Friday, April 12, 2013

Fjalir av bakkastokki í dag



Øll eru hjartaliga vælkomin ein svipp niðan í Norðurlandahúsið í dag til móttøku fyri nýggja yrkingarsavninum hjá Tóroddi Poulsen. Savnið eitur Fjalir og fevnir um 33 yrkingar, sum eru vakurt settar við síðuna av 33 træprentum. Harumframt er ein hugleiðing í bókini um listina hjá Tóroddi Poulsen, sum eg havi skrivað. 

Tað er Forlagið í Støplum, ið gevur út Fjalir, sum er eitt sjáldsama vakurt bókarverk í stórari stødd við góðum plássi á síðunum til listina. Steinprentini er helst tað, sum vit kenna best til av myndlistarligu framleiðsluni hjá Tóroddi Poulsen, men út frá træprentunum í nýggju bókini, sum eru gjørd í árunum 2009-2012, og sum eru prentað í Steinprenti hjá Jan Andersson og Fríðu Matras Brekku, ber til staðfesta, at træprentstøknin í stóran mun hóskar til ráa úttrykkið hjá Tóroddi Poulsen. Men sjálvt um myndirnar sýnast kolasvartar, eru tær eisini rættiliga raffineraðar. Boðskapurin er stundum filosofiskur og eksistentielt djúpur. Onkuntíð eru myndirnar skemtiligar ella absurdar, men aloftast er talan um eina sameining av fleiri rásum, ið binda saman sjálvsagdar, banalar eygleiðingar við djúptøkar tilveruligar grundanir á ein hátt, sum er eyðkent fyri listamannin, eisini tá hann yrkir. Tóroddur Poulsen fekk størsta herðaklappið, sum fáast kann frá almennu Føroyum, tá hann herfyri fekk mentanarvirðisløn landsins. Næsta ár verða júst 30 ár síðan hann gav út sítt fyrsta yrkingarsavn, tað varð útgivið á egnum forlagi og æt Botnfall. Tove Askham gjørdi permuna í teirri lítlu bókini, sum var krunkasvørt við einum riðili av glampandi hvítum stjørnum, ið savnaðust eins og botnfall kring heitið á bókini, sum bæði myndar byrjanina og botnin á einum tí mest nýskapandi listarliga verkinum í Føroyum í nýggjari tíð. Permumyndin á nýggjastu bókini er somuleiðis svørt og hvít, men hana hevur Tóroddur Poulsen sjálvur gjørt. Tað er ein ógvuliga serstøk sjálvsmynd, sum er gátufør og sum eftir øllum at døma er bygd upp av fjalum. 

Móttøkan verður í Klingruni klokkan 16.00 í dag. Tóroddur Poulsen verður sjálvur til staðar og fer at signera og at lesa upp yrkingar, harumframt fara Jan Andersson í Steinprenti og John Dalsgarð at greiða frá bókaverkætlanini. OKKARA stuðlar tiltakinum, sum fer at vara útivið ein tíma. 






Glotti

skeri
í tað
bláa
myrkrið
so eg veit
at ljósið
er til
tá tað dryppar
niður í
einkisins
svongu
pøs
vit nevna
lívið





Kinna Poulsen