Tuesday, July 10, 2012

Ein onnur yrking


Dan Turell var danskur rithøvundur, sum í 1993 doyði av krabbamein. Hann skrivaði eina røð av kriminalromanum, sum allar gang fyri seg miðskeiðis í Keypmannahavn á Vesterbro ella Nørrebro, sum vóru millum hansara yndisstøð í býnum. Hendan upptøkan er á "Pas på pengene", sum Dan Turell gjørdi saman við Halfdan E í 1993.




Monday, July 9, 2012

Upptøkur av OMG


Herfyri fór Heiðrik á Heygum í holtur við upptøkurnar av einum nýggjum videolagi. Hann hevur fingið góða hjálp til alt tað praktiska og eftir myndunum at døma, hava vit aftur okkurt heilt serligt í væntu hesa ferð.


Halldis Olsen og Guðrið Poulsen seta hjartað saman


Halldis litar 

Heiðrik og Halldis bera hjartað út í bilin


Samstarv um tað reyða hjartað



Hjartabátur




Tað sær næstan surrealistiskt út


og rættiliga flott eisini...

Sunday, July 8, 2012

Ein yrking


 Erik Axel Karlfeldt


Yrkjarin Erik Axel Karlfeldt fekk Nobelheiðurslønina í 1931 eftir deyða sín sama ár. Í 1913 var hann sera sjúkur av lungnabruna og hendan yrkingin er íblást av sjúkuni.




Erik Axel Karlfeldt: Sjukdom (1918)

 

Jag seglar till ett fjärran land,
ett fjärran land.

Jag ser en strimmande båk.
Det står ett okänt folk på strand
och talar ett okänt språk.

De föra mig in i en högtidssal
som lyser av guld och rött.
Men vinden stryker bland pelarna sval,
jag fryser i själ och kött. 

De lämna mig helt allena,
och natten blir ängsligt sen.
Jag ligger i natten sena
och fryser i märg och ben.

Mina trötta ögon betrakta
en vilande sfinx i blått.
Hon reser sig kattlikt sakta
och rör vid mitt örongott.
*


Det sitter en längtan i bröstet.
Jag vet ej vart den vill fly.
Knappt är det till mänskornas gröna land,
och knappt till den blåa sky.

Knappt är det till livets oro,
och knappt till vilan i mull.
Det är en längtan på egen hand,
en längtan för längtans skull.
*


Jag ser en vit azalea
bredvid en lackviol.
Det sitter någon vid sängen
och vakar i sin stol.

Det är som i mässlingsnätter
för länge, länge sen.
Det är så tryggt att vakna
och aldrig vara allen.

Det är så tryggt att somna
och sova, tills dagen står röd.
Jag vet du går ej ifrån mig.
Men mor, du är ju död?
*


Nu sviktar himmel, sviktar jord,
men ett är fast och stort:
Jag hörde ett outsägligt ord
vid en obeskrivlig port.

Men porten slog i. Jag vände om
den smärtans väg jag kom.
Det sjöng alltjämt som en vindmelodi,
det ordet som flög mig förbi.

Och slocknar i livets bullrande sång
dess klang från förnimmandets gräns,
så skall jag dock minnas till nästa gång,
att rösten lät som en väns.
*


Det spelar i berget så klangfullt och rent,
som himmelens klockspel det leker så lent.
Jag hör en stämma, en öm och klar:
Gå ej ifrån oss, bliv kvar, bliv kvar!

Med möda jag öppnade ögat.
Det var ingen främmande värld.
Det ringde påsk, det stod ett barn
och grät vid min huvudgärd.
*


Så får jag stanna, så skall jag dröja.
Men panten vet jag som dyrt skall lösas,
och klart jag ser som ur remnad slöja
mot nya nådår, som ej få slösas.

Jag var ej mogen, jag var ej värdig,
ty nog jag lidit och nog jag njutit,
men ett står kvar, förr’n en man är färdig:
att skapa lycka ur vad han brutit.





Saturday, July 7, 2012

Vælumtókt New Nordic



Í Berlingske Tidende fær framsýningin New Nordic í Louisiana heilar seks stjørnur út av seks møguligum. -Er ein serligur norðurlendskur samleiki í skandinaviskari byggilist, spyr Louisiana og savnið svarar sjálvt ja við so nógvum fínum dømum, at øll mugu gerast sannførd…". Guðrun og Guðrun eru eisini við á framsýningini, sum er opin inntil 21.oktober. Greinin í Berlingske er her: http://www.b.dk/kunst/skandinavisk-arkitektur-paa-louisiana
Á heimasíðuni hjá Louisiana stendur m.a.: "…30 kulturpersonligheder, designere og kunstnere fra de 5 nordiske lande bidrager med deres svar i en række diarama'er - små teatre - hvori de hver især giver et bud på nordisk identitet i dag. Det kan være små genstande, erindringer, film eller noget helt fjerde, som kan opleves i kasserne. Deltagere er blandt andre kok og iværksætter Claus Meyer, mode- og multimediedesigner Henrik Vibskov, filminstruktør Otto Rosing, designteam Gudrun & Gudrun, forfatterne Erlend Loe og Hallgrímur Helgason, fotograferne Sigurgeir Sigyrjónsson og Dag Alveng m.fl. 
Disse 30 teatre er som et panorama af personlige scenerier, der samlet tegner et broget billede af nordisk identitet i stadig bevægelse - og fører os frem til udstillingens første hovedtema, der sætter stedets betydning i nyt perspektiv. Helt konkret og fysisk i form af huse, som er tegnet og opført specielt til udstillingen af Johan Celsing (S), Jarmund/Vigsnæs (N), Studio Granda (IS), Lassila Hirvilammi (FIN) samt Lundgaard & Tranberg (DK)…"

Friday, July 6, 2012

Kyss Prinsin!! Opera á Trøllanesi



Opera á Trøllanesi ? Ja, hví ikki.
Fríggjakvøldið verður heimspremiera á Trøllanesi av operuni hjá Kristian Blak, ið hann nevnir Blankan.
Kristian nýtir søgugongdina í Blankans rímu, ið snýr seg um Maritu, ið giftist í heiðið land og um strembanini hjá bróður hennara, H...ildibrandi, at loysa systrina úr hesari óhepnu støðu. Sjálvur má Hildibrand lata lív, men gangarin Blankan, vinnur systrini frælsið aftur. Marita kyssir hestin Blankan og hann umskapast til hin vænasta prinsin !!

