Tuesday, July 31, 2012
Filmsinstallatión í Norðurlandahúsinum
Sýningartíðin er longd, og installasjónin verður víst til og við leygardagin 4. august., hvønn dag kl 10-17.
Endurtøkur framløgd í Mimir
Hyggið framvið Mimir, mikukvøldið, 1. august, kl. 20, har vit fara at fagna útgávuni av nýggja yrkingasavninum hjá Sissal Kampmann, Endurtøkur. Sissal debuteraði í fjør við stórliga fagnaða yrkingasavninum, Ravnar á ljóðleysum flogi – yrkingar úr uppgongdini á forlagnum Eksil, og staðfesti seg hervið sum ein nýggj sterk rødd innan føroyskan skaldskap. Mikukvøldið verður – umframt høvið at heilsa uppá Sissal og at keypa bókina - eisini høvi at hoyra upplestur og tónleikaframførslur.http://listinblog.blogspot.com/2012/07/keyp-froyskt-keyp-endurtkur.html |
Slóðbrótandi fyrilestrar um føroysk LGBT viðurskifti í Østrøm
Týskvøldið 31. juli kl. 19.00 verður Østrøm karmur um serligt kunnandi kvøld um føroysk LGBT viðurskifti. Tríggjar kvinnur fara at tosa um trý áhugaverd evni, ið ongantíð áður hava verið viðgjørd alment í Føroyum. Talan er sostatt um tríggjar slóðbrótandi fyrilestrar.
Turid Sigurdardóttir, professari í bókmentum, fer fyrst at tosa um samkynd og samkyndleika í føroyskari bókmentasøgu. Hon kallar sín fyrilestur: “Frá Ánaniasi til Brahmadellarnar - Tøgn og tala um samkynd í føroyskum bókmentum”. Hon fer m.a. at leggja dent á Ánaniasartátt, sum er skrivaður í 18. øld og tann søguliga samanhangin tátturin er skrivaður í.
Kinna Poulsen fer síðani at halda ein fyrilestur, sum hon nevnir: “Ó-søgur av hinum slagnum - Um samkyndleika í føroyskari myndlist”. Hetta er ein viðgerð av myndlistini hjá føroyskum samkyndum og av samkyndleika annars í føroyskari list.
Amerikanski doktarin í mannfrøði, Dr. Mariah Schug, fer at enda at siga frá síni gransking av virðisgrundarlagnum hjá føroyingum. Fyrilesturin verður á enskum og ber heitið: “Nordic Perspectives - Attitudes About and Impacts of Gay Marriage in Nordic Societies”.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin í Østrøm. LGBT Føroyar skipar fyri tiltakinum.
Labels:
Tíðindaskriv
Monday, July 30, 2012
Triðja dagin eftir...
Hetta er av sonnum dagen derpå sum tað eitur á góðum
gomlum føroyskum, og kanska eri eg ikki beinleiðis vaknað av, at maðkarnir tosa um hvussu eg smakki, eins og egið í yrkingini hjá Tóroddi Poulsen, men tað er derhenad. Men Ólavsøkufestivalurin 2012 var akkurát so stuttligur, sum
hann eigur at vera við sangi, snapsi, skerpikjøti og sild og seyðarhøvdasúltu og fittum
snýðum. Kenslan av, at søkan verður styttri fyri hvørt ár hongur møguliga saman
við kensluni av, at lívið styttist samsvarandi, aja, summi síggja eitt hálvfult
snapsaglas, meðan tað fyri øðrum tykist tómligt og tað varð sanniliga tømt ofta í gjár. Ja, blíðskapurin var
øgiligur... ella í gjár var hann góður og í dag følist hann øgiligur og tað
er neyvan seyðarhøvdasúltan hjá Erlu og John, ið er tilelvingin. Eg føli meg snøgt sagt sum ein
hálvvánaligan robott av gomlum eystureuropeiskum slag, sirka sum Arnold Schwarzenegger í Terminator í teirri løtu, tá hansara
telduheili er við at lukka niður, sum tað so fínt eitur á nýføroyskum og ímeðan
roynir mín heili at orientera seg og tað er altso ikki lætt, tá
sambandsløgmaður stendur og sigur seg vilja einar sjálvstøðugar Føroyar. Halló, hevur hann gloymt hvørjum flokki hann er í? Men um løgmaður ætlar at skifta flokk, so fyri mær gjarna og ongantíð betur. Á fjasibókini gongur kjakið so lystiliga um ólavsøkuprædikuna, ið summi siga var homofobisk og heldur ikki har fái eg verið við, tí eg hoyrdi ikki ólavsøkuprædikuna.
