okkum, at vit gerast óeydnusom av at fáa børn. Okkara tíð, pengar og útsjónd eru hótt, persónliga frælsið fýkur, vit kunnu ikki longur fara á ves ella hava endaleysar romantiskar døgurar á dýrum matsovum í frið, tá vit hava børn. Individalisman og sjálvsdyrkanin náddu sostatt ófatiligar hæddir anno 2012, at modernað fólk ikki duga at síggja nakra meining við at vera foreldur, og so skjótt sum yvirromantiseraðar ímyndir um lívið verða tað minsta bjóðaðar av, kenna tørv á at fáa fatur á einum coach, sum við sínum endaleyst avmarkaða viti gevur tey ráð, at børnini mugu sendast til púra ósek fólk í familjuni soleiðis, at mann kann dyrka seg sjálvan í frið og náðum.

Vit hava eftir míni meting ógvuliga lítið at takka BADH samgonguni fyri, og eg haldi, at hetta hevur verið eitt ræðuligt ár politiskt. Valdsharrarnir tíggja sær ikki sum forkelað børn, men meira sum oyðiløgd foreldur, ið als ongan áhuga hava út yvir at nøkta teirra egna platta tørv. Men kanska er onkur glotti í myrkrinum, tí tað tykist sum, at tá egoisman gerst total millum politikararnar og sosiala elendigheitin gerst fullkomin, ja so flytir tilvitið hjá fólkinum út í samfelagið og burtur frá okkum sjálvum og teirri annars konstantu miðsavnanini um okkara egnu sál og okkara egnu eydnu. Fram móti heimsins undirgangi 21.desember var mann eisini líka við at trúgva, at tilvitið fór at flyta seg heilt út mótvegis tí globala samfelagnum, men latið okkum nú taka eitt í senn.

Eg haldi, at tað hevur verið lívsjáttandi og gott at síggja hvussu listafólk gjøgnum alt árið hava gingið á odda við samfelagssinni, hvussu tey hava verið sjónlig í sambandi við listaverkfallið, Free Pussy Riot verkætlanina, Listafólkaboykottið, framsýningina ”Hvat er natúrligt?” og eina røð av markantum røðum og innleg, ið hava givið egoismu og snævurskygni skarpan gang.
Hetta hugsi eg við takksemi um í sambandi við 2012 og eg vóni at síggja meira av hesum í 2013


(IS)

Monday, December 24, 2012

Gleðilig jól




Við hesi stuttligu, speirekandi jólamyndini, sum Peter Carlsen gjørdi fyri kortum í Steinprenti, bera vit øllum okkara lesarum bestu ynski fyri høgtíðina. Og i dagens anledning vil vi også på dansk ønske vore læsere glædelig jul med det sardonisksmukke juletryk, som Peter Carlsen lavede forleden i Steinprent. Godt nytår og tak for 2012.





(KP)


Eingladust 24


borgarstjórin
hevur fylt
kramarhúsini
sum hanga
á skalluta
jólatrænum
sum stendur
á grøvini
yvir føroyska
samleikan
á tinghúsvøllinum
við puddilhundalorti

hann vil
gleða børnini
og seg sjálvan
á jólum



(TP)

Sunday, December 23, 2012

Eingladust 23


óttin og eg
vit hava tað
so gott
ganga drúgvar
túrar
í brattlendi
og á sløttum
ferðast til
onnur  lond
har frælsi
er eitt fongsul
og tú fært
deyðiligar sjúkur
andar tú ov djúpt
vit vitja ódjóragarðar
í trongum býum
har mordarin eltir okkum
við bangnum eygum
vit heilsa uppá hetjur
í bronzu og kopari
sum droyma
tað sama  sum vit
vit ræðast ongan
óttin og eg

(TP)

Saturday, December 22, 2012

Eingladust 22


tónleikurin
hongdur
har glasið
ikki sker
og døggin
er turrur
dreymur
og
morgunin
purrar
mína
sælu
líkasælu
út



(TP)

Friday, December 21, 2012

Brahmadellar í undanvindi


Tey góðu tíðindi bórust í vikuni, at Jóanes Nielsen hevur skrivað sáttmála við Random House, sum er eitt av heimsins størstu forløgum um at geva hansara bók Brahmadellarnir út á týskum. Jóanes Nielsen gav herfyri út yrkingarsavnið "Tapet millum øldir".

http://avisen.dk/faeroesk-forfatter-faar-international-kontrakt_198328.aspx

Eingladust 21


illsintur maður
og eitt borð

og tað sum nú
liggur á gólvinum

sum eitt vælsignilsi
ið krevur eitt vælsignilsi:



spøkilsið
ið vitjaði
meg í nátt
segði mær
at tað var
einki lív
hinumegin
at tað var
eins deytt
og hesumegin
at vit aldrin
høvdu livað

(TP)

Thursday, December 20, 2012

Eingladust 20


spegilin
hongur
í andvekri
á vegginum
hann hevur
einki heimland
og kann ikki
bløða men
bert gráta
eitt lítið
sindur tá
eg smílist

(TP)

Wednesday, December 19, 2012

Opið bræv til landsins leiðslu frá norðurlendsku listasambondunum


Lagmand Kaj Leo Holm Johannesen

Kulturminister Bjørn Kalsø

Lagtingsformand Jógvan á Lakjuni

De nordiske kunstnerråd, der har været samlet i København d. 12. december 2012, udtrykker sin dybe beklagelse og alvorlige bekymring over de markante nedskæringer indenfor kunst- og kulturområdet, Færøerne sætter i værk i det kommende år.

