Monday, September 6, 2010

Myndir frá Peter Carlsen ferniseringini 4.sept

Ein vælnøgdur bon vivant listamaður

Ein av frálíku standmyndunum hjá Peter

Trý steinprent: "orsakað", "integratiónsvillly" og "danskur muslimur"



Mynd úr røðini av barnamyndum av vinfólkum hjá Peter, sum eisini eru listafólk

Fleiri av standmyndunum hava myndevni úr norðurlendskari mytologi. Her: Sleipnir

Tór og kettan

Steintoysfigurarnir hava eina serstaka ráa megi

Súreplini hjá Ydun - etin

Fríða framman fyri prentrøðini, sum er gjørd á grafiska verkstaðnum í Eks-skúlanum

Kurator Inger og framsýningargestur Rigmor

Kurator og listamaðurin á verkstaðnum

Standmyndirnar eru eisini humoristiskar

Danska flaggið í fríum falli

Ein jøtunfuglur


Inger og Peter

Ein føroyskur listamaður skoðar starvsfelagar

Nýggja steinprentið, sum Peter júst hevur gjørt

Sunday, September 5, 2010

Har listin verður skapað: Tummas Jákup Thomsen


Her eru so nakrar myndir frá mínum atelieri í dag. Atelierið liggur í Slagelse, tað er ikki serliga stórt, men mær dámar tað væl, tí í løtuni máli og tekni eg bert smáar myndir. Mær dámar væl atmosferuna og føli meg tryggan og nøgdan við staðið, sum fyri mítt viðkomandi er av stórum týdningi. Eitt stad her eg kann vera í frið...ja eitt frístad...tað órðið lýsir tað nokk best.¨

Tummas Jákup Thomsen


Tá vit møta listini í gallaríum, listasavnum og í almenna rúminum, er hon sett inn í onnur høpi enn har, hon upprunaliga varð skapað. Hesi nýggju umhvørvini geva listaverkinum nýggj virði og nýggjar týdningar, men tey taka eisini okkurt. Tey taka sjálva kensluna av skapanartilgongdini og kensluna av sambandinum millum listafólk og verk og so taka tey nýggju umhvørvini eisini tann serliga og ógreinandi gandin, sum hendir í atelierinum í broytingini frá tilfari til list.

Tí fara vit í eini nýggjari røð at sýna fram myndir frá atelierinum hjá ymiskum listafólkum. Uttan so nógv orð, lata vit tað upp til myndirnar at siga teirra egnu søgur og harvið lata upp nýggjar inngongdir til listaverkini.

(IS)

Saturday, September 4, 2010

Villy í Føroyum


Ein maður er settur í eitt landslag. Tað er Villy í Føroyum. Villy er í tropuhjálmi hevur vápnað seg við einum flugusláara. Tá Villy hevur vitjað í teimum heitu londunum hevur verið neyðugt við tyngri vápnum, men tað er bert ein lítið petti av søguni, bert eitt lítið petti av myndini. Litografiið “Villy på Færøerne” eftir Peter Carlsen peikar í nógvar ættir og hættirnir at lesa myndina eru óendaligir – “einki er galdandi longur”, sigur listamaðurin.

Eins og listamaðurin sjálvur ger sær sínar reglur at gera myndina eftir, so mugu vit eisini gera okkara egnu reglur um, hvussu vit vilja lesa myndina. Men tá vit ikki longur hava nøkur felags virði, ber heldur ikki til at seta felags reglur um, hvussu vit skulu hyggja eftir myndini. Vit lesa myndina í brotum, summi síggja okkurt og onnur okkurt annað og tað er eisini í fínasta lagi. Vit kunnu ikki siga við somu vissu, sum vit kundu fyri 100 árum síðani, at okkurt er betri enn annað. Eftir stendur ein ørgrynna av eygleiðingum, sum ikki kunnu setast í nakra skilagóða raðfylgju, men kortini ber til at royna at skipa eygleiðingarnar og leggja tær í ymiskar kassar.