Men eg kenni eina fitta sangarindu, sum eisini er prestur í Fuglafirði og sum á
facebook skrivaði: "Denne
weekend byder på ikke mindre end to skrúðgongur. Denne første i morgen,
arrangeret af LGBT Føroyar - fordi kærlighed mellem mennesker aldrig bør kunne
diskrimineres. Den anden på søndag, ólavsøkudag, fordi jeg nærer en dyb
taknemmelighed til Vorherre, kærlighedens og livets kilde - og fordi
demokratiet er værd at holde fest for. Altsammen er det nødvendigt, når vi skal
skabe et Færøerne, som vi kan være stolte af at være en del af, og som vi kan
være bekendt at give videre til kommende generationer. Góða ólavsøku!"
og tað kann mann í hvussu so er finna seg í. Tað hjálpir uppá alt, eisini høvuðpínu at lesa hvat skilafólk
skriva og tí er tað gott, at bæði Bloggoddur og Hitt Føroyska Skjaldraveldi eru
farnir í blekkhúsið ella í teldutastaturið um Ólavsøkuna. Nú í tíðini kann tað mesta ornast, meðan mann situr á reyvini. Her framman fyri telduni er gott at sita og verða vit svong, ringja vit bara til okkurt pizzahalloy, so kemur ein taxabilur flux (so leingi tað varir, men enn hevur ongin fingið eyga á tað djúpt ómoralska í at liggja og koyra pizza´ir heim til feit fólk, sjálvt um tær eru skítfarligar, fullar sum tær eru av feitti). Nåh men tað, sum eg skuldi siga var, at í dag kann alt ornast við at ringja og bíleggja, bara mann hevur pengar. Eg haldi, at tað skuldi verið sett á stovn ein kunningartænasta, sum eg kundi ringt til ein dag sum í dag og sum koyrdi runt við oreintering til tey, sum hava mist orienteringina, kanska eisini prestar kundu ringt til eina tílíka kunningartænastu, tí hon skuldi verið fyri øll, sjálvandi eins og Ólavsøkan er fyri øll. Meðan vit bíða eftir Kunningartænastuni hava vit um ikki annað Listabloggin at veita kunnandi sørvis, hyggið bara og lurtið her.
http://www.kringvarp.fo/netvarp
http://bloggoddur.blogspot.com/2012/07/itrottrarskan.html?spref=fb
https://www.facebook.com/notes/hitt-f%C3%B8royska-skjaldraveldi/ein-prestur-er-ein-prestur-er-ein-frethestur/10151058800608711
http://bloggoddur.blogspot.com/2012/07/itrottrarskan.html?spref=fb
https://www.facebook.com/notes/hitt-f%C3%B8royska-skjaldraveldi/ein-prestur-er-ein-prestur-er-ein-frethestur/10151058800608711
Sunday, July 29, 2012
Ólavsøkurøðan
Tað er langt síðani, eg skrivaði nakað um mentanarpolitikk. Tað eru fleiri orsøkir til tess, kanska haldi eg, at hundrað innlegg um mentanarpolitikk eru nóg mikið, kanska er tað tí eg haldi, at tað eru meira umráðandi politisk evni at viðgera fyri tíðina, sum onnur enn eg hava betri skil fyri og kanska eitt sindur tí eg haldi, at torføra støðan, sum listin er í, ikki bert er eitt politiskur trupulleiki, men eisini hongur saman við øllum møguligum trupulleikum í listaumhvørvinum.
Men mest av øllum er tað tí vit júst hava upplivað okkurt, sum sigur okkum nakað um menniskjaliga sømiligheit, sum vit mugu dvølja við, áðrenn vit halda fram við teimum dagligu bardøgunum. Fríggjadagin møttu 5000 fólk til Faroe Pride fyri at fagna ymiskleika, kærleika og ordiligheit, og tað er nakað av tí mest rørandi, eg nakrantíð havi upplivað. 5000 fólk fortaldu hvat fyri samfelag, vit fegin vilja liva í og 5000 fólk skapaðu vón og trúgv uppá framtíðina. Tað var ómøguligt ikki at blíva djúpt rørd inn á sálina av fjálga lagnum, sum var til Faroe Pride og eg nokti at trúgva, at nakar politikari kann innleiða eitt nýtt tingár uttan at hava hesa fantastisku uppliving við sær í einari og hvørjari avgerð, sum skal takast.
So hesa ólavsøkuna skulu politikararnir fáa frið fyri mær. Eg fari at lata vera við at viðmerkja obligatoriska mentanarliga brotið í løgmansins ólavsøkurøðu, sum kann lesast her, og sum eg bara gangi út frá er skrivað áðren Pridina. Eg haldi ikki nakrar orsøkir vera til tað í ár. Tað skal nokk ganga tað heila, tí sømiligheitin er á rætta plássi.
