Thursday, November 15, 2012

Dóttir Guðs





Og Guð læt son sín verða føddan. Hví ikki dóttur sína?
Møguliga hevur hann tað, hóast vit ongantíð góvu okkum far um tað. Tað eru
so nógvar smáar gentur í søguni sum púra einfalt doyðu, tí at møður
teirra ikki áttu sær innivist, har tær kundu eiga síni børn.

Tað eru so nógvar gentur sum vit ongantíð lurtaðu eftir, hóast tær
vistu frá so mongum at siga. Tað eru so nógvar sum hava gjørt
undurverk, sum hava offrað seg sjálvar í slumminum í onkrum stórbýi
og havt umsorgan fyri øðrum.

Men eingin hevur hildið tað vera vert at taka upp á tunguna.

Hugsa tær um Guð læt dóttur sína føðast í hesari løtu?
Ella næsta son sín. Ein eftirnølara. Eingin hevur enn varnast at hon ella hann
er millum okkara. Kanska er hon so mikið lítil, at eingin hevur lagt merki
til hennara? Kanska er hon um at hvørva.

Ella kanska er hon komin upp í pensjónsárini, eingin hevur bara uppdagað tað enn.
Tú gongur á vegnum í dag. Og í morgin. Tú gongur við síðuna av vegnum.
Hvørt menniskja tú møtir kann vera guddómligt.

Hvat vita vit um Guðs ætlanir? Lurta, steðga á og lurta.
Kanska ert tú tann fyrsti sum varnast guddómin.

Kanska møtir tú Guðs soni ella dóttur. Kanska situr hon í onkrari
rundkoyring og heldur sína ósjónligu hond yvir bilunum
sum royna at yvirhála lívið. Kanska svimur hon millum ísflakarnar
norðuri í Discovíkini.

Kanska er hon stavnamoyggin í einum nýggjum Atlantsfari. Ella er tað kanska so
at hvørt einasta menniskja er guddómligt. Og at hvørja ferð tú møtir
einum øðrum menniskja møtir tú Guði?

Hugsa tær um Guð læt dóttur sína føðast í hesari løtu?


Mynd: Anker Mortensen 
Yrking: Alexandur Kristiansen




Wednesday, November 14, 2012

"Ákærdi leyg illani fyri henni sum elskaði hann..."


Nei, nei, tað er ikki Johnny Cash, sum eigur hesa indigneraðu orðingina, hvussu á tremur hon enn tykist vera av countrytriviellari patos. Ei heldur er talan um eitt av sentimentalu hálvfjersaraavrikum Peter Bellis. Kensluborna uppáhaldið "Ákærdi leyg illani fyri henni sum elskaði hann" er ein yvirskrift og hevur í roynd og veru verið partur av føroyska tíðindaflutninginum hesa vikuna. Tað var enntá Høgni Djurhuus, sum las hana upp í útvarpinum mánadagin klokkan trý seinnapart saman við tíðindum, sum lupu slíkan hvøkk á meg, at eg steðgaði fullkomiliga upp mitt í uppvaski og øllum. Tað kendist púra surreelt at hoyra ta gløggu, turru røddina í Høgna Djurhuus lúta so mikið lágt sum til upplestur av tekstinum: "Í Pidda-málinum hava í dag millum annað fyrrverandi konan hjá Pidda vitnað. Eisini hevur ein sum kendi Pidda gott vitnað, og hesin er ikki í iva um at Pidda hevur ikki beint fyri sær sjálvum. - Piddi hevur ikki tikið seg sjálvan av døgum. Tað er útilokað. Hann var glaður fyri lívið. Harafturat segði hann, at gjørdi hann sjálvmorð, fór hann til helvitis. So hann tordi heldur ikki…".


-"Forbarmi tú meg", hugsi eg við mær sjálvari, meðan eg fylli uppvaskimaskinuna, og heilin ørkymlaður sóknar eftir røttum skuffum til hesa óvæntaðu kunningina um teir katólsku tankar, sum lívsfegni, men eftir øllum at døma altso deyði maðurin, sum allir føroyingar eru uppá fornavn við, hevur havt um sjálvmorð og helviti - "eru vit veruliga komin hagar?" 

