Wednesday, June 8, 2011
Góð tíðindi hjá myndlistini
Í síðstu viku skrivaðu 35 listafólk og mentanarfólk undir uppá eitt opið bræv til nevndina fyri Listasavn Føroya og Mentamálaráðið. Brævið snúi seg um ta umdiskuteraðu bókina Sekel, sum Listasavnið fyri kortum gav út. Stutt eftir, at brævið varð sent, vórðu tey 35, sum skrivaðu undir, innkallað til fund við stjóran og nevndina fyri Listasavn Føroya. Hetta halda vit vera sera gleðiligt, óansæð hvussu fundurin fer at ganga er tað sera positivt, at savn og nevnd ynskja at skifta tankar og meiningar. Hetta er júst tað slagið av opinleika, sum vit ikki hava upplivað í seks ár og tað gleðir okkum stórliga, at tað nú verður lagt upp til dialog. Fundurin er á Listasavninum í dag millum klokkan 17 og 18 og øll, sum hava skrivað undir eru vælkomin. Her er brævið og undirskriftirnar:
Opið bræv til nevndina fyri Listasavn Føroya og Mentamálaráðið
Vit, undirritaðu harmast stórliga um bókina "SEKEL FÆRØSK KUNST I HUNDREDE ÅR. ONE HUNDRED YEARS OF FAROESE ART", sum vit halda vera ov subjektiva og ósemjuliga til, at hon kann virka sum tann almenna føroyska listasøgan, ið hon skal eitast at vera. Listaviðgerðin í bókini hevur slagsíðu til fyrimuns fyri nøkur ávís listafólk, men til bága fyri onnur, ið verða lýst úr einum negativum sjónarhorni. Útsagnirnar um Grafiska Verkstað Føroya á síðu 326, har leiðarin á verkstaðnum verður nevndur við navni sum partamaður við tey (ónevndu) listafólkini, ið ikki vildu samstarva við fyrrverandi Listasavnsstjóran, kunnu als ikki góðtakast, ei heldur kunnu vit góðtaka, at listastríðið verður lýst á so partískan og avmarkaðan hátt, sum tað gjørt í bókini við smáum seks reglum. Bókin er á donskum og enskum og kann við einsíðaðu viðgerð síni av føroyskari list verða Steinprenti og føroysku listini til óbøtandi skaða.
Vit vilja fegin hava eina frágreiðing frá nevndini fyri Listasavn Føroya um hvussu tað ber til, at henda bókin er komin út, eyðsýniliga uttan nakra skilagóða ritstjórn. Í øðrum lagi vilja vit vegna Steinprent og tey illa viðfarnu listafólkini hava eina umbering og eitt lyfti um, at bókin ikki verður týdd til føroyskt og givin út við tekstinum í verandi líki.
Við hávirðing
Jan Andersson
Fríða Matras Brekku
Zacharias Heinesen
Bárður Jákupsson
Tróndur Patursson
Torbjørn Olsen
Tóroddur Poulsen
Rannvá Kunoy
Marius Olsen
Hansina Iversen
Olivur við Neyst
Bárður Oskarsson
Brandur Patursson
Birgir Kruse
Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen
Kinna Poulsen
Inger Smærup Sørensen
Elin Josefina Smith
Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir
Andrias Andreassen
Tummas Jákup Thomsen
Gunnar Hoydal
Bjørn Kunoy
Herluf Lützen
Búgvi Poulsen
Carl Jóhan Jensen
Hanni Bjartalíð
Hjördis Haack
Hans Pauli Olsen
Súsan í Jákupsstovu
Oddfríður Marni Rasmussen
Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð
Sunleif Rasmussen
Anker Mortensen
Tórbjørn Jacobsen
Borgný Dam Patursson
Hans Pauli Strøm
Steinbjørn B. Jacobsen
(IS)
Labels:
IS
Tuesday, June 7, 2011
Modernisturin Manet
