Sunday, October 16, 2011

Rumours of my death have been greatly exaggerated

Hesin setningur, ið vanliga verður settur í samband við Mark Twain, kom mær til hugs, tá eg steig inn í Listahøllina í gjár. Tí seinastu ferð, eg ummældi Heystframsýningina, hevði eg hug at avtaka hana við greinaheitinum "Hin seinasta Heystframsýningin". Í gjár gjørdist mær greitt, at Heystframsýningin av sonnum er bæði alive and kicking á sjeynda ári. Luttakarar í ár eru: Bárður Jákupsson, Brandur Patursson, (sum hevur gjørt steinprentsplakatina í ár) Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Hjørdis Haack, Marius Olsen, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson, Tummas Jákup Thomsen og Zacharias Heinesen. Gestir verða: Hans Pauli Olsen og Ilona Raipala. Heystframsýningin er opin hvønn dag frá kl. 15 til 18 til 6. november. Eg seti inn myndir frá ferniseringini, sum eg og Øssur Winthereig hava tikið.


Nils Ohrt, listasavnsleiðari helt upplatingarrøðuna


Fegnir framsýningargestir


Zacharias Heinesen og Tummas Jákup Thomsen


Øssur Winthereig

Nógv fólk vóru til upplatingina


Brandur Patursson og Erla í Brekkustovu

Hansina Iversen og Tróndur Patursson


Brot úr verki hjá Brandi Patursson


Inger og Zacharias


Kanska ein møsnúli?


Áskoðari hyggur at myndum hjá Tummas Jákupi Thomsen


Fotogravure hjá Ilonu Raipala

Ilona Raipala


Eyðkendar bláar myndir


Torbjørn Olsen og nakrar av hansara myndum


Líkhanar ynskja til lukku!

Brandur Patursson

Torbjørn Olsen



Hansina Iversen


Gestir og list



Hansina Iversen

Framsýningarhølini eru rúmlig

Tróndur Patursson og Helena Dam á Neystabø


Vatnlitamynd hjá Bárði Jákupsson 


Hjørdis Haack

Tummas Jákup Thomsen

Tummas Jákup Thomsen


Kyrrlutamynd hjá Torbjørn 


Helena og Hansina


Prát í Listahøllini


Áhugaðir áskoðarar


Arkitekturin og listamaðurin


Ein vatnlitamynd hjá Zachariasi Heinesen

Eitt prent hjá Mariusi Olsen

Tornhytta  hjá Hanna Bjartalíð


Portrettmynd hjá Hans Paula Olsen


Portrettmynd hjá Hans Paula Olsen

Hjørdis Haack 


























Suðuroyggin livir!



Rættiliga nógv fólk vóru á Hvonn í gjár til Hvonn Live og øll hesi mongu kunnu vitna um, at Suðuroyggin yvirhøvur ikki er deyð. Hon er spillivandi. Hetta, um vit kunnu meta út frá Froðbiar Sóknar Bluesorkestur, sum av sonnum sjarmeraðu áhoyrararnar við eini fínari framførslu í gjárkvøldið. Limirnir í orkestrinum eru Dennis Lave trummur, Vilhelm Meyer bass, Dávið Jacobsen og Páll Lave guitar, Pætur Dam keyboard og Kristian Holbæk sang.https://www.facebook.com/group.php?gid=48713082323&v=info

Saturday, October 15, 2011

Mentanarval 2011: Yndislistin hjá politikarunum – Hanna Jensen

Fólkini, sum vit velja til at stýra landi okkara hava avgerandi týdning fyri framtíðar umstøðurnar hjá mentan og list. Persónligi smakkurin nýtist ikki hava nakran týdning fyri teirra mentanarpolitikk, men vit eru allíkavæl forvitin. Tí hava vit biðið nakrar politikarar um at siga okkum, hvat teirra yndislistaverk er og í trimum reglum greiða okkum frá hví júst hetta listaverkið hevur týdning fyri tey.

