Ein millión meira til Mentanargrunn Landsins næsta ár.
Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2014 verður skotið upp at hækka játtanina til Mentanargrunnin við 1 mill. kr til 5,7 mill. krónur.
Í ár lækkaði játtanin við 1,2 mill. kr samanborið við
2012, so nú nærkast vit aftur upphæddini, sum var sett av fyri tveimum
árum síðani.
Eg dugi ikki at síggja, um peningurin bara er fluttur aðrastaðni frá,
men her stendur at mentan verður uppraðfest, so kanska er hetta bara
ordiliga góð tíðindi.
Monday, September 30, 2013
Elsa Súsanna Dalsgaard konsert týskvøldið í Norðurlandahúsinum
Konsertfelagið
Dato fyri konsertirnar hjá Elsu Súsonnu Dalsgaard og Tore Dingstad eru broyttir. Konsertin í Norðurlandahúsinum er flutt til týskvøldið 1. oktober kl. 19:30 og konsertin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði verður í kvøld tann 30 September kl. 19:30. Vælkomin!
Konsert við Elsa Súsanna Dalsgaarð, alt og Tore Dingstad, klaver. Skráin fevnir um Fem sange af Salomon og Sulemith eftir P.E. Lange-Müller, Sea Pictures, Op 37 eftir E. Elgar og Gudruns sorg eftir P. Heise Kostnaður 120 kr, musikkskúlanæmingar ókeypis | |
P.E. Lange-Müller: op. 1 Fem Sange af Salomon og Sulamith, við orðum eftir B.S. Ingemann E. Elgar: Sea Pictures, Op. 37 P. Heise Gudruns sorg, orð úr Eldru Eddu Elsa Súsanna Dalsgaard Elsa Súsanna Dalsgaard hevur fingið sína útbúgving á Nordjysk Musikkonservatorium og Det Kongelige Musikkonservatorium. Hon hevur starvast í ymiskum donskum kirkjum sum løntur kirkjusangari, í Danmarks Radios Konsertkor, í Jyske Operakor og Det Kongelige Operakor. Um somu tíð hevur hon sungið í fleiri semiprofessionellum donskum kamarkórum. Frá heystinum 2000 hevur hon verið kórsangari við Den Norske Opera & Ballett. Hon hevur verið solistur m. a. í Stabat mater eftir Pergolesi, Matthäuspassiónini og Jólaoratorium eftir Bach og Messias eftir Händel, og hevur hildið sangløtur og kirkjukonsertir í Danmark, Noreg og Føroyum.Í Norsku Operuni hevur hon haft ymiskar solorollur t. d. Anina í La Traviata eftir Verdi, Teddybamsan í Dokkedoktoren eftir Bengt Perry, gandakellingin í Dido og Aeneas eftir Purcell, Rossweisse í Die Walküre og fyrsta norna í Götterdämmerung eftir Wagner. Tore Dingstad Tore Dingstad er útbúgvin klaver- orgul- og cembalospælari og hevur drúgvar royndir sum dirigentur í Oslo, Hannover og Freiburg. Hann hevur virkað í Den Norske Opera seinastu 30 árini.Sum ein av royndastu fylgispælarum í Noreg hevur hann tikið lut í Kirsten Flagstad Festival 2012. Sama leiklut hevði hann í Minnis Konsert fyri Aase Nordmo Løvberg í dómkirkjuni í Hamar og Stars of Tomorrow konsertini í Universitetsauluni í Oslo, fyri prísvinnarar frá altjóða sangkappingum. |
Labels:
Tíðindaskriv,
Tónleikur
Sunday, September 29, 2013
Byggilist snýr seg ikki bert um vakurleika
Gamalt og nýtt
Føroyska lyndið til at dyrka tað farna er innan byggilistina eftir
øllum at døma avmarkað til ávísar avgamlar bygningar við flagtekju. Hetta sæst,
nú umbyggingin av bygningum á Vestaru Vág er partvíst liðug, og gamla Saltsølan
er transformerað til ein snøggan, men fullkomiliga anonyman bygning. Undirritaða hevur fleiri ferð gjørt vart við, at okkum tørvar størri byggilistarligt fyrilit, men eg havi altso eisini tosað við fleiri arkitektar, sum halda tað sama. T.d. heldur Gunnar
Hoydal, arkitektur og rithøvundur, at farast má fram við varsemi og við greiðari ætlan um, hvat kann fáast burtur úr umbygging
og nýbygging.
Tórshavnar
Kommuna hevur kunngjørt, at Vinnuhúsið Vestara Vág um stutta tíð verður
veruleiki í teirri umbygdu Saltsøluni. Húsið skal eftir øllum at døma vera
partur av einum Silicon Valley átøkum vinnuøki
mitt í føroyska høvuðsstaðnum og tá yvirritaða nú fer at finnast at verkætlanini,
er tað ikki avvarðandi arkitektavirki, sum hevur staðið fyri byggjarínum, sum
verður brikslað. Als ikki. Ábyrgdina fyri tí, sum hendir á økinum eigur
byggiharrin, Tórshavnar Kommuna, sum uttan fyrilit er farin í holtur við at
beina fyri ídnaðarsøguligum dýrgripum á einum tí áhugaverdasta økinum í okkara høvuðstaði.
Saltsølubygningurin er farin, og Bacalaobygningurin er væl á veg, og tá arbeiðið
er liðugt verða flest spor av fortíð og av upprunasamleikanum á Vestaru bryggju
ruddað burtur í eini penleikans ruddingaraldu.
Silicon
Valley í Havn?
