Friday, June 17, 2011

4 føroysk listafólk sýna fram í Århus

Fríggjadagin 10.juni læt upp framsýning í Århus í Galleri Profilen við verkum hjá Hansinu Iversen, Tróndi Patursson, Beintu av Reyni og Brandi Patursson. Vit hava fingið myndir frá hesi áhugaverdu framsýningini, sum vit seta inn her. Framsýningin verður hangandi inntil 13.august. Galleri Profilen er í Grønnegade 93 - DK 8000 Århus C. Meira kunning sæst á: http://www.galleri-profilen.dk/































(KP)