Hanna Jensen, Framsókn



Tá eg ferðist í arbeiði ella frítíð, vil eg altíð hava list – antin síggja eina framsýning, síggja høggmyndir, fara til konsert ella keypa tónleik heim við mær. Sterkasta listarliga árinið á meg persónliga hava orð og løg, tá tey smelta saman til eina samanhangandi eind og bera boð um lív og aktualitet. Hetta hendir javnan og dámar mær væl at hoyra tónleik á ymiskum málum úr ymiskum mentanum, men fyri tíðina eru tað orð og løg hja svenska troubadourinum, Lars Winnerbäck, sum eg aftur og aftur leiti til. Fløgan eitur Daugava og varð keypt, tá eg var í Svøríki við einum flokki í sambandi Nordplus Junior verkætlan í 2008. Eg velji: Innan mörkret faller. Tað aukustiska setur dám á og bæði orð og løg hansara bera boð um nakað alment menniskjaligt, altjóðað og aktuelt. Hetta er leikluturin hjá list og mítt mál er, at føroysk mentan og list í størri mun kemur út til størri skara, at hon gerst eyðkenni og vøran, sum merkir Føroyar, og gerst ein sterkari vinnuvegur hjá fleiri.

Mentanarval 2011: Yndislistin hjá politikarunum – Hermann Oskarsson


Fólkini, sum vit velja til at stýra landi okkara hava avgerandi týdning fyri framtíðar umstøðurnar hjá mentan og list. Persónligi smakkurin nýtist ikki hava nakran týdning fyri teirra mentanarpolitikk, men vit eru allíkavæl forvitin. Tí hava vit biðið nakrar politikarar um at siga okkum, hvat teirra yndislistaverk er og í trimum reglum greiða okkum frá hví júst hetta listaverkið hevur týdning fyri tey.

Hermann Oskarsson, Tjóðveldi



Millum tey listaverk eg meti hægst, er myndaheimurin hjá Marc Chagall. Tað er ókenda lívið á markinum millum tungan realitet og ørligan dreym, sum upp á ein ella annan máta slær grundtónan í sálini hjá øllum menniskjum.

Mentanarval 2011: Yndislistin hjá politikarunum – Eyðgunn Samuelsen


Fólkini, sum vit velja til at stýra landi okkara hava avgerandi týdning fyri framtíðar umstøðurnar hjá mentan og list. Persónligi smakkurin nýtist ikki hava nakran týdning fyri teirra mentanarpolitikk, men vit eru allíkavæl forvitin. Tí hava vit biðið nakrar politikarar um at siga okkum, hvat teirra yndislistaverk er og í trimum reglum greiða okkum frá hví júst hetta listaverkið hevur týdning fyri tey.

 Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin

Eg havi eina stora plakat i rammu i stovuni av myndini 1900

Plakatina fekk eg fra vinfolki ta ið eg fylti 25 so tað er lika so nógv ár siðan. Eg havi altið verið so hugtikin av myndini, bakgrundini eru myrk skyggj, síðan ein hopur av fólki og fremst har sólin skínur eru tveir menn og ein kvinna við einum barni undir arminum. Kenni søguna um myndina, ið er ein malningur, men fyri mær merkir hon at vanlig fólk taka stigið ut i solina og tað hava tey just funnið utav at tey hava rætt til. Komið altið at hugsa um eina strofu úr sanginum hja Nordahl Greig (Kringsatt av fiender): solskin og brød og vand ejes af alle"

Friday, October 14, 2011

Mentanarval 2011: Yndislistin hjá politikarunum – Kristian Holbæk

Fólkini, sum vit velja til at stýra landi okkara hava avgerandi týdning fyri framtíðar umstøðurnar hjá mentan og list. Persónligi smakkurin nýtist ikki hava nakran týdning fyri teirra mentanarpolitikk, men vit eru allíkavæl forvitin. Tí hava vit biðið nakrar politikarar um at siga okkum, hvat teirra yndislistaverk er og í trimum reglum greiða okkum frá hví júst hetta listaverkið hevur týdning fyri tey.


Kristian Holbæk, Tjóðveldi




At stifte bekendtskab med William Heinesens forfatterskab, har været en stor berigelse - en mytisk dog mærkeligt hjemlig oplevelse af urhygge i skæret af kold stjernehimmel. Vil gerne have lov til at citere fra begyndelsen af "moder Syvstjerne":

"I begyndelsen var hverken himmel og jord eller ting, men kun en umådelig higen efter varme, mættelse og søvn. I vældige byger kom livet over dig, storme af ømhed fyldte dit urtidsmørke, vilde floder af mælk og rensende vand, uophørlige kildevæld af gode og mindelige lyde, der endnu ikke var blevet ord"

Dagur í viku...





