Wednesday, August 7, 2013

Heimasíðan hjá Listasavninum uppdaterað



Hurrá, heimasíðan hjá Listasavni Føroya er uppdaterað! Hon hevur annars verið pínliga steindeyð leingi. Mín egna røða til Ólavsøkuframsýningarupplatingina stendur m.a. at lesa á heimasíðuni, men annars er ikki lítið sum manglar, t.d. vísir bjálkin Núlivandi føroysk listafólk bert til limir í Myndlistafelagnum, men sambært Aase Bømler Olsen í Listasavninum, verður heimasíðan útbygt so líðand. Vit kunnu meta um hvussu hon riggar seinni. Fyribils mugu vit fegnast um kunningina um heystið 2013.

http://www.art.fo/fo/ 

Tiltøk heystið 2013 við fyrivarni fyri broytingum.


Mikudagur 28. august kl. 19.30
Ruth Smith -100 ár. Fyrilestur við stjóra Listasavnsins Nils Ohrt.
Fríggjadagur 30. august kl. 15.00
Framsýningin "Reyður skelkur" letur upp. Nýggjar myndir av Bárði Oskarssyni. Framsýningin heldur fram til og við sunnudagin 6. oktober.
Sunnudagur 1. september kl. 19.30
Hitt listafólkið: Samrøða millum Bárð Oskarsson og Birgitte Zacho, listafrøðing.
Mikudagur 25. september kl. 19.30
Janus Kamban – 100 ár. Samrøða millum myndahøggaran Hans Paula Olsen og stjóra Listasavnsins Nils Ohrt.
Fríggjadagur 11. oktober kl. 16.00
Framsýning við leirlistakvinnuni Guðrið Poulsen letur upp. Framsýningin heldur fram til og við sunnudag 24. november.
Sunnudagur 13. oktober kl. 15.00
Fyrilestur í Norðurlandahúsinum um modernaða norrøna leirkeralist við Lise Seisbøll, stjóra Danmarks Keramikmuseum, Grimmerhus. Sí www.nlh.fo
Mánadagur 14. til fríggjadag 18. oktober kl. 11.00 – 16.00
SAVNSFAGNAÐUR. Árligi savnsfagnaðurin í heystfrítiðini fyri børn og foreldur. Evnið í ár er VATN. Tiltakið er gjørt í samstarvi við Sjósavnið og Søvn Landsins.
Mikudagur 23. oktober kl. 19.30
Janus Kamban – 100 ár. Fyrilestur við arkitekti og høvunda Gunnar Hoydal umframt samrøða millum grafikaran/málaran Astri Luihn og stjóra Listasavnsins Nils Ohrt.
Mikudagur 13. november kl. 19.30
Hitt listafólkið: Samrøða millum Guðrið Poulsen og stjóra listasavnsins Nils Ohrt.
Mikudagur 27. november kl 19.30
Ein jólamynd: "Hugo van der Goes – Kristi føðing" (1480). Fyrilestur við stjóra listasavnsins Nils O

Síðsta útkall: Klaksvikaffærer



Nú er við at vera síðsti møguleiki at síggja Klaksvikaffærer, ta stóru framsýningina við málningum og grafikki hjá Claus Carstensen á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Hon letur aftur 11.august. Framsýningin fekk fimm hjørtu frá Peter Michael Hornung í Politiken. Næsta framsýning á Norðurbryggjuni verður við Bárði Oskarsson.



(KP)

Tuesday, August 6, 2013

Listarligar pallsetingar í Havn


Summarfestivalurin nærkast og tekur um endan á eini sannari hásesong innan list og mentan í Føroyum. Umframt tónleikafestivalar, Summartónar og alskyns mentanarstevnur kring landið, hava vit eisini sæð fleiri listaframsýningar. Í Havn hava framsýningarnar ikki verið heilt fáar í tali á lutfalsliga stutta teininum frá Ringvegnum oman á Skálatrøð og víðari út á Skipasmiðjuna. Sambært heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum er møguligt heilt fram til 25.august at síggja. Summarframsýningina haruppi, sum í ár fevnir um verk hjá tveimum listakvinnum, íslendsku Steinunn Thórarinsdóttir og føroysku Silju Strøm. Framsýningin er bæði at síggja í sjálvum Norðurlandahúsinum og ymsastaðni kring Havnar bý, har standmyndirnar hjá Steinunn Thórarinsdóttir eru settar upp. Merkiliga anonymar silvurgráar og rustreyðar standmyndir í menniskjastødd, sum ímynda androgynar persónar, og sum vit mugu staðfesta, eru ein ordans succes, skulu vit meta eftir móttøkuni. Fólk hava sum heild tikið heilt óvanliga væl í móti standmyndunum, ið tykjast hava eitt serligt áheitandi árin, sum hevur við sær, at fólk hava hug at nærkast standmyndunum. Á fotomyndum á facebook hava vit sæð tær bæði klemmaðar og mussaðar, men tiverri eisini koppaðar og maltrakteraðar. Umframt hesar standmyndirnar í likamsstødd hevur Steinunn Thórarinsdóttir eisini nakrar smærri standmyndir á framsýningini, sum eg ikki haldi vera eins væl eydnaðar og tær stóru, ið vinna við teirra likamligu hjáveru og samspælinum við býarrúminum.


