| Hósdagin 24. apríl í Norðurlandahúsinum Gay Greenland er søgan um væleydnaða Gay Pride átakið í Grønlandi. Norðurlendski stovnurin, Napa, í Grønlandi hevur tikið stig til framsýningina, og endamálið er at fortelja, hvussu samkynd uppliva veruleikan í Grønlandi. Framsýningin letur upp hósdagin 24.apríl. | |
| Framsýningin fevnir um 61 vangamyndir av samkyndum grønlendingum. Norðurlendski stovnurin, Napa, í Grønlandi hevur tikið stig til framsýningina, og endamálið er at fortelja, hvussu samkynd uppliva veruleikan í Grønlandi. „Vit hava fingið fleiri andlit á grønlendska gayveruleikan,“ sigur fyrrverandi stjórin í Napa, Leise Johnsen, sum sjálv er ein av vangamyndunum á framsýningini. |
Thursday, April 17, 2014
Gay Greenland
Wednesday, April 16, 2014
Tuxedo Rebels bjóðar til lurtigildi
Í sambandi við at debut plátan hjá Tuxedo Rebels, Sometimes The World Is Dark, kemur út, verður boðið til lurtigildi í Sirkus mikukvøldið 16/04 kl 21.00. Vit fara í felag at njóta serstaka undanfrumspæling av plátuni, áðrenn hon yvirhøvur er komin til landið. Gjørligt verður at pre-ordra plátuna á kvøldinum, og við pre-ordranum fæst download kota, ið kann nýtast beinavegin. Tuxedo Rebels er ein bólkur, sum er mannaður av Petur Pólsson. Tuxedo Rebels er mannaður av Petur Pólson og Knút Háberg Eysturstein. Teir fingu hugskotið til bólkin longu í 2002, tá Petur spældi í Clickhaze og Knút spældi í Gestum. Teimum dámdu væl at spæla tøkuløg hjá fyrimyndum og hetjum, so sum Bob Dylan, Leonard Cohen, Johnny Cash, Neil Young o.ø. Teir framførdu í ymiskum samanhangum í nøkur ár, men tosaðu javnan um at fara at gera egnan tónleik og geva út. Nú er hetta vorðið veruleiki - tónleikurin kann hoyrast í Sirkus í kvøld. Knút Háberg Eysturstein greiðir frá, at tankin við eini undanfrumspæling er at samlast og at fáa eina sosiala hending burturúr hesum, at plátan verður presenterað. Í talgilda heiminum er tað at lurta eftir tónleiki ofta individuelt og fragmentariskt og Tuxedo Juncion hava hug at fara hin vegin og gera hendingina til nakað, sum gongur fyri seg í einum rúmi og sum fólk savnast um. Øll eru vælkomin.
(KP)
Út at taka dreymsins eplir upp
Bergur Djurhuus Hansen
Hetta
eru bara gerandisligar eygleiðingar og viðmerkingar til nakrar yrkingar í
frálíka savninum “Leyvið haldi eg/Løvet tror jeg”, sum Tóroddur Poulsen gav út
fyri stuttum. Útgreiningar um yvirskipað evni o.s.fr. hava ikki áhuga her. Vit
byrja í neðra við einstøkum og einføldum yrkingum.