 

Tankarnir trilva aftur í eitt annað rættarmál í 1995 í Amerika, ið snúði seg um Nicole Brown Simpson og Ronald Goldman, ið vórðu myrd árið fyri. Tað rættarmálið endaði sum kunnugt við, at drápsmaðurin, O.J.Simpson varð fríkendur fyri morðið. Men tað eru ikki evt. juridiskir skeivleikar í einum ávísum amerikonskum rættarmáli, sum eg sipi til her. Tað áhugaverda við tí morðinum var sjálvt rættarmálið, ið nevndist People versus Simpson, sum í røttum american style varð sjónvarpað til allan heimin eins og undirhald. Eg minnist, at eg ógvaðist og hugsaði við mær sjálvari tá, at tað allíkavæl var ein ávísur og munur millum okkum í Europa og tey í Amerika og eg var glað fyri at eiga tann munin. 

 

Hesin munurin er ikki stórur, er hann yvirhøvur til longur. Amerikanska mentanin hevur eftir øllum at døma sigrað í Europa uppá gott og ónt, eisini í ovastu hædd her hjá okkum í Føroyum, sama um talan er minkandi góðtøku av hárvøkstri á kroppinum hjá konufólkum ella um talan er um alsamt hækkandi støðið av sadismu í good clean family entertainment krimirøðum í sjónvarpinum. 

 

Vit plagdu at hava eittans gølublað í Føroyum. Nú hava vit ikki annað. Í øllum førum um vit skulu døma út frá hvussu rættarmálið móti ákærda í Piddamálinum verður avstaðfarið. Sjálvt tann æviga sperda sjónvarpstíðindasendingin Dagur og Vika, sum ikki hevur ráð til nakað sum helst í vikuskiftinum (uttan ítrótt sjálvandi) hevur Sigrúna Brend, sum kvøld eftir kvøld í myrkri og glopraregni stendur kulsandi uttan fyri rættarhølini og boðar frá dagsins óhyrligheitum. Tú kanst ikki tendra útvarpið uttan, at vemmiligar ella bara privatar, persónligar detaljur verða varpaðar út yvir tín óseka kropp. DNA meg her og der, steikipannir, ákærir um lygnir og alskyns ófantaligheitir og almenn útheinging av privata skittoynum hjá fremmandum, mær óviðkomandi fólkum. 

 

Eg siti og bíti í eina rugbreyðflís í døguratímanum, tá starvsfelagar fara at kjakast um blóðrestir og hvørs blóð tað snýr seg um, sum er funnið hvar. Blóð! Tað reyða lívsneyðuga floti, sum  vit øll hava innaní. Men rutineraði hátturin, sum fólk tosa um blóðið fær teg at halda, at vit eru stødd í onkrum parti av "Brotsgerðini" og hava gloymt, at tað ikki snýr seg um eitt føroyskt troyggjumerki, men um medmenniskju, eitt veruligt menniskjalív, ella um fleiri. Ein tílíkur sorgarleikur fevnir í grundini breitt og rørir familju, vinfólk, grannar, kenningar og hevur ógvisligt sosialt og sálarligt árin á øll tey involveraðu. Tá fjølmiðlar varpa rættarmálið út sum undirhald, er tá nakar, sum t.d. hugsar um børnini?

 

Sjálvandi skal rættarmálið avgreiðast og sjálvandi skal ábyrgdin staðfestast, men skulu allar tær ræðuligu og ússaligu detaljurnar í málinum tæna okkum sum undirhald í gerandisdegnum? Tørvar okkum tílíkt undirhald? Hvønn dag? Er hetta ikki langt undir støðinum hjá einum public service miðli? Mær tykir, at okkara handfaring av málinum er mannminkandi, ikki bara fyri tey avvarðandi, men fyri okkum øll somul. 

 

 http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2012/11/12/akaerdi-leyg-illani-fyri-henni-sum-elskadi-hann


(KP)

Tuesday, November 13, 2012

Bræv frá: Føroysk Myndlistafólk og Føroya Listafelag

Til 
Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum

Viðvíkjandi tí niðurskurði sum landsstýrismaðurin í mentamálum 
skjýtur upp í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2013

Tað er við stórari stúran at vit royna at skilja tey politisku boð, sum Landsstýrið  við Landsstýrismanninum í mentamálum á odda sendir, tá mælt verður til at skerja íløguna í tað virkni og ta orku, sum føroysk mentafólk og listafólk uttan íhald standa fyri - hvønn dag í árinum - við einum fimtingi.


Vit fata myndlistina og aðrar føroyskar listagreinar sum avgerandi í teirri framtíðarmynd, sum í hesum tíðum støðugt verður hildin fram fyri almenninginum, til tess at fáa fólk at trívast, støðast og fjølgast í landinum. Tað er hin virkna og dynamiska mentanin, ið er meginnervin í landinum. Í góðum og ringum tíðum er tað altíð hin skapandi listin, sum í styrki hevur víst á eina gongda leið og viðvirkað til at byggja land, øllum til frama.


