Wednesday, November 9, 2011

Chris Johanson

Malmø Konsthal, sum telist millum áhugaverdastu listahøllir í norðurlondum hevur í løtuni amerikanska listamannin Chris Johanson (f.1968) á skránni við eini stórari serframsýning. Hann er føddur sama ár sum Hanni Bjartalíð, sum í hesum døgum hevur framsýning í Bryggen í Keypmannahavn 6.okt og ikki eru teir báðir listamenninir óskyldir listarliga sæð. Á sama hátt sum Hanni Bjartalíð fæst Chris Johanson bæði við málarí og við at seta saman lutir eitt nú úr træi. Johanson er sjálvlærdur og hevur listarligu røtur sínar í gøtulist, plakatum og grafitti í San Fransisco. Eg seti inn nakrar myndir frá framsýningini, umframt tíðindaskriv um henda áhugaverda listamannin.









Chris Johanson – Alright Alright
10 september – 27 november 2011
....I sina lekfulla och humoristiska verk kommenterar han hur det är att vara människa och leva i dagens samhälle. Han arbetar i vitt skilda medier som måleri, film, installation och musik. 









Chris Johanson
Installationsbild Chris Johanson – Alright Alright, Malmö Konsthall 2011
Foto: Helene Toresdotter
Courtesy Galleri Nicolai Wallner, Köpenhamn, Danmark


Chris Johanson växte upp i en förort till San José i Kalifornien och började med konst i tonåren. Han målade skateboards och gjorde affischer och flyers till sina vänner, för att så småningom börja använda det offentliga rummet till att kommentera det amerikanska samhället. Redan hans tidiga teckningar kännetecknades av ett spontant och lite naivt bildspråk. Fortfarande arbetar han gärna i offentliga rum som varuhus, bokhandlar eller direkt i gatumiljön parallellt med att han ställer ut på etablerade gallerier och museer.

Chris Johanson använder klara färger och stilen känns igen från seriernas värld. Han är en knivskarp observatör, som på ett enkelt och direkt sätt förmedlar sina iakttagelser till oss. Fortfarande ser han sig som lite av en outsider inom konstvärlden, vilket gör att han inte känner sig bunden av några givna gränser. Han går gärna utanför ramarna – färgen spiller ut utanför konturlinjerna och hans text får inte plats i de alltför små pratbubblorna.

Hos Johanson möter vi samhällets ljusa såväl som dess mörka sidor. Många av hans teckningar och målningar är bitterljuva reflektioner över vardagens små och stora händelser. Han tar upp viktiga existentiella frågor och funderar över våra mänskliga relationer och människans framtid. Miljön har spelat en alltmer central roll i hans verk. Chris Johanson försöker vara en positiv kommunikatör och hans verk är tänkta att fungera som en sorts väckarklocka. Han vill få oss att börja reflektera över vår situation och hur vi lever våra liv.

Tuesday, November 8, 2011

Viðmæli: Reinsan á Tjóðpallinum


Reinsan er dramatisk søga um svik, angist, vónloysi, lygn, skuld og skomm, ið gongur fyri seg í søguligum rammum úti á bygd í Estlandi, síðst í 1940-unum, fyrst í 50-unum og í 1992. Søgan snýr seg um, at rættindi verða tikin, rætturin til egið likam og virði. Hon snýr seg um lagnur, sum verða knýttar saman ella, sum longu eru samantvinnaðar. Um brotsgerðir mótvegis kærleika og hjartagóðsku. Um at yvirliva og um reinsan.

