Tuesday, August 13, 2013

Ólavsøkuframsýningin endurvitjað - Jóhan Martin Christiansen



Ársins Ólavsøkuframsýning inniheldur ikki færri enn 363 sera ymisk verk. Framsýningin er í síni heild presenterað og miðlað í fjølmiðlunum, men nógv eru verkini, sum als ikki eru nevnd. Til stuttleika havi eg valt nøkur út og fari komandi dagarnar at hava smáar viðgerðir av verkum á Ólavsøkuframsýningini her á listablogginum. Ólavsøkuframsýningin í Listasavni Føroya er opin til og við 25.august.


"Lazarus" eitur eitt áhugavert verk á Ólavsøkuframsýningini 2013, tað er ein lítil mynd hjá Ingálvi av Reyni, sum ungi listamaðurin Jóhan Martin Christiansen hevur vent við so, at hon hongur á høvdinum. Upprunaliga er tað ein kyrrlutamynd, sum Ingálvur av Reyni málaði í 1973, ein vøkur mynd, sum ímyndar eina geometriseraða uppstilling av ymsum lutum á eini flatu. Grundhugskotið við at venda verkum á høvdið og at listafólk viðgera verk hjá hvørjum øðrum er als ikki nýtt, og innan modernistiska list, har intertekstualitetur, tilsipingar og negatión eru megintættir, kunnu vit næstan kalla tað fyri ein part av eini meginrørslu við ikonoklastiskum listaverkum, sum handfara ella "defaca" eksisterandi verk. Eitt av teimum kendastu er verkið hjá Robert Rauschenberg "Burturviskaður De Kooning" frá 1953.

Umvendingin av myndini hjá Ingálvi av Reyni er framd við loyvi frá familju og savni og eg veit hon er framd við størstu hávirðing, inspirerað av stóra týdninginum, sum Ingálvur av Reyni hevur listarliga fyri Jóhan Martin Christiansen og sum forrestin eisini sæst á hinum verkunum hjá honum á Ólavsøkuframsýningini. Upprunaliga hugsaði Jóhan Martin Christiansen um at gera eina videoinstallatión til at hava saman við umvendingini og í sambandi við hesa ætlan hevði Jóhan Martin Christiansen eina samrøðu við meg, sum fyrst og fremst snúi seg um anekdotir, ordiliga uppá tann typiskt føroyska, hugnaliga mátan, sum gevur einstaklinginum eitt pláss í uppmerksemissólini í núinum við støði í fortíðarminnum um slekt og samfelag: "Hvat minnist tú um Ingálv av Reyni". Og sjálvandi minnist eg alt møguligt, eri uppvaksin í sama grannalagi uppi á Lützenstrøð, har Ingálvur av Reyni búði saman við familjuni, so eg eri á tremur av anekdotum, sjálvt um eg satt at siga ikki veit eina einastu anekdotu at siga um tann mannin og ta familjuna, sum búði við síðuna av Ingálvi og teimum og tað er í sær sjálvum hugvekjandi.

Samstundis sum eg gjørdist eitt sindur kløkk av, at tann ungi listamaðurin troystaði sær niður á anekdotustøði, so setti henda samrøðan við Jóhan Martin gongd á rættiliga nógvar tankar um listareseptión. Mín egna anekdota tók støði í barndóminum í sjeytiárunum, tá vit plagdu at svimja í uttandura svimjihylinum uppi í Gundadali har sum Badmintonhøllin er í dag. Tá sum nú vóru vit børn eitt sindur beindovin, tá tað ráddi um so mikið langar frástøður sum niðan í svimjihylin, men vit kundu ikki droymt um at spurt okkara foreldur um at koyra okkum teinin niðan, tí vit vistu okkum at fáa noktandi svar og ofta vóru foreldrini til arbeiðis. Í staðin spurdu vit Ingálv av Reyni, tí vit vistu hvussu ilt hann hevði við at siga nei, og at hann kundi finna uppá at játta at koyra okkum niðan í svimjihylin, sjálvt um tað sást á honum, hvussu illa tað í grundini passaði. Eg áni ikki hvussu ofta hetta í roynd og veru hendi. Alt sum hendi í barndóminum ber jú brá av ævigum endurtøkum, kanska hendi hetta í veruleikanu bert fáar ferðir. Men eg veit, at orsøkin til, at tað situr so fast í mínum minni kemst av tí serliga status, sum Ingálvur av Reyni hevur. Eg ógvist sjálvandi við tankan um at hava órógvað ein legendariskan málara í hansara umráðandi arbeiði, men eg havi fyrst og fremst samkenslu við Ingálvi av Reyni og hansara eyðmýkt og sjálvsundirtrykkjandi atburði, tað man hava verið ómetaliga strævið hjá honum viðhvørt at taka atlit til alt og øll í okkara lítla samfelagi.

