Wednesday, October 17, 2012

Tak teg saman - eitt viðmæli

 

“Tak teg saman!” er ein musical-lestur um at vera teenageri.  Ella sum tað verður sagt í tíðindaskrivinum: “um ta tsunamiuna av lorti, sum fer at raka teg beint í gronina, um tú ikki alvorliga tekur teg saman!”.
 
 
Orðið musical-lestur stendur ikki í tí stóru bókini um leiksjangrur, men tað er altso eitt bland av orðinum musical og fyrilestur. Ein musical er ein amerikanskur leiklistaformur, har dialogur miksast saman við sangi, dansi og øðrum roksi. Tað er ein pompøs og popput lættissoppa-sjangra, sum er løtt at skilja - og tí kunnu sjálvt teenagerar skilja hana. Ein fyrilestur er ein vísundalig framførsla við moralfilosfiskari áberslu.Teenagerar tíma ikki fyrilestrar, men tey hava brúk fyri teimum, líkasum tey hava brúk fyri at lesa Ben Hur og lurta eftir góðskujazzi.
 

 Tá man skal gera leiklist til ung er tað tí nokk so smart at blanda hesar báðar sjangrurnar – okkurt týdningarmikið ílætið sum bíligt undirhald – genialt.
 
 
Men “Tak teg saman!”, sum í hesum døgum verður framførdur á tjóðpallinum (les í Perluni), er tíbetur meira framkomin enn tað. Tí leikurin ger akkurát líka nógv gjøldur  burtur úr sín egna formi, sum hann ger burtur úr vónleysu teenagearunum og  teimum tilgjørdu vaksnu. Og enn betri: speisemið inniheldur eisini álvara og sjálvt um leikurin er stuttligur og teir tríggir leikararnir, Beinta Clothier, Kjartan Hansen og Bartal Augustinussen øll eru sterk komisk talent, so snýr leikurin seg faktisk um nakað so álvarsamt og kanska sjáldsamt sum moral.
 
 
Í besta “Gamla Testament”-stíli síggja vit, hvussu teenagearar, sum gera seg sekar í erpni, frossaríi, dølskni, grammleika, vreiði, greði og øvund verða revsaði av ráðandi valdi rættvísins. Sera undirhaldandi. Men eg haldi, at leikurin tekur evni, sum gramma materialismu og cheeseburgaraprostitusjón í álvara allíkavæl – men í álvara á ein stuttligan hátt. Eg haldi eisini, at tað er hetta spælið við kontrastum, sum er megin í leikinum. Kontrastirnar millim musicalin og fyrilesturin, millum moral og perversjón, millum álvara og ironi, millum vaksin og børn síggjast eisini aftur í leikgongdini – seinføri og skjótleiki – og í allari uppsetingini við kontrastum millum tað kompleksa og tað einfalda.
 
 
Og so haldi eg, at tað er fantastiskt, at tjóðpallurin ger leiklist til ung. Eg haldi, at tað er fantastisk at vit eiga so góðar sjónleikarar og eg gleði meg til at hoyra, hvat  teenagerar halda um leikurin.
 
 
Eg vil enda við enn eina ferð at sitera úr tíðindaskrivinum: “Sýningar verður 17. 18. 19. 20. 22. 23. 24. 25. 26. oktober kl. 19.30.  So Tak Teg Saman og kom oman í Perluna til sjónleik!”







Tuesday, October 16, 2012

«TAK TEG SAMAN!»


SJÓNLEIKUR í PERLUNI til teenagarar og vaksin



Myndir: Petur Háberg
 Premieran av tí leikinum, sum vegna herverkið á Tjóðpalli Føroya bleiv útsettur,  verður í  Perluni í Tórsgøtu nú týsdagin kl. 19:30

Leikurin eitur «Tak Teg Saman!» og er ein musical-lestur um ta tsunamiuna av lorti, sum fer at raka teg beint í gronina, um tú ikki alvorliga tekur teg saman!

