Wednesday, September 8, 2010

Eg eri bert ein miðalhampamaður...


Listin sum avdúkandi spegil
I only paint what I feel Framsýning við verkum hjá Peter Carlsen í Steinprenti á Skálatrøð

Tað er ikki bara av tí, at Peter Carlsen er dani, at hansara list tykist so ómetaliga óføroysk og at hon samstundis kennist sum ein avdúkandi spegil, ið verður settur framman fyri áskoðaranum, sum fær ein ófrættakendan varhuga av at kenna seg sjálvan aftur í myndunum. Heldur er tað tí, at Peter Carlsen er ein framúrskarandi listamaður, hvørs boðskapur og anti-boðskapur rakar øll, eisini okkum føroyingar, hóast hansara listarligi framburður er púra øðrvísi í mun til hvat vit eru von við. Framsýningin "I only paint what I feel" er fjølbroytt og lærurík og eigur at vera sjálvsagt vitjanarmið hjá skúlaflokkum og øðrum við.

Litavalið hjá Peter Carlsen er eitt heilt annað enn tað, vit eru von við hjá føroyskum listafólkum, ið jú hava ein greiðan forkærleika fyri bláum og sum heild fyri primerum og sekunderum spektrallitum, umframt tað svarta, hvíta og gráa sjálvandi, tí klettarnar mugu vit ongantíð gloyma, ella mjørkan ella támið. Men ljósagulan, ljósabláan og ljósareyðum húðlit síggja vit t.d. ikki ofta í føroyskari myndlist. Og so eru máliháttur og myndevni eisini onkursvegna øðrvísi, meira cool og minni sansaliga grundaður. Onkur av framsýningargestunum helt, at tað ikki var lítið ósmæðið at hava so óluksáliga nógvar sjálvsmyndir við á eini listaframsýning. Viðmerkingin sigur ikki lítið um føroyska list, hvussu góðvarin hon enn er og hvussu stutt vit eru komin.


Peter Carlsen er als ikki góðvarin og tað eru ikki vanligar sjálvsmyndir, hann málar sum so. Peter Carlsen málar persónin Villy, sum í grundini er eitt slag av Anders And, ella einum boðbera, vit kunnu samkenna okkum við og sum er avmyndaður við andlitsdrøgum listamansins, men sum er umboð fyri ein typiskan miðalhampamann ella eina gerandishetju um miðjan aldur. Miðalhampamanninum hóvar fótbóltsdystir, sum hann hyggur at við klapphatti, ølbeiarum og ølbúki og kipsposa í hond. Ofta er hann í einum skítbýttum safarihjálmi, sum í allari sínari heimføðisligheit gevur hugasamband til fittar, gamlar teknirøðir (t.d.Tin Tin) og sum ber brá av, at Villy er ævintýrari. Villy ógvast um ræðuligu gølurnar í Ekstrablaðnum, men lesur um tær við loyndarfullum njótilsi og so dámar honum tað hátíðarliga eisini, Villy er royalur, men Villy er so sanniliga eisini sjálvhátíðarligur, dupultmoralskur, materialistiskur, og sum heild er hann eins og allir aðrir miðalhampamenn og -konur sera væl nøgdur við tilveruna og seg sjálvan.


Tó at lýsingin av miðalhampamanninum ikki er heilt ókerlig, fáa vit eina kenslu av, at hava fingið innlit í ta tvitnu, sníkjandi fascismuna, sum býr undir miðalhampiligheitini, tá hon í síni óhugnaligu einfalding av normalitetinum vil seta seg til dóms yvir liviháttinum hjá øðrum. Hendan fascisman, sum býr í bindiklubbateski og tutli og í smáum viðmerkingum um óruddiliga túnið hjá grannanum ella ein starvsfelaga, sum drekkur nakað ríkiligt og sum lúrir undir flestum setningum og tonkum, sum byrja: "Nú skal eg ikki gera meg betri enn onnur, men...". Henda, okkara gerandisfascisma, sum at síggja til, tykist lutfalsliga ósek og vandaleys, men sum er gott gróðrarlendi undir eitt nú homofobiskari, paranoidari og mannahatskari fremmandaangist, sum aftur er grundarlagið undir statsskipaðari týning ella kríggi.








Og tað er nokkso áhugavert soleiðis at gerast samfelagsliga vakt av eini listaframsýning, tí tað eri eg als ikki von við. Tøkniliga og estetiskt sæð eru verkini ómetaliga dugnaliga gjørd, t.d. eru kanintekningarnar Ninus 1-3 fullkomiliga eminentar. Skemt og speisemi eru annars gjøgnumgangandi í myndunum t.d. av Villy við danska flagginum vavdum um høvdið "Integrationsvilly" og í stuttligu lýsingini av Villy við flugusmekkara í hond í einum føroyskum landslagi, sum spælir uppá mótsetningin millum ta stórbæru náttúruna og prosaiska flugusmekkaran, ið er rættiliga impotenta vápnið hjá Villy og sum hann hevur til reiðar á lofti, um nú ræðandi fremmanda náttúran skuldi funnið uppá at víst seg frá eini ófantaligari síðu.

Peter Carlsen er sum sagt ómetaliga dugnaligur málari og teknari, eins og hansara grafisku førleikar eru púra ivaleysir. Røðin frá 1990 av stórum træskurðum við barnaportrettmyndum av vinfólkum, sum eru listafólk, er fantastiska væl úr hondum greidd handverksliga, eins og hon hevur eitt sera sterkt og rátt úttrykk eitt nú við, at myndirnar eru prentaðar á avíspappír m.a.



Tó at fleiri av myndunum hjá Peter Carlsen tykjast fleirtýddar og sera hugsaðar og speiskar, er tað ringt ikki at lesa kensluliga indignatión og politiskt grundaðar atfinningar inn í dramatisku lýsingina av danska flagginum í leysari luft, serliga um tú eisini á framsýningini hevur sæð lýsingarnar av fyrrverandi danska forsætisráðharranum Anders Fogh Rasmussen í monumentalu myndini DANMARK I KRIG, ið sum myndevnisligt forlegg hevur fotomyndina, sum varð tikin í gongini í danska fólkatinginum, tá Anders Fogh Rasmussen fekk reyða máling oman yvir seg, tá ein mótmælismaður gjørdi vart við ónøgd sína yvir avgerð forsætismálaráðharrans um, at Danmark skuldi luttaka í krígnum í Irak.







Umframt træskurðir, steinprent og hondkoloreraðar linoleumsskurðir, eru glaseraðir steintoysfigurar við á framsýningini, sum eg var serliga fegin at uppliva, tí eg bara havi sæð hesar í bókum áður. Og sigast skal alt fyri eitt, at eg ætli mær oman aftur í Steinprent, tí eg eri als ikki liðug at hyggja at teimum. Tað er okkurt ófatiliga vulgert, ljótt og rátt yvir hesum standmyndunum hjá Peter Carlsen, sum samstundis tykjast hugtakandi sterkar, heitar umframt skemtiligar, óhátíðarligar og hervið forloysandi øðrvísi í føroyskum skulpturellum høpi. Myndevnini til standmyndirnar stava fyri tað mesta úr norrønu gudalæruni og fevna um t.d. súreplini hjá Ydun, Ragnarok, Tór og kettuna og eina deiliga lýsing av Freiu í øllum hennara erotiska veldi.














I only paint what I feel. Framsýning við verkum hjá Peter Carlsen í Steinprenti á Skálatrøð í Havn. Kurator Inger Smærup Sørensen. Framsýningin letur aftur 2.oktober.
(KP)