Eg havi valt tríggjar kassar, av teimum mongu, sum listasøgan hevur at bjóða.

Tann fyrsti er tann biografiski ella kanska skuldi man nevnt hann tann sálarfrøðisligi kassin. Í hesum kassa fáa vit nøkta okkara hug at læra okkurt um listamannin og um stórslignu menniskjanátúruna. Villy er ein skabningur, sum ofta sæst í verkunum hjá Peter Carlsen. Smáar søgur eru knýttar at Villy, og vit halda hann vera forbannað skrappan. Hann hevur roynt alt og veit, hvussu heimurin er skrúvaður saman. Villy hevur sama andlitsbrá sum listamaðurin sjálvur, og tað merkir helst, at vit verða eitt lítið sindur forvitin, uttan so, at vit eru púrasta - og meiri enn vanliga - líkaglað við lummasálarfrøði.

“Lat meg siga beinanvegin, at áhugin fyri mær sjálvur, tók seg upp longu tá eg var smádrongur”, sigur Peter Carlsen eini myndaskrá. “Stutt eftir fekk eg eisini hug at mála. Áhugin fyri mær sjálvum er enn sera stórur, hvør hundin eri eg, so tað mesta av míni tíð fer til at finna fram til, hvar eg eri, og hvaðani mín heimur veksur. Og eg máli meg sjálvan, tí soleiðis finni eg út av tí. Hvar eri eg, mítt øki, mín heimur?”

Tey flestu hava helst sama áhuga fyri listamanninum, sum hann sjálvur. Eins og Villy fylgir væl við í vikubløðunum, hvussu tey kendu liva, so munnu vit eisini brúka okkara vitan um menniskja, tá vit hyggja eftir myndum.

Tað er greitt, at “Villy på Færøerne” nemur við okkara áhuga fyri menniskjanum, fyri tí privata og tí imtima, men vit mugu skjótt staðfesta, at hetta er í einum ironiskum ljósi.Villy er ikki Peter Carslen, skapningurin er framkomin mestsum av tilvild, tá listamaðurin fór at mála nøkur fotografiir, sum høvdu ligið í eini skuffu í nøkur ár. Villy sigur okkum sostætt ikki nakað um listamannin. Hinvegin sigur hesin skabningurin okkum, at tað er eins ógjørligt at fáa eina felagsfatan av okkara innastu virðum, sum tað er fáa felagsfatan av samfelagsins virðum.

Sjálvur sigur Peter Carlsen, at hann yvirhøvur onga ætlan hevur um, at hetta snýr seg um hann sjálvan. Hansara andlitsbrá eru har, men hann roynir ikki at varpa síni persónligu ynskir og hvat annars bylgist í hansara vanliga kroppi, til allan heimin. Hann heldur, at tað í dagt er ógjørligt at lýsa tað privata í myndlistini, og tí mugu vit bara góðtaka, tað ber ikki serliga væl til at lesa “Villy på Færøerne” við sálarfrøðisligum brillum. Gamaní er hansara andlitsbrá næstan komiskt álvarsamt og hátíðarligt, men hann ger seg bara til, har er ikki lykilin at skilja tann djúpa sálarfrøðisliga sannleikan um menniskja. Kanska kunnu vit í myndini lesa okkurt um okkara egna privata og kensluliga heim, men hetta sigur okkum ikki nakað um sjálva myndina. Kanska er tað bara okkara egna tráan eftri at knýta okkum persónligt til listaverkið, okkara krav um, at listin skal svara lívsins stóru spurningum, sum fyllir tómleikan og gevur myndini meining – ikki myndin sjálv.

