Wednesday, April 30, 2014

Føroyamálsdeildin heiðrar Janus Djurhuus


Yrkingar Janusar 1914-2014


Hósdagin 1. mai kl. 12.00 heiðrar Føroyamálsdeildin minnið um Janus.

Føroyamálsdeildin minnist Janus. Í vár eru hundrað ár síðan fyrsta føroyska yrkingasavn í nýtíðarmerking kom út, Yrkingar eftir Janus Djurhuus.

Hósdagin 1. mai kl. 12.00 heiðrar Føroyamálsdeildin minnið um Janus. Tá fara vit at lesa upp yrkingar og leggja blomstur á grøv hansara á Nýggja kirkjugarði til minnis um hendingina fyri einari øld síðani, tá ið fyrsta bók hansara sá dagsins ljós. Øll eru hjartaliga vælkomin við.

Yrkingar var fyrsta bók, sum Hitt føroyska studentafelagið gav út. Inngangsyrkingin, "Ver sterk mín sál", slær tann stríða, mótrisna tónan, sum gongur gjøgnum hesa bókina, ið ger markaskjal í føroyskum skaldskapi. Føroysk ungmannafeløg við Sólarmagni á odda stuðlaðu útgávuni. Yrkingarnar hava havt ovurstóran týdning. Tær bera dám av nýromantiskari einstaklingastevnu, av evropiskum skaldskapi eins væl og føroyskari og norrønari siðvenju. 








Tuesday, April 29, 2014

Jan Andersson 60


Í dag fyllir hesin trýss ár. Hann er ikki listamaður, men er allíkavæl ein av týdningarmestu persónunum innan føroyska samtíðarlist. Tað er Jan Andersson, litografur, sum á myndini stillar upp sum model til nýggjastu altartalvumyndina hjá Torbirni Olsen (hetta er ein brotmynd av altartalvuni). Jan Andersson varð útlærdur litografur hjá I.C.Sørensen og stovnaði upprunaliga Grafiska Verkstaðin í Hjørring, tá I.C.Sørensen flutti til Århus. Sum menniskja er Jan Andersson sannur sangvinikari, hann er skemtiligur og lívsglaður maður, honum dámar alt tað góða í lívinum, tónleikin ikki minst og hansara góða lag smittar umhvørvið við góðari orku. Hann er ómetaliga dugnaligur og væl dámdur litografur, og tessvegna verður hann í heilum biðin um at halda skeið uttanlands. Vit eru í grundini heppin, at hann valdi at búseta seg her í Føroyum, tí hetta hevur ført við sær ein streym av dugnaligum listafólkum higar og tað hevur aftur havt mong positiv ringárin við sær. Síðan Grafiski Verkstaður Føroya, sum í dag eitur Steinprent, varð stovnaður fyri fimtan árum síðani, hevur føroysk list upplivað stóra framgongd. Fyri mong føroysk listafólk hava Jan Andersson og Fríða Matras Brekku havt alstóran týdning, á verkstaðnum hjá teimum eru nøkur av týdningarmestu høvuðsverkunum innan føroyska myndlist gjørd, men verkstaðurin hevur av sonnum eisini týdning í einum nógv størri perspektivi. Hetta kemst av einum ósvitaligum ansi fyri góðsku og einari brennandi dedikatión, sum er heilt einastandandi og sum ber av øllum. Hansara optismisma skapar møguleikar har sum onnur mest síggja forðingar. Hann er víðagitin fyri sín tøkniliga kunnleika og vitan um steinprentstøknið, sum ger hann føran fyri at gera hugskotini hjá listafólkunum til veruleika. Tá hann samstundis er sjáldsama hjartagóður, sosialur, arbeiðssamur og ómetaliga opin persónur, ja so gerast úrslitini oftast ómetaliga góð. Hesum vita listafólkini av og tí er bíðirøðin at kalla endaleys av listafólkum úr norðurlondum og aðrastaðni við, sum vilja sleppa at arbeiða í Steinprenti. 



Í einum bóklingi, sum fyri tíggju árum síðani varð framleiddur í sambandi við framsýningina Tryk á Norðurbryggjuni, skrivaði listamaðurin Bjørn Nørgaard um Steinprent: "Et værksted har en ånd, en sjæl, eller rettere en besjæling af de ting, der udføres i værkstedet. Først de personer, der er værkstedet: Jan og Fríða og den modtagelse, man får som kunstner og gæst. Man starter som fremmed og langsomt lukkes man ind i samarbejdets fintmaskede net af muligheder, ideer, tanker, samtaler og dette og hint. Der kommer besøgende, få kender man, andre møder man første gang, så næste gang og næste gang. Værkstedet bliver et samlingspunkt, hvor mennesker mødes; det er ikke blot en praktisk foranstaltning, hvor vi hurtigt og billigt skal fremstille så megen kunst som muligt...". - Tað er so øgiliga nógv annað, sum eg kundi funnið uppá at skriva um tann risastóra munin, sum Jan Andersson ger fyri okkara samfelag, men eg haldi, at lýsingin hjá Nørgaard er stuttlig at taka fram sum eitt dømi um hvussu Jan alla tíðina er í fullsving, tí í skrivandi stund verða fyrireikingar gjørdar í sambandi við eina nýggja framsýning hjá Steinprenti á Norðurbryggjuni, sum letur upp 8.mai og samstundis fyrireika tey eitt nýtt stórt grafiskt verk hjá Bjørn Nørgaard, sum eftir øllum at døma setur øðrvísi krøv til steinprentaran á Skálatrøð. Um hann fer at lúka hesi óvanligu krøvini veit eg ikki, men eg eri vís í, at tað fer at koma okkurt nýtt, okkurt listarliga áhugavert burturúr. Vit ynskja Jan Andersson hjartaliga til lukku við 60 ára føðingardegnum. 








