Friday, January 31, 2014

Tvey børn fødd sama dag...



Sjálvt um kjak ofta kann vera ógvusligt er tað sjáldan eg blívi so illa við av at lesa eitt lesarabræv sum, tá eg í Sosialinum í dag las løgna álopið hjá Agga Niclasen á navngivnan føroyskan transpersón, sum í djarvari grein í PRE hevur greitt frá um seg sjálva (!!!) og um stríðið at náa fram til ein kvinnuligan samleika, eitt stríð, sum hevur verið tess harðari enn tað kundi og átti júst av tí, at samfelagið hevur so ilt við at góðtaka transkynd. Agga Niclasen skrivar: "Hetta er sjálvsást, tá hon er allarringast. At forlanga, at almenningurin skal umtala teg sum "kona" bert tí tú sigur, at tú ert ein, ber á brá av sjúkligum áhuga fyri sær sjálvum...". Hon kann ikki umtala seg sum konu, heldur Agga, tí hon er ikki ein kona, men ein maður og hetta kynsliga óskil er eftir øllum at døma nakað, sum plágar Agga Niclasen nógv. Agga Niclasen hevur áður verið eftir LGBT Rørsluni fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar og friður verið við tí, men ómetaliga ódámligt er at fara eftir einum einstøkum persóni sum tað verður gjørt í dagsins Sosiali. Sosialurin mátti ikki troysta sær at prenta tílíkt persónsforfylging. Eg skrivi henda blogg í samhuga við øll transkynd, bæði tey djarvu, um eru komin út, og tey, sum ikki tora, tí tey eru bangin fyri reaktiónum av tí slagnum, sum kann lesast í Sosialinum í dag. Eg skrivi eisini bloggin, tí øll høvi til at sýna fram list hjá Grayson Perry, eru góð.


Grayson Perry er bretskur transkyndur listamaður, sum eisini er listakvinnan Claire, ið fekk Turner heiðurslønina fyri 11 árum síðani. Vasin hjá Grayson/Claire ovast í blogginum eitur Two children born on the same day og tað sipar til dupulta samleikan hjá Grayson Perry og til stríðið fyri at sleppa vera tað sum mann er. 



http://www.dailymail.co.uk/news/article-203571/Transvestite-wins-Turner-Prize.html

http://www.etik.dk/artikel/520033:Prioritering-i-sundhedsvaesenet--Laegeuddannelse-aendrer-syn-paa-transkoennede






(KP)

Thursday, January 30, 2014

Nýggjur filmur hjá Rammatik í uppskoti til altjóða virðisløn.





Nýggjasti filmurin Karmok hjá filmslistaduoini Rammatik við Rannvá Káradóttir & Mariannu Mørkøre er í uppskoti til Besta Altjóða Stuttfilm á Glasgow Short Film Festival, umframt Besta Eksperimentella Stuttfilm á Minimalen Kortfilmfestivall í Tróndheimi.

Stuttfilmurin Karmok er úttikin millum 255 filmar til at kappast um besta norðurlendska film í Tróndheimi, 12.-16. mars 2014. Umframt Karmok eru 6 aðrir filmar úr Svøríki, Danmark og Finnlandi við í kappingarbólkinum fyri eksperimentellan film. Á Glasgow Short Film Festival er Karmok við í altjóða kappingarbólki fyri stuttfilmar. Har eru 35 filmar í bólkinum.

Sera stórur áhugi er fyri verkunum hjá Mariannu Mørkøre og Rannvá Káradóttir. Prísvinnandi filmslistaduoin Rammatik skal sýna fram á 5 filmsfestivalum, 2 kappingum og einari biennalu komandi 2 mánaðarnar.

Rannvá & Marianna starvast og búleikast í London. Í løtuni eru tær báðar í Føroyum í samband við nýtt verk, ið skal sýnast fram á Nordic Fashion Biennale í Frankfurt, 21.mars - 22.juni 2014. Talan er um eina filmsinstallatión. Í samband við fyrireikingarnar siga tær báðar: “Vit gleða okkum at sýna fram eitt verk, ið er heldur øðrvísi enn tað, vit plaga at gera." Talan er um eina filmsinstallatión, har dentur verður lagdur á, hvussu filmur kann upplivast.

Umframt biennaluna, verða filmarnir eisini sýndir á 5 altjóða filmsfestivalum. Fyrsta sýningin verður í New York, tann 31.januar. Sýnt verður á hesum filmsfestivalum:
31.jan - 4.feb     42nd Dance on Camera Festival, New York (US)
13.-16.feb           7th Glasgow Short Film Festival (UK)
15.-22.feb           Papay Gyro Nights 2014 Art Festival, Orkney (UK)
12.-16. mars      26th Minimalen Kortfilmfestival, Trondheim (NO)
8.-13.april           Dortmund|Cologne Int. Women's Film Festival, Cologne (DE)

Marianna og Rannvá hava samstarvað í mong ár og settu á stovn Rammatik í 2008. Seinastu árini hava tær arbeitt við einum filmssavni við 8 stuttfilmum. Filmarnir hjá Rammatik hava verið sera væl umtóktir í altjóða høpi við prísum og viðurkenningum. Eitt nú fekk Rammatik heiðursløn fyri filmin Magma á Cinema Nouveau Film Festival í Kanada, og við hesum vann filmurin sær eitt pláss í undankappingini til The Oscars 2013 í altjóða filmkategoriini “Best International Short Film”.



Ein framsýning og ein mentanarcafé


Eg havi júst verið ein svipp í Listasavni Føroya og hugt eftir framsýningini, sum tey eru við at vera liðug at heingja upp. Tað eru málningar og vatnlitamyndir hjá Bárði Jákupsson og tær fari eg at umrøða í beinleiðis útvarpssending í dag. Tað er á mentanarcaféini í Norðurlandahúsinum, sum byrjar nú í dag klokkan fýra, og har verður fult av list, sangur og finsk list, tónleikur osfr. Øll eru vælkomin og liggur ikki fyri at koma niðan, so er lætt at tendra útvarpið.