Vit kunnu nevna annan kassan fyri tann stílistiska. Vit kunnu velja at lesa myndina út frá stíleyðkennum, sum vit halda okkum kenna aftaur og út frá okkara heildarfatan av formunum.. Kanska kenna vit okkurt aftur frá ti abstrakta málninginum, soleiðis sum litirnir er lagdir í einfaldar flatar. Kanska kenna vit okkur afturt úr tí føroysku landslagssiðvenjuni, soleiðis sum landslagið er víst við kenslubornum strokum. Kanska kenna vit okkurt aftur úr politisku plakatalistini, soleiðis sum myndin er bygd upp. Kanska kenna vit okkurt aftur úr romantikkinum soleiðis sum Villy er lýstur, sum ein hetja og kanska kenna vit í tekningini okkurt aftur úr klassisku listini. Ella kanska einki av hesum, tí myndin sjálv hvørki váttar ella avsannar nakað við sínum innihaldi. Ti er ein samanstoytur millum tað, sum vit halda okkum síggja og myndina sjálva.

Tá Peter Carlsen dregur útrykk fram úr list frá farnari tið og speglar tey í okkara tíð ella sum hann sjálvur sigur “mimer en svunden tids stil på bedste postmoderne facon, vil det uværgeligt pege på nogle modsætningsforhold.”

Um vit til dømis knýta “Villy på Færøerne” til søgumálningarnar, er púra greitt, at tað ber ikki til í dag at fáa eina mynd at lýsa sama autoritet og felagsfatan av summum samfelagsligum idealum, sum tað bar til í 1800-talinum. Hetta ber ikki til í dag. Vit kunnu gott siga, at myndin vísir frælsisynskini úr farnari tíð, men innihaldið er á einum heilt øðrum stigi. Hóast patos hómast á tí formliga planinum, ber ikki longur til at arbeiða við tí slagnum av patos, sum bjóðar seg fram, transsenderar og dregur fólk við, sum ikki frammanundan eru bergtikin. Hetta gerst ongantíð romantikkur, sum í 1800-talinum.

“Tá tú brúkar nútíðar virði saman við patos ella í romantiskum høpi, avdúka tey seg sjálvi sum banal og lokal, ja kanska sum tóman retorikk”, sigur Peter Carlsen. “ Tess meiri patos verður lagt á formin, tess meiri verður innihaldið uppetið innanifrá. Ikki tí at eg hugsaði, at eg vil skapa list uttan innihald, tí tað haldi eg ikki at eg geri. Men innihaldið sæst kanska á onkrum meta-stigi, har sjálvir samanbrestirnir geva sjálvt innihaldið. Gjógvin millum stíl og evni.”

Tær stílistisku eygleiðingar, sum vit gera okkum, tá vit hyggja eftir “Villy på Færøerne”, møta sostatt mótstøðu. Vit mugu viðurkenna, at í forminum er eitt slag av tómleika, at úttrykk frá farnari tíð ikki kunnu merkja tað sama í dag, og at lítið nýtt er at finna í samtíðini, tá vit hugsa um tað sum liggur í forminum. Tí hóast vit seinastu tjúgu árini hava sæð ørgrynnu av nýggjjum hættum at gera list, so verður í roynd og veru ikki gjørt nakað nýtt.

“Hetta skiftir fimta hvørt ár”, heldur Peter Carlsen. “Tú heldur, at nú hevur tú fingið eitt nýtt og spennandi hugskot, men tað er bara tí tú ikki tímir at útbúgva teg og ikki tímir at kanna, hvat onnur hava gjørt.”

Kortini kunnu vit ikki beinanvegin tveita lokið á tann stílistiska kassan, tí kanska er formurin – tá samanum kemur – tað týdningarmesta. At hyggja eftir riggar “Villy på Færøerne” sjáldsama væl. Tað svitast ikki, at vit vera bergtikin av, hvat formur og litir kunnu gera – og tað er vert at leggja sær í geyma. Í hesi upplivingini at møta listini og gerast bilsin yvir, hvat listin dugur, veksur møguleikin at uppliva annað enn tómleika, nevnliga møguleikin fyri onkrum týðandi – kanska stórbæri.