Herverkið á standmyndina, sum situr á einum beinki framman fyri Kunningarstovuna í miðbýnum hevur við sær, at Tórshavnar Býráð fer at seta upp vakmyndatól í miðbýnum. At nakar yvirhøvur finnur uppá at koppa eina standmynd, sum stendur fáar metrar frá parlamentinum kundi bent á, at miðbýurin av sonnum er steindeyður. Á portalinum hevur ein rúgva av fólkum kolldømt hesa seinastu beistagerðina. Tað er sjálvandi freistandi at seta listaherverkið í samband við ta vantandi virðing fyri listini í okkara samfelag, sum vit síggja endurspeglað í politisku skipanini, men ógvusliga fólksliga reaktiónin ber hinvegin brá av, at nógvir føroyingar eru serstakliga góðir við listina. Holli fólksligi stuðulin hevur kanska eisini okkurt við sjálvar standmyndirnar at gera, tí tær hava okkurt kærleiksfult yvir sær og tað er kanska ikki so løgið, tí á áhugaverdu samrøðuni við listakvinnuna, sum er at lesa í kataloginum skilst, at listakvinnan í fleiri førum hevur brúkt kroppin hjá soninum grundleggjandi fyrimynd fyri figurarnar. Einstøku standmyndirnar eru ikki í sjálvum sær eins áhugaverdar og verkætlanin, ið fevnir um eina vitjan ella eina tíðaravmarkaða skulpturella hjáveru hjá eini røð av standmyndum. Standmyndirnar eru sostatt áhugaverdar í mun til ta reaktión og interaktión, tær fremja í teirra umhvørvi. Standmyndirnar eru greidliga settar upp við ansi fyri tí tilfarsliga og av tí sama rigga tær sera væl har tær standa á grasi, asfalti, vatni og træi. Í áðurnevndu samrøðu, sum er prentað í kataloginum, sigur Steinunn Thórarinsdóttir: "Tosa vit um tamarhald, so missi eg tamarhaldið, beint sum eygleiðarin kemur inn, tí hann ella hon broytir verkið aftur. Fólk sættast ofta væl við figurarnar, taka teir til sín, og onkuntíð verður trúnaðurin millum figur og eygleiðara mestsum ov mikil! Eg haldi, at ta er tí, at verkini eru í likamsstødd. Av tí at figurarnir taka sama pláss í rúminum, sum vit gera, eru teir ofta sera atkomuligir. Teir tykjast ikki at hava nakran ágangandi eginleika - heldur tykjast teir meira óheftir. Tískil ræða figurarnir ikki fólk."



Sæð burtur frá, at teirra list er ímyndandi/figurativ og sostatt eisini frásagnarlig/ narrativ, og so tað, at listakvinnurnar báðar eru útbúnar í Stóra Bretlandi, haldi eg ikki, at listarligi dialogurin millum tær tvær listakvinnurnar er serliga sjálvsagdur. Meira enn tríati ár eru millum tær, Steinunn Thórarinsdóttir er fødd í 1955, men aldursmunur er eyðvitað ikki til hindurs fyri listarligum samskifti, og eg kann sjálvandi ikki annað enn fegnast um øll høvi, sum unga dugnaliga listakvinnan úr Vestmanna, Silja Strøm (f.1987) fær at sýna fram her í heimlandinum. Tað kann tykjast vandmikið hjá einum ungum listafólki við so nógvum undanvindi so tíðliga í lívinum, sum Silju Strøm hevur verið fyri, men hon er óvanliga tíðliga búgvin listakvinna, samstundis sum hon megnar at halda fast í listarligu leitanini, hetta síggja vit t.d. í hennara støðugu leitan út um ta fýrakantaðu myndarammuna, sum á hesari framsýningini m.a. úrslitar í kúlu- og terningaskapaðum verkum. Myndamálið er fínligt og stýrt, og samanumtikið høvdu hesi elegantu verkini verið betri presenteraði, eins og tey høvdu verið meira ótarnaði og samlaði visuelt sæð, um tey vóru framsýnd í Skálanum heldur enn í ófriðarligu forhøllini og á risastóra Klingruvegginum. Norðurlandahúsið hevur av óvissum orsøkum valt ikki at brúka Skálan til Summarframsýningina í ár. Men unnir áskoðarin sær bert eina stutta løtu til hvørt verk hjá Silju Strøm, ber til at fáa nógv burtur úr hesum konsentreraðu verkum, sum í støðum sameina tvær meginrásir, figurativt myndamál við abstraktiónir av flatum og geometriskum figurum.


Henda framsýningin hjá Silju Strøm tykist innihalda eina kanning og ein samanrenning av ymiskum dimensjónum, har flata, rúmd, vertikalar og horisontalar, tíð og stað verða granskað og vend eins og listarlig fyribrigdi. Løgini eru mong bæði tá tað kemur til fyrireikandi arbeiðið hjá listakvinnuni við eini ørgrynnu av myndum, sum hon tekur støði í og sum verða teknaðar av, settar saman, tiknar burtur, settar inn onkra aðra staðni. Endaúrslitið er kollasjukent og gongur í ein ávísan mun út uppá endurnýtslu av tilfari, sum verður sett inn í ein nýtt høpi og sum á henda hátt skapar nýggjar søgugongdir. Myndirnar hjá Silju yðja av søgum, sum tó ikki lættliga lata seg upp. Figurarnir kunnu vera samanhangandi samstundis sum teir hvør sær tykjast einsamallir og avbyrgdir og kenslan av fremmandgerð/verfremdung er áleypandi enn sum áður. Hesin heimurin tykist enn meira teatralskur enn nakrantíð, í hesum føri er tað eisini áhugavert, at myndirnar í Kringluni jú hanga í einum pallrúmi. Einstøku verkini kundu verið partar av einari skiftandi scenografi í einum leiki, sum byrjar av nýggjum hvørja ferð ein nýggjur áskoðari stígur inn á pallin. Áskoðarin varnast kanska tann sterkt lødda psykologiska spenningin ella huglagið, sum kann vera stuttligt ella syrgiligt, men eftirsum eingin kronologi er og eingin kend skipan av narrativa universinum er til staðar, verður útsøgnin sera sveimandi og tá ber til at fáa eina nýggja søgu burturúr hvørja ferð hugt verður eftir myndini. Henda søgan kann bæði vera tilverulig og listarlig, men tað áhugaverda liggur kanska serliga í sjálvari upploysnini av teimum algildu søguskipanunum, tí hetta úrslitar í eini sermerktari listauppliving, sum vit kunnu nevna analoga, og sum hendir í hvørjum áskoðara í tí løtu, tá hann ella hon hyggur upplivir verkini og ymsir týdningar lata seg upp.



