Wednesday, January 16, 2013

Mentanarvirðislønirnar latnar



Virðislønir landsins vóru latnar á samkomu í Spaniastovu í Klaksvík í gjárkvøldið. Tóroddur Poulsen fekk Mentanarvirðisløn Landsins á 150.000 krónur, ið verður latin fyri listafólki sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Fyri at fáa Mentanarvirðislønina, skal listafólki hava skapað list á høgum støði og tað hevur Tóroddur Poulsen av sonnum innan allar tær listagreinar, sum hann arbeiðir við, vit hava ætlandi eina longri grein um listamannin her á blogginum seinni.

Heiðursgávu Landsins á 75.000 krónur fekk Marianne Clausen fyri sítt lívslanga arbeiði av alstórum, ja, ómissandi týdningi at skráseta og skriva niður føroysk løg. Hennara fyrsta bók við kvæðaløgum kom í 2003. Síðan kom bókin við Kingoløgum og bókin við løgum, sum eru til danskar vísur. Seinasta bókin eru løg til skjaldur, rím og ramsur. 

Silja Strøm fekk virðislønina á 50.000 krónur, ið verður latum ungum listafólkum. Evnaríka og arbeiðssama listakvinnan hevur heiðurin fullt uppibornan. Hon hevur longu á blaðungum aldri víst evni út yvir tað vanliga, hon  hevur m.a. framsýnt í Listasavni Føroya (Ólavsøkuframsýningin 2012), Müllers Pakkhúsi og Norðurbryggjuni og tað eru hennara tekningar, ið prýða nýggju stóru sangbókina hjá Zacharias Sørensen.








Sømdargávur landsins fingu Ebba Hente, Guðrið Poulsen og Hanus G. Johansen fyri teirra dygdargóða listarliga arbeiði. Sømdargávan er 20.000 krónur um árið alt lívið.

Vit ynskja teimum øllum hjartaliga til lukku við heiðrinum!















(KP)




Tuesday, January 15, 2013

Komið øll við!

Eg havi í dag havt til dagdvølju at lesa ymiskt á netinum í staðin fyri at gera nakað skilagott sum til dømis at skriva ein ordiligan blogg. Eg sat leingi við listasektiónini hjá Huffington Post sum millum annað er sett saman av eini rúgvu av tilvísingum til bloggar og tað er eitt fínt hugskot, kundi eisini verið tað her á landi, har tað mesta av mentanartilfarinum er at finna á ymiskum bloggum. Umframt at lesa eina rúgvu av góðum greinum um list, var so nógv annað, sum kundi verið óføra góð hugskot heima hjá okkum, m.a. ein grein um týdningin av stórum listarligum samstarvi og um alstóra árinið, sum tílíkt samstarv kann hava. Har var ein bloggur um, hvussu inspirerandi list og mentan kunnu vera fyri smádreingir, teir, sum kanska ikki halda, at fótbóltur er Gud og har var ein annar bloggur um, hvussu gomul menniskju hava serliga væl menta skapanarkraft, sum tey megna at sameina við teirra vísdóm. Ein bloggur var um feministiska megi í list, og har var enntá ein bloggur um týdningin, sum øl hevur fyri poesi. Altso eitt sindur av hvørjum. Listin gevur meining fyri flokkin, fyri børn og gomul, fyri feministar og øldrekkarar, tað er bara at fara í gongd við eina rúgvu av verkætlanum, sum kunnu vísa okkara politikarum, hvussu lívsneyðug listin er. Tað er líka við at mann blívur í góðum lag av at uppafturfríska hesa vitan, og í dag fari eg til Klaksvíkar, har úrmælingalistin verður heiðrað. Komið við til Klaksvíkar børn og gomul fólk, feministar og øldrekkarar (eisini tey, sum drekka Okkara), so kunnu vit práta og fara til verka.