Seinasta kassan kunnu vit kalla tann sosiologiska. Síðani renesansuna hava vit sæð listina, sum eitt slag av konsentrati av øllum tí sum er í samfelagnum. Tess meiri djúptøki, tess meiri týðandi tað er, sum eitt listaverk sigur okkum um sína samtíð og tað samfelag, har verkið er skapað, tess betri er listaverkið. Tí hyggja vit ikki bara eftir “Villy på Færøerne” í einum estetiskum høpi, men vit síggja eisini myndina, sum ein part av eini størri hugmyndarligari, politiskari og búskaparligari eind. Men um myndina skal kunna siga okkum, hvat er týðandi í okkar tíð og finna tað týdningarmesta í okkara samfelag, so krevst at tað er okkurt, sum er týðandi.

At býta alt upp í tað týðandi og tað týdningarleysa, kjarnin og tað perifera, er ógjørligt í dag, heldur Peter Carlsen. Vit hava ikki longur nakra virðisraðfylgju, sum vit kunnu vera felags um. “Okkara virði og tað, sum framburðsfloksfólkini í íbúðini hinumegin vegin tosa um, eru so langt frá hvørjum øðrum, sum tey kunnu.”

Hesin háttur at skilja list, hoyrir heima í eini aðrari tíð og einum øðrum samfelag, har listin hevði ein annan leiklut.

“Um vit tvíhalda um hesa listáskoðan, verður tað eitt keðiligt og innantómt lív at vera listafólk, kanska at vera til, í hvussu so er at hyggja eftir list,” sigur Peter Carlsen.

Har er sostatt eingin meining í og tú finnur einki innihald í at royna at hyggja eftir “Villy på Færøerne”, sum eitt konsentrat av okkara samfelag. Men um vit royna at síggja, at listin í dag er nakað annað enn hon var, royna at viðurkenna, at listaverkið ikki umboðar eina heila mentan og síggja tað sum eina blanding av nútíðar tendensum, so kunnu vit kanska kortini síggja myndina, sum eitt symptom upp á sína tíð. Kanska ber júst til at síggja, at vit ikki longur hava nøkur felags virði, at vit liva í eini tíð, har samfelagið slitnar í kongunum og mentanin er í upploysn.

Kanska ber til at síggja, at Villy og vit onnur liva, sum rómverjarnir í ár 300 og vita einki um, at 150 ár seinni er teirra mentan knúst og horvin. Ja, kanska kunnu vit lesa, at okkara mentan er um at hvørva ella – í hvussu so er – at listamaðurin heldur tað.

“Villy på Færøerne” er ein mynd av einum manni í einum landslagi. Maðurin hevjar høgru hond, har hann heldur einum flugusláara, sum tykist vera eitt týðandi hátthevjað objekt, sum kann siga nakað avgerandi um listina, um okkara tíð, okkara samfelag og um okkum sjálvi. Vit fáa varðhugan av, at vit eru um finna kjarnin í øllum, men so er upploysnin har, tvídrátturin, tað margskilta, speirekandi refleksjónin, spælið millum tað álvarsama og tað stuttliga, og vit mugu bara viðurkenna, at listin ikki kann geva hesa einføldu nøktan. So royna vit at flokka og leggja í kassar, men læra bert, at royndirnar at leggja skil inn í listian, eru til fánýtis. Listin snýr sær undan og tømir sítt egna innihald.

Hendan framsýning er tískil ikki eina roynd at vísa meiningin í listini hjá Peter Carlsen. Hinvegin er hendan framsýning gjørd í djúpari virðing fyri øllum tí, sum Peter Carlsen dugir. Í virðing fyri hansara framúrskarandi evnum sum listamaður og fyri tann týdning hann hevur, sum eitt av teimum størstu listafólkum í okkara tíð.