Ein av teimum høgt profileraðu europeisku framsýningunum í summar, er retrospektiva framsýningin við myndum hjá Édouard Manet (1832-1883) við heitinum "Manet - uppfinnari av tí modernaða", sum inntil 3.juli er at síggja í Musée d´Orsay í París. Men kemur tú ikki heilt so langt, kann minni eisini gera tað, tí høvuðsverkið "Absintdrankarin" er ikki við á teirri stóru retrospektivu framsýningini í Paris, men hongur har, sum tað plagar í Ny Carlsberg Glyptotek mitt í Keypmannahavn. Hetta er ein av mínum yndismyndum, eins og listamaðurin er millum teir, sum mær dámar best av klassisku modernistunum. Hann verður nevndur grundleggjari av modernismuni, men sjálvur ynskti hann ikki at bróta burtur úr nýggjum. Á sama hátt og hini listafólkini í hansara samtíð, impressionistarnir og hini, royndi Manet at gera sær eina karrieru við at sýna fram á árligu heystframsýningini í París, men tað gekk lutfalsliga illa. Fleiri myndir, t.d. tann av absintdrankaranum vórðu frávístar á framsýningini og nógvar av myndum hansara høvdu tað við at øsa fólk. Absintdrankarin skal hava fingið læraran hjá Manet, sum sat í sensurnevndini í Salon d´automne, at siga, at tað heldur mundi vera Manet og ikki málningurin, sum hevði fingið ov nógv av sterka malurtlikørinum, absint, sum var uppá hægsta móta millum listafólk og bohemar í París tá miðskeiðis í 19. øld. Ein orsøk til ógvusligu reaktiónirnar er helst, at myndin er so gátufør og full av mótsetningum sum hon er; ein gøtudrankari avmyndaður við tign sum ein vísmaður skoðandi út úr myndini, við kvinnuskapaðum skugga, fínum cocktailglasi, tómari fløsku og í skeivt uppá bein skóm sum ein ítøkilig mynd uppá árinið av vandamikla absintinum, sum varð hildið at geva motoriskar trupulleikar.
Myndirnar hjá Manet blíva við at vera áhugaverdar, haldi eg. Tær hava ein serligan frískleika yvir sær, sum ger, at tær blíva við at vera avbjóðandi at hyggja at. Á ein hátt kunnu vit fata Manet sum ein, ið fylgir realistiska credo´num hjá Courbet um at mála tað, hann sær og sum var nakað væl meira kollveltandi enn tað ljóðar til at vera í dag. Í myndunum hjá Manet tykist vera ein hvassur, konfronterandi hugur at lýsa veruleikan in your face við prostitueraðum og drankarum, ið verða javnsett øðrum samfelagsborgarunum. Hesi hava verið lýst áður, men soleiðis, at tú sum áskoðari ongantið ert í iva um hvat tú skalt halda; at tey eru ólukkudýr, sum gera tað skeiva, ljóta og sum áskoðarin, hin metti og væl setti borgarin, kann kenna seg í tryggari frástøðu til. Í myndunum hjá Manet er tað ongantíð so einfalt sett upp. Í lýsingini av absintdrankaranum t.d. er portretteraði maðurin lýstur við miklari virðing og við nógvum gátuføri og mótsetningum, sum ikki á nakran hátt verða forkláraðir áskoðaranum. Í kendu myndini hjá Manet "Olympia" av eini liggjandi, naknari kvinnu, kennist modernaða sjónarmiðið heilt ítøkiligt. Kvinnan slangar sær á eini divan á dekorativan hátt, sum er siður listasøguliga sæð og tað er júst nýtslan av listasøguligu hevdini, ið ger teg varan við munin. Tí kvinnan er als ikki mjúk og bleyt, vandaley og lekkur at hyggja at eins og kvinnurnar hjá Tizian t.d. Hendan kvinnan er málað soleiðis sum hon nú einaferð sær út uttan formildandi skuggaárin. Hon hevur stuttan kropp og sær ógvuliga ung út, men tað er ósmædna eygnabráið, sum er tað mest modernaða í myndini. Hon hyggur beinleiðis út úr myndini við einum avbjóðandi og ætlandi yvirbrá næstan sum metir hon um okkara virði. Her eru nakrar leinkjur til annað tilfar um framsýningina. Tann niðasta er eitt filmað ummæli.
