Saturday, September 3, 2011

Kringvarp Føroya sleppur mentanini upp á fjall


Kringvarp Føroya hevur ilt við at yvirhalda tær skyldir, sum public service-sáttmálin ásetur. Tey hava heilt einfalt ikki nóg mikið av pengum til at lúka tey annars so skilagóðu krøv, sum har verða sett og tessvegna eru tey tvungin til at raðfesta. Onkuntíð er raðfestingin góð og aðrar ferðir er raðfestingin so vánalig, at eg ikki finni orð fyri hvussu vánalig hon er.

Hetta er m.a. galdandi fyri ta raðfesting, sum Listin bar fyrstu tíðindi um í gjár. Nevnliga avgerðin um at taka mentanarsendingina Refleksjón av skránni uttan at nøkur nýggj mentanarsending verður sett í staðin. Hetta er eitt eklatant brot uppá public service sáttmálan, sum hevur mentanina sum aðalmál (sí brot niðanfyri). Hetta má eisini sigast at vera afturlítandi í eini tíð, har aðrar sjónvarpsrásir í heiminum leggja størri dent á mentanini við at gera beinleiðis mentanarrásir. Hetta má fatast sum ein lifran fyri lægsta felagsnevnara, sjálvt um, at hyggjaratøl hava víst, at lægsti felagsnevnari als ikki er til staðar og um hann er, so hyggur hann allíkavæl at mentanarsendingum. Hetta er at svíkja okkara rættindi til sjónvarp, ið gevur okkum høvið at reflektera, fáa avbjóðingar, skapa samleika og fáa innlit í tær hugsanir, sum liggja aftan fyri listina. Hetta er ein avmarking av okkara evni til at fata henda heimin. Hetta er at lækka okkara lívsvirði. Hetta er for galið!

Vit hava enn In mente, sum er ein frálík útvarpssending. Men sendingin er eyðsýniliga farin í endaleysa summarfrítíð og hon er heldur ikki í sær sjálvum nóg mikið. Mentan má vera í sjónvarpinum ”í hvussu so er við einari mentunarsending um vikuna, annars verda vit øll so skítbýtt, klikkaði og einoygd...” sum ein klókur facebookvinur skrivaði í gjár.

Vit hava vent okkum til leiðsluna í Kringvarpi Føroya og til nevndina og hava sjálvsagt eisini hugsað okkum at venda okkum til mentamálaráðið.


Svar frá Rúna Heinesen, formaður fyri Kringvarpsstýrið


Eg skal við hesum royna at svara uppá spurningin, um tað er rímuligt at ein mentunarsending sum Reflektión verður tikin av komandi vetrarskrá. Frágreiðingin til, at Kringvarpið ger broytingar í vetrarskránni er, at í fjørheyst skrivaðu Mentamálaráðið og Kringvarpið undir ein Public Service-sáttmála. Kringvarpið hevur nú skyldu til at náa fjølbroyttum málunum, sum eru útgreinað í hesum sáttmálanum. Avleiðingin er, at nú skal Kringvarpið bæði í summar- og vetrarskránni raðfesta ymsar tættir. Um stovnurin hevði rúmari fíggjarkarm, so vóru møguleikar fyri at Reflektión ella líknandi mentunarsending kundi hildið fram. Sendingin Reflektión hevur verið á sjónvarpsskránni í tveir vetrar – aðruhvørja viku. Enn er ikki kunngjørt hvat í kemur ístaðin, men ætlanin er, at mentan í breiðum týdningi skal hava sína rímuligu rúmd í útvarps- og sjónvarpsskránni í tíðarskeiðnum upp hesi 3 sáttmálaárini.

Vit í stýrinum hava okkara næsta fund um 2 vikur og sjálvandi verður tykkara sjónarmið eisini umrøtt á tí fundinum.


Brot úr public service-sáttmála millum Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið

ENDAMÁLIÐ VIÐ PUBLIC SERVICE:
STYRKJA ÁHUGA BORGARANS AT VIRKA Í EINUM FÓLKARÆÐISLIGUM SAMFELAG
MENNA FØROYSKA MÁLIÐ OG SAMLEIKA FØROYINGA
STIMBRA MENTAN OG SKAPANAREVNI
STIMBRA VITAN OG FATAN

Kringvarp Føroya hevur ein týðandi leiklut sum miðlari og skapari av føroyskari mentan.

Kringvarp Føroya skal framleiða og senda dygdargott tilfar, og á henda hátt virka fyri, at allir føroyingar gerast betur førir fyri at taka støðu til og ávirka samfelagsgongdina á ein fólkaræðisligan hátt. Hetta merkir, at stovnurin bindur seg til at tryggja eitt breitt útboð av sendingum og tænastum fyri alt Føroya fólk umvegis sjónvarp, útvarp, alnet og líknandi miðlar. Sendingarnar skulu m.a. fevna um tíðindaflutning, upplýsing, mentan og undirhald, her undir eisini sendingar til børn og ung.

