Thursday, August 12, 2010

Innrás – Heiðrik á Heygum

Í morgin klokkan 16 letur framsýningin Innrás upp í Müllers Pakkhúsi. Á framsýningini eru verk hjá Jens Dam Ziska, Halldis Olsen, Jóannesi Lamhauge, Silju Strøm og Heiðriki á Heygum, ið øll eru ung listafólk. Framsýningin verður ummæld her á listablogginum í næstum. Í fyrsta umfari hava vit her eina lýsing av manninum handan framsýningina, Heiðriki av Heygum.
 
 
 
Heiðrik á Heygum (1983)

Heiðrik á Heygum er í yngsta ættarliðnum í føroyskari list. Eitt ættarlið, sum leitar eftir einum alheimsligum úttrykki og millum annað er hugtikið av teimum heimskendu listafólkunum, sum hava ein serligan hug til tað ótrúliga og ævintýrskenda. Samstundis er eisini tað sagt, ið hetta ættarliðið hevur felags. Tey ungu listafólkini leita sær til alla lukku í sera ymsar ættir.

Listin hjá Heiðrik á Heygum, sum millum annað hevur evni úr ævintýrheiminum, kann metast at vera psykologisk realisma. Kortini er tað ikki tað barnavinarliga ævintýrið, ið vit síggja í verkunum, men hinvegin ta sera vaksnu, kvølfullu, til tíðir óhugnaligu tulkingina av tí duldarfulla ævintýrheiminum. Mótsett ævintýrunum hjá børnunum vita vit avgjørt ikki, um tað góða fer at sigra at enda.

Í sínum ‘Alice in Wonderland’-myndum arbeiðir Heiðrik á Heygum í einum superrealistiskum, næstan barokkum myndamáli, og evnið er seksualitetur áveg til kynsbúning. Tær duldu trongdirnar og alt tað vesaliga og spírandi tykist hava størsta áhugan hjá Heiðriki á Heygum. Hann megnar serstakliga væl at fáa fram ein intiman heim, har hesar hóttandi síðurnar av lívinum verða viðgjørdar við stórum kenslusemi.

Áhugin fyri ævintýrunum og teirra óhugnaligu rangu er blandaður við sera ítøkiligum freudianskum tilvísingum í verkunum hjá Heiðriki á Heygum og tað fær meg, uttan at vita av tí, at hugsa um hugtakið hjá Freud unheimlich. Unheimlich kann umsetast til óhugnaligt, kanska tað óheimliga, men á týskum kann eisini heimlich merkja óhugnaligt. Tað ger, at unheimlich eisini kann merkja hugnaligt. Sostatt rúmar hugtakið unheimlich bæði tað hugnaliga og tað óhugnaliga. Haraftrat merkir heimlich loyniligt. Freud undirstrikar, at tað óhugnaliga er hvørki nýtt ella fremmant fyribrigdi, bert fortrongt. Tað veruliga óhugnaliga er, tá tað fortrongda vendir aftur.

Hugtakið unheimlich verður ofta knýtt til listina, tí hugtakið eins og list hevur við varðhugar at gera, og tí at estetikkur ikki einans viðger tað vakra, men eisini tað ræðuliga og ræðslusligna. Og tá orðið hevur so nógvar týdningar sum t.d. tað heimliga og óheimliga, tað hugnaliga og tað óhugnaliga, tað intima, tað trygga, tað privata, tað fjalda, tað loyndarfulla, tað svikafulla, tað ótespiliga, tað undarliga og tað nakna, kann orðið viðgera eina list, sum tann siðbundni estetikkurin illa megnar at lýsa.

Hóast eg ikki fari so langt við hugtakinum sum Freud, sum knýtir hugtakið unheimlich at einum grundleggjandi ótta fyri at verða geldur, eins og hann knýtti so at siga alt her í lívinum til, haldi eg, at nakrir at teimum týdningum, sum verða knýttir at unheimlich, kunnu nýtast í sambandi við verkini hjá Heiðriki á Heygum. Í øllum førum er ivaleyst hjá freudianarum og okkum øðrum at viðgera í verkunum hjá Heiðriki á Heygum.

Wednesday, August 11, 2010

STANDMYNDIR

Eg helt meg síggja eina standmynd millum nýggju íbúðarblokkarnar
teir hava bygt, har bilarnir standa parkeraðir undir strangum eftirliti
av gomlum tjóðskaparmonnum sum gøturnar
eru uppkallaðar eftir.

Eg helt meg síggja eina standmynd har skorsteinarnir eru avtaglaðir við
antennum, har ungir dreingir spæla sær við útboraðu prutlini
teir fingu í fermingargávu, har møður óttafullar eygleiða seg sjálvar í vindeyganum
millum dovisligar gardinur.

Eg helt meg síggja eina standmynd skal eg siga tær har grasvøllirnir framman
fyri húsini vóru snøggaðir, har rabarbur og gularøtur lógu eftirá
í miklu ideologisku orrustuni, har hurðar og portur nýliga
vóru málað.

Eg helt meg síggja eina standmynd har í skýmingini, har gøtuljósini júst
vóru tendrað, har roykurin av tara og tjøru stóð ramur upp úr fyrrverandi
glaskrukkum, har luftin var fínliga málað av setandi sólini.

Jú, víst sá eg eina standmynd, eg var ørkymlaður, eg ætlaði at spyrja onkran,
ein ella annan, okkurt, eitt ella annað.

Ein maður í regnfrakka á veg úr arbeiði, men hann hevði ikki stundir
at steðga, eg fór inn um næsta portrið og ringdi á duraklokkuna,
og ringdi, men eingin svaraði.

Eg varnaðist at myrkt var undir lonini, onkur rópti á meg
úr grannahúsinum, at tey vóru burturstødd, hvat eg vildi?
og eg snúði mær á og fór tí eg vildi einki
einki soleiðis

eg vildi bert síggja eina standmynd slavrandi á grønum hongslum
í ovurmorgin.


Alexandur Kristiansen

Tuesday, August 10, 2010

Noyðslan

                                      

Síðst í hesum mánaðinum letur Elin Josefina Smith upp eina framsýning við málningum, tekningum og akvarellum í Merkur í Århus.