http://www.musee-orsay.fr/en/events/exhibitions/in-the-musee-dorsay/exhibitions-in-the-musee-dorsay/article/manet-inventeur-du-moderne-27127.html?no_cache=1
http://www.telegraph.co.uk/culture/art/art-reviews/8427059/Manet-Inventor-of-the-Modern-Musee-dOrsay-Paris-review.html
(KP)
Monday, June 6, 2011
Føroyingar í bláu bók

Bláa bókin hjá Krak er eitt av mest nýttu donsku uppslagsverkunum, sum inniheldur nøvn og kunning um týdningarmiklar persónar í danska ríkinum. Í nýggju útgávuni av uppslagsverkinum eru trý føroysk nøvn, sum saman við donskum kendum nøvnum sum Casper Christensen og Katrine Ærtebjerg verða mett nóg týdningarmikil til bókina. Teir tríggir føroysku nýkomararnir koma allir frá mentanarøkinum so ella so: Yrkjarin og myndlistamaðurin Tóroddur Poulsen, fyrrverandi stjóri í Listasavni Føroya Helgi Fossádal og listakvinnan Astri Luihn. http://www.blaabog.dk/
Summartónar 2011
Felagið Føroysk Tónaskøld (Association of Faroese Composers) organizes the annual Summartónar festival in concert halls all over the Faroe Islands. With its focus on composition, the Sommartónar festival is a continuous, vital dynamo in the development of Faroese music. This year we celebrate the 20th Summartónar festival.
The 2011 festival programme reflects its role as a platform for new works by Faroese composers, many of them first performances. In the past few years, Summartónar has also presented improvised music, as well as contemporary folk music and a few rock concerts.
Summartónar is international: as well as works by Faroese composers, this year's festival features artists from Canada, New Zealand, USA, Belgium, Ireland, France, Turkey, Sweden, Norway, Denmark and Iceland performing international programmes.
Partners
This year's festival involves cooperation with various other events and regional organizers, combining our efforts to maximise benefits. The concert series runs all summer, from June 7th to August 17th.
Summartónar's partners are:
Fólkatónleikastevnan (Faroe Islands Folk Festival)
G! http://www.gfestival.com/
The Nordic House http://www.nlh.fo/
Kristianshús (Mykines) http://heima.olivant.fo/~mykines
Vága Kunningarstova http://www.visitvagar.fo/vagar.fo
Norðlýsið http://www.nordlysid.com/
Hvonn http://www.hvonn.fo/
Gjáargarður http://www.gjaargardur.fo/
Leikalund http://www.leikalund.com/
Grót www.facebook.com/add_email.php#!/pages/Tonleikasamtakid-Grot/128611720486333
Sands Listasavn & Sands Bókasavn
Kunningarstovan í Sandoy http://www.visitsandoy.fo/
Kunningarstovan í Nólsoy http://www.visitnolsoy.fo/
Gamli Skúlin í Sørvági http://www.visitvagar.fo/vagar.fo
Mentanarhúsið í Fuglafirði http://www.menthus.fo/
Labels:
Tónleikur
Sunday, June 5, 2011
Meistarligt málarí!
Torbjørn Olsen telist millum okkara sterkastu samtíðarlistafólk. Hansara portrettmyndir eru psykologiskt neyvar samstundis sum tær eru koloristiskt meistaraligar. Á sama hátt sum Ruth Smith, tørvar Torbjørn Olsen at hava myndevnið framman fyri sær, meðan hann málar. Men hetta merkir ikki tað sama sum, at hann bara skrásetir tað, hann sær. Vit síggja í stóru myndini í Listaglugganum, at hann brúkar barnakonuna sum høvi til at mála alt tað, sum er rundan um hana, rúmið, smálutir sum t.d. penslar í einum ílati og sólarljósið frá vindeyganum. Hetta snýr seg fyrst og fremst um málarí, um eina kompositión í bláum og gulum við violettum, reyðum og grønum litspæli. Hetta er jú ein modelmynd, sum kundi verið lutfalsliga anonym av tí, at málarin ikki hevur gjørt nakað serligt við andlitið. Allíkavæl ert tú ikki eitt sekund í iva um hvør modellin er - so mikið nágreiniligur og ógrunnur er málarin í síni menniskjalýsing. Hetta er ein málningur, sum við síni styrki fyri meg fullkomiliga upploysir nútíðarliga kravið til list, at hon skal vera konseptuel og fleirstreingjað. Henda myndin er tað, sum hon er og tað er nóg mikið. Av tí, at tað nettupp er ein barnakona, sum er model, er lætt at lesa eitt ávíst innihald inn í myndina og at síggja barnakonuna, sum lívgevaran, sum sjálva móðir jørð og tað kann væl vera, at har er eitt brá av ekstatiskt vitalistiskari frøi yvir lívsjáttandi gróðursemið í myndini, men fyrst og fremst snýr tað seg um málarí, málað av einum sonnum meistara.