(KP)

Monday, August 5, 2013

Orð uttan landamørk

Words Without Borders er eitt altjóða bókmentatíðarrit á internetinum, sum gevur út bøkur og týðingar. Words Without Borders hevur 11.000 fylgjarar á Twitter og hendan mánaðin setir tíðarritið føroyskar bókmentir á breddan við týddum  yrkingum hjá Sissal Kampmann, Vónbjørt Vang og Tóroddi Poulsen. Randi Ward týddi føroysku yrkingarnar. Heimasíðan er áhugaverd, lesið her:
This month we showcase writing from Brazil. With the country's current upheaval in the international spotlight, the writers here provide insight into this complex nation's culture. Cristhiano Aguiar, Carol Bensimon, Horácio Costa, Orides Fontela, Angélica Freitas, Armando Freitas Filho, Rodrigo de Souza Leão, Vinicius Jatobá, Antônio Moura, Laurenço Mutarelli, and Antônio Prata contribute fiction, poetry, and nonfiction. Guest editor Stefan Tobler provides an introduction and several beautiful translations. We thank the Fundação Biblioteca Nacional of Brazil for their generous support of the issue. In our special section, we present poetry from the Faroe Islands by Sissal Kampmann, Tóroddur Poulsen, and Vónbjørt Vang.

Poetry from the Faroe Islands

The round table is the eye

on the bed

the expiration date


Sunday, August 4, 2013

Short and sweet

29. juli hava vit vanliga her á blogginum eitt lítið innlegg um hvat løgmaður finnur uppá at siga um mentan í ólavsøkurøðuni. Tað hava vit ikki havt í ár av tí einføldu orsøk, at eingin okkara hevur lisið røðuna. Men tað hevur hesin grái sunnumorgunin í august broytt. Eg  havi fyrr í ár róst Sambandsflokkinum, tað var í mars, tá flokkurin hevði landsfund, tá eg helt, at fundarsamtyktin var nakað av tí skilabesta, eg havi lisið leingi. Viðvíkjandi mentan altso. Tá bar tað mær ikki til at rósa Sambandsflokkinum uttan samstundis at nevna, at tann flokkurin hevur staðið fyri størsta mentanarpolitiska afturstiginum í áratíggjur, nevniliga skerjingini av mentanargrunni landsins. Eg ætli mær eisini at rósa Sambandsflokkinum í dag og støðan er júst hin sama sum í mars. Eg fái meg ikki til tað uttan at nevna, at teirra álop á list, menning og kritiska hugsan fer at standa í skammibókini í allar ævir.

Men við tí úti úr skipanini fari eg víðari við rósi, tí eg haldi í grundini, at brotið, sum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevði um mentan í ólavsøkurøðuni í ár var eins skilagott og tað var stutt. Brotið ljóðar soleiðis: "Tjóðin er rík, tí okkara mentan stendur í blóma, sum í fjølbroytni setir sín dám á okkara tilveru. Á hesum oyggjum býr eitt skapandi fólk, eitt tilfeingi, sum vit stuðla og virðismeta. Skapandi listin gevur okkum nógvar góðar og virðismiklar upplivingar innan tónleik, myndlist, sjónleik og tað skrivaða orðið. Ætlanin er at seta eitt lista- og mentanarráð við tí endamáli at samskipa mentanarstuðulin betri og styrkja fakligu ráðgevingina."

At eg sjálv eri ein sonevndur listaserkønur persónur hevur møguligvís eitt sindur við málið at gera, og tað er kanska eitt sindur ov eyðsæð, at eg haldi, at vit eiga at bøta um og styrkja fakligu ráðgevingina. Men tað haldi eg og eg haldi, at tað er lemjandi fyri politiska mentanarkjakiðð, at tað ALTÍÐ er onkur forbrendur politikari, sum fer upp á røðarapllin, tá mentan er á skránni og ber fram okkurt avbrigdi av hesum óbegávaða setningi :"Men hvør kann í grundini avgera hvat tað er fyri list, vit skulu stuðla?". Hesum kóri syngur løgmaður tíbetur ikki við í.

At eg eisini sjálv eri í mentanargrunni landsins ávirkar kanska mín  hugburð í mun til ólavsøkurøðuna. Mær dámar væl at hoyra, at mentanarstuðulin skal samskipast betri. Tí eg veit, at hann ikki fungerar optimalt, tí eg veit, at peningurin ikki altíð verður brúktur har, sum størsti tørvur er á honum og tí eg haldi, at tað er neyðugt fyri listastuðulin, fyri at hann skal yvirliva, at peningurin verður brúktur á skilabesta hátt. Tað er ikki bara paranoidar løtur, at eg illtonki allar politikarar, sum ikki vilja broyta stuðulsskipanina fyri at ætla sær at avtaka hana við ikki at kunna vísa á hvussu neyðug hon er í samfelagnum.

At orðið tjóðpallur og mong onnur umráðandi orð ikki vóru partur av ólavsøkurøðuni er sjálvandi heldur ivasamt, men fær Sambandsflokkurin upp í lag at stovna eitt listaráð henda komandi mánaðan (hvussu langa tíð tók tað í grundini at innføra flatskattin?), ja so kann listaráðið jú arbeiða við øllum tí, sum løgmaður gloymdi í rokanum ólavsøkudag.

Saturday, August 3, 2013

Vónir á sanganna veingjum




Sangur og list fylltu lutfalsliga nógv av ólavsøkusendingini hjá Kringvarpinum. Hjá kórsangarum er ólavsøkan altíð merkt av sangi so ella so, t.d. av stóra Ólavsøkukórinum, sum syngur hátíðarløtuna 29.juli, tá tingfólk og prestar ganga úr kirkjuni niðan í løgtingið. Aftur í ár ljóðaði tað væl, Kári Bæk stjórnaði og hann dugir væl. Tað er ikki bara sum at siga tað at stjóra einum so stórum kóri. Eg helt, at serliga sangurin hjá Paula í Sandagerði og Regini Dahl "Heystmorgun í Havn" ljóðaði væl og eg veit, at hann ikki er heimsins lættasti at fáa at rigga. Ólavsøkuaftan var óvanliga fínur kórsangur í útvarpinum. Eg hevði sjálv ætlað at vera við bæði í hesum kórinum og Ólavsøkukórinum, men Ólavsøkuframsýningin fór við allari tíðini í ár.

