Monday, July 22, 2013

KJALLARAMÁLARIN - hugleiðing um fyrstu málningaframsýningina hjá Tóroddi Poulsen



Tóroddur Poulsen er ein kjallaramálari. Tað er hann heilt einfalt av tí, at hansara atelier er í kjallaranum í einum bygningi í Nordre Frihavnsgøtu á Østerbro, men listasøguliga er tað neyvan heilt skeivt heldur at flokka hann í undirgrundini sum kjallarmálara, hann hevur eisini skrivað um Kjallaramálningadagar. Tóroddur Poulsen er ógvuliga aktivur listamaður og hann hevur verið nógv frammi síðan hann fekk mentanarvirðisløn landsins fyrr í ár. Mín grein um listamannin byrjar í Týsklandi fyri mongum árum síðani.

Tá ein hin týdningarmesta týska listaframsýningin í nýggjari tíð læt upp leygardagin 29. september í 1984 í Düsseldorf Kunsthalle, var tað ein sonn gøla, at listamaðurin Martin Kippenberger ikki var boðin við. Tað var hann ikki av teirri orsøk at fyriskiparin Kasper König ikki dugdi at síggja nakað virði í hansara málningum. Hann helt, at málningarnir hjá Kippenbergar vóru "Partykellermalerei", sum ikki hoyrdu heima millum ordiligu listaverkini á framsýningini "Von hier aus". 

Sjálvandi var hetta hvørki fyrstu ella seinastu ferð, at metingar av hvat er góð og vánalig list, fóru fullkomiliga skeivar í mun til framtíðar hugsanir, hetta hendir javnan. Kippenberger verður mettur at vera ein av teimu stóru endurnýggjarunum. Nú er tað jú nokk so nógv lættari at læra av fortíðini enn at spáa um framtíðina, og í sambandi við ta framsýning, sum henda greinin snýr seg um, kunnu vit beinan vegin staðfesta, at hesa ferð var kjallaramálarin boðin við - ja hann var í grundini boðin púra einsamallur at hava summarframsýningina í Steinprenti. Allíkavæl var okkurt við móttøkuni av hesi listaframsýningini, tá hon læt upp í Steinprenti í Havn leygardagin 29.juni, sum bendi á, at fólk ikki ordiliga vistu hvat tey skuldu halda um hesar løgnu kjallaramálningarnar. Teir eru so ljótir, helt onkur og onkur annar helt, at Tóroddur Poulsen mundi vera meira grafikari enn málari. Tað er forrestin ikki langt frá, at tað var tann sami, sum í síni tíð, tá Tóroddur Poulsen byrjaði at fáast við prent, helt Tórodd Poulsen vera yrkjara og ikki grafikara. Eg veit ikki um fólk gjørdu sær greitt, at talan í roynd og veru er um eitt tøkni, sum vit ikki hava sæð Tórodd Poulsen brúka áður, sjálv royndi eg at leggja dent á hetta í tíðindaskrivinum, men í grundini var tað ein av okkara bestu málarum, sum rakti seymin á høvdið, tá hann til ferniseringina segði – Hetta er slett ikki málarí, altso hetta er ikki málarí uppá sama máta sum mínar myndir eru málarí…". Torbjørn Olsen hevur púra rætt í hesum varhuga og tað var hansara eygleiðing, ið setti gongd á hesa hugleiðing.

Á amerikanskari grund

Serstaka framsýningin í Steinprenti veitir fyrsta høvið yvirhøvur at uppliva eina samlaða presentatión av málningunum hjá Tóroddi Poulsen. Og á sama hátt sum við øllum hinum listasløgunum, sum hann dyrkar, brýtur Tóroddur Poulsen upp úr nýggjum, ja, hann ger ikki minni enn at broyta sjálvar grundtreytirnar hjá listaslagnum. Við sínari fyrstu málningaframsýning umdefinerar Tóroddur Poulsen føroyskt málarí í mun til tær hálvabstraktu náttúrutulkingarnar, sum vit sambinda við klassiskt føroyskt málarí, men sum í roynd og veru jú eru brigdi av europeiskari myndlist soleiðis sum hon sá út áðrenn 1950, tá colorfieldmálarar, Andy Warhol og onnur staðfestu New York at vera ta nýggju progressivu bráðpannuna hjá listini. Støðið undir málningunum hjá Tóroddi Poulsen er partvíst amerikanskt og týskt, men tankarnir eru franskir og enntá rættiliga føroyskir eisini. Tóroddur Poulsen er ein sannur kjallaramálari. Tað er hann av teirri einføldu orsøk, at hansara atelier er í kjallaranum í einum bygningi í Nordre Frihavnsgøtu á Østerbro, men listasøguliga er tað neyvan heilt skeivt at flokka hann sum kjallara- og undirgrundmálara.