(KP)



NÝGGJ FRAMSÝNING Á LISTASAVINUM



Í morgin, fríggjadagin tann 31. januar kl. 16 letur Listasavn Føroya dyrnar upp fyri framsýningini Bárður Jákupsson. Fjallasjónir.

Til hetta stórbæra heitið svarar ein fanfara av málningum við teirra litum og ljósi, teirra kraft og poesi, abstraktión og náttúruíblástri. Flestøll verk á framsýningini eru nýggj, tó eru eisini eldri verk við.

Bárður Jákupsson fylti 70 ár í desember, og framsýningin er sostatt ein heilsan ikki bara til listamannin, men eisini til tann køna og ótroyttiliga listamiðlaran og ikki minst, til leiðaran av listasavninum í mong ár: Mr. Faroese Art.

Uttan mun til runda dagin, er kortini góð orsøk til at hava framsýning við Bárði Jákupssyni. Hann hevur longu í mong ár arbeitt við lodrætta landslagnum í berginum sum støði fyri abstraktum sjónum við dámi av lodrøttum rútmum, ógvisligum penslastrokum, rennandi máling við lýriskum ella dramatiskum litklangum. Málaður tónleikur.

Tey seinastu árini hevur hevur Bárður Jákupsson ment sítt musikalska málarí til tað virtuosa, samstundis sum hann hevur gingið nýggjar leiðir við nýggjum litsterkum og prýðiligum myndum við dámi av emaljuarbeiði. Samstundis koma listaligi lættleikin, kunnleikin og poesiin at nýggjum hæddum í vatnlitamyndunum hjá Bárði Jákupssyni. Sæð úr hesum ljósi eru 70 ár eingin aldur!

Tá framsýningin letur upp fríggjadagin 31. januar kl. 16 spæla Kristian og Mikael Blak eitt verk skrivað til eina av myndunum hjá Bárði Jákupssyni. Tað er í allar mátar ein musikalskur listamaður ið verður fagnaður.

Saman við framsýningini er ein bók á donskum útgivin av forlagnum Atlantia við greinum eftir Anne Lie Stokbro og Nils Ohrt. Bókin kostar 250 kr., á upplatingardegnum fæst hon fyri kr. 200.

Framsýningin er opin til sunnudagin 30. mars.

Mikudagin 26. februar og mikudagin 26. mars verður samrøða við Bárð Jákupsson um hansara list.

Blíðar heilsanir
LISTASAVN FØROYA


Wednesday, January 29, 2014

Finskar fyrireikingar og fantastiskur fyrilestur

Gleðið tykkum bara til sunnudagin klokkan 17 í Norðurlandahúsinum, tá verður alt klárt. Tey, sum ikki kunnu bíða til klokkan 17, kunnu tó koma klokkan 16, tí tá verður fyrilestur við fantastisku finsku listakvinnuni Terike Haapoja. Tað er ókeypis og super gott.  

  
Heja Suomi














Vetrarmorgun Teddy-nomineraður


Filmurin hjá Sakarisi Stórá "Vetrarmorgun" er nomineraður til Teddy virðislønina á altjóða filmfestivalinum í Berlin. Teddy virðislønin verður hvørt ár givin til filmar sum varpa ljós á LGBT evnir. Áður hava kendir leikstjórar so sum Pedro Almadovar, Gus van Sant og Lucas Moodysson vunnið virðislønina. 

Hjartaliga til lukku við tilnevningini.

Meira kann lesast á


 http://news.teddyaward.tv/

http://issuu.com/teddyaward/docs/teddyaward_2014_programme_magazin



(KP)

LISTASTUÐUL - Ein spurningur um at taka listina í álvara


 

Ikki kann sigast annað enn, at Inger Smærup Sørensen fekk aftursvar, tá hon fyri kortum sóknaðist eftir nýggjum kjaki um listastuðulin frá Mentanargrunni Landsins. Tíverri haldi eg ikki, at kjakið higartil hevur víst seg at vera serliga nýhugsað, tí vit hava hoyrt tað mesta fyrr. Í nógvum førum verður argumenterað út frá einum ella øðrum dreymascenario um markleysar resursir. Tað eru tær ikki og tær eiga heldur ikki at vera markleysar, sjálvt um tær kundu verið heldur størri enn tær eru beint nú. Veitingin kann væl hækkast. Sum nú er verða 2,9 mió krónur árliga brúktar til starvsløn, tað er umleið 110 mánaðar. 1 stk trý ára starvsløn vigar tungt, tí tað snýr seg um ein triðing av samlaðu veitingini. Eg havi sjálv argumenterað fyri færri og størri starvslønum, men eitt er vist og tað er, at ein triðingur av samlaðu starvslønarveitingini bert kann latast serstakliga dugnaligum listafólkum. Í dag í Radaranum í Kringvarpsútvarpinum verður kjak um Mentanargrunnin og vónandi hoyrist okkurt nýtt. Her er nøkur uppáhald í kjakinum sett upp grein fyri grein við svarum, og vit byrja við einum gomlum travara.


UPPÁHALD: Lat falla hvat ikki kann standa sjálvt - hví skulu vit yvirhøvur hava listastuðul?

SVAR: Tí at listastuðulin er (ella eigur at vera) ein samfelagsíløga, sum er prógvað at hava alstórt gagn uppá sikt í øllum nútíðar samfelagum.

UPPÁHALD: Starvslønirnar eru ein katastrofa í ár, tí játtanin er pettað sundur í tíðarskeið, sum eru alt ov stutt til at fáa nakað munagott burturúr.