Monday, January 14, 2013

Hamferð í Havnar Kirkju





Talan verður um eina heilt serstaka framførslu, tá tungmálmsbólkurin Hamferð komandi fríggjakvøld, tann 18. januar kl 20.30, fer at framføra sín hugvekjandi og sorgarbundna tónleik í dómkirkjuni í Tórshavn, Havnar Kirkja.  Á konsertini fer Mattias Kapnas at spæla uppá kirkjuorglið, og Tórshavnar Manskór fer at vera ein partur av konsertini saman við Hamferð. 

Konsertin í Havnar Kirkju verður einasta konsertin hjá Hamferð í Føroyum í vetur og er samstundis fyrstu ferð, at Hamferð trínur á pall í Føroyum, síðan bólkurin megnaði at vinna altjóða tónleikakappingina Wacken Metal Battle 2012. Dyrnar lata upp kl 20.00, og konsertin byrjar kl 20.30. Av tí at konsertin er í Havnar Kirkju verður ikki loyvt áhoyrarum at vera sjónliga ávirkaðir. Tiltakið er ókeypis, og atgongumerki kunnu fáast hjá Tutl í miðbýnum í Havn. Tiltakið er avmarkað til 250 atgongumerki, og av tí grund ber bert til at heinta atgongumerki til sín sjálvs. Um man skal heinta fleiri atgongumerki, ber til at seta seg í samband við Tutl á 314504 og gera avtalu um tað.

Tutl hevur opið soleiðis:
Mánadag - hósdag: 12-00 - 17.30
Fríggjadag: 12.00 - 18.00
 



Listasavnarin: Sveinur Thomassen


Tað er í grundini eitt serstakt føroyskt fyribrigdi at eiga og keypa upprunalist í so stóran mun, sum tað verður millum tey, sum vit kalla fyri "heilt vanlig fólk". Frá ungum árum keypa fólk verk, teimum dámar og hava tey hangandi í heimum teirra. Í nógvum heimum hjá føroyingum bæði kring oyggjarnar og uttanlands hanga og standa framúrskarandi listaverk, og vit hava biðið nakrar listasavnarar um at greiða okkum frá teirra savni. Onkrir av hesum listasavnarum, sum koma úr m.a. Klaksvík, Vestmanna og Havn, hava savnað list í mong ár, meðan onkur annar bara hevur keypt eitt einstakt ella nøkur fá verk, men passiónin er júst hin sama.



Dagsins listasavnari Sveinur Thomassen. Tórshavn

Eg haldi, at hatta við at savna list byrjaði afturi í teenageárunum tá eg og vinmaðurin Hans Petur Hansen gingu til fotolæru í kvøldskúlanum hjá Bambus, har hann millum annað greiddi okkum frá kompositiónum í myndum og tað at síggja ljósið tá tú tekur eina mynd. Hetta var ein dýrabar tíð og hesi sporini fylgja tær restina av lívinum. Seinni kom eg at kenna góð list-elskandi-fólk sum til dømis Hallstein Sigurðsson og eisini góð listafólk og kann tað sigast at vera startskotið at eg fór at keypa list. Listafólk, kærir vinir sum Olivur við Neyst, Anker Mortensen, Hansina Iversen, Andreas Andreassen, Amariell Norðoy, Torbjørn Olsen og ein rúgva av øðrum listafólkum siga mær so ótrúliga nógv meira enn vanliga fólkið á gøtuni og teirra list gevur mær eina gleði sum eg ikki kann verða fyriuttan.

Tá tú fyrst byrjar at keypa list, bylgist ein egoistisk kensla inni í tær at vaksa um “samlingina”. Hetta ljóðar kanska negativt, men tað er tað ikki, tí tráðanin eftir meira list er ikki skaðilig fyri onnur enn tín egna pengapung og eitt gott íkast hjá listafólkinum, ikki tí, nógv av mínum listaverkum eru eisini gávur eg havi fingið millum ár og dag. Tað næsta positiva er, at øll tú fær á vitjan kunnu gleðast saman við tær um góðu listina, eg minnist eina náttina tá eg og Torbjørn sótu og telvaðu og Rosa var við, hvussu nógv hon frøddist um eitt av góðu listaverkunum hjá Olivuri. Hon hevði annars sikkurt kett seg í hel at hava okkum báðar sitandi starandi at 64 kvadratum.