Í staðin fekk eg góðu upplivingarnar framman fyri útvarpinum í stovuni av sterkum, reinum røddum í dynamiskum samljóði. Hesin upplyftandi ljómurin av úrvalskórinum, sum Leif Hansen stjórnaði í Vesturkirkjuni ólavsøkuaftan fekk satt at siga gamlar vónir hjá undirritaðu at vakna við aftur um at seta eitt úrvalskór at vera tilknýtt í sambandi við útvarpssendingar, bæði gudstænastur og morgunlestur.

Siðin við morgunlestri hvønn morgun vilja nógv ikki vera fyriuttan, mótmælini vóru í hvussu so er mong, tá Kringvarpið herfyri umhugsaði at niðurleggja sendingina. Lat meg viðmerkja, at eg sjálvandi havi allarstørstu virðing fyri øllum teimum, ið hava ómakað sær at syngja higartil á upptøkunum hjá Kringvarpinum, eg veit, at hetta á sama hátt sum nógv annað kirkju- og meinigheitsarbeiði er ólønt arbeiði, sum fólk gera av hugaheitum hjarta til tess at hjálpa. Men tað undrar meg í einum landi við so nógvum góðum sangarum sum í okkara, at vit ikki raðfesta góðan kórsang hægri, tá vit nú t.d. raðfesta morgunlesturin so høgt sum vit gera. Eg plagi viðhvørt at lurta eftir morgunlestrinum hjá BBC og DR, sum bæði gera nógv burtur úr sanggóðskuni. Báða staðni hevur morgunlestur verið á skránni í yvir 80 ár, DR ger so nógv burtur úr, at tey hava livetransmissión hvønn morgun úr Vor Frue Kirke, sangurin er fantastiskur hvønn morgun. Vit hava bæði framúrskarandi sangarar og kórleiðarar og raðfesta kristniboðskapin lutfalsliga høgt - skulu vit ikki raðfesta musikalska partin hægri, so at dygdin gerst betri?



http://www.bbc.co.uk/radio4/longwave_listen.shtml
http://www.dr.dk/p2/morgenandagten
http://kvf.fo/netvarp/old

Her er upptøkan frá nevndu ólavøkuaftansgudstænastuni í Vesturkirkjuni

http://kvf.fo/netvarp/uv/2013/07/28/gudstnasta-vesturkirkjuni








(KP)

Friday, August 2, 2013

Modernað dansiteatur í Skeiva Pakkhúsi í Havn





TAKE ME INTO YOUR SKIN er heitið á eini intensivari dansisýning um tvingsilsnevrotiskan atburð, ið útviklar seg millum tvey fólk, ið ikki fáa tað, tey vilja hava frá hvørjum øðrum, hóast tey leita og kempa fyri tí. Tað snýr seg um longsul, um eina tærandi tráan eftir at fylla eitt tómrúm innaní, um at vera bundin av onkrum, ið skaðar teg.

Umvegis dansin uppstanda dramatiskar og kensluligar løtur. Myndir, frásøgur og inntrykk dánast fram í eini limbo-líkandi støðu, ið hesi bædi fólkini eru stødd í, medan ein triðji leiklutur stillisliga eygleiður tey.

Koreografur: Elina Akhmetova (RU)
Dansarar: Elina Akhmetova, Búi Rouch (FO), Elien Rodarel (F)

DREI
- er ein umtulking av upprunastykkinum DREIZEHN - eitt stykki vid 13 monnum, ið bleiv framført í Gasteigteatrinum í München í Mai 2013. Til hetta høvið verður stykkið sostatt umskapað til eina mannliga trio. Koreografiska tilfarið ferðast frá organiskum/flótandandi rørslum yvir í tað meira ráa og eksplosiva. Saman við gátuføra tónleikinum verða tankarnir leiddir til asketiska munkatilveru og kríggj.

Koreografur: Johannes Härtl (DE)
Dansarir: Matteo Sacco , Elien Rodarel, Búi Rouch

e-SOLO:
Hvat sker tá fimm dansarar við hvør sínari solo hittast og skulu seta tær inn í eitt scenario, har hesar solo'irnar skula framførast saman og geva meining? Vid dramatiskari vegleiðing frá einum leikstjóra fara vit at kanna hetta vikurnar undan frumframførsluna, tá dansararnir hittast fyri at venja saman til sýningina. Tað snýr seg um at hava lívligt hugflog, vera opin fyri góðum hugskotum og ikki at aftra seg. Vit eru spent uppá úrslitið og vænta okkum bilsnar reaktiónir, og at áskoðarnir verða tiknir á bóli!

Leikstjórn: Sóley Danielsen (FO)
Dansarir: Andrea Joensen (FO), Elin Maria Nolsöe(FO), Búi Rouch, Elien Rodarel, Matteo Sacco. Fyrsta sýningin var í kvøld klokkan seks. Komandi sýningar verða:
Leygardag 3. August: 18.00 og 20.00
Sunnudag 4. August: 17.00

Prísur: 80 kr. (Lesandi: 60 kr.) Atgongumerki kunnu bíleggjast á tlf. 587782 (ring ella send sms vid tali av gestum og navni) ella vid dyrnar. Sýningarnar vara ein lítlan tíma.





(KP)

Røða til upplating av Ólavsøkuframsýningini 2013




Tá Teitur Lassen herfyri presenteraði sína komandi fløgu Story Music, segði hann tað vera serliga umráðandi fyri seg, at útgávan var framleidd heima í Føroyum, tí hann metti hana vera í ætt við ta serstøku føroysku søgusigaramentanina, okkara serliga áhuga fyri at siga søgur og at lurta eftir søgum, sum hevur verið náttúrligur partur av føroyskari almúgumentan langt áðrenn nakar yvirhøvur var komin í tankar um at tekna ella mála myndir . Hetta er nakað, eg havi hugsað eitt sindur um hesa vikuna, meðan vit hava hongt Ólavsøkuframsýningina upp, tí hon er full av søgum.