Sjey deyðsyndigar søgur, sjey ræðuligar lagnur...

«Tak Teg Saman!» er ein teenage-leikur um moral. Útgangsstøði eru tær sjey deyðsyndirnar:

ERPNI
FROSSARÍ
DØLSKNI
GRAMMLEIKI
VREIÐI
GREÐI
ØVUND

Samstundis er leikurin ein útferð í teenagaraheilanum. 7 teenagarar - 7 syndarar

Við hvøssum dialogi og skemti eru leiklutirnir bæði rørandi og lættir at blíva góð/ur við.

Teenagarnir í «Tak Teg Saman!» flenna, saman við teirra lærarum og foreldrum, at sær sjálvum og hvørjum øðrum - serliga hvørjum øðrum;)

Alt hetta er blendað saman við vælmeintum, men skítbýttum moralprædikum frá teimum vaksnu.



«Tak Teg Saman!», sum bleiv skrivaður í Danmark í 2007, er blivin spældur fyri skjótt 30.000 áskoðarum á bæði donskum, svenskum, norskum, týskum, enskum og nú eisini á føroyskum.

Undir leiðslu av leikstjóranum Maria Kjærgaard-Sunesen, hava tey trý Beinta Clothier, Bartal Augustinussen og Kjartan Hansen, bóltra sær við venjingum og sangi og nú hava tit øll møguleikan at fáa eina fantastiska uppliving saman við teimum gott 30 leiklutunum, leikararnir deila millum sín.

So Tak Teg Saman og kom oman í Perluna til sjónleik nú týskvøldið!

Fylg við okkum á facebook.com/TakTegSaman

Allar sýningar: 16. 17. 18. 19. 20. 22. 23. 24. 25. 26. oktober kl. 19.30

Billettir eru at fáa á Kunningarstovuni í Havn og við dyrnar ein tíma undan sýning

Tjóðpallur Føroya

 

Monday, October 15, 2012

Free Pussy Riot fernisering - myndir og røða


 
 
Vælkomin til hesa samhugaframsýning, har vit varpa ljós á talu- og savningarfrælsið.

Hetta tiltakið snýr seg ikki um tríggjar kvinnur, sum eru dømdar til fongsul í Russlandi. Hetta snýr seg um tað globala stríðið fyri og ímóti rættinum til at hugsa og tosa frítt, og rættinum til demokratiska ávirkan.

Og tað er eitt stríð, sum er viðkomandi allastaðni. Tí er Amnesty Føroya deild sera fegin um samhugatiltakið, sum Inger Smærup Sørensen og Listinblog hava tikið stig til. Fleiri listafólk hava víst sín stuðul, og úrslitið eru hesar 25 fantastisku og litlíku Pussy Riot myndir, ið her eru savnaðar til eina samhugaframsýning. Myndirnar eru sendar sum talgildar stuðulsáheitanir til tær tríggjar kvinnurnar, sum í løtuni sita í varðhaldi fyri eina happening í katedralinum í Moskva ímóti tí autoriteru russisku stjórnini, og hendingin vísti seg at blíva sjálvprofetisk.

Tað eru enn einaferð listafólkini, sum ganga á odda, tá tað snýr seg um at seta orð og myndir á mannarættindastøðuna her heima og úti í heimi. Í fjør kom nýggj Amnestyfløga út, og tá vórðu 42 sangir smíðaðir til høvið. Tað er listin og listafólkini, sum duga og tora at seta spurnatekin við tað, sum er, og sum tora at flyta seg til nakað nýtt og ókent. Og júst hesar røddir eru ein avgerandi fortreyt fyri einum rættvísum og rúmligum samfelagi.

Russland

Hetta frælsi at siga sína hugsan og at savnast fyri at krevja síni rættindi eru sera skerd í Russalandi í dag. Sum aftursvar til stóru mótmælisgongurnar í vár, tá Vladimir Putin varð settur í embæti sum forseti, hevur Russland sett í verk eina røð av avmarkingum í mun til tali- og savningarfrælsi, og her er rættarmálið móti djørvu kvinnunum í Pussy Riot bert eitt av mongum dømum.