Hetta er ein minimal-opera. Alt er kókað niður. Hon varir í lítið kvarter, og bert 4 tónleikar framføra hetta í Mikkjals-smiðjuni á Trøllanesi.
Unga sopran-fljóðið Drifa Hansen syngur, meðan Angelika Nielsen, Christina Andersen og Ólavur Jakobsen manna Aldubáruna hesuferð.

Umframt Blankan, verður eisini framførdur tónar úr Suður- og Norður-Ameriku.

Konsertin varir slakan tíma og atgongumerki fáast til keyps við dyrnar.

Drífa Hansen soprano
Angelika Nielsen viola og violin
Ólavur Jakobsen guitar
Christina Andersen fagott

  The concert adm. fee is 50,-

Føðingardagsheilsan til okkum sjálvs og kettulist

Í dag  hevur Listin verið til í júst tvey ár. Tað kann neyvan vera okkara lesarum heilt ókent, at minst helvtin av ritstjórunum í listablogginum eru kettufjepparar um ein háls. Vit hava havt kettuyrkingina hjá Edith Sødergran á blogginum og upp til fleiri ferðir hevur mentaða kettan Kiesemeyer lagt uppí listakjakið (hon umhugsar í løtuni at skifta frá list til reklamu, tí hon heldur tað loysir seg betri - eingin hevur áhuga fyri mentan og list í summarfrítíðini, físir hon). Vit royna at sannføra hana um, at listin hevur varandi virði og hava roynt at prógva tað á frægasta hátt og so listafínt sum til ber. Aja og vit hava tvey ára føðingardag á listablogginum í dag, men áðrenn tit nú koma sjógv á bak við blómum og lukkuynskingum, skulu tit vita, at ritstjórarnir báðir tveir (♀!!) sjálvandi eru burturstaddar á føðingardegnum eins og fín fólk plaga at vera.   



































For 16 år siden fik jeg en papkasse
med en ravfarvet kat
der nu igen ligger i en papkasse
som jeg cykler med gennem byen
mod en have i Brønshøj
hvor jeg skal begrave dette dyr
som jeg ifølge dogmatikken
aldrig skal gense
fordi det ikke besad en sjæl.
Men hvad var det så jeg læste
i hendes grønne øjne
når de kiggede og kiggede ind i mine
som om også hun
havde et spørgsmål til mig?
Ikke fordi jeg bilder mig ind
at støde på svaret
under nedskrivningen af disse linjer
men måske fordi jeg håber
at de vil blive læst
også til dén tid
hvor jeg ikke skal gense Kis. 

(s.49 í Rystet spejl hjá Søren Ulrik Thomsen)





(KP)




Thursday, July 5, 2012

Keyp føroyskt, keyp Endurtøkur!




Eri farin út á bonkin í havanum at skriva ummæli, tað er ísakalt, men sólin insisterar eina løtu og hesar forkunnugu og blendandi strálir, sum stríða seg gjøgnum summarmjørkan í Havn, eru ikki býttasta selskapi hjá geislandi heitu yrkingunum hjá Sissal Kampmann. Nýggja yrkingasavnið "Endurtøkur" kom út 15.juni á forlagnum Eksil og aftur hesa ferð er tað bróðir yrkjarans, Ludvík Breckmann, sum hevur gjørt permumyndina í sama stíli sum permumyndin til fyrra savnið hjá Sissal Kampmann "Ravnar á ljóðleysum flogi - yrkingar úr uppgongdini". Hesin stílurin er naivur, symbolskur, dekorativur og narrativur og hóskar í grundini væl saman við innihaldinum í savninum. Skapanarsøgan hjá bókini hongur saman við hugskotinum hjá Inger um at gera heimsins (helst!) besta og smalasta lyrikkjólakalendara, sum Listin hevur borðreitt við nú í tvey ár og sum heilt einfalt gongur út uppá at biðja ein góðan yrkjara um eina yrking í 24 pørtum, ein til hvønn dag at lesa hjá listablogglesarunum í jólamánaðinum. Serliga skapanarsøgan hevur kanska eisini verið ávirkandi til tann spontana stream of consiousness dámin, sum merkir partar av savninum. Eg gleddi meg hvønn tann einasta dag í desember at koma heim frá arbeiði at lesa, men kann staðfesta, at tað er enn betri nú eg siti og lesi tann rættlisna tekstin í friði og náðum í hesum sjáldsama væl samanhangandi yrkingasavni, ið hongur saman sum ein ævinlig ringrás, og sum eisini sipar aftur til yrkingar í debut-savninum hjá Sissal Kampmann. 