Men mest av øllum er tað tí vit júst hava upplivað okkurt, sum sigur okkum nakað um menniskjaliga sømiligheit, sum vit mugu dvølja við, áðrenn vit halda fram við teimum dagligu bardøgunum. Fríggjadagin møttu 5000 fólk til Faroe Pride fyri at fagna ymiskleika, kærleika og ordiligheit, og tað er nakað av tí mest rørandi, eg nakrantíð havi upplivað. 5000 fólk fortaldu hvat fyri samfelag, vit fegin vilja liva í og 5000 fólk skapaðu vón og trúgv uppá framtíðina. Tað var ómøguligt ikki at blíva djúpt rørd inn á sálina av fjálga lagnum, sum var til Faroe Pride og eg nokti at trúgva, at nakar politikari kann innleiða eitt nýtt tingár uttan at hava hesa fantastisku uppliving við sær í einari og hvørjari avgerð, sum skal takast.
So hesa ólavsøkuna skulu politikararnir fáa frið fyri mær. Eg fari at lata vera við at viðmerkja obligatoriska mentanarliga brotið í løgmansins ólavsøkurøðu, sum kann lesast her, og sum eg bara gangi út frá er skrivað áðren Pridina. Eg haldi ikki nakrar orsøkir vera til tað í ár. Tað skal nokk ganga tað heila, tí sømiligheitin er á rætta plássi.
"Harra formaður
Ríkt mentanarlív, góð útbúgvingarskipan og góðar granskingarumstøður eru eyðkenni fyri eitt samfelag
í menning.
Nógvir møguleikar eru at granska í Føroyum. Vit hava gransking á høgum altjóða stigi, og granskarar eru
við í nógvum altjóða verkætlanum.
Luttøkan í ES-granskingarsamstarvinum hevur roynst sera væl. Samstarvið endar í 2013, tá ið nýggja
samstarvið Horizon 2020 væntandi eisini kemur at standa okkum í boði. Sum liður í menningini av
føroyskari gransking er tað framhaldandi okkara ætlan at luttaka í ES-granskingarsamstarvinum.
Eitt granskarasetur gerst veruleiki um stutta tíð. Endamálið er at savna tøknikrevjandi gransking og
stimbra samstarv millum vinnuna og almennar granskingarstovnar. Við hesum fáa vit eitt umhvørvi, ið
kann gerast gróðrarbotnur fyri nýggjar vinnur og arbeiðspláss.
Hóast krepputíðir er útbúgvingarøkið raðfest við munandi hægri játtanum seinnu árini. Síðani 2008 er
talið á næmingum, ið taka eina miðnáms- ella hægri útbúgving í Føroyum økt úr umleið 2.300 upp í
umleið 3.000. Á íløgusíðuni eru stórar ábøtur fyri framman. Marknagilsdepilin verður væntandi liðugur
í 2016, og Løgtingið hevur eisini játtað pening til at útbyggja aðrar miðnámsskúlar.
Tað er gott og gagnligt, at ung leita út í heim at ogna sær lærdóm og royndir. Men at ein so stórur partur
av okkara ungdómi leitar burtur, kann eisini vera ein vandi. Tí ein stórur partur kemur ikki heimaftur.
Fróðskaparsetrið hevur ment seg nógv seinnu árini. Men neyðugt verður við betri lestrarmøguleikum og
einum stimbrandi lestrarumhvørvi, fyri at fleiri lesandi kunnu og vilja taka sína útbúgving her. Vit kanna
tí møguleikarnar fyri at bjóða fleiri útbúgvingar á Setrinum, og vit fara at raðfesta útbúgvingarøkið enn
hægri.
Frá august 2013 verða støðisútbúgvingin innan tøkni og lærlingaútbúgvingarnar samansjóðaðar. Skúlaskeiðini
verða løgd í fastar karmar, og lærarakreftirnar verða samskipaðar og gagnnýttar betur.
Fólkaskúlin er grundarsteinurin undir okkara útbúgvingarskipan.
Seinnu árini er stórur dentur lagdur á at menna lesi- og skriviundirvísingina. Telduforrit er ment til sjónog
lesiveik. Allir lærarar skulu á skeið í fakligari lesing og kunningartøkni. Arbeitt verður við at skipa
bygnaðin soleiðis, at tað gerst møguligt at gagnnýta játtanina betur.
Vit fara at styrkja møguleikarnar hjá teimum við serligum avbjóðingum. Arbeitt verður við at víðka miðnámsskúlatilboðini.