Innan byggilistina verða hugtøkini tektoniskt og stereotomt nýtt. Tektoniskt snýr seg um tað, sum er útvortis, um bygnaðurin og sjálva konstruktiónina, meðan tað stereotoma snýr seg um tað innara, dýpdina og nakað uttan frástøðu, sum er verri at definera. Rúmið verður skapað í einum bæði dynamiskum og statiskum samspæli millum hesar báðar arkitektonisku eginleikarnar. Í Reinsan hevur scenografiin ein greidligan tektoniskan eginleika av tí, at bakgrundin er myndað av eini stórari, klæddari konstruktión, sum er fasettkend. Hetta er sum ein installatión, ella sum eitt petti av abstraktari byggilist, men samstundis er bakgrundin eisini við til at stuðla undir søgugongdina, hagar myndir verða lýstar upp og dentur verður lagdur á ymisk hugløg. Sjálvur pallurin er køkurin í einum estiskum bóndahúsum, sum á minimialistiskan hátt er skerdur til eitt borð og ein krakk. Einki annað konkret er til staðar í scenografiini og úrslitið av hesi avgerð er óvanliga ógvisligt og psykologiskt sterkt.

Men í tektonisku konstruktiónini eru til staðar seks sjónleikarar, ið saman við umhvørvinum skapa eitt rúm, har týdningar spretta (og lat meg siga alt fyri eitt, at allir leikarar spæla fantastiska væl. Eg vil helst ikki taka nakran framum, men Hans Tórgarð átti at fingið eina milliónmilliard fyri hansara sublima spæl og ómetaliga stóra íkast til listina. So kann hann altíð lata eitt sindur til allar teir framúr góðu sjónleikararnar, sum spæla saman við honum.) Tey nógvu løgini í konstruktiónini aftan fyri pallin verða sameind við teimum nógvu løgunum av ræðuleika í leikinum og teimum mongu røddunum, sum leikararnir skapa í einum at kalla organiskt flótandi streymi. Turrisliga melankoliin hjá teirri klassisku frásagnarrøddini, avmarkaða og óvandaliga málið hjá Pasja, inniliga barnamálið hjá Zaru, kyniska sorgblídnið hjá teirri gomlu Aliide, skilagóða vónloysi hjá teirri ungu Aliide, Hans og hansara stórlætaða takan synd í sær sjálvum, harða, ússaliga og sleiska maktmálið hjá Martin og russisku orðingarnar hjá hermonnunum, sum eg ikki skilji eitt orð av, men har perversiónin og ráskapurin allíkavæl tykist heilt ítøkilig. Hesar røddir verða fylgdar av eini æviga hjástaddari ljóðmynd, sum ikki sleppur sínum haldi í okkum, men sum í sínum miskunnarleysa nakinleika seta seg fast í sálina á sama hátt sum lukturin, ið hongur uppií persónunum í leikinum. Ein deymur, sum tey ikki sleppa undan og sum talar til tey úr teirra egna dulviti.

Í hesum rúminum við tektoniska bygnaðinum og stereotoma, at kalla organiska, innara gongur ein reinsan fyri seg. Ein reinsan, sum fevnir um okkara stevnu við listina, eitt møti, tá sinnið verður kenslunomið í so stóran mun, at tað ikki rúmar nøkrum øðrum enn listini. Sinnið verður tømt, reinsað. Men tað snýr seg eisini um eina aðrar reinsan, nevniliga reinsanina frá tí ónda. Tann evindaliga súltanin hjá konunum og teirra stríð móti flugum og spillu er eitt sterkt leiðimotiv, sum inniheldur sera nógvar umráðandi týdningar, men sum eisini speglar júst bardagan móti tí ónda, antin tað eru kulakkar, fólkafíggindar, svikarar, blóðtystir røvarar, horur ella kommunistar. Tey óynsktu. Í einum samfelagi, har einki pláss er til systemkritikk, har menniskjað verður tvingað at vera ómenniskjaligt, til morð og til svik, har skal tað reinsast út. Tað er tann einfaldi dreymurin um LEGO®World, eitt stað, har tað ikki er nakað, sum minnir okkum á spillingina. Alt skal burtur: ”Læknar reinsa alt út, allar sjúkur. Búldir, parasittar, kreft. Teir skera alt vekk, soleiðis”, siger Zara. Alt má vera reint: ”Eg havi brúk fyri hansara hondum, hansara reinu hondum, at tær nerta við meg, tí tað er bara Hans, bara hann sum kann, bara hann sum hevur eitt reint hjarta, tað reinasta hjartað í verðini og hann fer at lova mær inn í sítt reina hjarta og bjarga mær”, sigur tann unga Aliide. Men veruleikin er ein annar, misbrúkið verður endurtikið og tað ber ikki til at reka tað ónda burt, tað er kyknað og vaksur víðari í tær sjálvum: ”Tí tá man er í parti við tí sum hevur maktina, so er man tryggur. Og so skal eg ongantíð aftur sita eina nátt í kjallaranum á býráðshúsinum”.