Grundað á hesa staðfesting, mótmæla vit teimum skerjingum, sum Landsstýrið við tær sum landsstýrismanni í mentamálum, hevur skotið upp at fremja í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2013. Samstundis heita vit á løgtingslimir at vísa ábyrgd og finna ta neyðugu fígging, sum skal til at halda mentanarøkinum gangandi, og - helst - at uppraðfesta mentaøkið fíggjarliga, sæð í ljósinum av teirru kreppu, sum føroyska samfelagið í hesum døgum er í.


Føroysk Myndlistafólk
Føroya Listafelag 

Væl eydnað Jens Paula Heinesen kvøld

Tiltakið í Norðurlandahúsinum til minnis um Jens Paula Heinesen í gjárkvøldið var væl eydnað, fjølbroytt og hugnaligt og rættiliga nógv fólk møttu upp at heiðra Jens Paula og at lýða á tað ymiska sum gekk fyri seg. Skálin, ið tekur umleið 300 fólk, var næstan fullur og tað er rættiliga væl klárað eitt vanligt mánakvøld. Suni Merkistein var frásøgumaður og byrjaði við at greiða frá, at Jens Pauli Heinesen var fyrsti føroyski høvundur, hvørs bøkur av álvara gjørdi honum mun, tá hann var blaðungur. Vit í Tarira framførdu við Sunleif Rasmussen sum kórleiðara tvær útsetingar, sum kvøldsins fyriskipari, Elin Brimheim Heinesen hevur gjørt lag og kórútseting til yrkingar eftir Jens Paula Heinesen. Harumframt framførdu dugnaligir sjónleikarar brot burtur úr sjónleiki, og dansur og tónleikur var aftur við upplestri. Upplesturin hjá Páll Danielsen úr søguni "Faðir og sonur" um pápan, sum hevur serstakliga ilt við at sleppa soninum, men sum heldur ikki heilt við viðganga hvussu hann hevur tað, var rørandi og ómetaliga væl frágingin og so mundu vit dottið av stólunum sum vit flentu at teimum báðum, Hans Torgarð og Bárði Persson, ið framførdu brot úr sjónleikinum "Søgur úr Krabburð" eftir Jens Paula Heinesen. At teir høvdu valt at uppføra ein valfund dagin innan býráðsvalið gjørdi bara tað heila enn stuttligari. Aftaná kaffisteðgin søgdu Turið Sigurðardóttir, Malan Marnersdóttir, Heðin M.Klein og Martin Næs frá teirra fatan av skaldskapinum hjá Jens Paula Heinesen. Framløgurnar vóru viðkomandi og áhugaverdar, Malan Marnersdóttir greiddi frá millumtekstligum fyribrigdum, um hvussu skaldskapurin hjá Jens Paula Heinesen er háttaður t.d. í mun til rørslur og rák innan heimsskaldskapin, men eisini bar hon saman partar av skaldsøguni "Tú upphavsins heimur" við Klaksvíksstríðið. Martin Næs tosaði um ein túr í Vágunum við høvundinum, sum var ein stór uppliving hjá honum og í øllum førum ein sonn opinbering av staðarnøvnum, skiltu vit áhoyrarar. Heðin M.Klein lýsti Jens Paula Heinesen sum okkara fyrsta modernaða prosahøvund og greiddi frá sínum upplivingum av at lesa hansara bøkur. Í kvøðuritinum, sum vit fingu, stendur ymiskt, sum er sagt um Jens Paula Heinesen og skaldskap hansara, m.a. skrivar Heðin M.Klein "Tá ið eg sum smádrongur, umleið 10-12 ára gamal, las tær tríggjar søgurnar í "Hini vøkru kvirruni" eftir Jens Paula Heinesen, var tað ein sansavíðkandi uppliving, eg ongantíð fari at gloyma, tí eg hevði aldrin fyrr, hvørki evnisliga ella í orðavali, lisið sovorðið á føroyskum og um føroysk viðurskifti.".