Tað ber til at skipa enn fleiri tilboð, so foreldur ikki kenna seg noydd at leita uttanlands
at finna børnum sínum skúla- og heildartilboð.
Stuðul til mentan, list og ítrótt er við til at tryggja eitt ríkt og fjølbroytt mentanarlív.
Eitt stórt framstig fyri okkara mál og mentan er, at allar føroyskar orðabøkur eru tøkar á netinum hjá
skúlunum.
Á savnsøkinum verður nógv gjørt fyri at verja okkara mentanararv. Millum annað verður arbeitt við at
tryggja, at føroyski báturin og gomul træskip verða varðveitt."
Labels:
IS,
list og samfelag
Saturday, July 28, 2012
Marius og Ilona - fernisering
Í gjár 27.juli læt framsýning upp hjá Mariusi Olsen og Ilona Raipala í Steinprenti. Upplatingin var samstundis sum nokkso nógv annað gekk fyri seg, men tað var helst Prideskrúðgongan og tiltakið aftaná, sum var sterkasti kappingarneyti hjá øllum øðrum. Vit vóru fleiri, sum komu á framsýning aftaná Pride og góða lagið haðani helt á í vøkru framsýningini. Jan tók nakrar myndir, sum vit seta inn her
Tvær fittar ungur listakvinnur
Listabrøður
Landslagsmynd hjá Mariusi
Ilona
Ferniseringsgestir
Ovursjón hjá Mariusi
Sjálvsmynd hjá Ilonu
Listamaðurin prátar við gestirnar
Lítið men gott
Hesin hevur hjálpt at heingja framsýningina upp
Fríða stákast
Myndir: Jan Andersson
Labels:
Framsýningar,
KP,
Myndlist
Ólavur Hátún fekk ólavsøkublómutyssið
Friday, July 27, 2012
Hvat er natúrligt? Røða og ferniseringsmyndir
Kinna Poulsen
Tað er mær ein serliga stórur heiður at sleppa at vera við til at lata hesa
framsýningina upp og eg vil fegin takka fyri álitið.
Filosoffar og psykologar hava í nógv ár kjakast um viðurskiftini millum
málið og veruleikan, hvørt til dømis okkara tali- og skriftmál eru avleiðing og
dokumentatión av veruleikanum ella um málið, sum t.d. Michel Foucault vildi
vera við, skapar veruleikan.
Eg havi hugsað nógv um hetta meðan eg havi fyrireikað ein fyrilestur um
samkyndleika og føroyska myndlist, sum verður hildin her í Østrøms fabrikk 31.juli. Tí tann samkynda
listasøgan er ikki til. Ella sjálvandi er hon til, tí vit kenna øll bæði
livandi og deyð, fantastisk, samkynd listafólk, men í okkara annars so
siðsøguligu og ævisøguliga listabókum er ikki eitt orð at lesa um at
listafólkini eru samkynd. Vit føroyingar eru annars so ómetaliga áhugaðir, tá
tað kemur til "slag". Hvørjum slagið mann er av. Hetta slagið og hitt
slagið, men tað eru vit eyðsýniliga ikki, tá tað kemur til "hitt
slagið". Hetta hongur saman við teirri ósøgdu søguni hjá samkyndleika í
Føroyum, sum henda framsýningin "Hvat er natúrligt?" er við til at
broyta. Ein máliska, sum eg fegin vil vera við til at broyta er at vera av
hinum slagnum, sum annars er brúkt sum vanligt hampamál um samkynd fólk. Ein
spurningur kundi ljóða -"Er hon gift?" "-Nei, hon er av hinum
slagnum verður svarað eitt sindur innforstaðið". Máliskan er idiomatisk,
hugsið tykkum hana á øðrum málum - "nej,
hun er den anden slags" ella "he is the other kind". Men hetta er
jú í veruleikanum ein ræðulig og ekskluderandi orðing.
Listafólk kenna alt til at standa uttan fyri borgarliga samfelagið, og tí
er tað eisini fantastiskt, at tað júst í hesum høpi verður skipað fyri eini
tílíkari listaframsýning. Hetta er ein ógvuliga øðrvísi listaframsýning, eg
havi satt at siga ikki verið við til nakað líknandi áður. Men framsýningin er
fjølbroytt og eg rokni við, at hon kann vera bæði upplýsandi og undirhaldandi í
mun til hvat er natúrligt.
Summi av listafólkunum hava fyrihildið seg til samkyndleika millum djór,
meðan onnur hava tikið upp temaið á annan hátt í mun til okkum menniskju.