(KP)

Transatlantisk Konsert í Norðurlandahúsinum



Leygarkvøldið 3.mai klokkan 21 verður transatlantisk konsert í Norðurlandahúsinum, har stóri salurin við plássi fyri 800 standandi áhoyrarum verður brúktur fyri geva pláss til rørslur og dans. Á pallin koma føroysku BYRTA og Greta Svabo Bech umframt íslendsku Retro Stefson. Special Guest Star: Brynjolfur! Kostnaður 150 kr. 
Í sambandi við 30 ára hátíðarhaldið hjá Norðurlandahúsinum í fjør varð skipað fyri elektrokonsert við bólkum úr Føroyum og Íslandi. Norðurlandahúsið var fegið um at bjóða fyrstu almennu framførsluna hjá føroysku elektroduoini Byrta, og aftur í ár eru tey týðandi partur av skránni, har stóri salurin við plássi fyri 800 standandi áhoyrarum verður brúktur fyri geva pláss til rørslur og dans. Spennandi føroyska tónlistakvinnan, Greta Svabo Bech, er eisini á skránni, og íslendski bólkurin hesa ferð er Retro Stefson, sum altíð hugtekur áhoyraran við sínum glaða tónleiki og lívligu pallframførslu.

Monday, April 28, 2014

Emmaus í 1618 og 2014

Diego Velázquez de Silva, 'Kitchen Maid with the Supper at Emmaus', c.1617-18.

Júst heimkomin úr Dublin, býnum við teimum hundrað kirkjunum og túsund pubbunum, siti eg og hugsi um hugtakandi myndina hjá Diego Velazquez, sum hongur á írska tjóðlistasavninum. Hon eitur Emmaus og er eitt tað fyrsta verkið, sum spanski barokkmeistarin Velazquez málaði. Myndin er av eini arbeiðsgentu, sum stákast í køkinum, men sum samstundi sær út til at vera uppsteðgað meðan  hon gáar eftir onkrum, sum gongur fyri seg inni í stovuni. Vinstrumegin í myndini sæst ein mynd í myndini, eitt op inn til stovuna og tað er altso her, at tað heilaga gongur fyri seg. Bíblian sigur, at tveir lærusveinar vóru í Emmaus nakað uttan fyri Jerusalem, teir sótu til borðs við einum ókendum manni og vórðu brádliga greiðir yvir, at hetta var teirra meistari, Jesus Kristus, sum var komin aftur frá teimum deyðu. Lýsingin av undrinum í Emmaus er eitt sindur serstøk. Meðan gentan og køkslutirnir eru neyvt málaðir við trídimensionalari rúmd og djúpd, tykist lýsingin av Jesusi skitskukend, fløt, órealistisk og næstan ólikamlig sum roynir málarin at leggja dent á tað yvirnátúrliga, tað óskiljandi undurfulla við hendingini. Í Dublin sóu vit eisini eitt meistaraverk hjá Caravaggio, tað er myndin av tá Jesus verður tikin í Getsemane, sum er ein av bestu myndunum hjá Caravaggio. Italski málarin málaði eisini undrið í Emmaus og hevur sum Velazquez lagt dent á kyrrlutalýsingina av frukt og mati á borðinum. Men figurarnir hjá Caravaggio fylla meira og tykjast meira likamligir. 



Í gjár fekk eg myndir av spildurnýggu altartalvuni hjá Torbirni Olsen, sum vit skrivaðu um herfyri. Hon er í Thorum í Jyllandi og avmyndar eisini undrið í Emmaus. Tá vit nú hava hugt eftir hvussu teir gjørdu í barokktíðini er áhugavert at bera nýggju myndirnar saman við teimum gomlu. Sterku, reinu litirnir hjá Torbirni siga okkum beinavegin, at hetta eru modernistiskar myndir. Í staðin fyri at arbeiða við myrkrinum og illusiónini sum Caravaggio og Velazquez og skapa dramatiskt palljós í clair obscur, er ljósið í sjálvum litunum hjá Torbirni Olsen. Hann brúkar grundlitirnar, reytt, blátt og gult, men arbeiðir somuleiðis tilvitað við kirkjulitunum, mótsetninginum millum gult og violett. Torbjørn Olsen hevur eisini ofta eitt slag av einari mynd í myndini. Tað er vindeygað í atelierinum, sum í hesari myndini sæst sum ein lýsandi gulur fýrkantur, sum figurarnir verða settur á. Figurar, borð, hendur, klæði og andlit, alt lýsir í hesi nýggju altartalvuni hjá Torbirni Olsen, sum er tann sætta í røðini av altartalvum, sum vælumtókti málarin hevur málað. 








(KP)


Sunday, April 27, 2014

Heilsan úr Dublin

Miðaldarbókin The book of Kells er millum stóru upplivingarnar í Dublin, men eisini vóru nøkur áhugaverd verk at síggja í The National Gallery hjá Caravaggio, Velazquez, Vermeer og Picasso. Meir um hetta seinni, nú flúgva vit heim.