Í hesum yrkingasavninum var tað baljan við uppvaskivatninum, sum var okkara gerandisligi portalur til dulvitið hjá yrkjara-egnum og til tann hugtakandi yrkingaheimin, sum breiddist út fyri okkara gánandi eygum. Og eisini her eru tað afturljóð úr gerandisdegnum av køldum kaffi og ljóðinum av dropunum úr køkskrananum, sum eru støði og ramma og sum mynda byrjan og enda á hesi yrkingasvituni um tilveruna og tað, sum gevur henni meining, um kærleika, tað sansaliga, um gerandisdagin, banalitetirnar og um málið, tað føroyska, tað kompliseraða, fløkta, torskilda og innviklaða, og um tað tað ber til at siga hetta og hatta á føroyskum? Hugsanirnar um málið vísa málsligan ans og málsliga óvissu og eru bornar fram eins og eitt innantanna kjak, har yrkjara-egið kjakast við seg sjálvt: "Note to self: Ring til onkran og spyr, ella skriva til Føroysk rættstaving á Facebook" (s.11). Okkurt av hesum er eitt sindur fjasut, men tað sigi eg bara tí tað poetiska støðið annars er himmalhøgt og av tí sama fært tú eyga á onkrar trivialbókmentaligar orðingar, sum stinga seg upp millum teir glæsiligu poetisku aldutopparnar "Smakkurin av salti á varrunum er óberiligur". Men tað triviella og banala, og gerandismálið og gerandisligu eygleiðingarnar eru umráðandi og við tað, at sjónarhornið eisini er kvinnuligt, minna hesar yrkingar í løtum um 70-80´ara bókmentir, um yrkingar sum Märta Tikkanen ella Vita Andersen skrivaðu tá, og um konkreta og sansaliga málið hjá Magnusi Dam Jacobsen og Jóanesi Nielsen, men við Sissal Kampmannsa egnu sterku yrkjararødd. Yrkingarnar innihalda fleiri løg og bera í støðum brá av tungum, sansaligum symbolikki, sum minnir eitt sindur um finska symbolistiska/modernistiska yrkjaran Edith Södergran, men lesarin kemur kanska eisini í tankar um Tórodd Poulsen av abstraktu evnisviðgerðini og negatiónunum t.d: "Óljóðið í friðinum?/ Tráanin erftir tí, ið ikki var?/ Óúthaldiligu ferðirnar aftur til fortíðina?...". Tey 24 yrkingabrotini mynda eina heild við endurtøkum við smáum forskjótingum av broytingum og hartil hoyrandi menning. Tempoið er somuleiðis skiftandi og fjølbroytt sum í einum symfoniskum verki frá tí sáttliga stilla til tað uppøsta, ekstatiska í  endurtøkum við myndum, sum koma lesaranum í møti við fúkandi ferð.

"Gud er danskari - enn Guð" skrivaði Alexandur Kristiansen einaferð. Sissal Kampmann hevur kanska sama problematikk í huga, tá hon skrivar um "Guð við edd" um tann ideala upphevjaða gudin og royndirnar at toga hann niður í brúkshædd uttan ð. Stílurin er skiftandi frá gerandisligum og turrisligum eygleiðingum til hátíðarligar, næstan patetiskar staðfestingar og víðari yvir í surrealistiskar lýsingar eins og í sætta yrkingarbrotinum, sum kundi verið úr Mimir, sæð úr sjónarhorninum hjá David Lynch. Men sjónarmiðið eigur eitt yrkjaraeg við síðum hári, reyðum skóm og pelshúgvu, ið minnir heilt nógv um Vestmannadamuna og heimsborgaran Sissal Kampmann. Sjónarringurin er føroyskur, men perspektivið er Keypmannahavnskt júst sum tað er í nógvum av allarfrægastu føroysku yrkingunum, ið eru skrivaðar í útlegd. 

"Havi hug at seta eld á klædnafjallið.
Síggja tað brenna.
(Firvaldar, hyacintir, patchouli, patchouli.)
Hvørva í einum brakandi eldhavi
saman við søgunum og endurtøkunum,
sum búgva innast inni.

Í hvørjari tægr.
Í hvørjum einasta seymi.
Í hvørjum bundnum eyga.

Vil síggja øll tey brúktu og fánaðu orðini, tey sleipa við
sær, sum eina tunga byrðu, tey hokna undir, smelta saman
við plastikknappum snarlásum, beltisspennum.

Vil síggja syrgiliga, eyðmjúka, skroypiliga pappírstunna
búnan reisa seg upploystan, tileinkisgjørdan úr loganum
sum ekkóandi, afturvendandi Fønix. Flákrandi sigursharri,
ið endurvann valdið á gerandisdegnum yvir bálinum
á gólvinum í einari íbúð har uppvaskivatnið rennur
gjøgnum tronga frárenslið, niður í upphavið allar dagarnar
í vikuni, har tað møtist við havinum ið fevndi alla klótuna
uttan at renna útav..." (s.45)

Rættlestur er ein søga fyri seg, sum undirritaða eftirhondini hevur royndir av. Og í hesum førinum havi eg enntá sjálv rættlisið so frægt sum eg hevði tíð við síðuna av arbeiðnum. Rættlesturin er nakað væl betri í bókini enn hann var á blogginum, men allíkavæl datt eg um fleiri stavivillur á síðu 7, 12, 27 og 29, sum skuldu verið lúkaðar burtur. Men ongar villur kunnu nerta ta sannroynd, at hesar yrkingarnar eru sjáldsama væl eydnaðar. Tær eru so hvassar og húðleysar og so fullar av kenslum og so originalt orðaðar og hugsaðar, at tær uppá allar mátar eru ein frøi at lesa. Nær hugsaði tú til dømis seinast um hvussu bátarnir hava tað, sum liggja við atløgubryggjuna?