SVAR: Í so fall er talan um eina langtíðargølu. Talið av starvslønarmóttakarum var í 2013 38. Talið svingar eitt sindur, í 2008 fingu 42 starvsløn og fyri tíggju árum síðani í 2014 fingu 23 starvsløn. Tey árini, tá fá hava fingið starvsøn, sæst eitt lyndi til at latið verður longri starvslønir.

UPPÁHALD: Starvslønirnar eru uppetnar av kórum, sum standa og gapa.

SVAR: Nei! Ikki ein starvsløn er mær vitandi farin til nakað kór. Kórini standa og sita í skúlastovum og kirkjum kring alt landið og syngja hvørja viku, tey venja, taka lut í Nýggjárskonsertini og í Ólavsøkusangi t.d. uttan at nakar kórsangari nakrantíð fær eitt oyra burturúr, tað gera tey, tí tey elska at syngja. Onkuntíð fara kór uttanlandsferðir, tá fáa tey til tíðir stuðul eins og tey eiga at fáa, men tað er úr tí partinum av mentanargrunninum, sum ikki fer til starvslønir, og sum verður latin til tiltøk osfr.

UPPÁHALD: Inntøkujavning av mentanarstarvslønum er at snobba niðureftir og tryggja, at hálønt ongantíð fara at søkja starvsløn

SVAR: Hetta er møguliga rætt, undirritaða hevur sjálv fingið starvsløn í 1 mánaða og 2 mánaða og hevur tá tikið frí frá arbeiði fyri at skriva. Var starvslønin inntøkujavnað í mun til árslønina, hevði eg ikki fingið starvsløn. Hinvegin mugu tílík undantøk kunnu lata seg gera í eini neyðugari umskipan, t.d. kunnu sovorðin sum eg fáa honorar úr áðurnevnda "tiltakskassanum".
  
UPPÁHALD: Mentanarstarvslønirnar skulu ikki inntøkujavnast ella administrerast meira enn tær eru frammanundan. At fáast við list og mentan er undirskotsvirkemi, ið ofta inniber frívilligt arbeiði, sum verður gjørt í ferium og vikuskiftum og tí má bera til at fáa starvsløn samstundis sum mann fær sína egnu løn.

SVAR: Eitt sera óprofessionelt sjónarmið, sum heldur fast í, at lista- og mentanararbeiði er á áhugastøði. Frívilligt arbeiði kanst tú onga løtu roknað við at fáa lønt, tí tað er sjálvboðið.

UPPÁHALD: Nevndin í Mentanargrunni Føroya er ikki før fyri at meta um umsóknirnar, tí meginparturin av nevndarlimunum ikki hevur serfrøðiliga vitan um list.

SVAR: Í løtuni er formaðurin løgfrøðingur og harumframt er ein samfelagsfrøðingur í nevndini, umframt listfrøðing, tónleikafrøðing og tónleikara. Serfrøðin kann optimerast í einum listaráði, so at øll listasløgini eru umboðað. Sjálvandi skal nevndin vera mannað við listafakfólkum, tað sigur seg sjálvt. Hevði nakar funnið uppá at sett ein listfrøðing at leiða eina løgfrøðiliga nevnd?

UPPÁHALD:  Starvslønir skulu vera opnar sum nú at søkja hjá øllum. At brúka eitt smalari listahugtak viðvíkjandi starvslønum er ódemokratiskt og drepandi fyri áhugalistina.

SVAR: Áhugalistin verður stuðlað á hvørjum ári í Mentanargrunninum, á trimum fundum í fjør varð samtykt at lata ymiskum tiltøkum/útgávum 453.000 + 513.000 + 644.000 krónur. Tað kann ikki vera nøkur meining í at lata starvsløn fyri áhugavirksemi. 


PS: Eri væl greið yvir, at vit í Føroyum mugu leggja upp fyri og operera við einum serligum og útvíðkaðum professionalismuhugtaki, men rúm og stuðul til semiprofessionela praksis má ikki forða fyri heilprofessionellum hugburði innan stuðulsskipanina.






(KP)


Tuesday, January 28, 2014

Føroysk og finsk list



Kuldi, regn og vindur er ikki nøkur spennandi kombinatión, tá hon kemur so ofta fyri sum hesa seinastu tíðina. Og tó, at Mentanarheiðurslønir og kjakið um býtið av starvslønunum er undirhaldandi á hvørjum ári, so havi eg saknað at uppliva nýggjar listaframsýningar. Tessvegna var tað ein góð kenla at koma til hús í dag og hyggja í postkassan, tí har lógu heilar tríggjar ferniseringsinnbjóðingar. Og um framsýningarnar vístu seg at vera bert tvær í tali, so ljóða tær áhugaverdar báðar tvær. Onnur er føðingardagsframsýningin hjá Bárði Jákupsson, sum letur upp fríggjadagin klokkan fýra. Ta herligu Bon vivant sjálvsmynd hansara her niðriundir hevur hann gjørt til høvið, linoleumsskurðurin er prentaður í Steinprenti.




Hina framsýningina gleði eg meg ikki minni til, hon er finsk og letur upp sunnudagin klokkan fimm. Har verður installatiónin "Community" hjá heimskendu listakvinnuni Terike Haapoja at síggja, umframt eitt høvuðsverk hjá Titu Vinther, "Mítt segl" og prent hjá finskum listafólkum Outi Heiskanen, Anna Seppälä og Ilona Raipala, sum øll eru framleidd í Steinprenti. Báðar upplatingarnar eru almennar.