Klippfisk á ferð 2014

Í døgunum 26. apríl til 2. mai 2014 fáa føroyingar enn eina ferð ein forkunnugan møguleika at vera vitni til føroyska filmslist, soleiðis, sum hon skal njótast.
 

Maria Winther Olsen og Rógvi Rasmussen fara enn eina ferð kring alt landið at sýna 8 nýggjar føroyskar filmsframleiðslur. Ferðaætlanin sær soleiðis út:
 

26. apríl - Havnar Bio
27. apríl - Royndarhúsið í Nólsoy
28. apríl - Atlantis Bio í Klaksvík
29. apríl - Depilin í Skálavík
30. apríl - Seglloftið á Tvøroyri
1. mei - Miðvágs skúli
2. mei - Løkshøll í Runavík

Fólkið handan filmarnar er eitt fjølbroytt úrval av bæði væl etableraðum listafólki við drúgvum royndum innan fakið, eins og blaðungum aspirantum, sum stremba eftir at gera seg galdandi á stóra løriftinum.


Skráin, ið kvøldini hava at bjóða, sær út sum fylgjandi: True Love - Heiðrik á Heygum Eg - Nóllywood '13 Paint - Nóllywood '13 Ljós - Daniel Jensen Munsch - Jónfinn Stenberg John - Julia í Kálvalíð Eina - Andrias Høgenni Vetrarmorgun - Sakaris Stórá

Allar sýningar byrja kl. 20:00, og atgongumerki fáast fyri 90,- Sýningarnar í Havnar Bio, Atlantis Bio & Løkshøll verða settar til sølu á netinum. Atgongumerki hini støðini kunnu keypast ein tíma undan sýning.

Saturday, April 26, 2014

Hanni Bjartalíð í Steinprenti

 Í gjár lat Hanni Bjartalíð eina ótrúliga flotta framsýning upp í Steinprenti. Framsýningin eitur "Kanska er tað bara spæl" og er opin til 31. mai. 

Myndir: Magnus Vincent Andersson.














Friday, April 25, 2014

Gay Greenland í Norðurlandahúsinum

Gay Greenland er søgan um væleydnaða Gay Pride átakið í Grønlandi. Norðurlendski stovnurin, Napa, í Grønlandi hevur tikið stig til framsýningina, og endamálið er at fortelja, hvussu samkynd uppliva veruleikan í Grønlandi. Framsýningin lat upp hósdagin 24.apríl.










Thursday, April 24, 2014

Fyrilestur: Páskamyndir hjá Giotto & Co

 
Mikukvøld 14. mai 2014 kl. 19 á Listasavni Føroya
Italski málarin Giotto (1267-1337) er ein av teimum heilt stóru í listini. Sum tann fyrsti lýsti hann heilagu søguna á ein nýggjan, ítøkiligan og menniskjaligan hátt.

Tað er ikki minst galdandi fyri hansara lýsingar av páskahendingunum.
Í sambandi við høgtíðina er tað tí sjálvsagt at hyggja at frásøgnini hjá
Giotto um Jesu líðing, deyða og uppreisn.
Eisini ein onnur útgáva av frásøgnini verður brúkt, og tað er tann hjá Pietro Lorenzetti,
sum virkaði um somu tíð sum Giotto.

Wednesday, April 23, 2014

Kanska er tað bara spæl



Hanni Bjartalíð í Steinprenti
  
Nú sprettur á fold og spírar og alla staðni spríkir og tysjar gróðurin fram - sóljur opinbera seg gular á grønum og alla staðni har tú hyggur, smoyggja blómur og bløð seg úr greinum á vetrarnaknu trøunum. Eisini í Steinprenti spíra bæði blómur og trø í smáum træobjektum, sum nágreiniliga - at kalla eymliga eru sett saman burtur úr smáum træsprekum. Tað er listamaðurin, Hanni Bjartalíð, sum letur upp framsýning í Steinprenti flaggdagin, 25.apríl klokkan 16-18 og øll eru hjartaliga vælkomin. Eg skrivaði einaferð um Hanna Bjartalíð, at tað ikki er lætt at yvirskoða eitt so villvaksandi verk sum hansara, tí tað hendir so nógv í tí og tað fevnir so víða um tekning, málarí, kollasju, steinprent og træskulptur. Men tá eg nú síggi tey nýggjastu verkini hjá honum, havi eg hug at rætta meg sjálva, tí sjálvt um talan er um eina velduga og støðuga menning, so er ein heilt greiður samanhangur í øllum hansara verki. Áskoðarin kennist aftur við myndaliðirnar í samansetingunum av málaðum og ómálaðum træpettum, her eru grínandi skøltar, nakin trø, spírandi blómubløð og stuttligar tulipanir við spískum bløðum, sum stunda móti himni. Tær vóru einaferð at síggja í negativum skapi í einari kollasju, men bretta sær nú á í trídimensjonalum skapi í Steinprenti.