Elin Josefina Smith sigur sjálv, at hennara list er eins neyðug fyri hana sum tað at anda. Men listin er eyðsýniliga ikki bert neyðug sum sálarligur ventilur ella likamligur aktivitetur, hon er eisini neyðug sum amboðið, hon kann tulka og viðgera veruleikan við. Henda noyðslan er áhugaverd, tí hon næstan ikki er til í samtíðarlistini. Nógv samtíðarlist er grundað á hugskot ella konsept og viðger sjáldan kenslur og sálarstøður og kanska enn meira sjálvdan samfelagsviðurskifti, politikk, órættvísi osfr. Men listin hjá Elin Josefinu Smith viðger júst hesi evni, tí tað má fyri alt í verðini ikki gerast líkamikið. Við bæði villskapi og

Monday, August 9, 2010

Summarrokan í Steinprenti



Í skrivandi stund er Claus Carstensen í Steinprenti á Skálatrøð og arbeiðir við prentum ið, um alt gongst sum tað skal, verða at síggja á framsýning í Havn í næsta ár. Summarhálvuna er serliga nógv virksemi í Steinprenti og í summar hava Fríða Matras Brekku og Jan Andersson havt fleiri arbeiðandi listafólk og eina ørgrynnu av vitjandi, sum eru komin at forvitnast hvat gongur fyri seg á grafiska verkstaðnum. Pernille Kløvedal Helweg hevur verið við einum heilum fylgi til stóru verkætlan hennara, ið gongur út

Sunday, August 8, 2010

Nú nærkast…




standmyndir standmyndir standmyndir standmyndir

Í hesum døgum bíða nøkur listafólk so alspent eftir svarbrævi frá listabólkinum hjá Tórshavnar kommunu. Freistin at senda inn uppskot til uttandura listaverk til nýggju filmleikahøllina FIMI varð longd til 9.august og hesin stóri dagur er longu veruleiki í morgin. Tórshavnar býráð hevur sum kunnugt samtykt at seta hálvtannað prosent av byggikostnaðinum til list, tá nýggir bygninar verða bygdir í kommununi. Henda frálíka samtykt merkir hesa ferð, at heilar 600.000 krónur eru settar av til eitt uttandura listaverk framman fyri fimleikahøllina í Gundadali, so tað eru ikki bert listafólk, sum er spent, men eisini vit øll, sum hava áhuga fyri listini. Spenningurin verður ikki minni spennandi av, at listabólkurin hevur skilað sær rætt til at vísa fram alment innkomnu uppskotini í fjúrtan dagar. Á henda hátt kunnu øll áhugaði sleppa at síggja og kjakast um uppskotini og avgerð listabólksins, sum hervið sýnir modernaðan opinleika og gjøgnumskygnið, sum krevst av einum almennum stovni í dag. Nú vantar bert, at listabólkurin eisini viðgongur, at teimum vantar listfakleika og at ein listakønur persónur verður settur aftrat í listabólkin.



Standmyndin í Gundadali skal vera góð, tí hon verður stødd í almenna býarrúminum har vit øll ferðast dagliga. Sostatt hava standmyndir stóran týdning. Tað, sum eg minnist allarbest frá mínum fyrsta uttanlandstúri, sum var í Keypmannahavn í 1972, vóru umframt vøkru gomlu bygningarnir, tær mongu standmyndirnar, ið prýddu býin. Eg minnist, at mín elskaði heimbýur frá tí løtu, brádliga tóktist mær nakin, tómur og onkursvegna søguleysur. Vit hava síðani fingið eina ørgrynnu av standmyndum, tær flestu góðar, men summar vánaligar eru eisini.


Vit hava sjálvandi øll ymiskan smakk, eisini tá tað kemur til list, men eg haldi at nøkur ting eru umráðandi hjá listabólkinum at hugsa um, nú tey fara at velja vinnarauppskotið og tað fyrsta havi eg longu nevnt.

Saturday, August 7, 2010

Øðrvísi bygdarlív



Randi Ward


Norræna Húsið í Reykjavík 31. juli -21. august, 2010.

Leygardagin 31. juli 2010 letur Norræna Húsið í Reykjavík upp fotoframsýningina
"bygdarlívið" eftir Randi Ward, sum síðsta ár hevði nakrar áhugaverdar fotomyndir við á Ólavsøkuframsýningini av rustaðum tekjum og slitnum hurðum, ið góvu eina øðrvísi mynd av bygdarlívinum enn vit eru von við og tað vóru júst hesar myndirnar, ið góvu Randi Ward hugskotið til at gera eina fotoframsýning, ið nú verður framsýnd í Reykjavík. Randi Ward er fødd í West Virginia í USA í 1982, men hon hevur búð í Føroyum, har hon nam MA í mentanarvísindum á Fróðskaparsetri Føroya í 2007. Sama ár gav hon út eina bók við yrkingum og fotomyndum. Listin hevur móttikið tíðindaskriv um framsýningina:


Myndirnar í bygdarlívinum eru tiknar í ymsum bygdum runt um í Føroyum. Ætlanin er, at tær skulu mæla

Friday, August 6, 2010

Frammanfyri

Ingálvur av Reyni

Ein øgilig bíðirøð í Eik Banka gav høvið at hyggja nærri at listini, ið har hongur. Tað er serliga Føroya Banki, ið er kendur fyri at eiga eitt imponerandi savn av føroyskari myndlist og sum eg havi skilt tað, er meginparturin av verkunum hjá Eik Banka yviri við Strond. Men óansæð, so var myndin, sum undirritaða sá ein henda fríggjadag seinnapart í Eik í deildini í miðbýnum so mikið áhugaverd og so ómetaliga vøkur, at eg næstan gloymdi míni bankaørindi. Myndin, ið hongur við trappuna, sum gongur uppá í Eik Banka er ein av kvinnumyndunum hjá einum føroyskum listamanni, sum her á landi var meira modernaður enn hvat føroyingar flestir megnaðu at fata, tá hann umleið 1960 málaði tær mest abstraktu myndirnar, sum føroyingar høvdu sæð.