Sunnudagur komandi er dagur í viku, tí tá verður konsert í Norðurlandahúsinum av forkunnugum slag, sum byggir brýr yvir um gjónna, sum ofta verður hildin at vera millum
 sonevndan klassiskan og rútmiskan tónleik. Konsertin fevnir um framførslur hjá Teiti, gentukórinum hjá Danmarks Radio,  Aldubáruni og Tariru. 

Nýggj verk verða frumframførd tann 16. okt. í Norðurlandahúsinum og í konserthúsinum hjá DR í Keypmannahavn tann 3. nov. Tað er Teitur Lassen, ið hevur skrivað “Weekdays”, og støðið undir verkinum eru teir sjey vikudagarnir. Verkið er fyri kór og orkestur og er í sjey pørtum. Íblásturin til tónaverkið hevur fram um alt verið einfeldnið og hugtøkan av tí minimala. Verkið verður framført í samstarvi við gentukórið hjá Danmarks Radio, føroyska kórið Tarira og tónleikabólkin Aldubáran. 

Teitur er kendur sum songskald við serligari dygd, og hansara sangir kennast um somu tíð bæði viðkvæmir og sterkir. Sangirnir festa seg í hugan, tí teir bæði skaldsliga og ljómliga standa sterkir. Vit síggja nú nýggjar og dyggar síður av stóru tónlistargávunum hjá Teiti. Áhuga fyri teimum klassisku ljóðførunum hevur Teitur havt leingi, men tað hava verið onnur tónaskøld, sum hava staðið fyri útsetingini av tónaverkunum hjá honum. Nú er tað Teitur sjálvur, sum hevur skrivað alt nótaritið.Tað er eitt brot úr amerikanska skaldaverkinum Freedom eftir Jonathan Franzen, sum er tekstliga støðið undir verkinum "Nice Man's Anger", sum Tarira syngur. Ein av høvuðspersónunum, tann fitti Walter, er tilvitin um umhvørvið og sera góðviljaður, men mitt úti á motorvegnum flýgur illsinnið í hann. Tær ymsu kórrøddirnar hava leiklutin sum ávikavist ytra og innara frásøgufólk. Hetta verður flættað saman við beinleiðis talu næstan sum í einum songleiki, og samstundis sum bæði frásøgnin og tónleikurin eru merkt av álvara, er verkið á tremur við skemti.


Kenda og dugnaliga kórið DR PigeKor kemur á konsertferð til Føroya í heyst. Kórið, ið er stjórnað av svenska kórleiðaranum Cecilia Martin-Löf hevur áður framført saman við Teiti, og í hesum sambandi verður konsertskráin økt við meira tónleiki. 




Kórið Tarira verður stjórnað av Sunleif Rasmussen. Hann man vera best kendur sum tónaskaldið, sum setti føroyskan samtíðartónleik á klassiska heimskortið, tá ið hann skrivaði fyrstu føroysku symfoniina. Hann hevur skrivað verkið "Jordpigernes drøm” fyri kór og percussion til DR PigeKor. Støðið er brot úr skaldsøguni Tornið við heimsins enda eftir William Heinesen, sum vit seta inn her niðast á blogginum.




Tað er listakvinnan Marianna Mørkøre, ið hevur myndað konsertbúmerki og myndir. Konsertin Weekdays verður í konserthúsinum hjá DR í Keypmannahavn hósdagin 3. november kl. 19.30. Atgongumerki fáast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum www.nlh.fo og heimasíðuni hjá Konserthuset http://www.dr.dk/



Jordpigernes drøm

1.
PÅ DEN TID DA JORDEN ENDNU IKKE VAR RUND, men havde begyndelse og ende, knejste et herligt tårn ved verdens yderste rand.
Om dagen sejlede et uophørligt tog af skyer langsomt forbi ude i afgrunden under solens øje.
Om natten lyste tårnet om kap med afgrundens nordlys og stjerner, for det var et lysende tårn.
På klare aftener kunde men se det dejlige tårnlys funkle ude i havmørket, og da kunde man gribes af en uimodståelig higen mod det strålende tårn, der løftede sig ensomt mod de ukendte vældige egne hvor verden ender og begynder, og hvor Guds ånd svæver over vandene.
Det var i den fjerne oprindelsens tid, dengang du endnu ikke vidste at det magiske tårnlys var lyset fra et ganske almindeligt fyrtårn, et værk af menneskers hænder og snilde, en nyttig og fornuftig lysgiver.
Det var også før du endnu vidste at Jorden er en stjerne blandt andre stjerner i et ufatteligt svælg af tid og rum, og du selv en stjernebo.