Eg haldi, at mín egna listaviðgerð hevur verið merkt av eini uppgerð við biografismuna, sum í Føroyum hevur havt fastari tak enn aðra staðni við okkara áhaldandi áhuga fyri slagi og teimum sereyðkennum, sum vit halda okkum kenna aftur í ymiskum familjum. Tær mongu søgurnar um Ingálv av Reyni eru dømi um ta stóru virðing, sum hann hevur í okkara samfelagi og sum  hann sjálvandi eisini hevur uppiborið. Men tað, sum samrøðan við Jóhan Martin Christiansen fekk meg at hugsa um er, at søgurnar í ótrúliga lítlan mun snúgva seg um listina, sjálvan upprunan til, at listamaðurin er víðagitin. Nei, søgurnar snúgva seg um hvussu eyðmjúkur, lítillátin og fittur, listamaðurin var og hetta verður sett upp í móti eini undirskiltari semju um hansara listarliga stórleika. Summar av søgunum koma meira enn so inn á eina vantandi viðurkenning av hesum stórleika.

Meðan eg stóð inni í Ólavsøkuframsýningini og ornaði fyri, kom ein maður inn á gólvið, hann hevði onkur ørindi fyri Listasavnið, skuldi hjálpa við at flyta nøkur verk úr savninum oman á ein stovn í býnum. Hann hugdi uppá meg og veggin, har ein ørgrynna av myndum hekk, innstillaði eygnabráið endaleyst og segði hugsunarsamur. "Tú manst hava hoyrt hasa um Ingálv...". -Jú, helt eg, at onkra havi eg hoyrt um hann. Eg helt fram og segði okkurt um, at eg neyvan kendi allar um Ingálv, og at eg sanniliga hevði stóran áhuga, men tá var hon longu byrjað, altso tann hjá honum um Ingálv. Hon var um ein mann, sum kom inn í atelierið hjá málaranum á vitjan og hesin vitjandi var væl at merkja nokk so intrisseraður í myndlist og forvitnaðist tess vegna eftir at vita hvat fyri útsýni, Ingálvur nú var við at tulka? - "Hetta er mamma mín" svaraði málarin. - Hetta seinasta segði flytimaðurin triumferandi við einum andlitsbrá sum hjá einum, ið heldur seg hava sagt okkurt ordiliga stuttligt. Eg haldi, at eg brosaði kurteisliga, meðan eg í mínum stilla sinni grundaði yvir hvussu nógvar versiónir av hasari søguni eru til og í hvussu stóran mun, tær í grundini snúgva seg um vantandi forstálilsi av nonfigurativari og abstraktari list

Við "Lazarus" royndir Jóhan Martin Christiansen á ein hátt at frígera verkið hjá Ingálvi av Reyni frá honum sjálvum, frá anekdotunum, tómrúminum, frá slagskugganum av einum risastórum málara. Eg haldi, at "Lazarus" er áhugavert uppá fleiri mátar, formliga, listarliga, átrúnaðarliga og listasøguliga. Formliga er hetta jú ein ógvuliga einføld mynd, sum er sett saman av vertikalum og horisontalum skapum. Eitt sindur uppi yvir miðjuni gongur kanturin av borðinum eins og ein avgjørdur sjónarringur á skák oman høgrumegin. Sostatt liggur tyngdin soleiðis, at tað onkursvegna tykist logiskt at gera sum listamaðurin hevur gjørt og lata hesa radialu strikuna fylgja tyngdini niður eftir, inntil hon kemur sær upp aftur hinumegin. Tað er eisini okkurt serliga áhugavert við at venda júst hesari myndini við, av tí, at hon er so mikið figurativ, sum hon er. Tað ber jú væl til at síggja hvønn veg hon skal venda mótsett øðrum meira abstraktum myndum hjá Ingálvi av Reyni, sum av misgávum hava verið hongdur upp øvugt inntil onkur hevur borið eyga við ein signatur, flúgvandi ovast vinstrumegin.

Men harumframt kunnu vit eisini seta okkurt religiøst í samband við eina umvending, sjálvt heitið á myndini gevur hugasamband við undrið í bíbliuni, tá Jesus vakti Lazarus upp úr deyðanum, men sjálvandi hugsa vit eisini um tann deyða listamannin, sum var trúgvandi maður, umvendur, baptist, fittur og eyðmjúkur. Við miklari virðing, humor og álvara ger Jóhan Martin Christiansen eina roynd at endurreisa listamannin við at venda hansara verkið við, so at vit síggja tað á ein annan hátt. Tað er av sonnum væl hugsað, takk fyri Jóhan Martin Christiansen.




(KP)

Arnold Vegghamar í Føroyahúsinum



Ólavsøkuaftan læt upp framsýning við myndum hjá Arnold Vegghamar í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Tað er Listafelagið í Keypmannahavn, sum skipar fyri og Kristina S.Hansen tók uppá film, tá forkvinna felagsins, Marianna Andreasen setti framsýningina. Framsýningin verður hangandi inntil 27.august.