(KP)
Saturday, June 4, 2011
Paradís á jørð
Bosch: Garden of Earthly Delights
Hildið verður ofta fyri, at hetta er paradís á jørð. Ikki bara orsakað av stórslignu náttúruni og gitna føroyska blíðskapinum, sum ferðandi eru so íðin at rósa í Góðan Morgun Føroyar. Eingir brattir klettar ella brúsandi fossar ella størstu marglætisborð á tremur í turrum kjøti kunnu av álvara kappast við okkara fantastiska fólkaræði, sum veruliga er av serligum slagi í okkara landi.
Tí umframt lesarabrøv og undirskriftasavnan, sum ber til í øllum demokratiskum londum, kunnu vit eisini ringja til okkara politikarar, skriva til teir á facebook ella bara steðga teimum á gøtuni ella til handils - um tú altso ert ein av teimum fáu, sum ikki er í familju við nakran politikara. Vit hava fría atgongd til politikararnar á sama hátt sum vit næstan hava fría atgongd til miðlarnar, eins og okkara møguleiki fyri at gera okkara rødd galdandi er sera stórur. Samstundis hava vit ein einastandandi møguleika fyri at skilja maktina og fyri at gjøgnumskoða strukturin í maktini. At møta maktini kann sjálvsagt eisini vera ein ógvuslig uppliving, soleiðis var tað í øllum førum hjá mær, tá eg flutti higar, men aftan á, at skelkurin hevði lagt seg, stendur eftir upplivingin av einum fólkaræðisligum paradísi á jørð.
Maktstrukturar eru fløktir, men einfalt er tað, at tá fólkatalið er avmarkað hava einstaklingar sterkar atkvøður og í einum lítlum løgtingi hava tey fólkavaldu stóra makt. Vit hava í veruleikanum nakrar ótrúliga maktfullar politikarar, hvør tann einasti av teimum hevur møguleikan fyri at broyta munandi um samfelagið og fyri at fáa ektaða ávirkan. Samstundis eru politikararnir so mikið tætt uppá fólk, at teir kenna samfelagið á ein hátt, sum nógvir av teirra útlendsku starvsfelagum munu øvunda teimum. Á sama hátt sum fólkið kennir politiska spælið og durarúmið hjá maktini, kenna politikararnir eisini samfelagið og vita alt um tess órættvísi og skeivleikar. Eingir politikarar kunnu erliga siga, at teir ikki hava lagt merki til órættvísið og skeivleikarnar, ella at teir ikki fata tað - tað er ógjørligt at ímynda sær, at politikarar ikki eru væl og virðiliga kunnaðir.
