Sunday, August 18, 2013
Gott tilboð til ung listaáhugað
Danska heimasíðan Ung kunst veitir eitt gott tilboð til ung, sum fáast við myndlist, tónleik og yrkingar at vísa tilfarið fyri øðrum til felags íblástur. Yrkislistafólk viðmerkja og kritisera og øll ungfólk eru vælkomin at senda inn tilfar. Heimasíðan er donsk, men føroysk ungfólk eru vælkomin at senda inn.
http://www.dr.dk/php/undervisning/ungkunst/
(KP)
Saturday, August 17, 2013
Hans Pauli Olsen - ferniseringsmyndir
Í gjár læt framsýningin við standmyndum og tekningum hjá Hans Paula Olsen upp í Steinprenti. Tjúgu ár eru liðin síðan listamaðurin hevði sína seinastu serframsýning í Føroyum, og hann man hava verið saknaður, tí sjálvdan hava so nógv fólk verið til fernisering. Her eru nakrar fotomyndir.
Jan Andersson helt eina stutta røðu og takkaði Hans Paula Olsen
Jan
Fleiri listafólk vóru til ferniseringina, her tosar Eyðun av Reyni við Hans Paula Olsen
Og gestir komu heilt úr Suðuroy, Brandur Enni skoðar yrkingina, sum er skorin inn í portrettmyndina av Vagn Steen
Kanny Sambleben violinistur skoðar eina dupultmynd, ið ímyndar eina spegling
Fólk og list
Listasamlarin Lise Nolsøe og ein vinkona
Høgni Mohr og Elin Holm hyggja at tekningum
Har var heldur trongligt í løtum
Fólk lurta eftir Jóanesi Nielsen
Carl Jóhan Jensen og undirritaða
Jóanes Nielsen helt røðu
Rógvi Thomsen, Laura Joensen og Hans Pauli Olsen
Veðrið var gott, so fólk vóru eisini uttanfyri
M.a. eg og Eiler Fagraklett
Og lítla fitta Anna Fríða
Spegling er eitt høvuðstema í myndlistini hjá Hans Paula Olsen
Vektloysi er eitt annað tema. Standmyndirnar eru kollasjukendar og samansettar. Hans Paula Olsen dámar væl føroyska orðið fyri skulptur "Stand-mynd" og í hansara eksperimenterar hann við at birta eitt slag av tvídimensjonaliteti í tær trídimensjonalu standmyndirnar
og tær skulu upplivast trídimensjonalt í framsýningarrúminum á Skálatrøð, far og hygg!
(KP)
Labels:
Fernisering,
KP,
Myndlist
Íslandsvika - dagsins listafólk
24. august verður ein sonevndur Frændafundur (føroysk-íslendsk vísindaráðstevna) á
Fróðskaparsetrinum, standmyndir eftir islandske Steinunn Thórarinsdóttir, sum
hava prýtt Havnina í alt summar verða tiknar niður og mentanarnátt verður í
Reykjavík, og m.a. fer Silja Strøm at sýna fram og tónleikabólkurin Byrta við
Janusi Rasmussen og Guðrið Hansdóttir fer at spæla.
Hóma tit
eitt tema?
Ja, henda
vikan er Íslandsvika.
Listablogurin
hevur sjálvandi fólk í Íslandi, tá tað er Íslandsvika, men vit byrja við einum
sindri av samtíðarlist frá frændum okkara fyri vestan.
Thóroddur
Bjarnason (1970) granskar í kompleksum relatiónum millum áskoðara og verk og
millum tað, sum er til í løtuni og tað sum er varandi. Hann setur spurningar í
mun til hvat tað er sum ger, at summar upplivingar vera verandi í minninum,
broyta søguna, ávirka okkum sum menniskju og fáa týdning, meðan aðrar hvørva og
verða gloymdar alt fyri eitt.
Íslandsvika - á frændafundi
24. august verður ein sonevndur Frændafundur (føroysk-íslendsk vísindaráðstevna) á
Fróðskaparsetrinum, standmyndir eftir islandske Steinunn Thórarinsdóttir, sum
hava prýtt Havnina í alt summar verða tiknar niður og mentanarnátt verður í
Reykjavík, og m.a. fer Silja Strøm at sýna fram og tónleikabólkurin Byrta við
Janusi Rasmussen og Guðrið Hansdóttir fer at spæla.