Í seinastuni havi eg fingið eina triðju gleði av list, ella rættari av at stuðla list. Eg eri byrjaður at keypa list frá ungum fólkum. Í fyrstu atløgu kann tað sýnast sum tey eru trilvandi, men um eingin stuðlar teimum koma tey ikki víðari og harvið steðga tey og vit upp. Tí vil eg heita á øll um at stuðla ungum listafólkum, ikki tí at tey duga væl ella at tað er ein persónlig íløga, men tí tað er eina íløga í framtíðina hjá okkum øllum. Eg kann enda við einum citati sum sigst vera frá Van Gogh til øll ung listafólk: Um tú hoyrir eina rødd siga at tú ikki dugir at tekna, so vælsignað verið teg tekna, tí so tagnar røddin.


Anker Mortensen



Marius Olsen


Amariel Norðoy


Olivur við Neyst


Olivur við Neyst


Elinborg Lützen

Hansina Iversen



Anker Mortensen




(KP)




Sunday, January 13, 2013

Blundadalur revisited




Eg mundi dottið av stólinum, tá eg av permuni á vikuskiftissosialinum skilti, at ljósmastrarnar á Tórsvølli í Havn eru sniðgjørdar, altso hugsaðar, konstrueraðar, teknaðar og alt! Á forsíðuni á vikuskiftissektiónini er mynd av eini vakurt brosandi Eyð Strøm, sum eftir øllum at døma hevur teknað hesar útspiltu ljósmastrar. What? Hevur nakar veruliga deseinað hasa skrímslini?

Í sambandi við eina arbeiðsuppgávu havi eg hugt rættiliga nógvar myndir av Havnini í gjøgnum, og alla staðni, har ljósmastrarnar síggjast, skemma tær býarmyndina og nei, hetta kemst IKKI av einum konservativum hugsunarhátti og vantandi viðurkenning av War of the worlds estetikki. Hvørt ting til sína tíð! Eg havi eygu eins og onnur fólk og hatta sær altso farlitt út og blívur við at síggja farlitt út. Eg havi annars noytt meg sjálva til sættis við Blundadal, sum jú frammanundan er ein arkitektoniskur deyðssiglari allur sum hann er og nei eg havi einki í móti fótbólti, bara hann ikki spillir alt útsýnið yvir mín heimbý.

Eyð Strøm, arkitektalesandi hevur eisini eygu, sjálvandi, góð eygu, og hon fekk sambært greinini hjá Rannvá G.Fossaberg í Sosialinum til uppgávus frá býararkitektinum at broyta upprunaliga uppskotið um ljósmastrar til Tórsvøll, sum eftir øllum at døma, eru enn størri og óstortligari enn tær núverandi í teirra spanska upprunalíki. Gongdin í málinum er typisk føroysk uppá allar mátar við tað, at tað verður hurrað í gjøgnum til tess at tey í tí stóra útlandinum (FIFA) skulu vera nøgd. Eyð Strøm fekk bert tríggjar dagar at gera tekningina lidna og tað var ikki lætt, tí øll møgulig krøv frá FIFA skulu yvirhaldast og hvat var so orsøkin til, at arkitektastudenturin fekk so knappa tíð at umráða seg í, jú "Orsøkin til, at Eyð Strøm bert hevði fáar dagar til at sniðgeva fýra nýggjar ljósmastrar til Tórsvøll var tann, at ein stórur dystur var fyri framman. -Eg visti, at skuldi hesin dysturin bíva spældur á Tórsvølli, skuldi vøllurin góðkennast av FIFA og eitt av krøvunum hjá teimum er, at ljósið sum skínur á vøllin, skal vera eitt heilt ávíst ljós...".  Tað snúi seg altso um at náa ein fótbóltsdyst, harragud.