Yvir hundrað ár eru liðin síðani ein annar listamaður, spanski málarin Pablo Picasso (1881-1973) skelkaði sítt nærumhvørvi við myndini “Demoiselles d´Avignon”, sum skakaði og kollvelti listaheimin og gjørdist ein grundarsteinur undir modernaðu myndlistini, sum enn í dag inspirerar, eisini føroysk listafólk. Hetta var t.d. eitt tað fyrsta verkið, sum listamennirnir Anker Mortensen og Torbjørn Olsen nýttu høvið at vitja í MoMA (Museum of Modern Arts) á teirra ferð til New York fyri nøkrum árum síðan og tá verkið fyllti hundrað ár fyri tveimum árum síðani, vóru heilar ráðstevnur hildnar um hesa einu myndina.


Picasso arbeiddi í fleiri ár við skitsum, blýantstekningum og akvarellum til hetta verkið og møguliga var stóri oljumálningurin uppá hálvantriðja metur ikki heilt fullførdur í 1907, tá hann er dagfestur. Í øllum førum stóð hann í mong ár í starvsstovuni hjá Picasso og aloftast vendi baksíðan úteftir. Málningurin varð upprunaliga ikki framsýndur alment; tað vóru bert tey, ið høvdu sína gongd í atelierinum, sum sóu hann og sjálvt um hetta var ein ógvuliga sofistikeraður og listakønur skari, ið taldi progressivar listsavnarar sum Gertrude og Leo Stein, víðgongda listaummælaran Félix Féneon og avantgarde listafólk sum Matisse og Braque, gjørdust tey øll sum ein illa við av myndini, ið varð hildin at vera margháttlig og óskiljandi. Leo Stein lýsti verkið sum tað bera og andskræmiliga órudd, meðan Felix Féneon ráddi Picasso til at halda seg til keiputekning í framtíðini. Listahandlari Picassos, Kahnweiler var púra sannførdur um, at at myndin ikki kundi vera liðug, so ymishættað hon var hvat stíli viðvíkur. Men helst vóru tað listafólkini, ið gjørdust mest uppøst av myndini. Braque kendi seg beinleiðis brendan av henni, “eins og onkur drakk bensin og spýtti eld”, meðan Matisse og Derain vóru samdir um, at avvarðandi listamaðurin mundi vera álvarsliga sálarliga sjúkur og kanska enntá í sjálvmorðsvanda.

Men hvør er so orsøkin til ta ógvusligu samtíðarreaktiónina? Vit gera okkum ikki altíð greitt hvussu ótrúliga nógv tíðin ávirkar okkara listafatan og tí kann tað í dag tykjast okkum løgið, at ein lutfalsliga dekorativ mynd sum “Demoiselles d´Avignon” kundi elva til slíka øsing. Um vit hyggja at myndini, lýsir hon fimm naknar kvinnur, sum eyðsýniliga standa ella sita modell. Møguliga er hetta eitt bordell, sum vit fáa innlit í; í øllum førum sigst heitið sipa til eitt tílíkt hús í Barcelona, men hetta sigur myndin altso ikki nakað beinleiðis um. Í forgrundini síggja vit frukt á einum hvítum klæði, men sum heild er rúmið ringt at meta um við bakgrundini, sum á løgnan hátt blandast við kvinnuskapini frammanfyri. Myndin er so merkiliga hendingaleys og vit fáa einki at vita um hvar vit eru stødd og nær hetta gongur fyri seg. Tann einasti, sum ger nakað er kvinnan vinstrumegin, ið líkasum styðjar seg uppeftir og sum harvið lyftir brúnliga leiktjaldið. Høgrumegin trínur ein onnur kvinna inn í myndarúmið gjøgnum einar bláhvítar gardinur. Hesar báðar kvinnurnar ramma inn og miðsavna ansin fyri teimum trimum kvinnunum í miðjuni, sum stara beint út úr myndini móti áskoðaranum. Meðan tær tvær kvinnurnar í miðjuni síggja lutfalsliga vandaleysar og klassiskt poserandi út, tykist tann triðja nærum óhugnalig við tí maskukenda andlitinum.



Sjálvt myndevnið hevur ikki verið tað minsta provokerandi. Lýsingar av naknum kvinnum eru ógvuliga vanligar í klassiskari list. Men um vit hugsa um klassisku myndirnar hjá t.d. Tizian og Rubens, har nakna kvinnan er symbol uppá harmoni, vakurleika, njóting og nýtt lív, er stórur munur millum hesar og so kvinnulýsingarnar hjá Picasso, sum onkursvegna tykjast anti-sensuellar og disharmoniskar. Um tað so er fruktin í forgrundini, sær hon ikki serliga innbjóðandi út. Ikki er tað løgið, at myndin tóktist vinfólkum Picassos óruddilig og disharmonisk. Myndin er kompleks og assymetrisk, uppbygd av tvørgangandi skáklinjum í einum klaustrofobiskum myndarúmi uttan ein savnandi miðdepil. Allar umhvarvsstrikur eru knívhvassar og nógvir av teimum kvinnuligu formunum enda í spískum vinklum. Serligur dentur er lagdur á eyguni við svartari, grovari konturlinju. Í staðin fyri at vera sansaliga eggjandi, tykjast kvinnurnar við teirra víðopnu eygum beinleiðis ágangandi.


Sostatt var tað neyvan myndevnið, sum skakaði vinfólkini hjá Picasso, men heldur mátin, myndevnið var lýst. Omanfyrinevnda hugsan Kahnweilers um ørkymlandi stílblandið er ikki av leið, tí myndin inniheldur ávirkanir frá klassiskari list, samstundis sum myndin er ovurmoderna og harumframt fangar ótrúliga nógv rák í samtíðini. Hóast myndevnið er klassiskt, tykjast kvinnurnar í mynd Picassos nakað væl minni blúgvar enn í teimum gomlu klassisku lýsingunum. Medferð og huglag minnir meira um tátíðar franskar pornomyndir, hvørs kvinnulýsingar eru meira ágangandi, men kanska eisini á ein hátt væl daprari enn tær heilsugóðu og eiggiligu kvinnurnar hjá Rubens.