Til
okkara skundmiklu dagar – sum eru fullir í leysum hugsanum, løttum sannleikum,
meiningum, leiðbeiningum og boðskapum – kemur henda frískliga yrkingin frá
Tóroddi:
Vindurin
hevur ongan
boðskap
tí trívist eg
so væl
í illveðri
Ein
stutt yrking um bara at vera (uttan at vera nakað ávíst) og um at yrkja. Vit
kundu sagt sum Gertrude Stein um rósuna, at illveður er illveður er illveður. Tað
ber tó ikki til als ongar meiningar at hava og ongantíð yvirhøvur hava nakran
boðskap at bera fram. Við hvørt verða vit tvingaði til at taka støðu fyri ikki
at verða gjørd til einkis. Ein yrking byrjar:
Fjøllini
mótmæltu
krøvunum
um skuggaleysar
dagar
Ein
onnur yrking er um tey, sum leita og leita, men ikki hava evnini at skilja tað,
tey finna. Tað ræður um at fáa eyga á tað einfalda:
Tey
grava og grava
og finna eina lítla skeið
og tey grava
og meira og meira
grava tey
og finna eina skál
og aftur grava tey
og grava og grava
og finna ein kopp
og til síðst finna tey meg
sum ikki brúkar sukur í kaffi
Yrkingin
fær okkum at hugsa um Oehlenschläger: “De higer og søger i gamle bøger”. Her ræður
tó ikki um at finna gullhorn, men ein yrkjara, sum drekkur svart kaffi. Her er
einki hátíðarligt. Úr tí einfalda og ítøkiliga – beint her og nú – sprettur
listin. Myndin við at grava (og grava og grava) er ikki óvanlig í yrkingum. Ein
tann kendasta yrkingin um at grava er helst “Digging” hjá Seamus Heaney:
“Between my finger and my thumb/The squat pen rests/I’ll dig with it”. At yrkja
er eisini at grava, og yrkjarin kann leita eftir sær sjálvum í einari yrking,
og bókmentagreinarin kanska leitar eftir sær sjálvum, men finnur yrkjaran ella
øvugt.
Yrkingarnar
hjá Tóroddi eru hugsanir um okkum og okkara tíð og – fyrst og fremst –
rannsóknir í okkara máli og okkara málnýtslu. Tær gera málið nýtt og frískt, og
tað treingir til. Einki málsligt grugg er í yrkingum frá Tóroddi (hóast tær
snúgva seg um okkara grugguta lív). Tær eru sum klárt brennivín. Hjá Tóroddi
eru eingir litríkir sjussar (og hann brúkar sum nevnt ikki sukur í kaffi). Hann
tekur “dreymsins eplir” upp. Veingjaðir hestar er tvætl.
At
yrkingasavnið kemur út á bæði føroyskum og donskum er ein staðfesting av, at
Tóroddur hevur búð í Danmark í nógv ár og við tíðini hevur fingið ikki so fáar
lesarar í Danmark. Tóroddur er fyrst fremst yrkjari úr Føroyum, ella kanska
rættari: hann er úr Varðagøtu í Havn. Men hann livir í øðrvísi umhvørvi nú, og
hann má læra seg at liva eitt lív við ongum steinum at tiga saman við. Hann má
læra seg, sum hann skrivar, “eina nýggja tøgn”. Og tað er ikki lætt fyri ein
mann úr gróthøggaraætt.
Labels:
Yrkingar
Søgulig verkætlan í Norðagøtu
Meðan tað aðrastaðni í landinum verður fundast og tosað og prátað og býarplanlagt í eina óendaligheit uttan at so øgiliga nógv hendir ítøkiliga við t.d. miðbýnum í Klaksvík, Musikkskúlanum ella einum nýggjum Tjóðpalli, tykist Eysturkommuna fús at kasta seg út í dygdarverkætlanir. Tað skiltist á øllum brøgdum fyrr í vikuni, tá Eysturkommuna boðaði frá, at avtala er gjørd við heiðurslønta arkitektin Ósbjørn Jacobsen Arkitektar (- partur av Henning Larsen Architects). Eg havi spurt Ósbjørn Jacobsen hvussu verður, og hann tykist sera spentur uppá verkætlanina. Tað er jú rættiliga serstakt - um ikki søguligt - at ein kommuna byggir eitt býráðshús, tað vanliga er, at kommunan flytir inn í ein bygning, sum er bygdur til eitt annað endamál. Osbjørn Jacobsen Arkitektar skulu tekna, projektera og hava eftirlit við allari byggingini vegna kommununa. Nýggja býráðshúsið skal standa á Oyruni í Norðagøtu, verður umleið 590 m2, og samlaði kostnaðurin er mettur at verða 12 mió. kr. Hetta eru sjálvandi nøkur heilt onnur tøl enn tá vit hyggja at kostnaði og stødd av Hørpu í Reykjavík (sí leinkið undir myndini), sum Ósbjørn Jacobsen og Henning Larsen Architects vórðu heiðraðir við Mies van der Rohe heiðurslønini fyri í fjør. Men ein minni bygningur kann væl enda við at verða spennandi í vakra umhvørvinum í Norðagøtu. Fýra starvsfólk arbeiða á teknistovuni í Syðrugøtu, og tey eru longu farin í holt við at fyrireika nýggja býráðshúsið hjá Eysturkommunu. Vit gleða okkum!