Gullskógvurin

Hansara myndevni eru afturvendandi og vit kenna summi teirra aftur frá prentum, tekningum, vatnlitamálningum, installatiónum og yrkingum. Tann monumentali gullskógvurin er í einari mynd settur upp á ein grønan piedestal, ið tykist múraður upp á sama hátt sum tann neyvt teknaða gráa bakgrundin, ið myndar rundleidda múrverksmynstrið, sum aftur liggur aftan fyri eitt annnað múrverksmynstur fremst í myndarúminum. Á grøna mynstrinum hómast ljósir dropar, ið dryppa úr víngløsunum, sum standa niðri í skógvinum, tvey teirra tykjast hoknað niður, eitt til hvør sína síðu og aftan fyri víngløsini sæst ein svartur bjálki, sum hongur niður úr erva í reyðum tráði. At lýsa myndir kann annars tykjast sum eitt heldur turrisligt øki, men ikki, tá tað snýr seg um myndir hjá Tóroddi Poulsen. Tað er sum eitt ævintýr, merkt av dreymakendari surrealismu og eini serstakari dyrkan av mynstrum, hvørs líka eg ikki havi sæð síðan Steffan Danielsen. Nólsoyarmálarin var forrestin eisini sera upptikin av laðingum og av markinum millum subjektið og umheimin. Hansara outsider-list hevur ikki altíð verið so høgt í metum sum hon er í dag.


Bad painting strategiir

Tó at hetta er hansara fyrsta málningaframsýning, kunnu vit ikki á nakran hátt kalla Tórodd Poulsen fyri debutant. Næsta ár eru 30 ár síðani hansara fyrsta yrkingarsavn, hann hevur verið myndlistamaður meira enn helmingin av hesium sera produktiva tíðarskeiði. Tóroddur Poulsen hevur málað síðani 1980´ini og júst hetta tíðarskeiðið sæst aftur í hansara málihátti, ið sipar til tað listaslagið, sum verður nevnt bad painting - málarí, sum bjóðar tí klassiska, kanoniseraða góða smakkinum av. Tilvitað brúk av tí ljóta er ein áhugaverd strategi, ið krevur eitt vist mát av innliti í og ein greiðan varhuga av tíðarinnar altumfatandi týdningi. Konsensus broytist støðugt og tí kann tað, sum eina ferð var hildið at vera ljótt og ófantaligt, verða hámett í einum øðrum tíðarskeiði. Konfronterandi lyndið í modernaðu listini hevur við sær, at listafólkini ofta bjóða galdandi hugsanum um hvat er gott og minni gott av. Mest sum av sær sjálvum tykist Tóroddur Poulsen onkursvegna velja tað ótilpassaða fram um tað stovnsetta, - nei fram um ja - dissidens framum konsensus, líka so sjálvsagt sum hann altíð dyrkar tað bíliga heldur enn tað dýra.