Á maskunum ella maskukendu andlitunum sæst íblástur frá frumkendari list, sum Picasso eins og mong onnur, byrjaði at samla uppá um somu tíð sum myndin stavar. Sjálvur nevnir Picasso Cézanne sum sína størstu inspiratión og tað er einki at ivast í, at Cézanne og hansara máliháttur við geometrisering og føstum bygnaði, ið legði serligan dent á flatan, fekk alstóran týdning fyri myndina og kubismuna, eins og Van Gogh, Gauguin og Matisse og teirra dekorativa antirealisma eisini høvdu sína stóru ávirkan. Innihaldið í Demoiselles er fleirraddað og hevur umframt ta sosialu dimensjónina, sum viðger kvinnuleiklutin í einum bordelli, eisini eina biologiska, ið staðfestir ta náttúrligu kynsligu girndina. Maskurnar eru áhugaverdar í hesum sambandi, tí tær geva myndini brá av onkrum upprunaligum og villum, eins og tær geva hugasamband til ein eldri samtíðarmann hjá Picasso, nevniliga Sigmund Freud, hvørs tankar um dulvitið gjørdist kendir í Europa frá aldarskiftinum. Men tað allarmest geniala og nýskapandi við Demoiselles d´Avignon er knýtt at filosofiska grundarlagnum, sum myndin er bygd á og sum eisini er ávirkað av uppdagingum í samtíðini, m.a. relativitetsteori Einsteins, har virðið av t.d. tíð og rúmi gerst treytað. Eitt tað mest merkisverda við Demoiselles d´Avignon er nevniliga, at hon inniheldur fleiri sjónarmið. Hetta síggja vit t.d. á eygunum hjá teimum báðum kvinnunum í miðjuni, sum vit síggja avmyndaði frammanífrá, meðan vit síggja nøsina frá síðuni. Hervið brýtur myndin sentralperspektivið, sum hevði verið einaráðandi innan myndlistina síðan endurburðartíðina í 15.øld og sum tekur støði í okkara rúmliga sjónarhátti, hvørs útsýni er treytað av einum ávísum sjónarmiði.


Tað var henda frá fyrstan tíð sera illa lýdda myndin "Frúnnar úr Avignon", ið gjørdist byrjanin til ta sonevndu kubismuna, sum breyt við aldargamla, mimetiska listaidealið um at endurgeva veruleikan trídimensjonalt m.a. við nýtslu av sentralperspektivinum. Frá 1908-1911 mentu Picasso og Georges Braque (1882-1963) tað kubistiska málaríið, har teir m.a. rannsakaðu møguleikarnar í tveydimensjonala flatanum í landslags- og figurmyndum, sum fingu alstóran týdning fyri ta komandi abstraktu myndlistina. Picasso var eitt sonevnt undurbarn og hann var fullgreiður yvir síni evni og týdning fyri ta abstraktu myndlistina. Sjálvur segði hann: “Eg dugdi at mála sum Rafael, tá eg var 12 ára gamal. Tað tók mær eitt heilt lív at læra at mála sum eitt barn”. Og hóast eitt sindur fýrkantað, er sitatið beinrakið um hetta torskilda hugtakið, sum upprunaliga sipaði til eitt nú kubistiska list og aðra ímyndandi list, ið var avskeplað ella einfaldað. Í dag verður hugtakið heldur ørkymlandi eisini nýtt um nonfigurativa myndlist.



Hóast tað eyðvitað eru mong ár millum frúnnar hjá Picasso og kvinnu- og gentumyndirnar hjá Ingálvi av Reyni, eru tær nýggjaru í ein vissan mun bygdar á listarligar ásannanir, sum Picasso legði fyri. Íblástur sæst eisini á tí tálmaða litavalinum, ið eyðkennir kubismuna frá 1908, sum Ingálvur av Reyni lærdi umvegis danskar málarar sum Immanuel Ibsen og kanska serliga Jack Kampmann, sum jú er ein sera týdningarmikil persónur í føroysku listasøguni. Tær mongu gentulýsingarnar hjá Ingálvi eru ymiskar alt eftir hvar hesin djarvi listamaðurin er staddur í síni menning. Summar eru nonfigurativar, meðan tær flestu eru abstraktar í orðsins veruligu merking sum t.d. kvinnumyndin í Eik Banka frá 1982. Í hesu frálíku myndini ber sostatt til at skyna á eitt kvinnuskap við rundum formum, við høvdi, hálsi og kroppi mitt í myndini og henda fatanin verður eisini undirstrikað av vertikala portrettmyndaformatinum.


Í staðin fyri at herma eftir veruleikanum, verður myndevnið tulkað og einfaldað soleiðis, at bara hugmyndin stendur eftir sum ein skaldslig nýtulking. Dømi um eina tílíka er herliga myndin “Liffa” frá 1981, hvørs litføgru strikur og dynamisku strok er tulking listamansins av eini litríkari og livandi persónligheit. Tað var m.a. omanfyrinevnda Jack Kampmann fyri at takka, at franska listin í stóran mun kom at ávirka heimligu listina. Hann hevði sjálvur stóran áhuga fyri Cézanne og sum listaformidlari og lærari fekk hann alstóran týdning fyri føroysku listina. Í filminum um Ingálv av Reyni "Svartur sannleiki" greiðir Ingálvur frá, at tað serliga vóru ráð frá Kampmann, ið gjørdu hann føran fyri at leggja frá sær aftur sterku mótsetningslitirnar, sum professari hansara á akademinum, Axel Jørgensen, hevði lært sínar næmingar at brúka.





Vakra kvinnumyndin í Eik Banka er besta dømi um hvussu lutfalsliga tálmaða litavalið av svørtum, hvítum, gulum og brúnbrendum gerst eitt satt ríkidømi av úttrykksmøguleikum í hondum Ingálvs, sum burtur úr myrkri og ljósi, figur og grund skapar sína mynd. Kvinnufigururin tykist dynamiskur sum hann stendur á skák í myndarúminum, men um somu tíð verður framfýsna skákstrikan javnvigað av eini aðrari mótgangandi skákrørslu í høvdinum, sum hevur eitt meira afturhaldandi brá í hesi framúrskarandi og kærleiksfullu kvinnutulking hjá listamanninum á Lützenstrøð, sum í heimliga umhvørvinum var staddur frammanfyri sína tíð.
(KP)

