Thursday, December 13, 2012

Upplýsið Løgtingið


Til minnis um Landsbankan, Marknagilsdepilin, sum nú skinklar í sínum grundvølli, ein fimtapart av mentanarstuðlinum, samhaldsfestið og mangt annað gott, sum plagdi at merkja upplýsta fólkaræðið Føroyar, ætla nakrir harmir borgarar at seta ljós á vøllin kring Tinghúsið í morgin, 14 desember, ið eftir øllum at døma verður dagurin, vit missa Landsbankan. Upplýsingartiltakið varir allan dagin frá klokkan 10 fríggjamorgunin, tá 3.viðgerð av málinum um avtøku av Landsbankanum byrjar.