Vinnan
er grundleggjandi týdningarmikil og skal hava góðar umstøður - tað vita og
góðtaka tey flestu. Tað er verri at fata og góðtaka, hví vinnan skal vera ómentað,
hví hon skal hava so andleysar karmar. Tað mátti verið møguligt onkursvegna at
sameina tingini. Vit sóu sama trupulleika á Tvøroyri herfyri, tá Varðin Pelagic
ikki tók sær tykni av mentanarsøguligu dýrgripunum á bryggjuni har, fyrr enn virkið
í roynd og veru varð tvungið til at taka atlit. Sjúrður Olsen úr Vinnunevndini
í Tórshavnar Kommunu hevur í fjølmiðlunum greitt frá m.a., at Vinnunevndin ímyndar sær eitt kveikingarstað eins og "Silicon
Valley" á Vestaru bryggju, og at Saltsølubygningurin verður nútímansgjørdur
fyri umleið 45 milliónir kr. Bygningurin skal nýtast til at hýsa fyritøkur, sum
hava eitthvørt við sjógvin at gera, og pláss verður fyri 15 til 20 fyritøkum. Gamaní er umvælda Vinnuhúsið við Vestaruvág snotiligt
við nýmótans glasfasadu, men hesin kaldi, blái glasbygningurin fær meg at sakna
tann kiksaða, løgna Saltsølubygningin við smáu flisunum á grundini og eg haldi,
at umvælingin sum heild sær út til at vera framd uttan atlit til hvussu
bygningurin sá út fyrr. Hetta sama er við at henda við tí fína hvíta og bláa Bacalaobygninginum
við teimum serstøku maskinhallargluggunum, har fasadan, sum vendir út móti
sjónum og sum sæst frá flatskattabrúnni við Kaffihúsið í Vágsbotni, longu er
broytt munandi.
Bacalao fyrr
Bacalaobygningurin nú, klæddur við stálplátum á einu síðuni
Føroyingar
virðismeta tað avgamla
Samanumtikið
tykist tað sum um, at føroyingar í stóran mun virðismeta og romantisera
estetikkin frá gamla bóndasamfelagnum, hús við flagtekjum osfr., sum vit fegin
vilja varðveita, meðan lítil og eingin áhugi er fyri bygningum frá fimtiárunum,
teimum mongu smáu blikkklæddu húsunum (sum verða klædd við træ) ella gomlum
ídnaðarbygningum. Í størri býum kring allan heimin verður stórur dentur lagdur
á at varveita ídnaðarøki og ídnaðarbygningar, tí teir eru sermerktir og partar
av søguni hjá býnum. Hugsa vit ein bý sum eina livandi organismu, ið skal skal
mennast og liva yvir tíð, skulu nýggj nútíðar íkast heilt vist leggjast afturat
javnan, samstundis sum vit verja og bókstavliga byggja víðari á tey søguligu
sporini í staðin fyri at viska tey út. Í fleiri býum i Europa eru gamlir
ídnaðarbygningar friðaðir og fleiri verða brúktir til listasøvn og annað
mentanarligt. Í Keypmannahavn er tað spennandi, sum verður gjørt við risastóra
økið hjá Carlsbergfyritøkuni í løtuni. Stóra europeiska Eurovision
sangkappingin verður í Keypmannahavn komandi ár, har grand prixið fer at ganga
fyri seg í B&W bygningunum á Refshaleøen. Eingin ivi er um, at hetta hongur
saman við tí serstaka rustikka autenticitetinum, sum merkir hesar bygningum. Mentan
og list trívist væl í gomlum ídnaðarbygningum, tað sæst í Tate Modern í London
og nógvar aðrastaðni. Eisini í Føroyum gongur ymiskt mentanarligt fyri seg í
gomlum ídnaðarbygningum, í Klaksvík, á Tvøroyri og í Havn í pakkhúsunum og í
Østrøms fabrikk, har mentanarvirksemið blómar. Grøni bygningurin á Rundingi
hevur í nøkur ár hevur verið brúktur til listahøll og atelier, hetta er
skilagott og hesin bygningurin við stóru skipatekningunum í gólvunum verður
vónandi varðveittur.
Eitt
spennandi býarøki
Vestara
Bryggja verður av arkitektum mett sum eitt tað mest spennandi býarøki í
Føroyum, mitt í býnum og so er økið velduga stórt sum allur miðbýurin alt Reyn,
frá Áarvegnum niðan Tinghúsvegin til Bøkjarabrekku yvir til Tórsgøtu og oman
aftur á Vestaru Vág, alt hetta økið sum á mangan hátt liggur sum ein stórur
framtíðar møguleiki. Men á hesum økinum eru lutfalsliga fáir av bygningunum,
sum kunna sigast at hava eitt ávíst varðveitingarvert virði og tí kann tað
undra, at júst Saltsølan og Bacalao/Fiskavirking, sum hava verið við til at
skapt serstaka ídnaðarsamleikan í økinum, skulu broytast fyrst. Vinnuhúsið kundi
t.d. verið bygt sum nýggjur bygningur yvir av einari skynsamt renoveraðari
Saltsølu- ella Bacalao fasadu, hetta kundi veruliga skapt eitt dynamiskt
býarrúm við hópin av møguleikum. Eftir tekningini at døma, so verður næstan
onki byggilistarligt spor av týdningi eftir á Vestaru Bryggju tá allur Bacalaobygningurin
eisini er renoveraður sambært ætlanini og tað haldi eg vera ómetaliga skeivt og
eg skilji ikki, at eingin arkitektur talar at, t.d. býararkitekturin - ella er
nakar býararkitektur yvirhøvur til í løtuni í Tórshavn? Eg sakni yvirhøvur
atlit og reaktiónir, tá eldri bygningar verða tiknir burtur. - "Latið ei
søguna doyggja" syngja vit av hjarta, men meina tað eftir øllum at døma
bara, tá tað snýr seg um bygningar, sum frammanundan eru friðaðir og sum vit
tessvegna vita hava onkran mentanarligan týdning, t.d. á Tinganesi og á Reyni,
og heldur ikki har er virðingin serliga stór, tá Tórshavnar Kommuna kann finna
uppá at seta gomlu søguligu Pæsastovu í Bringsnagøtu uppá ein sølulista. Tað
var jú har, pionerurin Jens Christian Svabo livdi og har hansara virðismikla
nótaskráseting av samtíðartónleikinum varð funnin. Eiga vit ikki í okkara lítla
høvuðstaði at halda fast í tílíkum mentanarsøguligum og ídnaðarsøguligum
bygningum. Gamli kjøtbýurin í Keypmannahavn er dømi um ein tílíkan ídnaðarsøguligan
býarpart, sum í umvælingini varð varðveittur í gomlum funktionalistiskum stíli,
og sum er livnaður upp sum kreativur og listarligur miðdepil í danska høvuðstaðnum.