Thursday, August 5, 2010

Hugsað list - Jóhan Martin í Malmø



Jóhan Martin Christiansen

Listin hevur spurt seg fyri hjá ymsum ungum listafólkum og biðið tey um at greiða frá hvar tey eru stødd útbúgvingarliga og hvussu teirra skúli er. Vit hava nú hoyrt frá Jóhan Martini Christiansen (f.1987), sum fyri skjótt einum ári síðani byrjaði á Konsthögskolan í Malmö, og næsta árið liggur nú fyri framman hjá Jóhan Martini, sum í stóran mun arbeiðir konseptuelt við hugskotsgrundaðari list. Í myndadomineraðu føroysku myndlistini brýtur Jóhan Martin Christiansen upp úr nýggjum við at problematisera, heldur enn at avmynda. Síðsta ár hevði hann áhugaverda framsýning í Müllers Pakkhúsi í Havn, ið nevndist Koloni Box og fram til sunnudagin 8.august hevur hann eitt verk til framsýningar á Ólavsøkuframsýningini í Listasavni Føroya. Vit sýna her fram nøkur verk hjá Jóhan Martini, sum greiðir frá akademinum í Malmø:

-Beinanvegin ein sigur seg ganga á einum slíkum skúla, gerst ein varur við hvørja positión ein hevur fingið tillutað, serliga av tí at spurningar um hvat og hví og alt møguligt annað, frá fyrsta degi av eru partur dagliga prátinum – bæði á skúlanum, men ikki minst uttanfyri karmar skúlans, har ið eins oftani droymandi og veruleikaflýggjandi hugskot verða fyri skotum, men tað er eisini her at tey gerast veruleiki. Um vit hyggja eftir hvat er komið burtur úr tí, sum vanliga verður kallað kunstakademi, kann staðfestast, at kunstakademiið í sær sjálvum ikki er serliga neyvt definerað. Tí at sjálvt um flestu kunstakademiini líkjast, so er tað sum oftast nøkur lítil frávik ella enntá ógvusligir tónar, sum siga tær munin á tí eina í mun til hitt.



Um Konsthögskolan í Malmö (sum er partur av Lunds Universitet og er skipað sum ein BFA og MFA útbúgving í “Fri konst”) kann sigast, at tað er ein lutfalsliga nýggjur skúli, serliga í mun til nógvar aðrar gamlar skúlar, so sum kunstakademiið beint hinumegin Oyrasund, í Keypmannahavn, sum er yvir 250 ára gamalt. Og tað vil so siga at lutfalsliga nógv fleiri listafólk hava slitið sínar skógvar har, enn í Malmö – líka frá Caspar David Friedrich til Olafur Eliasson. Og tó so, hóast sín unga aldur, kunnu fólkini handan mín skúla vísa á listafólk, sum onkursvegna hava markerað seg, m.a. Nathalie Djurberg, sum síðsta ár umboðaði Svøríki á Venedig Biennaluni. Tað er nú ikki altíð, at gamalt er gott, sæð út frá tí viljanum og ambitiónini, ein hevur í mun til hvørja positión ein gjarna við seta seg í. Tvs. hvørjari fakligari strategi, ein vil fylgja og tískil gerast partur av.



Sum sagt, so er Konsthögskolan í Malmö ein nýggjur skúli, sum bleiv settur á stovn mitt í 1990’inum, sum eitt slag av reaktión mótvegis tí generella tankanum um eitt kunstakademi, sum var í Svøríki tá. Serliga var tað tann manglandi teoretiski parturin av útbúgvingini, sum setti gongd á Konsthögskolan í Malmö. Tó er ikki talan um ein skúla, sum bara satsar uppá teori, tí rúmligu umstøðurnar eru sera góðar, t.d. fær hvør næmingur frá fyrsta degi tillutað egið stórt atelier. Samstundis er heldur ikki talan um ein skúla, har næmingurin skal velja seg inn á eina serstaka grein. Vit hava atgongd til allar fasilitetir og allar kreftir á skúlanum og hetta letur seg gera av tí, at vit einans eru umleið 12 næmingar á hvørjum ári.



Men fyri at koma aftur til byrjanina, síðsta árið, so havi eg roynt at finna út av meira nágreiniliga hvat tað er, eg vil brúka skúlan til. Og eftirhondini havi eg fingið størri og størri áhuga í video, sjónbandaverk, sum fyri meg møguliga er ein tann mest effektivi miðilin í mun til tað at greiða frá. Tí ígjøgnum video ber til hjá mær at blanda áhugan fyri tí skrivaða og tí visuella sum t.d. sæst í verki mínum á Ólavsøkuframsyningini Arcadia.

Samstundis havi eg eisini fingið størri áhuga í sokallaðari relationellari list, sum oftani positionerar seg ímillum alt møguligt, frá politikki og samfelagi til trúgv og smá menniskjalig sambond. Tankar og list, sum ikki bara snúgva seg um seg sjálvar, men sum fegin taka aktivt lut í tí umhvørvinum, sum hesi hugskot og verk verða sett inn í. Listamaðurin Francis Alŷs hevur tosað um, tað ið verður kallað “poetic licens” við m.a. at siga: Sometimes doing something poetic it can become political and Sometimes doing something political it can besome poetic. M.a. sipar mítt verk Remembering Damascus til eina heila søgu, sum ikki verður søgd uttan at eg greiði frá. Tó havi eg skrivað eitt stutt “statement”, sum onkursvegna hoyrir til verkið og við hesum rundi eg av:





Remembering Damascus

The work consists of a carpet/cloth bought in Damascus, Syria.

For my part, the work refers to an exact and actual personal story – my trip to Damascus, as others obviously can not have further insight into.

Nevertheless, I have dragged the carpet/cloth home with me from Damascus - an act I as a tourist somehow am assigned and expected to do, throughout this numerous of Western trade concepts and cultural neo-colonial positions are pointed out. Positions established centuries ago.

At the same time the carpet/cloth out’s its own history from the Middle East and thereby the history suddenly extends, from not only to involve my trip, but also to mark out at a very actual issue. This issue is somehow transferred onto the carpet - as a statement in and about itself.

Since my memories of Damascus are relocated and pushed onward continuously, in some way there appears (at least for my part) a sort of deconstruction (mind that if one chooses to follow the furthest effect of the idea about a deconstruction, the deconstruction somehow also will lead to a certain form of new-construction) of perception and awareness on the subject of time; therefore instead of talking about past versus present versus future, one may consider the memories and the work as an opening to the opportunity to enter into a kind of transmission between past, present and future (equal), a transmission which do not distinguish between “the moments”.