I only paint what I feel – framsýning við verkum eftir Peter Carlsen

Peter Carlsen er eitt af listafólkunum, sum seinastu 10 árini javnan hevur arbeitt á Grafiska Verkstaði Føroya. Hetta hevur ikki bara havt við sær eina stóra grafiska framleiðslu við nógvum og góðum verkum. Harumframt hevur hetta merkt, at hann hevur sett sín dám á føroyska list hesi árini. Tí hava vit leingi ynskt at gera eina framsýning við verkum hjá Peter Carlsen. Framsýningin umboðar bæði verk, sum hann hevur skapað í Steinprenti og standmyndir, sum ikki áður eru sæddar her á landi. Á framsýningini, sum er kuraterað av listfrøðinginum Inger Smærup Sørensen, verður listin hjá Peter Carlsens skoðað út frá eini mongd av ymsum kontekstum. Listin hjá Peter Carlsens inniheldur nevniliga so ótrúliga nógv løg og hetta letur upp fyri, at verkini kunnu lesast á serstakliga ymiskan hátt.

Framsýningin letur upp leygardagin 4. september og er opin til leygardagin 2. oktobur. Øll eru vælkomin.

(IS)

Friday, September 3, 2010

STANDMYNDIR - 14 uppskot innkomin


Standmyndir Standmyndir

Eg fekk satt at siga kaldasveittan fram, nú eg av tilvild datt inn á heimasíðuna hjá Tórshavnar Kommunu og sá ovurhonds vøddmiklu fimleikarastandmyndina á myndini. Eitt stutt, men ræðuligt andarhald helt eg, at hetta var vinnarauppskotið í standmyndakappingini, men so er - takk og lov - altso ikki. Har er eyðsýniliga einki avgjørt enn í tí málinum. Sambært heimasíðuni http://www.torshavn.fo/ eru heili 14 uppskot komin inn til kappingina um eina standmynd, ið skal setast upp við nýggju fimleikarhøllina í Gundadali í Havn. Sagt verður, at Listabólkurin hjá Tórshavnar Kommunu nú skjótast til ber fer at viðgera innkomnu hugskotini, ið verða lýst sum fjølbroytt.



Árið 2010 er ikki enn komið at enda, men vit kunnu longu skýra árið sum eitt satt skulpturár. T.d. greiddi Astri Luihn, ið fekk risastóru uppgávuna í milliónahædd at prýða nýggja skúlan á Hamrinum á Argjum, frá í blaðsamrøðu í Dimmalætting, at hon í staðin fyri myndir, ætlar at gera standmyndir til skúlan. 30. juni 2010 varð sáttmáli undirskrivaður millum listakvinnuna Astri Luihn og Listabólkin. Alt arbeiðið skal verða liðugt 1. august 2011.


Nógv kjak stóðst eisini burtur úr teirri anakronistisku Fiskakonuni, sum varð sett upp við Skeiva Pakkhús í Havn í summar og ikki var minni kjakast um húkin í Klaksvík, hvørt hann var ein húkur ella eitt listaverk og burtur úr hesum kjaki spretti annað kjak um list, sum enn ikki er tagnað heilt.



Ikki er óhugsandi, at vit aftur fara at kjakast um list og um standmyndir, nú tá avgerðin hjá Listabólkinum verður almannakunngjørd. Tey hava nevniliga lovað at framsýna øll uppskotini, sum vit so øll hava høvið at síggja og meta um. Vit á Listablogginum ætla okkum framhaldandi at fylgja við í hesum máli.
(KP)

Thursday, September 2, 2010

Almennar prýðingar: Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir




Seinastu árini eru fleiri stórar almennar prýðingsuppgávur framdar í sambandi við alment byggjarí. Eitt av mest væleydnaðu dømunum er prýðingin hjá Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir av skúladeplinum í Hovi. Fleiri orsøkir eru til, at prýðingin riggar. Fyri tað fyrsta, tí at estetiska góðskan er í lagið og so er prýðingin væl gjøgnumhugsað í mun til byggilistina og harumframt er ein listalig dýpd, ið lyftir verkini. Tað er altso ikki bert ein prýðing, sum er sambært einum ávísum ráki í einum ávísum tíðarskeiði, men list, sum hevur betri haldføri og sum eigur í sær møguleikan t.d. at lata upp fyri eini menning ella eini víðkan av okkara vitsku, fyri at skapa nýggj mál og viðgera umheimin á intensan hátt.