"Og eg veit við eitt at tær eru bundnar sum báturin
 í myrkrinum. Í bølamyrkri. Liggja í vindi og regni,
fremmandar og kaldar millum allar hinar bátarnar, sum 
liggja tvingaðir á rað og bíða, til teir verða tiknir út, sleptir
leysir aftur á havinum eftir endaleysu náttunum, døgunum,
tímunum, minuttunum, sekundunum, sum ongan enda
tóktust at hava. Út, har fuglurin letur. Út, har sólin skínur
sterkari enn nakra aðra staðni í allari verðini. Út, har frælsi
kennist millum fingrarnar í munninum, á varrunum sum
ein farri av salti og vætu. Út á villu víddirnar. Teir liggja
á rað sum sletuhundar. Dovnir millum hvønn annan,
meðan longsulin eftir aftur at sleppa at renna eftir blanka
kavaflatanum ósjónliga fær heita kroppin á teimum at
rista aftanfyri feldin. Í eygunum sæst ótolni og rastloysi
eftir at sleppa avstað, fúka framvið í hvøssum skotum.
Ein skuggi, sum ger tey myrk. Av og á lyfta teir høvdið.
Vísa tenn. Sleikja sær um kjaftin og snodda við høvdinum
afturá. Snodda, lukta, hvønn veg, vindurin ber...."

Samanumtikið má eg siga akkurát sum tað er, at yrkingarsavnið Endurtøkur í støðum er so skelkandi gott, at tað í grundini ber illa til at bera fram hvørkisligar próvgrundir fyri hví tað er so gott sum tað er. Men um eg royni út frá einum upplivingarligum sjónarmiði at argumentera, so er tað lutfalsliga sjáldan, at eg banni hart meðan eg lesi eitt yrkingarsavn og tá savnið hartil er føroyskt, er talan um eina rættiliga stóra og serliga uppliving. Tað er ikki altíð tað ber til, men í hesum førum kann tað viðmælast: Keyp føroyskt, keyp Endurtøkur. Endurtøkur - Yrkingasavn - Forlagið Eksil - 56 bls. 140 krónur. 

Wednesday, July 4, 2012

Daniel Milan í Steinprenti



Tað er ikki so lítið, sum hann hevur fingið avrikað seinastu vikuna í Steinprenti. 4 verk, 3 myndir og ein upprunagrafisk bók, sum verður prentað í 50 eintøkum. Hetta er aðru ferð, danski listamaðurin Daniel Milan er á arbeiðsuppihaldi í Steinprenti og hesa ferð vóru konan og dóttirin við. Daniel Milan er útbúgvin á kunstakademinum í Keypmannahavn hjá professarunum Peter Bonde og Erik Steffensen árini 2000-2006 har hann eitt styttri skifti var á Adademie der Bildenden Künste í München hjá Markus Oehlen professara. Prentini eru grundað á nakrar myndir úr einum blaði í Uganda, har listamaðurin búleikaðist í tvey ár saman við konuni, Káru Djurhuus, sum er føroysk og sum var í arbeiðsørindum í Uganda fyri ST. 


Blaðið eitur Red Pepper og er sambært listamanninum ein blandingur millum Ekstrabladet og En skør skør verden, tað vil siga eitt gølublað við søgum, ið sum heild eru rættiliga langt úti. Listamaðurin greiddi mær frá, at tey ikki leggja fingrarnar í millum í Uganda, tá gølusøgur taka seg upp og at fólk í  heilum mugu finna seg í, at fotomyndir av teimum í serstakliga eyðmýkjandi støðum verða almannakunngjørdar. 


Hesar avísmyndirnar eru yvirførdar á litografiska steinin og viðgjørdar listarliga og síðan eru tær prentaðar í tveimum litum, gulum og svørtum. Perman er eitt bjartlitt irisprent, sum gevur eitt sindur paradoksalar assosiatiónir til fegnar reggaerytmur, og tey ofta rættiliga lagnutungu tíðindini úr Afrika, samstundis sum vit kanska eisini koma í tankar um ælabogasymbolið hjá samkyndum. Eg spurdi listamannin um tað var rætt at tulka myndirnar hendan vegin og hann játtaði, at tílíkir tankar eru í permumyndini, eisini orsakað av ekstremu homofobiini í Uganda. 


Meðan Daniel Milan og familjan vóru í Uganda varð eitt rættiliga víðgongt lógaruppskot frammi um deyðarevsing til samkynd og ógvisligar fongsulsrevsingar til tey, sum yvirhøvur kendu til samkynd uttan at melda tey. Lógin varð ikki gjøgnumførd, tí amerikanski uttanríkisharrin Hillary Clinton hótti við at steðga øllum stuðli til Uganda, um hetta hendi, men so seint sum í februar í ár var hetta menniskjafíggindaliga uppskotið frammi aftur. Daniel Milan greiddi frá, at homofobiska lyndið í grundini stavar frá amerikanskum missionerum í Uganda. Hetta er hugvekjandi og tað eru verkini hjá Daniel Milan so sanniliga eisini. Tað er óvist nær myndirnar verða sýndar fram her á landi, men tær vera við í framsýning í hølunum hjá Danske Grafikere í Sølvgade í Keypmannahavn í august, fernisering verður 3.august. 


Bókin hjá Daniel Milan

Listamaðurin og litografurin arbeiða við steininum

Eitt áhugavert prent

Eitt av verkunum

Hugsunarsamur listamaður

Fotomyndir: Jan Andersson og Fríða Matras Brekku


Tuesday, July 3, 2012

Tíðindaskriv: Marjun Syderbø Kjelnæs – nýtt, flott avrik


Marjun Syderbø Kjelnæs gevur út yrkingasavn fríggjakvøldið í Posthúskjallaranum.
Savnið eitur Rót Tripp, og tittulin flirtrar við amerikanska hugtakið Road Trip – sum vísir seg sum eitt helt serligt tripp út av vegnum og niður til røturnar undir beinu asfalteraðu leiðini, har skammlopini sjóða og svíða og titra millum nervatræðrirnar.