Eg havi ein danskan vinmann, sum dámar at skjóta krákur og sum elskar at koma til Føroyar, ið hann heldur vera eitt sindur sum Texas í kóboytíðini. - Alt ber til her á landi suffar hann alskin, og hesum hevur hann við ávísum modifikatiónum rætt í. Men fyri okkum sum búgva her úti í wild wild west er tað eitt sindur ræðandi við endaleysum møguleikum, sum standast av tilvild og ómegd, av at vit ikki duga at taka okkum sjálvi og okkara býarrúm í álvara. Eyð Strøm hevur einki skeivt gjørt og góð eygu hevur hon av sonnum, tá hon staðfestir: "Eg  haldi á ongan hátt sjálv, at hetta prýðir Gundadal, men.. hetta var ein bundin uppgáva.." og nakrar reglur longur niðri í greinini endurtekur komandi arkitekturin: "Eg eri ofta samd við tí, sum fólkini hava at bera mastrunum, tí eg haldi ikki sjálv, at tær passa inn í umhvørvið, og støddin er heldur ikki tann rætta...". 

Nettupp!



(KP)



Saturday, January 12, 2013

Listasavnarin. Ein nýggj røð á listablogginum.

Tað er í grundini eitt serstakt føroyskt fyribrigdi at eiga og keypa upprunalist í so stóran mun, sum tað verður millum tey, sum vit kalla fyri "heilt vanlig fólk". Frá ungum árum keypa fólk verk, teimum dámar og hava tey hangandi í heimum teirra. Í nógvum heimum hjá føroyingum bæði kring oyggjarnar og uttanlands hanga og standa framúrskarandi listaverk, og vit hava biðið nakrar listasavnarar um at greiða okkum frá teirra savni. Onkrir av hesum listasavnarum, sum koma úr m.a. Klaksvík, Vestmanna og Havn hava savnað list í mong ár, meðan onkur annar bara hevur keypt eitt einstakt ella nøkur fá verk, men passiónin er júst hin sama.


Dagsins listasavnari 
Kinna Poulsen. Tórshavn:

Sjálv minnist eg ordiliga væl kensluna, tá eg sá eina mynd hjá Hanna Bjartalíð á Ólavsøku-framsýningini fyri nøkrum árum síðani. Eg hevði  havt áhugan leingi og kendi kensluna aftur, sum botnar í øgiligum eldhuga so stórum, at tú mást eiga hetta fantastiska verkið, sum tú hyggur at. Men kensluna hevði eg higartil ignorerað, tí eg helt meg ikki hava ráð til list meðan eg var lesandi. Hendan pinkalítla eiggiliga myndin hjá Hanna var atkomilig, tí hon kostaði bara 500 krónur og tað var forrestin als ikki bara bara, men ein ordans íløga, sum eg fegnist um hvørja ferð, eg geri kaffi, tí hon hongur beint uppi yvir kaffimaskinuni í køkinum. Síðan havi eg fingið og keypt nógvar aðrar málningar og prent, ið alt samalt er til ómetaliga stóra gleði í heimi okkara, í jólagávu fekk eg eina ómetaliga vakra mynd hjá Andreas Schulenburg frá manninum og afturfyri arbeiðið við kataloginum hjá Bjarne Werner Sørensen, fekk eg eina mynd hjá honum fyrradagin, sum er inspirerandi. Eg seti nakrar myndir inn her av listini her í húsinum og so kunnu tit gleða tykkum til komandi tíðina at fáa innlit í gleðina hjá nøkrum passioneraðum føroyskum listasavnarum.

Ein pinkalítil eksistentialistisk ein hjá Hanna Bjartalíð


Steinprent hjá Andreas Schulenburg


Steinprent hjá Bjarne Werner Sørensen


Claus Carstensen og Tóroddur Poulsen


-Góðan dag, sigur hesin,  hann hongur beint við hurðina. Ljósið skínur í glasinum, men hetta er ein herlig seyðalýsing hjá Fríðu Matras Brekku


Veggurin í gongini inniheldur eitt heldur óruddiligt sammensurium av myndum 



Ein fantastisk ein hjá Hansinu Iversen


Claus Carstensen, Silja Strøm og Rannvá Kunoy


Zcharias Heinesen, Tóroddur Poulsen og Anker Mortensen


Hugvekjandi vakur vínskógvur hjá Tóroddi Poulsen


Eitt nokkso nýtt verk, sum eg havi fingið frá Hanna Bjartalíð, eg veit ikki ordiliga hvat tað er...