Eg gevi hervið leikinum Reinsan eftir Sofi Oksanen mítt allarbesta besta viðmæli. Tøkk fái tit:

Leikarar
Barbara Christophersen
Bárður Persson
Birita Mohr
Gunnvá Zachariasen
Hans Tórgarð
Hjálmar Dam

Uppsetan
Leikstjórn: Kim Dambæk (DK)
Pallmynd og búnar: Oana Constantineanu (DK)
Týðing: Hans Tórgarð
Ljósdesign: Árni Balvinsson
Ljóðdesign: Jón McBirnie
Pallsmíð: Símun Pauli Hansen og Mikkjal Galán
Seyming og rekvisittir: Katrin Bonde
Hjálparfólk: Ingilín Strøm

(IS)

Monday, November 7, 2011

Útnyrðingur




Eg gekk undir stormkvidnum himni
og lýddi á útnyrðings lagið
tá Rándøtur vreiðar á helferð
í hjómbúna riðu um ægið.
Tær fóru í fúkandi ódnum,
í náttsól og óveðursstjørnum;
í ótta eg lýddi á lagið:
hitt ljónsterka útnyrðingskvæðið.

Tær manngalnu Rándøtur dansa
um knørrir í hvínandi ódnum
í hjómhvítum brúðarbúna
og náttsól og óveðursstjørnum.
O havmoy! blábleikur tín barmur,
títt favntak er himin og marmor!
Rán veittrar at vargvillum børnum,
ið veiða um ægið á ódnum.

Jarðdóttir, ið stúrir í smáttu
og lýðir á útnyrðingskvæðið -
o vóna ei, vóna ei heimferð
hjá teimum, ið sigldu um ægið.
Teir fórust í fúkandi ódnum,
í náttsól og óveðursstjørnum.-
Lýð ævina alla á lagið:
harmhevjandi útnyrðingskvæðið.

Akvarel: Ingálvur av Reyni
Yrking: Janus Djurhuus.

Prentað í Dimmu 1922. S.134 í J.H.O.Djurhuus. Yrkingar 1898-1948 
Mentunargrunnur Studentafelagsins 1988

Sunday, November 6, 2011

Fernisering, yrkingaupplestur og performance í Keypmannahavn



Sunnudagin 6.nov, skipar Listafelagið í Keypmannahavn fyri fernisering í Føroyahúsinum við listamanninum Bárði Oskarsson. Eisini verður yrkingaupplestur og performance. 

Bárður málar og teknar og er eisini kendur fyri sínar fantastisku barnabøkur, sum eru einfaldar, stuttligar og smáfilosofiskar altísenn. Bøkur hansara eru týddar til íslendskt, franskt og danskt. 

Eftir ferniseringina fara Tóroddur Poulsen, Vónbjørt Vang og Daniella Andreasen at lesa upp egin verk, í samband við at føroyskt bókmentakvøld verður í danska høvuðsstaðnum í næstum. Harumframt fer Dennis Agerblad at upptraðka. Hann gav fyri kortum út dupultfløgu, "Dennis Agerblad sings Tóroddur Poulsen - Sproghoved/Málhøvd"har hann tolkar yrkingar eftir júst Tórodd Poulsen." Fløgan er bæði á donskum og føroyskum, og verður til keyps sunnudagin.