Aftaná orðaskiftið sang Elin B.Heinesen sín egna sang "Eitt dýpi av dýrari tíð" saman við tónleikarum og kóri og kvøldið endaði við felagssangi, tá vit øll saman sungu "Dimmið" hjá Waagstein við orðum eftir Christian Matras, sum hevði stóran týdning fyri Jens Paula Heinesen. Úti í forhøllini vóru bøkur hjá Jens Paula at hyggja í og til keyps http://sprotin.fo/?sida=fregnatanastan&grein=335. Samanumtikið eitt gott og væl fyriskipað kvøld og føðingardagur hjá Jens Paula Heinesen, sum fær síðsta orð:

"Og harumframt fór eg at skriva um alt. Bæði um steinin og túgvuna, sandin og ánna, enntá hømiliurnar komu at standa onkustaðni í mínum tjúkku bókum saman við nógvum, nógvum øðrum - eitt nú børkubóndanum við teimum frøknutu bløðunum, ið angaði sum gentur, ið fara í dans. Og eg skuldi skriva so inniliga um allar lutir, at eisini onnur menniskju fóru at verða líka góð við teir, sum eg var sjálvur".

Kvøðuritið er her:

"http://issuu.com/elinbrimheimheinesen/docs/jph_80ar_skra_og_kvodurit?mode=window&pageNumber=1

Monday, November 12, 2012

Mentanarnevndin í Løgtinginum hevur kallað landsstýrismannin í mentamálum í samráð


Mikudagin var fyrsti fundur í mentanarnevndini í hesum løgtingsárinum. Á dagsskránni var eittans mál - nevnliga fyrireiking til samráð við landsstýrismannin í mentamálum.
Hetta er stórhending.


Seinastu vikurnar hava Kinna og eg redigerað "Listin 2012" - okkara triðju bók, sum kemur út í desember. Vit hava lisið tær 300-400 síðurnnar, sum hava verið á blogginum um list og mentanarpolitikk. Tær eru klíptar niður í 89 síður, so bara tað frægasta kemur við. Hesa vikuna hava vit ásannað, at bloggurin hevur verið rættuliga neiligur seinasta árið - ikki hvat list viðvíkur, men tá tað snýr seg um mentanarpolitikk.

Men kanska fer tað at broytast næsta ár.
Kanska eitt sindur løgið, at tað skal vera ein stórhending, at mentanarnevndin í Løgtinginum heldur fund, men tað er kanska fyrsta tekin um, at har er onkur sum vaknar, og fer at taka mentanarpolitikk í størri álvara.

Hurrá.

Rós til mentanarnevndina, júst tá vit vóru um at missa alla vón.
Samráðið verður hósdagin 22. november.

(IS)

Hátíðarhald til minnis um Jens Paula Heinesen


Í dag, 12.nov hevði rithøvundurin Jens Pauli Heinesen fylt 80 ár. Í hesum sambandi verður hátíðarhald í Norðurlandahúsinum í kvøld.
17.00-22.00 Framsýning, mynda- og filmsfyrivísan, umframt bókasøla í ovaru hæddini í Athøll.

19.30-19.35 Hátíðarhald í niðaru hæddini í Athøll. Elin Brimheim Heinesen, dóttir JPH's, innleiðir haldið.
19.35-19.40 Kórið Tarira hevur frumframførslu av sangi, sum JPH hevur skrivað og dótturin EBH hevur gjørt lag til.
19.40-19.50 Lisin verða úrvald brot úr skaldskapi hjá JPH.
19.50-20.00 Sjónleikarar framføra úrvalt brot úr sjónleiki hjá JPH.
20.00-20.05 Klassiskt yndislag hjá JPH verður spælt.
20.05-20.15 Sjónleikarar framføra úrvalt brot úr øðrum sjónleiki hjá JPH.
20.15-20.20 Yrkingar hjá JPH verða lisnar, meðan genta dansar til ein einsligan floytutóna.
20.20-20.25 Kórið Tarira hevur frumframførslu av øðrum sangi, sum JPH hevur skrivað og EBH hevur gjørt lag til.

20.25-20.40 Steðgur

20.40-21.25 Eitt panel við fýra fólkum tosar um teirra fatan av JPH og skaldskapi hansara.
21.25-21.30 Lagið "Eitt dýpi av dýrari tíð" verður framført við Elini Brimheim Heinesen o.ø.