For det nordiske samarbejde er det ikke befordrende, at den færøske kunstfond (Mentunargrunurin) med ét slag bliver beskåret med 1/5 og støtte til musik beskæres med 1/3, da støtte fra de nordiske fonde i de fleste tilfælde er betinget af lokal støtte.
Hvis den færøske kulturstøtte beskæres, vil det automatisk medføre mindre muligheder for færøske kunst- og kulturarbejdere at indgå i det nordiske og internationale samarbejde. 

Det er med en blanding af både forståelse, beundring og forstemmelse, at vi erfarer, at en lang række af Færøernes mest markante og internationalt anerkendte kunstnere har valgt at nægte at stille op til nationale repræsentative arrangementer sammen med Færøernes politikere. 

Færøernes kunstnere har bidraget rigt til både det nordiske og internationale kultursamfund, og de har altid været stolte over at optræde som ambassadører for den færøske nation. Vi opfatter de færøske kunstneres beslutning som et udtryk for desperation og et nødråb til de færøske politikere, om at respektere kunsten og kulturens betydning for for det færøske samfund og dets befolknings selvforståelse.

At iværksætte besparelser på kulturområdet, der går langt ud over de gennemsnitlige nedskæringer, der i øvrigt findes nødvendige for at imødegå den internationale økonomiske krise, sender et signal til omverdenen om, at de færøske myndigheder ikke selv værdsætter sin kunst og kultur.

Færøerne har en lille geografisk udstrækning og en mindre befolkning. Derfor er de markedsmæssige muligheder for de færøske kunstnere begrænsede, og af den grund er politisk og økonomisk opbakning helt afgørende for at færøsk kunst og kultur stadig kan være til stede i verden.

De nordiske kunstnerråd appellerer til de færøske myndigheder om at genoverveje sin beslutning.

Kolbrún Halldórsdottir, formand
Bandalag Islenskra Listamanna, Island

Anders Hovind, arbejdsudvalgsmedlem
Kunstnernettverket, Norge

Brita Kåven, sekretariatsleder
Samisk Kunstnerråd

Ilkka Niemeläinen, formand
Forum Artis, Finland

Henrik Petersen, formand
Dansk Kunstnerråd

Anna Söderbäck, formand 
Konstnärliga og Litterära Yrkesudövares Samarbetsnämnd, Sverige

Sein kúgv fær glæsiligastu listauppliving



Eg skal viðganga, at eg var í seinna lagi at koma mær niðan á framsýningina í matstovuni hjá Dugna á Hjalla. Og tað er ikki fyrstu ferð, fleiri framsýningar hava verið í 2012, sum eg ikki sá, m.a. ein eftir øllum at døma áhugaverd framsýning hjá Tummas Jákupi Thomsen í somu hølum. Men sambært lýsingini skuldi hendan framsýningin hjá Zachariasi Heinesen vara inntil 20.des. Tað var tessvegna eitt ordans vónbrot, at meginparturin longu í dag var tikin niður. Vónbrotið varð tó skjótt vent til inniliga gleði, tá eg fór at hyggja at teimum báðum myndunum, sum hingu eftir á vegginum í ljósu høgloftaðu hølunum hjá Dugna. Tí báðar myndirnar eru í grundini eins og sannførandi syntesir av øllum tí besta, sum er serstakt fyri Zacharias Heinesen og sum einki annað listafólk ger honum eftir. Báðar myndirnar eru klassiskar í so máta, at tær avmynda hansara fasta myndevni, bygdina við havið. Men í omanfyristandandi mynd sameinir listamaðurin tveir málihættir soleiðis, at úrslitið gerst ógvuliga abstrakt samstundis sum myndin gevur eitt sansaligt boð uppá sjálva kensluna av ljós og mjørka. Myndin er lutfalsliga strangliga bygd upp í níggju flatar í ymiskum bláum og gulum tónum, sum miðskeiðis niðarlaga í myndarúminum upploysast til ein ótálmaðan litdans í violettum, reyðum, grønum, bláum og gulum. Hetta er ein framúrskarandi og frísk mynd hjá Zachariasi Heinesen og tað sama er galdandi fyri hina myndina, sum eg seti inn niðri undir her. Tíverri eru fotomyndirnar bert viðfáningar í mun til teir veruligu málningarnar soleiðis sum tú sært tær í veruleikanum, jú, hetta gjørdist av sonnum ein stór listauppliving hjá seinari kúgv.