Havnin innan fyri Stóragarð
Gunnar Hoydal var býararkitektur í Havn í 25 ár frá 1972 til 1997, og í
fjør var hann við til at gera visionera bóklingin "Havnin innan fyri
Stóragarð", sum m.a. umrøddi alt økið á Vestaru Bryggju, sum hann metir vera
týdningarmesta økið í Havnini: "Tað er stórt og vítt, mitt í býnum, men
illa farið við stórum og tómum bygningum, sum ikki vita, hvat skal verða og
hvussu, men við nógvum møguleikum. Í bóklinginum verður skotið upp at skapa
eitt virkið umhvørvi fyri gransking og hægri lestri og lata Fróðskaparsetrið
vaksa av Debesartrøð og oman móti bryggjuni. Ivasamt er enn, hvussu verður við
fiskavirking her, men annað virksemi kundi verið við vørumenning, skipasmíði og
havrannsóknum, og eitt virkið listaumhvørvi kundi verið í einum parti av teimum
gomlu bygningunum. Oljugoymslurnar eiga at verða fluttar burtur úr býnum, og
har kundi í staðin verið bygdar lestraríbúður." Víst verður í bóklinginum eisini
til royndir aðrastaðni, t.d. Carlsberg í Keypmannahavn og Urban Live Lab í
Tokyo.
Saltsølubygningurin fyrr
Vinnuhúsið - gamli saltsølubygningurin
Saknar ikki saltsølubygningin
Gunnar Hoydal harmast ikki um umbyggingina av Saltsøluni, sum hann altíð
hevur hildið verið ein heldur misháttan og kaldan bygning, sum í nógv ár hevur
havt tørv á umvæling og ábøtum: "Tað serstaka er í grundini støddin á
honum og teir nógvu fermetrarnar í honum, men ljósviðurskiftini innan eru
vánalig, tí vindeygu eru ikki í síðuni móti Bacalao. Tunnuvirki var inni har í
sínari tíð, tá sildafiskiskapurin var upp á tað besta, og søgan um saltið er
áhugaverd, men byggisøguliga er virðið ikki stórt. Eg haldi, at tað nú er ein
meira hugaligur bygningur at síggja til, men tað er at undrast á, at hetta
stóra arbeiðið er gjørt uttan at vita rættiliga, hvat skal vera í honum. Tað er
ein øvugt mannagongd, tí vanliga er avgerandi takið í einari byggiætlan at vita
gjølla, hvat skal verða í bygninginum."
Eitt saknað skrímsl
Viðvíkjandi teimum byggilistarligu fyrilitunum fyri verandi bygningum er
altíð ráðiligt at fara varliga fram, heldur Gunnar Hoydal og heldur fram:
"Eg hugsi ofta um tvey dømi, sum tóku seg upp ta fyrstu tíðina, eg var
býrarkitektur í Havn. Annað var bilaverkstaðurin hjá Júst Sivertsen í gamla
býnum. Tað var ein stórur betongbygningur, mitt ímillum tey lágu húsini á
Bakkahellu. Arbeiðið upp á bilarnar fór fram í kjallaranum og í túninum, og
lastbilarnir vóru hægri enn tekjurnar á flestu grannahúsunum. Men at keypa
bygningin við tí eina endamáli at taka hann niður, tað var í fyrstani ovboðið
hjá fleiri býráðslimum. Tað bar kortini til, og í dag er urtagarðurin vestan
fyri bæði húsini í Kina eitt prýði í býnum. Hitt dømi er gamla Perlan, sum
stóð á trýkantinum millum Mylnugøtu og brekkuna niðan á Bryggjubakka. Eingin
vinkul var beinur, annar skjøldurin var breiður, hin lágur, rukkupláturnar vóru
skoyttar og rustaðar: Hon var eitt skrímsl, men hevði tað yndið, sum roynd og
láturmild fólk eiga. Zacharias Heinesen hevði átt Perluna, William hevði havt
sína málarastovu uppi á loftinum, og úr miðhæddini komu tónar frá ungdómi, sum
royndi nýggjar og øðrvísi leiðir. Húsið hevði søgu og týdning í býarmyndini,
men knappliga ein dagin var hon burtur, tikin av ósemju í býráðnum. Síðani havi
eg saknað hana, nú í 33 ár".
Bacalaobygningurin má varðveitast
Gunnar Hoydal tekur samanum: "Tað byggilistarliga er ikki bara tað
vakra, tað eru eisini søgurnar og tað søguliga. Tí er rætt at fara fram við
fyriliti og varsemi og við greiðari ætlan, hvat kann fáast burtur úr umbygging
ella nýbygging. Eftir mínum tykki er lítið av bygningum við byggilistarligum
áhuga á Vestaru Bryggju uttan bygningurin hjá Bacalao, sum er eitt tað seinasta
verkið hjá H.C.W Tórgarð, arkitekti. Tað eigur at verða varðveitt í sínum
upprunaliga líki".
Hóast Bacalaobygningarnir eru slitnir og skoyttir er talan um eitt vakurt bygningsverk, sum eigur at verða varðveitt.
Gamli Saltsølubygningurin og saltsiloin
Fleiri av gomlu bygningunum eru klæddir við metalbylgjuplátum
Byggilistarliga er økið sera kloddut og sjarmerandi, her er ein gul hurð uttan fyri skeltið Thorshaven Shipyard
Kinna Poulsen
Hválvið er ikki til
Hválvið er ikki til, bert rúm -
rúmið er ikki til, endaleyst -
kanska bert tíð, ið brestur
og stendur í stað
um somu tíð!
Men vit eru her:
apan lítla, hundurin,
køtturin,
kjúklingarnir smáu,
ið bíða tín -
vit eru er:
evstu røktarmenn foldarinnar.
Installatión: Tóroddur Poulsen
Yrking: Regin Dahl
Saturday, September 28, 2013
Gul orka í Steinprenti - Gul energi i Steinprent
Í gjár klokkan 16 læt upp ein gul framsýning í Steinprenti. Eg helt eina stutta røðu um gula orku og um at taka støði í listini. Eg greiddi frá um steinprentið "maanens duuer" (2000) hjá Anker Mortensen, sum av fyrstan tíð gav mær hugskotið at gera eina gula framsýning og um myndirnar hjá Jonas Hvid Søndergaard, sum mintu meg aftur á gula hugskotið. Eg lýsti onkrar av myndunum á framsýningini, og kom inn á fínu yrkingina hjá Róa Patursson "Skærur vindur" og kórverkið hjá Sunleif Rasmussen, har hann tulkar yrkingina og haðani hugleiddi eg um gulan tónleik og synestetisk fyribrigdi. Eg havi gloymt røðuna á einari aðrari teldu enn heimatelduni, so fyribils seti eg inn tíðindaskrivið saman við nøkrum myndum frá í gjár. Takk til tey, sum vóru á fernisering. Framsýningin varir til 27.oktober.