Umframt sjálvt hátíðarhaldið verður skipað fyri fylgjandi tiltøkum á degnum:
• Forlagið Sprotin endurútgevur stórverkini "Á ferð inn í eina óendaliga søgu" (teir fyrstu fýra partarnar av sjey) og "Tú Upphavsins Heimur" (allar tríggjar partar) hjá JPH sjálvan føðingardagin. Møguleiki verður fyri at ogna sær tey fyrstu eintøkini av hesum verkum hendan dagin í Norðurlandahúsinum.
• Bókamiðsølan skipar fyri sølu av øðrum bókum hjá JPH í Norðurlandahúsinum.
• Dokumentarurin "Eitt dýpi av dýrari tíð" um JPH verður vístur í Norðurstovu.
• Myndarøðir við myndum úr lívssøgu JPH's verða vístar í Eystur- og Vesturstovu.
• Skipað verður fyri framsýning við bókum, handritum, heiðursbrøvum o.ø. artifaktum hjá JPH, originalpermumyndirnar til útgávurnar hjá Sprotanum, sum sonur JPH's Janus á Húsagarði hevur gjørt, málningi av JPH hjá Thomas Michael Smith og gipsbringumynd av JPH hjá listamanninum Andreas Andreasen.

Familjan hjá Jens Paula Heinesen skipar saman við Rithøvundafelagnum og øðrum fyri sjálvum hátíðarhaldinum.

Hví hava alment hátíðarhald á 80 ára føðingardegi Jens Paula Heinesens?
Endamálið við tiltakinum er fyrst og fremst at varpa ljós á ein av okkara allarstørstu og bestu rithøvundum og á rúgvismikla skaldaverk hansara, sum í stóran mun hevur ríkað føroysku tjóðina og styrkt samleika føroyinga.

Gunnar Hoydal hevur skrivað soleiðis: "Her luktar, her angar, her fæst upp í lógvarnar og millum fingrarnar av myndum, so at lesarin hugsar: um einaferð øll skjøl fóru fyri skeyti, ið greiddu frá hesum tíðarskeiði í Føroyum, men bara hetta skaldaverkið stó eftir, so vistu vit kortini fyri alla tíð, hvussu tað var at liva og vera til hesi árini í hesum landi."

Bókmentafrøðingar o.o. hava í ymsum høpum mett góðskuna í verkum eftir Jens Paula á hædd við heimsbókmentir. Nevnt hevur verið, at hevði Jens Pauli skrivað á enskum máli, hevði skaldskapur hansara hugsandi fingið nógv størri útbreiðslu í heiminum, men vit liva í einum evarska lítlum máløki, so skaldskapurin hjá Jens Paula fekk ikki ta viðurkenning, meðan rithøvundurin var á lívi, sum hann veruliga hevur uppiborið at fingið.

Eftirtíðin fer kanska í størri mun enn samtíðin hjá Jens Paula at virðismeta skaldskap hansara. Men hetta hendir ikki, um øll givin høvi ikki verða nýtt til at varpa ljós á tær perlur, sum Jens Pauli legði eftir seg, tí í dagsins tøkniliga kunningarhurlivasa er ikki lætt at vekja ans um skaldaverk, líkamikið á hvussu høgum støði tey eru.

Sum ein lítil tøkk fyri tað valaverk, sum Jens Pauli lat úr hondum til gleði og gagns fyri sína eftirtíð í langa tíð framyvir, verður hann nú heiðraður við einum hátíðarhaldi á 80 ára føðingardegi sínum, sum hann tíverri ikki náddi at uppliva sjálvur.

Haldið skal varpa ljós á Jens Paula Heinesen og skaldskapin hjá honum, so fleiri – eisini tey yngru ættarliðini – kunnu fáa eyga á verk høvundans og kanska eisini fáa hug at drekka úr bikarinum við lívsjáttandi, samleikaskapandi íblástri, sum Jens Pauli so gávumildur býtti út í livitíð síni. Hesa fragd kundi ein unt nógv fleiri fólkum at uppliva. Tí hava fólk, ið halda nógv um Jens Paula Heinesen og skaldskap hansara, tikið stig til hetta tiltak.

Vinaliga
vegna fyrireikingartoymið

Elin Brimheim Heinesen

Sunday, November 11, 2012

AUDITION - premieran nærkast


Tveyhundrað fólk standa aftan fyri AUDITION, sangleikin sum Dánial Hoydal og Tróndur Bogason hava skrivað til 75 ára føðingardagin hjá Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Hoydølum. Annfinnur Heinesen hevur nokk at gera í hesum døgum, hann er leikstjóri í eini verkætlan, sum krevur gott yvirlit. Vit gleða okkum til premieruna fríggjadagin 16.nov. Sambært heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum er útselt til tríggjar tær fyrstu sýningarnar http://www.nlh.fo/

Saturday, November 10, 2012

Endurmynd - William Heinesen framsýning


Fyrstu ferð í meiri enn 10 ár verður framsýning í Havn við myndum eftir William Heinesen. Framsýningin hevur fingið heitið “Endurmynd – myndir eftir William Heinesen”, og verður í Gallarí Stephanssonshúsi frá 24. november til 19. desember 2012.