(KP)

Monday, August 12, 2013

Ólavsøkuframsýningin endurvitjað - Saga Kapna


Ársins Ólavsøkuframsýning í Listasavninum inniheldur ikki færri enn 363 sera ymisk verk. Framsýningin er í síni heild umrødd og presenterað væl og virðiliga í útvarpi, sjónvarpi og í bløðunum, men nógv eru verkini, sum als ikki eru nevnd. Til stuttleika havi eg valt nøkur út og fari komandi dagarnar at hava smáar viðgerðir av einstøkum verkum á Ólavsøkuframsýningini her á listablogginum. Ólavsøkuframsýningin í Listasavni Føroya er opin til og við 25. august.

Sum kurator av eri eg ikki minst fegin um tey mongu ungu, sum taka lut í Ólavsøkuframsýningini í ár, tí eg haldi tað vera umráðandi at fáa tey ungu á pall og í gongd. Myndina ovast hevur Saga Kapna málað. Saga er 19 ára gomul og hon var eisini við á Várframsýningini, sum var í Listasavninum herfyri. Myndin hjá henni á Ólavsøkuframsýningini er betri soleiðis at skilja, at hon ikki er so eindimensional pen sum hin, her er meira úttrykk og meira uppá spæl.  Málihátturin er ungur, men minnir í stíli um eitt millumting millum Marlene Dumas og Beintu av Reyni og yvirhøvur fotobaserað málarí í 00´unum. Myndin á Ólavsøkuframsýningin er lutfalsliga lítil og eitur "Angry bitch", hon er málað á træ og er ein portrettmynd av eini óðari ungari gentu, sum er avmyndað í profil. Myndin er estetiserandi, eingin ivi er um, at tað hevur týdning hvussu mann sær út, eisini tá mann er ónøgd. Av tí, at myndarúmið er so lítið sum tað er og høvdið á gentuni er so stórt sum tað er, og kroppurin er ómetaliga lítil og klænur, hevur myndin okkurt klaustrofobiskt og anatomiskt avskeplað yvir sær, sum er ørkymlandi og sum verður styrkt av, at myndin av ungu gentuni er svørt og hvít eins og ein gomul fotomynd. Hervið fært tú umhvarvið av einari tragiskari søgugongd, tað minnir um strævnan pubertet, sum hjá summum gerst so út av lagið torførur, at tey svølta seg sjálvi í vónleysari roynd at stýra tilverunnar kaos. Men hetta er júst ikki ein instagram "thinspiration" mynd, men eitt fleirtýðugt málað verk, sum vekur ymiskar assosiatiónir í áskoðaranum, og tær eru ikki bara daprar. Myndin av teirri fratøru gentuni tykist hevur eisini eitt skemtiligt brá. Saga Kapna er ein evnarík ung kvinna, tað verður spennandi at síggja meira frá henni í framtíðini. 




Angry Bitch í góðum selskapi millum Sunnumorgun, standmyndina av eini bygd hjá Tummas Jákup Tomsen, Longsul hjá Ludvík á Brekku og svørtu-hvítu fotomyndirnar hjá Bruno Mikael Eysturstein.



(KP)



Sunday, August 11, 2013

Gustav Mahler Jugend Orchester spælir Wagner


Í sambandi við Salzburger Festspielekvøld framførir Gustav Mahler Jugend Orchester í kvøld operuna Rienzi, der letzte der Tribunen, sum tónaskaldið Richard Wagner skrivaði frá 1838 til 1849. Summarturnéin hjá GMJO fer eisini til London, har orkestrið 24.august spælir í BBC Proms í Royal Albert Hall, hendan konsertin verður send á BBC 4. Ein føroyingur er í við hópinum, hann spældi eisini á G! og á Summartónum og tað er Jákup Lützen, sum spælir bratsj. Hann man hava nokk at gera við Wagnernótum í hesi løtu, eg skilji, at har eru einar 180 síður hjá Bratsjspælarunum. Góða eydnu í kvøld, Jákup.

http://www.salzburgerfestspiele.at/oper/rienzi-2013






(KP)




The Whale Killing Project


Á facebook síðuni hjá heimskenda listamanninum John Kørner presenterar hann The Whale Killing Project, sum er ein røð við seks prentum, sum eru gjørd í Steinprenti. Hann var áhugaður í gomlum myndum úr fimti árunum og lænti ymsar gamlar myndir sum inspiritatión, tá hann var her uppi, m.a. nakrar myndir hjá pápa mínum, fotografinum Ásmundi Poulsen. Ein er av torninum á Havnar Kirkju, sum sæst úr vindeyganum í Steinprenti og sum John Kørner dámar serstakliga væl. Har er eisini ein rættiliga uppstillað sjálvsmynd av fotografinum sum grindamanni. Prentrøðin The Whale Killing Project vóru framsýndar í Grand biografinum, tá filmurin hjá Jørn Leth um John Kørner "Jeg taler til jer" var sýndur á fyrsta sinni.

Tá John Kørner var seinast í Steinprenti gjørdi eg eina samrøðu við hann, sum eg sjálv haldi, var ógvuliga áhugaverd, m.a. av tí, at listamaðurin greiddi frá, at Føroyar hava ávirkað hann. 