However, eventually the work basically is about remembering or conceivably to re-actualize (re-remember) ones memories as an announcement of solidarity – solidarity on the histories.
(Jóhan Martin Christiansen)

Wednesday, August 4, 2010

Frálíkt útsýni til oyruni


Útsýni

Yrkingasavnið Útsýni er miðdepil í samstarvi millum listamenninar Tórodd Poulsen og Kim Kristensen, sum saman við royndum tónleikarum høvdu eina áhugaverda jazz ´n´poetry framførslu í Klingruni í Norðurlandahúsinum 30.januar í ár. Finnur Hansen stóð fyri upptøkuni vegna Kringvarpið í sambandi við tiltakið Vetrarjazz og Tutl hevur nú givið hesa tónleika- og yrkingahappeningina út á fløgu. Kim Kristensen er ein veruligur kapasitetur innan modernaðan jazz og Tórodd Poulsen kenna vit sum royndan yrkjara og myndlistamann, eins og hann einsamallur og saman við øðrum hevur givið fimm fløgur út.




Nú er sostatt eingin umbering meir hjá teimum, ið ikki tíma at lesa yrkingar, tí nú er høvið komið at lurta eftir yrkingum, meðan tú vaskar upp ella gert eitthvørt annað skilagott. Úrslitið fær illa blivið annað enn gott við so mikið royndum tónleikarum sum Kim Kristensen, ið spælir klaver og syntheziser, Herluf Lützen, ið spælir guitar, Rógva á Rógvu, sum spælir trummur og Mikael Blak, sum umframt at spæla bass eisini roynir seg sum thereminleikara. Tóroddur Poulsen er royndur upplesari og hansara leikandi musikalitetur kemur til sín rætt í intuitiva samstarvinum við teir frítt improviserandi tónleikararnar. Úrslitið er spennandi, ófyrisíggjandi og umboðar nakað nýtt í føroyskari tónleikaútgávu. Dynamiski og vakri fløguhúsin leggur eina myndlistarliga dimensión aftrat eini frammanundan stórari ljóðligari uppliving av fløguni Útsýni, sum m.a. er at fáa í handlinum hjá Tutl á Glade Hjørn har skaldið fer at signera fløgur leygardagin 7.august.


Tuesday, August 3, 2010

Listacafé í Vestmanna



Í Vestmanna búgva eldsálir og onkur teirra hevur skipað fyri kafé í bygdini í íbúðini niðri í gamla handlinum hjá Nielsi. Mikukvøldið 4.august klokkan hálvgun átta fara tær báðar Herborg Hansen úr Klaksvík og íslendska Ingunn Kristjánsdóttir at syngja og spæla í caféini. Tær hittust á á Red Cross School Nordic United World College í Noregi í 2008, og hava síðan spælt nógv saman. Í ár eru tær báðar lidnar á skúlanum, og liva nú dreymin. - Tær skulu m.a. spæla á Summarfestivalinum í summar, men fyrst spæla tær altso í Vestmanna í kaféini hjá Niels hjá John í annaðkvøld og tað verður seinasta høvið at vitja kaféina á hesum sinni. Øll eru hjartans vælkomin.


Ymisk tónleikalig og listarlig tiltøk hava verið í kaféini, sum Sissal Kampmann stjórnar og í sær sjálvum er áhugavert, at veggirnir eru prýddir við listaverkum hjá týdningarmikla listamanninum Jack Kampmann. Heimildarkona okkara í Vestmanna, Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen tók nakrar myndir fyri Ólavsøku, tá yrkingaupplestur var í kaféini og tá Carl Jóhan Jensen, Oddfríður M. Rasmussen, Ludvík Breckmann og Agnar Artúvertin lósu upp egnar yrkingar. Áhugin var stórur, tað sigst, at sjálvt havnafólk høvdu leitað sær norður um at uppliva yrkjararnar í hugnaligu caféini í Vestmanna.





Monday, August 2, 2010

Ummæli av Ólavsøkuframsýningini 2010

Amatøranna spælipláss
Tó at hissini glottar ana á Ólavsøkuframsýningini 2010, er heildin so mikið vánalig, at tygara ummælari fyri fyrstu og vónandi seinastu ferð upplivdi at ynskja, at Listaskálin var minni í vavi enn hann veruliga er og at hann harvið ikki fekst at rúma øllum tí skramblinum, sum í løtuni kann skoðast á okkara tjóðarlistasavni.


Varhugin av eini vánaligari Ólavsøkuframsýning kom longu av tíðindaskrivinum, har boðað varð frá, at heili 103 verk hjá 38 luttakarum eru við á framsýningini í ár. Tá tað rættiliga skjótt letur seg staðfesta, at yvir helvtin av luttakarunum eru amatørar og at flest teirra haraftrat eru rættiliga óvandir amatørar, ja so kann úrslitið bert verða sum tað er vorðið. Heildin hevur serstakliga nógv at týða á eini listaframsýning. Um heildin er ov vánalig og óruddilig, hevur tú heilt einfalt ilt við at síggja tey góðu verkini, eins og ein vánalig heild fær tey verkini, sum kanska ikki eru super góð, til at dragna eitt vet aftrat í góðsku.



Listafelagið, sum skipar fyri framsýningini greiðir í sínum tíðindaskrivi frá, at Ólavsøkuframsýningin 2010 er framhald av gomlum siði, at leik og lærd, ung og tilkomin sýna fram lið um lið. Og rætt er, at tað er ein eyka sjarma við Ólavsøkuframsýningini, at fólk, ið sýna fram fyri fyrstu ferð, sleppa at heingja teirra verk við síðuna av verkum hjá royndum yrkislistafólkum, men antin er okkurt galið við lutfallinum, ella er listin hjá teimum lærdu ikki nóg góð í ár og í báðum førum eru ov nógv verk við á ársins Ólavsøkuframsýning. Um hugsað verður um hvussu gróðrarmikið tíðarskeið, vit uppliva í føroyskari myndlist beint nú, kundi heildin verið framúrskarandi, um tey røttu fólkini sluppu framat bæði av teimum ungu og eldru listafólkunum, sum av ymsum orsøkum ikki hava sent inn verk til ársins Ólavøkuframsýning, m.a. orsakað av eini komandi ungdómslistaframsýning (INNRÁS) og av listastríðnum.