Saturday, November 5, 2011

Føroyskt bókmentakvøld í Keypmannahavn

Leygarkvøldið 5.november verður høvið at uppliva  føroyskar bókmentir í Keypmannahavn í Bókacaféeini hjá Paludan. Her er tíðindaskrivið:


Færøsk litteraturaften

Oplev ny færøsk lyrik og prosa af forfatterne Tóroddur Poulsen, Vónbjørt Vang og Daniella Andreasen samt entertaineren Dennis Agerblad blive læst op - og hør musik med Meejah
Oplæsning af ny færøsk lyrik og prosa med forfatterne Tóroddur Poulsen, Vónbjørt Vang og Daniella Andreasen samt entertaineren Dennis Agerblad. 
Arrangementet foregår både på dansk og færøsk. Mellem oplæsningerne er der musik med Meejah (aka Mai Øvlisen). 
Caféen har åbent.
Telefon: 33 15 06 75
Mail: hugin@forlagettorgard.dk
Tid, sted og pris
Paludan Bogcafé
Fiolstræde 10
1171 København K

Pris:
kr. 0
Starttidspunkt:
05/11 2011 18:00
Sluttidspunkt:
05/11 2011 21:30




Reinsan. Premiera í dag!

Í kvøld verður leikurin "Reinsan" frumframførdur á Tjóðpalli Føroya. Tey eru helst mong, sum kenna ta dramatisku og kenslubornu skaldsøguna hjá Sofi Oksanen, sum fekk norðurlendsku bókmentaheiðurslønina í fjør. Nú verður søgan sýnd sum sjónleikur á Tjóðpallum í týðing hjá Hans Torgarð. Kim Dambæk er leikstjóri og Oana Constantineanu er scenograf. Við eru 6 leikarar, 3 kvinnur og 3 menn. Søgan gongur fyri seg í tveimum tíðarskeiðum: í Estlandi í 1940'unum, tá Estland varð hersett av Stalin og estar í túsundavís vórðu tvangsfluttir til Sibiria og í 1992, eitt ár eftir, at Estland varð sjálvstøðugt. Ein summarmorgun í 1992 finnur tann gamla estiska konan Aliide Tru eina unga og útlúgvaða kvinnu uttanfyri húsini hjá sær úti á bygd í Estlandi. Unga kvinnan Zara er blivin lumpað frá sínum heimi í Vladivostok til skøkjulevnað í Europa. Hon er endað í Tallinn saman við sínum alfonsi og er rýmd higani. Báðar kvinnur bera ræðuligar loynidómar og sum leikur fer avdúkast hesi loyndarmál og samband kvinnurnar ímillum. ”Evnini í skaldsøguni, kærleiki, svik, vald og valdsloysi, eru tíðarleys. Við einum sjáldsama neyvum og rámandi máli lýsir Oksanen, hvat søgan ger við einstaka menniskja og søgunnar nærvera í nútíðini”, ljóðaði m.a. motiveringin frá dómsnevndini, tá bókin varð heiðrað við norðurlendska bókmentaprísinum í 2010. Søgan ”Pudhistus” varð upprunaliga skrivað sum sjónleikur, men út frá leikritinum vaks skaldsøgan, sum kom út í 2008 og sum gjørdist nummar eitt á bestseljaralistanum beinanvegin.Í hesum leikaári verður ”Reinsan” uppsettur í fýra norðurlendskum høvuðsstøðum: Í Oslo (National Teateren), í Stokkhólmi (Stadt teatern), í Reykjavík (Thjóðleikhúsið)og á Tjóðpalli Føroya í Tórshavn. Fyrr í ár varð leikurin framførdur á La Mama Experimental Theatre í New York. Í Finlandi hava verið einar sjey uppsetingar av Reinsan síðani 2007, umframt í Estlandi.So ikki kann sigast annað enn at føroyskir áskoðarar nú fáa ein stóran leik, eins og áskoðarar í øðrum europeiskum stórbýum. Nógvir føroyingar hava longu lisið skaldsøguna Renselse og Stalins Køer, sum eru tær, sum eru týddar til danskt. Renselse er sera nógv umbiðin sambært bókahandlum og bókasavninum. Og í november ber so til at fara oman í Tjóðpallin at síggja søguna sum sjónleik. Ein psykothrillari, sum leikstjórin Kim Dambæk lýsir leikin at verða. Við einum minimalistiskum palli verður hetta puslispæl, sum Reinsan er, løgd ber fyri áskoðaran. Frumframførsla á Tjóðpalli Føroya verður leygardagin 5. nov. Atgongumerkir á kr. 200,- fáast á Kunningarstovuni í Havn.