Listafólk og mentanarfólk hava tey seinastu mongu árini gjørt nógv burtur úr fyri at gera teirra rødd galdandi og fyri at politikarar skulu hoyra tey. Tey hava skriva lesarabrøv, savnað undirskriftir og hava steðgað politikarum á gøtuni. Tey hava gjørt brúk av einastandandi møguleikunum, sum finnast her á landi fyri at fáa atgongd bæði til politisku skipanina og til miðlarnar, har tey hava peikað á eyðsýndan órætt og skeivleikar í listaheiminum. Tey hava ikki borið seg at sum politikarar og tey hava ikki framt politikk. Tey hava ikki roynt at spæla eitt politiskt spæl ella at reka lobbyvirksemi, men hava háttað sær sum borgarar, ið hava eina vitan um ein part av samfelagnum, sum tey meta umráðandi at býta út. Tey hava verið partur av fólkaræðinum og hava fatað teirra leiklut sum borgarar í hesum samfelagnum sera álvarsliga. Tað finst neyvan ein fólkavaldur politikari her á landi, sum ikki veit hvat hesi listafólkini og mentanarfólkini meina, ella sum ikki hava sæð tað órættvísa og teir skeivleikar, sum lista- og mentanarfólkini hava gjørt vart við. Fleiri politikarar eru helst ósamdir við listafólkini og tað er sjálvandi eisini í fínasta lagið, men verri eru teir politikarar, ið eru samdir og sum skilja listafólkini, men sum ikki vilja gera nakað, tí teir meta støðuna sum politiskt vandamikla. Harumframt snýr tað seg jú ikki um fisk og list og mentan er ikki høgt profilerað í teirra egnu lítlu verð. Tí hava politikararnir valt at nevna ta vitanina, sum listafólk og mentanarfólk royna at leggja fram, fyri klandur og grenj. Hetta er heimsins mest effektivi og mest gjøgnuskoðiligi háttur at lata vera við at taka ábyrgd á seg.
Vit liva í paradísi á jørð. Vit eru eitt fólk við stórari ávirkan og okkara politikarar hava stórar møguleikar fyri at broyta samfelagið. Fólkið útfyllir teirra leiklut í fólkaræðinum, men hvussu er við politikarunum? Taka tey ta stóru maktina í álvara og eru tey tilvitað um ta stóru ábyrgdina? Brúka tey ta einastandandi stóru vitanina, sum tey hava um samfelagið til at rætta upp uppá órættvísi og skeivleikar?
Eg eri sjálv ein teirra, sum hevur gjørt nógv fyri, at mín rødd skal hoyrast og at bera mína vitan og hugsan víðari. Eg havi sett mítt navn á undirskriftainnsavnan, tosað við politikarar, skrivað lesarabrøv og eitt ótal av øðrum greinum. Í seinastuni verði eg alsamt oftari møtt við hugburðinum, at ein átti at steðga klandrinum og grenjinum og í staðin roynt at fingið sína ávirkan galdandi við sjálvur at spæla tað politiska spælið. Eg kann sjálvandi staðfesta, at hetta heilt vist hevði verið meira effektivt, serliga um hugsað verður um, at hitt als ikki riggar so leingi sum politikarar loyva sær at kalla vitanina hjá fólkinum fyri klandur og grenj. Allíkavæl má eg siga, at eg ikki hopi, at vit koma hartil, at vit borgarar landsins halda uppat at uppfylla okkara pláss í fólkaræðinum, halda kjaft og ikki longur spæla við sjálvi út frá okkara egnu fortreytum men ganga inn uppá treytirnar hjá maktini. Á henda hátt kundu vit kanska vunnið onkran dystin, men paradísið á jørð høvdu vit mist.
(IS)
Labels:
IS,
list og samfelag
Friday, June 3, 2011
Søguferð á Mentanarnáttini - Ein øðrvísi og ørur busstúrur í Havn
Ein rótføroyskur brellbiti til likam og sál
Mentanarnáttin 2011 3. juni í Havn.
Eitt spildurnýtt, øðrvísi og forvitnisligt tiltak verður á skránni. Søguferðin er ein býarbussur, sum koyrir eina øðrvísi rundferð í og rundan um Havnina. Á ferðini hendir ymiskt. Steðgað verður við ávís støð. Smáar framførslur verða her og har. Skaldabrot av mætum føroyskum høvundum verða at hoyra, umframt at ALT hugsandi og óhugsandi kann stingast upp á hesi bussferð. Eitt tyssi av poetiskum og pussigum søgum og upplivingum. Til síðst verður farið til eitt hugnaligt stað miðskeiðis í Havn, har okkurt gott føroyskt verður at leggja á tunguna.
Bussferðin byrjar á Kongabrúnni kl. 19 og aftur kl. 21.
Ein heildaruppliving við væluppløgdum sjónleikarum, tónleikarum, yrkjarum og góðum mati fyri einans 200 kr. Atgongumerki kunnu keypast í Kunningarstovuni í Havn tlf. 30 24 25 og við bussin, tá farið verður av Kongabrúnni.
