Wednesday, December 19, 2012

Eingladust 19


seti meg
sjálvan
á borðið
tá andarnir
koma
á vitjan
í nátt

(TP)

Tuesday, December 18, 2012

Vencil 12. er komin



Ein óhóskandi jólagáva

Endiliga! Ikki jólatrøll! Nú er hann her! Vencil tólvti er komin, og 2012 er ikki liðugt.
Hvør er so Vencil tólvti? Jú, vit kunnu her siga, at hann ikki er hóskandi hjá børnum og smásárum sálum, ið ikki tola tekstir, ið eru ópolitiskir, óetiskir, ójarðligir, óveruligir, men sum hava stórsligna góðsku, ið røkkur langt inn undir húðina. Jólini kunnu gerast langlig. Høvuðsendamálið er at flyta seg úr einari sofu til eitt búgvið borð og frá tømda borðinum yvir í somu sofu. Viðhvørt slanka vit ein túr á vesið at gera jólamatin burturúr okkum. Alt hetta átið, og allur hesin góði maturin má og skal eisini skolast niður við onkrum. Ein góð havnarøl er ikki at forsmáa, men best av øllum og tað, sum eisini liggur longri á enn allur matur og nógvar havnarøl, er ein góður Vencil.

Tey, sum hóast frámælið fara at ogna sær ein Vencil tólvta, ella sum fara at keypa sær ein og einar tveir til gávus, tey kunnu vænta sær ótespiligar upplivingar. Fyrstur í Vencli er Tóroddur Poulsen, síðani Alexandur Kristiansen. Eftir hesar heimligu yrkjararnar kemur ein døkk, óetisk og rasistisk søga eftir amerikanska rithøvundin, James Baldwin. Eftir hann kemur ikki minni ómenniskjaligi teksturin eftir unga, russiska høvundin, Jurij Bujda, og tá ið hann er lisin, er tíðin komin til seks søgur frá lívinum eftir deyðan, sum amerikanski nevrologurin, David Eagleman hevur skrivað. Kim Simonsen, doktari, hevur tvær yrkingur úr Keypmannahavn, og so tekur Martin A. Hansen yvir. Sámal Soll skrivar eina metastuttsøgu um navnabroyting, og Oddfríður Marni Rasmussen hevur skrivað eina stuttsøgu, har forteljarin ikki er til at hava álit á, og at enda er ein debutantur, sum eitur Trygvi Danielsen. Hann hevur skrivað eina vakra stuttsøgu.
Ritstjórarnir á Vencli bjóða føroyingum av at keypa Vencil og lesa hesar ljótu og vøkru og avbjóðandi tekstir.

Eingladust 18


sjálvt tá
tey detta
av trøunum
gálva       
bløðini
eftir mær

 
(TP)

Ingálvur av Reyni og ljósskapandi myrkrið




Í morgun er tað so bølamyrkt, at tað ikki sæst út gjøgnum vindeygað nakar glotti. Eg komi í tankar um eina av mínum yndismyndum "Gráur morgun" hjá Ingálvi av Reyni (18. desember 1920- 26. November 2005. Ja, Ingálvur hevði í grundini fyllt 92 ár í dag, hevði hann livað og hansara myndir snúðu seg í stóran mun um viðurskiftini millum myrkrið og ljósi, um megina í allarminsta glotta og um ljósskapandi myrkur. Hansara føðinginardagur er eitt gott høvið at finna eina av hansara fantastisku myndum fram, tað er myndin "Trolaradekk", sum hongur uppi á Listasavninum, umframt eitt lítið brot úr mínum ummæli av minnisframsýningini í Listasavninum: "Tú kennir teg so evarska lítla og týdningarleysa framman fyri hesum myrku, gløðandi løriftunum, ið sum veldugar apoteosur reisa seg uppi yvir tær í abstraktum, ekspressivum myndum, sum innihaldsliga tykjast snúgva seg um júst tað sama eksistentiella evnið, um stokkutu tilveru einstaklingsins, sum hjálparleysur eitt lítið bil rekur á havi alheimsins, meðan hann roynir at geva seg til kennar." 



