Wednesday, May 8, 2013

Føðingardagsheilsan til ein grønhærdan ungling

Góða Norðurlandahús í Føroyum

Vit vilja ynskja tær hjartaliga til lukku við teimum 30 árunum. Vit halda, at tú enn sært út sum ein unglingi við tínum fína grøna hári, men einki gerst verri av at gerast tilkomin og vit ivast ikki í, at búningin eisini fer at klæða tær. Tú hevur havt so stóran týdning fyri mentan og list hesi tríati árini, at tað illa ber til at ímynda sær Havnina og Føroyar fyriuttan. 

Tað má vera uppá sítt pláss við nøkrum hurrárópum. Hurrá fyri Erlendi Patursson, sum fann uppá teg og fyri Ola Steen og Kollbrún Ragnarsdóttir úr Íslandi, sum teknaðu teg. Hurrá fyri tínum norska granittgólvi og danska stáli, íslendska flagtaki, finska innbúgvi og svenska træi og hurrá fyri øllum, sum hava framført, framsýnt ella hava upplivað framførslur og annað í tínum herligu hølum. Hurrá fyri okkum, sum búgva í Føroyum, og sum eru heppin at eiga teg. Vit vilja eisini hava ein hava á høvdinum, ein hava á høvdinum, ein hava á høvdinum. Í dag má tað vera tann heilt rætta frisuran!









(KP)