Tuesday, May 17, 2011

Zacharias Heinesen føðingardagsframsýning



Zacharias Heinesen
Vatnlitamyndir 1994-2011

Eingin hevur sum Zacharias Heinesen megnað at innlima ljósið og vætuna í føroyska landslagnum í tulkingum sínum av bygd, havi og fjalli. Á framsýning, sum letur upp í Steinprenti á 75 ára føðingardegi listamansins, hósdagin 19.mai, sýnir hann fram eitt úrval av vatnlitamyndum, sum hann hevur málað seinastu fimtan árini. Vatnlitamáling hevur Zacharias altíð fingist við til skitsubrúk, men hann er seinnu árini farin at dyrka hesa listagreinina í alsamt størri mun sum eina sjálvstøðuga listagrein, sum hann hevur fingið størstu viðurkenning fyri bæði í Føroyum og uttanlands. Tað eru sum kunnugt hansara vatnlitamyndir, ið prýða okkara pengaseðlar og eisini eru hansara vatnlitamyndir umboðaðar í høgt virda pappírslistasavninum hjá Statens Museum for Kunst (Kobberstiksamlingen).

Samanborið við oljumáling eru vatnlitir betri egnaðir til spontanar, lættar og ljósar myndir og eftir framsýningarmyndunum at døma, eru vatnlitir eisini sum skaptir til listarligu ætlanir Zachariasar, tá hann við fáum ella mongum strokum fangar eitt fúlt æl í Havn, várligt sirm á Velbastað ella glitrandi ljósbrigdi í Mikinesi. Ofta eru spektrallitirnir umboðaðir í myndunum, har skyggjandi gulir og reyðir litblettir festa í grønt, violett og blátt. Føroyska landslagið, vátt í vátt við leskiligastu litum – tað ljóðar næstan sum kundi tað verið ov nógv av tí góða, men so er ikki. Hetta er Zacharias Heinesen, ein ektaður listamaður, ið sýnir fram sínar sevjumiklu, neyvu vatnlitamyndir, sum brima av listarligum yvirskoti. Øll eru vælkomin til upplatingina klokkan 16-18 hósdagin 19.mai í Steinprenti á Skálatrøð. Framsýningin er stuðlað av Okkara og verður at síggja í Steinprenti hetta til 2.juli.











(KP)