(KP)




Monday, January 27, 2014

Altjóða Holocaustdagur


Í dag er altjóða holocaustdagur, sum vit minnast við hesari myndini hjá Herdis Jacobsen, sum hon gjørdi til LGBT framsýningina Natúrligvís í 2012. Sum kunnugt vórðu eisini samkynd týnd saman við milliónum av øðrum minnilutabólkum í týskum týningarlegum undir krígnum. Samkynd vórðu merkt við einum ljósareyðum tríkanti. Eisini tann dag í dag verða minnilutar forfylgdir kring allan heim, t.d. er støðan sera ring í løtuni hjá samkyndum í Russlandi. Tað er ófatiligt, at hetta kann ganga fyri seg enn, tað ber til at mótmæla og gera nakað við støðuna t.d. gjøgnum Amnesty International, sum hevur eina deild í Føroyum. 

https://www.facebook.com/AmnestyInternationalForoyaDeild













(KP)

Svar uppá spurningar um Mentanargrunnin





Svar upp á fyrispurning frá Gunvør Balle, løgtingskvinnu, nr. 29/2013, eftir Tingskipanini § 52a. Fyrispurningurin um Mentanargrunn Landsins, er settur Bjørn Kalsø, landsstýris­manni.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1.     Ætlar landsstýrismaðurin at endurskoða skipanina fyri Mentanargrunnin?
2.     Um ja, hvørjar eru ætlaðu broytingarnar?
3.     Hvussu skal nýggja játtanin til filmslistina umsitast?
4.     Eru listaráð fyri ávísar listagreinar sett, sum Mentanargrunnurin kann søkja sær sakkøna ráðgeving hjá?
5.     Hevur landsstýrismaðurin umhugsað at broyta ásetingarnar í lógini um krøv til fakligu førleikarnar hjá nevndarlimunum?
6.     Er ætlanin at broyta grein 4 í kunngerðini um starvslønir?
7.     Er tað rætt, at Mentanargrunnurin sum nakað nýtt nú krevur, at verkætlanin skal vera liðug, áðrenn játtaður stuðul verður útgoldin?
8.     Um svarið til spurning 7 er játtandi, er hetta so lóglig umsiting, tí kunngerðin, ið liggur á heimasíðuni hjá Mentanargrunninum, er ikki broytt?
9.     Hvussu nógv av tí, sum Mentanargrunnurin játtar til stuðulsumsøkjarar árini 2011, 2012 og 2013, var ongantíð útgoldið til fólk - og tí ikki gagnnýtt?
10.  Ger grunnurin nakað fyri at tryggja, at tað er eitt realistiskt lutfall millum upphæddirnar, søkt verður um, og tað, sum verður játtað, soleiðis at játtaðu upphæddirnar kunnu verða útgoldnar?
11.  Hvat hendir við tí peningi, sum ikki verður útgoldin?
12.   Er tað rætt, at grunnurin noktar umsøkjarum stuðul til somu verkætlan árið eftir?
13.  Um svarið til spurning 12 er játtandi, hvar finst heimildin fyri hesi grundgeving?

Svar

Til 1-2: Arbeitt verður í løtuni við lógaruppskoti, sum hevur til endamáls at styrkja Mentanargrunn Landsins, soleiðis at hann í størri mun kann ráðgeva landsstýrinum í yvirskipaða mentanarpolitikkinum. Harumframt er ætlanin, at nevndin í grunninum í ávísum førum í størri mun skal hava møguleika at søkja sær serkøna hjálp á sonevndum fakligum listafundum, sum verða skipaðir við serkønum innan ávísar mentanar- og listagreinar, og sum kunnu veita nevndini í grunninum fakliga ráðgeving í stuðulsspurningum. Ætlanin er eisini at geva Mentanargrunninum heimild at umsita aðrar stuðulsjáttanir, sum landsstýrismaðurin hevur ræðisrættin yvir. Í hesum partinum av umsitingini av stuðulsjáttanum er ætlanin, at nevndin í Mentanargrunninum ger tilmæli til landsstýrismannin at avgreiða umsóknirnar eftir.

Til 3: Ætlanin er, at játtanin til filmslist verður løgd til Mentanargrunnin at umsita. Serkøn innan filmsøki verða við í viðgerðini av stuðulsveitingunum í sonevndum fakligum listafundum, sum eru umrøddir í svarinum til 1-2.

Til 4: Í starvsskipanini fyri Mentanargrunnin er tilskilað, at Listaráð fyri ymsar listagreinar kunnu verða sett. Hetta hevur ikki verið brúkt, hóast Mentanargrunnurin kann hava leitað sær serkøna hjálp eftir tørvi.

Í lógaruppskotinum, sum er nevnt undir spurningi 1-2, verður lagt uppfyri, at sokallaðir ”listafundir” kunnu verða skipaðir eftir tørvi, og m.a. filmslistin kann verða viðgjørd á einum slíkum listafundi við serkønum innan filmslist.

Til 5: Lógin um Mentanargrunn Landsins sigur, at nevndin skal hava breiða mentanarliga og samfelagsliga umboðan, og tað ætli eg framhaldandi, at hon skal. Harumframt fara sum fyrr nevnt fakligir listafundir at verða skipaðir eftir tørvi, fyri framhaldandi at tryggja fakliga støði.

Mentanargrunnur Landsins hevur sum endamál at veita stuðul innan mentan og list til bæði leik og lærd, og tað skal grunnurin eftir ætlan framhaldandi gera.

Til 6: Flestu umsóknir til grunnin snúgva seg um starvsløn í styttri tíðarskeið - vanliga millum 1 og 6 mánaðir. Grunnurin fær javnan at vita, at játtaða starvslønin - tó at hon í summum førum er styttri enn tað tíðarskeið, ið søkt var um - er komin sera væl við, og at starvslønin hevur ein týðandi leiklut í at tryggja, at verkætlanin veruliga verður framd í verki.

Ætlanin er tí ikki at broyta § 4 í kunngerðini um starvslønir.

Vert er tó at geva gætur, at starvslønin, ið verður útgoldin sum vanlig løn sambært Kunngerð um Mentanargrunn Landsins, nr. 109 – 21. september 2000, § 4, er ein føst upphædd mánaðarliga, og vanligi stuðulin, ið verður útgoldin í einum, kann vera ymiskur, alt eftir ítøkiligu umsóknini. Vanligi stuðulin verður latin eftir § 6 í nevndu kunngerð.