Men ómetaliga vakurt er tað



(KP)




Friday, January 11, 2013

Ravnar eru aftur at fá



Tað er yvirhøvur ikki á hvørjum degi, eitt yrkingarsavn verður uppafturprentað, men hetta er altso (hurrá!) hent fyri tað fína debutsavnið hjá Sissal Kampmann, sum hevur verið útselt nú eina tíð. Yrkjarin, sum megnaði at fáa ta høgt virdu virðislønina debutantvirðisløn Klaus Rifbjergs fyri jól, hevur givið tvær bøkur út, Endurtøkur er hennara næsta yrkingarsavn og nú er tað fyrsta savnið, "Ravnar á ljóðleysum flogi - Yrkingar úr uppgongdini" aftur at fáa í bókabúðunum.



(KP)



Tá óttin fær ræði á skili og viti



Kom út úr Havnar Bio frá frumsýningini av “Jagten” hjá Thomas Vinterberg  í gjárkvøldið bæði  hugtikin og ørkymlað. Vit vóru níggju tandur í salinum. Tí stóra salinum. Kanska var hetta orsakað av, at filmurin byrjaði kl. 17.30, men til sýningina kl 20 vóru ikki meiri enn eini 50 billettir seldar. - Er tað evnið, sum ræðir fólk burtur, hugsaði eg, ella bara tað, at fólk enn ikki hava lagt merki til, at filmurin eisini gongur her í Havn, og ikki bara er kjakevni í donsku TV-avísini.

Eitt kjak, sum nú er íafturkomið, eisini her heima. Um pedagogar, serliga mannligar, og óttan fyri at okkara børn verða misnýtt í barnagørðum, ta løtuna vit foreldur ikki hava eyguni eftir teimum. Eitt misálit, sum ger at sjálvt abbar ikki nana børnum longur, og gubbar ikki tora at klemma tey. Tað er spell. Hetta at vit vaksnu í ov stóran mun, seksualisera barndómin. Hesin filmur skapar í hvussu so er tað neyðuga kjakið, sum skal til, eisini so vit tora at síggja og tala at, um galið gongur. Tí tað ger tað jú eisini viðhvørt, men samstundis mugu vit ansa eftir at varðveita okkara fysiska tilknýti til børnini.

Filmurin er um Lukas, sum arbeiðir í  einum barnagarði. Hann er fráskildur og ólukkuligur. Stríðist við ex-konuna um at sleppa at vera meiri saman við soninum. Hann fer at fríggja við einari hann arbeiðir saman við, tað er skjótt jól, so kanska tað gongur kortini. Tá kemur ákæran um barnamisnýtslu, og alt fer um koll.
Leikstjórin, Thomas Vinterberg, sigur, at hann fekk hugskotið til filmin frá einum granna, sum er ein kendur barnapsykolog.  Hesin kom til hansara stutt eftir, at hann hevði gjørt virðislønta filmin “Festen” í 1998, og segði, at hann hevði eitt hugskot til  komandi filmin hjá Vinterberg. At hetta var ein søga Vinterberg varð noyddur at skriva og leikstjórna. Og nú 15 ár seinni, er “Jagten”, "Jagstranin" – ein filmur, sum kanska fær líka stóra undirtøku sum “Festen”. Høvuðsleikarin Mads Mikkelsen vann í fjør gyltu pálmarnar í Cannes fyri leiklutin sum Lukas. Tað hevur hann uppiborið, tí hetta er stór og sannførandi leiklist. Eisini 7 ára gamla Annika Wedderkop, sum spælir Klara, er ótrúlig.