Framferðarhátturin hjá listamanninum er spælandi og sansaligur, men eingin ivi er um, at talan er um ein royndan listamann, sum veit hvat hann vil og sum eisini handverkliga dugir at fáa tað fram, sum hann ynskir. Sum ein maniskur óruslusavnari setur hann saman træsprek til banalar lutir úr gerandisdegnum ella dreymakendar manifestatiónir av onkrum, sum til tíðir bara granskar form og skap og sum aðrar tíðir tykist tulka tilverunnar grundleggjandi treytir – tó, tað er ikki vist, kanska er tað bara spæl. Listasavn Føroya og Birmingham Museum and Art Gallery eiga verk hjá Hanna Bjartalíð. Framsýningin í Steinprenti varir inntil 31.mai.


Kinna Poulsen

Gay Greenland framsýning í Norðurlandahúsinum


Hósdagin 24. apríl
Gay Greenland er søgan um væleydnaða Gay Pride átakið í Grønlandi. Norðurlendski stovnurin, Napa, í Grønlandi hevur tikið stig til framsýningina, og endamálið er at fortelja, hvussu samkynd uppliva veruleikan í Grønlandi. Framsýningin letur upp hósdagin 24.apríl.

Framsýningin fevnir um 61 vangamyndir av samkyndum grønlendingum. Norðurlendski stovnurin, Napa, í Grønlandi hevur tikið stig til framsýningina, og endamálið er at fortelja, hvussu samkynd uppliva veruleikan í Grønlandi. „Vit hava fingið fleiri andlit á grønlendska gayveruleikan,“ sigur fyrrverandi stjórin í Napa, Leise Johnsen, sum sjálv er ein av vangamyndunum á framsýningini.

Í sambandi við ferniseringina verður eitt  panelorðaskifti við luttøku Nuka Bisgaard úr Grønlandi, Hilmar Magnusson úr  Íslandi og Ejler Fagraklett úr Føroyum.
Skráin er henda:
Leise Johnsen, stjóri fyri Grønlendska Húsið í Keypmannahavn, framleiðari og stigtakari til framsýningina,  bjóðar vælkomin.
Jón Gnarr, borgarstjóri í Reykjavík og Asii Chemnitz Narup, borgarstjóri í Nuuk lata upp framsýningina.
Øll eru vælkomin!




Tuesday, April 22, 2014

Apríl og kvirra


Våren ligger öde.
Det sammetsmörka diket
krälar vid min sida
utan spegelbilder.

Det enda som lyser
är gula blommor.

Jag bärs i min skugga
som en fiol
i sin svarta låda.

Det enda jag vill säga
glimmar utom räckhåll
som silvret
hos pantlånaren.




Mynd: Steffan Danielsen

Yrking: Tomas Tranströmer





(KP)

Monday, April 21, 2014

Tónaskald í listarligum undanvindi talar at...



Sunleif Rasmussen, tónaskald og musikkskúlalærari hevur ongar vónir um, at farið verður undir at byggja ein nýggjan musikkskúla í næstum, hann ivast í, um Tórshavnar Kommuna veruliga hevur ætlanir um at byggja nýggjan musikkskúla. Musikkskúlaskipanin er sum kunnugt ein long successøga, um vit hyggja at tí árini, sum skúlin hevur havt á tónleikastøðið her á landi. Tey, sum ikki brúka musikkundirvísingina í eini tónleikaligari karrieru, gerast jú hollir áhoyrarar og hetta er eisini við til at hækka um støðið á tónleikinum sum heild. Í útvarpinum hjá Kringvarpinum segði Sunleif Rasmussen í gjár, at hann ikki ætlar sær til arbeiðis í Musikkskúlanum undir teim vánaligu umstøðum, sum bæði húsini á Frúutrøð og Yviri við Strond í løtuni eru merkt av við m.a. manglandi plássi og ljóðisolering, sum hevur við sær, at musikkfrálæran verður órógvað av gangi. Og meðan støðan stendur við og versnar tykist Tórshavnar Kommuna ignorera teir mongu borgarar, sum standa á bíðilista at sleppa í musikkskúla, hesin bíðilistin er enn longri enn bíðilistin at sleppa á eitt ellisheim í kommununi. Vónast má, at okkurt verður gjørt við hetta mál í stundini, tí vit hava longu bíða alt ov leingi. 

Sunleif Rasmussen fer neyvan at keða seg, um hann ikki undirvísir í Musikkskúlanum eina tíð, hann hevur úr at gera við tónasmíð. Fløgan við tónleiki hjá Sunleif Rasmussen “Motion/Emotion” hevur eisini fingið sera positiv ummæli uttanlands. Ummælarin hjá audaud.com, Daniel Coombs er tildømis hugtikin av tónleikinum, sum hann heldur vera kompleksan og sum skyggir eins og norðlýsi. Stóra bretska tíðarritið Gramophone hevur eisini umrøtt Sunleif Rasmussen og tað hevur Seismograf eisini - tað æt einaferð Dansk Musiktidsskrift í eini grein, sum er eitt estetiskt kjakinnlegg og ummæli í einum. Sunleif Rasmussen heldur serliga tað seinasta vera áhugavert: - "Tað er týðiligt, at ummælarin, ein ungur starvsfelagi ikki er samdur við mínari estetisku støðu anno 2014. Hetta er næstan sum at lesa kjakið í "Neue Zeitung fur musik" millum Shumann/Brahms á einu síðuni og Liszt/Wagner á hinari. Stuttligt at slíkt kjak er ein verandi stødd." heldur Sunleif Rasmussen. (sí greinina í leinkinum niðast á blogginum)