(KP)

Monday, December 17, 2012

Eivør og Teitur JÓLAKONSERT



  • Tey hava bæði verið á drúgvari tónleikaferð uttanlands, har tey hava havt allahanda konsertir, men nú eru Eivør og Teitur komin heim til Føroya, her tey fara at hava forkunnugar jólakonsertir í Klaksvík og í Havn. Hóskvøldið 20. des fara tey á pall saman í Spaniastovu klokkan 19 og 23, har tey fara at framføra egin løg og onkur jólaløg í felag. Mikael Black spælir við og ein strúkikvartett, ið er myndað av Angeliku Nielsen, Sámali Petersen, Tóra Restorff og Jonu Jacobsen fer somuleiðis at seta sín serliga fjálga dám á jólakonsertirnar í Spaniastovu og í Østrøm. Konsertirnar í Østrøms  fabrikk verða ávikavíst klokkan 19 og klokkan 22 leygarkvøldið 22.des. 


    (KP)

    Listin 2012 has landed


    Aftur í dag ætla vit at reypa eitt sindur av okkara tíðarriti, sum kom leygardagin. Tað er hóast alt ikki á hvørjum degi, at eitt føroyskt mentanartíðarrit kemur út og vit eru so sera væl nøgdar við ársins tíðarrit. Tað fæst í bókhandlinum fyri 180 krónur fyri 150 síður. Myndareportasja frá útgávumóttøkuni kemur í hósdagsdimmuni, her eru nakrar aðrar myndir, sum John, Jan og Øssur hava tikið. Gløggið hjá Erlu var gott aftur í ár og heimabakaðu smákøkurnar vóru betri enn tær keyptu piparnøturnar í fjør. Ølið frá okkara var eisini so sera gott. Vit takka úti, vit takka heima. Takk enn einaferð til tey, sum møttu og tykkum, sum lesa Listabloggin. 









































    (KP)








    Eingladust 17


    horntónar
    myrkur
    og
    fløgg

    móðurlandskøkan
    tornar
    í
    munninum

    løgfrøðin
    er
    løgin
    látur



    :::::::::::::


    nert ikki
    við orðið
    tað kann
    bíta so tú
    vaknar
    úr marru
    ella eitra teg
    við kærleika
    so tú ikki vilt
    kenna onnur orð



    (TP)

    Sunday, December 16, 2012

    Listin 2012 er komin út


    Í gjár kom okkara tíðarrit, Listin 2012 út og fæst nú til keyps í bókhandlinum. Vit høvdu eina serstakliga góða løtu í Steinprenti í gjár við áhugaverdum upplestri og framúrskarandi góðum sangi. Eg helt eina røðu, sum eg seti inn her. Myndirnar hava Øssur Winthereig og Fríða Matras Brekku tikið.

    Røða á gløgglistaløtu 15.des 2012

    Eg skal vegna Inger og meg sjálva byrja við at takka. Eg vil fyrst og fremst takka tykkum fyri at koma her í dag, eg vil takka John fyri at geva okkara tíðarrit út nú 3. ár á rað, eg vil takka Jan og Fríðu fyri at vit sleppa at vera her 3.ár á rað. Eg vil takka Jóhan Martin Christiansen fyri ársins kulastu permumynd, eg vil av fullum hjarta takka øllum listafólkunum fyri listina og øllum fotografum fyri myndirnar. Jan hevur tikið nokkso nógvar, men Eiler hevur tikið onkra. Takk Eiler. Vit hava heiðurin av at fáa vitjan av sjálvum Vencli, takk Oddfríður. Og so eru vit eisini so ótrúliga heppin, at Eivør er komin heim í jólaferiu í gjár og vit hava sjanghajað hana og hennara gyltu rødd. Túsund takk fyri Eivør.