Hóma tit
eitt tema?
Ja, henda
vikan er Íslandsvika.
Listablogurin hevur sjálvandi fólk í Íslandi, tá tað er
Íslandsvika, men vit byrja við nakrar tekstir frá Frændafundi, sum var í Føroyum 2007. Hesir fyrilestrarnir og fleiri
frá 2007 eru prentaðir í ritinum Frændafundur 6.
Aðalsteinn Ingólfsson
Íslendsk myndlist um 1997 – 2007: Fjølhyggjan tekur seg fram
Høvundurin fer í máli og myndum at rekja tær broytingar, sum hava gjørt
vart við seg í ásjónini hjá íslendskari myndlist tey seinastu tíggju árini. Mest verður røtt um skipbrotið hjá
stevnufestuni, tí eyðkenninum hjá íslendskum myndlistafólkum at fylkjast undir
merkingum hjá einari ávísari stevnu, antin vit kalla hana “konsept” ella
“nýekspressionismu”, og fara í staðin at evna til myndlist út frá
einstaklingsfyritreytum, har sum hvør einstakur myndar sína egnu “rørslu”.
Ætlandi er henda gongdin partvíst andsvar mótvegis postmodernistiskum
grundanum, bæði millum íslendskar granskarar og í útheiminum.
Henda fjølhyggjan, um til ber at
nevna fyribrigdið so, eyðklennist hin vegin av munandi rótloysi – fólk hava ongar stevnur at styðja seg til – og tað ger at ung myndlistarfólk leita sær
fótafesti í ymsum hugmyndum hjá mentanarfrøðingum, søgufrøðingum og
heimspekingum um íslendskan tjóðskap og hansara samanseting, og inn í ta
umrøðuna blandast – tað kemst ikki uttan um tað – íslendskt landslag, siðir og
sagnir. Í hesum verður partvíst bygt á fyrimynd frá eitt sindur eldri
listamonnum eins og Birgiri Andréssyni og Steingrími Eyfjörð, sum umboðar
Ísland í Venesia í løtuni, men lagt aftrat hugmyndafrøði og myndamáli teirra
forkunnugar tilvísingar til ta hulda og fólksliga speki av ymsum slag. Áhugin
hjá viðgitnum útlendskum myndlistarmonnum eins og Roni Horn og fleiri fyri
íslendskum sereyðkennum hevur ivaleyst havt ávirkan á ung íslendsk
myndlistarfólk.
Hetta hevði m.a. við sær
endurskoðan av tí hevdbundna landslagsmálninginum og virðum tess; har er tann
leiðandi listamaðurin Georg Guðni, sum í málningum sínum tekur til viðgerðar ta
romantisku sjónina hjá undangongumonnunum Þórarni B. Þorlákssyni, Jóni
Stefanssyni og Kjarval, og í kjalarvørri hansara fylgja aðrir málarar við
persónligari sjón av tí íslendska landslagsmálninginum. Við tí sterku
landslagshevdini millum føroysk listafólk í huga verður serliga røtt um, hvussu
íslendsk listafólk: listamálarar, myndahøggarar og listafólk sum nýta blandaða
tøkni, hava gjøllkannað íslendskst landslag og náttúruheimspeki, ið er knýtt at
henni.
Friday, August 16, 2013
Hans Pauli Olsen framsýningin letur upp í dag!
Forkunnuga framsýningin við standmyndum og tekningum hjá Hans Paula Olsen letur upp í dag, fríggjadagin 16. august kl. 16 í Steinprenti, Østrøm. Rithøvundurin Jóanes Nielsen heldur upplatingarrøðuna. Øll eru hjartaliga vælkomin.
(KP)
Labels:
Fernisering,
KP,
Myndlist
Thursday, August 15, 2013
Tvær áhugaverdar framsýningar í Norðurbryggjuni
Í morgin eru ikki færri enn tvær ferniseringar í Norðurbryggjuni í Keypmannahavn klokkan 16 og 18, og tær síggja báðar áhugaverdar út. Framsýningina hjá Bárði Oskarsson hava vit sæð í Havn í Stephanssonshúsi, og hina framsýningina hjá Randi Samsonsen kundi eg eisini hugsað mær at sæð.