Friday, November 4, 2011

Hanni Bjartalíð - málningar í Steinprenti


Hanni Bjartalíð hevur verið sera aktivur á framsýningarøkinum í ár, ikki minst í Steinprenti, her hann hevur framsýnt fleiri ferðir. Í løtuni sýnir hann fram í Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn og so er ein nýggj framsýning latin upp í Steinprenti. Nýggja framsýningin er við eldri málningum, sum fungera ómetaliga væl á gulari bakgrund. Tað er listakvinnan Hansina Iversen, sum hevur hongt framsýningina upp, so at hon hongur serstakliga væl. Hansina hevur somuleiðis skrivað tíðindaskrivið um framsýningina, sum vit seta inn niðast.














Málningar - Malerier

Hanni Bjartalíð

Framsýning er opin til 26 nov.
ØLL ERU VÆLKOMIN

Opið er gerandisdagar 9 - 17 og leyg. 14 - 17

STEINPRENT
Skálatrøð 16, Tórshavn
 
Tað er ein stór uppliving at síggja málningarnar hjá Hanna Bjartalíð á teimum gulu veggjunum í Steinprenti. Veggirnir vóru málaðir gulir til undanfarnu framsýningina "Klaksvikaffærer" hjá Claus Carstensen. Men tá tað nú stóðu meira enn 30 málningar hjá Hanna Bjartalíð á goymslu á verkstaðnum, og glopp var í framsýningarkalendaranum, helt Jan Andersson tað vera vert at royna at hanga nakrar av hesum málningum á teir gulu veggirnar hjá Claus. Jan spurdi meg um eg vildi disponera framsýningina saman við Fríðu og vit fóru skjótt til verka. Málningarnir eru frá umleið 2004 til 2009 og hava staðið í goymslunar myrkri úti á Skipasmiðjuni sum restir frá Heystframsýningum og eini framsýning í Müllers Pakkhúsi.
 
Nú býðst eitt sera gott høvi at síggja hesar serligu málningarnar hjá Hanna í vøkru framsýningarhølunum hjá Grafiska Verkstaðnum. Nakrir av málningunum hava eitt barnsligt yvirbrá í fyrstu syftu; men eftir at hava hugt eina løtu, kemur nakað ørkymlandi til sjóndar. Hanni megnar at brúka barnatekningina, hóast áskoðarin greidliga merkir bondini, ið eru áløgd einum vaksnum manni. Og trúgvið mær, hetta er eitt tað torførasta hjá einum málara at gera. Hanni hevur eisini nakað heilt einastandandi stoffligt í sínum myndum, sum ikki er ofta sæð í føroyskum málningum. Summir av málningunum eru heilt upp í 12 kg tungir av máling. Hann hevur ígjøgnum fleiri ár bøtt uppá hesar myndirnar við meira og meira máling og at enda er myndin vorðin eitt relieff, ein kroppur. Eg havi ongantíð sæð hesar málningar so væl sum nú teir hanga í Steinprenti. Kom og hygg at teimum og fá eina listaliga uppliving av teimum sjáldsomu. 

Hansina Iversen

Thursday, November 3, 2011

Mentanarhugsjónir politisku flokkana: Framsókn



Síðsta summar viðgjørdu vit mentanarhugsjónina hjá øllum teimum politisku flokkunum. Nú hava vit fingið ein nýggjan flokk á ting, sum sjálvandi eisini skal lýsast og viðgerast. Mentanarhugsjónirnar hjá hinum flokkunum verða presenteraðar her:

http://listinblog.blogspot.com/search/label/Mentanarhugsj%C3%B3nir

Nýggi flokkurin, Framsókn, levera bert ein einstakan setning um mentan í teirra politisku skrá: "Góð kor hjá lista- og mentafólki skulu tryggja, at Føroyar hava eitt ríkt lista- og mentanarlív til gagns fyri bæði einstaklingin og vinnulívið”. Hetta er sjálvandi ikki nógv at ganga út frá, men her eru allíkavæl tvey orð, sum tú leggur serliga til merkis, nevniliga "einstaklingur" og "vinnulív". Miðsavnanin um møguleikarnar hjá einstaklinginum og stóri áhugin og umsorganin fyri vinnilívinum spegla sjálvandi eina liberalistiska mentanarhugsjón.