Henda Ólavsøkuframsýningin er bæði kuraterað og sensurerað, tað merkir, at eg havi biðið nøkur listafólk at koma við verkum, men øll hava harumframt havt møguleikan at senda inn verk. Tankin hjá mær hevur verið at taka støði í upprunaliga konseptinum hjá Ólavsøkuframsýningini og altso blanda avrik hjá leikum og lærdum. Ólavsøkuframsýningin í ár er ógvuliga fjølbroytt, við eru 41 luttakarars og næstan hálvfjers ár eru millum elsta og yngsta luttakara á framsýningini, tað eru teir báðir Lukas Tóroddur Sass og Erik Heide, ið eru ávikavist 11 og 80 ára gamlir. Men fleiri ungir luttakarar eru við á framsýningini, og eg eri serliga takksom fyri ungu undirtøkuna.

Millum upprunaverkini havi eg sett postkort inn av kendum verkum hjá Mikines og Ingálvi av Reyni, men eisini hjá Arnold Vegghamar, Sigrun Gunnarsdóttir og fleiri. Henda uppheingingin avspeglar óhátíðarliga mátan, sum nógv folk brúka í prýðingini heima, men skal eisini fatast sum ein ítøkilig roynd at sameina áhuga- og yrkislistina. Kjallaramálarin, útisetin Tóroddur Poulsen hevur ein rættiliga stóran leiklut á framsýningini m.a. sum veggjamálari saman við soninum, Lukasi, men hann hevur eisini bæði oljumálningar og vatnlitamyndir við á Ólavsøkuframsýningini. Smáu vatnlitamyndirnar leiða áskoðaran oman gjøgnum tær mongu søgurnar á vegginum oman í kjallaran, har "Harra Hol" heldur Ólavsøku aftur við videolagnum, sum framúrskarandi listamaðurin Dennis Agerblad hevur gjørt til yrkingina "Flaggið/ Flaget" hjá Tóroddi Poulsen. Hesin óskikkiligi "Harra Hol" er afturvendandi figurur í myndaheiminum hjá Tóroddi Poulsen og er útgjørdur við signaturinum hjá einum listamanni, ið kallar seg Bi Zarré. Myndir av Harra Hol eru altíð eyðmerktar ©Túalfagralandmíttproductions, og eg haldi, at tað skuldi rigga væl til okkara tjóðarhátíð. Í serstaka verkinum "Sunnumorgun" hjá Tummas Jákupi Thomsen úr Gøtu hómast sama slag av kerligum speisemi í rúmligu installatiónini, sum ímyndar eitt friðsælt bygdarlag við pílahúsum, kirkju og bilum. Allir teir stóru hvítu bilarnir standa uttan fyri, tí teir ríku eigararnir eru í kirkju.

Ólavsøkuframsýningin er full av søgum, m.a. um ein sniðgeva, sum á ólavsøku loypur út í myndlistina. Jóhanna av Steinum er kend sum dugnaligur sniðgevi, eitt nú hava hennara litføgru troyggjur verið sera vælumtóktar síðstu árini. Hetta er mær vitandi fyrstu ferð, hon tekur lut sum myndlistakvinna og hon hevur fingið heiðursplássið undir liðini av sjálvum nestorinum innan føroyska list, grundleggjaranum av føroysku myndini av bygdini við sjóvarmálan. Men meðan Zacharias Heinesen skapar mynstur á løriftinum við støði í náttúrunar ljósi og vætu, fer Jóhanna av Steinum hin vegin, tá hon umskapar mynsturskap til eitt slag av rúmligum stjørnukortum, sum eru bundin við tógvi og sum hon hevur skapað við íblástri í figuratiónum hjá Hanna Bjartalíð. Tey trý frálíku træobjektini hjá Hanna Bjartalíð minna eitt sindur um smáttur ella lívbjargaratorn, men eru í veruleikanum uttan funktionalitet, hugtakandi stillar og kenslubornar standmyndir úr lívrunnum endurnýtslutilfari. Mynstrini hjá Silju Strøm bera av øllum í fínleika í tveimum smáum myndum, sum ikki tykjast endurspegla veruleikan, men sum onkursvegna viðgera tað menniskjagjørda og kunstiga. Silja Strøm er onnur av teimum báðum framsýnarunum á Summarframsýningini í Norðurlandahúsinum, so tað er ein serlig gleði, at hon hevur givið sær tíð at vera við her eisini. Sjálvt um hon er ung, er hon listarliga búgvin, lat meg nýta høvið at viðmæla øllum at fara niðan í Norðurlandahúsið og at ogna sær katalogið, sum Inger Smærup Sørensen hevur gjørt. Her fæst meira at vita um áhugaverdu listarligu hugsaninar hjá Silju Strøm.

Ólavsøkuframsýningin 2013 er sett saman av fleiri smærri framsýningum, t.d. havi eg  valt út myndir í Steinprenti og gjørt eina temauppheinging út frá heitinum "Hvør fuglur letur við sínum nevi". Grafikkúrvalið er á so mangan hátt dømi um fjølbroytnið í framsýningini, sum eisini telur útlendskar framsýnarar. Umframt fuglamyndir hjá m.a. Erik Heide, er eisini  pláss til nakrar fínar humoristiskar seyðalýsingar hjá Fríðu Matras Brekku, sum saman við Jan Andersson hevur Steinprent á Skálatrøð í Havn. Náttúra og serliga fuglar hugtaka danska listamannin og veiðumannin Svend-Allan Sørensen, og tað sama ger amerikanski rithøvundurin Henry David Thoreau og hansara tankar um einfaldan livihátt, sum vórðu lýstir í víðagitnu bókini "Walden - Life in the woods". Men tó at myndirnar hjá Svend-Allan á ein hátt eru einfaldar, innihalda tær einki naivt ynski um at venda aftur til náttúruna. Heldur er talan um subtilt og rættiliga poetiskt skemt og konseptuella list.