Eitt nýbrot

Í føroyskari myndlist umboða oljumálningarnir hjá Tóroddi Poulsen eitt nýbrot bæði myndevnisliga, men eisini í mátanum, teir eru málaðir. Teir eru ikki á nakran hátt ætlaðir at taka seg málandi út við fleirstreingjaðum dýpdum ella lekrum litblandi. Málningarnir eru flatir ofta við eitt sindur knortlutari tekning og orðum, sum í skundi tykjast vera krutlaði niður á myndaflatan. Tá vit viðgera hesar málningar er tað sum um, at okkum tørvar nýggjar kategoriir, tí tær kategoriir, vit hava brúkt innan føroyska list higartil, nú ikki røkka. Vit hava áður bólkað føroyska list sum antin figurativa, hálvabstrakta ella nonfigurativa list, sum í rættiliga stóran mun tykist miðsavnað um tað sublima í stórslignum, náttúrufagnandi og sansaligum myndum. Hetta er ikki galdandi fyri myndirnar hjá Tóroddi Poulsen, óansæð um tær eru figurativar ella abstraktar. Leggjast kann aftrat, at hvørki súkklur, urtapottar ella spannir hjá Tóroddi Poulsen eru lýstar á sama ímyndandi ella sansaliga eygleiðandi hátt sum tá Niels Kruse stóð niðri á Møl á Eiði og skrásetti tað kæra landslagið í náttúruromantiskum myndum. Men listin hjá Tóroddi Poulsen er somuleiðis sjálvsævilig, summi myndevni stava frá hansara egnu upplivingum. Í einum niðurskrivaðum fyrilestri, sum stóð í tíðarritinum Vencil undir yvirskriftini "Droymt og Drymið" greiðir Tóroddur Poulsen frá eini óhugnaligari uppliving við einari spann: "Sum smádrongur droymdi eg ofta um at missa mammu mína. Hav tað so gott góði, segði hon, nú fari eg til himmals. Hon bleiv løgd í ein bát, sum sigldi avstað við henni niðan gjøgnum Nólsoyarfjørð. Eg veittraði til hana, og hon veittraði aftur. Tá var tað gott at vakna, og eg tók tað ikki so tungt, um hon skeldaði meg tann dagin. Alt hevur sína orsøk. Ein dagin, eg kom heim, fóru ambulansumenn avstað við henni á eini børu og inn í ambulansuna. Eg rann aftaná, men var ov skelkaður at spyrja, hvat feilti henni. Omma kemur at ansa tykkum, til eg komi heim aftur. Og so koyrdu teir avstað við henni, babu, babu. Tá eg fór inn stóð ein spann full av blóði úti á køksgólvinum. Hevði hon útvatnað saltgrind ella hvat? Nei, tað bar ikki til. So nógv blóð. Har var okkurt kjøtkent, ella var tað ein dukka. Eg stóð púra stívur og stardi niður í spannina eina góða løtu, áðrenn eg helt á dyr, og rann oman í fjøruna til kombikkini. Seinni fortaldi systir mín, at mamma hevði kastað burtur. Tvillingar. Síðani havi eg verið bangin fyri spannum.". Áhugavert er, at lýsingarnar av byttunum ikki eru eintýðugt daprar, tær kunnu bæði hava stuttligt og heimspekiligt brá.






Maður við gummiarmi í sólbrillum

Myndevnisliga brýtur Tóroddur Poulsen alla tíðina upp úr nýggjum í føroyskari myndlist t.d. tá hann málar eina mynd av einum manni við gummiarmi í sólbrillum við gittara undir liðini, sum situr í einari svartari sofa við eitt grønt sofaborð og lesur í eini teknirøð, kanska er tað um Dunnald Dunnu - meðan spannir í hópatali tykjast ota seg inn á hann. Myndin er um somu tíð eitt sindur skemtilig, óhátíðarlig og serstakliga álvarsom, tí hon snýr seg um listarliga inspiratión. Um so Tóroddur Poulsen er sera originalur listamaður, hevur eisini hann undanfólk í heimslistini, sum hann kennir seg myndlistarliga skyldan við. Hann fylgir sera væl við í samtíðarlistini og lesur eina rúgvu um samtíðarlist og poesi, men hevur eisini áhuga fyri ymiskum listarligum outsidearum, fronsku symbolistunum í 19. øld og fyri amerikanskari list og poesi úr fimtiárunum. Á sama hátt sum fleiri av umboðunum fyri tað sonevnda beat ættarliðið og New Yorkaraskúlanum sameinir Tóroddur Poulsen hámentan og poppmentan, mynd og skrift, speisemi og vakurleika.