Ein liberalistisk mentanarhugsjón er merkt av eini ávísari laissez-faire áskoðan og inniheldur tessvegna ikki stórar ætlanir um bygnaðarbroytingar. Mottoið má vera tað, at tú liggur sum tú sjálvur hevur reitt, tí grundleggjandi hugskotið snýr seg um, at skipan hendir av sær sjálvum. So meðan teir flestu av hinum flokkunum fata listina sum samfelagsuppbyggjandi á onkrn hátt, sær tað út til, at Framsókn í størri mun knýtir listina at einstaklinginum. Gávur, dreymir og mál kunnu ikki setast inn í eina skipan uttan, at ágangur verður framdur móti einstaklinginum. Tessvegna kunnu rammur heldur ikki skipast fyri listina uttan, at ágangur verður framdur móti listafólkunum og tað ber als ikki til at lóggeva vegna mentanarstovnar, eftirsum tað ikki ber til at byggja eydnu og tílíkt á ein stovnsligan hátt.

Vit hava enn ikki sæð Framsókn í aktión, men eg rokni við, at flokkurin í praksis fer at hava eina øðrvísi áskoðan enn í Fólkaflokkinum, haðani nógv av Framsóknarlimunum koma. Framsókn fer helst at taka ynskið hjá vinstrasinnaðum mentanarsnobbum um serfrøðingaveldi meira róliga enn Fólkaflokkurin, av tí at Framsókn heilt einfalt ikki trýr uppá skipanir. Vit kunnu ikki geva skipanini skuldina fyri, at vit verða fylt við mentanarligum skrambli, sum vinstravongurin hevur ilt við at góðtaka. Einstaklingurin má taka í herðatoppin á sær sjálvum og taka persónliga ábyrgd. Av somu orsøk fer Framsókn neyvan at arbeiða fyri radikalum broytingum á mentanarøkinum. Tí trýrt tú ikki uppá skipanir, trýrt tú heldur ikki uppá radikalar skipanarbroytingar. Tað, sum er áhugvert við Framsókn er eisini, at tey ikki eru so mikið beinleiðis ómentað sum Fólkaflokkurin. Fleiri av teirra limum hava ein leiklut í mentanarlívinum og tað kann merkja, at tey eru áhugað í at seta mentan á breddan. Men tað verður við einstaklingi og vinnulívi sum miðdepli. Møguliga við onkrum sum líkist charity-hugsanini, sum vit kenna frá amerikanskari kapitalismu, har man fær góðar møguleikar við grammleika og egináhuga at ríka seg og síðani vinna sær viðurkenning við at hjálpa øðrum, men framvegis við egináhugamálunum at vinna sær sjálvum viðurkenning og virðing. Sostatt minni beinleiðis almenna stuðul til listina og fleiri fyrimunir (skattalættar og frádráttir) til tey, sum vilja hjálpa listini.

Liberalisman hevur sostatt eina rættiliga eyðmjúka og pragmatiska áskoðan á tað óperfekta menniskja, men hendan áskoðan er kanska meira realistisk enn vinstrasinnaða trúgvin uppá, at vit gjøgnum skipanir kunnu leiða menniskjað til eydnu og góðsku.

(IS)

Wednesday, November 2, 2011

Føroyskur stuttfilmur í undanvindi


Vit liva í marksetandi tíðum í øllum førum hvat viðvíkur føroyskari filmsgerð. Í Degi og Viku í síðstu viku greiddi Jan Berg Jørgensen frá føroyskum filmi og bar fram ynski um, at fáa sett á stovn eitt føroyskt filmsframleiðslufelag. Á filmsfestivali í næstum verða sýndir stuttfilmar eftir Heiðrik á Heygum, Sakaris Fríða Stóra, Katrin Ottarsdóttir og Anton Petersen og í løtuni snúgva tvær av høvuðssøgunum á portalinum seg um film.