(KP)
Tuesday, April 15, 2014
Um at skriva sangir
Teitur Lassen
Síðstu
nátt sovnaði eg ikki. Í staðin hugdu eg at eini dokumentarsending, ið tóktist
áhugaverd. Hon snúði seg um Stephen Sondheim og um sangskriving. Løgið at
skriva sangir í samfull 22 ár uttan at granska Sondheim. Kanska er tað tí hann
skrivar sangleikir og mær hevur ongantíð dámt sangleikir. Mínir fordómar siga mær,
at sangleikir eru vánaligir og koyra uppá tann lægst møguliga tónleikaliga
felagsnevnaran. Men eg veit, at tað at taka støðu frammanundan er skeivt og óbúgvið og í grundini hevur The Sound of Music havt størstu
ávirkan á meg í sambandi við, at eg gjørdist sangskrivari. Teir, ið skrivaðu
leikin vóru Richard Rogers og Oscar Hammerstein, sum var mentor hjá Stephen
Sondheim og stjúkpápi hansara. Tá eg var lítil plagdi The Sound of Music at verða
brúktur sum dadda hjá mær og systir mínari. Hesin sangleikurin er ein frálæruligir gongutúrur í hvussu mann skrivar
sangir. - Ert tú sangskrivari, far so og lær teg hesar sangirnar alt fyri eitt. Tað
kann samanberast við, at ein sum ætlar at gerast kokkur lærir grundleggjandi
eginleikarnar um hita, suppu og risotto.
At síggja dokumentarsendingina minti meg um nøkur grundleggjandi ting viðvíkjandi sangskriving, sum Stephen Sondheim lýsir á sera gávumildan hátt. Tað er eingin loyna, at tað, sum eg havi lært á so mangan hátt er tað sama sum Oscar Hammerstein lærdi tann fimtan ára gamla Stephen Sondheim, tá hesin presenteraði hann fyri síni fyrstu roynd at skriva ein sangleik
Í stuttum:
Ver persónligur.
Ver greiður yvir tínar
ætlanir.
Ein
sangur skal hava eina byrjan, eina miðju og ein enda. Vit mugu vera eitt nýtt
stað, tá sangurin er av.
Tú
kanst halda, at ein sangur av sær sjálvum dettur av himni. Tú letur eyguni
aftur, andar inn ta køldu luftina og angan av kaffi, letur alt koma til tín og niður í tín fyllipenn. Har fert tú skeivur, tú droymir. Tú mást arbeiða nógv harðari enn hatta,
har má altíð vera ein forðing. Tú veitst
hvat tey siga, at har er “einki fair tennis uttan eitt net” (Kurt Vonnegut).
Ein
tann mest ørkymlandi og sjálvsagdi spurningurin, tú kanst spyrja ein
sangskrivara er “Hvat kemur fyrst, lagið ella orðini?". Hjá mær er svarið
sera einfalt: - hvørki! Tað er hugskotið, sum kemur fyrst. Tú ert betri fyri við at fara ein meditativan gongutúr
heldur enn at gera ljóð við røddini ella klaverinum. Tú mást fyrst vita hvat tú
vilt siga. Tað besta, ið kann koma burturúr av at
ýla-at-mánanum-í-eina-diktafon er, at tú kemur at kenna teg sjálvan, tína rødd
og tónleik eitt sindur betri. Um tú vilt skriva ein sang, skjóti eg upp, at tú
longu tá kennir teg sjálvan og tína lívsfatan. Tað er hiðani, tú skapar títt lag
og orð og setur tað saman við tí, sum tú vilt greiða heiminum frá. Um tú einki
hevur at siga, ver so stillur og lat vera við at skriva ein sang. Tú verður
bara í døpurhuga av hesum. Kennir tú teg ikki kláran at skriva ein sang um alt
universið, skriva so ein sang um pennin í hondini ella um húsið, sum tú ert í.
Skriva um tað, tú veitst. Og halt fram við at gera tað aftur og aftur túsund ferð
inntil tað kenst eins vanligt og sjálvsagt fyri teg sum sjálvur andadrátturin. Lat tað
miseydnast aftur og aftur.