Intermezzo
(ORDENE)
Ordene kommer fygende. Eller kommer stille dalende. Eller sætter sig på ruden som regndråber eller som isblomster.
“Tulipan-Hyacint-Hyapan-Tulicint”.


2.
(VANDHANEN)
Så kommer Natten.
Natten står over alle tage.
Natten funkler i alle ruder og i regnpytterne på de blå petroleumstønders låg.
Nu slumrer alle mennesker i deres kamre, hvor søvnblomster daler i mørket.
I stilheden høres den fjerne lyd af stjernedråbers dryp fra himlen. Lyden ekkoer i hele det store himmelhvælv.
Lyden er den eneste lyd i Himlen og på Jorden.
-          Lyden kommer fra en vandhane, der ikke er rigtigt lukket.
Ensom, ensom er den dryppende vandhane i verden.

3.
(JORDPIGEN ØSSEMØDL)
Jorden er stadigvæk ikke blevet rund og endnu har Gud ikke sat skel mellem drøm og vågen og mellem farende skygger og levende væsener.
Nede i brændekælderens evige nat sidder Jordpigen Øssemødl. Hun ses kun et lille øjeblik straks når vi kommer ned med lygten for at hente brændsel. Så sidder hun i krogen, og bagved hende er der et mylder af grå ansigter og hænder. Det er alle de andre jordpiger, der bor hernede.
Men så bliver det altsammen borte, og dér hvor Jordpigen Øssemødl sad ses kun skyggen af en gammel forhugget drivtømmerblok.
Men så har du et øjeblik set hvordan hun sidder og stirrer på dig, for hun kender dig godt.
Jordpigen Øssemødl og alle de andre jordpiger bor i mørket under huset og ser aldrig lys, for de er døde.
Men Jordpigen Øssemødl er dog ikke mere død end at hun om natten kan snige sig ud af brændekælderen og op i forstuen og videre ad loftstrappen ind i sovekammeret hvor du ligger og drømmer. Så ved du at hun er kommet for at hente dig og at I nu skal ud og svæve. Ud og sejle på store vinger, over hav og land, den lange vej til Verdens Ende hvor Tårnet står.


Epilog
(ORDENE)
Hyacint og Tulipan er de dejligste ord.
“Hyapan-Tulicint-Sintipan-Tulihy.”


Thursday, October 13, 2011

Mentanarval 2011: Yndislistin hjá politikarunum - Øssur Winthereig


Fólkini, sum vit velja til at stýra landi okkara hava avgerandi týdning fyri framtíðar umstøðurnar hjá mentan og list. Persónligi smakkurin nýtist ikki hava nakran týdning fyri teirra mentanarpolitikk, men vit eru allíkavæl forvitin. Tí hava vit biðið nakrar politikarar um at siga okkum, hvat teirra yndislistaverk er og í trimum reglum greiða okkum frá hví júst hetta listaverkið hevur týdning fyri tey.

Øssur Winthereig, Tjóðveldi




Eg havi valt “Dýrmæta lív” ella “Det dyrebare liv” eftir Jørgen-Frantz Jacobsen, rithøvundi og journalisti. Hetta er ein lívsjáttandi bók um deyðan. Klóku, kenslubornu og persónligu brøvini frá Jørgen til vinmannin William Heinesen vísa kærleikan til lívið, tá tað er um at hvørva og eina játtandi lívsáskoðan í døpru 20-unum og 30-unum. Verd at lesa meðan man livir.