Filmurin er dramatiskur uppá ein sera undirspældan máta, og hetta gevur honum eina eyka, óvæntaða styrki. Higartil hevur "Jagstranin" fingið góð ummæli og vunnið fleiri virðislønir.
Her er ein trailari, og minnist nú til, at filmar skulu síggjast í biografinum J

http://www.youtube.com/watch?v=1lbCBhCqhBs

                                                                                                                                                                           Ingun í Skrivarastovu



Thursday, January 10, 2013

MENTANARVIRÐISLØNIR VERÐA HANDAÐAR 15. JANUAR



Týskvøldið 15. januar, á føðingardegi William Heinesen, verður Mentanarvirðisløn Landsins handað.  Umframt Mentanarvirðislønina, verður eisini Heiðursgáva Landsins latin, og eisini verður eitt ungt listafólk heiðrað við virðisløn. Harumframt verða sømdargávur eisini latnar nøkrum listafólkum.

Mentanarvirðisløn Landsins
Mentanarvirðisløn Landsins verður latin fyri at heiðra eitt føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Fyri at fáa Mentanarvirðislønina, skal listafólki hava skapað list á høgum støði.

Mentanarvirðisløn Landsins er 150.000 krónur.

Heiðursgáva Landsins
Heiðursgáva Landsins verður latin mentafólki fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Heiðursgáva Landsins er 75.000 krónur.

Virðisløn til ungt listafólk
Í ár er eisini avgjørt at lata eina virðisløn til eitt ungt listafólk. Landsstýrismaðurin kann gera av, eisini at lata aðrar virðislønir, og eftir tilmæli frá tilmælisnevndini, er í ár gjørt av at heiðra eitt ungt listafólk, við eini virðisløn, sum er 50.000 krónur.

Sømdargávur Landsins
Í ár verða sømdargávur eisini latnar listafólkum, ið hava útint listarligt avrik. Sømdargáva Landsins er ein lívslong heiðursgáva á 20.000 krónur um árið.

Virðislønirnar handaðar í Spaniastovu
Hvør, ið fær heiðurslønirnar, verður avdúkað, tá landsstýrismaðurin í Mentamálum, Bjørn Kalsø, á almennum tiltaki í Spaniastovu í Klaksvík fer at handa heiðurslønirnar. “Mentanarliga umhvørvið kring gomlu handilshúsini í Klaksvík, har Spaniastova heldur til, saman við Norðoya Fornminnissavni og Leikalund, hevur ment seg seinastu árini, so eg haldi tað er hóskandi at mentanarvirðislønirnar í ár verða handaðar í Spaniastovu”, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.

Á tiltakinum verða røður, upplestur og tónleikur.

Tiltakið verður í Spaniastovu, Klaksvíksvegur 86, týskvøldið 15. januar kl. 19.

 

Wednesday, January 9, 2013

Tíðindaskriv: Helena Dam á Neystabø forkvinna í Mentamálanevndin

 

Tróndur Sigurdsson verður næstformaður. Hetta varð samtykt, tá mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð helt fyrsta fundin og skipaði seg í dag. 

Mentamálanevndin:
Jógvan Arge, nevndarlimur
Tróndur Sigurðsson, næstformaður
Helena Dam á Neystabø, formaður
Sigrun Mohr, nevndarlimur
Bogi Andreasen, nevndarlimur

Tuesday, January 8, 2013

Nota bene: In mente í dag


Útvarpssendingin hjá Suna Merkistein In Mente verður at hoyra fyri fyrstu ferð í ár klokkan fimm minuttir yvir fimm í dag. Byrjað verður við einum pallborðsfundi, sum var í Norðurlandahúsinum í november í fjør á 80 ára føðingardegi Jens Paula Heinesens. Malan Marnersdóttir, Martin Næs og Heðin Klein høvdu hvør sína framløgu um skaldið, Turið Sigurðardóttir stýrdi pallborðinum. 




(KP)


Móti ljósari tíðum...

Ein myrkan dag sum í dag gleða vit okkum til ljósari tíðir við at spæla eitt lag hjá Rasmusi Rasmussen, sála, sum var á fløguni Poem in sound (2008) The joy of Diana:





(KP)