Sjálvsognarstovnurin Dugni er fyrrverandi ALV, sum arbeiðir til frama fyri teimum arbeiðstarnaðu. Dugni hevur aftur í ár latið gera eina sonevnda kærleikskúlu, sum er eitt listarligt  jólaprýði. Tróndur Patursson gjørdi tað fyrstu, Hansina Iversen ta næstu og í ár hevur Zacharias Heinesen gjørt ta vøkru Kærleikskúluna, sum er heilt serstøk, munnblást og sum fæst til serligan gávuprís um jólini. Ein meiningsfull gáva, har gevarin stuðlar  eini góðari søk. Allur søluágóðin fer til mennandi virksemi hjá Dugna. Endamálið hjá Dugna er at stuðla arbeiðstarnaðum við mennandi virksemi og útbúgving, so hesi hava møguleika at fáa vinnuførleikan aftur. Zacharias Heinesen sigur soleiðis um Kærleikskúluna og meðan eg lesi hansara litríku orð, leitar hugur mín aftur til tann framúrskarandi málningin, sum hongur eftir uppi í Dugna og glitrar litfagurt sum ein ælabogi og sum døgg í grasi:



Kærleikin er sum sólin 
Kærleikin er sum sólin -

hevur allar litir í sær.
Sólin er stundum brandgul,
reyðviolett ella gulgrøn.

Nú er kærleikin bláviolettur. 
Tú lyftist upp í loft,
sveimar í ørsku.
Gloymir alt fyrilit,
tú verður findarglaður
og eyðnusælur.



(KP)

Listafólkaboykottið stendur við


Listafólkaboykottið hevur varað síðani Sunleif Rasmussen mælti til tess í Degi og Viku tann 2.november, tvs. í knappar 50 dagar og higartil hava heili 101 listafólk skrivað seg uppá boykottaralistan her á Listablogginum. Ætlanin við boykottinum er at ávirka opiniónina og altso at fáa mentamálaráðharran til at taka skerjingaruppskotið aftur. Vit taka fult undir við listafólkunum, men hava tó gjørt okkum ávísar tankar og stúringar um nærmastu framtíð. Mentamálaráðharrin letst jú ikki ikki um vón og listafólk eru fíggjarliga sæð ein ógvuliga útsettur og veikur samfelagsbólkur uttan verkfalskassar ella aðrar sosialar tryggingar. Í hesum sambandi havi eg spurt Sunleif Rasmussen um eina støðulýsing viðvíkjandi listafólkaboykottinum. Og nú tíðin er farin at nærkast til heiðurslønarhandan, tá mentanarheiðurslønir landsins verða latnar, spurdi eg m.a. um hvørt listafólk, ið boykotta kunnu loyva sær at taka lut í hátíðarhaldinum 15.januar og um tey evt. kunnu loyva sær at taka ímóti heiðurslønum.

SR: Starvslønirnar er ein heiður, ið almennu Føroyar lata fyri avrik, ið listafólk
hava framt. Bjørn Kalsø hevur als ikki lut í heiðurslønum landsins. Hann er
bara statistur, ið letur heiðurslønirnar, vegna almennu Føroyar.

KP: Bjørn Kalsø letst ikki um vón, er tá nøkur orsøk at halda áfram við listafólkaboykottinum?

SR: Tað, at myndugleikarnir ikki látast um vón, og sýna sín maktfulkomuleika, er orsøk í sjálvum sær, at halda áfram við boykottinum.

KP: Hvørjar verða avleiðingarnar, heldur tú, av skerjingini av mentanarjáttanini?

SR: Avleiðingarnar av skerjingini av játtanini hjá Mentanargrunninum verða, at 20% færri fløgur koma út, at 20% færri bøkur koma út, at 20% færri listatiltøk verða framd osfr. Hetta eru beinleiðis avleiðingarnar, men tað eru so ómetaliga nógvar avleiddar vinnur, ið fáa minni virksemi orsakað av niðurskurðinum. Tað er alment kent at hvør íløgukróna í list, gevur samfelagnum millum 5 og 10 krónur aftur. Mantraið hjá høgrapopulistiska landstýrinum er, at fólk skulu arbeiða meira. Niðurskurðurin av Mentanargrunninum fer at hava við sær, at listafólk noyðast at arbeiða meira fyri minni. ES hevur gjørt tað øvugta. Tey økja játtanina til list sum ískoyti til at koma skjótari úr kreppuni. Hetta tí at tey ásanna at upplivingarvinnan er skjótast vaksandi vinnan í heiminum, og harav er listin týdningarmesti parturin.

Mentamálaráðharrin, Bjørn Kalsø stendur eftir øllum at døma rimmarfast uppá ætlan sína um at skerja ta føroysku mentanarveitingina við einum fimtaparti. Hann virðir ikki armslongdarregluna og eftir øllum at døma virðir hann heldur ikki landsins listafólk so mikið sum at troysta sær at geva teirra fult skilliga og væl grundaða mótmæli gætur. Samanumtikið sær tað sostatt tíverri út til, at boykottið stendur við. 


(KP)