Nakað
annað, sum Oscar Hammerstein greiddi fimtan ára gamla Sondheim frá í
dokumentarsendingin er áhugavert: "Lat vera við at herma. Hermir tú ikki,
ert tú longu 90% framman fyri øllum øðrum". Títt hægsta mál er at skriva
sangin, sum bara tú kanst skriva. Eg elski at fortelja eina søgu um ein pápa
við døgurðaborðið. Ímynda tær, at tú hevur ein vin heima til døgurða fyri fyrstu
ferð. Pápi tín fortelur eina av sínum anekdotum, sum familja og vinir hava
hoyrt eina millión ferðir. Tað kann vera, at tú rullar við eygunum og krympar
tærnar, men tú fert at ynskja at hoyra hesa søguna aftur. Kanska er hon um dagin,
tá hann møtti mamu tíni ella um hina ferð, tá hann lærdi okkurt týdningarmikið
ella hevði eina góða uppliving. Hetta er ein av hansara bestu sangum. Tú kundi bókstaviliga skriva hetta niður og byrja at
syngja tað. Hetta hevði havt eina byrjan, eina miðju og ein enda. Hetta hevði
havt meining og poeng og hevði verið einastandandi. Hetta kundi leitt teg inn í
ein heim har tú kanst reika frítt og fata. Og so hevur tað rættar intentiónir,
pápin vil geva frá sær okkurt, sum hann hevur lært í lívinum. Hetta er ein
sangur, sum er smíðaður og formaður so, at hann er fullkomin.
Ein
fín allýsing av tónleiki er hendan, “Tónleikur er eitt stað. Og tað er eins
veruligt sum Chicago, Indianapolis ella býurin, sum tú býrt í. Og tá tú kennir
staðið, kanst tu fara hagar" (Philip Glass). Á mínari ferð í royndini at
fata sangir og sangskriving eri eg komin fram til okkurt, sum eg kalli fyri
fascinatiónsfasuna. Tá tú byrjar við at spæla tónleik eru nógv einstøk pláss
sum av sær sjálvum geva tær nógva motivatión og brennievni. Spenningurin av at
spæla við í einum orkestri. Uppdagingin av akkordum og harmonium. At fara í
upptøkuhølið. Leikluturin, eyðkennini og
týdningurin hjá bassregistarinum. At framføra framman fyri livandi áhoyrarum og
ávirka hvussu tey hava tað. Skriva eina perfekta reglu í tínum sangi. Síggja
títt navn á eini plakat í býnum. Hoyra tín sang í útvarpinum. Undranin yvir groove,
rytmu, formi, klangi og intonatión. Tað eru óendaliga nógv støð, har tú kanst
steðga, læra og undrast á vegnum. Og tú fert altíð at møta nýggjum hugtakandi
støðum, óansæð hvussu drúgv ferðin hjá tær hevur verið. Tá tú ert mitt í at
skriva tín sang er tað relevant at spyrja teg sjálvan. Hvat geri eg? Skrivi eg mín
sang beint nú ella læri eg bara um akkordir ella klaverið? Eri eg bert við at læra ta mystisku F moll
tónaartina? Hevði tað kanska verið betri at granska F moll tónaartina ein annan
dag fyri at læra hennara møguleikar at kenna undir øðrum umstøðum? Í hesu løtu
skuldi tú kanska farið frá klaverinum og skriva sangin á eitt pappír ístaðin og
hugsa um hvat tú í grundini ert við at siga.