Hon er uppkallað eftir einari vakrari árstíðaryrking hjá Róa Patursson, sum stendur í yrkingarsavninum Líkasum: Ljósið blaðar í teimum heystligu bløðunum/ Vindurin er skærur og gulnar í tínum hári./ Nú heilsa vit farvæl frá hvør sínum bera teigi./ Uttan at geva okkum til kennar. Sorgblíða, konsentreraða og fragmentariska yrkingin hjá Róa Patursson gløðir av skærum gulum litum eins og framsýningin, sum er á tremur í gulum myndum. Hetta eru bæði nýggj og gomul steinprent hjá seytjan føroyskum og útlendskum listafólkum. Summar myndir eru gular og aðrar eru fleirlittar, men við einum gulum høvuðstóna. Framsýningin snýr seg um gult, ið sum kunnugt er ljóssterkasti liturin av grundlitunum. Sambært Wassili Kandinsky hevur ein gulur rundingur lyndi til at ota seg frá miðjuni út móti áskoðaranum, meðan ein bláur rundingur myndar eina mótsetta konsentriska rørslu, sum flytir seg undan áskoðaranum. Gult er sambært hesari hugsjónini útvendur litur, sum dregur áskoðarin inn í myndina, men gult kann sanniliga eisini styggja. Tað valdast hvussu guli liturin er blandaður. Gult hevur eina ørgrynnu av úttrykksmøguleikum og inniheldur sín egna mótsetning, guli liturin kann tykjast ljósfylltur og lívgevandi, men kann eisini sýnast eitrandi og sjúkur. Keisaraguli liturin kann tykjast stórbærur sum bakgrund í náttúruvisiónum hjá Tróndi Patursson, meðan skríggjandi gula, polyesterglitrandi fótbóltsblusin hjá tí hyldliga, væl nøgda øldrekkandi fótbóltsfjepparanum hjá Peter Carlsen ikki sýnist serliga stórbær. Besnissaðar, men eisini elskuligar eru tær barnsligu verurnar hjá Kathrine Ærtebjerg og Onnu Seppalä, meðan abstraktiónirnar hjá Anker Mortensen eru poetiskar eins og skærur vindur og tað eru hugsaðu blómurnar hjá Fríðu Matras Brekku eisini, meðan gula myndin hjá Rannvá Kunoy liggur á markinum millum innihald og popp, millum figuratión og einki. Tað kann diskuterast hvussu gul hennara myndarøð "Litirnir hinumegin" er, men ein bleikur gulur litfarri tykist tó savnandi í hesum hugtakandi, stillu og flótandi kompositiónunum. Rundleittu formarnir í myndunum hjá Hansinu Iversen bylgja aftur og fram móti áskoðaranum, sum fær hug at søkka inn í tær og gerast eitt við gulu formunum. Gulu súkklistarnir hjá Tóroddi Poulsen eru bæði vakrir og stuttligir og tað er ferð á teirra rundferð á pappírinum. Tað sama er galdandi fyri fleiri av mynstrunum hjá Bjarne Werner Sørensen, ið eru organisk og samanhangandi sum eru tey partar av eini størri heild, kanska einum tónleikaverki. Í øllum førum eru rútmurnar altíð til staðar í myndunum hjá Bárði Jákupsson, eisini í teimum smáu prentunum við teirri lívgevandi gulu sólini, sum heilt víst skínur á ástardansin hjá teimum báðum fjallaverunum í fabulerandi lívsglaðu myndini hjá Bjørn Nørgaard. Heystið man vera yndisárstíðin hjá lista- og veiðimanninum Svend-Allan Sørensen í Føroyum, tí tá ber til at fáa fatur av røstum kjøti. Heitið á framsýningini hjá honum á Museum Jorn Country & Koncept sigur í grundini nógv um hansara kulu list, sum vit hava funnið okkurt gult avbrigdi av. Og er tað nakar, sum kennir glitrandi ljósið, sum blaðar í teimum heystligu bløðunum, so er tað Zacharias Heinesen, ið hevur tvær landslagsmyndir við á framsýningini, eina gula støðumynd og so lidna prentið. JohnKørner hevur teknað føroysk siðbundin at kalla postkortkend myndevni á cadmiumgula bakgrund og hetta gevur myndunum ein stuttligan og óhátíðarligan dám, ið spælir saman við fatanini, áskoðarin longu hevur av tí, sum avmyndað er. Saman við tí einfaldaða, flata úttrykkinum og teimum reyðu blettunum og slettinum, brýtur guli liturin alla naturalistiska illusión í myndunum. Prentini hjá Jonas Hvid Søndergaard eru frá í ár, og eru dømi um, at gult sanniliga eisini er ein andaligur litur. Á gulari grund hevur listamaðurin teknað ymisk spirituel symbol og geometriskar figuratiónir, men uttan at hesar á nakran hátt sýnast dogmatiskar ella trúboðandi. Heldur tykjast myndirnar andaliga opnar og lívsjáttandi. Gula kvøldmáltíðin hjá Torbirni Olsen er ein av litografisku variatiónunum, sum hann gjørdi av nøkrum altartalvumyndevnum. Torbjørn arbeiðir í skrivandi stund í Steinprenti. Hann er litmeistarin og ræðist ikki primerar litir, sum sanniliga eisini síggjast í teimum nýggju prentunum hjá honum, m.a. í einum lítlari hugnaligari mynd av Bringsnagøtu. Tað er nýggjasta myndin á framsýningini og hon var serstakliga væl dámd á ferniseringini.
.