Afturat framsýningini ber eisini til hjá feløgum, fyritøkum ella øðrum at sleppa til fyrilestrar um listina hjá William Heinesen. Rithøvundar, myndlistafólk og listakøn eru tøk til fyrilestrar.
 
Gallarí Stephanssonshús stendur fyri framsýningini og fyrilestrunum.

https://www.facebook.com/events/507391755946018/

fotomynd: Elisa Heinesen


Mørket taler til den blomstrende busk

 

Jeg er mørket.

Mærker du min kind mod din?

Mærker du min sorte mund mod din røde?

 

Ja, du er mørket og du gør mig bange.

Du er natten og evigheden.

Jeg mærker dit kolde åndepust.

Du er døden.

Du vil at jeg skal visne.

Jeg vil så gerne leve og blomstre.

 

Jeg er mørket.

Jeg elsker dig.

Jeg vil at du skal visne.

Blomstre og visne.

Visne og genopstå med dine blomster.

Atter og atter visne og genopstå.

 

Jeg er Natten. Døden. Evigheden.

Jeg elsker dig.

Jeg ville forsmægte hvis du ikke var.

og stod her og ventede mig

med dine forgængelige blomsters ængstelige blus.

Med din levende søskendeklynge

af varme røde kys

dybt i mit ensomme sorte hjerte.

 

(Úr Panorama med regnbue)

Friday, November 9, 2012

Endurmynd - Myndir eftir William Heinesen

 
í Gallarí Stephanssonshús frá 24. novembur til 19 desember 2012
 



”Støðugt skild sundur, æviga samangreipað". Soleiðis endar William Heinesen vøkru yrkingina Dagbókablað í savninum Panorama við ælaboga. Yrkingin snýr seg um viðurskifti, sum fólk hava við hvønnanan, við fortíðina og framtíðina og við alheimin, men orðini – støðugt skild sundur, æviga samangreipað – fevna eina langa røð av mótsetningum, sum gerast partar av eini heild og sum áhaldandi verða endurtiknir, sum møtast og skiljast, verða knýttir saman og syndrast í listini hjá Williami Heinesen. Ljós og myrkur, góðvild og óndskapur, hiti og kuldi, gleði og sorg, núið og ævinleikin og størst av øllum lívið og deyðin, eru um somu tíð ólík í lyndi og ósundurskiljandi.

Kanska er tað á sama hátt við skaldskapinum og myndlistini hjá Williami Heinesen, at tey eru støðugt skild sundur, æviga samangreipað. Tað er eins og eru tey partur av hvørjum øðrum og vaksa út úr hvørjum øðrum, men tey eru eisini ógvuliga ólík. Orðini eru ofta fylt av myndum og myndirnar fyltar av orðum, tey eru tað sama og ikki tað sama. Við hesi framsýning setur Gallarí Stephanssonshús undurfullu og fantastisku myndlistina hjá Williami Heinesen í brennidepilin, hansara myndlist hevur kanska staðið í skugganum av hansara stóra og ríka ritverki. Men framsýningin fer eisini at vísa, hvussu alt hongur saman í eini mótsetningsfullari heild, sum alla tíðina verður enduruppdagað og enduruppfunnin eitt sindur á sama hátt sum pappírsklippið, ið er myndað av eini rúgvu av smáum pørtum frá eini heild, sum syndrast og savnast við øðrum smáum pørtum til eina nýggja heild. Ein nýggjur heimur, sum aftur og aftur skapast og endurskapast ella endurmyndast.

Tí dualisman, sum hevur rátt á hugsanum vestanfyri síðan Platon, og sum nágreiniliga skilir sundur mótsetningspør sum kropp og sál, hugsan og kenslu ella eind og margfeldi verður bjóðað av í listini hjá Williami Heinesen. Í hansara verkum er einki "antin-ella" bara "bæði-og". Heimurin verður ikki fataður út frá eini hvassari skynan millum mótsetingar, men út frá einum spenningsfylltari heild, har mótsetningar møtast og samansettir týdningar kykna. Tað er ikki myta ella veruleiki, men bæði, ikki dreymur ella realisma, men bæði og í verkunum er bæði pláss til myndevni úr ævintýrum, mytum, yvirtrúgv og úr tí púra veruliga gerandisdegnum.