Til 7-8: Mentanargrunnurin hevur upplýst, at tá ið umsókn verður gingin á møti, verður samstundis boðað umsøkjaranum frá, at peningurin verður goldin so skjótt grunnurin fær vissu fyri, at verkætlanin verður framd í verki. Somuleiðis verður umsøkjarin kunnaður um, at játtaði stuðulin sum meginregla skal verða nýttur innan fyri eitt ár, tó at undantøk kunnu verða. Henda mannagongd er grundað á, at grunnurin ikki – í óavmarkaða tíð – kann støðla játtaðan stuðul. Grunninum kunnugt hevur hetta verið mannagondin í meira enn 30 ár.  Hetta  merkir, at tað er ikki krav, at verkætlanin skal vera liðug, áðrenn stuðulin verður útgoldin.

Til 9: Samlaða játtanin til Mentanargrunn Landsins og Týðaragrunnin var bæði í 2011 og 2012 6,412 mió. kr. Játtaður, men ikki útgoldin stuðul, var sambært Mentanargrunninum í 2011 290.000 kr., og játtaður, men ikki útgoldin stuðul, var í 2012 143.000 kr. 

Av tí at 2013 júst er farið aftur um bak, ber ikki til enn at staðfesta, hvussu nógvur játtaður stuðul ikki verður útgoldin. Hetta kann í fyrsta lagi gerast upp við árslok 2014, hevur Mentanargrunnur Landsins upplýst fyri Mentamálaráðnum.

Til 10: Mentanargrunnurin upplýsir, at stuðul verður játtaður við støði í einstøku umsóknini, og mett verður í hvørjum einstøkum føri um upphæddina, sum latin verður. Atlit verður í ávísan mun tikið til kostnaðarætlanina, men játtan grunsins er avmarkað. Sí eisini viðmerkingarnar til spurning 12-13.  

Til 11: Játtaður stuðul, sum ikki verður nýttur, fellur aftur til Mentanargrunnin og hvørvur tískil ikki úr skipanini.

Til 12-13: Avgerð grunsins um annaðhvørt at ganga eini umsókn á møti ella ikki tekur støði í meting nevndarinnar av teirri ítøkiligu umsóknini. Í ávísum førum verða verkætlanir stuðlaðar í fleiri umførum, í øðrum førum ikki. Játtan grunsins er avmarkað, og tað er tí tíverri ikki gjørligt hjá Mentanargrunninum at geva øllum dygdargóðum umsóknum játtandi svar.







(KP)

Rutt Mikkelsen sýnir fram í Føroyahúsinum í Keypmannahavn




Sunnudagin, 2.feb. 2014 kl. 15.00 - 17.00 bjóðar Føroyska Listafelagið í Keypmanahavn til fernisering við málningum hjá Rutt Mikkelsen í Føroyahúsinum, Vesterbrogade 17 A.

Rutt Mikkelsen er 51 ára gomul. Fødd og uppvaksin á Skála. Hon er útbúgvin sniðgevi, og hevur búð í Danmark í 20 ár. Í løtuni búleikast hon í Dubai, har hon hevur útbúgvið seg innan fine arts á Lotus Educational Institute. Rutt Mikkelsen hevur málað í umleið 5 ár, og á ferniseringini fer hon at greiða frá um seg sjálva og um sína útbúgving.

Listafelagið bjóðar vín og okkurt lætt til matna, sum kann keypast bíliga.

Framsýningin varir til 3. apríl. 

















(KP)



Sunday, January 26, 2014

OMG Heiðrik fekk eitt hálvt ár

Ein fantastisk mynd úr videolagnum hjá Heiðrik á Heygum OMG


Heiðrik á Heygum er millum listafólkini, sum hevur fingið eina av størru portióninum av starvsløn frá Mentanargrunninum í hesum umfarinum. Heiðrik á Heygum er fjøllistamaður og hansara verk er víðfevnandi og fjølbroytt og fevnir um myndlist, tónleik og film. Hann fekk tillutað starvsløn í eitt hálvt ár og í samrøðu við útvarpið segði hann, at hann ætlar at gera ein film, ein føroyskan trýssaratrillara. Tað ljóðar spennandi, vit gleða okkum. Hjartaliga til lukku, Heiðrik, við starvslønini og góðan arbeiðshug.













(KP)



Saturday, January 25, 2014

Nýtt kjak um Mentanargrunn Landsins

Seinastu vikurnar er okkurt hent á mentanarøkinum. Gunvør Balle hevur sett fram fyrispurning til landstýrismannin um Mentanargrunnin, Klippfisk skjýtur upp strukturbroytingar og nú eru starvsønirnar fyri 2014 almannakunngjørdar. Kjak um Mentanargrunnin er á veg?

Og tað er gott, tí broyting má í. Tað eri eg sannførd um. Eg eri vís í, at nógv er, sum skal broytast, um Mentanargrunnur Landsins skal hava tann týdningarmikla leiklutin í samfelagnum, sum hann eigur at hava.

Ein perfekt listastuðulskipan finst ikki, men fleiri skipanir finnast, sum skjalprógvað málrætta pengarnar betri og sum harvið skapa eitt ríkari mentanarlív og størri alment forstáilsi av týdninginum av listastuðli. Tað átti at verið áhugin hjá øllum, at hava ta best møguligu skipanina, men allíkavæl tykist tað heilt ófatiliga tungt at fáa innført heilt grundleggjandi ting so sum inntøkuregulering av starvslønum, fakráð og almenna argumentatión.

Úrslitið av, at mann ikki vil innføra hetta er, at mótstøðufólkini hjá listastuðulsskipanini kunnu rópa og skrála frá nú av og í allar ævir og hava eitt pinkalítið sindur rætt og, at møguleiki ikki verður fyri at brúka almennu pengarnar uppá menning, at listafólk verða illgitt og at pengar fara til spillis.