Eg
haldi, at endamálið altíð er at skriva ein sang, sum kann verða spældur uppá
eitthvørt instrument innan øll tónleikasløg. Mín definitión uppá ein
perfektan sang er “Til lukku til tín.” Fyrimyndarligt um tað ber til at spæla tín sang við gaffil og tallerki. Ella
enn betri; um sangurin er framúr góður, kanst tú lýsa hann fyri einum vini við
einum einstøkum setningi. Tá eg skrivi ein sang saman við øðrum sangskrivarum fái eg ofta
kensluna av, at vit í størri mun semjast um tónleikagenrur og framførðslu enn skriva ein sang. Hetta er vanliga tað, sum hendir, tá tú ikki
veitst hvønn ella hvat sangurin skal til, tá tú ikki hevur nakran ávísan persón
ella pall at venda hann til. Tað er snilt at læra at greina hvat ið
veruleikanum gongur fyri seg. Hvat tað er, sum myndar eina útseting, at spæla
gittara og syngja vakrar harmoniir og hvat er týdningarmikil sangskriving og at
definera kjarnan í sanginum. Hetta er orsøkin til, at eg haldi tað vera snilt
at komponera sangin so greidliga, at til ber at framføra hann við gaffil á
borðisk, at sangurin ikki er treytaður av einum ávísum ljóði, rødd ella
útseting. Hetta kemur alt aftaná, lat okkum rópa tað fyri triðja ella fjórða
part. Um tað var eitt, sum tónasmiðir kundi lært lógarsmiðir, politikarar og
handilsmenn er tað júst hetta at presentera eitt hugskot á pappíri, sum fær øll
at spæla saman við somu kós samstundis sum tað ljóðar frálíkt. Tónasmíð er sum at
geva góða leiðbeining. Tað vísir tónleikarum og lurtarum hvussu tú kemur hiðani
og hagar á besta hátt.
Tú ert í grundini ein arkitektur, men brúkar flestir av tínum arbeiðstímum við at vera timburmaður meðan tú byggir tað forbannaða tingið. - Tað er týdningarmikið atgera sær
greitt, heldur Sondheim í dokumentarsendingini, at yrkingar og sangtekstir ikki
er tað sama. Í tónleiki hevur tú bara tann eina møguleika fyri at hoyra regluna og tí krevst, at hon verður fatað alt fyri eitt. Vit
hava ikki sama marglæti sum bókmentirnar, har tú kanst fara aftur og lesa
yrkingina umaftur. Sangteksturin má siga alt í einari reglu og verða framdur
við rættari tíðartilpassing. Vit kunnu nú finna okkum á markinum av tónleikasløgum millum hvat ein musicalsangur er og hvat hann ikki er, men satt
er, at eg rokni við, at allir sangskrivarar vita hvat Sondheim tosar um her.
Tað er avgjørt endamálið, tá tú skrivar ein setning, ið skal syngjast. Ein sangleikur
má haraftrat altíð hava visuel atlit, sum mugu takast til pall, ljós, søgu og búnar.
Tað er ikki sama uppliving bara at lurta eftir ljóði við afturlætnum eygum eftir eini upptøku. Men óansæð hvat og hvussu, so er úttrykk nakað individuelt og tað
skal vera upp til tín hvussu tær dámar at kommunikera. Tú veitst hvat tú hevur
at geva.
Tú ert í grundini ein arkitektur, men brúkar flestir av tínum arbeiðstímum við at vera timburmaður meðan tú byggir tað forbannaða tingið. - Tað er týdningarmikið at
Teitur, Keypmannahavn, várið
2014
Týðing: KP
Monday, April 14, 2014
Avtala við Osbjørn Jacobsen Arkitektar
| Eysturkommuna skrivaði tann 10. apríl undir sáttmála við Osbjørn Jacobsen Arkitektar Sp/f. um byggingina av nýggja býráðshúsinum. Osbjørn Jacobsen Arkitektar koma at tekna, projektera og hava eftirlit við allari byggingini vegna kommununa. Nýggja býráðshúsið kemur at standa á Oyruni í Norðagøtu, verður umleið 590 m2, og samlaði kostnaðurin er mettur at verða 12 mió. kr. Osbjørn Jacobsen er kendur fyri, vegna Henning Larsen Architects, at hava staðið fyri byggingini av stásiligu Harpuna í Reykjavík, ið telist millum 15 teir vakrastu konsertbygningarnar í heiminum. Hann hevur starvast fyri Henning Larsen Architects, ið hava teknistovur kring heimin, síðan 2000. Á heimasíðuni hjá Henning Larsen Architects sæst, at umframt Copenhagen, Oslo, Istanbul og Hong Kong hevur fyritøkan eisini eina deild í Føroyum. Hetta er nýggja teknistovan, sum Osbjørn Jacobsen lat upp í heyst í Valhøll í Syðrugøtu, ið hevur tætt samstarv við Henning Larsen Architects. Fýra starvsfólk arbeiða á teknistovuni í Syðrugøtu, og tey eru longu farin í holt við at fyrireika nýggja býráðshúsið hjá Eysturkommunu. |
Tríggir føroyskir tónleikarar við í P2 tónleikakapping