Væl komin til framløgu fríggjakvøldið.
Mariann Hansen og Mike Viderø framføra leikin TRAPPAN, ið Marjun hevur skrivað, og Bárður Persson hevur leikstjórnað.

Seinni lesur Marjun úr savninum, og vit fáa okkum eitt glas av víni afturvið.
Kom og set á vikuskiftið fríggjakvøldið kl 9 við einari góðari innihaldsløtu.

SPROTIN

Monday, July 2, 2012

Vindminkandi byggilist í Klaksvík




Ikki eiti á ambitiøsur hugburður, sum merkir framtíðarætlanirnar hjá Klaksvíkar Kommunu. Tey hava tosað og tosað um handan miðbýin í allar ævir, men nú skal eg eisini lova fyri, at okkurt hendir har norðuri.  Altjóða útbjóðing og vinnarar er háttvirda arkitektatovan hjá Henning Larsen. Ætlanin ljóðar næstan eitt sindur svaklig, tí hon skal eitast at minka um vindin í Klaksvík. Kann hetta veruliga lata seg gera, vil eg fegin biðja um eitt stk vindminking her í Havn eisini, takk! - Tað sær eisini flott út. Vinnarauppskotið er grundað á ein stjørnuskapaðan struktur har miðjan á stjørnini er nýggja býarmiðjan. 
Á heimasíðuni hjá arkitektunum stendur m.a.: 
”Our project consists of a continuous plan that connects the three new city districts with each their own theme”, explains architect and architectural design manager Ósbjørn Jacobsen, Henning Larsen Architects. “The plan offers a new green, recreational area; an urban development with a central, unifying city square and shops, cafes and a library and, as the third new district, a maritime area with a new cultural house and a new maritime museum, among others.” Klaksvík is situated in the northern part of the Faroe Islands on two opposite mountain ridges, connected by a low-lying area where two inlets meet. The location of the city makes it particularly exposed to the wind. “The last 50 years’ urban development in Klaksvík has allowed the wind to whistle through the streets without hindrance. As opposed to this, the proposal for the new city centre takes a historic, urban approach and re-establishes a city centre with a comfortable microclimate”, says Ósbjørn Jacobsen. “Displaced building volumes break the dominant winds and contribute to providing new comfortable shelter zones in the city.” On the basis of the winning proposal, the Municipality of Klaksvík will prepare a new district plan for the development of the city. The plan is expected to be ready during 2012.


http://www.henninglarsen.com/news/press-room/press-releases/sustainable-city-development-in-the-faroe-islands.aspx

http://www.business.dk/ejendom/stjerne-arkitekt-skal-stoppe-vinden-paa-faeroeerne




Hví landsløg?


Vit mugu ganga út frá, at náttúran altíð hevur verið her. Náttúran hevur verið her longri enn menniskjað, men landslagið varð ikki uppfunnið fyrr enn í 19.øld. Orðið landslag er gamaní kent í týskum í 1500 talinum og í Europa gjørdist landslagslistin sjangra síðst í somu øld. Men tað var ikki fyrr enn smá tríhundrað ár seinni miðskeiðis í 19.øld, at landslagslistin av álvara vann fram og ikki fyrr enn síðst í somu øld, at hon tók seg upp her á landi.

Í dag eru vit kanska eitt av teimum londunum í heiminum, sum hevur sterkastu landslagshevd í myndlistini. Ein sera stórur partur av okkara listafólkum arbeiða við landslagnum og landslagsmotivið er vent og dreygað, tulkað og endurtulkað á einhvønn hugsandi og óhugsandi hátt. Men hví?
 

Fyrsta orsøkin er tann mest innlýsandi. Tí landslagið her er sera vakurt. Vit eru umgyrd av vakrari náttúru og tað er uppagt at ímynda sær, at hesi landsløgini hava so umráðandi leiklut í visuella lívinum hjá føroyskum listafólkum, at tey verða tað mest natúrliga motivvalið. Hesi tesuni eri eg fyri so vítt samd við, men bara í vissan mun. Tí tað finnast onnur lond við vakrari náttúru, har landslagslistin so at siga ikki er til og harumframt er myndlistarliga mannagongdin nógv meira kompleks, listafólk mynda ikki bara verk út frá tí vakra í teirra umhvørvi. Har eru so nógv fleiri løg, fleiri nuansur og kompleksitetur.
 

Ein onnur orsøk kundi knýtt seg til ta vanligastu teoriina um hví landslagslistin sum sjangra kom so seint í listasøguni. Hetta ástøði gongur út uppá, at tað ikki gjørdist aktuelt at arbeiða við landsløgum í listini fyrr enn aftaná sambandið hjá menniskjanum við náttúruna varð slitið, orsakað av ídnaðargerðini. Ikki fyrr enn tá fóru fólk at síggja landslagið sum vakurt og okkurt, tú kundi líta at og njóta, og ikki bara okkurt, sum tú skuldi arbeiða við at verja teg ímóti. Landslagslistin er sostatt bæði ein háttur at hálova vakurleikanum í landslagnum og ein háttur at gráta um missin av tætta sambandinum við náttúruna. Hetta ástøðið er helst eisini satt á ein hátt, men eg fái tað ikki til at passa við hví landslagslistin er so stór í metum júst her. Eg dugi ikki at síggja hví missurin av sambandinum við náttúruna skuldi verið upplivaður sterkari og ógvusligari her enn aðrastaðni.

