Tuesday, April 8, 2014

Requiem hjá Mozart framført í páskavikuni







Skírisdag og langafríggjadag fer Eystanljóð saman við orkestri og solistum at framføra gitna tónaverkið Requiem hjá W.A. Mozart. Fyrra konsertin, sum verður í Gøtu kirkju, verður skíriskvøld kl 19.30 og seinna konsertin verður í Vesturkirkjuni langafríggjadag kl 17.00

Eystanljóð, sum hevur heimstað í Eysturkommunu, hevur virkað í 27 ár. Tó er einki at ivast í, at hesar konsertinar báðar, eru størsta tónleikaliga avbjóðingin hjá 27 ára gamla kórinum. Tó at flestu sangarar syngja í kórinum til dagligt hevur verið neyðugt at heitt á nakara eyka sangarar, einamest úr Eysturoynni, um at veita kórinum hjálp til hesa so krevjandi framførslu.

Requiem er síðsta verk sum liggur eftir Mozart. Mozart doyði bara 35 ára gamal í 1791 og var hann tá ikki liðugur við Requiem. Kona Mozart heitti tí á ein av næminginum hjá manninum - Franz Süssmayr - um at skriva verkið liðugt. At Mozart ikki fullførdi sítt Requiem hevur nærum frá byrjan skapt hópin av gitingum og konspiratiónsteorium viðvíkjandi verkinum. Tann kendasta er uttan iva tann, sum verður løgd fram í filmslistarliga meistaraverkinum hjá Milos Forman “Amadeus”.

Konsertir:
Skírisdag kl 19.30 í Gøtu kirkju
Langa fríggjadag í Vesturkirkjuni kl. 17.00

Kór:
Eystanljóð

Solistar:
Anne Mette Greve Klemensen, sopran
Anna Maria Olsen, alt
Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, tenor
Mikael Johan Heinesen, bass

Orkestur:
Tónleikarar úr Føroya Symfoniorkestri

Leiðari: Leif Hansen