Altjóða trýstið í samband við rættarmálið móti teimum trimum kvinnunum gjørdi, at dómurin frá 18. august “einans” gjørdist 2 ár. Ikki minst við hjálp frá listafólkunum. Umframt altjóða sympati-erkleringar í hópatali fekk russiska stjórnin ein frammaná, tá ikon sum Madonna og Red Hot Chilli Peppers á live konsertum í Moskva góvu sín stuðul til kennar og heittu á Putin um at leysgeva hesar kvinnurnar, sum eisini hava børn. Uttan hetta trýst var møguleiki fyri, at tær kundu fáa upp í 7 ára fongsul. Í fyrradagin, tá kærdi dómurin varð tikin upp aftur, varð ein av kvinnunum, Ekterina, leyslatin, meðan dómurin á 2 ár í arbeiðslegu var staðfestur fyri hinar báðar, Nadezhda og Maria.

Amnesty International metir dómin vera politiskt grundaðan og krevur, at allar tríggjar kvinnurnar verða leyslatnar alt fyri eitt. Eingin skal setast handan rimar fyri at siga sína hugsan, og tí fer Amnesty at halda fram við at arbeiða fyri, at Nadezhda og Maria eisini verða leyslatnar.

Miðeystur og Norðurafrika

Í samband við hesa framsýning hava vit ein krók, har vit savna inn myndir, sum vit fara at senda til Miðeystur og Norðurafrika.

Í fleiri av londunum í hesum partinum av heiminum er tað ólógligt at finnast at sitandi myndugleikum. Tað er t.d. revsivert at finnast at konginum í Bahrain, og tað er ólógligt at savnast fleiri enn 5 fólk á einum staði. Tað merkir, at hetta tiltakið hevði verið ólógligt, og at vit beint nú kundu vænta okkum eina harðliga politi-razzia. Í fleiri londum, t.d. Iran og Pakistan, eru blasfemiparagraffir, sum føra til deyðarevsing. Í Egyptalandi er tað ólógligt at finnast at herðinum, og fjølmiðlafólk, sum finnast at forsetanum, verða rættarforfylgd. Og vit kenna øll til syrgiligu søguna um stýrið í Sýria, hvørs brot eru so grov, at vit hava grund at óttast at talan er um brot móti mannaættini.

Myndirnar, sum vit savna inn, verða allar savnaðar á eini plakatir, sum vit fara at senda saman við mótmælisskrivi til viðkomandi myndugleikar í Miðeystri og Norðurafrika. Og so senda vit eisini plakatina við tykkara andlitum sum stuðulsheilsan til ymiskar aktivistar í økinum. Dømi um aktivitsar kunnu nevnast Azza Suleiman úr Egyptalandi, sum var millum bukaðu  kvinnurnar á Tahrir-torginum í desember 2011, og sum fekk kraniubrot av sløgunum frá hermonnum. Og so er tað Nabeel Rajab, sum er leiðari fyri Center for Human Rights í Bahrain, og sum hevur fingið 3 ára fongsulsrevsing fyri at skipa fyri friðarligum mótmælis- gongum.

Tað eru longu eini 120 føroyingar, sum hava tikið mynd, og vit biðja eisini tykkum nýta høvi at  rópa upp fyri talu- og savningar-frælsinum í  Miðeysturi og Norðurafrika.

Góða framsýning og ein serlig tøkk til Inger Smærup Sørensen og føroysku listafólkini, sum við hesi framsýning traðka út um føroysku bøgarðarnar og vísa sín altjóða samhuga.