Eg seti inn leinkjur og myndir.
http://www.bryggen.dk/da/udstillinger/randi-samsonsen-der-er-noget-i-luften-2013/
https://www.facebook.com/media/set/?set=a.642662302433478.1073741835.205768836122829&type=3
http://www.bryggen.dk/da/udstillinger/b%C3%A1r%C3%B0ur-oskarsson-over-bord-2013/
(KP)
Labels:
Tíðindaskriv
Musikkreinsaríið klárt til várs
Sambært heimasíðuni www.torshavn.fo er sáttmálin um Reinsaríið nú undirskrivaður. Tað sær út til, at tónleikararnir sleppa inn í bygningin til várs. Tað skilst eisini, at bæði forkvinna í mentanarnevn býráðsins Helena Dam á Neystabø og borgarstjóri Heðin Mortensen gleðast um, at Reinsaríið verður tónleikastað og mentanarhús og vit gleðast sanniliga við teimum, men vóna tó, at ráð eisini vera til at varðveita Pæsastovu í ogn kommununar, tí Pæsastova er umráðandi mentanarsøgulig hús í Havn bæði við tað, at tey eru so gomul, sum tey eru, og ikki minst av tí, at Jens Chr. Svabo (1746-1824) búleikaðist nøkur ár í húsunum, har hansara virðismikla nótabók varð funnin í 1928. Pæsastova stendur á einum lista yvir fleiri bygningar hjá kommuni, sum skulu seljast til tess at fíggja keypi av Føroya Banka (Nordik).
Arbeiðið at gera Reinsaríið í Tórsgøtu til rútmiskt spælistað fer nú av álvara í gongd. Á ráðhúsinum í dag varð sáttmáli undirskrivaður við Húsavarðatænastuna, sum hevði lægsta boð uppá góðar kr. 4.950.000. Tað er arkitektavirkið Kontrast, sum hevur ráðgivið og staðið fyri útbjóðingini. Heðin Mortensen, borgarstjóri, fegnaðist um, at arbeiðið við hesum søguliga húsið nú loksins verður gjørt liðugt. Hann rósti verkætlanini, ið tryggjar, at Reinsaríið verður ein prýðiligur og livandi karmur um tónleik og undirhald í miðbýnum. Fyri Sámal Erik Hentze, stjóra í Húsavarðatænastuni, var tað serligur heiður at sleppa at gera húsið liðugt. Tað var eisini Húsavarðatænastan, sum fyri nøkrum árum síðan umvældi og klæddi bygningin av nýggjum. Hann segði, at talan er um spennandi uppgávu, júst tí talan er um sermerkt hús, sum fær ein stóran leiklut í miðbýarlívinum framyvir, og tí skal lúka øll nútíðarkrøv. Forkvinnan í mentamálanevndini, Helena Dam á Neystabø, gleddist um, at Reinsaríið sum tónleikastað og mentanarhús í miðbýnum nú verður veruleiki. Neyðugi peningurin er fingin til vega, og arbeiðið at skipa sjálvt virksemið í Reinsarínum fer nú í gongd. Føroyski tónleikapallurin er í stórari menning, og Reinsaríið verður eitt týðandi aktiv í hesum, eisini fyri áhoyrararnar, segði hon. Sambært tíðarætlanini verður bygningurin avhendaður 7. mars 2014.
(KP)
Ólavsøkuframsýningin endurvitjað - Hansina Iversen
Labels:
KP,
Ólavsøkuframsýningin 2013
Minnisvarði avdúkaður á Skarði
Mett verður at heili 500 fólk vóru møtt til hátíðarhaldið á Skarði í dag, sum var hildið í sambandi við, at minnisvarði var reistur fyri teimum, ið sjólótust tollaksmessudag fyri 100 árum síðani. Her eru myndir av minnisvarðanum, sum Hans Pauli Olsen gjørdi, og av nøkrum røðarum. Myndirnar tók Karl Martin Samuelsen.