Sunleif Rasmussen er í løtuni í gongd við at skriva sína Symfoni nr 2, sum skal latast forlagnum í mars komandi ár. Symfoniin er umbiðin av Helsinki Filharmonikarunum til 150 ára jubileið hjá Sibelius. Konsertirnar verða 9. og 10. septembur í 2015. Sunleif greiðir frá: "Symfoniin verður fyri stórt orkestur, mannskór og tveir sangsolistar. Ein baryton og ein koloratursopran. Barytonsangarin verður tann víðagitni Bo Boje Skovhus og kendi koloratursopranurin Cyndia Sieden, ið syngur á Metropolitan operuni í New York. Havi verið so heppin, at fáa fríar hendur at velja solistar. Teksturin er úr Vøluspá og Gylfaginning, og eru tekstir um "Lívsins træ" nevnt Yggdrasill. Træið, ið røkkur til himmals og niður í Ásagarð, Jotunheim og Helheim, og fara hesir heimir at lýsa teir 4 satsirnar í symfoniini. Eg eri í holt við fyrsta sats í løtuni. Komi stórt sæð bert at skriva symfoniina í ár.  Tó eri eg eisini í gongd við at skriva eitt  minni verk fyri blokkfloytu og strúkiorkestur, til Michala Petri og Lappland Chamber Orchestra. - Og nú vit tosa um fløgur hevur Dacapo-records avgjørt at gevar út eina live upptøku av symfoniini á frumframførslunum í Helsinki" leggur Sunleif Rasmussen aftrat. Vit  ynskja honum góðan arbeiðshug og eydnu og vóna, at gongd kemur á ein ítøkiligan nýggjan musikkskúlabygning, so at bæði Sunleif og vit øll kunnu njóta gott av teimum mongu positivu ringárinum, sum ein góður musikkskúli hevur fyri landið og høvuðsstaðin.

Sunday, April 20, 2014

Aftursvar til ummæli av Varðanum



Agnar Artúvertin skrivar:

Takki Vónbjørt Vang fyri ummælið í Sosialinum tann 11. apríl 2014
Vónbjørt Vang hevur ummæli av hesum frálíka Varða í Sosialinum tann 11. apríl, har hon pástendur, at ein ávís grein í Varðanum argar lesaran.
Í tíðindaskrivinum um Varðan stóð soleiðis:
"Eisini hava vit eina aðra grein, ið er fyri teir lesarar, ið duga á at skyna grova ironi."
Hetta varð sagt um greinina, sum Vónbjørt ikki dugdi at síggja tað stuttliga í. Tað er spell, at Vónbjørt argast av gløggum speisemi, og at hon ikki verður nøgd, fyrr enn Varðin bara prentar føroyskar og danskar yrkjarar (helst danskar, sjálvandi, tað sigur seg sjálvt).
Tó eru tveir lutir, sum Vónbjørt hálovar í ummæli sínum. Annar er tann grafiska uppsetingin, sum hon heldur vera so mikið góða, at hon lyftir støðið á Varðanum upp úr moldini (sum er tilfarið) og heilt upp til skýggja. Hetta fegnist eg sum blaðstjóri stórliga um - eg visti ikki, at tað visuella hevði so stóran týdning - og ætli mær at liva upp til frameftir.
Hitt er tann akademiska greinin um føroyingar, og í teimum komandi varðunum fari eg at leggja meg eftir at prenta meiri av slíkum tilfari.
Og næsti Varði, ið eftir ætlan kemur út tann 1. juni, verður eisini fullur av seriøsum vísindaligum tilfari. Vónandi fer Vónbjørt at dáma hann betur. Eg fari at senda henni eitt ókeypis eintak (ella kanska er tað ómakaleysari bara at senda tað til sjeikin hjá henni, sum er grafikari hjá Varðanum, og sum eisini skrivaði ta akademisku greinina í seinasta Varða).
Takki Vónbjørt fyri ummælið og fyri niðurstøðuna, at Varðin sum heild er góður. Tí er Varðin góður, ja so er blaðstjórin góður, líka mikið hvør gongur saman við hvørjum.

Vinaliga


blaðstjórin.

Nú er tað upp til Tórshavnar Kommunu at vísa sínar dygdir

 

 
Lesarin skrivar >>
At blíva við at útseta verkætlanina, ger ikki skúlan bíligari. At flyta staðsetingina ger hana heldur uppaftur dýrari, tá allar fyrireikingar skulu gerast av nýggjum, og eitt tílíkt byggjarí kann ikki bara flytast frá stað til annað. Best er at halda fast um lidnu verkætlanina í Sortudíkið, gera neyðugu broytingar og fáa skúlan bygdan sum skjótast.

Tað er ikki av tilvild at staðsetingin av nýggja Musikkskúlanum er undir liðini av størstu mentanarstovnum landsins, Kringvarpinum og Norðurlandahúsinum. Her eru nógvir fyrimunir og samstarvsmøguleikar bæði á fakliga, námsfrøðiliga og praktiska økinum.

Byggiverkætlanin er sera væl fyrireikað, har farið hevur verið niður í allarminstu smálutir fyri at fáa ein so góðan skúla sum til ber.

At Tórshavnar Musikkskúli hevur prógvað sínar fakligu dygdir er onki at ivast í.
Nú er tað upp til Tórshavnar Kommunu at vísa sínar.