Eins og tað óskynsama og tað skynsama eru partar av hvørjum øðrum sprettur í verkunum ein samhoyring millum devulsligar kvinnuligar verur, sum dansa, spjálka, sveima og spæla undir fullmánanum, millum havfrýr og marmenlar, menniskjalíkar krabbar og trøllakendar fiskar og lúnskar kapitalistar, seyðatjóvar, grammar valdsharrar og sekteriskar originalar. Og á sama hátt sum lívið og deyðin fylgjast, fylgjast eisini vónin og kynisman, tað kerliga og tað speiska í hesi organisku, monistisku heildini. Fjølbroytti myndaheimurin rúmar um somu tíð tað stuttliga, dapra, vakra og ræðandi, innastu eydnu og djúpastu ræðslu. Alt samalt flættað saman til eina ornamentala heild av einastandandi hugflognum og fullvísu formkensluni hjá Williami Heinesen.

Tí tann samansetta heildin finst eisini í forminum. Tey fínu og kenslubornu pappírsklippini, sum eru viðbrekin og poetisk í sjálvum sær, samstundis sum tey eru sansalig, rúma ørskapi, dirvi, lívsmegi og sterkum instinkti, ið verður vovið út og inn millum hvørt annað. Har er ein villskapur í tálmaða úttrykkinum, sum liggur í sjálvum lyndinum hjá pappírsklippinum, og William Heinesen brúkti tað einfalda úttrykkið í pappírsklippinum, flatan og tær ofta sterku, intensu óblandaðu litirnir, sum pappírsklippið er bundið av, á ein sera livandi, fabulerandi hátt. Hann sameindi ein hugtakandi lættleika og einfeldi við barokkum og groteskum myndamáli, fann eitt mótsvar til miðilin, sum hann arbeiddi við, og á mangan hátt bjóðaði hann algongdum ímyndum um formlæru og litharmoni av. Við tí undurfulla úrsliti, at myndirnar í grundini eru harmoniskar, sjálvt um tær eru samansettar.

Allir hesir formarnir og litirnir í stóra myndastavraðnum hjá Williami Heinesen verða endurtiknir óteljandi ferð í teimum einstøku verkunum, og koma undan kavi aftur í øðrum verkum soleiðis at ein heild verður myndað millum verkini. Pappírspettini í ymsum verkum koma frá sama pappírsarkið og skapa eitt beinleiðis likamligt samband millum verkini. Tað er sum eru tey partar av eini heild, sum aftur og aftur endurrísur og endurskapast - støðugt skild sundur, æviga samangreipað.

Við hesum endurtøkunum, sum eisini eru kendar frá mytum, teknar William Heinesen eina mynd av einum sjálvstøðugum heimi, einum heilum kosmos við egnari syklus, sína egnu lívssøgu. Alt er bert ein fasa í tí alfevnda og innarliga humanistiska kosmos. Eftir myrkrið kemur ljósið, eftir deyðan kemur lívið, og kærleikin til lívið er eisini kærleiki til deyðan, eins og kærleikin til ljósið eisini er kærleiki til myrkrið, tí tey eru partur av hvørjum øðrum. Alt gongur í ring, er ævigt og vendir aftur, lívið rísur aftur, heimurin verður til á nýggjum. Endurmyndast.

Inger Smærup Sørensen
 
 


Tað er ein stórur heiður at skipa hesa framsýningina við verkum eftir William Heinesen. Vit vilja takka so miriliga Zacharias Heinesen og Williamshúsi fyri lán av verkum og fyri klóka og inniliga hjálp og vegleiðing. Vit takka eisini Tórshavnar Kommunu, sum hevur stuðlað framsýningina.

Fernisering verður leygardagin den 24. november kl. 16. Framsýningin er opin hvønn dag millum 16-18. Øll eru vælkomin.


 

Løgmenn






Eg havi einki ímóti løgmonnum sum so. Løgmenn eru bara fittir.
Undanfarni var fittur, og eg haldi, at núverandi er eisini fittur.
Eg haldi, at allir løgmenn eru akkurát líka fittir. Mær dámar, at teir
geva sær stundir at steðga á og práta við vanliga fólkið, sum er úti og spákar.

Tá tykist tað onkursvegna sum at teir standa og smyrja sær. Tá tykist
tað, sum at teir skifta lit. Mær dámar væl, at teir siga, at vit hava
demokrati. Allir eru teir ójavnir á máli; men allir eru teir samdir um,
at demokrati er gott. Og skattirnir, teir eru eisini góðir, eru teir samdir um.

Eg haldi, at allir løgmenn eru líka fittir sum fólk flest, og at teir
helst vilja búgva í vanligum húsum. Og tá haldi eg, at teir kanska
sakna tónleik og larm. Men teir kunnu heldur ikki vænta at fáa alt.