    Í rúminum her hongur ein framsýning. Hon hevur heitið Myndaódnin 2012 og eg haldi, at hon er ársins fjølbroyttasta listaframsýning. Hon er hørð og heavy, ógvislig og løtt, poetisk og lødd, stuttlig og filosofisk, løgin, sorgblíð, samfelagsatfinnandi og lívsglað. Millum tey mongu verkini í ársins myndaódn í Steinprenti, er ein hugtakandi einføld, svørt og hvít mynd, sum ímyndar ein steyra við tveimum fuglum. Á myndini stendur skrivað: "Tú gongur ikki einsamallur", ið sipar til kenda sangin hjá Rodgers og Hammerstein "You´ll never walk alone" frá 1945, sum fótbóltsromantiskir Liverpoolfjepparar hava sungið fyri teirra liði síðani einaferð fyrst í trýssunum. Hinvegin kann tað væl vera, at setningurin er ein turrislig ella óunnilig viðmerking um fuglarnar í lyktarsteyranum, sum fylgja við uppi yvir høvdinum á tær.

    Tað er Svend-Allan Sørensen, sum gjørdi fuglamyndina og hann gjørdi eisini ta stóru portrettmyndina av Wilhelm Dinesen, ið var pápi at Karen Blixen, og sum í 1890 gav út bókina Jagtbreve. Á einum av prentunum hjá Svend-Allan Sørensen síggja vit ein pinkalítlan, fittan, og eftir øllum at døma eisini nokkso illsintan og avgjørdan fugl, sum vendir sær til ein annan lítlan fugl við viðmerkingini "I hate your negative shit". Nógvar av myndunum hjá Svend-Allan Sørensen eru eins og hendan svart hvítar við fleirtýddum, poetiskum, skemtiligum tekstbrotum, sum knýta saman danskar, amerikanskar og føroyskar týdningar. Hetta er konseptlist í breiðastu merking eins og fleiri aðrar myndir á framsýningini eisini eru hugskotsgrundaðar, t.d. myndirnar hjá Jóhan Martin Christiansen, ið heilt einfalt og ógvuliga komplekst snúgva seg um hvar ungi, fagnaði listamaðurin sjálvur er staddur í løtuni. Sostatt innihalda tær eina rúgvu av tilsipingum og myndasitatum, sum ikki øll eru eins eyðsæð, men tað ber væl til at fáa nógv burtur úr myndunum uttan nakran serligan forkunnleika. Samanumtikið eru hesar myndir hugtakandi, merktar av einum originalum blandi millum stringens og reminiscens. Myndirnar eru ítøkilig dømi um sonevnda melankolska geometri, sum upptekur listamannin, men eg haldi eisini, at listamaðurin fyriheldur seg til føroyska list í hesum prentunum, sum eru gjørd til ALS.

    Í úrvalinum er áhugavert at eygleiða ávísar slóðir í ársins skurði og at síggja ymsar sjálvsagdar, men eisini onkrar óvæntaðar samanhangir. Sjálvt um lýsingin hjá Peter Carlsen av tí rukkaða pakkanum av Mathilde-cacaomjólk á turkisljómandi grund tykist rættiliga neutral, lesi eg alt møguligt samfelagskritiskt um ovurnýtslu og burturkast inn í lýsingina av ósunna yndisdrykkinum hjá donskum (og føroyskum!) børnum og ungum. Myndin hjá Andreas Schulenburg av einum brotnum fløskuhálsi minnir eitt sindur um cacaopakkan og so allíkavæl ikki. Talan er aftur um burturkast, eitt myndevni, ið ikki tykist hava nakran serligan týdning, men tað er sum um, at mátin hesin fløskuhálsurin er teknaður, ómetaliga vakurt við dekorativt bylgjandi umhvarvsstrikuni og við nærlagni settur niðarlaga í myndaflatanum, gevur honum monumentalan týdning og kraft. Lýsingin tykist merkiliga lagnutung, samstundis sum hon eisini er merkt av humor og poesi. Surreella lýsingin av einum risastórum glasi við reyðvíni, sum stendur á einum lítlum borði, ið er umgyrt av tveimum smáum stólum, minnir um myndaheimin hjá Tóroddi Poulsen, men Tóroddur er eisini av sonnum hámettur av nógvum av sínum útlendsku starvsfelagum.