Í 2007 kurateraði Brynhild Næs Petersen Summarframsýningina í Norðurlandahúsinum, sum fekk heitið [natúrligvís] við denti á alternativa náttúruviðgerð, ið gav teimum luttakandi listafólkunum stórt evnisligt rásarúm. John Kørner var við á hesi framsýningini og nýtti tá høvið at viðmerkja ein aktuellan føroyskan samfelagstrupulleika. Í hansara hálvabstrakta, flótandi akrylmálningi hómast tvær at síggja til mannligar verur í tøttum pardansi. Huglagið er lætt og vakurt, teir báðir menninir kyssast og boðskapurin um tað natúrliga í hesum samkynda kærleiksdansi tykist púra ivaleysur. John Kørner greiðir frá, at henda dansimyndin í grundini umboðar eina vend í hansara list. – "Tað er hend ein stór broyting við mínari list síðan eg var her seinast. Tá hevði eg eina mynd á framsýningini [natúrligvís] av tveimum monnum, sum kystust og  hetta var mítt fyrsta politiska verk, sum tók støði í onkrum aktuellum, júst um tað mundið varð ein samkyndur maður álopin her í Havn, og hendingin gjørdist grundarlag undir nógvum kjaki. Eg haldi, at føroyska hevdin við at avmynda náttúruna í listini er áhugaverd og tí var tað eisini umráðandi fyri meg, at teir báðir menninir høvdu føroysk náttúru sum bakgrund. Hesa upplivingina tók eg aftur við mær til arbeiðis og síðani havi eg arbeitt við fleiri aktuellum evnum. Ein framsýning snúði seg um luttøkuna hjá Danmark í stríðnum í Afghanistan, tá hevði eg fyri hvørt mist danskt hermannalív í Afghanistan málað eina mynd. Síðani viðgjørdi eg evnið trafficking og nú eg aftur eri í Føroyum er tað náttúrligt fyri meg at taka upp føroysk evni."


John Kørner í Steinprenti




Listamaðurin heldur tað vera umráðandi fyri samtíðarlistafólk at taka støði í staðnum, har tú ert staddur "Nú eg eri her í Havn hevði tað verið løgið um myndevnið hjá mær var Vesterbro ella russiska mafian...". Myndevnisliga tykist John Kørner serliga hugtikin av grindadrápi.  "Ja, eg má jú taka støði í her og nú og tí havi eg roynt at tikið støði í tí veruleika, sum er her í Føroyum. Tað mest dramatiska her haldi eg vera grindadráp, sum eg síggi sum eina kulminatión av reinari, føroyskari náttúrumegi. Eitt drama, har tað sálarliga og likamliga rennur saman. Grindadráp er tað ultimativa og tað óansæð um tað snýr seg um gamlar myndir ella nútíðina, tað snýr seg um man power, tær fysisku umstøðurnar og psykologisku umstøðurnar." Eg spyrji um nøkur atfinning liggur goymd í hvalamyndunum, og har er listamaðurin avgjørdur, tá hann svarar: "Nei, als ikki. Um eg geri nakað politiskt relaterað, so brúki eg nógva tíð uppá research. Viðvíkjandi teimum samkyndu monnunum var tað lætt hjá mær at taka støðu til, eg havi samkyndar vinir osfr. Tað er nakað heilt annað við grindadrápi, sum er fremmant fyri meg, men sum eg t.d. veit hevur søguligar røtur...". Tað søguliga hevur sum heild alstóran áhuga og nakað av tí allarfyrsta, John Kørner vitjaði í Føroyum, var Fornminnisavnið, har hann kom fram á nakrar áhugaverdar fotomyndir. Hetta er triðju ferð, listamaðurin er í Føroyum og hann heldur tað vera ómetaliga áhugavert at fylgja menningini frá tí gamla sjóvinnusamfelagnum yvir í eitt meira modernað samfelag, sum tó framvegis livir av fiskinum. John Kørner undrast stórliga á trafikkviðurskiftini í høvuðstaðnum "Altso her eru heilt ekstremt fáir súkklarar og ekstremt nógvir bilar, sjálvt um tað eru lutfalsliga stuttir teinar her í býnum. Bilar eru allastaðni og allatíðina. Eg rokni við, at tit fara at brúka súkklur í størri mun í framtíðini, at tann menningin fer at koma á sama hátt sum í London og í øðrum býum..."

Ovarlaga í einum av nýggju steinprentunum trónar tornið á dómkirkjuni, sum hugtekur listamannin, tí hann heldur tað bera frá restini. Tornið sær eitt sindur suðureuropeiskt út, heldur John Kørner, ið eisini heldur tað vera áhugavert at síggja hvussu tað religiøsa hevur sína plasering í samfelagnum. Samfelags- og umhvørvissinnaði listamaðurin er fram um alt áhugaður í hvussu einstaklingurin virkar í samfelagnum. "Í prentinum av einum manni, sum stendur við øðrum fótinum á einum hvali royni eg at skapa úttrykk fyri hvussu tað einstaka menniskja fremur sín leiklut í mun til samfelagið. Um tað so er ein gøtusópari ella ein ríkmaður, so fremja teir báðir okkurt ávíst í mun til samfelagi og hava ávísar dreymar um samfelagið. Tað ber ikki til at vera neutralur..". Uppi yvir tí avmyndaða manninum síggja vit ymsar myndaliðir, ein fugl, eina nakna kvinnu,  hvalir og havi, ið tykjast ímynda hansara dreymar.