Modernismunnar negativa gandaflís

Filosofiska tagnarmaskinan, sum er eitt slag av eini installatión ella ringrás, ið framleiðir kvirru, gongur aftur sum myndevni í fleiri av málningunum og spannirnar eru somuleiðis nógvar. Myndevni sum træsprek, múrsteinar, súkklur og spannir eru dømi um hvussu tilvitað hesin listamaðurin dyrkar tað banala í sínum myndum, sum eisini stinga seg burturúr heildini í føroyskari listasøgu við tað, at tær ikki altíð líkjast list og á hesari málningaframsýningini er tað enn týðiligari enn áður. Tóroddur Poulsen dyrkar eitt antilistarligt, ljótt úttrykk, sum í sær sjálvum er ein uppreistur í móti øllum tí, sum er stovnsett. Hann dyrkar tað ótilgjørda og tað lætta. Hann dugir bæði í yrkingum og málningum at orða tað óvæntaða á einfaldan hátt, at tú sum móttakari gerst bilsin av øllum teim spildurnýggju tankum, sum brádliga myndast í tínum huga, tá yrkingin ella myndin gerst ein lopfjøl til egnar assosiatiónir. Eg haldi ikki, at negativisman hjá Tóroddi Poulsen er tilvitað, tann negativa gandaflísin fylgdi við, tá modernisman í síni tíð kyknaði, og hetta ávirkar enn okkara eygsjón á grundleggjandi hátt, kanska er tað á sama hátt sum danska listakvinnan Ursula Reuter Christiansen greiddi frá um sína egnu list í 1980: "Einaferð ætlaði eg at mála okkara hús. Hortensiablómurnar framman fyri húsini vóru so vakrar. Tíanverri bleiv tað ikki til nakað. Eg málaði nakað annað. Tað vóru somu bóndahús, sum eg málaði við eldreyðum himmali og kolaðum bjálkum". Málningarnir hjá Tóroddi Poulsen eru úrslit av somu noyðslu og sama yvirskoti, sum merkir alt hitt, sum listamaðurin ger. Hetta er óføroysk føroysk kjallaralist, sum er merkt av bad painting snildum og urbanari coolness.  
Tóroddur Poulsen úr Droymt og drymið, s.45 í Vencil 3/2007 og Kjallaramálningadagar s. 16-21 í Vencil 12/2012.





"Teir løgdu litir á landið, sum bleiv hongt inn í stovur, uppi yvir sofunum, har teir villu dreymarnir blivu tamdir við søtum drykkjum og sjónvarpinum tendraðum í ævir allar, eisini eftir at alnótin varð tendrað á fyrsta sinni."








"Royndi at fáa kvirruna, tøgnina og stillið at siga tað speglvent í tjúkkum oljulitum."







"Kvotugangstararnir fáa einki av míni litakvotu.Teir hava makrel millum lørini, og tað átti at verið nóg mikið."


"Tað gula er nú vorðið gulari. Onkur bókstavur hevur fingið grønt og reyðgult á seg. Ansa nú eftir, at hetta ikki endar sum eitt landslag."


Heimildir: Tóroddur Poulsen úr Droymt og drymið, s.45 í Vencil 3/2007 og Kjallaramálningadagar s. 16-21 í Vencil 12/2012.  Claus Carstensen: Ang.Trash og bad painting í kataloginum Kast en brand hjá Ursula Reuter Christiansen. Kunsthallen Brandts Klædefabrik 2000.



Kinna Poulsen

(KP) 

Sunday, July 21, 2013

Takk fyri meg, góði G!

Dýrdarveður 

Kári Sverrison er fantastiskur - hansara pláta stendur ovast á innkeypslistanum

Sakaris og Eiler

Blíðskapurin var stórur í Gøtu

Børnini spældu tætt við pallin við oyravernd


Framúrskarandi spælimenn

Lagið var gott


Vakur festivalur


Hesir høvdu privatkonsert í einum hava

Fínur tónleikur

Gott lag á sandinum



Takk fyri meg, góði G!




(KP)


Saturday, July 20, 2013

Heiðurskvæði til fábroytnið

Tað er føroyski sjónleikarin Elin Mouritsen, sum hevur einasta leiklutin í modernaða stummfilminum Everyday Song, sum Teitur Lassen presenterar fyri føroyingum í Fjósinum á G! í dag klokkan 16. 

Teitur hevur skrivað søguna og ment konseptið. Tónleikurin er skrivaður av Teiti og Tróndi Bogason. Filmurin er gjørdur av Thomas Koba, sum hevur filmað ymsastaðni í Tórshavn. Í filminum verða gerandisvanar og ting, sum vit gera hvønn dag viðgjørd. Við øðrum orðum ber til at siga, at filmurin heiðrar gerandisdagsins monotoni.





(KP)

Friday, July 19, 2013

The most amazing thing may appear...

