Saturday, June 7, 2014

ALTERNATIVT MENTANARHÚS Í KOMMUNUSKÚLANUM

Øll listafólk og listaáhugaði verða biðin um at stuðla hesari royndar verkætlanini, við at at skriva sítt navn inn á hesa leinkjuna.

Øll listafólk og listaáhugaði verða biðin um at stuðla hesari royndar verkætlanini, við at at skriva sítt navn inn á hesa leinkjuna.

    1. Soley Danielsen
    2.  
    3. Petition by
      London, United Kingdom

VISJÓN
Visjónin er fáa eitt skapandi og livandi umhvørvi í kommunuskúlanum, har hurðin er opin hvønn dag, og har allar listagreinar eru vælkomnar.
Møguleiki skal verða til at leiga sær venjingarrúm/arbeiðsrúm fyri ein bíligan prís, og at kunna nýta tey størru rúmini til konsertir, sjónleikir, gallarí, framsýningar, skeið og alt sum hugflogið kann fevna um.
Øll skulu kunna bíleggja sær tíð og dato í hesum hølum, til sítt listarliga virksemi, og á tann hátt ríka um mentanarlívið í Føroyum.

VENJINGAR/ARBEIÐSRÚM
Ætlanin er at kommunuskúlin verður býttur upp soleiðis, at; tónleikavirksemi, sjónleikavirksemi, myndlistavirksemi, filmsvirksemi, dansivirksemi, rithøvundar, sniðgevar og annað listarligt virksemi fær pláss eftir tørvi og eftirspurningi.
Eitt dømi er, at tónleikur fær nøkur rúm, sjónleikurin fær nøkur rúm, myndlist fær nøkur rúm o.s.fr. Á tann hátt kunnu tey, ið arbeiða har, dagliga vera í samband við hvønn annan uttan at órógva.
Ein lykil verður givin til klassastovuna, ið tú leigar, og ein til høvuðshurðina, soleiðs at um ein ynskir at arbeiða uttanfyri skrivstovutíð, er hetta eingin trupulleiki.

FRAMFØRSLUR/LISTAFRAMSÝNINGAR
Eitt dømi er, at gamla sangstovan á ovastu hædd verður nýtt til sjónleik og smærri sýningar, og stóra aulan verður nýtt til tónleik og aðrar listarligar framsýningar.

KOSTNAÐUR
Kostnaðurin er fyribils 500 kr um mánaðan fyri eina klassastovu: El/hiti og reingerð er við í prísinum.
Fyribils er ætlanin eisini, at listafólkini ið sýna fram, sjálvi avgera um tað skal verða frí atgongd, ella um tað skal kosta at koma inn.  
Allur peningurin fer óskerdur til tey útinnandi listafólkini, men tey hava sjálvi ábyrgd av at hava fólk til at selja atgongumerki og at lýsa tiltakið.

TÓRSHAVNAR KOMMUNA
Hettar er ein royndar verkætlan í samstarvi við Tórshavnar kommunu. Kommunuskúlin hevur í eina tíð staðið tómur, og verður ikki nýttur til skúlagongd. Sum nú er, hevur Tórshavnar kommuna ikki gjørt av hvat bygningurin skal brúkast til, ella um/nær hann skal rívast niður (um eg havi skilt tað rætt). Tískil er tað ikki víst hvussu leingi bygningurin kann brúkast sum mentanarhús. Hóast hetta ikki er ein varandi loysn, gevur hetta listafólki eitt høvi at dokumentera alt virksemið, sum kemur burturúr einum tílíkum húsi, og hvussu tað kann ríka um mentanarlívið.
Kommunuskúlin er í ringum standi, tað er eisini staðfest at har er blámusoppur í húsinum. Í fyrstu syftu verður farið inn í húsið við egnari ábyrgd. Men tryggingar, og heilsueftirlit, mugu sjálvsagt eisini fáast í lag, sum best til ber.