Í dag klokkan 10.30 byrjar kamartónleikakappingin hjá P2 og ikki minni enn tríggir føroyskir tónleikarar eru við í kappingini í trimum ymiskum ljómliðum. Heiðrun Petersen spælir violin og er partur av Nordic Spring Quartet, Jákup Lützen spælir bratsj við KAMMERTONEN, Niklas Kallsoy Mouritsen spælir horn í Emanon Blæsikvintettini. Vit ynskja øllum góða eydnu og gleða okkum til at fylgja við. Undanumfør í kappingini ganga fyri seg í studio 2 í konserthúsinum og tað ber til at vera staðar, atgongumerki kosta einans 50 kr. Lesið meira her:
(KP)
Labels:
Tónleikur
Sunday, April 13, 2014
Rithøvundafelag Føroya nýggja nevnd
Nýggj nevnd er vald fyri Rithøvundafelag Føroya á eykaaðalfundi í fríggjadagin. Nýggja nevndin er: Rói Patursson Marjun S. Kjelnæs Janus á Húsagarði Sámal Soll Bergur Rasmussen Teir báðir síðstu eru nýggir í nevndini. Fráfarna forkvinnan Helle Thede Johansen verður tiltakslimur saman við Gitte Klein, sum eisini er nýggj. Tiltakslimir: Gitte Klein Helle Thede Johansen Nevndin fer at skipa seg við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara á fundi 16. mai 2014.
(KP)
Stór norðurlendsk listaheiðursløn - eingin føroyingur í uppskoti
Drottning Sonja listaheiðurslønin ella THE QUEEN SONJA NORDIC ART AWARD nevnist heiðurslønin, sum varð stovnað í 2012 og sum verður latin einum útvaldum norðurlendskum grafikara. Umframt heiðurin fær listafólkið heilar 400.000 norskar krónur. Tað tykist eitt sindur løgið, at eingi føroysk listafólk eru tilnevnd, tí vit hava grafikarar/pappírslistafólk á hægsta støði. Kanska duga vit ikki nóg væl at gera vart við tey á rætta staði í norðurlondum. Meðan vit vóna, at onkur føroyingur verður við í tilnevningini næsta ár, kunnu vit gleðast yvir, at tveir av listamonnunum í Steinprenti, Svend-Allan Sørensen og Daniel Milan eru millum tey tilnevndu, teir eru báðir við á framsýningini MYNDORÐ/ORÐMYND, sum letur upp í Norðurbryggjuni 8/5.
![]()
Daniel Milan
27. mai – 27. juli Galleri Norske Grafikere har gleden av å presentere de nominerte til The Queen Sonja Nordic Art Award 2014. Prisen ble første gang delt ut i 2012 til Tiina Kivinen fra Finland. Målet med prisen er å tenne interessen for og inspirere til videre utvikling av papirbasert kunst i Norden.
Kandidater til prisen blir nominert av kunstfaglige representanter fra de nordiske land ved Nasjonalmuseene og de grafiske organisasjonene. I tillegg kan styremedlemmene nominere kandidater.
De nominerte til prisen er: Cathrine Dahl & Ørjan Aas, Daniel Milan, Mikael Kihlman, Annu Vertanen, Valgerdur Hauksdóttir, Minako Masui, Ane Mette Hol, Hugleikur Dagsson, Svend-Allan Sørensen, Tuula Lehtinen, Vappu Johansson, Elina Sipilä og Adam Saks. contemporary Nordic art. It is a generous programme whose aim is to rekindle interest in and inspire further development of paper-based art in the Nordic countries. The grant programme came into being through a collaborative project between H. M. Queen Sonja, Kjell Nupen, Ørnulf Opdahl and Ole Larsen at the workshop Atelje Larsen in Helsingborg, Sweden. Together, they created a graphic portfolio whose sales proceeds have formed the start capital of a Foundation – set up in 2011 in H. M Queen Sonja’s name - dedicated to promoting aspiring young artists. Every other year, the Foundation will hand out an art award to one Nordic artist. The grant consists of two parts: the award itself worth: NOK 400.000, and a one week residency at the Atelje Larsen workshop in Helsingborg. The candidates chosen for the first award ceremony in 2012 have been nominated by the directors of the national museums in the Nordic countries, together with the Foundation’s committee. This committee – consisting of H. M. Queen Sonja, artists Kjell Nupen and Ørnulf Opdahl, workshop owner Ole Larsen and art historian Karin Hellandsjø – acts as jury for the award. Tiina Kivinen vann í fjør | |||

Cathrine Dahl & Ørjan Aas
Mikael Kihlman
Annu Vertanen
Valgerður Hauksdóttir
Elina Sipilä
Adam Saks
Anne Mette Hol
Vappu Johansson
Minako Masui
(KP)
Saturday, April 12, 2014
Bárður Jákupsson hevur úr at gera
Bárður Jákupsson hevur fyri kortum havt framsýning í Listasavni Føroya og nú sýnir hann fram í Galerie Focus, umframt at hann hevur framsýning í Kunstbygninginum í Vrå og tað er hesa síðstu framsýningina, greinin omanfyri snýr seg um. Tann framsýningin letur upp í dag. Framsýningin í Galerie Focus heldur fram inntil 24.apríl.