Stuttfilmurin Magma hjá Rannvá Káradóttir og Mariannu Mørkøre hevur vunnið heiðursløn á Festival du Nouveau Cinéma í Montreal í Kanada. Væl vita vit av, at stórur munur man vera millum filmslist og reklamuátøk, men í hesum førum er felagsnevnarin, at tað snýr seg um føroyska filmsgerð. Tí nú skilst, at Atlantic Airways saman við lýsingarstovuni Umwelt hevur fingið silvurheiðursløn fyri lýsingarherferðina Together, sum var at síggja í donskum sjonvarpi í vár við leikarunum Guðrun Eysturlíð og Andreas Hansen og tónleiki hjá Teiti Lassen. Dómsnevndin skrivar: "Atlantic Airways har som udgangspunkt et meget begrænset sortiment og ikke mange parametre at spille på, men alligevel etablerer casen et "Togetherness" univers, som differentierer sig klart fra konkurrenterne i Nordatlanten og i Skandinavien. Der er således tale om et flot stykke arbejde med en vanskelig destination i et vanskeligt marked. Casen illustrerer, at der også for små midler kan opnås betydelige resultater i en virksomhed, der traditionelt ikke har været særlig markedsorienteret. Casen demonstrerer fin sammenhæng mellem baggrundsanalyse, målsætninger, strategi, gennemførelse og ikke mindst de opnåede resultater. Det er således juryens opfattelse, at der er tale om en rigtig god case, godt håndværk og et bevis på, at det ikke behøver at være store budgetter, der bærer gode resultater tilbage til virksomheden". 
















Norðurlandaheiðursløn latin



Tað er í kvøld, at Gyrðir Eliasson fær norðurlendsku bókmentaheiðurslønina handaða í Kongaliga Danska Musikkonservatoriunum.

Heiðurskvøld fyri Oddvør Johansen


Mikukvøldið 2. nov. kl 19 fer Landsbókasavnið at heiðra rithøvundin og organistin Oddvør Johansen, sum fylti 70 ár 30. oktober. Á skránni verða fyrilestrar, upplestur og tónleikur.

Erhard Jacobsen, leiðari á Landsbókasavninum, bjóðar vælkomin, Malan Marnersdóttir fer at siga frá um skaldskapin hjá Oddvør Johansen, Anna á Váli Smith (sello) og Jona Jacobsen (violin) spæla klassisk løg, Hanus Kamban ber fram lukkuynski og Ria Tórgarð lesur stuttsøgu sum Oddvør hevur skrivað. Niels Jákup Thomsen frá Bókadeild Føroya Lærarafelags fer at enda at leggja fram nýggja útgávu av barnabók eftir Oddvør Johansen.

Aftan á kvøldsetuna bjóðar Landsbókasavnið drekka og køkur. Oddvør Johansen hevur rættiliga gjørt vart við seg, sum ein av virknastu føroysku rithøvundunum hesi seinastu árini. Hon hevur skrivað skaldsøgurnar Lívsins summar (1982), Ein mamma er ein mamma (1993), Í morgin er aftur ein dagur (1998), Tá ið eg havi málað summarhúsið (2001) og Sebastians hús (2004). Umframt skaldsøgunar, hevur hon givið út eitt stuttsøgusavn, Bella Katrina (1990), og søvnini Á káta horninum (1995) og Úr køksvindeyganum (2006).