Fyriskiparar eru leikarar úr Tjóðpalli Føroya.
Mentanarnáttin 2011 3. juni í Havn.
Eitt spildurnýtt, øðrvísi og forvitnisligt tiltak verður á skránni. Søguferðin er ein býarbussur, sum koyrir eina øðrvísi rundferð í og rundan um Havnina. Á ferðini hendir ymiskt. Steðgað verður við ávís støð. Smáar framførslur verða her og har. Skaldabrot av mætum føroyskum høvundum verða at hoyra, umframt at ALT hugsandi og óhugsandi kann stingast upp á hesi bussferð. Eitt tyssi av poetiskum og pussigum søgum og upplivingum. Til síðst verður farið til eitt hugnaligt stað miðskeiðis í Havn, har okkurt gott føroyskt verður at leggja á tunguna.
Bussferðin byrjar á Kongabrúnni kl. 19 og aftur kl. 21.
Ein heildaruppliving við væluppløgdum sjónleikarum, tónleikarum, yrkjarum og góðum mati fyri einans 200 kr. Atgongumerki kunnu keypast í Kunningarstovuni í Havn tlf. 30 24 25 og við bussin, tá farið verður av Kongabrúnni.
Fyriskiparar eru leikarar úr Tjóðpalli Føroya.
Labels:
Leiklist,
Tíðindaskriv
Mentanarnáttin 2011
Um nú bara veðrið fer at skikka sær ordiligt, verður tað sum á Ólavsøku í Havn í dag og í kvøld, nú Mentanarnátt verður hildin fyri 12.ferð í høvuðsstaðnum. Skráin er long og festlig sum ein summarnátt og vit seta inn eina leinkju til heimasíðuna hjá Tórshavnar Kommunu, sum hevur eina skrá. Nógv áhugavert er á skránni, t.d. fer Theodor Olsen, prestur at hugleiða um etikk og vinalag í Valbakkaskóginum. Hetta gongur fyri seg á Býarbókasavninum klokkan 16.00. Frálíku vatnlitamyndirnar hjá Zachariasi Heinesen eru at síggja í Steinprenti. Klokkan fimm spælir Kristian Blak í handlinum hjá Tutl á Glade Hjørn og seinni spælir Guðrið Hansdóttir sama stað. Norðlýsið siglur Havnarundferðir frá klokkan 18 til 23. Niels Midjord og Peter Jacob Eliasen fara at syngja Kingo m.a. í Havnar Kirkju klokkan 20.30 og klokkan 21.30 verður felags sangur í kirkjuni. Klokkan 18 letur Marianna Mørkøre upp framsýning í Snarskivuni. Í Tilhaldinum verður kvøldseta við m.a. Hanusi Kamban, Knúti Olsen, Simma Jacobsen og Flóvini Jacobsen nú 60 ár eru liðin síðan Hans Andrias Djurhuus doyði. Í Trygginini gongur alt møguligt fyri seg við rundferðum í bygninginum og tónleiki við Steintór Rasmussen og brúkslist m.a. hjá Fimm feitum flugum. Uppi í útvarpshøllini verður forvitnislig konsert við Tórshavnar Big Band við heitinum "Føroyskar sangperlur í nýggjum búna". James Olsen, Finnur Jensen og Anna Faroe fara at jazza okkum sangperlurnar til og klokkan 22 verður tað sum á Ólavsøku, tí tá fer stóra Kórstevnukórið at syngja á Tinghúsvøllinum. Mentanarnáttin bjóðar uppá so nógvar møguleikar, at tað er ógjørligt at náa tað alt, men ein túr í Bojsensgarð aftan fyri Gamla Bókhandil, tað ætli eg mær so heilt víst og klokkan 18 setur Tróndur Leivsson Mentanarnáttina í Kommunuskúlagarðinum. Um nú bara veðrið...