Katrin á Neystabø, virkandi aðalskrivari
Amnesty International Føroya deild
















Hans Pauli fingið stóra uppgávu í Helsingør




Myndahøggarin Hans Pauli Olsen hevur fingið eina áhugaverda og stóra uppgávu í Helsingør í Danmark, har hann fer at gera eitt stórt monument við 4 monnum til minnis um skipasmiðjuna, ið har lá. Har er nú eitt mentanarhús, men ein partur av hesum er gjørdur til museum fyri skipasmiðjuna. Monumentið skal standa vi∂ portri∂ har mennirnir gingu inn tá teir fóru til arbei∂ist. Nýggja, stóra verkið hjá Hans Paula Olsen skal eftir ætlan standa klárt um hálvt annað ár. Vit ynskja Hans Paula hjartaliga til lukku við stóru uppgávuni.

Myndin er úr filminum hjá Katrini Ottarsdóttir um listamannin: Eingin kann gera tað perfekta

Sunday, October 14, 2012

Fernisering - Free pussy riot samhugaframsýning



Fríggjakvøldið 12.oktober læt upp samhugaframsýning við russiska feministabólkin Pussy Riot í hølunum hjá Amnesty International Føroyadeild í Stephansons húsi á Kongabrúnni í Havn. Hetta er ein framsýning við stuðulsjáttanum frá føroyskum listafólkum. Luttakandi listafólkini eru: Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, Andrea Heindriksdóttir, Annika Arge Gregoriussen, Bárður Dal Christiansen, Bárður Oskarsson, Brandur Patursson, Carl Jóhan Jensen, Det Ferösche Compagnie, Elin Brimheim Heinesen, Elin Josefina Smith, Fríða Matras Brekku, Froðbiar Sóknar Blues Orkestur, Gudmund Helmsdal Nielsen, Hansina Iversen, Herdis Jakobsen, Ingi Sørensen, Jóhan Martin Christiansen, Jón Sonni Jensen, Knút Háberg Eysturstein, Leivur Thomsen, MC-Hár, Rakel Helmsdal, Tróndur Patursson, Tummas Jákup Thomsen, Gwenaël Akira Helmsdal Carré og Sakaris Fríði Stórá. Framsýningin er opin allar gerandisdagar frá kl. 10-15 fram til 26. oktober 2012. Her eru myndir frá ferniseringini.























Saturday, October 13, 2012

Tað er í dag...


Í dag letur framsýningin hjá Hanna Bjartalíð upp í Listasavni Føroya. Tað er klokkan tvey, klokkan trý verður artist-talk millum listasavnsleiðara, Nils Ohrt og Hanna Bjartalíð. 


Friday, October 12, 2012

Daprar skuggamyndir í Smiðjuni



Hetta er fyrsta framsýning hjá Katrin M. Einarsson, sum eg havi sæð, men sum eg havi skilt tað, hevur hon framsýnt áður. Hon er útbúgvin innan myndprýðing og fleiri av myndunum á framsýningini eru partar av skúlaverkætlanum. 

Verkini á framsýningini í Smiðjuni í Lítluvík, sum læt upp í dag, eru sum heild heilt ómetaliga ymisk í stíli og í dygd. Summar myndir tykjast heldur bundnar og lyfta seg ikki ein metur yvir at vera hugnaligt áhugaítriv, men yvir fleiri av verkunum á framsýningini er rættiligt og frítt listarligt flog. Serliga uppi á loftinum bíðar ein uppliving hjá teimum, ið leita sær higar. Her eru skuggamyndir av ávikavíst eini klippmynd av einum træi og av smáum hangandi figurum. Bæði verkini eru eitt sindur mystisk og døpur, og eg haldi, at tað kanska serliga er í tí dapra, Katrin dugir okkurt serligt, men plakatirnar, og serliga tann gula, eru somuleiðis frískar og vakrar.