Umframt tað generella, sum heilt erligt bara snýr seg um vanligt skilvísi, er sjálvandi ein rúgva, sum vit kunnu vera ósamd um. Staklutir, sum eru torførir at savnast um. Men tað er mær ófatiligt, at tað ikki ber til at savnast um tað grundleggjandi, at fáa kjakið um einstakar tilburðir og persónligan áhuga burtur, og í staðin tosa eitt sindur breiðari um hvat vit vilja hava burtur úr mentanarlívinum og listini, og hvussu vit fáa tað. Listastuðulin er í grundini ikki til fyri at gleða listafólk ella mentanarfólk (sjálvt um tað kann vera ein positivur síðuvinningur), listastuðulin er til fyri at styrkja samfelagið.

Men hetta neyðuga kjakið, sum í roynd og veru kann føra til týdningarmiklar broytingar, verður blokerað. Tað verður blokerað av øllum teimum politikarunum, sum einki hava í móti at varðveita almenna mótstøðu móti listastuðlinum, tað verður blokerað av listafólkum, sum bert fokusera uppá teirra egnu støðu, tað verður blokerað av antin ókritiskum ella sensatiónshungrandi miðlum, tað verður blokerað av ræðsslu fyri fakligheit, tað verður blokerað av einu Mentanargrunni, sum sjáldan tekur orðið í kjakinum og av áhugafeløgum, sum ikki vilja síggja tað størra perspektivið. Hetta er til dømis galdandi fyri Klippfisk, sum væl skiljandi og skilagott ynskir, at fakligheit skal vera til grund fyri býtið av stuðulspengunum, sum skulu brúkast til film. Men, í tilmæli skrivar Klippfisk, at filmur: ”krevur í størri mun enn aðrar listagreinar serfakligt innlit” – hvat er hetta fyri ósolidariskt møsn?

Samanumtikið er ov nógv, sum gruggar støðuna og vit missa øll uppá tað. Ein sterkur, etiskt rættvísur, fakliga inspirerandi, nýhugsandi, kjakandi Mentanargrunnur krevur samanhald.


(IS)

http://listinblog.blogspot.com/2013/03/nyggj-i-mentanargrunni-landsins-2.html

Friday, January 24, 2014

Listagreinirnar ójavnt umboðaðar í Mentanargrunninum?


Í dag varð almannakunngjørt hvørji hava fingið starvslønir frá mentanargrunninum til listaligt og mentanarligt arbeiði. Eg eri sjálv millum tey hepnu, sum hava fingið, og eg gleðist um høvið til í tveir mánaðar at hava rúm og tíð til at skriva eina bók um verkið hjá Tóroddi Poulsen. Eg gleði meg somuleiðis at síggja ríka úrslitið, sum fer at standast av hesi íløguni í listina, sum listastuðul er, eg ivist ikki í, at tað verður gott. Tá hetta er sagt, so haldi eg ikki, at t.d. bókmentir hava serliga góðar umstøður, tá tað um starvslønir ræður í hesum árum. Bókmentir eru annars ein týdningarmikil listagrein, tí tær fevna um tað serstakt føroyska, sum er okkara mál. Vit vita ikki hvør hevur søkt og møguligt er sjálvandi, at rithøvundar og yrkjarar ikki hava søkt í so stórum tali sum áður. Men tað er freistandi at síggja ein ávísan samanhang millum áhugan hjá nevndarlimunum og starvslønarmóttakararnar. Hyggja vit eftir hvør hevur fingið starvsløn síggja vit, at tónleikurin stendur t.d. nógv sterkast, bæði tann rútmiski og kór- og sangtónleikurin. Hyggja vit eftir nevndarlimunum í Mentanargrunni Føroya, eru heilir tríggir av fimm limum tónleikarar ella tónleikaáhugað: Tað eru Steintór Rasmussen, tónleikari og festivalfyriskipari, Sámal Matras Kristiansen, tónleikaáhugaður samfelagsfrøðingur og Leif Hansen, tónleikafrøðingur. Harumframt er Joanna Djurhuus, løgfrøðingur og leiklistáhugað forkvinna og Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur. Einki er at ivast í, at hesi gera sítt arbeiði til lítar, men spurningurin er um listagreinabýtið er nóg gott í Mentanargrunninum? 
Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur gjørt av at lata starvslønirnar í 2014 til listaligt og mentanarligt arbeiði soleiðis:
Kári Bæk, tónaskald, 1 ár,
Súsanna Tórgarð, sjónleikari,  1 ár
Heiðrik á Heygum, listamaður, 6 mánaðir
Heri Joensen, tónleikari, 6 mánaðir
Marius Olsen, listamaður, 6 mánaðir,
Zacharias Sørensen, tónleikalærari, 6 mánaðir 
Harumframt eru starvslønir latnar 32 umsøkjarum.
Tilsamans 115 mánaðarlønir fyri  2,9 milliónir eru latnar til listaligt og mentanarligt arbeiði. 
Tilsamans vóru 112 umsøkjarar, ið søktu um starvsløn fyri góðar 32 milliónir krónur.  Av teimum vóru 38 umsóknir játtaðar. Nevndin hevur í ár gjørt av ikki at lata eina 3 ára starvsløn. Avgerð nevndarinnar er grundað á tær mongu dygdarumsóknir, har søkt var um starvsløn í styttri tíðarskeið. Av tí at nevndin hevur gjørt av at játta fleiri av hesum umsøkjarum starvsløn, var ikki rúm fyri at játta eina 3 ára starvsløn í ár. Íverksetanarstudningur varð latin 4 umsøkjarum – kr. 300.000 tilsamans. Umsøkjararnir vóru 10 í tali. Hesi fingu starvsløn í 2014:
Arnold Ludvig 2 mánaðir
Búgvi Róin 2 mánaðir
Durita Holm 3 mánaðir
Edvard S. Olsen 2 mánaðir
Elin Josefina Smith 1 mánað
Greta Svabo Bech 3 mánaðir
Gudmund Helmsdal Nielsen 2 mánaðir
Guðrið Hansdóttir 3 mánaðir
Gutti Winther 2 mánaðir
Gvøðny Miriam Gunnarsson 3 mánaðir
Hans Tórgarð 3 mánaðir
Hansina Iversen 3 mánaðir
Heiðrik á Heygum 6 mánaðir
Heri Joensen 6 mánaðir
Ingun Christensen 3 mánaðir
Ísak Sambleben 2 mánaðir
Jensina Olsen 3 mánaðir
Jóannis Sørensen 1 mánað
Jón Joensen 1 mánað
Jón McBirnie 2 mánaðir
Kaj Johannesen 3 mánaðir
Kaj Klein 2 mánaðir
Kári Bæk 12 mánaðir
Katrin Ottarsdóttir 3 mánaðir
Kinna Poulsen 2 mánaðir
Kristianna Winther Poulsen 1 mánað
Kristina Sundar Hansen 3 mánaðir
Marius Olsen 6 mánaðir
Pætur M. Dahl 2 mánaðir
Pól Jespersen 1 mánað
Ranvør Isholm 1 mánað
Súsanna Tórgarð 12 mánaðir
Theodor Kapnas 2 mánaðir
Tóroddur Poulsen 3 mánaðir
Uni Reinert Debess 2 mánaðir
Unn Paturson 2 mánaðir
Valdemar á Løgmansbø 3 mánaðir
Zacharias Sørensen 6 mánaðir