Kringvarp Føroya hevur skyldu til at útvarpa sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. Kringvarp Føroya skal í programmvirkseminum leggja dent á upplýsingar- og talufrælsi, sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga

Í viðmerkingunum verður víst á, at public service-hugtakið er so breitt, at tað er trupult at røkja allar hugsandi skyldur í senn. Tí verður mett skilagott, at landsstýrismaðurin, sum umboð fyri løgtingið og fólkið, kann raðfesta og tryggja ávísar nærri allýstar public service-skyldur í einum tíðaravmarkaðum sáttmála. Sum dømi verða nevnd ávís mentanarøki, føroyskt mál, sendingar fyri børn og ung, og at sendingar til ávísan aldursbólk skulu verða týddar til føroyskt.

Tað er av størsta týdningi, at stovnurin megnar at røkja tær uppgávur, ið eru tilskilaðar í sáttmálanum, og hevur fyrilit fyri fólkaræðisligum, samfelagsligum og mentanarligum viðurskiftum, sum viðkoma øllum føroyingum.

Tænastan skal taka støði í samfelagnum og skal endurspegla margfeldi, mentan, ymiskar lívsáskoðanir og livihættir.

Kringvarp Føroya skal leggja dent á at vera í fremstu røð sum miðlari av mentan, list og mentanararvi. Kringvarp Føroya skal ríka føroyskt mentanarlív við at gera sendingar, ið eru nýskapandi, avbjóðandi og elva til kjak

Kringvarp Føroya skal eisini stimbra áhugan fyri okkara alsamt meir altjóðagjørdu verð og harvið vera við til at skapa eina størri fatan og størri tolsemi mótvegis øðrum mentanum og áskoðanum. Kringvarp Føroya skal tí eisini miðla og viðgera mentan, søgu og samfeagsviðurskifti úr ymsum londum í heiminum.

Heimasíðan skal innihalda allar sendingar, ið verða framleiddar til stovnin. Hon skal fevna um tíðindi og aktuelt, mentan, tilfar til børn og ung, undirvísing og annað viðkomandi. Heimasíðan røkkur sum miðil bæði brúkarum í Føroyum og uttanlands.

Kringvarp Føroya skal gera sendingar, sum skjalprógva samtíð okkara, og sum kunnu standa sum varandi virði fyri framtíðina. Í skránni skal Kringvarp Føroya endurspegla gerandisdagin og veruleikan hjá føroyingum í øllum sínum fjølbroytni, eitt nú innan átrúnað, livihátt, frítíð, arbeiðs- og familjulív. Miðast skal ímóti at framleiða og varpa sendingar um serføroysk viðurskifti innan náttúru og mentan, eitt nú føroyskan dans, føroyskt handverk og føroyskt djóra- og plantulív.

Kringvarp Føroya skal endurspegla og viðgera føroyska list í øllum sínum fjølbroytni og listagreinum.

Kringvarp Føroya skal virka fyri at menna og senda útvarps- og sjónvarpsdramatikk. Stovnurin skal eisini stuðla uppundir, at okkara skrivandi fólk verða eggjað til at skriva dramatikk til útvarp og sjónvarp. Kringvarp Føroya samstarvar við avvarðandi partar um framleiðslu av sjónvarpsdramatikki.

Kringvarp Føroya skal miða ímóti at viðgera og skifta orð um alt slag av bókmentum og miðla føroyskar eins og aðrar bókmentir út til lurtaran/hyggjaran. Kringvarp Føroya skal, har tað ber til, brúka okkara yrkislærdu sjónleikarar sum upplesarar.

Kringvarp Føroya skal sum mentanarstovnur miðla tónleik og skapa áhuga fyri og eggja til framleiðslu av føroyskum tónleiki. Kringvarp Føroya skal eggja til, taka stig til og/ella leggja til rættis føroysk tónleikatiltøk, sum menna tónlistarmentanina, bæði tá talan er um føroyskan sang og dans og føroysk kvæði, klassiskan tónleik, kórtónleik, populertónleik o.a.

Kringvarp Føroya skal senda og endurvarpa sendingar, sum mugu metast at hava varandi undirvísingar- og upplýsingarvirði, eitt nú sendingar um mál, list, søgu og mentan heima og heiman. Kringvarp Føroya kann taka upp samstarv við viðkomandi undirvísingar- og mentanarstovnar í sambandi við innihald, framleiðslu og útbreiðslu av omanfyri nevnda undirvísingartilfari. Kringvarp Føroya skal regluliga varpa ljós á tað, sum hendir í øllum Føroyum og eisini varpa ljós á vinnu- og mentanarlívið kring landið. Gjøgnum sendingar úti um alt landið verða staðbundin fyribrigdi og sermerki lýst.