Ein triðja orsøk er bundin at mystisku ímyndini um eina serliga norðurlendska ond og eitt serligt norðurlendskt fólk, sum fyrst og fremst eru eyðmerkt gjøgnum teirra tætta viðurskiftið við náttúruna. Hendan ímyndin er dyrkað í tíðarskeiðum í teimum flestu av norðurlondunum, bæði av listafólkum, rithøvundum, tónaskaldum og intellektuellum og hevur verið við til at skapa eina sjálvsmynd og ein samleika, sum enn er lutvíst til. Men eg kenni meg allíkavæl noydda at fata hetta sum eina mytu, og harumframt er landslagslistin ikki serliga útbreidd í inum norðurlondunum.

Ein fjórða orsøk, sum eg ofta hoyri sum argument her á landi er, at myndlistin - ikki bara landslagslistin, men øll myndlistin, kyknaði so mikið seint her á landi, at vit ikki eru komin víðari. Hetta ástøði inniheldur altso eitt hugskot um, at vit heilt einfalt eru byrjaði forfrá, ella byrjað við byrjanina. Men hetta ljóðar ikki serliga sannlíkt í mínum oyrum. Fyri tað fyrsta er landslagslistin ein nýggj sjangra, í nógvum øðrum londum eru tey farin frá henni, men skuldu mann byrjað við byrjanini hevði hetta ikki verið rætta staðið at byrja. Fyri tað næsta eru Føroyar ikki so avbyrgdar, longu næsta ættarliðið av føroyskum listafólkum fekk útbúgving uttanlands og ferðaðist nógv. Fyri tað triðja er søgugongdin iki so einføld, at tað yvirhøvur er nakað sum eitur at byrja forfrá. Listasøgan er nógv meira kompleks.

Ein fimta orsøk gongur út uppá, at landslagið er sakleyst og heilt einfalt bara ein umbering fyri at mála. Flestu føroysku listafólkini eru málarar og málaragleðin tykist stór. Hvørki standmyndir, foto ella installatiónslist hava nakrantíð verið eins væl umtókt og málaríið og her eru fantastiska nógvir málandi møguleikar júst í landslagnum, har ljósið skiftir og litirnir eru endaleysir. Hesa orsøkina haldi eg vera eitt sindur sanna, men eg eri ikki so religiøst sannførd sum nógvir aðrir listfrøðingar um at tað óseka myndevnið yvirhøvur er til og tí má eg fyrihalda meg eitt sindur ivandi.

Ein sætta orsøk snýr seg um tað øvugta, nevniliga at landslagið yvirhøvur ikki er sakleyst. Landslagslistin hevur í stórt sæð øllum londum verið knýtt til eina ideologi og eina politiska dagsordan, og er nógvastaðni sambundið við uppbyggingina av nationalstatum. Landslagsmálaríið er ein snildur politiskur spælari, tí tað tykist vera neutralt og frítt av ideologium og øðrum áhugum. Men í veruleikanum verður landslagsmálaríið brúkt til at skapa visuella samleika hjá einum landi og hevur hervið eina tjóðskaparliga dagsordan. Hesa orsøkina haldi eg vera sannlíka. Ikki tí eg haldi, at øll føroysk listafólk arbeiða við eini goymdari politiskari dagsordan, men tí at Føroyar skilir seg frá flestum øðrum londum við ikki at vera sjálvstøðugar, og tessvegna kundi hugsast at havt eina orsøk til at ala fram list við tjóðskaparromantiskum innihaldi.

Ein sjeynda og síðsta orsøk, sum eg eisini meti sum sannlíka, hevur við marknaðin at gera. Listamarknaðurin her er soleiðis innrættaður, at tað eru nakrar ávísar væntanir í mun til hvat føroysk list skal vera og ein av týdningarmestu treytunum er, at myndevnið er eitt landslag. Fleiri føroysk listafólk mugu tessvegna finna útav at forloysa teirra listarligu visión gjøgnum landslagið, fyri at kunna selja teirra list ov yvirliva.

Tað finnist ikki nøkur einføld frágreiðing, men nógvvar og vit kundu hildið á. Tað finnast eisini óendaliga nógvir aðrir spurningar at seta við óendaliga nógvum svarum. Spurningar, sum eru umráðandi at seta, sjálvt um eingi eintýðug svar eru. Komið, setið ein spurning!

Sunday, July 1, 2012

Gløgt er gestsins eyga og mappan á tremur er fylt

Summarið er besta tíðin hjá føroyskum myndlistafólkum. Serliga danskarar keypa føroyska list upp í leypar og eiga lívið í nógvum av okkara listafólkum. Men samstundis mugu vit læra okkum, at tjúkku pengamappurnar kunnu frysta føroyska list fasta í støðuni sum útjaðaralist. Gestins eyga eygleiðir ikki bara, men kann sleppa at seta treytir fyri føroyska myndlist.

Nú streyma tey higar úr Herning, úr Rødovre og úr Gedser. Danskarar. Við skipi og flogfari og víðari í bussum til tey hugtakandi listafólkini í hesum vakra landinum. Summartíðin hevur ómetaliga stóran týdning fyri nógv føroysk myndlistafólk. Teirra økonomiur er treytaður av teimum mongu donsku ferðafólkabólkunum, sum koma á hvørjum ári og sum flestallir hava tað sum týdningarmiklan part av teirra ferðaskrá at vitja listafólk og at keypa eitt lítið petti av Føroyum - eina mynd - við heim.

Og danskarar elska føroyska list, teir kunnu næstan ikki fáa nóg mikið, og jú meira føroysk, jú betri. Men hví í grundini? Hava tey ikki ordilig listafólk í Danmark?