Stílurin er ógvuliga ymiskur, men orsakað av evninum eru allar myndirnar
nøkulunda figurativar. Tey, sum framsýna her eru: Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, Annika
Arge Gregoriussen, Astrid Andreasen, Astrid McDonald, Beinta av Reyni, Ditte
Joensen, Fríða Matras Brekku, Hanni Bjartalíð, Heiðrik á Heygum, Hansina
Iversen, Marianna Mørkøre, Marius Dam Christophersen, Herdis Jacobsen, Jóhan
Martin Christiansen, Rannvá Holm Mortensen, Gunnhildur Hauksdóttir, Hrafnkell
Sigurðsson og Silja Strøm. Eg vil fegin takka øllum listafólkunum, harav fleiri
hava donerað teirra verk til LGBT og at ynskja okkum øllum, hinskyndum sum
transkyndum sum samkyndum hjartaliga til lukku við hesari framsýningini. Hon flytir
mørk. Takk fyri!
Eg haldi røðu
Lúshundurin hjá Astrid McDonald
Ælabogalittar rósur
Ælabogamuffins
Listafólk og gestir
Framsýningargestir
Ja TAÐ er ónatúrliga ónatúrligt
Hugnaligt prát millum framsýningargestir og Aggi er í gullstúvlum
Deiligu hestadamurnar hjá Aggi
Tvær listakvinnur, sum eru við uppá ælabogamuffins
Vakra vespuhjarta hjá Marionnu Mørkøre
Tey ungu kulu
Mariah Shug, professari og Eiler Fagraklett, fyriskipari. Aftanfyri hómast frálíka flugumyndin hjá Hansinu Iversen
Myndir: LGBT og KP
Labels:
Framsýningar,
KP
Thursday, July 26, 2012
Karavella Marionett-teatur við "Skrímslunum".
Gunnvá Zachariasen
Eg var í gjár til dukkusjónleik. Karavella Marionett-teatur
hjá Rakel Helmsdal. Leikurin var "Skrímslini". Og eg fekk í løtum
hasa kensluna, at magiin og poesiin stendur út í rúmið og at hendan verðin hjá
báðu Skrímslunum er alt, sum er til. Tí má eg tríva í eitt lítið viðmæli.
"Skrímslini" er søgan um trøllini, skepilsini,
verurnar bæði Stóra Skrímsl og Lítla Skrímsl. Vit kenna tey frá bókunum av sama
navni. Og sum nógv av okkum, stór og smá, hava tikið til okkara. Vit kenna tey
og teirra trupulleikar so væl aftur í okkara egnu kringlutu mannaverð. Vinalag,
klandur, semja, umsorgan, ósketni, ja, alt, sum ger okkara samband við onnur
rundan um okkum til tíðir so fløkjut. Í Rakelsa søgum verður alt tað fløkjasliga fortalt so sára
einfalt, rørandi, reinskorið og so stuttligt. Tí dámar okkum beinanvegin hesi
sjarmerandi Skrímsl. "Eg eri akkurát sum Stóra Skrímsl!" "Nei,
eg eri faktiskt akkurát sum Lítla Skrímsl!" Soleiðis kunnu vit børn og vaksin
kjaka við okkum sjálvi um hvønn av teimum ein sjálvur best kann identifisera
seg við og hvørs eginleikar vit kenna aftur í okkum sjálvum. Við sama poetiska
og djúpheimspekiliga nærlagni sum t.d.
Mumitrøllini hjá Tove Jansson ella vinirnar hjá Palla Pumm. Tey gerast okkara
vinir. Vit eru góð við tey. Tí tey ERU bara soleiðis sum tey eru. Gjøgnumførd í
sínum karakteri.
Rakel hevur so mikið gott tamarhald á sínum figurum og síni
forteljing, at tað tykist so sera lætt hjá henni at flyta yvir í sjónleik og
gera eina longri dramatiska gongd við okkara báðum vinmonnum. Uttan at tað
gerst yvirdramatiskt, uttan at pynta upp á við stórum og smáum pall effektum,
yvirtakandi ljós og ljóði ella við eini handlingsgongd, sum partú skal út í tey heilt stóru sveiggini. Nei, vit
eru trúgv í lítlu-stóru verðini hjá Skrímslunum við smáum hendingum, smáum
forðingum, sum vit fara ígjøgnum og sum leiða okkum inn í eina nýggja hending.