Hon er uppkallað eftir einari vakrari árstíðaryrking hjá Róa Patursson, sum stendur í yrkingarsavninum Líkasum: Ljósið blaðar í teimum heystligu bløðunum/ Vindurin er skærur og gulnar í tínum hári./ Nú heilsa vit farvæl frá hvør sínum bera teigi./ Uttan at geva okkum til kennar. Sorgblíða, konsentreraða og fragmentariska yrkingin hjá Róa Patursson gløðir av skærum gulum litum eins og framsýningin, sum er á tremur í gulum myndum. Hetta eru bæði nýggj og gomul steinprent hjá seytjan føroyskum og útlendskum listafólkum. Summar myndir eru gular og aðrar eru fleirlittar, men við einum gulum høvuðstóna. Framsýningin snýr seg um gult, ið sum kunnugt er ljóssterkasti liturin av grundlitunum. Sambært Wassili Kandinsky hevur ein gulur rundingur lyndi til at ota seg frá miðjuni út móti áskoðaranum, meðan ein bláur rundingur myndar eina mótsetta konsentriska rørslu, sum flytir seg undan áskoðaranum. Gult er sambært hesari hugsjónini útvendur litur, sum dregur áskoðarin inn í myndina, men gult kann sanniliga eisini styggja. Tað valdast hvussu guli liturin er blandaður. Gult hevur eina ørgrynnu av úttrykksmøguleikum og inniheldur sín egna mótsetning, guli liturin kann tykjast ljósfylltur og lívgevandi, men kann eisini sýnast eitrandi og sjúkur. Keisaraguli liturin kann tykjast stórbærur sum bakgrund í náttúruvisiónum hjá Tróndi Patursson, meðan skríggjandi gula, polyesterglitrandi fótbóltsblusin hjá tí hyldliga, væl nøgda øldrekkandi fótbóltsfjepparanum hjá Peter Carlsen ikki sýnist serliga stórbær. Besnissaðar, men eisini elskuligar eru tær barnsligu verurnar hjá Kathrine Ærtebjerg og Onnu Seppalä, meðan abstraktiónirnar hjá Anker Mortensen eru poetiskar eins og skærur vindur og tað eru hugsaðu blómurnar hjá Fríðu Matras Brekku eisini, meðan gula myndin hjá Rannvá Kunoy liggur á markinum millum innihald og popp, millum figuratión og einki. Tað kann diskuterast hvussu gul hennara myndarøð "Litirnir hinumegin" er, men ein bleikur gulur litfarri tykist tó savnandi í hesum hugtakandi, stillu og flótandi kompositiónunum. Rundleittu formarnir í myndunum hjá Hansinu Iversen bylgja aftur og fram móti áskoðaranum, sum fær hug at søkka inn í tær og gerast eitt við gulu formunum. Gulu súkklistarnir hjá Tóroddi Poulsen eru bæði vakrir og stuttligir og tað er ferð á teirra rundferð á pappírinum. Tað sama er galdandi fyri fleiri av mynstrunum hjá Bjarne Werner Sørensen, ið eru organisk og samanhangandi sum eru tey partar av eini størri heild, kanska einum tónleikaverki. Í øllum førum eru rútmurnar altíð til staðar í myndunum hjá Bárði Jákupsson, eisini í teimum smáu prentunum við teirri lívgevandi gulu sólini, sum heilt víst skínur á ástardansin hjá teimum báðum fjallaverunum í fabulerandi lívsglaðu myndini hjá Bjørn Nørgaard. Heystið man vera yndisárstíðin hjá lista- og veiðimanninum Svend-Allan Sørensen í Føroyum, tí tá ber til at fáa fatur av røstum kjøti. Heitið á framsýningini hjá honum á Museum Jorn Country & Koncept sigur í grundini nógv um hansara kulu list, sum vit hava funnið okkurt gult avbrigdi av. Og er tað nakar, sum kennir glitrandi ljósið, sum blaðar í teimum heystligu bløðunum, so er tað Zacharias Heinesen, ið hevur tvær landslagsmyndir við á framsýningini, eina gula støðumynd og so lidna prentið. JohnKørner hevur teknað føroysk siðbundin at kalla postkortkend myndevni á cadmiumgula bakgrund og hetta gevur myndunum ein stuttligan og óhátíðarligan dám, ið spælir saman við fatanini, áskoðarin longu hevur av tí, sum avmyndað er. Saman við tí einfaldaða, flata úttrykkinum og teimum reyðu blettunum og slettinum, brýtur guli liturin alla naturalistiska illusión í myndunum. Prentini hjá Jonas Hvid Søndergaard eru frá í ár, og eru dømi um, at gult sanniliga eisini er ein andaligur litur. Á gulari grund hevur listamaðurin teknað ymisk spirituel symbol og geometriskar figuratiónir, men uttan at hesar á nakran hátt sýnast dogmatiskar ella trúboðandi. Heldur tykjast myndirnar andaliga opnar og lívsjáttandi. Gula kvøldmáltíðin hjá Torbirni Olsen er ein av litografisku variatiónunum, sum hann gjørdi av nøkrum altartalvumyndevnum. Torbjørn arbeiðir í skrivandi stund í Steinprenti. Hann er litmeistarin og ræðist ikki primerar litir, sum sanniliga eisini síggjast í teimum nýggju prentunum hjá honum, m.a. í einum lítlari hugnaligari mynd av Bringsnagøtu. Tað er nýggjasta myndin á framsýningini og hon var serstakliga væl dámd á ferniseringini.
.