(KP)
http://www.torshavn.fo/get.file?ID=922
Thursday, June 2, 2011
Fræls mentan i Føroyum
Leygardagur 4. juni kl. 14.00
Tiltakið er ætlað teimum, ið gera ting, ið eru vard av høvundarrættindalógum. Tað vil siga øll listafólk, tónleikarar, rithøvundar, designarar, lærarar o.s.f .Evnið er hvussu vit kunnu nýta, deila og endurnýta tað, ið onnur gera, og hvussu vit kunnu loyva øðrum at gera tað sama við okkara verkum, uttan at geva meir av rættindum okkara enn vit vilja.
Hetta er eitt evni, ið er nógv umrøtt uttanlanda, men sum lítlan ans hevur fingið her á landi. Tað, at deila ting og vera kreativ í felag, hevur altíð verið ein partur av Føroysku menningini, og her hava vit ein møguleika at sanna tað.
Endamálið við tiltakinum er at seta gongd á Creative Commons Føroyar og at kunna Føroyingar um frælsa mentan og hví tað er umráðandi fyri Føroyingar at lata mentan sína verða frælsa. Fyrilestrarnir verða ein hálvan tíma í part, og vóna vit at fáa nógv gott kjak inn ímillum teir.
Øll eru vælkomin, men vit vilja helst at fólk boða frá, at tey ætla at koma, antin á facebook ella við t-posti til birita.i.dali@gmail.com, so vit vita umleið hvussu nógv fólk vit kunnu vænta. Luttøka er ókeypis.
Les meira um creativecommons á www.creativecommons.fo ella á www.creativecommons.org.
Fyrilestrarfólk:
Mathias Klang (SE) Creative Commons: The what, why & how of licensing. Mathias Klang (@klang67) er verkætlanarleiðari hjá Creative Commons Svøríki og er løgfrøðingur, ið arbeiður sum granskari við Universitetið í Gøteborg, har hann granskar innan teldutøk rættindi, sosialar miðlar og copyright licensering. Hann hevur skrivað fleiri bøkur um frælsa mentan, ið hava verið seldar í Svøríki og øðrum londum. Sí heimasíðu hansara á www.digital-rights.net Her verður greitt frá hvat Creative Commons er, hvussu man brúkar tað, hvat tað kann brúkast til, og hví tað er eitt gott hugskot.
Christian Villum (DK) Please Copy This Record to All of Your Friends. Christian Villum (@villum) er leiðari hjá Creative Commons Danmark. Hann er íverksetari innan miðlar, teldutøka list, internet, frælsa mentan og tøkni, og í løtuni arbeiðir hann við fleiri verkætlanunum innan frælsa mentan og fræls forrit. Hann arbeiðir eisini á Universitetinum í Ålborg og er í ferð við at skriva tvær bøkur saman við øðrum rithøvundum. Sí heimasíðu hansara á www.autofunk.dk Hann fer at greiða frá plátufelagi sínum og teirra royndum av CC.
Birita í Dali (FO) Fræls mentan fyri Føroyingar. Birita í Dali er fyribils-leiðari hjá Creative Commons Føroyar. Hon hevur verið virkin innan frælsa mentan í Íslandi í fleiri ár, og havt fyrilestrar á stevnum um frælsa teldutøkni og mentan. Hon hevur útbúgving frá Háskóla Islands innan business og management (Bsc) og arbeiðir í løtuni sum verkætlanarleiðari á Menntamálaráð Íslands, við menning innan frælsa mentan og upplýsingartøkni. Her verður lagt dent á týdningin fyri felagskreativitet í Føroyum, og hvat fræls mentan hevur at siga fyri smærri samfeløg.
Vegna fyrireikararnar
Birita í Dali
Labels:
Tíðindaskriv
Summargrafikkur
Meðan tey flestu spakuliga gera seg klár til at geara niður fyri at halda summarfrí verður gearað upp í Steinprenti. Har er øgiligt virksemi hesa tíðina bæði av arbeiðandi listafólkum og av teimu nógvu vitjandi, ið hyggja at framsýningini hjá Zachariasi Heinesen. Marius Olsen hevur gjørt nøkur heilt fantastisk prent uppiá, sum verða at síggja, tá hann fer at framsýna tey fyrst í juli - meir um hetta seinni.