Tey nýggju prentini hava øll ein breiðan svartan kant, ið minnir eitt sindur um kantin í eini gamlari filmsrullu. John Kørner plagar at arbeiða ógvuliga neyvt við innrammingini, so tað verður spennandi at síggja myndirnar framsýndar. Tann eina av teimum stóru myndunum er serliga hugtakandi. Í forgrundini síggja vit stórbæra føroyska náttúru við klettum og brimi, og ovarlaga síggjast nøkur gomul, søgulig skip. Sentralt í myndarúminum er flaggið á tí eina skipinum, tað er eitt vakurt og neyvt teknað dannebrogsflagg. Politisku assosiatiónirnar eru sjálvsagdar, men av tí at flaggið er so lítið og vakurt og landslagið so stórt og vakurt, tykist boðskapurin ikki sjálvsagdur.

John Kørner ger nógv burtur úr innrammingini av hansara grafikki, so eg gleði eg at síggja eitt eintak av myndunum, tá tær verða settar á reyða bakgrund í svørtum blonkum rammum. Eftir ætlan skulu myndirnar framsýnast í Føroyum í næsta ár.

https://www.facebook.com/problemjohnkorne
http://www.victoria-miro.com/artists/_15/
http://johnkorner.com/

Fotografur poserar sum veiðimaður


Og framúrskarandi prentmyndin av grindamanninum við fuglafrisuru og dreymum um erotikk og stórlæti


Brim og ovarlaga ein lítil bátur við dannebrogsflagginum

Visión um tornið á Havnar Kirkju á eini danskari strond

Brim og bátar


Listamaðurin er eftir øllum at døma hugtikin av føroyska bátinum



(KP)



Saturday, August 10, 2013

Meira enn móti

Barbara í Gongini hevur ein heilt serligan ans fyri at skapa dramatisk tableau, sum hevur við sær, at hennara mótasýningar snúgva seg um annað og meira enn móta. Modellirnar framføra ein stillan leik, og eru eins og mobilar standmyndir, sum flyta seg inn og út úr sýningarrúminum. Orka / Jens L.Thomsen stendur á pallinum, hansara serstaka ljóðunivers undirbyggir myrku scenografiina, sum sendir ein vinarligan tanka til Bjørk í 90´unum og til vervremdung og cabaret í 30´unum við leður undirkúgandi SM-tilsipingum í eini serstakliga originalari futuristiskari heild. Eg havi bara funnið eitt ummæli higartil og tað er ikki treytaleyst positivt. Barbara í Gongini er konsekvent, heldur ummælarin, Sara Skarum, sum leggur aftrat, at hon er ov konsekvent!




http://www.b.dk/mode/laser-og-pjalter-0#slide-1

http://www.b.dk/mode/laser-og-pjalter






(KP)



Er listin sín egin?

Tað er umráðandi at skilja í millum listafólk og teirra verk, men hetta letur seg sjálvandi ikki gera við tað, at listafatan altíð er kontekstuel. Tíðin og tíðarandin flyta seg alla tíðina og vit flyta við. Okkara hugsunarháttur er í núinum, og við tað, at vit eru politiskt korrekt, liggur væl fyri at fordøma syndararnar úr fortíðini. T.d. er tankin um djóravælferð nakað væl broyttur, síðani Karen Blixen skrivaði Den afrikanske farm í 1937. Mottoið til ta bókina var: "At ride, at skyde med Bue og at tale Sandhed". Í bókini hálovar hon leyvujakt og leggur dent á serligu kensluna av at drepa tey veldugu djórini, ein kensla, sum hon ber saman við einari góðari erotiskari uppliving. Fólkaslagið í Kenya, Kikuyarnar samanber hon við djór og metir, at teirra intelligensur ongantíð menti seg hægri enn støðið hjá einum níggju ára gamlum barni osfr. Tað er ikki eiti á, men tá vit lesa hennara framúrskarandi bøkur í dag, eru vit á sama hátt sum tá vit lesa Tintin í Kongo hjá Hergé, greið yvir, at hetta er partur av ráðandi kolonialistiska hugsunarháttinum tá. Men tað finnast misgerðir, sum ongantíð kunna fyrigevast og kunnu listafólk knýtast til ein ideologi, sum er grundarlag  undir tílíkum misbrotum, so er eldur í, ei undur í tí. Fyri tveimum árum síðani skemtaði danski filmsleikstjórin Lars von Trier í Cannes, tá hann á einum tíðindafundi segði seg skilja Adolf Hitler. Men tey vóru ógvuliga fá, ið flentu, og tað gjørdist ein heil lítil gøla burturúr útsøgnini hjá listamanninum, sum eisini hámetir bæði Albert Speer og Leni Riefenstahl, sum eru grundleggjandi kreftir innan ta fascistisku fagurfrøðina. Og ja, tey vóru sera dugnalig listafólk bæði tvey, sum bæði vóru í innringinum kring sjálvan Adolf Hitler. Tað er eingin ivi um, at Leni Riefenstahl var úrmælingur og einastandandi dugnalig, men hennara propagandaarbeiði fyri nazistarnar er hinvegin so mikið sannførandi, at hon ongantíð slapp undan naziskugganum. Her eru tveir áhugaverdir filmir, tann ovasta gjørdi Leni Riefenstahl, tað er propagandafilmurin Triumf des Willens frá 1935 og tann niðari er ein dokumentarsending um Riefenstahl frá 1993. Báðir filmarnir eru gjørdir út frá ávísum treytum, sum vit fata út frá nøkrum øðrum treytum og báðir filmirnir  er hugtakandi prógv um, at listin ikki er sín egin. Dokumentarsendingin sigur okkum frá lívinum hjá einari einastandani kvinnu, men eg haldi, at tað serliga eru tey narrativu millumbilini í filminum, sum eru áhugaverd, næstan rørandi; t.d. tá tann gamla konan kommanderar við filmsliðinum í einari vónleysari roynd at stýra sínum egna eftirmæli. Hennara roynd at fáa estetikkin at viga meira enn etikkin miseydnast fullkomiliga, men royndin er ikki óinteressant. Leni Riefenstahl doyði 101 ára gomul fyri tíggju árum síðani.