Gul energi i
Steinprent
Lyset blader i de høstlige blade
vinden er ren og gulner i dit hår
nu hilser vi farvel fra hver sin høstede lod
uden at give os til kende
Indgangsverset til Steinprents
gule efterårsudstilling i Steinprent stammer fra et årstidsdigt af Rói
Patursson, som med udgangspunkt i efteråret belyser livets absurditet sådan som
det tager sig ud i slagskyggen af dødens trættende nødvendighed. Melankolien
rammer vores grundlæggende ensomhed i tilværelsen, der kun giver mening
glimtvis i sanselige, kærlighedsfyldte øjeblikke. Selv om Rói Paturssons
digtfragment gløder af rene, gule farver, er tonen stærkt melankolsk og
mørkeblå. Udstillingen indeholder nye og ældre litografier af 18 nordiske
billedkunstnere, som enten er gule, eller som kuratoren påstår, er drevet af en
gul energi, selv om de i virkeligheden kan være nok så flerfarvede. Gult er som
bekendt den lysstærkeste af grundfarverne. Ifølge den russiske kunstner Wassili
Kandinsky vil en gul cirkel automatisk bevæge sig ud fra centrum mod beskueren,
mens en blå cirkel går den anden vej i en koncentrisk bevægelse, der flytter
sig fra beskueren. Gult er ifølge denne opfattelse en udadvendt farve, der
inddrager beskueren i billedrummet, men gult kan jo også i den grad virke
frastødende. Det kommer an på hvordan den gule farve er blandet. Gult kan
forekomme lysende og livgivende, men kan også virke giftig og syg. Mens John
Kørners cadmiumgule litografier på én gang synes humoristiske og skønne i
skildringen af de ærkefærøske mennesketyper og naturscenarier, er der noget
udpræget spirituelt over Jonas Hvid Søndergaards kalejdoskopiske citrongule
abstraktioner, men det er en storslået åndelighed, der gavmildt inddrager
beskueren. Kejsergul og prægtig er farven, når vi oplever den som baggrund for
Tróndur Paturssons abstrakte naturvisioner, imens der ved gud ikke er noget
storslået over Peter Carlsens fedladne fodboldentusiast i den skriggule
polyesterknitrende fodboldbluse. Således spænder den gule udstilling over ironi
og oprigtighed, over højtidelighed og humor i figurative og nonfigurative
billeder af atten fremragende nordiske samtidskunstnere:
Tróndur Patursson, Peter Carlsen,
Kathrine Ærtebjerg, Anna Seppalä, Anker Mortensen, Daniel Milan, Fríða Matras
Brekku, Rannvá Kunoy, Hansina Iversen, Tóroddur Poulsen, Bjarne Werner
Sørensen, Bárður Jákupsson, Bjørn Nørgaard, Svend-Allan Sørensen, Zacharias
Heinesen, John Kørner, Jonas Hvid Søndergaard og Torbjørn Olsen. Kurator: Kinna
Poulsen.
Labels:
Fernisering,
Framsýningar,
KP,
Myndlist
Friday, September 27, 2013
List og vísindi í Östrøm
Í Östrøm á Skálatrøð er vísindavøka í dag og í Steinprent fyrireika tey framsýning, sum letur upp klokkan 16.
Thursday, September 26, 2013
Ein bók liggur á borðinum og suðar...
Eg sá hesa eiggiligu bókina í bókhandlinum í dag og mátti hava hana alt fyri eitt, so nú liggur hon her á borðinum og suðar stillisliga. Kanska er hon móð, ella møguliga sjóðar hon av samkenslu, tí hon veit av, at eg ikki havi tíð at lesa hana, við tað at eg havi verið til jarðarferð og vaskað klæðir og enn mangli at fyrireika dagin í morgin og als ikki skal sita og lesa yrkingar í kvøld. Men eg havi allíkavæl sníkt meg til at lesa eina av yrkingunum, sum eg tilvildarliga datt fram á, hon stendur á síðu 31 og er nokkso eyðkend fyri yrkjaran. Tað vil siga, at hon er framúr góð, evnisliga einføld og gjøgnumførd við surrealistiskum brá og eini greiðari rørslu, sum í einum fangar barndóm og lívsins treytir og vendir teimum við.
stendur á
hondunum
og
minnini
renna sum
sandur
niður í
høvdið
og
tú jarðast
í svørtum
barndómi
s.31 í Einglasuð
hjá Tóroddi Poulsen
(KP)
Eivør Pálsdóttir heiðrað av DJFBA
Eivør Pálsdóttir varð heiðrað í gjár við DJFBA heiðurslønini, sum er felagið hjá yvir 1400 donskum komponistum og sangskrivarum. Vit ynskja Eivør hjartaliga til lukku.
Á heimasíðu teirra stendur skrivað m.a:
DJBFA uddeler årets tre hæderspriser 2013 til to komponister og en af dansk musiks markante personligheder ...bag scenen. Omkring 600 komponister, sangskrivere og folk fra dansk kulturliv deltog i hædersprisfesten, der samtidig markerede foreningens fyrre års jubilæum. Anders Trentemøller Andersen har netop udgivet sit tredje album og høstet fine anmeldelser. Onsdag aften fik han så særlig hæder fra sine komponistkolleger oven i hatten, da han modtog DJBFAs hæderspris 2013 foran flere hundrede komponister og sangskrivere.- Trentemøller swinger på den onde måde. Tager fat om din vejrtrækning skubber til din puls og sætter sin egen i stedet... Han invaderer din krop, så du føler som Trentemøller. Han er altid et skridt foran dig og han er med dig og fører dig alle vegne hen. Det er stort, lød det blandt andet, da DJBFAs formand Susi Hyldgaard motiverede hædersprisen til Anders Trentemøller.
Eivør Pálsdóttir, færøsk sangerinde og komponist, modtog ligeledes hæder fra sine kolleger ved at modtage DJBFAs anden hæderspris 2013. - Når hun synger, sidder vi "trollbundna". Vi smager på regnen, ser de grønne bakker og klipperne. Så hører vi lydene af havet, kraften i hendes råb, der veksler med hvisken der igen bliver til ord der duver på lydbølgerne i rummet. Og der midt i det hele mærker vi hver især, hvordan at hun byder os alle velkomne helt ind i hendes varme hjerte, forklarede DJBFAs formand Susi Hyldgaard blandt andet i foreningens motivering af hædersprisen til Eivør Pálsdóttir. Hver hæderspris ledsages af en statuette af kunstneren Stefan Nilsson samt 25.000 kroner.
(KP)
Janus Kamban hátíðarhildin í Listasavninum - myndir
Tó, at mann kann sanniliga má undrast á, at eingin framsýning hjá týdningarmikla listamanninum og vegarnum Janusi Kamban var at síggja í Listasavni Føroya á hundrað ára degi hansara, kunnu vit fegnast um tey tvey hátíðarhaldini, ið verða hildin á savninum, harav tað eina var í gjár.
Tíverri barst mær frá at fara, men vit hava fingið myndir og eina lítla frásøgn frá kvøldinum. Tað gekk fyri seg í lítla rúminum, fyrrverandi skrivstovuni hjá Bárði Jákupsson, sum nú er forrúm til Bládýpið, konteynaraverkið hjá Tróndi Patursson. Rúmið var sjálvsagt ov lítið. Hans Pauli Olsen greiddi frá um listamannin og visti sera nógv áhugavert at siga. Hann tosaði við listasavnsstjóran, Nils Ohrt. Góði filmurin hjá Ingun í Skrivarastovu Í hansara hondum var eisini sýndur og upplýst varð, at í november verður fokus á Janus Kamban, grafikaran. Eftir øllum at døma kemur ein framsýning eisini, men enn er hon ikki lýst. Vit seta inn nakrar myndir og takka Eiler Fagraklett fyri.