Oddvør er eisini barnabókahøvundur og hevur skrivað barnabøkurnar Hundalív í Grindavági (1983), Skip í eygsjón (1988) Kongsdóttirin í Nólsoy (1996) og myndabókina Vinni vespa (2009). Pápi Oddvør var hondverkari, mamman heimaarbeiðandi. Oddvør er fødd og uppvaksin í Tórshavn. Hon gekk 9 ár í skúla, og var síðani ’arbeiðskona’ í eitt ár, fyri síðan at fara á musikkháskúla í Svøríki í eitt ár. Giftist blaðung og nam sær meiri kunnleika í orgulspæli uttanlands. Ættleiddi tvey børn, men fór eftir hjúnaskilnað á konservatoriið í Keypmannahavn at læra orgulspæl. Giftist uppaftur og búði trettan ár í Danmark, har hon átti tvey børn. Hon flutti til Føroya í 1987, og hevur síðan 2007 verið organistur við Hoyvíkar kirkju.

Útgávur 
1982: Lívsins Summar (Debut. Skaldsøgan, sum varð týdd til danskt og svenskt, fekk heiðursløn M. A. Jacobsens í 1983).
1983: Hundalív í Grindavági (Barnabók)
1988: Skip í eygsjón (Barnaskaldsøga)
1989: Bella Katrina (Stuttsøgusavn)
1993: Ein mamma er ein mamma (Skaldsøga)
1995: Á káta horninum  (Stuttsøgur/hugleiðingar)
1996: Kongsdóttirin í Nólsoy (Barnabók)
1998: Í morgin er aftur ein dagur (Skaldsøgan varð skotin upp til bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins og var ímillum teirra sum vórðu valdar út til bókamessuna í Frankfurt í ár).
2001: Tá ið eg havi málað summarhúsið (Skaldsøgan fekk M. A. Jacobsens heiðursløn í 2002).
2004: Sebastians hús (Skaldsøgan vann skaldsøgukapping á listastevnu Føroya 2004).
2006: Úr køksvindeyganum
2009: Vinni vespa (Barnabók)

Tuesday, November 1, 2011

Hungurslistin



Jean Sibelius skal einaferð hava sagt, at honum dámdi betri at práta við handils- og bankamenn enn við listafólk, tí listafólk bara tosa um pengar. Hesin setningur kom mær til hugs, tá eg í hugnaligu undanvalsendingina í útvarpinum valdagin, hoyrdi áhugaverda samrøða við Trónd Patursson. Hann greiddi frá glasverkunum, sum hann arbeiðir við, men kom eisini inn á fíggjarkreppuna, sum í serligan mun tykist raka listafólkini. Eitt er vist og tað er, at tá ein so mikið etableraður listamaður sum Tróndur Patursson merkir til fíggjarkreppuna, eru tað nógv av okkara listafólkum, sum hava tað ringt. Vit hava ikki nakrar kanningar, ið beinleiðis viðgera sosialu umstøðurnar hjá listafólkum í Føroyum í løtuni, men í øðrum londum er staðfest at nógv listafólk liva undir hungursmarkinum og at sølan av list er nógv minkað. Eg kenni sjálv til fleiri av okkara bestu listafólkum, sum eru noydd at leita eftir øðrum arbeiði fyri at kunna lívbjarga sær og sínum. Trupulleikin er ikki bert tann, at hesi listafólkini ikki sleppa at útinna teirra gerning, sum tey hava lært og sum tey brenna fyri. Tey hava heldur ikki lætt við at finna arbeiði orsakað av arbeiðsloysinum, sum valdar, serliga innan fyri ófaklært arbeiði. Tað eru í løtuni 1588 fólk, sum fáa arbeiðsloysisstuðul í Føroyum. Tí kann eisini roknast við, at mikil gravgangur verður eftir mentanarstarvslønunum, sum í næstum verða latnar lista- og mentanaraktørum. Umsóknir skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 15.des. Og meðan freistin at søkja nærkast vóna vit, at nevndin í mentanargrunninum ikki atomiserar stuðulin í ov nógvar partar, ella letur seg imponera av flottastu umsóknunum, men heldur miðsavnar seg um at lata teimum bestu og mest seriøsu av yrkislistafólkunum og mentanaraktørunum stuðul, so at tey fáa frið og umstøður at skapa.

http://listinblog.blogspot.com/2011/01/og-stuulin-for-til.html