Tuesday, September 6, 2011

John Kørner í Arbejdermuseet

 
 "Kvinnur til sølu" eitur nýggja framsýningin hjá John Kørner, sum er at síggja í Arbejdermuseet í Rømersgade inntil 29.desember 2011. Í verkunum viðger listamaðurin kvinnur, sum prostituera seg, eru offur fyri trafficking osfr. í myndum, sum hava tann moralska peikifingurin á lofti og sum eru merktar av vreiði yvir tað órættvísið, sum hesar kvinnar hava verið úti fyri. Framsýningarummælini eru ovurhonds positiv, í Politiken fær framsýningin 5 stjørnur og ummælarin Trine Ross skrivar m.a.: "John Kørners malerier af kvinder til salg er kunst med mandsmod og mening…". Tann annars so kritiski ummælarin í Informatión, Michael Jeppesen, sum á sinni fanst at John Kørner og framsýningini Naturligvis í Norðurlandahúsinum rósar nú Kørner fyri at mála fantastiska væl og letur somuleiðis framsýningini 5 stjørnur: "Det er det totale følelsesmaleri af en mand, der nægter at lade apatien tage over og i stedet sætter hele sit talent ind på at redde de stakler, han ser derude. Det er ligesom at se et containerskib lægge til kaj, eller en lastbil med anhænger bakke ind i en lille gyde. Det er ikke tankevirksomhed, men instinkt, der får det umulige til at lykkes: en voldsom indignation og store blokke af maling, der langsomt bliver mast hen over lærredet. Det er bestemt ikke naivt, men derimod udfordrende og vellykket…". Skulu vit taka framsýningina og tey bæði ummælini sum ábending, er vón um at høgravenda rákið er við at venda, men latið okkum nú síggja úrslitið av valinum. Ummælini kunnu lesast í síni heild her:


http://ibyen.dk/kunst/anmeldelser/ECE1380454/noegne-mishandlede-kvinder-er-kunst-af-hoejeste-kvalitet/

http://www.information.dk/277795

http://www.information.dk/170365

John Kørner var eitt skifti í Steinprenti fyri nøkrum árum síðani og fekk nøkur frálík verk burturúr uppihaldinum.  Tá skrivaði eg hesa greinina:


Gulur veruleiki

Gløðandi, cadmiumgula myndin hjá John Kørner hitar betri enn nakar hitaovnur, nú ein hvirla aftrat minnir á, at heldur ikki summarið er endaleyst. Sama er galdandi fyri áhugaverdu, (nokk so) nógv umrøddu summarframsýningina í Norðurlandahúsinum, sum lat aftur í síðstu viku, men sum ikki er farin heilt í søguna allíkavæl. Í sambandi við 25 ára hátíðarhaldið hjá Norðurlandahúsinum, verður hon nevniliga framsýnd í ymiskum norðurlondum komandi ár. Listafólkini, sum eru við á hesi framsýning eru rættiliga ymisk, hvat viðvíkur listarligum úttrykki og royndum og framsýningin er sostatt sera ymislig ikki minst í mun til hvussu tað rættiliga breiða framsýningaruppleggið undir heitinum [natúrligvís] verður fatað. Danski listamaðurin John Kørner nýtti framsýningaruppleggið sum høvi til at koma við einari viðmerking til kjakið, ið tók seg upp í sambandi við viðgerðina av grein 266 b. Í hansara hálvabstrakta, flótandi akrylmálningi hómast tvær at síggja til mannligar verur dansa saman á eini blágrønari bakgrund, ið bæði gevur hugasamband til leiktjaldið á einum sjónleikarapalli og til eitt landslag. Huglagið er lætt, eins og boðskapurin kundi líkst einum argandi mótmæli móti tí ónátúrliga, avnoktandi hugburðinum, summi her heima hava mótvegis homoseksualiteti. London - Tórshavn John Kørner (f.1967) kom á triðjaplássi, nú Carnegie Art Award vóru tillutaðar, hóast mong og helst eisini hann sjálvur høvdu væntað, at hann fór at fáa fyrstu heiðurslønina. Í staðin fekk tann væl eldri svenski listamaðurin Torsten Andersson (f.1926) 1. virðisløn fyri sítt konseptuella og sera persónliga málarí, sum m.a. fevnir um avmyndan av standmyndum. Kørner hevur annars verið fyri nógvum viðburði seinastu árini, bæði heima í Danmark, men eisini í altjóða høpi, har hann t.d. er umboðaður á høgt metta gallarínum Victoria Miro í London. Skipasmiðjan í Havn er langt frá London, men tað var harúti í Listahøllini á framsýning hjá Føroya Grafiska Verkstaði, at undirritaða sá og gjørdist fullkomiliga skotin í nøkrum gulum steinprentum hjá John Kørner. Myndirnar eru allar figurativar við kliché- ella postkortkendum, føroyskum myndevnum sum t.d. av einum pari í tjóðbúna, útsýni yvir Tindhólmi, føroyskum húsum við flagtaki osfr. Myndlist er samskifti Gulu steinprentini vórðu gjørd á Grafiska Verkstaðnum og tað var eisini har, eg hitti listamannin til eitt stutt viðtal í summar. John Kørner hevur seinni árini arbeitt við ymiskum tøkni frá málarí til installatión, veggmálarí osfr. og sigur sín fremsta áhuga liggja í sjálvum dialoginum við áskoðaran, hvørs uppliving er við til at avgera listaverki: “Eg eri sera upptikin av áskoðaranum, hvussu hann fatar og skrásetir mítt úttrykk. Fyri meg er myndlist samskifti og tí er tað umráðandi, at eg royni at seta meg inn í hvussu tað, eg skapi verður uppfatað av móttakaranum”. Í áðurnevndu postkortkendu myndum tykist listamaðurin spæla við tær konnotatiónir, sum eru í einum traditionellum myndevni. Hóast minni mát, er hugskotið í grundini ikki ólíkt hugskotinum, sum bulgarski listamaðurin Christo hevði, tá hann í 1995 pakkaði ríkisdagin í Berlin inn í hvítt klæði. Kørner setur í sínum lítla steinprenti Tinganes á gula bakgrund og hetta gevur myndini ein stuttligan og óhátíðarligan dám, ið spælir saman við fatanini, áskoðarin longu hevur av tí, sum avmyndað er. Patos Saman við tí einfaldaða, flata úttrykkinum og teimum ljósareyðu blettunum og slettinum, brýtur guli liturin alla naturalistiska illusión í myndunum. Men úttrykkið í gulu myndunum er fleirtýðugt. Aftrat øllum tí hugsaða, er okkurt sansandi og ekspressivt, ið ávirkar áskoðaran kensluliga. Saman við tí greinandi speiseminum, sveimar ein eftir øllum at døma ósamsvarandi patos yvir hesum myndum, sum eisini eru dekorativar við eini lættari og artistiskari striku. Hetta sæst t.d. á lýsingini av einum gongumanni, ið sæst aftanífrá við listamannahári og -skeggi í dekorativum andarisi. Eg spyrji listamannin hvørt tað gula skal fatast konseptuelt, ironiskt, men skilji á andlitsbragdinum, at eg nú havi spurt fýrkantað og býtt. Teinkipausa og so hulisligt svar: “Eg brúki gult í staðin fyri t.d. hvítt. Gult umboðar ein annan veruleika enn hvítt...”. Listaummælarin nikkar, tó at hon ikki heilt skilir, men nú er tíðin farin, eisini hjá teimum við gulum bandi, tí listamaðurin skal túr við Norðlýsinum. Í staðin vendi eg aftur til gulu myndirnar eftir svari...

(KP)