Úr fínu bókini hjá Gunnari Hoydal um Janus Kamban
Nógv fólk
Hans Pauli Olsen greiðir frá
Fólk sótu allan vegin út í salin
Ingun í Skrivarastovu, sum hevur gjørt góða filmin um Janus Kamban "Í hansara hondum"
Úr filminum
Hans Pauli Olsen
Fólk lurta
og práta aftaná
Summi stóðu uppi g lurtaðu
Nakrir áhoyrarar
Onkur áhoyrari (Eiler) útnyttaði løtuna til eisini at hyggja eftir samtíðarlist, framsýningini hjá Bárði Oskarsson í Listasavninum.
(KP)
Wednesday, September 25, 2013
Bárður Oskarsson heiðraður í Týsklandi
Sambært heimasíðuni hjá Bókadeildini verður Bárður Oskarsson aftur nú heiðraður í Týsklandi. Hann fekk White Raven merkið frá Deutsche Jugendbibliothek í 2006 fyri fyrstu bókina Ein hundur, ein ketta og ein mús, og nú fær hann aftur sama heiður fyri seinastu bókina Stríðið um tað góða grasið. Sigast má, at Bárður hevur rakað seymin á høvdið við sínum bókum. Ein hundur, ein ketta og ein mús er seld til Danmarkar, Ísland, Frakland og Noreg,Pól, hin kuli giraffurin og Beinið eru seld til Danmarkar, Flata kaninin er komin út í Danmark og Týsklandi og kemur út í Noregi seinni í ár. Um seinasta útgávuna Stríðið um tað góða grasið verður sagt, at enn einaferð megnar Bárður Oskarsson at fortelja ein nútímans fápil um tolsemi og sleppur væl frá tí uttan at yvirmoralisera.
Vit skilja væl, at týskarum dáma bøkurnar hjá Bárði Oskarsson, sum vit sjálvi mangla at innstilla til allar møguligar heiðurslønir. Ikki vóru nógv møtt tilferniseringina hjá honum í Listasavninum herfyri, men tað var helst orsakað av, at alt ov lítið var gjørt burtur úr at reklamera. Framsýningin hjá honum er opin enn og kann síggjast í Listasavninum inntil 6.oktober. Vit ynskja Bárði hjartaliga til lukku og seta inn grundgevingina fyri White Raven her:
Stríðið um tað gòða grasið (The quarrel over the good grass)
[Tórshavn]: Bókadeild Føroya Lærarafelags, 2012 – 33 p.
ISBN 978-99918-74-37-1
Quarrel – Tolerance
In Barður Oskarsson’s newest picture book, dogs and rabbits lock horns. The dogs bother the rabbits because they are bored. The rabbits in turn are annoyed by the dogs’ attacks and especially by their constant relieving themselves right on the rabbits’ lawn, the most beautiful lawn around. So the rabbits shoo the dogs away using a trick: pasted-on teeth make every harmless bunny into a killer rabbit. The rabbits soon notice, however, that their grass is no longer as lush. Perhaps it needs fertiliser? Once again, Barður Oskarsson tells a modern fable about tolerance and getting along together without overt moralising. This succeeds especially well in the pictures, for their bold, fun lines make them quite cartoonish. (Age: 3+)
(KP)
Labels:
Barnabókmentir,
KP
Janus Kamban hátíðarhildin í Listasavninum í kvøld
Listasavnið markerar 100 ára hátíðarhald Kambans við tveimum tiltøkum. Fyrsta tiltakið leggur dent á høggmyndir hansara, og tað verður við eini samrøðu og framløgu, har ein av Føroya mest týðandi núlivandi myndahøggarum, Hans Pauli Olsen, luttekur. Hans Pauli Olsen tók síni fyrstu fet inn í myndhøggarayrkið við Janusi Kamban sum vegleiðara. Klokkan 19.30 í kvøld verður samrøða millum Hans Paula og Nils Ohrt savnsstjóra. Eftir samrøðuna verður filmurin Í hansara hondum (2008) eftir Ingun í Skrivarastovu vístur. Ingun fer eisini at siga nøkur orð um filmin. Filmurin er tann seinasta upptøkan, sum finst av Janusi Kamban, og snýr seg m.a. um sambandið millum myndahøggararnar báðar Hans Paula Olsen og Janus Kamban.
(KP)
Labels:
KP,
Tíðindaskriv
Pixies - ein tónleikalig fyrimynd
(KP)
Tuesday, September 24, 2013
Skærur vindur - ein gul framsýning
Ljósið blaðar í teimum heystligu
bløðunum.
Vindurin er skærur og gulnar í
tínum hári.
Nú heilsa vit farvæl frá hvør
sínum bera teigi.
Uttan at geva okkum til kennar.
Heystframsýningin í Steinprenti
er uppkallað eftir einari vakrari árstíðaryrking hjá Róa Patursson, sum lýsir
lívsins absurda meiningsloysið í slagskugganum av deyðans troyttandi noyðslu.
Sorgblíða huglagið rakar mitt í okkara grundleggjandi einsamallu støðu í
tilveruni, sum bert gevur meining í sansaligum løtum, fevndar av fjálgum
kærleika í ljósgirda hárinum hjá unnustuni ella í lívs- og deyðsjáttandi
skróvanini av heystbløðum á vegnum. Konsentreraða og fragmentariska yrkingin
hjá Róa Patursson gløðir av skærum gulum heystlitum, samstundis sum tónin er
bláur og dapur.
Framsýningin inniheldur nýggj og
gomul steinprent hjá 18 listafólkum, sum antin eru gul ella sum kuratorurin
metir hava eina gula heildarkenslu, tó at tey eru fleirlitt. Gult er ljóssterkasti
liturin av grundlitunum. Sambært Wassili Kandinsky hevur ein gulur rundingur
lyndi til at ota seg frá miðjuni út móti áskoðaranum, meðan ein bláur rundingur
myndar eina mótsetta konsentriska rørslu, sum flytir seg undan áskoðaranum.