ENDALIG AVGERÐ FRÁ MENTANARNEVNDINI
Tórshavnar kommuna vil fegin hava umsóknina so fullfíggjaða sum gjørligt, áðrenn hon fer til mentanarnevndina til eina endaliga avgerð.
Tað sum manglar, er at staðfesta, at tørvur er á einum húsi, ið kann bjóða høli til at venja og at skapa, og høli at framføra/sýna fram sína listagrein.
Øll listafólk og listaáhugaði verða biðin um at stuðla hesari royndar verkætlanini, við at at skriva sítt navn inn á hesa leinkjuna:

Vinarliga
Sóley Danielsen, stigtakari.









http://www.change.org/petitions/alternativt-mentanarh%C3%BAs-%C3%AD-kommunusk%C3%BAlanum-%C3%B8ll-listaf%C3%B3lk-og-lista%C3%A1huga%C3%B0i-ver%C3%B0a-bi%C3%B0in-um-at-stu%C3%B0la-hesari-royndar-verk%C3%A6tlanini-vi%C3%B0-at-at-skriva-s%C3%ADtt-navn-inn-%C3%A1-hesa-leinkjuna?share_id=vyjQFDEBIw&utm_campaign=share&utm_medium=facebook&utm_source=share_petition

Summarframsýningin er opin

Í gjár læt summarframsýningin í Norðurlandahúsinum upp. 
Her er brot úr stuttari hugleiðing, sum Ósbjørn Jacobsen hevði í gjár í sambandi við upplatingina:

Sjálvur eri eg arkitektur og ikki listamaður, so tað er útgangsstøðið fyri míni ugleiðing um nýtsluna av glasi í list í mun til í byggilist. So vítt vit vita, so hevur glas sum tilfar eina 5.- 6.000 ára gamla søgu. Fyrstu mongu túsund árini mest nýtt í list og brúks-list av ymiskum slag. Seinastu 100 árini er ein sonn kollvelting farin fram hvat viðvíkur framleiðslu og tøkniligari menning av glasi, sum hevur havt við sær at hetta tilfar hevur havt eina ófatiliga ávirkan og hevur verið eitt fundament undir nútíðar menningini innan byggilist. Menniskja hevur gjøgnum allar tíðir hámett náttúruna – og samstundis hava vit havt stóran tørv á at hava eina ávísa stýring á henni. Um okkara leiðir hava vit havt stóran tørv á einum ávísum tamarhaldi, bert fyri at yvirliva, tá hugsi eg um fysisk tiltøk, sum á ein ella annan hátt verja okkum í eini náttúru við umskiftandi veðurlagi. Sjálvt um eitt samfelag í harmoni við náttúruna hevur verið ein treyt fyri at yvirliva, so hava vit um somu tíð verið noydd at skapa ein egnaðan bústað í tí umhvørvi vit nú einaferð hava verið partur av. Hyggja vit aftureftir, so hevur ein sovorðin bústaður kanska verið eitt helli, ella onnur primitiv tiltøk. Eitt helli, sum vardi teg móti veðrið og øðrum náttúrugivnum vandum. Um somu leið misti tú ljósið og visuella sambandi við náttúru og landslag. Hetta broytti GLASIÐ! Úr stólinum hjá einum arkitekti, so hevur GLAS tí havt ein ómetaliga stóran týdning fyri møguleikan hjá okkum menniskjum at nærkast náttúruni í egnum bústaði og hetta hava arkitektar viðgjørt og skrivað eitt ótal av bókum um – tað taka vit eina aðru ferð. Í LIST so væl sum í BYGGILIST – er trupult at tosa um glas uttan samstundis at koma inn á ljósið. Eftir mínum tykki er ein av hornasteinunum undir góðari byggilist næstan altíð LJÓS. Hyggi bara rundanum tykkum her í húsinum, hvussu hevði hetta hús tikið seg út uttan GLAS og tí LJÓS? Hesin immatrielli viðspælari hevur avgerandi týdning í skapanini av rúmið og taktilari nærveru! At enda kundi eg hugsa mær at nevnt, at eitt sum eyðkennir góða list fyri meg – er list sum letur eitt rúm upp millum listina og eygleiðaran. Nógv list hevur lyndi til at skapa eitt absolut útrykk, har verkið skal upplivast í kontrolleraðum og væl skipaðum umhvørvið. Her haldi eg at glaslist letur upp fyri eini heilt aðrari dimensión – glaslist er ikki absolutt. Eg haldi at góð glaslist leggur seg eftir at skapa rúm fyri einum dialogi millum verk, ljós og okkum menniskju – og kanska við rørslu sum einum 4. aktøri. Við hesum vil eg ynskja Norðurlandahúsinum og øllum sum hava verið við til at fyrireika framsýningina og øllum listafólkunum til lukku við framsýningini. HERVIÐ ER SUMMARFRAMSÝNINGIN 2014 – GLAS – OPIN!



