Wednesday, December 19, 2012

Sein kúgv fær glæsiligastu listauppliving



Eg skal viðganga, at eg var í seinna lagi at koma mær niðan á framsýningina í matstovuni hjá Dugna á Hjalla. Og tað er ikki fyrstu ferð, fleiri framsýningar hava verið í 2012, sum eg ikki sá, m.a. ein eftir øllum at døma áhugaverd framsýning hjá Tummas Jákupi Thomsen í somu hølum. Men sambært lýsingini skuldi hendan framsýningin hjá Zachariasi Heinesen vara inntil 20.des. Tað var tessvegna eitt ordans vónbrot, at meginparturin longu í dag var tikin niður. Vónbrotið varð tó skjótt vent til inniliga gleði, tá eg fór at hyggja at teimum báðum myndunum, sum hingu eftir á vegginum í ljósu høgloftaðu hølunum hjá Dugna. Tí báðar myndirnar eru í grundini eins og sannførandi syntesir av øllum tí besta, sum er serstakt fyri Zacharias Heinesen og sum einki annað listafólk ger honum eftir. Báðar myndirnar eru klassiskar í so máta, at tær avmynda hansara fasta myndevni, bygdina við havið. Men í omanfyristandandi mynd sameinir listamaðurin tveir málihættir soleiðis, at úrslitið gerst ógvuliga abstrakt samstundis sum myndin gevur eitt sansaligt boð uppá sjálva kensluna av ljós og mjørka. Myndin er lutfalsliga strangliga bygd upp í níggju flatar í ymiskum bláum og gulum tónum, sum miðskeiðis niðarlaga í myndarúminum upploysast til ein ótálmaðan litdans í violettum, reyðum, grønum, bláum og gulum. Hetta er ein framúrskarandi og frísk mynd hjá Zachariasi Heinesen og tað sama er galdandi fyri hina myndina, sum eg seti inn niðri undir her. Tíverri eru fotomyndirnar bert viðfáningar í mun til teir veruligu málningarnar soleiðis sum tú sært tær í veruleikanum, jú, hetta gjørdist av sonnum ein stór listauppliving hjá seinari kúgv.


Sjálvsognarstovnurin Dugni er fyrrverandi ALV, sum arbeiðir til frama fyri teimum arbeiðstarnaðu. Dugni hevur aftur í ár latið gera eina sonevnda kærleikskúlu, sum er eitt listarligt  jólaprýði. Tróndur Patursson gjørdi tað fyrstu, Hansina Iversen ta næstu og í ár hevur Zacharias Heinesen gjørt ta vøkru Kærleikskúluna, sum er heilt serstøk, munnblást og sum fæst til serligan gávuprís um jólini. Ein meiningsfull gáva, har gevarin stuðlar  eini góðari søk. Allur søluágóðin fer til mennandi virksemi hjá Dugna. Endamálið hjá Dugna er at stuðla arbeiðstarnaðum við mennandi virksemi og útbúgving, so hesi hava møguleika at fáa vinnuførleikan aftur. Zacharias Heinesen sigur soleiðis um Kærleikskúluna og meðan eg lesi hansara litríku orð, leitar hugur mín aftur til tann framúrskarandi málningin, sum hongur eftir uppi í Dugna og glitrar litfagurt sum ein ælabogi og sum døgg í grasi:



Kærleikin er sum sólin 
Kærleikin er sum sólin -

hevur allar litir í sær.
Sólin er stundum brandgul,
reyðviolett ella gulgrøn.

Nú er kærleikin bláviolettur. 
Tú lyftist upp í loft,
sveimar í ørsku.
Gloymir alt fyrilit,
tú verður findarglaður
og eyðnusælur.



(KP)