Tórshavnar Musikkskúli

Musikkskúlaskipanin varð sett á stovn sum ein royndarætlan í 1981. Trý ár eftir, í 1984, varð lógin samtykt og sett í gildi, og leiðari varð settur at hava fakligu og námsfrøðiligu ábyrgdina. Lokið prógv frá musikkonservatorium, ella onnur hægri útbúgving innan tónleik krevst fyri at undirvísa á Musikkskúlanum.

Land og kommuna gjalda hvør sína helvt til læraralønir, og Tórshavnar kommuna gevur umframt tað, eitt eykaískoyti til virksemið á skúlannum.

Sum er, eru lærarakreftirnar soleiðis býttar: uml. 80 % av frálæruni er í klassiskum ljóðførum, og uml. 20 % í rútmiskum ljóðførum. 37 lærarar arbeiða á Tórshavnar Musikkskúla, har størsti parturin av lærarafjøldini eisini arbeiðir á øðrum musikkskúlum kring landið.

Frálæra er í ljóðførisspæli, størri og smærri samanspæli og bókligum fakum (teori, hoyrilæra, søga v. m.).

Høvusbygningarnir hjá Tórshavnar Musikkskúla eru Skúlin á Frúutrøð og Skansastova (gamla Djónastova). Umframt hesar, fer undirvísing fram á øðrum stovnum og privat.

Tónleikamiðnám

Tónleikamiðnám varð sett á stovn í 2005,  sum ein trý-ára grundútbúgving í tónleiki, fyri at geva evnaríkum næmingum møguleika til at nema sær størri kunnleika innan tónleik, sum fyrireiking til hægri tónleikalestur, og til tey sum vilja royna seg sum yrkistonleikarar. Tónleikamiðnám á Tórshavnar Musikkskúla hevur nú í sløk 10 ár verið eitt kraftverk fyri ungar tónleikarar kring landið, og má metast at hava staðið sína royndartíð sum ein seriøsur lærustovunur. So at siga øll sum hava lokið Tónleikamiðnám eru virkin á tónleikapallinum, og fleiri hava eisini valt hægri lestur innan tónleik uttanlands.

Skúlin er í støðugari menning, við lærarakreftum sum eru væl fyri fakliga og námsfrøðiliga. Størsti parturin av lærarafjøldini eru virknir tónleikarar umframt lærarayrkinum, og er hetta ein styrki fyri skúlan og frálæruna.

Ongantíð hevur virksemið verið størri enn just nú, og nógvar síður kundu verið skrivaðar, um sagt skuldi verið frá stóra tónleikavirkseminum á Musikkskúlanum.

Lærarar, foreldur og næmingar bíða nú spent, og vóna at skjótt verður avgreitt, so vit kunnu fáa nøktandi umstøður til at menna eitt tað ríkasta mentanarvirksemi í Føroyum.

Rógvi á Rógvu
Lærari á Tórshavnar Musikkskúla

Saturday, April 19, 2014

Saman og fyri seg sjálvan


Hetta nýggja verkið hjá Banksy, Mobile-lovers í Bristol rakar seymin á høvdið í lýsingini av nútíðar menniskjanum, sum eisini í dýrmætum løtum, sum áttu at lagt upp til hægstu dedikatión, hevur lyndi til at skapa frástøðu til hesa somu løtu. Tað gera vit t.d. við at taka myndir av støðuni, so at vit kunnu posta hana á facebook ella líknandi støð og við at kekka um fartelefonin hevur nakað nýtt at siga tær úti úr heimi og vita hvussu nógv hava dámt tína seinastu støðuuppdatering. Tey gerast alsamt færri við tað, at "dámar"-valutain tykist dýrka - tað er ikki heilt so lætt at fáa "likes", tá meira verður úttrykt enn tikið verður ímóti. Ein donsk kanning vísti fyri kortum, at meginparturin av teimum ungu hava roynt at kekka fartelefonina meðan tey hava samlegu. Tað er ein øgilig trongd og púra absurd at hugsa sær, haldi eg. Men tá eg í áðni noktaði soninum at hyggja at teknifilmi afturvið morgunmatinum, fór hann fullkomiliga í minus, hann tímdi ikki at práta við meg, segði hann, tí Cartoon Network, er nógv stuttligari. Svarið var so mikið lemjandi at hann slapp at hyggja eina løtu, páskaferia og alt. Og nei, eg skal ikki koma for gott í gongd. Skal eg grípa í egnan barm, brúki eg internetið hvønn tann einasta dag frá morgun til myrkurs, og 9 út av 10 netkekkum eru lutfalsliga ógrundaði, eg kekki meyl og FB bara soleiðis hissini. Eg elski internetið, um internetið var til, tá eg var barn og ung, ivist eg ikki í, at eg hevði livað og búð á internetinum. Eri ikki framtíðargranskari, men ivist onga løtu í, at internetið og sosialu miðlarnir eru í ferð við at broyta okkara tilveru heilt grundleggjandi. Tað er jú fantastiskt at kunna hava ein felagsskap á telduni, har tú kanst kaga innar, tá tú vilt, vera passiv ella aktiv júst sum tú hevur hug til og væl at merkja við eini frisuru og útsjónd, sum liggur nokk so langt frá tínari vælgreiddu profilmynd. 