(KP)

Eitt ískoyti, men lítil endurnýggjan




Sigast kann,  at tað er stórhending, tá nýggj sálmabók, ella sum í hesum førinum, Sálmabókauppískoyti verður givið út. Í formælinum sigur nevndin um  verkætlanina, at uppískoytið einans er eitt “ávegis verk”, sum kan geva eina ábending um, hvussu sálmasongurin í Føroyum verður endurnýggjaður.

Leif Hansen, organistur í Vesturkirkjuni


Eitt uppískoyti

At savna, geva út og autorisera eina sálmabók er stórarbeiði og eigur at verða væl umhugsað og einans litið fólki upp í hendur, sum hevur skil fyri ymiskum tættum sálmasangi viðvíkjandi. Slíkt arbeiði verður ikki gjørt á hvørjum degi, og tí er uppískoytið at rokna sum fyrsta stig í arbeiðinum uppá at fáa til vega eina nýggja føroyska sálmabók. Eitt sálmabókaískoyti er nevniliga ikki nøkur nýggj sálmabók, men skal heldur fatast, sum nevndin eisini tekur til í formælinum: “eitt íkast frá okkara egnu tíð og ein ábending um, hvussu sálmasangurin kann verða endurnýggjaður.” Eitt uppískoyti eigur ikki ikki at verða fevnt av somu krøvum, sum vit seta til eina autoriseraða sálmabók. Úrvalið eigur at verða breiðari og heldur liberalari enn í einari veruligari sálmabók. Og tí skal hetta nýggja uppískoyti eisini metast út frá hesi treyt.

Sálmasangurin

Hetta at syngja saman hev­ur í øldir verið partur av felags­lívi hjá teimum, sum í Føroyum hava búð. Við sínari sjálvsøgdu savnandi og aktiverandi natúr, umframt at verða íborin eina kensluborna og hugburðsmyndandi kraft, er sálmasangur berandi lutur í protestantisku guðstænastuni. Sálmasangur kann í innihaldi vera sera ymiskur, men felagsnevnarin er, at her er tað kirkjuliðið, sum kemur til orðanna og verður aktiverað.  Sálmabøkurnar skula navigera í einum sera ymiskt samansettum kirkjuliði og verður tí ofta eitt kompromis millum áhugabólkanar innan kirkjuna. Avgjørt liggur tí onkur sálmur í boðskapi ella kvaliteti á pínumarkinum hjá onkran kirkjugangara. Kravið til nýggjar sálmabøkur eigur til eina og hvørja tíð vera, sum danski sálmagranskarin Henrik Glahn tekur til: “Fra mange sider lyder samtidig ønsket – eller kravet! – om fornyelse og aktualisering af salmernes poetiske og musikalske udtryk, en fornyelse i pagt med tiden.”

Sálmabókin frá 1990


Longu tá núverandi sálmabók kom í nýtslu í 1990 var eyðsæð, at hon í mangar mátar ikki talaði til samtíðina, og at sálmabókanevndin handan bókina var nóg so konservativ í sínari redaktión av bókini. Børnini og tey ungu vóru nærum gloymd og eyðsæð var at t.d. árstíðssálmanir, brúdleypssálmarnir og føstusálmanir ikki nøktaðu tann  tørv, sum kirkjuliðið hevði á slíkum sálmum. Føroyskt er ikki gamalt sálma-mál, og tí avspeglar føroysk sálmayrking í sera stóran mun danska traditión. Danskur sálmaskaldskapur hevur eyðvitað myndað sálmasang í Føroyum í 400 ár, og tí var tað natúrligt, at tað er tann danska tratitiónin, sum eisini mann teljast millum heimsins bestu, sum føroyskir sálmayrkjarar funnu sítt kjølfesti í. Bróðurparturin av sálmunum í sálmabókunum frá 1960 og 1990 eru tí sostatt týðingar úr donskum. 