Vit spæla krógva og blunda, vit fiska, vit eru heima á vitjan, spæla kort, vit
skulu læra at svimja, vit eru sjúk. Alla tíðina við eini lítlari konflikt ella
innari stríði hjá okkara Skrímsla-vinum. Stríð, sum kortini røra við nakrar
djupt eksistentiellar og námsfrøðiligar spurningar: Hvussu fortelur tú t.d.
tínum besta vini, at hann er pisshamrandi irriterandi og sjálvsøkin og mann hevur bestan hugin bara at
fara heim og ongantíð spæla saman aftur??? Hvussu er mann ein góður vinur? Hví
keðir mann seg? Hetta eru so sera
viðkomandi og veruligir trupulleikar hjá stórum og smáum, sum tíbetur ikki
verða penslaðir út í Karavellu Marionett- teatrinum hjá Rakel.
Sjálv haldi eg, at hesin leikurin hepnast betur enn "deputin" hjá fyrsta føroyska
marionett-teatrinum, sum bar heitið Revurin við silkiturriklæðnum. Tað tykist
sum dukkuførari hevur fingið størri tamarhald á hesum torføra mediinum, sum
dukkusjónleikur í veruleikanum er, og
hevur tikið burtur heldur enn at leggja aftrat. Bert baktjald, tveir figurar,
av og á ein sofa og so søgan. Tær einfaldu
loysninar og harvið sleppur tað kompleksa framat. Vit verða drigin inn í verðina hjá
Skrímslunum. Vit undrast. Og júst tá hugurin byrjar at mettast við
Skrímslafinurligheitum og har lítli
sonur mín og eg í øllum førum byrja at ressast og hyggja rundan um okkum, so
endar tað. Líka so stilt og snilt, sum tað byrjaði. Heilskapað og akkurát passaliga til longdar.
Má líka leggja aftrat at marionett teatur er heldur ikki
bara sum at siga tað. Uttan at eg á nakran hátt skal gera meg til serfrøðing á
økinum, so eru nógvir parametrar hjá dukkuføraranum at fáa at renna saman. Ein
marionettførari er eitt lívsstarv, nakað sum ein Kabuki dansari í indiskari
leiklist, tú forfínar, pussar og mennir hetta handverk alt lívið. Sigst.
Gott í teg Rakel, at tú ert so treisk, tú blívur við. Tú ert
ein hugflogs-maskina. Tú oysir úr tær. Tú skrivar søgurnar, seymar dukkurnar,
(sum veruliga eru livandi), tú smíðjar, lýsur, leggur røddina til, heldur
træðrirnar – at tað merkist langan veg at her er eitt heilstoypt og integrerað
verk uttan at tað er amatørkent – skil meg rætt. Skal nakar hava eitt dukkuteatur
í Føroyum, so má tað verða tú.
Eg haldi í øllum føri, at tú hevur fatur á onkrum alvorliga
áhugaverdum. Og eg vil hervið geva dukkuleikinum um Skrímslini míni bestu
viðmæli og mæla øllum til at fara niðan í Sjónleikarahúsið um Ólavsøkuna, niður
í Snikkarastovu og inn í heim Skrímslanna.
Serstøk framsýning letur upp í kvøld
Í kvøld klokkan 19 letur upp ein heilt serlig framsýning í Østrøms fabrikk á Skálatrøð, sum tvinnar saman vísund og list. Endmálið við framsýningini er at upplýsa almenningin og at víðka um ta trongskygdu uppfatan, mong hava av, hvat normalur kynsligur samleiki er. Samstundis er endamálið at økja um tolsemi og stuðulin til samkynd og tvíkynd í Føroyum.
Framsýningin verður opin í morgin og um Ólavsøkuna. Vit gleða okkum til í kvøld og ætla at seta fleiri myndir av framsýningini á bloggin seinni.
Hurlumburl, sum skal skoðast og heingjast...
Hendan verður við á framsýningini
Tað verður hendan eisini...
Fyri ikki at tosa um hesar fínu myndirnar hjá Silju Strøm
og alt møguligt annað....
Wednesday, July 25, 2012
Tann ordiliga ólavsøkuframsýningin 2012
-
- Eftir ólavsøkuskránni at døma, verða heilt nógvar listaframsýningar um Ólavsøkuna. Umframt Lions-framsýningina í Müllers Pakkhúsi letur LGBT framsýningin Hvat er natúrligt? upp í annaðkvøld. Og við síðuna av í Steinprenti letur upp framsýning hjá Mariusi Olsen og Ilonu Raipala fríggjadagin. Á Lützenstrøð 13 fer Eyðun av Reyni at sýna fram og úti í Listahøllini á Skipasmiðjuni verður somuleiðis ein líknandi atelierframsýning at síggja og Amariel Norðoy fer at sýna fram í Galerie Focus um Ólavsøkuna (fyri nú bara at nevnar nakrar av framsýningunum, sum eg komi í tankar um). Men tann ordiliga ólavsøkuframsýningin, altso tann, sum á hvørjum ári er í Listasavni Føroya, letur upp Ólavsøkuaftan 28.juli klokkan 16. Hon verður ikki akkurát sum ordiligt, tí øll kundu ikki senda inn til framsýningina verk,,sum skuldu metast av eini sensurnevnd, eins og tað plagdi at vera. Í staðin eru fýra listafólk boðin at framsýna, tey eru Silja Strøm, Guðrið Poulsen, Bárður Dal Christiansen og Bárður Oskarsson.