Eitt lítið herðindi av bókamessuligum forargilsi (meðan vit gleða okkum til bókamessureportsjurnar)



Eingin í øllum heiminum var so ovurfegin sum eg, tá eg hoyrdi, at føroyskar bókmentur vórðu bodnar við til heimsins størstu bókmentastevnu í Frankfurt, enntá sum gestur hjá sjálvum heiðurslandinum 2011 Ísland. Eg havi enn ikki fingið armarnar niður, men teir er so spakuliga farnir at troyttast serliga av vónbrotinum av teirri ómetaliga knøppu kunningini um hesa fyi føroyskar bókmentir stórhending, sum vit hava lagt 300.000 almennar krónur í. Stevnan hevur nú varað nakrar dagar og einastu tíðindi, sum eru komin hendavegin úr Týsklandi er onkur hissini viðmerking á FjasiBókini frá onkrum av teimum 23 føroysku luttakarunum á bókamessuni. Á henda hátt eri eg komin eftir, at tað kanska mest er ein stevna fyri forleggjarar, men eg veit tað ikki heilt. Á trimum myndum, sum eg av tilvild sá á FB, minti føroyski básurin ikki heilt lítið um set uppið í fyrndarinnar dionysisku mentanarstevnu í Keypmannahavn Færøerne i Fokus, tó at dagsins kelduvatnsnjótandi og veraldarvanu stevnugestir sjálvandi ikki ganga í ørviti mitt um dagin. Men sjálv uppsetingin við føroyskum bygdamyndum tykist eitt lítið sindur retro á la 70´ara og 80´ara postkolonialt vinaligt romantiseraðum lýsingum av upprunalandinum: Føroyar - the land that time forgot. Men hey, á einari av myndunum hómast ein føroyskur rithøvundur prátandi við ein annan íslenskan rithøvund. Vit gleða okkum at hoyra alt hvat hetta prátið var um, hvørjar bøkur vórðu seldar og hvørji úrslitini vit sum heild hava fingið burtur úr at luttaka á heimsins størstu bókamessu.  

Hanni Bjartalíð Is anybody home? - Ferniseringsmyndir


IS ANYBODY HOME?

Framsýningin Is anybody home? hjá Hanna Bjartalíð hongur á Norðuratlantsbyggjuni inntil 31.januar. Vit hava áður havt myndir av henni her á blogginum, men hava nú fingið fatur á myndum frá sjálvari ferniseringini, sum Martin Hilker á bryggjuni tók. Framsýningin kann av sonnum viðmælast, tí hon er framúr góð og so er hon á DR heimasíðuni vald út millum eina ørgrynnu av listaframsýningum í Danmark. Is anybody home? er nevniliga millum tey 5 listatipsini, sum listafelagið hjá DR hevði á teirra heimasíðu síðsta vikuskifti
http://www.dr.dk/Nyheder/Kultur/Kunstklub/Artikler/20111006102909.htm

Norðuratlantsbryggjan við bannarum


Á veg inn í framsýningarhølið á 1.hædd


Karin Elspudóttir, stjóri bjóðar vælkomin


Útsýni yvir framsýningina


Ferniseringsrøða


Træhúsini hjá Hanna rigga væl til framsýningarrúmið


Fólk vóru hugtikin av hvíta húsinum



Ferniseringsgestir


Karin greiðir frá og listamaðurin lýðir á


Hanni fekk gávu frá Bryggjuni


 Konkret og abstrakt alt í senn


Íslendsk danska duettin


Hvíta húsið er mittpunkt í uppsetingini


Tornið við heimsins enda?


Ferniseringsgestur


Ferniseringsgestir


Eini vakurt sveimandi hús

Útsýni yvir framsýningina


Hvíta húsið stendur á sukuri


Junglehouse


Ferniseringsgestur










Wednesday, October 12, 2011

Vit um vørp: Fjølmiðlavalið


Tað er ikki til at síggja, veitst tú ikki av tí, men løgmaður hevur altso skrivað út val. Tað eru vit sjálvandi ikki tey einastu, sum hava lagt til merkis. Dimmalætting skrivaði m.a. soleiðis í teirra leiðara 7.okt. undir yvirskriftini Stilli: "Í morgin eru akkurát tríggjar vikur til vit skulu inn í atkvøðuboksirnar at seta kross... Tað er undrunarsamt at leggja til merkis, hvussu ómetaliga friðarligt tað er á politiska vøllinum... sløva valstríðið ber boð um atgerðarloysi og manglandi loysnir. Tað ber eisini boð um, at ov lítið av fyrireikingum eru gjørdar og at flokkarnir ikki vita hvat skal gerast...". Eg kundi ikki verið meira samd við Dimmu í, at tað at tríva í egnan barm er nakað av tí mest reyvkeðiliga, sum er til. Og sjálvkritikkur og sjálvsrannsakan er akkurát líka óáhugavert. Eingin okkara dámar hetta, men onkuntíð má tað gerast og nú er tann stundin komin til handa hjá fjølmiðlunum.