Vóngóða orðingin kemur fyri í sanginum "If you wait" á fløguni "Story Music", sum Teitur gevur út í september. Spakuliga verður hesin sangurin laðaður upp orð fyri orð: "If you wait a little longer than you normally would, the most amazing thing may appear". Og tað er júst tað, sum serstaka universið hjá Teiti snýr seg um; um steðgir, um at bíða eitt bil, um at drála og at finna tað stórsligna í uppihaldum, seinkingum og at steðga á í gerandisdegnum og eina løtu vera tilvitað. Nýggja fløgan varð framløgd í dag í Studio Bloch, har meginparturin av henni er upptikin. Og ja, vit bíðaðu eina góða løtu eftir útlendsku pressufólkunum til tað ikki varð bíðað meira. Christian Ulf-Hansen er umboðsmaður hjá Teiti, hann legði út við at greiða frá um verkætlanina, síðani tók Teitur sjálvur yvir og greiddi m.a. frá hvussu stóran týdning tað hevur fyri hann, at fløgan varð innspæld her í Føroyum og síðani fingu vit ein forsmakk uppá fløguna, sum varð spæld úr enda í annan. Vit fingu eisini høvið at hoyra tríggjar liveframførslur, ið vórðu upptiknar.

At sita og lurta saman við eini rúgvu av fremmandum fólkum er sjálvandi ikki optimalt, eitt sindur av ónáðum er og sjálvt um eg eri av tolnastu fólkum, eru míni oyru eftir øllum at døma rættiliga hyss. Øll klikkini og bippini av speglrefleks- og talgildum tólum órógvaðu meg nógv, so eg gleði meg til at fáa eitt eintak av fløguni heim við, so eg kann lurta í friði og náðum. Av tí, eg fekk samlað meg um, var eg serliga hugtikin av einum einføldum lítlum lagi við heitinum "Gone fishing", sum eg haldi vera ein typiskan Teitsang, sum er sorgblíður og sterkur við einum pinkalítlum tema, ið brádliga vaksur og fær stóra, tilveruliga dýpd. Stórorkestreraða lagið "It´s not funny anymore", sum Van Dyke Parks hevur útsett, er nakað heilt annað aftur. Tað er upptikið í Hollandi m.a. við Holland Baroque Society undir leiðslu av Nico Muhly. Van Dyke Parks er heimskendur, serliga frá samstarvinum við m.a. Brian Wilson frá Beach Boys og hann hevur eftir øllum at døma eisini áhuga fyri tónleikinum hjá Teiti, tí hann hevur skrivað til føroyska listamannin fyri at spyrja um hann kundi útseta eitt av hansara løgum.

Annars tykist tað sum fevnir henda fløgan rættiliga víða frá contemporary kompositión til meira "vanligar" syngjandi poppballadur. Hetta er næstan sum eitt slag av Velbastað World Music, singer songwriter við gjøgnumarrangeraðum tónleiki, kórum, allahanda leikførum, samansetingum og felagssangi og føroyskum dansistevum og øllum møguligum tilsipingum bæði út í heim og heimaftur og nógv av tí tykist rættiliga originalt. Eg gloymdi meg burtur og helt meg brádliga vera staddan í onkrari grottu hjá Kristiani Blak við havljóði og leikandi blokkfloytutónum. Tað er blokkfloytumeistarin Michala Petri, ið spælir blokkfloytu og hetta borgar fyri góðsku á sama hátt sum hinir tónleikararnir, teknikarar, ljóðbland osfr. Meira um hetta, tá fløgan er komin út.

Heimliga útgangsstøðið hevur greidliga stóran týdning fyri listamannin og mitt í tónleikinum er ein lítil frásøgumynd ella kollasja við ymiskum føroyskum ljóðbrotum, eg helt meg hoyra tíðindamannin Høgna Djurhuus og eitt brot burtur úr "Sig mær hví er foldin føgur" hjá Sunleif Rasmussen, umframt onkran morgunlestur, men eg gleði meg at hoyra hetta umaftur, tí eg fekk verri enn so alt við. Skal eg meta eftir tí, sum eg havi hoyrt í dag, haldi eg, at vit skulu bíða eftir fløguni hjá Teiti í tolni og góðum vónum um, at the most amazing thing may appear, tá hon kemur út.




(KP)

Punktumdagur


Eg skal ikki viðmæla nakrari reklamufyritøku at seta meg í starv, tí eg havi sitið heilt ónatúrliga leingi og roynt at finna uppá ein reklamutekst til mentanarblaðið hjá Dimmalætting, punktum.fo, sum kemur út í dag. Uttan úrslit.

