Saturday, September 14, 2013

Útgávukonsert - Sunleif Rasmussen


Í dag, 14.september verður hendan fløgan Motion/Emotion við tónleiki hjá Sunleif Rasmussen givin út. Klokkan 16 fer blásarakvintettin hjá Laplands kamarorkestri at framføra verk eftir Sunleif Rasmussen og Joonas Kokkonen í samband við fløguútgávuna. 

Konsertin er partur av jubileumsárinum hjá Norðurlandahúsinum og atgongumerkið kostar bert 30 kr. Hetta er sjeynda fløgan, sum tónleikaforlagið Dacapo Records gevur út við tónleiki hjá Sunleif Rasmussen. 
Heitini á verkunum eru eyðkend fyri Sunleif Rasmussen, sum í tónleikinum bæði tekur støði í náttúrufyribrigdum og í bókmentum, har serliga skaldskapurin hjá Karsteni Hoydal og Williami Heinesen man hava gjørt honum stóran mun. Fleiri verk hjá Sunleifi Rasmussen hava heitið: Hoyrdu tit havsins andalag, sum kemur úr yrkingini Høbjergning ved havet hjá Williami Heinesen. 



Lapland Chamber Orchestra, stovnað í 1972, er norðasta yrkisorkestur í EU. Tað hevur konsertvirksemi í Sámalandi, øllum Finnlandi og yvir arktiska økið. Orkestrið hevur heimstað í nýggja konserthølinum í Korundi Mentanarhúsi, lið um lið við Listasavnið í Rovaniemi. Orkestrið framførir regluliga við Tampere Biennali, Viitasaari Time of Music, Kamarorkesturvikuni í Kaustinen, tónleikafestivalunum í Korsholm og Norðurnoregi, Luosto Classic Event. Hann hevur eisini framført í klassiska seriuni hjá Helsinki Filharmonisku orkestrinum. Orkestrið hevur frumframført verk eftir fleiri nútíðar tónaskøld, bæði í Finnlandi og í heimsfrumframførslu, harímillum Aulis Sallinen, Kalevi Aho, Pehr Henrik Nordgren, Jószef Sári og Sunleif Rasmussen. Orkestrið hevur vunnið virðislønir frá TV1 í Finnlandi (1998), Mentanarnevndini í Lapplandi (2000) og John Storgårds vann mentanarvirðislønina hjá Rovaniemi býi í 2000. TV1 gav eisini orkestrinum árliga “Ljóspunktið” (Valopilkku) prísin fyri frumframførsluna av Luosto Symphony hjá Kalevi Aho, sum Lapland Chamber Orchestra og finska Útvarpssymfoniorkestrið framførdu á Luosto Fell. Í 2009 valdi finska útvarpið Rituals hjá Kalevi Aho til ársins fløgu. Seinasta fløgan hjá orkestrinum er Chamber Symphonies hjá Vagn Holmboe (Dacapo). Blásarakvintettin gav sína fyrsta heimsfrumframførslu í 2010, Wind Quartet Nr 1 hjá Jouko Tötterström. Í 2011 frumframførdi kvintettin Motion/Emotion hjá Sunleivi Rasmussen.

Limir í blásarakvintettini eru
Heli Haapala, floyta
Markku Moilainen, obo
Lauri Sallinen, klarinett
Antal Mojser, fagott
Ilkka Puputti, horn


Skrá 14. september kl 16.00


Sunleif Rasmussen          Cantus Borealis

Joonas Kokkonen             Wind quintet

Sunleif Rasmussen           Andalag IV
                                       Andalag III 

                               Steðgur

Sunleif Rasmussen           Andalag I
                                      Motion/Emotion


William Heinesen: Høbjergning ved havet

Hørte I Havets Aandedrag 
gennem Leernes Sang i den dalende Dag. 
En Stund er vort Liv ved Havets Bred, 
Havets Liv varer evigt ved. 


Luftningen strejfer med Afgrundsgys 
Ansigter ramt af det synkende Lys. 
I alles Blikke det samme Skær 
af Natten, der tøvende rykker nær. 


Aaben og isblaa staar Himlen i Nord, 
klar over diset og søvntung Jord. 
Havsuset stiger for Skumringens Vind. 
Skynd jer, Høstfolk, før Nat strømmer ind.


(KP)