Partar av Ólavsøkuframsýningini 2013 eru eins og tysjandi aldur av myndumt, meðan framsýningin aðrastaðni er meira stýrd og einføld á sama hátt og vanligar yrkislistaframsýningar. Marius Olsen og Hansina Iversen sýna hvør í sínum lagi fram fýra dygdarverk, sum tó at tey eru ávikavist figurativ og nonfigurativ, tala til hvørt annað og skapa eina fjálga og klára harmoni, ið breiðir seg um alt framsýningarrúmið yvir til tey vøkru, men meira hugsaðu verkini hjá Jóhan Martini Christiansen. Hansara framsýning í fjør í Henningsen contemporary hevði undirheitið "About the Understanding of Space and on the Matters of My Latest Lover, R", sum eg haldi sigur nokk so nógv um hansara arbeiðshátt, ið á ein serstakan og áhugaverdan hátt fevnir um subjektivt og objektiv í senn, um kensluborin minni og um meira vísundaliga grundað viðurskifti millum skap og rúm. Ein vøkur mynd í rørandi fotomyndarøðini hjá Onnu Kathrinu Højgaard lýsir tvær hendur, sum eg haldi meg kenna aftur og sum tilhoyra eini konu, sum býr á Tjarnargarði. Hendurnar við flottum reyðlakeraðum neglum eru merktar av árunum, men eg haldi ikki, at hetta er ein sentimental mynd. Hon er á sama hátt og hinar ein rúmlig og vøkur lýsing av ymiskum tíðarskeiðum í lívinum, av barndómi, aldurdómi, sjúku og arbeiðslívi.


Ólavsøkuframsýningin 2013 er full av søgum, m.a. sigur hon søguna um nøkur listafólk, sum hava verið nóg djørv at loypa heilt út í tað, at flyta heimanifrá og søkja sær útbúgving og royndir uttanlands, tí tað er neyðugt. Tað hoyrir jú við til søguna, at áðurnevnda útgáva, Story Music hjá Teiti Lassen ikki hevði kunnað verið framleidd í Føroyum fyri tjúgu-tretivu árum síðani. Ein tílík útgáva hvílir í rættiliga stóran mun á ta tónlistarligu menningina, sum er hend í Føroyum orsakað av Musikkskúlanum. Sostatt kunnu vit eisini siga, at Ólavsøkuframsýningin sigur eina søgu um ein manglandi føroyskan listaskúla og harvið sigur hon eisini søguna um eina politiska skipan, sum hevur eitt sindur ilt við at taka listina í álvara, hetta sóu vit seinast dømi um, tá listastuðulin varð skerdur og á vantandi reaktiónum, at mótmælini als ikki tykjast rína við maktina.


Lat meg at enda takka Listafelag Føroya fyri álitið, hetta hevur verið ein avbera stuttlig uppgáva, sum eg á ongan hátt hevði klárað uttan hjálp frá listafólkunum og frá Oggi Lamhauge og Johan Martin Christiansen. Jóhan Martin Christiansen eigur fýra serstakliga áhugaverd verk á framsýningin. Ingálvur av Reyni er hansara stóra fyrimynd og anekdotir, søgur eru ikki týdningarleysar í hesum sambandi. Tá vit møttust fyrr í ár spurdi Jóhan Martin um eg ikki visti onkra søgu um Ingálv av Reyni og sjálvandi visti eg tað. Tað sama visti flytimaðurin, sum var í arbeiðsørindum her á Listasavninum í gjár. Tí vit eru eitt søgusigandi fólk og áhugin fyri listini er stórur. Farið nú inn og gerið tykkum tykkara egnu listasøgur burtur úr Ólavsøkuframsýningini 2013.


Kinna Poulsen

Haldgóð Heyst-Summarframsýning



Satt at siga er hetta ikki fyrstu ferð, eg má leita í orðaskjáttuni eftir rætta orðinum, tá orðið, sum fellur mær í huga, tá eg skal lýsa eina framsýning, er danskt. Tað er orðið gedigen, eg hugsi um, og sum á føroyskum merkir nakað tað sama sum, at Summarframsýningina hjá Heystbólkinum,framsýningin er haldgóð, ektað og dygdargóð. Eingin ivi er um, at henda framsýningin er føroysk í sinn og skinn. Hon er heldur minni í vavi enn hon hevur verið áður, tí allir limir í bólkinum ikki taka lut, men hon minnir allíkavæl nógv um Heystframsýningarnar, sum hava verið, og tað merkir tað sama sum, at tað snýr seg um eina góða, fjálga framsýning við ekspressionistiskari list, sum er lutfalsliga hevdbundin og sum í støðum er eins og ein ferð aftur í tíðina.

Samanumtikið hevur framsýningin ein ljósan, lættan dám, ljómandi litirnir hóska summarinum til og framsýningarrúmið er enn vakrari enn tað plagar, nú endaveggurin er bygdur saman til ein stóran, reguleran vegg. Her hanga stóru málningarnir hjá Hjördis Haack, sum eru veruleikakendar náttúrumyndir við stórum, illusionistiskt málaðum gullrammum. Hesi verkini kundu verið eitt slag av víðarimenning av teimum myndunum, sum hon hevði við á seinastu Heystframsýningini, meginreglan er í øllum førum tann sama við sjónarringinum, sum er koppaður á skák. Horisontlinjan gongur næstan diagonalt gjøgnum myndaflatan og myndirnar eru hongdar á skák á veggin soleiðis, at sjónarringurin gerst nøkulunda beinur. Hjördis Haack hevur áður arbeitt við stórslignum speglingum í gátuførum og hugtakandi náttúrulýsingum, hon er ein ómetaliga dugnaligur málari, men hesa ferð má eg viðganga, at eg umframt árinið við koppaða sjónarringinum, havi heldur ilt við at fáa nakað burtur úr hennara verkum. Eg havi í onkrum ummæli av Heystframsýningini staðfest, at standmyndirnar hjá Andriasi Andreassen tykjast rættiliga gamaldags og hetta er av sonnum eisini galdandi fyri hansara standmyndir á verandi framsýning. Støðið undir hansara royndum er fronsk standmyndalist miðskeiðis í 19.øld, men eg haldi, at tann eina portrettmyndin av einari grønlendskari kvinnu er kensluborin og vøkur (og heilt øgiliga gamaldags).