(KP)

Friday, August 9, 2013

Man ikki tað fer at krima í Klaksvík í kvøld?


Í 80´unum var Rainbow upplagdur yndisbólkur hjá okkum, sum dámdu væl dramatiskan sangbæran og framúr væl frambornan rokktónleik. Eg má viðganga, at tað er eitt sindur síðani, eg lurtaði eftir Rainbow, men tá Útvarpið í áðni spældi "Can´t let you go" vísti tað seg, at eg dugdi allan sangin á tamb og eg skrálaði so hart, at kettan ræddist... 

Eg giti, at onkur av áhoyrarunum á Vágsbøi fer at syngja seg hásan, tá legendurokkur verður á skránni á Summarfestivalinum í Klaksvík. Eg hevði í hvussu so er einki havt í móti at skrála við, tá Joe Lynn Turner, Bobby Kimball, Bill Champlin og Robin Beck tríva í m.a. kendar sangir hjá Rainbow, Toto og Chicago, man ikki tað fer at krima í Klaksvík í kvøld?

http://www.summarfestivalur.fo/wb/




(KP)

Mirakvartettin í Steinprenti



Mirakvartettin spælir í Steinprenti í kvøld klokkan átta.

Steinprent
fredag den 9.august kl 20:00

Mira kvartetten


Signe Madsen, violin
Birgitte Bærentzen Pihl, violin
Mina Fred, viola
Vincent Stadlmair, cello

Kristian Blak (f.1947)
”Images” (String Quartet no. 2) (1987)

Zoltán Kodály (1882-1967)
from String Quartet no. 2, op.10 (1918)
Allegro
Andante

Franz Schubert (1843-1907)
String Quartet in d minor
”Der Tod und das Mädchen”
Allegro
Andante con moto
Scherzo. Allegro molto
Presto

Lesið um Mirakvartettina her:

Er listin sín egin?


Eg elski Woody Allen, og nei, eg gangi ikki og geri mær vónir um at skora tann brátt 80 ára gamla amerikanska filmsmeistaran, tað eri eg forrestin alt ov gomul til. Eg tosi ikki um mannin, men um hansara verk. Tí eg elski Woody Allen filmar og summar havi eg sæð óteljandi ferðir; Crimes and misdemeanors, Hannah and her sisters, Annie Hall og Radio Days - og mær dámar serliga væl teir gomlu filmarnir við tí støðugt sussandi reyðhærda hypokondaranum og hansara sermerkta amerikanaraakademiska orðafloymi, sum hevur eitt serligt sissandi árin, ja sum í grundini fær meg at føla, at alt í hesum heimi er í fullkomnari javnvág, at alt er, sum tað eigur at vera, og so leggi eg líka í hvørjum hann gongur saman við, sjálvt um eg heilt vist skilji, at tað gongur út yvir familjulívið, tá sonurin í heiminum brádliga gerst svágur pápa sín.

Havt verður javnan á lofti, at listin er sín egin og at listaverkið má metast út frá egnum fortreytum, at vit ikki mugu lata etiskar spekulatiónir, ella sympati og antipati fyri listafólkinum ávirka okkara meting av verkinum. Men hetta er sjálvandi nógv lættari sagt enn gjørt. Vit fara komandi dagarnar at hava hetta evnið á skránni á blogginum og ætla okkum eitt sindur kring heimin frá Richard Wagner til Woody Allen og Karen Blixen og heim til okkara egnu listafólk, m.a. Ingálv av Reyni, sum sjálvur brúkti heilt ómetaliga nógva orku uppá at standa seg væl við sítt umhvørvi.