    Í myndunum hjá Tóroddi Poulsen hava orð eins týdningarmiklan leiklut og myndir hava í hansara yrkingum. Sum heild eru heilt nógv dømi á hesi framsýning um myndlist, har orð eru javnsettir myndaliðir. Hjá Daniel Milan koma orðini úr Red Pepper, ið er eitt gølublað í Uganda, har listamaðurin hevur verið búsettur. Perman á bókini hjá Daniel Milan er eitt bjartlitt irisprent, ið gevur paradoksalar assosiatiónir til herligar reggaerytmur, og tey ofta lagnutungu tíðindini úr Afrika, samstundis sum vit kanska eisini koma í tankar um ælabogasymbolið hjá samkyndum og um ta ræðuligu homofobiina í Uganda.

    Claus Carstensen hevur arbeitt við bókaverkætlanum í Steinprenti í samstarvi við rithøvundin Søren Ulrik Thomsen og á framsýningin er høvið at síggja nakrar av teimum myndunum, Claus hevur eisini gjørt permuna á Vencli, sum verður prentað júst nú uppiá og sum eg gleði meg til. Myndirnar eru døkkar og rættiliga brutalar og tað sama kunnu vit avgjørt eisini siga um kontanta estetikkin hjá Øssuri Johannesen í hansara myrku pínufullu sjálvslýsingum. Men á Myndaódnini eru eisini dømi um nakrar fínar ljósar portrettmyndir, sum Øssur Johannesen gjørdi á yngru árum og sum harmonera ómetaliga væl saman við teimum ljósu, kerligu og humoristisku seyðalýsingunum hjá Fríðu Matras Brekku. Litsterku abstraktu myndirnar hjá Anne Riis Bovbjerg eru myndevnisliga undantakið, ið staðfestir meginregluna á eini annars lutfalsliga figurativari framsýning. Marius Olsen og Erik Heide hava báðir lýst føroyska landslagið í vøkrum, stillum myndum, og John Kørner hevur somuleiðis tikið støði í føroyska umhvørvinum. Tey nýggju prentini hjá honum hava øll ein breiðan svartan kant, sum minnir um kantin á eini gamlari filmsrullu og tað er eisini í stóran mun gamlar fotomyndir, sum listamaðurin hevur brúkt sum keldu. Ovarlaga í einum av nýggju steinprentunum trýnur fram tornið á dómkirkjuni, sum hugtekur listamannin, tí hann heldur tað bera frá restini. Undir torninum síggjast heldur óvæntaðir ella beinleiðis óføroyskir myndaliðir sum ein súkklari, ein strond og ein nakin kvinna.