Pipaluk Lake

Tróndur Patursson, Brandur Patursson og Sif Gunnarsdóttir

Ósbjørn Jacobsen



Yes or No

Tróndur Patursson

Smakka

Outi Turpeinen

Brynhildur Thorgeirsdottir 


 Brandur Patursson


Anna Viktoria Norberg

Tróndur Patursson

Outi Turpeinen

Kristiina Uslar

Tróndur Patursson

Brynhildur Thórgeirsdóttir

 Brandur Patursson

Kristiina Uslar


Friday, June 6, 2014

Mentanarnáttin byrjar á middegi



Longu á middegi byrjar stóra glasframsýningin í Norðurlandahúsinum og klokkan fýra heldur Gunnar Hoydal røðu í Listasavninum í sambandi við, at Várframsýningin letur upp við verkum hjá: Arnold Vegghamar, Zacharias Heinesen, Tummas Jákup Thomsen, Silja Strøm, Jóhan Martin Christiansen, Brandur Patursson, Eyðun av Reyni, Pernille Falch Heinesen, Vígdis Petersen, Thomas Koba, Randi Samsonsen og Jan Nystrøm. Í Tryggingini á Kongabrúnni er Feskt 2014 á skránni, har Jóhan Martin Christiansen, Jón Sonni Jensen, Heidi Andreasen og Heiðrik á Heygum sýna fram.Í Steinprenti er framsýningin Myrkamyndir við myndum hjá Bárði Oskarsson, Mariusi Olsen, Tóroddi Poulsen, Claus Carstensen og Svend-Allan Sørensen opin allan dagin. Men harumframt er so ótrúliga nógv annað at uppliva, eitt nú er mótasýning við føroyskum klæðum hjá Marjun Heima og á sjúkrahúsinum og í Kringvarpinum ber til at uppliva ymiskt. Skráin er her:











Thursday, June 5, 2014

Enekk framføra løg av útgávuni Ver sterk mín sál - Januskvøld í Sirkus




Í ár eru 100 ár síðani, fyrsta yrkingasavnið kom út á føroyskum. Tað var "Yrkingar" eftir J. H. O. Djurhuus, vanliga róptur Janus Djurhuus. Hóskvøldið 12. juni kl 20 verður Januskvøld í Sirkus við Hanusi Kamban og Enekk.

Hanus Kamban hugleiðir um Janus og Yrkingarnar. Hanus skrivaði J.H.O. Djurhuus – ein bókmentalig ævisøga I-III, 1994-97.

Enekk framføra løg av útgávuni, Ver sterk mín sál, sum teir góvu út fyri júst 20 árum síðani, í 1994. Tað verður við upprunaligu manningini frá útgávuni, ið eru Kári Sverrisson, Agnar Lamhauge, Óli Olsen og Justin Philbrow. Henda útgávan eru løg til yrkingar úr savninum “Yrkingar” eftir Janus Djurhuus.

J. H. O. Djurhuus, av Wikipedia:
Jens Hendrik Oliver Djurhuus, vanliga róptur Janus, var fyrsta føroyska samtíðarskaldið. Hann livdi frá 26. februar 1881 til 1. september 1948. Navnframi Hans Andrias Djurhuus var yngri bróðir Janusar og eisini yrkjari. Saman ganga Hans Andrias Djurhuus og Janus Djurhuus undir heitinum Áarstovubrøðurnir.