Málningarnir hjá Bárði Jákupsson eru ómetaliga vakrir. Teir skyggja í djúpum, gyltum og okker litfarrum, ið fjálga um tey lýsandi bláu og violettu, rytmisku málningastrokini, sum savnast av svørtum klettum og djúpgráum támi. Dygd merkir somuleiðis málningarnir hjá Zachariasi Heinesen, serliga eina lítla kompositión við grundlitunum, sum er dømi um hvussu einfalt tað ber til at skipa eitt framúrskarandi avbrigdi av føroysku grundmyndini, sum Zacharias Heinesen sjálvur hevur verið við til at skapa við støði í føroyskari naturalismu og franskari impressionismu. Klassiskir og framúr góðir eru somuleiðis teir ultramarinbláu málningarnir hjá Tróndi Patursson, men hann hevur eisini ein vakran glasmálning, sum ljós er aftanfyri og sum er partur av eini altartalvu til kirkjuna í Vrå. Glasmálningurin avmyndar ein mansfigur miðskeiðis í bláa myndarúminum, men . Í mun til stílin í glasmálninginum, tykist hesin mansfigururin ikki serliga væl eydnaður, hann minnir meira um eina fittliga illustratión uttan neyðuga dramatiska tyngd, sum hann kundi sæð út í eini barnabók ella teknirøð.


Standmyndirnar hjá Brandi Patursson minna aftur hesa ferð um fremmandar verur, alien, sum hava verið úti fyri týning av onkrum slag. Nonfigurativu myndirnar hjá Hansinu Iversen eru aftur á hesari framsýning dømi um ein málara á toppinum, sum veit hvat hon vil og sum er nóg roynd og dugnalig til at gera júst tað, sum hon ætlar og tað sama er galdandi fyri Marius Olsen, sum er farin at eksperimentera við myndastøddum. Hann hevur gjørt nakrar elasmáar etjingar, sum eru ómetaliga væl úr hondum greiddar. Myndevnini hjá honum eru sum vant av landsløgum og fólkum. Gestur á framsýningini í ár er finska Ilona Raipala, hvørs frægastu myndir tykjast vera inspireraðar av myndamálinum hjá Mariusi Olsen, eitt nú er búrið hjá tikaranum evnað til av einum grindli (strikukotu). Hin grafikarin í bólkinum, Bjarne Werner Sørensen arbeiðir á ein heilt annan hátt enn tey bæði, í nonfigurativum myndum, ið vísa á teir mongu møguleikar, sum henda millum grundmótsetningarnar svart og hvítt skapa. Tummas Jákup Thomsen hevur eina hugfarsliga røð av pappírsmyndum av sonevndum pílahúsum saman við einum hangandi lítlum objekti, sum somuleiðis ímyndar eitt pílahús.


Torbjørn Olsen prógvar, at hann er ein av okkara bestu málarum í kvinnumyndunum, sum ikki eru so eindimensionelt erotiskar, sum tær hava verið áður, men sum tykjast poetiskar, frásagnarligar og dramatiskar. Serliga tann stóri reyði oljumálningurin hugtekur. Hann avmyndar eina unga kvinnu, sum liggur nakin á eini song miðskeiðis í myndarúminum. Hetta er í grundini ikki nøkur vanlig portrettmynd, men minnir meira um eina symbolska mynd, eitt avbrigdi av gamla myndevninum av gróðrarmiklu gentuni og lívsoyðandi deyðanum. Myndevnið stavar afturi úr miðøld/renesansu, men deyðsfikseraðu symbolistarnir síðst í 19.øld høvdu sjálvandi stóran áhuga fyri tí. Eivør Pálsdóttir trívur í sama evni í sanginum True Love, sum Heiðrik á Heygum gjørdi videolag til. Myndin hjá Torbirni Olsen eitur "Eitt brotsverk" og hon vendir klassisku mótstillingini við lívsjáttandi ungu kvinnuni og deyðanum við. Eitt nú sær gentan út til at vera á tremur av lívi, meðan gerningsmaðurin, listamaðurin bert anir kámt afturi í reyða myrkrinum. Henda meistaraliga myndin fevnir sostatt eisini um eitt sjálvsportrett, har listamaðurin lýsir seg sjálvan í nøkrum fáum, eirindaleysum strikum. Søgan, sum verður søgd er fleirtýðug og eins stórbær, sum bara Torbjørn Olsen  megnar at mála í eini ekspressivari mynd, sum er sannførandi og sum eisini ger tað líka mikið um stílurin er gamaldags ella ei. Farið sjálvi og hyggið.  Framsýningin í Listahøllini á Rundingi á Skipasmiðuni er opin inntil 18.august hvønn dag frá klokkan 15-18.