Men eg haldi, at tit skulu keypa blaðið allíkavæl. Tí Knút Háberg Eysturstein hevur ummælt Føroyar 5.2, Vár í Ólavsstovu hevur ummælt Vencil, Meinhard Jensen hevur ummælt nýggju fløguna hjá Kára Sverrisson og Leivur Thomsen hevur ummælt bók um føroyskan metaltónleik. Marita Dalsgaard hevur skrivað um leiklist, Bárður Dam í Baianstovu um byggilist og Zakaris Svabo Hansen um mál. Kinna Poulsen hevur skrivað stórt tema um summarlistina, Mikkjal Helmsdal hevur skrivað grein um listina í skúlahøpi, Øssur Winthereig hevur skrivað miðlabrodd og Oddfríður Marni Rasmussen svarar eini ørgrynnu av spurningum. Eisini er ein samrøða við Jenny Johannessen, eitt heiðursorð og okkurt um eitt gamalt sjúkrahús í Berlin og pylsur í Sandagerði, haraftrat er mánaðarmyndin og listakaldendarin, so har eru nokk so nógvar grundir til at keypa blaðið, haldi eg.

(IS)

Thursday, July 18, 2013

Listaframsýningar í Havn


Í dag letur upp framsýning hjá Eyðuni av Reyni í gamla atelierinum hjá pápanum Ingálvi av Reyni  á Lútzenstrøð 13 í Havn. Eyðun  av Reyni brúkar ateleriið, sum riggar væl til framsýningar av tí, at tað er so mikið rúmligt. Eyðun av Reyni hevði eisini í fjør framsýning sama stað í fjør. Í ár eru 21 myndir við á framsýningini, sum letur upp í dag klokkan 16, síðan verður opið seinnapartar frá kl 14 til mánadagin 22.juli. 

Leygardagin klokkan trý letur Summarframsýning upp í Listahøllini í Skipasmiðjuni í Havn. Her greiðir Hansina Iversen frá framsýningini:




(KP)

Wednesday, July 17, 2013

Eingi stuðul verður latin frá Dansk-Færøsk Kulturfond komandi tvey árini


Sambært portalinum fer dansk-føroyski mentanargrunnurin ikki at taka ímóti umsóknum komandi ár og í 2015. 

Orsøkin er, at rentan er fallin nógv seinnu árini, og vinningurin tessvegna er lægri enn vanligt.

Grunnurin vísir á rentulæðking og inntøkumiss sum orsøk til, at hann hevur avgjørt ikki 
at taka ímóti umsóknum tey komandi tvey árini. Hetta fyri at tryggja eginognina, og fyri at liva upp til endamálsorðingina hjá grunninum.

Tað var danska stjórnin og landsstýrið, ið stovnaðu danska-føroyska mentanargrunnin í 1951. Endamálið hjá grunninum er at virka til frama fyri “den åndelige forbindelse” millum Føroyar og hinar partarnar av Ríkinum. Tað vil siga, at grunnurin virkar breitt. Øll mentanarlig formidling landanna millum – eisini millum Føroyar og Grønland, er partur av endamálsorðingini.

Ognin hjá Dansk-Færøsk Kulturfond er 5 milliónir krónir, sum aftur verða til taks at søkja hjá lista- og mentanaraktørum í 2016.







(KP)

Heystframsýningarbólkurin hevur Summarframsýning!


 Leygardagin 20. juli kl 15 letur Summarframsýningin hjá Heystbólkinum upp í Listahøllini á Rundingi í Skipasmiðjuni í Havn. Tað kann tykjast eitt sindur ørkymlandi, at Heystbólkurin letur upp framsýning um summarið. Men listafólkini í bólkinum hava í nøkur ár umhugsað at sýna fram um summarið, tá útisetar og ferðafólk eru í Føroyum. Nú verður hetta so roynt í ár.

Listahøllin í Skipasmiðjuni, úti á Rundingi, er vorðin ein fastur táttur í framsýningarlívinum í Havnini, eftir at hava hýst Heystframsýningini á hvørjum ári frá 2005 til 2011. Eisini hava einkarframsýningar verið um summarið, og um Ólavsøkutíð. Anker Mortensen, Bárður Jákupsson og Tróndur Patursson hava haft framsýningar í Listahøllini um summarið, ið eisini vóru opnar á Ólavsøku, og vóru tær væl vitjaðar. Nakrar sonevndar ateliérframsýningar hava eisini verið.