Jú, tað hava tey í grundini, altso líkinda listafólk, frágreiðingin skal finnast eina aðrastaðni. Latið okkum byrja við at finna út av
, hvat føroysk list er.


Føroysk list hoyrir til eitt land
Føroysk list er list av skiftandi góðsku, sum føroysk listafólk hava framleitt. Onkur føroysk list er í heimsflokki, okkurt hoyrir heima á kvøldskúlaframsýningum, men hetta hevur eftir øllum at døma ongan týdning fyri stóra meirilutan av keypihugaðum danskarum. So leingi sum listin bara sýnist føroysk, er tað nóg gott og júst her er føroysk list ólík danskari list, sum ikki hevur sama førleika at síggja út sum um hon hoyrir til eitt land. Vit kundu kanska sagt, at list tykist donsk, um hon t.d. er merkt av speisemi, men hetta passar allíkavæl ikki. Tað ber ikki til at skapa eina einfalda mynd av danskari list, og tað ber ikki til at eyðmerkja donsku listina gjøgnum einfaldar essensir á sama hátt sum við teirri føroysku listini.

Hinvegin ber til at lýsa føroyska list umvegis nakrar heilt fáar essensir. Tað kundi verið dramaið, tað stórfingna, sterka kolorisman, lyndið til hálvabstrakt landsløg, kærleikin til tær tríggjar stóru ismurnar: impressionismu, kubismu og ekspressionismu. Tað ber eisini til at brúka meira flótandi hugtøk sum norðuratlants sermerki og kenslulag, men felags fyri tey øll er, at tað snýr seg um essensir sum ikki verða nýttir á tilvitaðan hátt og sum ikki verða viðgjørdir. Tað er bara avgjørt frammanundan, at tað er soleiðis og hevur ikki so nógv við sjálva listina at gera, men snýr seg í stóran mun um
, hvussu vit síggja listina. Sostatt er hetta ikki ein atfinning móti føroyskari list, men ein atfinning móti tí listakjaki, sum eg sjálv er partur av.



Peter Carlsen: Villy í Føroyum. 2003. Ein maður er settur í eitt landslag. Tað er Villy í Føroyum. Villy er í tropuhjálmi hevur vápnað seg við einum flugusláara. Tá Villy hevur vitjað í teimum heitu londunum hevur verið neyðugt við tyngri vápnum, men tað er bert ein lítið petti av søguni, bert eitt lítið petti av myndini. Litografiið “Villy på Færøerne” eftir Peter Carlsen peikar í nógvar ættir og hevur óendaligar møguleikar, og tí er gjørligt at misnýta myndina. Okkurt kundi bent á, at listamaðurin ger gjøldur við, at nýmótans menniskja er fremmandagjørt frá náttúruni og ger gjøldur við tí eksotismu, sum er í okkara áskoðan á fólk, sum vit halda enn eru so øgliga tætt knýtt at náttúruni. Hendan eksotisman er í fyrsta lagi bara at flenna eftir, men í øðrum lagi er tað hon eisini ein partur av eini størri skipan ella frágreiðing um, at summar mentanir er fjølbroyttar, meðan aðrar eru einháttaðar og verða lýstar við einføldum essensum. Við at skapa hesar essensir, sum eru eyðkendir av manglandi fjølbroytni, ber til at gera eina grundleggjandi “aðrumynd”, har vit gera fólk, mentanir og lond til objektir og kunnu harvið taka valdið á teimum. Mynd: Jan Andersson.

Danskir listfrøðingar velja orðini

Men, áðrenn eg fari víðari til, hvussu vit síggja listina, vil eg fegin dvølja við hesar essensir, og hvør tað er ið hevur avgjørt, at føroysk list skal kunna skerjast til essensir. Tað er nevniliga mítt uppáhald, at hetta er nakað, danskarar hava avgjørt. Fyri tað fyrsta eru tað danskir listfrøðingar og akademiprofessarar sum hava avgjørt tað, tí at vit ikki hava bygt upp listarligan yrkisførleika her heima, somu danskarar hava skapað tað málið, sum vit brúka, tá vit tosa og skriva um føroyska list. Fyri tað næsta eru tað danskarar sum so, ið hava avgjørt tað í teirra/okkara eginleika sum hjálandaveldi. Fyri at kunna leggja nakað undir seg, er umráðandi at kunna yvirskoða tað, og við at fata tað fremmanda landið langt burturi í havi sum nakað eksotiskt, verður gjørligt at skerja tað til heilt fáar essensir í staðin fyri at lata tað vera fløkt og pluralistiskt sum Danmark. Eksotisma og essensir hoyra saman og er í grundini harðrendur yvirgangur, sum skapar fantastiska stórt vald fyri tann, sum býtir út ella allýsir hesar essensirnar.

Miðdepilin liggur ikki í Føroyum
Valdið liggur í tí at vera fløkt, nuanserað og pluralistisk - at vera "tað fyrsta", har hjálandið verður "tað næsta" - okkurt einfalt og einstáttað. At fólk her á landi hava kent seg nóg smikrað av tí uppmerksemi eksotisman og essensirnir hava ført við sær, og sjálvi hava verið við til at stimbra og ført hesar hugsjónir víðari, meti eg eisini vera umráðandi part av teirri skerjing ella devaluering sum føroysk list er fyri.

Tað tykist vera soleiðis, at tá imperialistiska skipanin organiserar ein realitet, í hesum førum, tá Danmark uttan eyðmýkt skapar eina fiktión um Føroyar, hendir ein objektivisering, sum endar við eini eftirfylgjandi sjálvobjektivisering: Vit vísa okkum fram fyri tí dominerandi eygleiðingini. Hetta hevur helst eina psykologiska frágreiðing, at tú speglar tær í teirri áskoðan, sum onnur hava um teg, men eg ætli mær ikki at villast út í nakrar psykologiskar frágreiðingar.