Tí vantandi futtur í valstríðnum kemst ikki bert av ódugnaligum politikarum og vánaligari politiskari fyriskipan. Hetta snýr seg í stóran mun eisini um miðlarnar.

Tí miðlarnir hava sum kunnugt ein rættiliga stóran leiklut í okkara fólkastýri. Hetta er ein týdningarmikil leiklutur, sum fjølmiðlarnir hava at formidla, seta dagsordanina og yvirhøvur at ansa eftir samfelagnum.

Men í Kringvarpinum tykist tað sum um, at orðið val er bannað á sama hátt sum orðið public service, ið er enn meira bannað meðan tey brongla seg í gjøgnum dagar og vikur í eini støðugari roynd at koma sær undan hesum báðum orðunum. So íðin sýnist henda roynd, at tú fært illgruna um, at tey í Kringvarpinum í løtuni koyra eina fjalda kampanju fyri fólkaflokkin og privatisering av almennum stovnum.

Bløðini tykjast harafturímóti als ikki ræðast orðið val, tey hava hildið val í fleiri mánaðar áðrenn valið varð veruleiki og tað er vissuliga stuttligt, tí tey tulka teirra demokratiska leiklut sum eitt slag av sorteringsmaskinu, sum tryggjar, at bara tey, sum hava pengar - nógvar pengar - sleppa til orðanna fyri at greiða frá teirra ynskjum og ætlanum fyri okkara samfelag. Sjálvi hava bløðini grundgivið við, at hetta er at veita teimum valevnum hjálp, sum hava lyndi til at skriva ov nógv. Gud varðveiti mítt góða lag, men tit hava vónandi eina blaðstjórn til hetta arbeiði? Eg veit ikki hvat hetta er fyri ein løgin alfonsmentalitetur at fata fólkaræði sum nakað, sum tað ber til at formidla fyri pengar. Vit vita væl av, at blaðkreppa er um allan heim, men at brúka valið og harvið fólkaræðið sum gullhønu, hóskar seg ikki.

At seta annað enn tilvildarligt lívstílsfjas á breddan liggur eyðsýniliga rættiliga fjart hjá okkara miðlum. Resignatión og hugskotsloysi er ræðuligt. Til ber at ímynda sær, at tað kundi verið ein loysn í mun til allan lesarabrævsspurningin, at bløðini sjálvi tóku fyrsta stig til at viðgera nøkur evni og síðan lata politikarar - óansæð inntøku - koma við viðmerkingum til hesi evni. Tá hevði helst eisini verið pláss fyri nøkrum kritiskum og trúverdugum analysum, sum í skrivandi stund ikki eru serliga sannførandi, tá støðan er sum hon er og nakrir politikarar gjalda dýrt fyri at koma til orðanna í blaðnum, meðan aðrir ikki vilja ella ikki hava ráð at gjalda og sum tessvegna ikki eiga at verða nevndir, tí at einki í hesum heimi er ókeypis. Heldur ikki varðveitslan av demokratinum ella rættur okkara til upplýsing.

Hvat var tað nú eg segði, at mann skuldi gera onkuntíð. Okkurt við at taka í egnan barm, okkurt við sjálvkritikki og sjálvsrannsakan var tað vist. Alt tað keðiliga, sum hevur við sær ófjálgar spurningar sum: Havi eg gjørt nakað skeivt? Er okkurt sum eg ikki havi skilt? Havi eg gjørt nóg mikið fyri at liva meg inn í alternativ sjónarmið? Havi eg sjálv ein negativan leiklut? Er nakað, ið eg kann gera?

Og ja. Tað er tað í grundini. Eg kann skrála av fullum hjarta: HALLÓ FJØLMIÐLAR, KOMIÐ SO Í GONGD VIÐ HASUM VALINUM