Vit vísa her eina røð av myndum frá prýðingini hjá Aggi av skúladeplinum í Hovi saman við eini frágreiðing frá listakvinnuni um verkætlanina. Listaverkini verða víst bæði saman og eitt og eitt. Tað er nevniliga ein umráðandi partur av listaliga hugskotinum í prýðingini, at listaverkini bæði skulu kunnu klára seg einsamøll, men eisini skulu kunna vera móttakilig fyri at samskifta við hini verkini, sum tey verða sett saman við. Á henda hátt eru verkini í einum ævigum spæli við hvørt annað samstundis sum tey varðveita teirra egna integritet. Tó, at fotomyndirnar hjá Inga Sørensen eru góðar, er kompleksu viðurskiftini millum einstaka verkið og heildina torfør at endurgeva fotografiskt, so tí viðmæla vit øllum at síggja myndprýðingina við egnum eygum.

Anker Mortensen og Guðrið Poulsen hava eisini myndprýtt hvønn sín part av skúladeplinum í Hovi. Teirra verk fáa vit vónandi høvi at viðgera seinni.
(IS)

                                      


Listaverkini í Hovi

Hetta var ein sera áhugaverd uppgáva og ein stór avbjóðing, tá íð Árni Winther, arkitektur bað meg um at vera við at myndprýða nýggja skúladepilin í Hovi.

Skúladepilin í Hovi er í sær sjálvum ein arkitektonisk listaperla, sum sæð í sær sjálvum gjørdi uppgávuna sera spennandi; eisini serstakliga fyri meg sum listafólk at fáa høvi at arbeiða í tøttum samstarvi við arkitektar er fyri meg ein sonn dreymauppgáva har rúmið og listin ganga upp í eina hægri eind.

Míni verk

Eg havi gjørt 36 verk til skúladepilin í Hovi og tey hava øll fingið ymisk heiti, øll hava sína søgu, hetta eru hugleiðingar um bæði fortíð, nútíð og framtíð - ein lívsferð við passión, so at siga.

Í fyrstu syftu sá eg skúlan og tók støði í sjálvum skúlanum sum heild. Eg tók støði í rúminum, eg skuldi myndprýða, í tilfarinum: betong, træ, metal, glas og litinum, inventarinum og minimalistiska dáminum. Skúlin hevur útsýni til Hov, og tað at glasið var við síðuna av sterku náttúruni fekk stóran týdning fyri mína palett, eins og bókasavnið hinumegin gav hugleiðingar um filosofina og dreymarnar. Og frammanfyri tað centrala rúmið, sum verður brúkt dagliga bæði í arbeiðshøpi og til hugnaløtur. Ein akustikveggur tók 2/3 av veggjaplássinum, og valdi eg tí at intgrera sjálvan veggin inn í verkið sum ein nátturlig eind, tí fekk hvørt verk mátini 48 cm x 48 cm (hetta er kubistisk kvadratisk mát) MDF plátur 6mm, sum tá tú hyggur frá síðuni inn á myndirnar skal virka, sum tær eru klistraður uppá veggin.

Myndirnar hvør í sær hava sína egnu søgu. Eg havi eisini havt íblástur frá tíðini eg sjálv gekk á miðnámsskúla, hvat eg sjálv var upptikin av, heilt frá William Heinesen til Jim Morrison og annars upp til í dag við góðum og skelkandi filmum og bókum, sum hava sett síni spor. Tónleikur og kvadratiska mátið hjá myndunum, er íblást av øllum teimum fantastisku LP- húsunum, sum man helt í hondunum og sum man át við eygunum, meðan man hoyrdi tónleikin. Hetta er ein farin tí og saknur er í teimum. Eg eri enn í dag rættuliga bergtikin av teimum - sostatt spegla myndirnar í Hovi eina lívsleið, har eitt lív flytir seg, mennist og reflekterar yvir fortíðina og er droymandi um framtíðina.

Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir



Wednesday, September 1, 2010

Tíðindaskriv: Frameftir rásini – eitt tónleikatiltak, ið vísir tað besta í Føroyum


FramRás er heitið á nýggjum tónleikatiltaki, ið verður í døgunum 16. til 19. september.

Tað eru fremstu bólkar innan klassiskan tónleik í Føroyum, ið standa fyri hesum átaki. Luttakandi eru Føroya Symfoniorkestur, tónleikabólkurin Aldubáran, kórið Tarira og úrvalsnæmingar á Musikkskúla Miðnámi. Harafturat kemur úrmælingabólkurin Norrbotten NEO úr Svøríki at vitja og er talan um eitt hitt fremsta, norðurlendska orkestrið innan sítt økið.

Í nógv ár hevur tónleikafagnaðurin Summartónar tikið sær av at hava konsertir um alt landið við smærri bólkum. Hetta hevur givið mongum eina tónleikaliga uppliving. Bæði føroyingum og útlendingum.

FramRás leggur seg tó eftir, at hava tónleik á skránni fyri størri bólkar og orkestur og verða allar framførslur í Tórshavn.

Á skránni hjá Føroya Symfoniorkestur er m.a. stórfingna 7. symfoniin hjá Antonin Dvorak, norskir tónar eftir Geir Tveitt og so forvitnisligt nýtt verk hjá Atla K. Petersen, har ið okkara fremsti úrmælingur á trombon, Andras Olsen, fer at framføra.

FramRás lýtir úteftir í sínum virki og tónleiki og hevur knýtt framúr norðurlendsk tónleikanøvn afturat sær. Svenska Norrbotten NEO kemur at framføra og eisini verður forvinislig vitjan úr Noregi. Hin ungi og evnaríki dirigenturin Trond Husebø kemur at stjórna Føroya Symfoniorkestri og Aldubáruni.

Fyrireikararnir hava lagt seg eftir, at gera eina fjølbroytta skrá, har ið fremstu klassisku tónleikabólkarnar framføra alheimstónleik í Føroyum.

Konsertirnar verða í Norðurlandahúsinum og í Listaskálanum í Tórshavn.

Konsertirnar eru:

Hósdagur 16. september kl. 19.30 Aldubáran Norðurlandahúsið
Fríggjadagur 17. september kl. 19.30 Tarira Norðurlandahúsið
Leygardagur 18. september kl. 16.00 Musikkskúla Miðnám Norðurlandahúsið
Leygarkvøld 18. september kl. 19.30 Føroya Symfoniorkestur Norðurlandahúsið
Sunnudagur 19. september kl. 16.00 NorrbottenNEO Listaskálin

Atgongumerki á kr. 100,- fáast í Norðurlandahúsinum ella á www.nlh.fo. Konsertin við Musikkskúla Miðnámi er ókeypis.

Har listin verður skapað: Hjördis Haack


Tá vit møta listini í gallaríum, listasavnum og í almenna rúminum, er hon sett inn í onnur høpi enn har, hon upprunaliga varð skapað. Hesi nýggju umhvørvini geva listaverkinum nýggj virði og nýggjar týdningar, men tey taka eisini okkurt. Tey taka sjálva kensluna av skapanartilgongdini og kensluna av sambandinum millum listafólk og verk og so taka tey nýggju umhvørvini eisini tann serliga og ógreinandi gandin, sum hendir í atelierinum í broytingini frá tilfari til list.

Tí fara vit í eini nýggjari røð at sýna fram myndir frá atelierinum hjá ymiskum listafólkum. Uttan so nógv orð, lata vit tað upp til myndirnar at siga teirra egnu søgur og harvið lata upp nýggjar inngongdir til listaverkini.

Vit byrja við Hjördis Haack.



 
 
(IS)