Í undirvísingini plagdi eg at vera rættiliga avgjørd bæði viðvíkjandi telefonum og við FB og øðrum teldufjasi, men í summum førum má eg nú ásanna, at hesir miðlar eru vorðnir so nattúrligir partar av tilveruni hjá teimum ungu, at tey ikki kunnu vera teir fyriuttan. Tey hava vant seg til, at teir eru har næstan sum eitt nattúrligt framhald av arm og hond. Eg spurdi ein næming um hann brúkar snildfonina meðan hann etur døgurða saman við familjuni og hví og jú, tað ger hann. Orsøkirnar eru eftir øllum at døma fleiri; digitala samveran er undirhaldandi og lítið krevjandi, og so kann snildfonin eisini brúkast til at sleppa undan hasari awkward kensluni. Eg skilji hann væl, minnist væl tílíkar strævnar løtur við familjudøgurðaborðið, tá mann ikki ordiliga visti hvat mann skuldi siga og tey vaksnu allíkavæl høvdu lyndi til at yvirrula, tí tey dugdu betri at tosa og tí, at avgerðarrætturin nattúrliga lá  hjá teimum. Spurningurin er so um mann allíkavæl fekk okkurt burtur úr hesum løtunum, sum tey ungu nú kanska mangla. 

Eg veit ikki um tað rættasta hevði verið, sum vit hava umhugsað, at stongt FB o.t. í undirvísingartíð, men eg eri farin at ivast. Í seinastuni havi eg lagt til merkis, at sjálvt um fleiri næmingar hava FB og snapchat tendrað, so brúka tey eisini telduna aktivt sum amboð í undirvísingini, t.d. brúka tey orðabøkurnar hjá Sprotanum, bókmentasøguna í Litteraturens Veje, eins og tey googla eftir øllum møguligum. Í grundini eri eg eisini ímóti sensuri av einum og hvørjum slag, so eg má bara royna at leggja undirvísingina til rættis so at hon er kappingarfør við digitala gangin. Samstundis havi eg ein varhuga av, at tað er umráðandi ikki at kapitulera í mun til gerandisdagin, so at tað ber til at eta saman við teimum awkward løtum, sum máttu staðist av at vera sama uttan mobila avleiðslu.



(KP)


Friday, April 18, 2014

Tey lyfta lættliga tungt



Eystanljóð framførir Requiem

Hanna Jensen: 

Eystanljóð varð stovnað í 1987 og fekk tá navnið Felagskórið Gøta/Leirvík. Navnið ber boð um tann mentanarliga felagsskap, sum var millum bygdirnar báðar og enn er staðfestur veruleiki. Eystanljóð er kór, sum gjøgnum árini hevur prógvað, at kjarnin er sangurin og felagsskapurin her á staðnum, og hevur kórið valt sær kórleiðarar út frá hesum fortreytum øll árini. Og væl hevur hilnast. Kórið fylgir við tíðini og skipar fyri og luttekur í fjølbroyttum virksemi – bæði í kommununi, kring landið og uttanlands. 

Í gjár, 17. apríl, gav Eystanljóð okkum klassiskan tónleik frá 1791 á høgum støði og hevði biðið sangararnar Anne Mette Greve Klemensen, Onnu Mariu Olsen, Bergtór Bjarkhamar og Mikael Johan Heinesen bera fram brotini fyri solistar. Kórið sjálvt telur til hesa serligu kórverkætlan gott 40 sangarar og hava tey umleið 20 framúr tónleikarar afturat sær.

Requiem er tónlistarliga sjangran, sum byggir á katólsku messuna fyri teimum deyðu og temu eru myrkur og ljós, offur og frelsa, deyði og lív eins og náði og vón, tá lívið endar og ævigt ljós á vreiðinnar degi.

Seinasta verkið hjá 35 ára gamla tónlistarliga úrmælinginum W.A. Mozart varð framført í Gøtu kirkju í gjárkvøldið. Tung verkætlan fyri eitt tílíkt kór varð lyft lættliga fram í samstarvsond, í eldhuga fyri sanginum og klassiska verkinum, í felagsskapinum og í skilvísum vali av kórleiðara, tónleikarum, solistum og eins og øðrum neyðugum viðleikarum. Sangvinir úr øðrum bygdum og býum syngja við og seta tey øll hegnisliga páskahátíðina í karmar - bæði innihaldsliga men eisini ljóðliga, tí Gøtu kirkja er sjáldsama góð at syngja í. Ein óvanliga sømulig inngongd í skírishalguna.

Verkið verður eisini framført í Vesturkirkjuni í Havn í dag, langa fríggjadag klokkan 17





Krossfestur í dreymi



Havi hvørki sár
ella arr
í lógvunum

eri bara
krossfestur
í dreymi

eg varð límaður fastur
á krossin
men datt niður aftur
tí eg gjørdist ov tungur
av øllum syndunum
eg skuldi bera

triðja dagin 
stóð eg enn 
og pilkaði lím
av mínum baki

og eg kom ongantíð 
til himmals
tí har var ikki pláss
fyri fleiri droymarum






Mynd: Úr installatión hjá Tóroddi Poulsen frá 2009
Yrking: á síðu 48 í Leyvið haldi eg hjá Tóroddi Poulsen






(KP)

Thursday, April 17, 2014

Gabriel García Márquez er deyður


File:Gabriel Garcia Marquez.jpg



Columbianski rithøvundurin Gabriel García Márquez doyði í dag, 87 ára gamal. Hann var mettur sum ein av heimsins týdningarmestu høvundum í 20.øld. Bøkurnar Eitt hundrað ár av einsemi og Kærleiki í koleratíðini eru millum hansara kendastu útgávur. Í 1982 fekk hann nobelheiðurslønina.



