Ein vinkona mín kann ikki tola Woody Allen, hvørki mannin sjálvan ella hansara filmir, og hon umtalar hann konsekvent sum ólekran. Eg royni at bera meg undan í heilum at skula taka støðu til gøluna í 1992, tá Woody Allen byrjaði at ganga saman við 20 ára gomlu stjúkdóttir sínari Soon-Yi, sum konan, Mia Farrow hevði ættleitt (og sum Woody Allen forrestin enn heldur saman við), men eg verði næstan altíð noydd út í rættiliga bombastiskar staðfestingar um hvussu neyðugt tað er at skilja týðiliga millum verk og avvarðandi listafólk, at tað er fullkomiliga líka mikið um listafólkini eru fitt ella býtt, humanistisk ella kommunistisk, tjóðskaparfólk, javnaðarfólk, sambands- ella fólkafloksfólk, um tey hava óreint lyndi, ella eru góð við børn, um tey eru kirkjufólk ella baptistar, um tey drekka illa ella eru avhaldsfólk, um tey eru ótrúgv ella trúgv sum trøll – tá tað snýr seg um list, so meta vit fyrst og fremst um teirra list og ikki um teirra persónligu eginleikar. Satt at siga er tað lættari sagt enn gjørt at fylgja nýkritiska idealinum um sjálvstøðuga listaverkið og hevur intentiónin einki at siga? Innan modernismuna hevur intentiónin í øllum førum nógv at siga. 

Fyrsta tíman á universitetinum fingu vit eina yrking útleveraða uttan nakrar upplýsingar um árstal, yrkjara ella høvið. Vit greinaðu og gjørdu við og endaðu við eini tulking av eini tragiskari kærleiksyrking um egpersónin, sum sigur síni elskaðu farvæl. Vit løgdu fram, men fingu at vita, at tað var danska meginskaldið Nikolai Frederik Severin Grundtvig, ið hevði yrkt hetta í sambandi við forlovilsið hjá dóttur sínari. Har stóðu vit vónríku næmingar púra paff eina løta inntil okkurt tvørball, kanska var tað eg, gjørdi vart við, at upplýsingin um festliga yrkingarhøvið yvirhøvur ikki gjørdi okkara tulking av syrgiliga og patetiska huglagnum skeiva, tá tað nú ljóðar sum onkur er deyður. Allíkavæl gav hendan uppliving okkum eina kenslu av eyðmýkt í mun til bókmentagreining, tað er ikki altíð so lætt. 


Her er yrkingin hjá Grundtvig og eitt filmsbrot hjá Woody Allen.



Du Lille! du Kiære! da dyrt var Guds Ord,

Da Sorgen var svær og da Nøden var stor,

Da fødte med Smerte,

Med blødende Hjerte

Dig Moder, og stirred med Smil giennem Taaren

Paa Datter eenbaaren,

Som nu stirrer Fader i Sommerdags-Kveld

Og hvisker Farvel.


Du Lille! du Kiære! naar bleg og naar rød,

Paa faderlig Arm og paa moderligt Skiød

Du stopped, du hviled,

Du klynked, du smiled,

Fuldofte jeg stirred med Srnil giennem Taaren

Paa Datter eenbaaren

Som nu, da jeg hvisker i Sommerdags-Kveld:

Du Lille! farvel!


Du Lille, du Kiære! da Sindet var sygt,

Mit Hoved var ørt, men mit Hjerte var mygt,

Da Vanvid mig trued

Og Vennerne grued,

Da ømt mig betragted med Smil giennem Taaren

Min Datter eenbaaren,

Som jeg dig betragter i Sommerdags-Kveld

Og hvisker Farvel!



Du Lille! du Kiære! det lønne dig Gud,

Hvor du under Himlen gaaer ind og gaaer ud!

Du dulmed min Smerte,

Du varmed mit Hjerte,

Du kiøled min Pande, du korted min Pine

Med Kyssene dine;

Og derfor velsignet i Sommerdags-Kveld!

Et Kys til Farvel!



Du Lille! du Kiære! i Støvskyers Egn

Til Taarer vi trænge, som Dug og som Regn,

Om Høstgilde-Sange

Skal tone i Vange;

Det lifligste Solskin fra Vuggen til Baaren

Er Smil giennern Taaren,

Det være din Arv og det fryde dig ret!

Det følge din Æt!


Du Lille! du Kiære! du kiender Ham jo,

Som altid er midt iblandt elskende To,

Naar, fælles om Navnet,

De enes i Navnet,

Som Djævlene frygte, Guds Engle omkvæde

Og prise med Glæde;

Paakald ham af Hjertet i Gry og i Kveld!

Da farer du vel!


Du Lille! du Kiære! da times dig Raad,

Da altid opdukker et Smil af din Graad,

Thi Alt hvad os frister

Og truer, det brister,

Og Bjergene synke og Dalene stige

Og Skyerne vige

For Jesus, vor Stjerne, vor Soel og vort Skjold,

Som Alt har i Vold!



Du Lille! du Kiære! jeg venter det vist,

Hvor vidt vi adskilles, vi samles dog hist,

Hvor Perlen er fundet

I Strømmen udrundet;

Ja, der skal vi mødes og smile ad Sorgen

En Sommerdags-Morgen,

Og derfor med Smil giennem Taaren: farvel

I Sommerdags-Kveld!