(KP)
Wednesday, August 14, 2013
Fyrsta føroyska serframsýningin hjá Hans Paula Olsen í 20 ár
Framsýningin, sum letur upp fríggjadagin, er serstøk, men tað er høvið sanniliga eisini, tí hetta er 30. framsýningin í Steinprenti. Tá tað samstundis er fyrsta serframsýningin, sum meistaraligi myndahøggarin Hans Pauli Olsen hevur havt her í heimlandinum í 20 ár, so er tað ikki skrøgg at kalla hesa framsýning fyri nakað heilt, heilt serligt og tað er hon. Sjálvt um uppleggið við modelstudium og gipsmyndum jú er rættiliga klassiskt, er framsýningin serstakliga dynamisk, frísk og øðrvísi.
Myndahøggarin hevur sjálvur sett framsýningina upp, hann hevur hongt eina ørgrynnu av tekningum upp á veggin, so at tær saman fáa eitt massivt, rútmiskt bylgjandi úttrykk, sum onkursvegna sær út til at halda fram úti í rúminum í teimum trídimensionalu verkunum. Sum altíð, brúkar Hans Pauli Olsen nógva orku uppá soklarnar, tí teir eru partar av standmyndini og tessvegna eru teir allir ymiskir, gjørdir úr ómálaðum træi til hvørja einstaka standmynd. Vit kenna kanska partar av standmyndunum aftur, eitt andlitsbrá, eina hond, ein arm, men presentatiónin tekur áskoðaran á bóli, tí hon er øðrvísi, og í tí vit flyta okkum kring ta einstøku standmyndina, tekur eisini hon okkum á bóli, tí hon broytist grundleggjandi alt eftir hvar áskoðarin er staddur og ofta er munurin millum tær ymisku síðurnar á standmyndunum óvæntað stórur.
Hugburðurin í standmyndunum sýnist um somu tíð greinandi og sansaligur, eg fekk hugasamband við læknafrøðiligar lýsingar av mannakroppinum og til óunniligar ræðufilmar við samanstúvaðum kropslutum, samstundis sum myndamálið samstundis er rættiliga vakurt, klassiskt. Men her er nógv eftir, eg eri als ikki liðug enn at hyggja, so eg ætli mær oman aftur fríggjadagin.
Her er tíðindaskrivið, sum Bárður Jákupsson hevur skrivað:
Fríggjadagin 16. august kl. 16 letur upp framsýning í STEINPRENTI, Østrøm, við skulpturum og tekningum eftir Hans Paula Olsen. Hans Pauli er fyrst av øllum myndahøggari, sermerktu standmyndir hansara eru at síggja víða hvar um landið, m.a. uttan fyri Listasavnið. Men hann er víða gitin aðrastaðni við, serstakliga í Danmark, har standmyndir hansara, andlitsmyndir og figurbólkar eru at síggja á listasøvnum og øðrum almennum støðum, hann er limur í listamannabólkinum Grønningen og hevur fingið fleiri virðislønir fyri list sína.
Menniskjað er myndevnið, ið ber av øllum. Til framsýningina í Steinprenti hevur Hans Pauli arbeitt við torso sum myndevni, hugtaki og kveiking. Antikkar myndir – grikskar og rómverskar – eru sum kunnugt mangan at finna meira ella minni í brotum. Torsoin Venus frá Milo, eitt av meistaraverkunum í Louvre, hugtekur okkum, hóast armarnir vóru brotnir av, tá ið hon á sinni varð funnin. Rodin, ið hevur givið tiltikna myndahøggara okkara mangan íblástur, telist millum teirra, ið dugdi at síggja skulpturella virðið í torsoini og skapaði slóðbrótandi verk á hesi leið. Hans Pauli tekur táttin upp, sær nýggjar møguleikar og skapar nýskapandi verk, ið vit kunnu fegnast um á hesi vøkru framsýning.
Tey flestu kenna Hans Paula sum myndahøggara, men nú hava vit eisini høvi til at læra hann at kenna sum teknara. Her er hann tikin úr leikum. Á hesi framsýning kunnu vit gleðast um eina langa røð av eiggiligum modelltekningum.