Løgmenn eru stundum í stjórnarkreppu, haldi eg viðhvørt, og tá
dámar mær væl at teir eru at síggja í sjónvarpinum og siga sum er,
meðan teir fáa sær eitt hóskandi andlitsbrá. Tá haldi eg, at teir eru
bangnir fyri avleiðingunum av teirra góðvild.

Eg haldi eisini, at allir løgmenn hava líka fittar konur, ið fylgja við
í donsku vikubløðunum, og sum teir taka við sær til veitslur í sera
fínum kjólum og hvítum ankilsokkum. Tá haldi eg, at allar frúur hava
líka nógv at týða fyri sín mann. Tá síggja vit, at tey sita saman.

Eg haldi, at allir løgmenn hava líka loyniligt telefonnummar, so at vit
ikki kunnu ringja til teirra um náttina og fortelja teimum at vit hava tað gott
ella at vit ikki hava tað gott. Tá noyðast vit at klára okkum og bíða til
næsta val. Tá sova teir.

Eg haldi, at allir løgmenn eru fittir, og allir uttanríkisráðharrar og
mentamálaráðharrar og vinnumálaráðharrar eru líka fittir. Eg haldi,
at tá ið teir doyggja, so koma nýggir, og teir eru eisini líka fittir.



Mynd: Hitt føroyska skjaldraveldi
Yrking: Alexandur Kristiansen




Thursday, November 8, 2012

71 listafólk boykotta

Higartil hava 71 listafólk sett seg á boykottaralistan. "Tey hava fingið nokk" stendur á permuni á Dimmalætting frá í gjár, men í veruleikanum hava tey ongantíð fingið nóg mikið og nú ber av. Tað er gott, at listafólk standa saman um hetta mótmælið móti fullkomiliga órimiligu skerjingunum av einum fimtaparti av mentanarstuðlinum. Ætlanin við boykottinum, segði Sunleif Rasmussen í gjárkvøldið í útvarpinum, er at ávirka opiniónina og altso at fáa mentamálaráðharran til at droppa skerjingina. Mentanarligur tíðindaflutningur kann ofta vera rættiliga óneyvur og hetta er helst eisini orsøkin til, at fólk nú fara at ivast í hvat hetta boykottið fevnir um. Hvørki Dimmalætting, portalurin ella útvarpið upplýsa í teirra viðgerð av málinum t.d. hvar fólk kunnu finna boykottaralistan og tað er spell, tí har sæst neyvt hvat boykottið snýr seg um http://listinblog.blogspot.com/2012/11/vit-boykotta.html  Av óneyvum tíðindaflutningi koma hálvkvøddar vísur um lunkaði listafólk, sum ikki tora at fara allan vegin og annað møsn. Listafólkini eru ein djarvur, men sera óhomogenur bólkur (summi hava arbeiðis við síðuna av listini, meðan onnur liva av listarliga avrikinum) og uttan ta fíggjarligu trygd, sum eitt fakfelag kundi veitt teimum, kundu vit á Listablogginum sjálvandi ikki droymt um at tikið undir við nøkrum so mikið álvarsligum sum einum totalum boykotti av tí almenna. Sum tað stendur tilskilað á boykottaralistanum, snýr boykottið seg um boykott av teimum tiltøkum, sum Landsstýrið fyriskipar og bara tað. Listafólkini skulu sjálvandi taka í móti øllum stuðli og mentanarheiðurslønum, hann er væl uppiborin - og jólakonsertirnar eru heldur ikki í nøkrum vanda. Boykottið hevur ikki so stóran akuttan, praktiskan týdning, men signalvirðið er stórt og tí eigur hetta mótmælið hjá 71 listafólkum at vera tikið í størsta álvara.


(KP)

Wednesday, November 7, 2012

Mentanarval 2012: Tróndur Sigurðsson, Javnaðarflokkurin um Listaskúlan á Argjum

 
 



Kommunuval er útskrivað, og valstríðið er byrjað. Vit á listablogginum vóna, at hetta valstríðið fer at seta sjóneykuna á mentanina og vit vilja sjálvandi gera okkara til, at tað verður soleiðis. Tessvegna bjóða vit øllum politikarum frá øllum flokkum og øllum landinum at senda okkum greinar og lesarabrøv, sum vit seta á bloggin óredigerað. Hetta er púra ókeypis. Einasta krav er, at tað skal snúgva seg um mentan og/ella list.