Tit, sum nú sum nú suffa og ivast í at halda uppat at lesa, tí at ummælarin enn einaferð hvørki er serliga fitt ella jalig, bíðið nú eitt sindur. Har eru sum sagt glottar og summi halda Ólavsøkuframsýningina vera væl meira fjølbroytta og undirhaldandi í ár enn hon hevur verið leingi "eitt sindur sum Ólavsøkuframsýningar fyrr í tíðini" helt onkur av framsýningargestunum. Og tað ljóðar jú mikið gott, um tær dámar basarkendar framsýningar og um sæð verður burtur frá, at einki er sum fyrr og at einki skal vera sum tað var fyrr, tí til tað hava vit øll flutt okkum alt ov langa leið til tað betra. Vegarar, ið plagdu at luttaka á Ólavsøkuframsýningini eru farnir og tey, sum eru nóg dugnalig til at traðka í teirra fótaspor halda seg fyri tað mesta burtur frá Listasavni Føroya í mótmæli móti, at leiðaranum á savninum vantar listfrøðiliga útbúgving.


Um vit nú hyggja eftir hvørji yrkislistafólk eru við á Ólavsøkuframsýningini, eru flest teirra limir í Felagnum Føroysk Myndlistafólk, t.d. Edward Fuglø, Amariel Norðoy og Eyðun av Reyni. Teir báðir síðstnevndu eru væl umboðaðir á framsýningini við klassisku oljumálningunum, sum minna rættiliga nógv um tað, teir høvdu við í fjør og tað kann tykjast keðiligt, tó at hesi verk í dygd eru væl betri enn so mangt annað á ársins Ólavsøkuframsýning. Edward Fuglø sýnir fram tveir stórar akrylmálningar við speiska heitinum "Size Matters", ið báðir avmynda væl útgjørdan ferðamann í bláum klæðum, sum í báðum myndunum situr á eini lítlari oyggj, tann eini við einum evarska lítlum tristi í hondini. Edward Fuglø er ovurhonds virkin innan listaøkið, hann er sera væl umtóktur og hevur jú eisini fingið rættiliga nógvar av teimum heilt stóru almennu prýðingaruppgávunum seinastu árini. So vit mugu vóna, at hann dugir og tað haldi eg eisini hann ger, men ikki er tað at mála, tí málihátturin er so merkiliga deydligur og í grundini óhegnigur. Spurningurin er so hvat tað er, sum hesin listamaðurin dugir og eg haldi tað hevur okkurt við ansin fyri tí vakra at gera, dekoratión og illustratión og uppseting. Myndirnar á Ólavsøkuframsýningini eru steindeyðar og myndamálið tykist eins tungt í afturpartinum og ferðamenninir báðir har teir sita. Men meðan lítið er at ivast í, at Edward Fuglø vil okkurt við sínum myndum, er verri at meta um myndirnar hjá Jónu Rasmussen, sum síðsta ár hevði eina Mondrian variatión við á Ólavsøkuframsýningini og sum í ár hevur kopierað Rannvá Kunoy. At plagiatið er tilvitað skilst av tí, at orðið HOMMAGE, ið jú merkir heiðurskvøða, stendur á myndini. Av hesum skilst, at Jóna Rasmussen dugir nokkso væl at herma og so er spurningurin bert hvat hon og vit kunnu brúka hetta til.





Ólavsøkuframsýningin hevur seinastu árini havt ávís evni ella tema, sum luttakararnir skulu fyrihalda seg til og í ár er temaið: "Toybil - tiðnar - tánar - ornar - bráðnar". Undirritaða hevur áður víst á, at hesi evni tykjast avmarkandi fyri tey flestu, men sambært nevndini í Listafelagnum eru tey sera nøgd við ársins evni og tað er bara gott, tí tó at tað dryppar her og der, hevur tygara ummælari ógvuliga ilt við at fáa eyga á nakran savnandi týdning av temanum. At evnið so ikki hevur úrslitað í homogeniteti, sæst alt fyri eitt, um vit hyggja oman yvir skálan allan við verkum, ið sum vanligt á amatørframsýningum, antin eru eitt slag av hálv- ella heilabstraktum landsløgum ella portrettmyndir, sum í stíli spenna í móti hvørjum øðrum. Tann einasti, ið veruliga hevur kunna brúkt evnið til nakað, er aftur í ár Ole Wich, sum við sínum fýra installasjónum er ein av høvuðsframsýnarunum á Ólavsøkuframsýningini 2010 og sum eisini í fjør í stóran mun lat seg inspirera av framsýningartemanum, sum hann forrestin helst sjálvur hevði funnið uppá. Hansara listaverk knýta toybilshugskotið at tilveruligum, filosofiskum spurningum og eru hugvekjandi í teirra avantgardistiska vakurleika, tó at tey í teirra framførslu tykjast yvirformidlað á onkran hátt. Tað er eins og verkini ikki hava álit á móttøkuevni áskoðarans og harvið fattast teimum listaliga nerv.


Nevndin í Listafelagnum plagar á hvørjum ári at velja nøkur fólk til at velja út til Ólavsøkuframsýningina, men hevur í ár fylgt trendini hjá Tórshavnar Kommuni og Mentamálaráðnum við at droppa armslongdarprinsippið. Tessvegna hevur nevndin sjálv valt út í ár og tað má merkja, at læknar, advokatar o.o. góð fólk hava valt út, umframt Malan Marnersdóttir, ið er forkvinna og professari í bókmentum. Men tá Listafelagið nú er felag teirra við áhuga fyri list, er tað so ikki í lagið, at Ólavsøkuframsýningin verður sett saman av áhugaðum, sum í serligan mun velja áhugalist? - Listafelagið ger sjálvandi sum Listafelagið vil, men hevur okkara elsta Listafelag ikki eina søguliga treytaða skyldu til at borðreiða við listarligari góðsku á Ólavsøkuframsýningini? Hon er enn eitt tiltak, sum sera nógvir føroyingar fara til og hjá summum av framsýningargestunum er hetta tann einasta listaframsýningin, tey síggja alt árið. Tí skal Ólavsøkuframsýningin vísa tað allarbesta eins og nýbyrjarar, sum sleppa við, skulu vera verdir tað greidliga herðaklappið, sum Ólavsøkuframsýningin eigur at vera.