Tuesday, July 24, 2012
Doriakvartettin spennandi konsert
Í kvøld klokkan átta verður áhugaverd konsert í Havnar Kirkju.Tað er norðurlendska Doriakvartettin, sum fer at spæla kamartónleik.
Fýra føroyingar, sum ganga á Musikkonservatorium í Keypmannahavn, stovnaðu Doriakvartettina í 2009. Tey eru Heiðrun Petersen, Jón Festirstein, Jákup Lützen og Andreas Restorff. Tey hava fingið undirvísing í kamartónleiki hjá Michael Malmgreen í tvey ár.
Doria kvartettin hevur spælt nýskrivaðan føroyskan tónleik í samstarvi við felagið Føroysk Tónaskøld. Hvørt summar, síðan kvartettin varð stovnað, hava tey spælt á Summartónum í Føroyum. Skráin í ár fevnir um tónleik hjá Bax, Nielsen-Abrahamsen, Bæk, Mozart, Shostakovich og Blak.
Síðsta heyst fekk Doriakvartettin nýggjan norskan cellospælara, Live Johansson, ið gongur á solistklassanum hjá Niels Ullner í Odense. Á konsertini í kvøld spælir eisini Henrik Skotte Larsen, íð hevur verið solooboistur í Odense Symfoniorkestri síðan 2005.
Fýra føroyingar, sum ganga á Musikkonservatorium í Keypmannahavn, stovnaðu Doriakvartettina í 2009. Tey eru Heiðrun Petersen, Jón Festirstein, Jákup Lützen og Andreas Restorff. Tey hava fingið undirvísing í kamartónleiki hjá Michael Malmgreen í tvey ár.
Doria kvartettin hevur spælt nýskrivaðan føroyskan tónleik í samstarvi við felagið Føroysk Tónaskøld. Hvørt summar, síðan kvartettin varð stovnað, hava tey spælt á Summartónum í Føroyum. Skráin í ár fevnir um tónleik hjá Bax, Nielsen-Abrahamsen, Bæk, Mozart, Shostakovich og Blak.
Síðsta heyst fekk Doriakvartettin nýggjan norskan cellospælara, Live Johansson, ið gongur á solistklassanum hjá Niels Ullner í Odense. Á konsertini í kvøld spælir eisini Henrik Skotte Larsen, íð hevur verið solooboistur í Odense Symfoniorkestri síðan 2005.
Labels:
KP,
Tíðindaskriv
Hansinufilmur
So skal Hansina
Iversen feirast aftur, tí tað kann ikki gerast ov ofta, og hesa ferð verður tað
við einum filmi. Hesar og nógv fleiri myndir eru at síggja í bókini ”Hansina
Iversen - Undurfullur ræðuleiki”. Steinbjørn B. Jacobsen ummælti: http://listinblog.blogspot.dk/2011/11/marknavari.html
Monday, July 23, 2012
Marius og Ilona - aftur í landslagið
Tey flestu munu vera greið yvir, at landslagið spælir ein høvuðsleiklut í
føroyskari listasøgu. Okkara fyrstu listafólk málaðu realistiskar og
romantiskar myndir av okkara høgt elskaða landslagi nøkulunda samstundis sum illusionistiska
landslagsmyndin varð endaliga avtikin við kubismuni í Paris. Síðani hava okkara
listafólk við treysti tulkað heimliga landslagið í ekspressivum, romantiskum, impressionistiskum,
dekorativum, naivistiskum myndum. Vit hava tikið føroyalistina til okkum og
eisini uttanlands hevur upprunakendi reinleikin hugtikið tey listaáhugaðu. Men
heldur ikki tey ungu listafólkini sleppa heilt undan at taka støðu ella
frástøðu til landslagið, og tá vit umrøða okkara ungu listafólk, leggja vit stóran
dent á, at tey ikki brúka landslagið sum myndevni.