    Tóroddur Poulsen hevur sítt egna heiðurspláss á ársins Myndaódn við einari stórari súkklumynd og myndunum úr bókini "Avbyrgingar", ið á sama hátt sum yrkingarnar snúgva seg um einsemi, at vera fyri seg sjálvan, at vera einstaddur og avbyrgdur og eygleiða hvussu lívið støðugt styttist. Hetta temaið verður tulkað rættiliga konsekvent í myndum av einsamallum sjómansknútum, av isolerandi rimum ella av teirri endaligu isolatiónini undir gravsteininum í moldini. "Avbyrgingar" er forkunnigt úrslit av samstarvi millum listamannin, Steinprent og Føroyaprent. Tað er eingin hemmeligheit, at mær dámar væl myndirnar hjá Tóroddi Poulsen, sum eg haldi umboða eitt nýbrot í føroyskari myndlist. Men hvat merkir tað, eitt "nýbrot"? Jú, hetta merkir tað sama sum, at tær kategoriir, sum vit hava brúkt innan føroyska list higartil, ikki røkka. Tær kunnu snøgt sagt ikki brúkast til viðgerð av listini hjá Tóroddi Poulsen. Vit hava áður tosað um figurativa, hálvabstrakta og nonfigurativa føroyska list, men óansæð, tykist føroyska listin vera miðsavnað um tað sublima í stórslignum, náttúrufagnandi og sansaligum myndum. Hetta er ikki galdandi fyri myndirnar hjá Tóroddi Poulsen óansæð um tær eru figurativar ella abstraktar. Súkklurnar, stólarnir ella spannirnar hjá Tóroddi Poulsen eru ikki ímyndandi á sama hátt sum tá Niels Kruse stóð og málaði tey heimligu fjøllini kring Eiðis bygd. Men hetta skal als ikki fatast sum, at Tóroddur Poulsen traðkar út í tóman heim myndlistarliga sæð, tí sjálvt um hann er sera originalur, hevur eisini hann undanfólk í heimslistini, sum hann kennir seg myndlistarliga ættaðan við. Hann fylgir væl við í samtíðarlistini, men hevur eisini áhuga fyri ymiskum listarligum outsidearum, fronsku symbolistunum í 19. øld og fyri amerikanskari list og poesi úr fimtiárunum. Á sama hátt sum fleiri í sonevnda beat ættarliðnum og New Yorkaraskúlanum sameinir Tóroddur Poulsen hámentan og poppmentan, mynd og skrift, speisemi og vakurleika.

    Tóroddur er heldur kontroversiellur í løtuni og øllum dámar ikki hansara verbalu kastrering av mentamálaráðharranum, hvørs størsta bragd higartil hevur verið uppskotið um at skerja ein fimtapart av listastuðlinum hjá samtíðarlistini. Eg fari at enda við at lesa upp brot úr dulnevndum lesarabrævið á Vágaportalinum. Ein sum undirskrivar seg COM skrivar:  

    Ein av fremstu politikarum, grenjaði nú herfyri í Útvarpinum, at um Kringvarpið var skert fíggjarliga, so mistu vit alt sum eitur mentan í Føroyum, og mistu tað føroyska málið burtur. Maka til møsn skal ein leita leingi eftir.Tað var eitt sokalla mentanarligt innslag í Sjónvarpinum í vikuni, har ein av sjálvútnevndu mentanarpávunum í Havn slapp at føra seg fram – Guð hjálpi okkum – um hatta skal verða mentan.Fyrst kann eg ikki lata vera við at nevna allar hansara fullkomuliga einkisigandi, tápuligu og óskiljandi yrkingar, sum í heilum verða hálovaðar í Kringvarpinum – ja - og sum enntá hava verið framførdar uttanlands – skomm – og so tá ein í sendingini sá eina barnatekning blíva hálovaða í sjónvarpinum – helst tí hon er blivin steinprenta - so fekk eg líkasum nokk Eg haldi at hann skuldi krógvað hatta klórið undir einum stórum steini, har uppi Undir Varða. Hann kundi kanska fingið eitt annað av sjálvútnevndu “megnarskaldunum” har í grannalagnum um at hjálpt sær at funnið ein hóskandi tungan stein – teir gera jú einki annað og hava góða tíð.Eg eri spentur at hoyra og síggja viðmerkingarnar frá eini vissari sjálvútnevndari og altvitandi kvinnuligum mentunarviðmerkjara  úr Havn, koma við viðmerkingum um hetta “fantastiska” mentanarinnleggið í sjónvarpinum.Eg tori at pástanda at sjálvt tvey ára gamla abbadóttir mín, hevði teknað betur enn hatta klórið. Ja – so slapp handan mentanarliga ónyttan at føra seg fram, tí at okkara Mentamálaráðharri ikki vildi gjalda meira til slíkt svass –  Mentamálaráðharrin fylgdi bert tað íð sjálvútnevndu “mentanarfólkini” sjálvi hava framført í fjølmiðlunum “vit hava fingið nokk” – tað haldi forrestin eg eisini og helst fleiri við mær – skal ein døma eftir hvat Kringvarpið borðreiður við á mentanarøkinum. Er tað mennandi fyri okkara mentan og okkara mál, at ein sovorðin tápulingur sleppur at siga “Eg hevði biðið hann (Mentamálaráðharran) farið av helviti til og hevði skrætt nossini undan honum”. Nei, Sjónvarp Føroya – her átti at verið betur redigerað.