Tað er vorðin ein góð listaruta um Ólavsøkuna, at fara frá Norðurlandahúsinum oman í Listasavnið, víðari oman á Skálatrøð í gallaríið hjá Steinprenti, í Müllers Pakkhús og, sum rosinan í pylsuendanum ber nú eisini til at gera eitt rend út í Listahøllina á Rundingi. Summarframsýningin hjá Heystbólkinum er tó ikki bert ein Ólavsøku- og ferðafólkaframsýning. Framsýningin í ár verður, eins og undanfarin ár, ein framsýning har listin verður sett í hásæti. Tað er listin, ið er drívmegin í Heystbólkinum. Bólkurin er samansettur av ógvuliga ymiskum listafólki, men øll hava listina sum høvuðsmál og møguleikan at sýna fram í einum hølum, sum eru unik. Hesi høli hava saman við listini megnað at hildið hesum hópi av listafólkum saman í øll hesi árini, tó at limirnir í bólkinum eru spjaddir um fleiri lond og øll, í hvør sínum lag, hava nógv at gera við egið listarligt virksemi.Eitt týdningarmikið mál hjá bólkinum er, at tað altíð eru nýggj verk hjá hvørjum einstøkum listafólki, ið verða framsýnd.

Tey, ið eru við á framsýningini í ár, eru: Andrias Andreassen, Bárður Jákupsson, Bjarne Werner Sørensen, Brandur Patursson, Hansina Iversen, Hjördis Haack, Marius Olsen, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson, Tummas Jákup Thomsen og Zacharias Heinesen. Gestur er Ilona Raipala úr Finlandi.



Zacharias Heinesen

Bjarne Werner Sørensen

Bárður Jákupsson

Hjördis Haack

Marius Olsen


Read that Book á G!


Leygardagin 20. juli klokkan 12.00-14.30 verður upplestur í Fjósinum (sí skelti í bygdini).

Tey sum lesa eru:


Jóanes Nielsen  - Alexandur Kristiansen - Sissal Kampmann - Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð Vónbjørt Vang - Oddfríður M. Rasmussen - Daniella Andreassen


Forlagið Eksil v. Kim Simonsen skipar fyri



Tuesday, July 16, 2013

Eitt leygarkvøld á grynnuni har var eitt óført Gildi!