Setur.fo skrivar um yrkingasavnið “Yrkingar”:
Yrkingar var fyrsta bók, sum Hitt Føroyska Studentafelagið gav út. Inngangsyrkingin, "Ver sterk mín sál", slær tann stríða, mótrisna tónan, sum gongur gjøgnum hesa bókina, ið ger markaskjal í føroyskum skaldskapi. Føroysk ungmannafeløg við Sólarmagni á odda stuðlaðu útgávuni. Yrkingarnar hava havt ovurstóran týdning. Tær bera dám av nýromantiskari einstaklingastevnu, av evropiskum skaldskapi eins væl og føroyskari og norrønari siðvenju.

Mynd, frá vinstru: Hanus Kamban, Enekk, Janus Djurhuus.

Wednesday, June 4, 2014

FESKT 2014















(KP)

Sofus Olsen 100 ár



Hátíðarhald á Listasavninum á Sandi Hvítusunnudag 8. juni.
Í sambandi við at Sofus Olsen í desember hevði verið 100 ár, verður skipað fyri stórum listardegi og hátíðarhaldi á Listasavninum á Sandi. 

Skrá
14.30 Súsan Í Jákupsstovu bjóðar vælkomin.
- Gunnar Hoydal greiðir frá um Sofus og javnaldrar hansara.
- Ólavur Jakobsen spælir solo gittar.

15.15 Steðgur.

15.30 Niels Uni Dam lesur úr endurminningum Sofusar.
- Angelika Nielsen spælir violin.
- Sunleif Rasmussen - "Nýggja Symfoniin" Sunleif Rasmussen greiðir frá og spælir brot.
16.45 Gongutúrur á bókasavnið. Michael Olsen greiðir frá á vegnum.
- Framsýningin Relikvium hjá Edward Fuglø letur upp.
- Karin Kjølbro setir framsýningina.
- Ólavur Jakobsen spælir solo gittar.
17.50 Løtt máltíð frá Lauru
18.30 Filmarnir um Sofus verða vístir á Listasavninum.

Bátur fer av Gomlurætt kl.13.15. Bussur er úr Skopun 13.45 og til Skopunar 18.30 og 20.15.

Atgongumerkið kostar kr. 250. íroknað er ábit í steðginum og lætta máltíðin.

Plássið á Listasavninum er avmarkað; tí ber til at tryggja sær atgongumerki á tlf. 211924.

Tuesday, June 3, 2014

Svend-Allan Sørensen í norska sjónvarpinum




http://tv.nrk.no/serie/dagsrevyen/nnfa19052714/27-05-2014#t=25m52s















(KP)