(KP)

Thursday, August 8, 2013

Tórshavn-Fuglafjørður t/r

Fuglfirðingurin Heðin Kambsdal letur upp framsýning í Havn í dag og Havnamaðurin, Marius Olsen læt upp framsýning í Fuglafirði í gjár. Báðir hava teir stóran áhuga fyri myrkri í ljósi, gøtuljósum á kvøldi ella fyri ljósglæmuni úr einum vindeyga í náttarmyrkri. 

Fernisering verður í dag frá klokkan 16 til 18 við verkum hjá Heðin Kambsdal í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn. Myndevnið hjá Heðin Kambsdal er ofta bygdin, tað mystiska ljósið tá myrkur og dagsljós brótast. Hann málar ljósið komandi úr erva millum tey døkku høgu fjøllini og speglast í fjørðinum. Gøtuljósini - tað man vera um kvøldið, um náttina ella kanska tíðliga sunnumorgun. Ljósið fellur á húsið, á úthurðina, tað mystiska, hvar eru fólkini, tær livandi verurnar? Kanska fólk eta náttura, hyggja í sjónvarp ella sova, hvør veit, men eitt er vist, fólk eru ikki at síggja í bygdamyndini, í vindeygunum, í hurðaopinum ella á vegnum. Húsið stendur sum fyri seg sjálvt, myndin er realistisk, men eisini onkuntíð meira abstrakt.

Hin framsýningin við myndum hjá meistaragrafikaranum Mariusi Olsen er í Ribarhúsi í Fuglafirði og varir inntil 3.september. Hansara myndir, sum í løtuni hanga á Listasavninum og Skipasmiðjuni eru fullgóð prógv um, at Marius Olsen er í listarligum toppformi. Hansara myndevni eru ofta menniskju og landsløg, hann fær ómetaliga nógv burtur úr tómleika og speglingum og tað hvílir eitt sorgblítt huglag yvir mongum av hansara landslags- og bygda- og býarlagslýsingum, sum leggja upp til, at áskoðarin hugsar sjálvur t.d. tá ein grindil (strikukota) er sett oman á eitt landslag ella tá ein ælabogi er svarthvítur og litkort er sett undir myndina.




(KP)

Last waltz í Pæsastovu í kvøld?

Í kvøld verður jamsession í Pæsastovu og ikki er óhugsandi at onkur bláur tóni ella fleiri verða at hoyra. Fyrireikararnir harmast um, at hetta møguliga verður seinastu ferðin við tónleikajam í søguligu húsinum úr 17. og 18.øld, tí Tórshavnar Kommuna er í ferð við at selja Pæsastovu. Eg havi nokk hoyrt hetta áður, men fái meg heilt erligt ikki at trúgva, at Tórshavnar Kommuna kann finna uppá at selja ein tílíkan mentanarligan og tónleikasøguligan dýrgrip og nei eg sipi ikki til óteljandi góðar veitslur í Pæsastovu í ymiskum listafólkahøpi við góðum sangi og tónleiki og eg tosi heldur ikki um, tá eg sjálv fyri nógvum árum síðani sang jazz í Pæsastovu. - Nei, eg sipi sjálvandi til, at Pæsastova var heimið hjá sjálvum J.C.Svabo (1746-1824), sum noteraði tónleikin, ið varð spældur í hansara samtíð í eina tjúkka nótabók, sum varð funnin á loftinum í hesum húsum í 1928. 

Pætursarstova er friðaður bygningur, ið eigur at vera varðveittur sum mentanarsøguligt monument hjá Tórshavnar býi. Eg nokti at trúgva uppá, at tey eru so ómentaði í Tórshavnar Kommunu, at tey kunnu finna uppá at selja Pæsastovu ella Hans Andriasar Hús, sum eisini er á listanum til tess at fíggja keypið av bygninginum hjá Bank Nordik, sum tey skulu brúka til egna fyrisiting. Sølulistin hjá Tórshavnar Kommunu sær soleiðis út: Jóannesar Paturssonar gøta (sosiala deild). M.A. Winthers gøta (B&U). Læknahølini í Jóannesar Pætursonargøtu. Tannlæknastovan í Tórsgøtu. AA-húsið
NSR Tænastan (Frælsið 30). Arnesminde. Hans Andreasar hús. Pætursastova. Radioamatørhúsið og Skúlin í Norðadali

Frá jam-fyrireikarunum:

Fyri at umfíggja 16 milliónir krónir, má Tórshavnar kommuna tíverri selja hetta, tað elsta varðveitta sethúsið í Havn. 
Men áðrenn tað hendir, fara vit at hava eitt seinasta kvøld við kókandi jazzi.Í manningini eru blendandi tónleikararnir:Leivur Thomsen á guitarAngelika Nielsen á lítlari violinMagnus Johannessen á klaverBárður Reinert Poulsen á stórari violinPer I. Højgaard Petersen á trummum
Thomas Loefke og Angelika spæla konsert kl 20, og jambandið fer á kl 21. 
Kom oman og spæl! 







(KP)