Øll hennara verk eru narrativ á onkran hátt, Katrin sigur søgur við øllum sínum myndum. Søgurnar finnur hon í dreymum, ævintýrum, men hon er eisini serstakliga áhugað í tí yvirnatúrliga, í søgnum um tey fornisku. Eg seti nakrar myndir inn her, men viðmæli listaáhugaðum at vitja framsýningina, sum hevur opið hesar tíðir: 

Tórs. 11. okt: 14.00-19.00
Fríg. 12. okt: 14.00-19.00
Leyg. 13. okt: 11.00-17.00 
Sunn. 14. okt: 13.00-16.00
Mána. 15. okt: 14.00-19.00
Týsd. 16. okt: 14.00-19.00
Onsd. 17. okt: 14.00-18.00

Ein grøn kiska


 Listakvinnan prátar við ein framsýningargest


Hendan myndin lýsir ein forniskan niðagrís


Spakuliga dandandi figurar í leysari luft


Skuggatræ


Poetiskur skuggadansur


(KP)



Hanni Bjartalíð - Homo Ludens í Listasavninum


Har er ein øgilig rokan og garteran í Listasavninum í løtuni. Tríggir menn arbeiða so hugaliga við at lempa sand og sukur og mála stabbar, smíða og gera við, so at framsýningin hjá Hanna Bjartalíð verður klár til upplatingina leygardagin 13.oktober klokkan tvey. Klokkan trý sama dag verður samrøða millum listamannin og leiðara Listasavnsins, Nils Ohrt. Sjálvt um menninir í skrivandi stund ikki eru lidnir at seta verkini upp, er longu greitt og ivaleyst, at talan er um eina serstaka og øðrvísi framsýning av heilt serligari karat við figurum og objektum, sum umboða nakað spildurnýtt í føroyskari myndlist.

Hanni byrjaði meira traditionelt við tekningum og málningum, og hann fæst enn við tveydimensionella myndlist, men í hesi framsýningini verður fokuserað uppá træstandmyndirnar, sum ofta eru gjørdar av kasseraðum træpettum, møblum og ymsum readymade lutum, spælikubbum og skeribrettum, sum Hanni fær fatur á í ymiskum loppumarknaðum og aðra staðni. Endurnýtsla er umráðandi í listini hjá Hanna Bjartalíð, hvat hann enn tekst við, um tað er collage, máling ella húsastandmyndir, og alt tilfar verður brúkt, eisini pappírs- og trærestir. Hanni Bjartalíð hevur arbeitt við teimum sermerktu træobjektunum í eini fimm-seks ár. Við hesum verkunum hevur Hanni Bjartalíð nátt eitt fyribils hæddarpunkt í síni støðugu listarligu leitan, ið av álvara staðfestir, at Hanni Bjartalíð er ein av týdningarmiklastu nýskaparum innan føroyska samtíðarlist.

Í føroyskari standmyndalist eru húsastandmyndirnar í grundini eitt nýbrot, ið fullkomiliga brýtur frá føroyskari standmyndahevd. Við íblástri frá eitt nú barndómsminnum tykjast hesir vøkru, partvíst málaðu standmyndirnar úr organiskum træi merktar av einum at kalla eymligum nærlagni í mátanum, tær eru settar saman. Tær minna um hytturnar, sum vit bygdu í barndóminum, men eru samstundis ómetaliga gátuførar í teirra ófunktionellu kvirru. Listamaðurin hevur í mong ár búð í Finnlandi, men hann er Klaksvíkingur, uppvaksin í sjálvum fiskivinnuhøvuðsstaði føroyinga, haðani fleiri av okkara góðu listafólkum eru. Honum dámdi væl at vera við sjógvin sum barn m.a. orsakað av øllum teimum spennandi rekalutunum, ið allir róku upp á land við hvør sínari áhugaverdu søgu, sum tú kundi ímynda tær og spæla tær við í huganum. Og tað hevur okkurt barnsligt spælandi yvir sær,  hetta, sum Hanni Bjartalíð tekur upp, men á einum øðrum, listarligum støði. Allar húsastandmyndirnar hava sín serliga samleika, summar tykjast eksotiskar við nógvum bjørtum litum, meðan onkrar tykjast meira asketiskar og afturlatnar. Onkrar eru eins og standmyndir, formliga áhugaverdar, men onkur onnur er narrativar, ímyndandi okkurt ávíst, ein kiosk ella ein grill til dømis. Figurarnir minna eitt sindur um teir, sum tann lítli listamaðurin, Emil úr Lönneberg telgir teir mongu tímarnar, tá hann goymir seg fyri sínum øra pápa. Allir figurarnir hava hvør sína persónligheit, hvør sína søgu, sum vit áskoðarar kunnu gera lidna í okkara egna huga.