Myrkamyndir


Mentanarnátt í Steinprenti

Mentanarnáttina letur upp ein nýggj framsýning í Steinprenti við myndum hjá trimum føroyskum og tveimum donskum listamonnum, sum hevur fingið heitð Myrkamyndir. Talan er um tann júst heiðraða listamannin Svend-Allan Sørensen, sum fekk stóru grafikkheiðurslønina frá Sonju drottning í Noregi. Svend-Allan Sørensen hevur tilsamans gjørt eini áttati prent í Steinprenti í verkstaðnum, sum hevur stóran týdning fyri hann bæði listarliga og persónliga. Í hansara verkum sæst tungur patos og sveimandi skemt, ið eru sett saman við einum skálkabrosi og poetiskum innliti. Hetta er ein myndlistamaður, sum heldur nógv av skrivaða orðinum og sum brúkar tað á inspirerandi hátt í nógvum av sínum myndum. Skrivaða orðið var tað, sum Claus Carstensen byrjaði við í síni tíð, men nógv sambinda hann við myndlistina, har hann hevur verið sera sjónligur og har hevur gjørt greidligan mun bæði sum listamaður og sum professari  hjá einum heilum ættarliði av yngri donskum listafólkum. Men í grundini er hann eisini framúrskarandi yrkjari og greina- og ritroyndarhøvundur og tí er hann júst hin rætti til at myndprýða bøkurnar hjá Søren Ulrik Thomsen, sum Steinprent gav út fyri kortum. Hansara dapru myndir eru hongdar á ein svartan vegg eins og ein stór kompositión – gev tær tíð at granska tær einstøku myndirnar, sum eru bygdar upp av eini ørgrynnu av staklutum, figurativum og abstraktum. Gevur tú tær tíð at hyggja, daga myndevnini spakuliga undan úr myrkrinum, ein óhugnalig maska, ein andlitsmynd, ein sjefarahundur og skuggar av blondum og ymsum mynstrum. Eingin megnar sum Marius Olsen skapa spenning í myrkrinum og at skapa spennandi myndir burtur úr elasmáum ljósglottum, men tað er ikki náttúruromantisku sólarglottarnir, sum hava hansara størsta áhuga. Nei, tað eru tendraraflammur ella menniskjagjørdar ravmagnsperur og teirra skuggar og speglingar gjøgnum rútin út í náttina. Tóroddur Poulsen kann eisini vera  svart skemtingarsamur, t.d. tá hann lýsir súkklistar, sum við ferð seta hol á eiturfonið, ið umgirðir føroyalistina. Hansara spannir eru um somu tíð líka gátuførar og banalar sum hansara súkklistar. Tær kunnu vera hvat sum helst, praktisk gerandisamboð ella myndamál við dýpd og rúmd, tær kunnu vera tómar, men tær eru javnan á tremur í listarligum íblástri. Myndamálið hjá Bárði Oskarsson er um somu tíð eymligt og kolasvart. Hansara verur eru ússaligar og snildar, avskeplaðar og vakrar og so eru tær eisini nokkso stuttligar - Komið bara og hyggið í Steinprenti, har opið er alla mentanarnáttina. Steinprent letur upp fríggjadagin sum vant klokkan 9.00, men letur ikki aftur fyrrr enn klokkan 22.


(KP)

Lív í Reinsaríið



Hósdagin 5. juni skipa Mentón og onnur tónleikaáhugað fyri einum 
ALMENNUM TILTAKI í Perluni frá kl. 17.00 til 20.00.

Vit seta spurningin:
Hvussu skapa vit best møguliga umhvørvið í komandi spælistaðnum “Reinsarínum”?

Á tiltakinum verður tónleikur á skránni - sjálvandi - umframt fyrilestur og pallborðsfundur.

Jakob Kwederis, sum er leiðari fyri fleiri kend spælistøð í Keypmannahavn, fer at halda fyrilestur.

Orðstýrari á pallborðsfundinum verður Bogi Godtfred, og pallborðsluttakararnir verða Helena Dam á Neystabø frá Býráðnum, Jón Tyril, sum umboðar Grót og G! og Ólavur Larsen, sum umboðar Mentanarhúsið í Fuglafirði.

Fyri tónleikinum standa Marius Ziska, Waagsteins Cellokvintett og Punjab.

Vit vóna, at vit síggja sin fullan sal av fólki, og vóna sjálvandi eisini, at ein íblásandi framtíðarvisjón fyri Reinsaríið kemur burturúr.

Monday, June 2, 2014

Lýsing eftir lærarum til Føroya Listaháskúla

listaháskúlin_mynd.jpg vises


8. juni er freistin at søkja fyri at kunna vera við til heystskránna hjá nýstovnaðar Listaháskúlanum.

Fyri góðum ári síðani varð fyrsta stigið tikið til at seta á stovn føroyskan listaskúla. 30. mars í ár varð skúlin stovnsettur og fyrsta stýrið valt. Endamálið er undirvísing á høgum støði í skapandi lærugreinum, bæði ástøðiliga og ítøkiliga (teori og praksis). Tað eru føroysk listafólk, sum hava tikið stig at stovna Føroya Listaháskúla, sum ber enska heiti The Faroese Academy of Arts. Skúlin er staðsettur á Føroya Fólkaháskúla, men virkar um alt landið.

Tíðin er nú komin at knýta góðar lærarar at skúlanum og leggja fyrstu heystskránna til rættis. Ynski er at fáa ein breiðan hóp av undirvísarum, sum umboða ymisk øki innan listagreinar sum máling, grafikk, design, skriving, arkitektur, sjónleik, keramik, træskurð o.a.