Tað gera tey bæði, Marius Olsen og Ilona Raipala, sum sýna fram grafikk og
málningar í Steinprenti komandi vikurnar. Framsýningin letur upp fríggjadagin
27.juli klokkan fýra. Marius Olsen, sum er millum okkara fremstu listafólk,
møtti Ilonu Raipala, tá hon í sambandi við akademiútbúgving sína, var í
starvslæru í Steinprenti í 2009. Tey bæði listafólkini høvdu eina sera væl
eydnaða grafikkframsýning í Smiðjuni í Lítluvík fyri tveimum árum síðani, og nýggja framsýningin verður neyvan minni
spennandi. Í øllum førum verður hon tøkniliga meira fjølbroytt, av tí at Ilona
Raipala hesa ferð eisini sýnir fram málningar umframt prent.
Hennara myndevni eru av kvinnum og av umhvørvinum, av húsum og skógi, har føroyskt-finska
listaparið býr í Finnlandi. Listafólkini taka bæði støði í landslagnum, men
rættiliga stórur munur er millum spontanu, ekspressivu og villu málningarnar
hjá henni og so tann meira inntonkta, greinandi grafikkin hjá honum. Á einum av
hansara linoleumsprentum hevjar violetta og appilsingula fjallið seg upp úr djúpbláari
grund eins og í eini opinbering. Áskoðarin verður helst bilsin av heitinum á
myndini, tí heitið avdúkar, at hetta avmyndar gosfjallið Vesuvio, sum í
ógvusligum eldgosi ár 79 legði Pompeii í oyði. Gosfjallið er tætt við italska
stórbýin Napoli og mett at vera eitt av heimsins vandamiklastu gosfjøllum. Tað
kann væl vera, at lagnutunga søgan hjá fjallinum hómast á dramatisku lýsingini,
men einfalda fjallaskapið, teknað á sjónarringin, er eisini ein føroysk grundmynd,
sum Marius Olsen gevur okkum og sum prógvar, at landslagið enn stendur sterkt í
føroyskari samtíðarlist. Framsýningin í Steinprenti á
Skálatrøð verður opin um Ólavsøkuna og nakrar vikur fram.
Labels:
KP,
Myndlist,
Tíðindaskriv
Sunday, July 22, 2012
Arabisk vika - 7- العربية أسابيع
Introduktión
til arabisku vikuna:
http://listinblog.blogspot.dk/2012/07/arabisk-vika.html
Wael Shawky (1971) føddur í Egyptalandi emigreraður til USA: Wael Shawky viðger tað normala og tað ónormala í sínum installatiónum, fotomyndum og performance. Hann hevur áhuga í at granska hvussu ymiskar mentanir koma til sættis og roynir at skapa eitt slag av hybridsamfelagi í síni list. Ein skipan har samfelagið er í ævigari broyting og har hann sum listamaður hevur leiklutin sum umsetari millum ymsar mentanir.
http://listinblog.blogspot.dk/2012/07/arabisk-vika.html
Wael Shawky (1971) føddur í Egyptalandi emigreraður til USA: Wael Shawky viðger tað normala og tað ónormala í sínum installatiónum, fotomyndum og performance. Hann hevur áhuga í at granska hvussu ymiskar mentanir koma til sættis og roynir at skapa eitt slag av hybridsamfelagi í síni list. Ein skipan har samfelagið er í ævigari broyting og har hann sum listamaður hevur leiklutin sum umsetari millum ymsar mentanir.
Les meira
um Wael Shawky her:
(IS)
Saturday, July 21, 2012
Arabisk vika - 6- العربية أسابيع
Introduktión
til arabisku vikuna:
http://listinblog.blogspot.dk/2012/07/arabisk-vika.html
Steve Sabella (1975) palestini føddur í Jerusalem emigreraður til
Onglands.
Høvuðsevnið í listini hjá Sabella er útlegd. Hann viðger tað at verða í tvíningum, tað at verða knýttur at fleiri støðum, fragmentering av minnum, munir og líkheitir, tað upprunaliga og tað nýggja. Listamaðurin letur víðari sínar royndir við at vera í einum slagi av permanentari mentalari útlegd, har tvídráttur og fremmandgerð eru lívstreytir, og roynir at skapa myndir, sum illustrera hendan veruleikan.
http://listinblog.blogspot.dk/2012/07/arabisk-vika.html
Høvuðsevnið í listini hjá Sabella er útlegd. Hann viðger tað at verða í tvíningum, tað at verða knýttur at fleiri støðum, fragmentering av minnum, munir og líkheitir, tað upprunaliga og tað nýggja. Listamaðurin letur víðari sínar royndir við at vera í einum slagi av permanentari mentalari útlegd, har tvídráttur og fremmandgerð eru lívstreytir, og roynir at skapa myndir, sum illustrera hendan veruleikan.
Les meira um Steve Sabella her:
(IS)
Subscribe to:
Posts (Atom)