Framsýningin í Steinprenti er opin til 14 septembur . Opið er mánadag - fríggjadag frá kl. 9 - 17 og leygardag frá kl. 14 - 17. Okkara stuðlar framsýningini.
ØLL ERU HJARTALIGA VÆLKOMIN!
(KP)
Labels:
Fernisering,
Framsýningar,
KP,
Myndlist,
Standmyndir
Ólavsøkuframsýningin endurvitjað - Elin Josefina Smith
Ólavsøkuframsýningin 2013 inniheldur ikki færri enn 363 sera ymisk verk, bæði yrkis- og áhugalist. Framsýningin er í síni heild presenterað væl og virðiliga í fjølmiðlunum, men fleiri verk eru sjálvandi við á framsýningini, sum als ikki eru tikin uppá tungu. Til stuttleika havi eg valt nøkur út til smærri viðgerðir her á listablogginum. Ólavsøkuframsýningin í Listasavni Føroya er opin til og við 25.august.
Tær tríggjar tekningarnar hjá Elini Josefinu Smith gera kanska ikki tað stóra um seg, har tær hanga í salinum við trappurnar beint við síðuna av á skriftini á vegginum hjá Tóroddi Poulsen. Tær eru ikki so øgiliga stórar og tær eru svart hvítar, men har er ein øgilig ferð í strikuni, og gevur tú teimum ans, eru tær í grundini rættiliga frískar og serstakar bæði í formi og innihaldi. Elin J.Smith er úr Havn, og býr í Danmark, men hon er ikki heilt ókend innan føroyska listaumhvørvið, eitt nú hevur hon framsýnt í Smiðjuni í Lítluvík. Elin Josefina Smith hevur gingið á listaháskúla í Holbæk og á Billedskolen á Jagtvej í Keypmannahavn. Hon málar, teknar og fæst somuleiðis við grafikk. Stílurin í hennara myndum kann kanska plaserast onkrastaðni millum, kubismu, fauvismu, litríka naivismu og outsider art, hann er ringur at definera.
Eg haldi, at myndin "Yvirgangsaldur" er serlig. Eg eri í øllum førum rættiliga vís í, at eg ikki havi sæð tey óelegantu skiftisárini umboðaða áður í føroyskari myndlist, tó at hesin fjandanskapurin av einari biologiskari prosess heilt vist er og hevur verið mangari konu til stóran ampa. Føroysk list hevur sum heild ikki tikist tað stóra við likamligt forfall og tí er hendan myndin ansvekjandi. Myndamálið er vilt, avgjørt og humoristiskt, tað minnir eitt sindur um satirutekningar. Vit síggja eina kvinnu, sum er avmyndað í køkinum ella tað billi eg mær inn, og kanska stákast hon við onkrum húsligum. Í øllum førum haldi eg meg síggja umhvarvið av einum komfýri vinstrumegin í myndini. Høgrumegin sæst, at avmyndaða kvinnan hevur ein ordans hitatúr, tí hon sveittar uppí eina heila vaskispann. Hetta er ein herlig tekning, takk fyri hana, Elin Smith og takk fyri at gera yvirgangsaldurin til tema í føroyskari myndlist.
(KP)
Labels:
KP,
Myndlist,
Ólavsøkuframsýningin 2013
Tuesday, August 13, 2013
Svend-Allan Sørensen positivt ummældur
Danska listamannin Svend-Allan Sørensen kenna vit frá fleiri framsýningum í Føroyum m.a. í Steinprenti. Í løtuni kann hann upplivast á Ólavsøkuframsýningini í Listasavninum í Havn umframt í Museum Jorn í Silkeborg, og síðstnevnda framsýning Country og Koncept hevur júst fingið nøkur positiv orð við á vegnum á heimasíðuni kunsten.nu
Lesið ummælið her:
http://www.kunsten.nu/artikler/artikel.php?svend+allan+soerensen+museum+jorn+country+koncept
Svend-Allan Sørensen: I hate your negative shit. Í Listasavni Føroya inntil 25.august
(KP)
Labels:
Framsýningar,
KP,
Myndlist
Subscribe to:
Posts (Atom)














