Ótrúliga nógvir av framsýnarunum á Ólavsøkuframsýningini eru pedagogar og fólk, ið eru sjálvlærd ella hava gingið á kvøldskúla eitt tíðarskeið og eg ivist onga løtu í, at øll hesi mongu fólkini eru hjartans fegin og helst eisini bilsin yvir at sleppa at sýna fram á tjóðarlistasavninum. Amatørlistin er dynamisk og er hon potenta støðið undir allari list. Samstundis sum vit í alsamt størri mun fáa meira frítíð, veksur frítíðarítrivið og í løtuni eiga vit sostatt rættiliga nógvar amatørar. Eg veit, at tað kann tykjast óneyðuga ljótt at hava at hesum fólkum, sum heilt av sær sjálvum skapa burtur úr ongum og sum á henda hátt gleða teirra familju og umhvørvi og eg trúgvi ikki, at nakar ummælari hevur serligan hug til at skjóta títlingar við kanónum. Men tá framsýningin nú er stýrd av Listafelagi Føroya og er stødd í tjóðarlistasavni okkara, má ummælarin kunna loyva sær at býta rósur og kanónkúlur soleiðis sum hon nú heldur tær eiga at verða býttar. Og lat tað vera staðfest alt fyri eitt og áðrenn forkvinnan í Listafelagi Føroya, ella borgarstjórin ella nakar annar trívur í pennin at koma við rættleiðingum, at eg sjálvandi eri greið yvir, Listafelag Føroya og Listasavn Føroya eru ymiskir stovnar og at Listasavnið sum sjálvsognarstovnur ræður sær sjálvum, tó at hann fær yvir tvær milliónur krónur frá tí almenna á hvørjum ári.



Anniku Hansen hava vit sæð heilt nógv til seinastu árini, hon hevur luttikið á Vár- og Ólavsøkuframsýningum. Hon hevur fýra stóra akrylmyndir við á framsýningini, sum ivaleyst høvdu verið betri, um ikki hon hevði tikið atlit til tað fýrakantaða framsýningartemaið. Hennara myndir taka myndevnisligt støði í globalu upphitingini, sum myndirnar eisini eru bygdar eftir í mótsetninginum millum fast og loysnandi. Popartkenda, slætta úttrykkið verður javnsett einum meira ekspressivum, upploystum myndamáli í bjartlittum myndum, ið minnir um rák innan danska samtíðarlist í myndum hjá eitt nú Jonas Hviid Søndergaard og sum aftur er íblást av týsku málarunum, ið vórðu stórliga fagnaðir í 90árunum (Franz Ackermann, Thomas Scheibitz, Albert Oehlen osfr.). Av framsýningarskránni, ið er framleidd sum eitt fittligt hefti, har kunnað verður um verk og luttakarar, skilst, at Josias Matras er úr Klaksvík og at hann hevur sýnt fram áður á Ólavsøkuframsýningum. Myndir hansara eru eitt sindur gamaldags landslagsmyndir, sum minna um symbolsk-ekspressivu myndirnar hjá Mikines, men tær eru góðar og serliga sólspegilsmyndin er hjartanemandi.



Tøkniliga er Ólavsøkuframsýningin heldur fjølbroyttari enn hon hevur verið. Jón Sonni Jensen gevur við støði í legokubbum eitt áhugavert boð uppá eitt øðrvísi standmyndamál. Av videolistaverkunum er tað serliga "It has to ticle a little" hjá Marionnu Bjørgheim, sum er áhugavert bæði formliga í sínum at kalla grafiska einfeldi, umframt at svarthvíta videoverkið við síni róligu dryppandi ferð og kvikligum filmsloopum kennist sinnisliga ørkymlandi. Verkið hjá Jóhan Martini Christiansen tykist meira ambitiøst og umstendiligt sum tað verður varpað upp á eitt lørift í einum óruddiligum kurpali við einum ljóstóli, sum stendur á nøkrum, ið vísir seg at vera ein innballaður flygil, men hóast bæði henda umstendiliga uppsetingin við tekstum um høgraradikalir sviar umframt hátíðarligi tónleikurin hjá Albinoni geva vónir um eina antin stórsligna ella speiska søgu, lyftir søgan seg ikki av staðnum. Grafikkur er ikki høgt í metum í Føroyum letur tað til, skulu vit trúgva Malan Marnersdóttir í hennara støðulýsing "Fløkt og fjølbroytt. Føroysk myndlist tey seinastu 10 árini" og er hetta stak løgið at lesa, tá tað í grundini er júst innan grafiska øki, vit í hesum árum hava upplivað eina sanna myndlistarliga gulløld við frálíkum úrslitum serliga úr Steinprenti á Skálatrøð, sum føroyingar veruliga hava tikið til sín og har virksemið hevur verið nógv og gott seinastu mongu árini



Bestu upplivingina á Ólavsøkuframsýningini veitti ungi Havnamaðurin Bárður Dahl Christiansen og hansara gávaðu portrettmyndir, sum hann hevur teknað á pappír og sett saman í ymiskum rammum við ymiskum frámerkjum við frágreiðandi hugtøkum sum Dull, Confused, Rape og Voyeur. Hóast ungur, hevur Bárður Dahl Christiansen longu luttikið á mongum framsýningum, men hetta er so nógv tað besta íkastið, eg havi sæð higartil og hongur tað saman við tøkninum, sum er kúlupennur og tusj á pappír og sum nógv betur enn lørift og máling rakar frískleikan í hansara serstaka, grafittikenda og spontant ráa úttrykki. Ólavsøkuframsýningin verður at síggja í Listasavni Føroya inntil 8.august. Atgongumerkið er ein lutaseðil og kostar 50 krónur.

Sunday, August 1, 2010

Ólavsøkuframsýningin

Listaskálin ov stórur????
Listin hevur vitjað ársins Ólavsøkuframsýning í Listaskálanum í Gundadali og ummælið kemur her á blogginum umframt í Dimmalætting í morgin. Fyribils endurgeva vit byrjanina av ummælinum her:

"Tó at hissini glottar ana á Ólavsøkuframsýningini 2010, er heildin so mikið vánalig, at tygara ummælari fyri fyrstu og vónandi seinastu ferð upplivdi at ynskja, at Listaskálin var minni í vavi enn hann veruliga er og at hann harvið ikki fekst at rúma øllum tí skramblinum, sum í løtuni kann skoðast á okkara tjóðarlistasavni..."