Gult er sambært hesari hugsjónini útvendur litur, sum dregur áskoðarin inn í
myndina, men gult kann sanniliga eisini styggja. Tað valdast hvussu guli
liturin er blandaður. Gult hevur eina ørgrynnu av úttrykksmøguleikum og
inniheldur sín egna mótsetning, guli liturin kann tykjast ljósfylltur og
lívgevandi, men kann eisini sýnast eitrandi og sjúkur. Keisaraguli liturin kann
tykjast stórbærur, tá hann er bakgrund í einari náttúruvisión hjá Tróndi
Patursson, men skríggjandi gula, polyesterglitrandi fótbóltsblusin hjá tí
hyldliga, sjálvglaða øldrekkandi fótbóltsfjepparanum hjá Peter Carlsen er alt
annað enn stórsligin. Besnissaðar, men
eisini elskuligar eru tær barnsligu verurnar hjá Kathrine Ærtebjerg og Onnu
Seppalä, meðan abstraktiónirnar hjá Anker Mortensen eru poetiskar júst sum
skærur vindur og tað eru hugsaðu blómurnar hjá Fríðu Matras Brekku eisini,
meðan gula myndin hjá Rannvá Kunoy liggur á markinum millum innihald og popp,
millum figuratión og einki. Tað kann av sonnum diskuterast hvussu gul hennara
myndarøð "Litirnir hinumegin" er, men ein bleikur gulur litfarri
tykist tó savnandi í hesum hugtakandi, stillu og flótandi kompositiónunum.
Rundleittu formarnir í myndunum hjá Hansinu Iversen bylgja aftur og fram móti
áskoðaranum, sum fær hug at søkka inn í tær og gerast eitt við teimum
sevjumiklu gulu formunum. Gulu súkklistarnir hjá Tóroddi Poulsen eru um somu
tíð vakrir og stuttligir og tað er ferð á teirra rundferð á pappírinum. Tað
sama er galdandi fyri fleiri av mynstrunum hjá Bjarne Werner Sørensen, ið eru
organisk og samanhangandi sum eru tey partar av eini størri heild, kanska einum
tónleikaverki. Í øllum førum eru rútmurnar altíð til staðar í myndunum hjá
Bárði Jákupsson, eisini í teimum smáu prentunum við teirri lívgevandi gulu
sólini, sum heilt víst skínur á ástardansin hjá teimum báðum fjallaverunum í
fabulerandi lívsglaðu myndini hjá Bjørn Nørgaard. Heystið man vera
yndisárstíðin hjá lista- og veiðimanninum Svend-Allan Sørensen í Føroyum, tí tá
ber til at fáa fatur av røstum kjøti. Heitið á framsýningini hjá honum á Museum
Jorn, Country & Koncept sigur í grundini nógv um hansara kulu list, sum vit
hava funnið okkurt gult avbrigdi av. Daniel Milan er eisini ein av teimum ungu dugnaligu listafólkunum, sum eru útbúgvin á kunstakademinum seinastu árini. Hann hevur funnið íblástur av einum uppihaldi í Uganda, har homofobi hevur valdað í óhugnaligan mun og har heimssamfelagið, serliga Hilary Clinton hevur mótmælt gongdini. Milan hevur verið upptikin av hesum málinum, hansara myndir minna um dokumentar, men tær eru eisini stuttligar og dekorativar. Er tað nakar, sum kennir glitrandi ljósið,
sum blaðar í teimum heystligu bløðunum, so er tað Zacharias Heinesen, ið hevur
tvær landslagsmyndir við á framsýningini, eina gula støðumynd og so lidna
prentið. John Kørner hevur teknað føroysk siðbundin at kalla postkortkend
myndevni á cadmiumgula bakgrund og hetta gevur myndunum ein stuttligan og
óhátíðarligan dám, ið spælir saman við fatanini, áskoðarin longu hevur av tí,
sum avmyndað er. Saman við tí einfaldaða, flata úttrykkinum og teimum reyðu
blettunum og slettinum, brýtur guli liturin alla naturalistiska illusión í
myndunum. Prentini hjá Jonas Hvid Søndergaard eru frá í ár, og eru dømi um, at
gult sanniliga eisini er ein andaligur litur. Á gulari grund hevur listamaðurin
teknað ymisk spirituel symbol og geometriskar figuratiónir, men uttan at hesar
á nakran hátt sýnast dogmatiskar ella trúboðandi. Heldur tykjast myndirnar
andaliga opnar og lívsjáttandi. Gula kvøldmáltíðin hjá Torbirni Olsen er ein av
litografisku variatiónunum, sum hann gjørdi av nøkrum altartalvumyndevnum.
Torbjørn arbeiðir í skrivandi stund í Steinprenti. Hann er litmeistarin, ið sum
kunnugt ikki ræðist primerar litir, enn er óvist hvussu gular myndirnar blíva,
men eftir ætlan verða tey spildurnýggju prentini at síggjast at síggja á
verkstaðnum uppiá. Framsýningin við gulum grafikki letur upp í Steinprenti
fríggjadagin 27 september klokkan 16.
Kurator: Kinna Poulsen. Øll eru hjartaliga vælkomin. Okkara stuðlar
framsýningini.
(KP)
Labels:
Framsýningar,
Myndlist
Mentanarvika í Fuglafirði
Í farnu vika var mentanarvika í
Fuglafirði og Listinblog var á hugnaligari vitjan sunnudagin. Vit
sóu bátasavnið, Høvdahúsini, sum eru eini varðveidd hús og
tvær listaframsýninger, sum vit deila myndir frá her. Tann eina æt
Rørslur og ljóð hon var í gamla Eik-bygninginum og var við Janus
á Húsagarði, Frits Johannesen, Jógvani Andreas á Brúnni og
Brandi Patursson, og hin var í Gallarí Ribarhúsi og var við Bárði
Jákupsson.
Bárður Jákupsson |
Brandur Partursson og Janus á Husagarði |
Brandur Patursson |
Kristina Joensen, kurator, Hergeir Eldevig, fyriskipari og Frits Johannesen |
Jógvan Andreas á Brúnni |
Jógvan Andreas á Brúnni |
Frits Johannesen |
Labels:
Framsýningar,
IS
Subscribe to:
Posts (Atom)