Í sambandi við framsýningina gevur Listasavn Føroya út bókling við myndum av verkunum hjá Hanna Bjartalíð, umframt tveimum tekstum, sum undirritaða og Nils Ohrt hava skrivað. Mín grein snýr seg um nøkur útvald verk hjá Hanna, meðan Nils Ohrt plaserar verkini hjá Hanna í mun til listarlig og arkitektonisk rák í Føroyum og úti í heimi. Nils Ohrt skrivar m.a: "..Húsini hjá Bjartalíð eru livandi og fjálg – og óhugnalig – og siga eina søgu, men formurin sjálvur er eisini áhugaverdur. Formurin kemur týðiligast til sjóndar í húsunum, sum eru einlitt og rúma lítið, ið kennist aftur. Av tí at húsini eru so abstrakt, trína tey fram sum reinar rúmligar samansetingar og minna ikki sørt um nonfigurativar standmyndir. Sama er galdandi fyri tey húsini, sum eru meira „hús“. Her skal munur gerast millum tvey sløg av húsum hjá Bjartalíð, nevniliga tey einlittu úr ómálaðum viði, har innbúgvið stundum er málað við einum sterkum liti, soleiðis at talan er um javnvág millum „standmynd“ og „hús“. Og so eru tað tey heldur frásøgukendu og larmandi húsini við sterkum kontrastlitum, ymiskum træsløgum og yvirflatum, blonkum og óblonkum, og við frásigandi lutum sum innbúgv og kanska enntá skelti. Tey eru meira „hús“ enn „standmynd“. Líka mikið um formurin er frásøgukendur ella ikki, er hann altíð ein roynd við tilfarsávirkan. Talan er um tey ráu úr ómálaðum viði, har vit næstan kunnu merkja flísarnar í fingrunum, men eisini ein hill úr køliskápi kann verða til eina kanning av tí tilfarsliga, tá ið tann lakkaði flatin skapar eina nýggja visuella og taktila heild við teimum málaðu og burturskornu pørtunum..". 

Eg skrivi m.a. um eina húsastandmynd, sum eitur "Grillin": "Grillin" er heitið á eini fantastiskari hvítari húsastandmynd frá 2007-08. Við reyðari tekju og vindeygakarmi er hon í grundini ikki ólík eini veruligari grill ella eini kiosk, sum ein tílík kundi tikið seg út onkrastaðni í kjallaranum í onkrum sethúsum fyrr í tíðini, áðrenn tær sløttu og professionellu bensinstøðirnar yvirtóku alt tílíkt virksemi. Tá í tíðini kundi tað í roynd og veru kennast beinleiðis smart at standa og hanga við eina tílíka grill, hvíla albogan á heimagjørdu træplátuna, sum fungeraði sum diskur, meðan tú frá damuni í vindeygalúkuni bílegði eina várrullu og eina Hawaii Dream…". Báðir tekstirnir kunnu lesast í kataloginum, sum verður givið út í sambandi við ferniseringina.

Fleiri av verkunum á framsýningini eru sett upp í rúminum á ein hátt, sum minnir um rúmligar installatiónir, t.d. tey bæði verkini, sum eru sett á eitt landslag av sukri. Hesi verkini verða bæði sett upp í einum rúmi fyri seg sjálvi aftast í framsýningarsalinum, har sum Grafiski Verkstaðurin var. Har myrkaleggja tey rúmið í løtuni og eftir ætlan verða verkini upplýst, og fara at standa og glitra í snjóhvíta, dreymakenda sukurlandslagnum í Listasavni Føroya.







(KP)