Eg havi verið til oyralækna í morgun og havi næstan fingið hoyrnina heilt aftur eftir eitt heldur óreint forkølilisi í innara oyranum (so veit man tað!). Við líkinda hoyrn kann eg nú rættiliga gleðast um atgongumerkið her á borðinum. Eg havi snikksnakkað um tað í fleiri ár og havi endiliga tikið meg saman at keypa eitt atgongumerki til G! Havi satt at siga ikki verið á G! síðan grunge ella har á leið, tá tað var modernað at hava stór "náttúrlig" hol á buksunum. Eg eri eitt sindur rustað, ivist í um eg havi verið á musikkfestival síðan í teirri tíðini í 20. øld, tá Kurt Kobain var eitt ómøguligt, men tó livandi apparat, - jú ókey meg minnist einaferð í byrjanini av 21.øld, tá eg í Gøtu ompaði til eg doyði og verðin druknaði í sveimandi tónum frá Gestum, tað var forrestin ein bólkur, sum rakti sína egnu tíð. Eg má fara at finna mær festivalbúnan fram. Hvør er festivalbúnin anno 2013? Á ólavsøkufestivalinum er tað so lætt, tí tá fari eg bara í tey føroysku og so eri eg street.... Men G! krevur helst okkurt meira autentiskt og morreytt og helst eisini ullint outfitt og sum veðurvánirnar síggja út skulu sólbrillur eisini við í ryggsekkin, kanska skal eg taka tær gomlu hálvfjersarasólbrillurnar hjá babba, sovorðnar brúnar stórar, sum røkka væl og virðiliga niður á kjálkan og sum líkjast teimum hjá honum í Byrta. Regnjakkin fer eisini í ryggsekkin, tí tað er betri at vera fyrivarin enn eftirsnarin, men vit hopa at veðrið skikkar sær, tí onkursvegna tykjast neilonklæði frá henni sjálvari Helly Hansen øgiliga ó-G! Eg gleði meg til vakra festivalin í Gøtu, at sita á sandinum í summarmjúkum loti millum fjøll, sum er best hugsandi scenografiin kring ein tónleikafestival. Fari helst at lurta eina løtu eftir nýggju då-då-då-dåbbel-ó-seven-dansktoppunum (Nephew) og íslandstoppinum Ásgeir Trausti, sum eg helt var okkurt algongt ordinert popphalloy, men sum øll opinbart elska og nú havi eg akkra hoyrt, at Randi Ward hevur skrivað tekstin til hansara nýggja sang Lupin Intrigue, so eg má heldur sláa míni nývaskaðu oyru út, og so eru tað tey bæði fýrsarakorifeini í Laid Back, hvør veit um man ikki fer at murra við sjálvt um ride that white horse er nakað av tí mest kinky mann hevur murrað, men kinky verður sangløtan við Eivør neyvan, hon verður allarhelst hugnalig, tó at eg heldur kundi hugsað mær at hoyrt hana sjálva uttan okkum skrálandi afturvið og tað sama er galdandi fyri Teit, ið skal framføra saman við teimum speiligu Konfektunum, men hey, bæði Teitur og Eivør eru á skránni fríggjadagin og tá spælir Hamferð eisini, men eg orki bara ein dag og havi valt leygardagin, tí vinkonan vildi hoyra Neffjúv, nær spæla Kári Sverrison og Bendar Spónir? Well har verður alt møguligt annað á skránni leygardagin, sum eg ikki kenni serliga væl Hogni, Dánjal, Sakaris, Boys In A Band (sum altíð verður nevndur "superbólkur" - hví í grundini tað? Eg má heldur fara at royna at finna út av hví), The Absent Silver King, Lover Lover, Fredo, Áðrenn Elvis- er tað útvarpssendingin? Brynjólfur (-er tað hin legendariski diskjockeyin á Heygum? Kundi væl hugsað mær at upplivað hann) og Spælimenn (tja spælimenn eru altíð góðir ikki sannheit?). Síggjast í Gøtu.


(KP)



Festivalkirkjan leitar eftir list



Festivalkirkja verður partur av G! Festivalinum í ár. Fyriskipararnir av kirkjuni leita í tí sambandi eftir átrúnaðarliga áhugaverdari list.

Í fleiri av teimum fyrstu árunum, sum G! Festivalurin varð hildin, var festivalkirkja. Hetta datt tó niðurfyri fyri nøkrum árum síðani. Men sum longu kunngjørt, so verður festivalkirkjan endurreist í ár. Prestarnir Maria Jørðdal Niclasen og Theodor Eli Dam Olsen samskipa tiltakið saman við Arna Zachariassen.

Festivalkirkjan fer at halda til í einum fjósi beint við nýggju inngongina til festivaløkið, yvirav Valhøll. Uttanfyri fjósið verða ókeypis kaffi, te og køkur at fáa. Fjósið sjálvt verður eitt slag av einum heiløgum chill-out rúmið, har festivalgestir kunnu stíga innum fyri at fáa frið og íblástur. Tøgn, bøn og meditatión eru viðmæld. Har verður prýtt kul og á vegginum fer at hanga átrúnaðarliga áhugaverd list, sum leiðir tankarnar inneftir og uppeftir.

Í tí sambandi leita fyriskipararnir eftir føroyskum listafólkum, sum vilja læna festivalkirkjuni okkurt av teirra verkum til at hanga upp í fjósinum. Verkini skulu vera tankavekjandi og meditativ, onkursvegna, og átrúnaðarliga innihaldið meira ella minni greitt.

Áhugað kunnu seta seg í samband við Arna Zachariassen - arnizach@gmail.com og 741755.

Monday, July 15, 2013

Frumsýning av Veiða vind á Karavella Marionett-Teatri

 
 

23. – 27. juli kl. 14 -16 á gamla Náttúrugripasavninum á Debesartrøð.

Tann 23. juli verður frumsýning av nýggja marionett-leikinum Veiða vind. Veiða vind er tónleikaævintýr eftir Rakel Helmsdal og Kára Bæk, sum kom út í bók í 2011 við myndur eftir Janus á Húsagarði. Symfoniorkestrið spældi tónleikin inn í samband við útgávuna og hesin tónleikurin verður eisini nýttur í leikinum. Almennu sýningarnar byrja 24. juli.