Tróndur Patursson


Hansina Iversen

Tummas Jákup Thomsen


 Torbjørn Olsen

Torbjørn Olsen

Andrias Andreassen

Ilona Raipala


Ilona Raipala

Bárður Jákupsson

Bárður Jákupsson

Andrias Andreassen

Zacharias Heinesen

Zacharias Heinesen


Bjarne Werner Sørensen

Hjördis Haack


Hjördis Haack

Brandur Patursson

Brandur Patursson

Marius Olsen

Marius Olsen

Hansina Iversen



Tummas Jákup Thomsen


Tummas Jákup Thomsen












(KP)

Thursday, August 1, 2013

Tørvurin á sponsorum innan mentanina økist


Sponsorvirksemið er vaksandi á mentanarøkinum. Í Danmark hevur gongdin verið týðilig nú í fleiri ár, eitt nú hevur kongaliga teatrið í danska høvuðstaðnum dugað ógvuliga væl at brúka sponsorar í teirra framleiðslum,  men eisini í Føroyum hava vit tørv á sponsorum, fundraising og stuðuli, og hetta verður gjørt í ein ávísan mun, eitt nú eru nakrar av teimum stóru bókaútgávunum hjá Listasavninum sponsoreraðar. Her heima plagdi Føroya Banki at ganga fremstur í stuðulinum av listini og fyri tað fekk bankin tað størsta og týdningarmesta savnið av eldri føroyskari list, men seinnu árini hava bankarnir ikki keypt nógva list. Tað er spell, tí tað ber nógv gott við sær at satsa uppá list og at byggja upp eitt savn til gagns fyri viðskiftafólkini, tvs. allar føroyingar. Fleiri mátar eru at stuðla uppá og hesi seinastu árini havi eg sum mentanaraktørur serliga upplivað, at fyritøkur sum Okkara og Tryggingarfelagið eru fúsar at stuðla á ymiskan hátt. Tryggingin vísur áhuga fyri listini við t.d. at stuðla Listablogginum og mentanarblaðnum í Dimmalætting, punktum.fo við reklamum. Til ferniseringar í Steinprenti hevur bryggjaríið Okkara stuðlað og Ólavsøkuframsýninginar-ferniseringina í Listasavninum stuðlaði Føroya Bjór við øl og sodavatni. Alt ger mun, tað er klæðiligt og gagnligt, tá vinnan stuðlar listini, og hetta fer ivaleyst at vera gjørt í størri mun og við størri hugflogi enn higartil.

Her er ein áhugaverd grein í Berlingske Tidende um vaksandi sponsorering innan listasavnsvirksemið
http://www.b.dk/kultur/kunsten-at-kradse-sponsorkroner-ind






(KP)

Wednesday, July 31, 2013

Ólavsøkukabarettin framførd í kvøld og annaðkvøld!




Ólavsøkukabarettin verður spæld í sjónleikarhúsinum í kvøld mikudagin 31. juli kl 20.00 og hósdagin 1. august kl. 20.00. Atgongumerkjasølan til hesar sýningar byrjar kl. 19.00 í kvøld, mikukvøld. 







(KP)

Keisarans nýggju klæðir á tjóðpallinum

 
Tað er ein avbjóðing fyri mong okkara at lurta ordiliga, tá onnur tosa. Til dømis lurtaði eg ikki serliga væl, tá prestur prædikaði í dómkirkjuni ólavsøkudag, men eina løtu áðrenn nakrar keðiligar dómadagsfrasur gjørdi, at eg heilt misti uppmerksemið, helt eg, at hann var í holtur við at avmontera materialismuna.

Eina tílíka skjóta lítla avmontering kundu vit trongt til her heima. Vit hava nevniliga fingið nýtt sjónvarp. Eitt smartvarp kalla tey tað. Men so smart er tað nú heldur ikki, tí vit hava havt tað í ein heilan mánaða og eg havi ikki fyrr enn nú funnið út av hvussu mann finnur Kringvarp Føroya. Vit hava  heldur ikki havt nógva orsøk til tað, tí umframt, at ongi tíðindi eru at finna á hesari rásini, má eg tíverri staðfesta, at hon heldur ikki er kappingarfør, tá tað kemur til at fanga uppmerksemið hjá børnum ein hálvan tíma av og á hesar drúgvu feriudagar
Kringvarp Føroya hevur ein risa fyrimun, sum ongar aðrar rásir hava, henda rásin er á føroyskum. Málið, sum okkara børn fata veruleikan ígjøgnum. Kringvarp Føroya hevur eisini tann fyrimunin, at tey hava nøkur dugnalig fólk, ið gera góðskutilfar til børn, men kappingin er allíkavæl ov hørð frá útlendsku rásunum, sum í størri mun satsa uppá at koma við góðskutilfari til børn.

Men, vit hava tíbetur Tjóðpall Føroya, sum hetta summarið hevur valt at satsa uppá góðskutilfar til børn, nevniliga uppsetingina hjá Katarinu Nolsøe og Hans Tórgarð av ævintýrklassikaranum Keisarans nýggju klæðir. Henda uppsetingin er bygd á tað týdningarmesta, nevniliga virðing fyri børnum. Men hon er somuleiðis bygd á ein serstakan ans fyri at raka beint á ein serstakan barnahumor, ans fyri at halda uppmerkseminum hjá børninum, ans fyri tí svaka og tí poetiska, skjóta og seina, einfalda og rokaliga, fyri tí lætta og fyri tyngd. Tí sjálvt um leikurin er deiliga lættur, er hann eisini tungur. Katarina Nolsøe og Hans Tórgarð geva ikki bara børnunum eina stuttliga uppliving, men eina nuanseraða og fleirtýðuga mynd, sum fær hjálpt teimum við at fata henda heimin og menniskjuni, fata materialismunnar árin á menniskju, fata fáfongdina, fata maktmál og guddómliga narsissismu.

Einki verður penslað út á ovurpedagogiskan hátt, men alt er har allíkavæl, eitt smartvarp, sum ikki er smart, ein prestur, sum brúkar ræðuorð, vaksin, sum ikki lurta, tá onnur tosa, politikarar sum marsjera gjøgnum býin í teirra fínasta skrúð og eitt fólk, sum ikki evnar, torir ella vil steðga teimum fyrr enn sjálvgleðin er total.

Tað kunnu vit sjálvandi eisini takka H.C. Andersen fyri, sum hevur skrivað eitt ævintýr, sum heldur ótrúliga nógv ár eftir at tað er skrivað. Men H.C. er ikki her, so í staðin takka vit Tjóðpalli Føroya, Katarinu Nolsøe og Hans Tórgarð.

(IS)