Kendi listamaðurin Tal R er somuleiðis av álvara farin í holtur við grafikkin á Schæfer Grafisk Værksted í Keypmannahavn har hann í løtuni undirvísir týskar akademinæmingar. Ein áhugaverd grein stendur at lesa í Politiken, har Tal R millum annað sigur: "Grafikkur er ikki ein endurtøka av, hvat tú sum myndlistafólk annars gongur og gert. Um tú bara roynir at endurtaka tína vanligu praksis, snávar tú á longu í hurðini á veg inn á verkstaðið...". Lesið greinina her:
http://ibyen.dk/kunst/omtaler_kunst/ECE1294678/tal-r-grafik-er-langsom-og-besvaerlig/
(KP)
Wednesday, June 1, 2011
Nýfrætt – Nýfrætt – Nýfrætt - Nýfrætt
Allur peningurin til Saltsiloina er nú tøkur
Fíggjarnevndin hjá Fólkatinginum hevur samtykt, at Fólkatingið rindar verkætlan SALT 18 mill. kr. Harvið er málið agreitt frá donsku stjórini.
Hetta merkir eisini, at allur peningurin til Verkætlan SALT nú er tøkur.
Næsta stigið er, at Saltsilogrunnurin lýsir Drelnes, sum arbeiðspláss og arbeiðini verða boðin út.
(IS)
Opið bræv
Opið bræv til nevndina fyri Listasavn Føroya
og Mentamálaráðið
Vit, undirritaðu harmast stórliga um bókina "SEKEL FÆRØSK KUNST I HUNDREDE ÅR. ONE HUNDRED YEARS OF FAROESE ART", sum vit halda vera ov subjektiva og ósemjuliga til, at hon kann virka sum tann almenna føroyska listasøgan, ið hon skal eitast at vera. Listaviðgerðin í bókini hevur slagsíðu til fyrimuns fyri nøkur ávís listafólk, men til bága fyri onnur, ið verða lýst úr einum negativum sjónarhorni. Útsagnirnar um Grafiska Verkstað Føroya á síðu 326, har leiðarin á verkstaðnum verður nevndur við navni sum partamaður við tey (ónevndu) listafólkini, ið ikki vildu samstarva við fyrrverandi Listasavnsstjóran, kunnu als ikki góðtakast, ei heldur kunnu vit góðtaka, at listastríðið verður lýst á so partískan og avmarkaðan hátt, sum tað gjørt í bókini við smáum seks reglum. Bókin er á donskum og enskum og kann við einsíðaðu viðgerð síni av føroyskari list verða Steinprenti og føroysku listini til óbøtandi skaða.
Vit vilja fegin hava eina frágreiðing frá nevndini fyri Listasavn Føroya um hvussu tað ber til, at henda bókin er komin út, eyðsýniliga uttan nakra skilagóða ritstjórn. Í øðrum lagi vilja vit vegna Steinprent og tey illa viðfarnu listafólkini hava eina umbering og eitt lyfti um, at bókin ikki verður týdd til føroyskt og givin út við tekstinum í verandi líki.
Við hávirðing
Jan Andersson
Fríða Matras Brekku
Zacharias Heinesen
Bárður Jákupsson
Bárður Jákupsson
Tróndur Patursson
Torbjørn Olsen
Tóroddur Poulsen
Rannvá Kunoy
Marius Olsen
Hansina Iversen
Olivur við Neyst
Bárður Oskarsson
Brandur Patursson
Birgir Kruse
Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen
Kinna Poulsen
Inger Smærup Sørensen
Elin Josefina Smith
Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir
Andrias Andreassen
Tummas Jákup Thomsen
Gunnar Hoydal
Bjørn Kunoy
Herluf Lützen
Búgvi Poulsen
Carl Jóhan Jensen
Hanni Bjartalíð
Hjördis Haack
Hans Pauli Olsen
Súsan í Jákupsstovu
Oddfríður Marni Rasmussen
Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð
Sunleif Rasmussen
Anker Mortensen
Tórbjørn Jacobsen
Borgný Dam Patursson
Hans Pauli Strøm
Stenbjørn B. Jacobsen
Anker Mortensen
Tórbjørn Jacobsen
Borgný Dam Patursson
Hans Pauli Strøm
Stenbjørn B. Jacobsen
Subscribe to:
Comments (Atom)