Harafturímóti vil eg fegin halda fast við hugsanina um hvat tað er, sum donsk eygu elska, tá tey hyggja at føroyskari list. Nógv av teirri listini, sum verður seld donskum ferðafólkum, er fantastiska góð, so hetta kann sjálvandi í sær sjálvum vera ein orsøk. Ein onnur orsøk kundi verið, at listin er løtt at fata júst tí hon er skerd niður í essensir. (Vart tú freudianari bar helst eisini til at stápla eitt skilagott fetish-ástøði uppá beinini.) Men eg haldi eisini, at tað hevur við ognarskap at gera.

Jan Håfström: Mr. Walker í Føroyum. 2011. Mr. Walker er ein skapningur, sum stavar úr barndómsins teknirøðum ella stavar frá barandreyminum um, at pápin er ein hetja.Hann ikki sama slag, sum Villy, hann er meiri loyndarfullur og kul, men eisini hann hevur vitjað í Føroyum. Tað sum Mr. Walker hyggur eftir er bæði eitt føroyskt landslag og ein málningur eftir Edward Fuglø. Bakgrundin er júst eitt petti av einari mynd eftir Edward Fuglø, men hátturin vit hyggja uppá, er helst tann sami, um tað snýr seg um eitt landslag ella ein málning. Nýmótans ástøði sigur, at tað at hyggja eftir onkrum vøkrum ikki bara er knýtt at áhugaleysari vælveru, men í roynd og veru hevur ein rúgva av ótilvitaðum, ikki-rationellum dagskráum í sær – tað er politiskt, illgrunasamt og knýtt at valdi Tann, sum eigur egnabráðið og skrivar søguna – maðurin, kolonisturin, tann intimi outsidarin, flâneururin, voyeururin – ella, hvussu vit velja at kalla tað, kann við sínum egnabráðið bæði hyggja eftir og leggja kringumstøðurnar undir seg. Mynd: Jan Andersson.
Kolonisering av føroysku lisini

Ognarskapur er lýstur í fleiri feministiskum filmteorium: Ein maður situr í eini biografhøll og lítur at einari vakrari kvinnu á stóra hvíta løriftinum. Hon hyggur ikki aftur, men letur seg eyðmjúkt eygfara av voyeurinum, sum heldur ikki ger vart við, at hann hyggur at henni. Hann inntekur hana við eygunum, yvirtekur hana, eigur hana. Hon er bert eitt objekt, sum subjektiva eygnabráið hjá manninum eigur - hann kann taka hana, um hann vil. Tað er vert at umhugsa, hvørt tað er nøkulunda tað sama sum hendir, tá ein danskari hyggur at einum føroyskum landslagsmálningi. Hann lítur at fjøllunum, havinum, dølunum, hann inntekur og eigur tað. Landið er eitt objekt, sum subjektiva eygnabráið hjá kolonimaktini eigur - hann kann kolonisera landið, um hann vil.

Tað sum hendir, er bart út sagt ein kolonisering av føroysku listini. Ein koloniseringgongd, har essensir verða gjørdir, ein einføld skipan sett saman, har objektivisering fer fram og týdningur verður skaptur. Alt samalt út frá einari heimsmynd, sum hevur ein miðdepil, sum ofta er í Danmark, og sum tessvegna altíð fer at merkja, at Føroyar liggja uttan fyri miðdepilin og eru outsidarar í sínari egnu list. Men tað, sum er umráðandi at minnast til er, at miðdeplar ikki eru natúrligir, teir eru konstrueraðir á sama hátt sum essensirnir, ið verða knýttir at føroyskari list, eru konstrueraðir. Sostatt kunnu teir brótast niður, sjálvt um tað fyri føroyskt listakjak er ein eyðsýndur vandi í at bróta teir niður, nevniliga vandin fyri at listin missir sín "autenticitet", um listin avnoktar hesar essensir og hervið smildrar ikki bara áhugan uttanífrá fyri henni, men eisini eina sjálvsmynd og tjópskaparligan samleika, sum kunnu vera dýrabar, óansæð hvussu konstrueraði tey eru.

Ranghugmyndir um føroyska list
Ja, gløgt er gestins eyga, og veldugt og pengasterkt, og tað kann jú gera okkum tað sama. So leingi sum danskarar keypa eina rúgvu av føroyskari list, sleppur landskassin undan at stuðla listini og alt kann ganga sína vanligu gongd í heimastýrinum. Men intellektuelt sæð, kann hetta ikki gera okkum tað sama. Als ikki. Vit hava í føroyskari listfatan nakrar ómetaliga stórar ranghugmyndir, sum vit ikki áttu at varðveitt ella ført víðari.

Tí er tað umráðandi, at universitetið fer í gongd við at skapa tann yrkisførleika, sum hevur vantað innan myndlistina. Tað er umráðandi at vit kunnu greina føroyskan listadiskurs og tað málið, sum verður brúkt, at vit greina hvat tað merkir fyri føroyska list, at hon er í eini diaspora støðu, at vit finna út av, hvussu vit kunnu endursiga søguna um føroyska list, at vit umhugsa hugtøk sum tjóðskaparligan samleika og hyggja at hvørjir partar av listini eru mentanarliga defineraðir, at vit kanna lutfallið millum tað lokala og tað globala í samtíðarlistini, at vit gjøgnumskoða kolonialiseringina av listini, at vit skapa eina nýggja, fjølbroytta, kompleksa, pluralistiska tilvitan, so at føroysk list ikki longur verður "tað næsta" men "tað fyrsta".