(KP)
Labels:
Framsýningar,
KP
Friday, April 11, 2014
Norðurlendsk bókmentastevna í Norðurbryggjuni
Fyriskiparar eru: Kizaja Ulrikke
Routhe-Mogensen, Pablo Llambías, Ragnild Lome, Caspar Eric, Christina Yhman
Kaarsberg, Lone Nikolajsen, Liv Sejrbo Lidegaard, Carina Elisabeth Beddari,
Jessie Kleemann, Kim Simonsen, Sissal Kampmann, Niviaq Korneliussen, Sørine
Steenholdt, Anna Vogel og Lyra Ekström Lindbäck.
Lesið meira á heimasíðuni her:
”Den
seneste tværnordiske debat om bl.a. strukturel racisme i forlængelse af Yahya
Hassans digtsamling har vist, hvor forskellige og inspirerende de nordiske
offentligheder er, og hvor givende det kan være at møde hinanden i en fælles
samtale.”
På
TXT.VILLE har vi især rettet blikket mod de mange småforlag og tidsskrifter,
der de seneste år er spiret frem i de nordiske lande. Det er hos dem, vi finder
den stærkeste orientering på tværs af de nordiske lande. Og det er hos dem, man
møder de mest inspirerende perspektiver på litteraturens fremtid.
Programmet
på TXT.VILLE er blevet til på basis af en åben invitation til de nordiske miljøer
omkring småforlag og tidsskrifter. Redaktioner over hele Norden har budt ind
med forslag til TXT.VILLES program, og det endelige program er blevet til i en
fælles redaktionsproces. TXT.VILLES program afspejler på den måde direkte, hvad
der rører sig i Norden lige nu.
“TXT.VILLE søger ikke at reducere
de nationale offentligheder til én stor nordisk offentlighed, men at trække
linjer mellem litterære fællesskaber i Norden, som allerede slægter hinanden
på. Vi stræber ikke efter en konsensus i forhold til, hvad (god) litteratur er
eller bør være, men vil tydeliggøre den diversitet, der findes.”
Mange
taler om, at det litterære økosystem er under forvandling. Mens de store forlag
er tvunget ind i en jagt på den næste bestseller, er der samtidigt ved at opstå
en ny geografi af tidsskrifter og småforlag på tværs af de gamle litterære
offentligheder. Hvilken litterær offentlighed taler vi om i en fremtid, hvor
både medierne, udgivelsesmetoderne, distributionsformerne, forbrugermønstrene
er under forandring? TXT.VILLE tilbyder sig som et sted, hvor man kan orientere
sig i de nyeste udviklinger, stille spørgsmålstegn ved dem, lade sig inspirere
af dem, og i det hele taget gøre sig tanker om, hvad der sker og tage del i det.
”Vi
ønsker at gøre det lige så naturligt for litteraturinteresserede i Norden at
orientere sig i de andre nordiske landes litteratur, som det i dag er at
orientere sig mod Kontinentaleuropa og USA.”
(KP)
Labels:
KP,
Skaldskapur
Mentan nummar tvey
Í dag kemur mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum og
eg vóni at hesar myndirnar gera, at tit gleða tykkum til at lesa blaðið.
Subscribe to:
Posts (Atom)