Av tí at skúlin er skaptur av listafólkunum sjálvum, eru tað eisini hesi, sum koma at mynda skúlan. Í fyrsta umfari er talan um næmingafíggjaði skeið, sum einstaki lærarin sjálvur skipar innan karmarnar av Føroya Listaháskúla.

Fyri at kunna veita so holla undirvísing sum gjørligt, verður dentur lagdur á eitt høgt fakligt støði. Tískil skulla undirvísarar á listaskúlanum lúka ávísar treytir um útbúgving og/ella royndir. Á Facebook-síðuni hjá Føroya Listaháskúla kunnu tit m.a. lesa hvørjar treytirnar eru.

Freistin at søkja til heystskránna er sett til 8. juni 2014.
Áhugaði verða biðin at senda umsóknir við prógvum og viðmælum til listahaskuli@gmail.com, her ber eisini at senda allar viðkomandi spurningar.

Summarheilsa

Fríggjadagin klokkan 12 letur summarframsýningin í Norðurlandahúsinum upp, og øll eru vælkomin til spennandi glaslistaupplivingar, jazztónar frá bólkinum “Yes or No” og brellbitar frá nýggju kafé’ini Smakka.

Men alt summarið ber til at vitja framsýningina, og tað ber eisini til at gleða onkran við einari summarheilsu við hesum ókeypis postkortunum.








Sunday, June 1, 2014

Eitt gott keyp


Listasavn Føroya hevur keypt fína málningin hjá Steffani Danielsen, Morgun á Trappuni í Nólsoy við stuðli frá Augustinusfonden, Ny Carlsbergfondet og Eik Banka. Vit kenna ikki prísin, sjálvandi, men halda, at óansæð hvat og hvussu, er hetta eitt gott keyp. Myndin lýsir ein part av einum bygdarlagi í Nólsoy. Í forgrundini  høgrumegin síggja vit inn í eini hús við reyðstríputum gardinum, har tey gera klárt til morgundrekka. Í myndini er næstan helvtin av myndarúminum fylt upp av svarta húsaskjøldrinum í forgrundini. Ein so dominerandi svartur formur fremst átti at fingið allan myndabygnaðin at koppa. Harumframt er myndarúmið ógvuliga fylt við øllum, sum sæst aftan fyri húsaskjøldurin, eins og sjálv skeringin av myndevninum tykist sera víðgongd. Kortinini hevur Steffan Danielsen megnað at fáa myndina heilskapaða og samanhangandi, og hetta kemst av einari framúr góðari kenslu fyri myndgerð og fyri kompositión, har listamaðurin fær litir og skap at samsvara og javnviga. Svarta skapið í forgrundini verður endurtikið aftan fyri í svørtu tekjuni í miðgrundini og í skuggapartinum av oynni í bakgrundini sum javnfjarir formar, ið tilsamans mynda eitt viftuskap inn í myndina. Dekorativa mynsturkenda árinið, sum stendst av teimum kláru, vøkru litunum og tí einfaldaða myndamálinum, verður undirstrikað av tí fjølbroyttu yvirflatuviðgerðini, sum m.a. kemst av, at málarin hevur brúkt ymisk sløg av máling til tær ymsu flaturnar. Hetta er ein mynd, tú kanst hyggja at leingi, partar av henni eru øðrvísi, at kalla abstrakt málaðir, t.d. niðarlaga vinstrumegin, har vit síggja niður í túnið, sum er vippað eitt sindur upp eftir, at vit skulu síggja bæði flisar og steinlaðing, umframt eini pinkalítil hús longst vinstrumegin. Hetta er av sonnum ein vøkur og serstøk mynd, ið er eyðkend fyri málaran á so mangan hátt, um vit hyggja at litum, málihátti, kompositiónini við knøppu tilskeringini og eymliga huglagið við einari brádligar kenslu av at vera uttanfyri. Vit ynskja Listasavninum og harvið okkum øllum til lukku við góða keypinum.




(KP)