Sálmaúrval

Ein málsetningur, sum nevndin handan uppískoytið ivaleyst hevur sett sær er, at fáa teir sálmar til vega, ið sjálvsagt áttu at verið í sálmabókini frá 1990. Uppískoytið kann tí í stóran mun fatast sum eina roynd at dagføra sálmasangin so, at hann í minsta lagið er á einum norðurlendskum 1990- støði. Sjálvur havi eg ofta undrast yvir, hvussu tað í sálmabók okkara bar til at umganga fleiri danskar kjarnusálmar hjá eitt nú Grundtvig m.a. “Tag det sorte kors fra graven”, “Giv mig Gud en salmetunge” og “Du, som går fra den levende Gud”. Hesir og fleiri aðrir kendir danskir sálmar fyriliggja nú á føroyskum og í høvuðsheitum í góðum týðingum. Nýggjari donsk traditión, sum í 1980’inum og 1990’inum varð introduserað í uppískoytum og endiliga kom í Den Danske Salmebog í 2002, er eisini at finna í bókini.  Nevnast kunna “Du, som gir os liv og gør os glade”  og “Du som har tændt milioner af stjerner”. Norski sálmayrkjarin Svein Ellingsen, hvørts sálmar eru blivnir kjarnusálmar bæði í heimlandinum, Svøríki og Danmark, er við sínum átta sálmum á veg inn í føroyskan sálmasang. Sera vælumtókti dópssálmurin “Fyldt av glæde over livets under”, verður í týðingini hjá Hera Tróndheim ivaleyst framyvir fastur sálmur, tá dópur er. Týðingar eru eisini bulurin í bókini. Av teimum gott 150 sálmunum eru bara gott 40 uppruna føroyskir. Av føroyskum yrkjarum kunna nevnast  Sólrun Michelsen sum eigur sjey sálmar, P.J. Sigvardsen fýra og Martin Joensen tríggjar. Millum hesar gott 40 upprunasálmar eru heilt víst nakrir, sum kirkjuliðini fara at taka til sín. Nýggi morgunsálmurin “Nú morgunsólin fevnir fjøll” hjá Sólrún Michelsen, hevur við sínum svenska summarsálmadámi heilt víst potentiale til at gerast eitt sálmahitt, kanska serliga um hann verður sungin til okkurt av svensku løgunum, sum passa og hóska til.


Sálmaløg

Flestu sálmarnir fylgja kendum versfótum og kunna tí syngjast til kend løg. Verður blaðað ígjøgnum bókina so sæst eisini, at tað í stóran mun verður víst til gomul og kend løg. Serliga beit eg merki í, at í seks av sjey sálmum hjá Sólrun Michelsen verður víst til gomul sálmaløg. Ein sjálvsagdur partur av einari endurnýggjan av sálmasanginum eigur at verða, at nýggj løg verða innsungin. At einans áleið 15 føroysk upprunaløg eru við í bókini er at undrast á. Eg skilji púrt einki av, at eitt nú Knút Olsen einans hevur tvey løg við í bókini. Serliga havandi í huga, at hann í 2012 lat úr hondum eitt savn við 65 sálmaløgum. Knút hevur t.d. nýtt lag til týðingina hjá P.J. Sigvardsen av íslendska “Slá þu hjartans hørpustrengi” í áðurnevnda lagsavni. Í Uppískoytinum verður ístaðin víst til “Jesus, tíni sár og pína” Genéve 1551. Nýtt í føroyskum sálmabókaútgávum er, at nótar eru skrivaði til løgini. Hetta eru nógv uttan iva glað fyri. Tó harmist eg um, at hvørki becifring ella tekstur er settur við nótanar. Hetta er heilt einfalt ikki nóg gott, og eigur at verða fingið í rætt lag um nýtt upplag skal prentast.  


Til børnini og tey ungu


Knappir 40 sálmar og sangir eru ætlaðir børnunum og teimum ungu. Verður sæð burtur frá frálíkum sálmum sum “Máni og sól”, jólasangunum og øðrum einstøkum sangum, so tykist ambitiónsstøðið hjá nevndini at verða út av lagi lágt, tá um henda týðandi tátt í sálmasanginum viðvíkur. Kendir og ofta hjálparleysir sunnudagsskúlasangir mynda í alt ov stóran mun barnatilfarið. Slíkir sangir kunna sjálvandi brúkast til sunndagsskúlaarbeiði, men hoyra ikki heima í einari guðstænastu. Krøv um poetiskan kvalitet eigur eisini at verða sett til barnasálmar og -sangir. Avspeglar Uppískoytið tað føroyska andaliga sangtilfarið fyri børn, so liggur eitt arbeiði fyri framman og bíðar eftir dugnaligum yrkjarum og sangskrivarum.

Lítil endurnýggjan



Eg loyvi mær at ivast í, hvørt málsetningurin hjá nevndini at geva eina ábending um, hvussu føroyskur sálmasangur kann verða endurnýggjaður, ber á mál við hesum uppískoytinum. Tann endurnýggjan, sum er at hóma, er ein endurnýggjan, sum kemur til okkum uttanífrá. Ein endurnýggjan, sum t.d. í Danmark byrjaði fyri 30 árum síðani. At endurnýggja sálmasangin hava føroyingar ongantíð sjálvir roynt, og tí skula vit ikki vænta at sálmayrking, lagasmíð og sálmasangur við eitt skal fara nýggjar leiðir. At eitt so fáment land sum okkara hevur fyri neyðini at hyggja út um landoddanar eftir sálmaskaldskapi er heldur eingin ólukka. Dygdarsálmar verða sum kunnugt týddir til nógv ymisk mál, og hevur tað eisini verið siðvenja heilt frá Luther’sa døgum. Tó er av størsta týdningi, at leitað verður við ljós og lykt, so vit ikki koma út fyri, at onkur føroyskur dygdarsálmur liggur eftir, og at tað, sum verður útgivið, bara er næstbest. Hetta seinna er at hóma í uppískoytinum. Kirkjunnar myndugleiki eiga at miða fram móti, at føroyingar fáa eina nýggja føroyska sálmabók í 2020. Við Uppískoytinum er hendan tilgongdin byrjað. Men Uppískoytið vísir okkum eisini á, at nógv arbeiði er eftir at gera, áðrenn tað fer at bera til hjá bispi at autorisera eina nýggja sálmabók.