    Ja, svá talaði Ólavur í Beiti á Vágaportalinum og mátti hann ongantíð hildið uppat!

    Takk fyri.

    Jóhan Martin Christiansen eigur ta frálíku permumyndina

    Hesir báðir lótu mammurnar um at fjeppast uppií listini, teir spældu telduspøl uppiá

    Oddfríður M. Rasmussen við permuni á nýggja Vencil

    Gásarholdselvandi sangur hjá Eivør Pállsdóttir framman fyri eini mynd hjá Tóroddi Poulsen


     (KP)

    Eingladust 16


    hon situr
    við áarbakkan
    og grunar

    var tað ljóst

    sá hon so
    stjørnurnar
    um hon grunaði
    sum í myrkri


    (TP)

    Saturday, December 15, 2012

    Eingladust 15


    krossurin
    sum hekk
    um hálsin
    á tí
    hálshøgda
    verður
    seldur
    á uppboði
    til frama fyri
    hvassari
    øksum

    (TP) 

    Friday, December 14, 2012

    Gløgg list 2012


    Leygardagin 15.des. klokkan 15 verður tíðarritið Listin 2012 givið út. Í tíðarritinum eru útvaldir tekstir og myndir av listablogginum og tær báðar, ið skriva og ritstjórna listabloggin, Inger Smærup Sørensen og Kinna Poulsen vóna, at allir limir í P/F Interrós og mong mong onnur møta upp til hesa ársins gløgglistaløtu í Steinprenti. Tað er Forlagið í Støplum við John Dalsgarð, sum gevur út tíðarritið. Eins og undanfarin ár verður ein lítil mentanarlig skrá við upplestri og tónleiki afturvið tí gløgga. Øll eru hjartaliga vælkomin
    Úr fororðinum:
    P/F Interrós er eitt gott og gamalt felag í mentanarumhvørvinum. Listafólk og mentafólk hava til allar tíðir dyrkað at rósa sær sjálvum og hvørjum øðrum, og miðlarnir eru so spakuliga eisini farnir at duga tað heilt væl. Listabloggurin er skaptur við einum eldhuga, sum bert kyknar umvegis ógvusligt sjálvrós, herðaklapp á okkara egnu herðar og í ótamdum løtum eisini táravátt skammrós av tí ordiliga patetiska slagnum. Hvat er tað ikki framúr, at okkara gleði yvir listina og okkara indignatión yvir fátæksligu listaviðurskiftini hjá fjølmiðlum og politikarum, hevur funnið sítt týdningarmikla skap. Men sjálvandi er skomm skapt í okkum, og nú kunnu vit skrúva eitt sindur niður fyri blussinum. Tí í grundini er einki fingið á skaftið. Vit hava jú ikki upplivað nakra mentanarpolitiska framgongd….



    ( KP og IS)

    Eingladust 14


    við hvítum
    lorti í
    munninum
    sigur
    vetrarsøgan
    seg
    sjálva
    áðrenn
    hundurin
    lyftir beinið
    á frystu orðini
    sum eiga valdið
    yvir tann annars so gráa býin
     
     
    (TP)