(KP)



Torbjørn Olsen tulkar líðingarsøguna





Tá danska Bíbliufelagið fyri nøkrum árum síðani gav út eina myndprýdda versión av Nýggja testamenti, valdu tey at brúka altartalvuna í Vík, parafrasuna hjá Torbirni Olsen frá 1996 av heilagu kvøldmáltíðina hjá Leonardo da Vinci til permumynd á prýðiligu bókini. Hervið varð staðfest, at Torbjørn Olsen er millum týdningarmestu religiøsu málararnar í kongaríkinum og á ein hátt kunnu vit siga, at hansara koloristiski og ekspressivi máliháttur er sum skaptur til at lýsa líðingarsøguna. Torbjørn Olsen (f.1956) er framúrskarandi koloristur, sum hvørki ræðist primerar ella sekunderar litir, og sum fegin brúkar skínandi gult saman við lýsandi violettum, og bjartasta blátt saman við gløðandi reyðum og orange.




Á sama hátt sum ein annar stórur føroyskur koloristur, Ruth Smith, krevur Torbjørn Olsen eisini at hava myndevnið framman fyri sær, meðan hann málar. Tá hann hevur livandi modellir framman fyri sær, hendir beinanvegin ein rúgva í málningunum. Hann hevur síðan 1996 málað seks altartalvur, tær flestu til kirkjur í Danmark. Í hesum sambandi hevur hann fingið bróðurin, grafikaran Marius Olsen og ymisk vinfólk at standa fyri sær í teimum ymisku bíbilsku leiklutunum, meðan hann málar. Í altartalvuni í Vík síggjast sostatt fleiri kend andlit millum lærusveinarnar, m.a. Hanus G.Johansen, Tróndur Patursson, Zacharias Heinesen, Amariel Norðoy, Bárður Jákupsson, Árni Dahl, Jóanes Nielsen, Tóroddur Poulsen osfr. og sjálvt um steinprentsavbrigdini eru rættiliga frí í mun til tær málaðu altartalvurnar, kenna vit eisini her persónarnar aftur frá føroyskum mentanar- og listalívi. - Torbjørn Olsen hevur einaferð sagt mær, at honum dámar ikki at verða nevndur bókmentaligur málari ella at verða fataður sum ein illustrator, ið málar søgur hjá øðrum. Hann hevur stóra virðing fyri teirri stóru uppgávu, sum tað er at mála altartalvur og setur seg fyrst væl inn í avvarðandi tekst í Bíbliuni, sum hann síðani tulkar myndaliga. Hann er í Danmark í løtuni í sambandi við avdúkingina av nýggjastu altartalvuni í Jyllandi. 


Tað var Í 2005, at hann setti sær fyri at gera nøkur steinprent við støði í altartalvumálningunum og um páskirnar verða hesi verkini at síggja í kjallaranum í Hoyvíkar Kirkju. Turkisbláa lýsingin av heilagu kvøldmáltíðini verður framsýnd saman við blóðreyðu krossfestingini og dramatisku, døpru gravarmyndini, sum fær vónríkt perspektiv av myndini av ivandi Tummasi, sum stingur ein fingur inn í sárið hjá tí upprisna til tess at vissa seg um, at tað veruliga er Jesus. Harumframt verða eisini sýnd fram nøkur støðuprent og royndarprent, har dentur verður lagdur á at vísa arbeiðsprosessina hjá listamanninum.



Sum ein og hvør áskoðari kann vissa seg um í Hoyvíkar kirkju, eru myndirnar hjá Torbirni Olsen ongantíð ivaleysar illustratiónir av søgum hjá øðrum, men sjálvstøðug verk, ið bera brá av listasøguligum og sálarfrøðiligum innliti, listarligum virtuositeti og eini universalari rúmligari humanismu við einum serligum plássi fyri menniskjansligum veikleikum. Í hansara myndum verður bíbilska frásøgnin tulkað til eina ekspressiva, listarliga søgu, sum ofta tykist snúgva seg um iva. Framúrskarandi myndin av Kristusi í grøvuni lýsir t.d. greidliga ein persón, ið er steindeyður. Stóra hondin liggur púra lívleys á skák í forgrundini, har hon skapar dynamiska mótvekt til tann deyða kroppin. Støðan er alt annað enn avklárað, alt kann henda, áskoðarin í um hann nakrantíð fer at vakna aftur? Ivin er menniskjaligur og grundleggjandi og líðingarsøgan er full av ivaløtum, ið tala til iva listamansins um sjálva ta listarligu skapanina.

Torbjørn Olsen hevur gjørt altartalvur í hesum kirkjum:
1996 Haldórsvíkar Kirkja
2000 Miðvágs Kirkja
2003 Øster Skerninge Kirkja Fyn
2006 Sunds Kirkja Jylland
2011 Snejbjerg Kirkja Jylland
2014 Thorum Kirkja Jylland




(KP)